Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Rundskriv
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 19-06-2011
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

19. september 2011Nr. 9001

Rundskriv um eftirlit og at taka neyðug búskaparlig atlit

(Til aðalráðini)

Kapittul 1

Innleiðandi ásetingar

§ 1. Sambært § 26 í løgtingslóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan áliggur tað landsstýrismanninum í fíggjarmálum at síggja til, at einstaki landsstýrismaðurin heldur ásetingarar í lógini, og reglur heimilaðar í lógini. Hesar reglur eru ásettar sambært § 27 í lógini. Talan er um kunngerð um rakstrarjáttan, kunngerð um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan, kunngerð um løgujáttan, og kunngerð um innihald og uppseting av fíggjarlógaruppskotinum v.m.

Stk. 2. Ásetingarnar í kapittul 2 í hesum rundskrivi tilskila mest týðandi ábyrgdarøki hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum og hinum landsstýrismonnunum. Kapittul 2 ásetir harumframt reglur fyri eftirlitinum, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur við hvørjum einstakum landsstýrismanni, sambært § 26 í lógini.

§ 2. Sambært § 7 í lógini skulu neyðug búskaparlig atlit verða tikin, tá játtanir verða brúktar.

Stk. 2. Í kapittul 3 í hesum rundskrivi eru ásettar nærri reglur um at ansa eftir, at neyðug búskaparlig atlit verða tikin.

Kapittul 2

Eftirlit

§ 3. Landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av, at allar búskaparligar atgerðir á hansara ábyrgdarøki eru lógligar og rættar. Hetta merkir, at tað er landsstýrismaðurin, sum skal svara Løgtinginum og løgtingsgrannskoðarunum um átaluverd viðurskifti, uttan mun til um landsstýrismaðurin kendi til hesi viðurskifti, ella átti at havt gjørt tað.

§ 4. Ábyrgdin hjá landsstýrismanninum at fyrisita búskaparliga á sínum málsøki fevnir serliga um hesi atlit:

1)   At játtanir verða útvegaðar á røttum og best møguligt upplýstum grundarlagi, sambært reglum og siðvenjum á økinum.

2)   At veittar játtanir verða brúktar sambært ásetingum í lógini og reglum, heimilaðar í hesi, herundir at játtanir verða brúktar rætt, og at neyðug búskaparlig atlit verða tikin.

3)   At leggja til rættis roknskaparhaldið á sínum øki og hava umsjón við, at reglurnar fyri roknskaparframløgu verða hildnar sambært §§ 3 og 4 í kunngerð um roknskaparverk landsins o.t.

§ 5. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur, umframt ábyrgdarøkini nevnd undir § 4, hesi tvørgangandi ábyrgdarøki:

1)   Starvsfólkaviðurskifti, herundir lønar- og setanarviðurskifti, tænastumannaskipanina, pensjónsskipanina, at gera avtalur, sáttmálar og starvsfólkapolitikk.

2)   Útreiðslustýring, herundir at samskipa fíggjarlógararbeiði, gera uppskot til játtanarkarmar, gera uppskot til játtanarlógir og kanna allar játtanarumbønir.

3)   Játtanarskipanin, herundir at gera reglur fyri, hvussu játtanir verða útvegaðar og hvussu tær skulu nýtast.

4)   Yvirskipað at leggja til rættis almenna roknskaparverkið, umframt at menna og reka miðsavnaðar búskaparskipanir.

§ 6. Landsstýrismanninum í fíggjarmálum skal síggja til, at hvør einstakur landsstýrismaður heldur ásetingamar í lóg um landsins játtanarskipan og reglur heimilar í lógini. Henda uppgávan fevnir m.a. um:

1)   At hava eftirlit við, at reglurnar á øllum fíggjarliga økinum verða hildnar, og um hesar ikki verða hildnar so at veita vegleiðing og hjálp, umframt at taka tey stig, sum neyðug eru fyri at tryggja, at reglurnar verða hildnar.

2)   At taka stig til at avvarðandi landsstýrismaður setur í verk tiltøk fyri at bøta um manglar og veikleikar, um so er at játtanarumbønir, grannskoðanarfrágreiðingar e.l. benda á, at fíggjarstýringin á einum landsstýrismannaøki er ófullfíggjað ella í óhepnari gongd.

3)   At síggja til, at búskaparskipanir og regluverk á fíggjarliga økinum støðugt er hóskandi og vælvirkandi, og um ikki, so at taka stig til at bøta um hesi.

Kapittul 3

Neyðug búskaparlig atlit

§ 7. Landsstýrismenn og onnur, sum við heimiling ella við lóg hava fingið álagt ábyrgdina av eini játtan, hava skyldu at taka neyðug búskaparlig atlit.

§ 8. Sambært løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. § 7, stk. 2, 1. pkt., sbr. § 4, stk. 3, 2. pkt., áliggur tað roknskapargrannskoðanini (og løgtingsgrannskoðarunum) at ansa eftir, at tað er hóskandi atborið fíggjarliga í sambandi við umsiting av ognum og viðvíkjandi rakstri av stovnum og tí virksemi, roknskapurin fevnir um. Sbrt. § 17, stk. 1 í somu lóg, skal Landsgrannskoðanin (og løgtingsgrannskoðarnir) gera eina samsvarandi meting av stuðulsroknskapum og øðrum roknskapum fevndir av § 15, stk. 1 í somu lóg.

§ 9. At tað verður hóskandi atborið fíggjarliga, sbrt. § 8, verður roknað at vera tað sama sum at taka neyðug búskaparlig atlit, sbrt. § 2.

Stk. 2. Tann í § 2 nevnda skyldan sæst soleiðis longu óbeinleiðis í løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m., men við § 7 í løgtingslóg um landsins játtanarskipan verður skyldan víðkað til umframt at virka sambært veittum játtanum, lógum og øðrum forskriftum umframt gjørdum avtalum og vanligari siðvenju, eisini at røkja hana við neyðugum búskaparligum atlitum.

§ 10. Niðanfyri í kapitlunum 4-7 verður greitt frá hugtakinum hóskandi atborið fíggjarliga. Hugtakið fevnir um: sparsemi, framleidni, virkisføri og fíggjarstýring. Fyri ymsu partarnar av hugtakinum verður víst á evnir.

Kapittul 4

Sparsemi

§ 11. Endamálið er at tryggja, at vørur og tænastur verða útvegaðar hóskandi fíggjarliga við atliti at prísi, dygd, nøgd o.ø. Hetta verður tryggjað við, at niðanfyri nevndu viðurskifti støðugt verða havd í huga:

1)   Í neyðugan mun skal verða biðið um fleiri tilboð, tá vørur og tænastur verða umbidnar.

2)   Tøkir avsláttarmøguleikar skulu brúkast, um hetta er til fyrimuns.

3)   Vørugoymslur skulu lagast eftir eftirspurningi.

4)   Ansast skal eftir, at tal og stødd av skuldarum ikki verður størri enn neyðugt.

5)   Nýútvegan eigur at verða umhugsað, um viðlíkahalds- og umvælingarútreiðslur av fastari ogn ella leysafæ eru ógvuliga stórar.

6)   Útreiðslur til umboðan skulu haldast á einum rímiligum støði.

7)   Ansast skal eftir, at tal av starvsfólki og útbúgving teirra er hóskandi til uppgávumar, ið aðalráðið ella stovnurin hevur.

8)   Tilfeingið, so sum starvsfólk, høli, innbúgv, leysafæ o.a. skal verða brúkt á ein skynsaman hátt.

9)   Gjøld og prísir skulu verða roknað á nøktandi og dagførdum grundarlagi.

10) Leigað høli ella bygningar skulu við atliti til stødd, innrætting og høgleika vera hóskandi til endamálið. Leigan skal verða rímilig og í samsvari við ásettar reglur hjá Byggiumsitingini.

Kapittul 5

Framleidni

§ 12. Framleidni er lutfallið millum tilfeingisnýtslu og framleiðslunøgd. Endamálið er at tryggja, at framleidni er so høgt sum møguligt, samstundis sum sparsemi verður víst, og málini, ið sett eru fyri ávíst virksemi, verða nádd (virkisføri).

Stk. 2. Tá framleidni verður greinað, kann hetta verða sett upp yvir eitt tíðarskeið, ella sum ein samanbering við framleidni hjá sama slag av veitingum, antin innan fyri ella uttan fyri stovnin. Ein fyritreyt fyri at greina framleidni er, at framleiðslutilfeingið og - nøgd kann gerast upp í tølum.

§ 13. Almenn framleiðsla fevnir ofta um ymiskar tænastur og efitirlitsveitingar, sum eru truplar at gera upp í tølum og samanbera. Oftast er ikki nóg mikið at máta samlaðu framleiðsluna hjá einum stovni. Greiningin má býtast sundur í partar, t.d. avgreiðsla av ávísum sløgum av málum ella framdum eftirlitum, eins og neyðugt kann verða at viga millum ymisk sløg av virksemi fyri at kunna gera greiningina.

§ 14. Framleidnisgreiningar kunnu sum nevnt býtast sundur í fleiri sløg, og møguliga yvir fleiri ár. Stovnarnir skulu seta sær mál um framleidni í árliga avrikssáttmálanum við avvarðandi aðalráð.

Stk. 2. Sum dømi upp á spurningar, ið kunnu setast fyri at lýsa framleidni, kunnu nevnast:

1.    Hevur stovnurin gjørt útrokningar av síni framleiðslu og framleidni? Eru lyklatøl gjørd hesum viðvíkjandi?

2.    Eru innanhýsis útrokningar ella lyklatøl fyri framleidni býtt út á einstøk øki?

3.    Eru lyklatøl brúkt til at gera samanberingar við aðrar stovnar ella við undanfarin ár?

4.    Hvussu eru virksemisupplýsingamar í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotinum fingnar til vega? Hvussu verða tær brúktar av stovnsleiðsluni, og verður eftirmett, um ætlaða virksemið er framt?

5.    Hvørji stig tekur leiðslan, um staðfest verða munandi frávik í mun til tær virksemisupplýsingar, sum eru upplýstar í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið, ella upplýsingar bera boð um eina óhepna gongd ella eitt fall í framleidninum?

Kapittul 6

Virkisføri

§ 15. Tá talan er um virkisføri hjá einum stovni, verður partvíst meint við, í hvønn mun stovnurin hevur nátt settum málum, og partvíst er hetta eitt mát fyri, hvussu væl tað hevur eydnast stovninum, við brúkta tilfeinginum, at náa settum málum. Endamálið er, at røkka so stóran part av settu málunum sum gjørligt er við tøka tilfeinginum, samstundis sum farið er fram við sparsemi, og tryggjað er høgt framleidni.

Stk. 2. Virkisføri verður gjørt upp sum lutfallið millum brúkt tilfeingið og úrslitini av tí virksemi, sum ein stovnur framleiðir fyri at náa settu málunum. Virkisføri er partvíst sett saman av førleika stovnsins til við tilfeingisnýtsluni at framleiða vørur og tænastur, og partvíst hvussu framleiddu vørumar og tænastumar eru egnaðar til at skapa tey úrslit ella tann virknað, sum lýkur settum málum.

§ 16. Virkisførisgreiningar kunnu, eins og framleidnisgreiningar, vera umfatandi og arbeiðskrevjandi, men hava týdning, tí tær vísa, um stovnurin hevur nátt sínum málum. Stovnamir skulu seta sær mál fyri virkisføri í árliga avrikssáttmálanum við avvarðandi aðalráð.

Stk. 2. Sum dømi uppá spurningar, ið kunnu setast fyri at lýsa virkisføri, kunnu nevnast:

1)   Eru tíðarhóskandi mál sett fyri virksemi stovnsins, og hevur leiðslan eina ætlan við atliti til at røkka settu málunum?

2)   Hevur stovnurin gjørt lyklatøl fyri sítt virkisføri, og hvussu eru hesi lyklatøl sett saman?

3)   Hevur stovnurin gjørt kanningar, ið lýsa virkisføri stovnsins nærri?

4)   Er veruliga virksemið hjá stovninum samsvarandi settu málunum?

5)   Er góðskueftirlit við framleiðsluni?

6)   Eru brúkarakanningar gjørdar?

7)   Er orðaður ein starvsfólkapolitikkur við starvslýsingum, útbúgvingarætlanum, starvsfólkasamrøðum v.m.?

8)   Hvussu stór er sjúkrafráveran, og hvussu stór er útskiftingin av starvsfólki?

Kapittul 7

Fíggjarstýring

§ 17. Ein annar háttur at tryggja, at tikin verða búskaparlig atlit, er, at fíggjarstýringin verður løgd til rættis soleiðis, at tað er samanhangur millum útreiðslur og framleidni. Væl virkandi leiðslukunningarskipan er fortreyt fyri, at støðugt kann verða mett um, hvørt fíggjarligur samanhangur er millum tilfeingisnýtslu, framleiðslu og málsfulnað. Málið við hesum er at tryggja eina rætta og skilagóða fíggjarfyrisiting, samstundis sum farið verður fram við sparsemi, og at framleidni og virkisføri eru so høg, sum til ber.

§ 18. Tað er umfatandi og tíðarkrevjandi arbeiði at greina fíggjarliga økið. Í staðin fyri at taka alt fíggjarliga økið undir einum, kann verða byrja við at greina ávís øki. Innan hóskandi tíðarbil kann verða komið ígjøgnum øll øki.

Stk. 2. Sum øki kunnu nevnast: At seta mál, leggja ætlanir, tillaga bygnað, gera fíggjarætlan, hava rakstur og fyrisitingarligt eftirlit, gera roknskap, fylgja upp og geva frágreiðing umframt eftirmeting.

Stk. 3. Sum dømi uppá spumingar, ið kunnu setast fyri at lýsa fíggjarstýringina, kunnu nevnast:

1)   Har stovnar ikki skráseta beinleiðis í Búskaparskipan Landsins, eigur at verða viðgjørt, um hetta er skilabesta loysnin?

2)   Verða roknskapartøl og fíggjarætlanartøl samanborin so hvørt? Á hvørjum stigi og hvussu ofta verða hesar samanberingar gjørdar? Verða frágreiðingar skrivaðar um frávik?

3)   Er virknaður av virksemi ella framleiðslu hjá stovninum partur av fíggjarstýringini?

4)   Er ein kostnaðaruppbýttur virksemisroknskapur?

5)   Finnast tað aðrar hagtalskipanir til virksemisskrásetingar?

Kapittul 8

Gildiskoma

§ 19. Hetta rundskriv kemur í gildi 1. oktober 2011.

 

 

Fíggjarmálaráðið, 19. september 2011

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

landsstýrismaður

/ Atli Suni Leo (sign.)