28. mars 2007Nr. 9001
Reglur um endurgjald fyri nýtslu av egnum bili í tænastuørindum
§ 1
Starvsfólk, sum javnan eru í tænastuørindum, kunnu fáa
skrivliga heimild frá stovninum at nýta egnan bil í tænastuørindum. Loyvi kann
vera avmarkað í tíð, vegastrekki og koyrinøgd.
Stk. 2. Starvsfólk kunu eftir avtalu í hvørjum einstøkum
føri nýta egnan bil til einstøk ørindi.
§ 2
Endurgjald fyri koyring við egnum bili er 3,20 kr. fyri
kilometurin.
Stk. 2. Minsta gjald fyri eini ørindi (tú fer og kemur
aftur) er tó 16 kr.
§ 3
Avroknað skal verða einaferð um mánaðin.
§ 4
Endurgjaldið eftir § 2 er einasta gjaldið, starvsfólkið
hevur rætt til, og er soleiðis til allar útreiðslur til brennievni, dekk,
trygging, skaðar og annað.
§ 5
Hesar reglur eru galdandi fyri koyring eftir tann 1.
apríl 2007.
Fíggjarmálaráðið, 28.
mars 2007
Bárður Nielsen
(sign.)
/ Petur Alberg Lamhauge
(sign.)