Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. oktober 2016Nr. 9001
Rundskriv um heldina
(Til Stjórnarráðini og stovnar undir landinum)
1. Heldin og endamálið við skipanini
1.1. Heldin er eitt tøkniligt undirstøðukervi og ein fyriskipanarligur karmur, sum verður brúktur tá dátur verða fluttar millum myndugleikar. Dátusamskiftið fer fram á ein tryggan hátt umvegis internetið. Ongar av teimum dátum, ið verða fluttar við Heldini, verða viðgjørdar ella goymdar av Heldini.
1.2. Málið er, at alt dátusamskifti millum KT-skipanir hjá almennum myndugleikum fer fram umvegis Heldina. Miðað verður eftir, at alt verandi dátusamskifti millum myndugleikar, innan 3 ár fer fram umvegis Heldina. Alt nýtt dátusamskifti, millum myndugleikar, skal umvegis Heldina.
2. Allýsingar
2.1. Ein myndugleiki í hesum rundskrivi eru stjórnarráð, stovnar undir teimum, serligir grunnar o.a., umframt sjálvsognarstovnar, sum eru á fíggjarlógini javnbjóðis teimum rættiligu landsstovnunum.
2.2. Eitt sertifikat er eitt talgilt prógv, sum eyðmerkir teir einstøku myndugleikarnar í Heldini. Sertifikatið prógvar, at ein myndugleiki er tann hann sigur seg vera. Tá tveir myndugleikar samskifta, verða sertifikatini váttaði av heldarumsitingini, so báðir partar trygt kunnu verða vísir í, at hin myndugleikin er tann, hann sigur seg vera, og so at dátusamskiftið verður bronglað.
2.3. Dátusamskifti er flytan av dátum millum KT-skipanir.
2.4. Sáttmáli um tænastustig (SLA) er avtala millum Gjaldstovuna og myndugleikan, sum er knýttur í Heldina. SLA lýsir hvørjar tænastur verða veittar umvegis Heldina, á hvørjum tænastustigi og ábyrgdarbýtið millum Gjaldstovuna og myndugleikan.
3. Ábyrgdarhavari av Heldini
3.1. Gjaldstovan hevur ábyrgdina av Heldini og kann taka neyðugar avgerðir fyri at fremja ásetingarnar í hesum rundskrivi og fremja eina trygga og mundadygga fyrisiting.
3.2. Tá ið ein skipan verður knýtt í Heldina sambært krøvunum í 1.2, ger Gjaldstovan, eftir umsókn frá myndugleikanum, eina formliga innliming, m.a. við at útflyggja myndugleikanum viðkomandi sertifikat. Í hesum sambandi skal verða upplýst, hvørjar KT-skipanir, sløg av dátum og hvørjar vevtænastur verða meldaðar til.
3.3. Fyritreytin fyri innlimingini sambært 3.2 er ein sáttmáli um tænastustig (SLA) millum Gjaldstovuna og myndugleikan. Myndugleikin skal formliga vísa á ein ábyrgdarpersón, sum hevur fulltrú at samskifta við Gjaldstovuna um tøknilig viðurskifti.
3.4. Uppfyllir ein myndugleiki ikki ásettu krøvini í tænastusáttmálanum, kann Gjaldstovan taka góðkenningina um formligu innlimingina sambært 3.2 aftur.
3.5. Á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni er yvirlit yvir góðkendar myndugleikar, og tær skipanir, sum samskifta umvegis Heldina.
4. Lógarkrøv til samskifti
4.1. Hetta rundskrivið broytir ikki tey lógarkrøv, sum eru galdandi fyri samskifti millum almennar myndugleikar um mál og at deila upplýsingar.
4.2. Lógarkrøvini sambært 4.1 eru serliga at finna í fyrisitingarlógini, løgtingslóg um alment innlit og løgtingslóg um persónsupplýsingar. Slík lógarkrøv kunnu eisini standa í øðrum lógum.
4.3. Áðrenn dátusamskifti fer fram sambært hesum rundskrivi, skal bæði veitandi og móttakandi myndugleikin altíð tryggja sær, at øll viðkomandi lógarkrøv eru hildin.
5. Avtala millum góðkendar myndugleikar
5.1. Umframt formligu innlimingina sambært 3.2, skal avtala verða gjørd millum myndugleikar, sum veita dátur, og myndugleikar, sum móttaka dátur, um hvørjar dátur kunnu verða deildar. Hesa avtalu standa samskiftandi myndugleikarnir sjálvir fyri.
5.2. Ein myndugleiki skal ongantíð hava atgongd til dátur, sum myndugleikin ikki hevur rætt til sambært galdandi lóggávu, ella sum ikki eru neyðugar fyri at myndugleikin kann fremja sínar uppgávur.
5.3. Veitari av dátum hevur ábyrgdina av, at móttakari av dátum ikki fær aðrar dátur enn tær, viðkomand myndugleiki hevur rætt til at fáa.
6. Skyldur hjá myndugleikum
6.1. Vevtænasturnar í Heldini skulu tøkniliga skipast í tráð við ásetingarnar í hesum rundskrivi.
6.2. Fyri at móttaka og veita dátur skulu myndugleikarnir hava fingið tillutað tey neyðugu rættindini og sertifikatini sambært 3.2.
6.3. Myndugleikar skulu lata og móttaka umbidnar dátur uttan drál.
7. Goymsla og striking av upplýsingum
7.1. Myndugleikarnir avtala sínámillum, hvussu farið verður fram, um dátur verða skeivt deildar.
7.2. Heldin skapar og goymir logg um framdar fyrispurningar, hvørjir myndugleikar hava samskift um dátur, nær samskiftið er farið fram, og um samskiftið eydnaðist. Heldin goymir onki av sjálvum innihaldinum av dátusamskiftinum. Loggar í Heldini verða goymdir sambært trygdarleiðreglum í ávíst áramál. Loggarnir eru próvfastir og kunnu tí verða brúktir í rættinum, um neyðugt.
8. Tøknikrøv
Myndugleikar, sum eru fevndir av rundskrivinum, skulu syrgja fyri, at tøkniligi útbúnaðurin, sum teir varða av, og sum er partur av samskiftinum í Heldini, hevur nøktandi svartíðir og nøktandi trygd. Myndugleikarnir skulu eisini dagføra og umvæla tøkniliga útbúnaðin um neyðugt.
9. Trygdarkrøv
9.1. Myndugleikar, sum eru fevndir av hesum rundskrivi, skulu fylgja trygdarkrøvunum, sum eru ásett í SLA sambært 2.4.
9.2. Verður myndugleikin varugur við, at møgulig trygdarbrot eru framd á Heldina ella á skipanir knýttar í Heldina, t.d. trygdarbrek, álop, hakking o.s.fr., skal myndugleikin alt fyri eitt boða Gjaldstovuni frá hesum. Myndugleikin skal beinanvegin taka neyðug stig.
9.3. Metir Gjaldstovan, at álvarsligt trygdarbrot er framt sambært 9.2 ella yvirhøvur, hevur Gjaldstovan heimild at fremja tey trygdarinntriv, sum mett vera neyðug t.d. at nokta viðkomandi myndugleika atgongd til Heldina, til viðurskiftini eru komin í eina trygga legu aftur.
9.4. Dátur, sum verða sendar umvegis Heldina, skulu verða flokkaðar sambært trygdarkrøvunum í SLA. Tað áliggur veitara av dátum og móttakara av dátum at flokka dátur, vevtænastur, trygdarambætarar og KT-skipanir. Hesi viðurskifti skulu vera greitt tilskilaði í avtaluni, sum ásett í 5.1.
10. Uppstigingar
10.1. Gjaldstovan hevur heimild at taka avgerð um neyðugar uppstigingar av Heldini. Tey, sum brúka Heldina, skulu gera neyðugar tillagingar í mun til hesa uppstiging.
10.2 Fara størri umleggingar fram, skal Gjaldstovan boða frá hesum í góðari tíð. Myndugleikarnir fáa so eitt rímiligt skotbrá til at fremja hesar broytingar.
11. Kostnaður av at nýta Heldina
11.1. Tað er ókeypis hjá tí almenna at knýta seg í og samskifta umvegis Heldina.
11.2. Útreiðslur, sum standast av ásetingunum í hesum rundskrivi, gjalda myndugleikarnir sjálvir fyri, t.d. kostnaðin av sínum trygdarambætara, menning og íverkseting av vevtænastu.
11.3. Forritið til trygdarambætarar og vegleiðing til at leggja tey inn, verða latin uttan kostnað.
11.4. Myndugleiki eigur at seta ta peningaupphædd av, sum er neyðug til at lúka tey tøknikrøv, trygdarkrøv og onnur krøv, sum hetta rundskriv ásetur.
12. Mishald o.t.
12.1. Misheldur myndugleiki skyldur sínar sambært hesum rundskrivi, kann Gjaldstovan taka góðkenningina aftur.
12.2. Gjaldstovan hevur heimild til at nokta einum myndugleika atgongd til Heldina, um myndugleikin misheldur sínar skyldur.
13. Gildiskoma
Hetta rundskriv kemur í gildi 21. oktober 2016.
Fíggjarmálaráðið, 21. oktober 2016
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)