Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. januar 2019Nr. 9001
Rundskriv um tænastuferðir uttanlands
(Til stjórnarráðini og stovnar landsins)
1. Heimild
1.1. Við heimild í § 18, stk. 2 í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar og eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, verður ásett:
2. Endamál
2.1. Við hesum verður lýst, hvussu útreiðslur, ið standast av einari tænastuferð uttanlands, verða endurgoldnar og hvussu ferðauppgerð verður gjørd.
3. Hvønn er rundskrivið galdandi fyri
3.1. Hetta rundskriv er galdandi fyri stjórnarráðini og stovnar landsins.
3.2. Landssjúkrahúsið er ikki umfata av punkt 4.5. í hesum rundskrivi, men skal tó lata Gjaldsstovuni upplýsingar um allar tænastuferðir.
4. Ferðauppgerð
4.1. Uppgerð fyri uttanlandsferð skal vera gjørd upp sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Felag Tænastumanna Landsins.
4.2. Talan er um tænastuferð, tá ið ferðin er ein neyðugur liður í tænastuni, og tænastustaðið hevur góðkent ferðina sum eina tænastuferð.
4.3. Tænastustaðið gevur starvsfólkinum ferðaloyvi, áðrenn tænastuferðin verður løgd til rættis.
4.4. Tænastustaðið leggur tænastuferðina til rættis, í samráð við starvsfólkið, og ger m.a. av, hvussu ferðast skal, og um starvsfólk skal liggja nátt ella um ferðast skal aftur og fram sama dag.
4.5. Ferða-avrokningarskipanin hjá Gjaldsstovuni skal nýtast.
4.6. Áðrenn uppgerðin verður flýggjað til bókingar, hevur tænastustaðið ábyrgdina av, at uppgerðin er eftirroknað, við tí fyri eyga, at útrokningarnar eru rættar, at reglurnar í hesum rundskrivi eru fylgdar og at útreiðslur eru skjalprógvaðar.
4.7. Avroknað skal verða innan 3 vikur eftir heimkomu.
4.8. Starvsfólk hava ikki loyvi at brúka bonusstig ella annan avsláttur, ið eru vunnin á tænastuferð, til privata nýtslu.
5. Dagpeningur og útreiðslur til hotell fyri tænastuferðir
5.1. Fyri tænastuferðir til Danmarkar er dagpeningurin kr. 360,- um dagin fyri hvønn byrjaðan dag.
5.2. Goldið verður fyri innivist á hotelli í Danmark eftir rokning, tó í mesta lagi kr. 1.000,-. íroknað MVG. Í serligum føri kann tænastustaðið góðkenna hægri útreiðslur til hotell, tá skal ein frágreiðing um orsøkina leggjast við ferðauppgerðini.
5.3. Fyri tænastuferðir aðrastaðni enn í Danmark verða hesar upphæddir nýttar:
|
Dag-peningur |
Hotell– lokalt gjaldoyra |
|
Dagpeningur |
Hotell–lokalt gjaldoyra | ||
Belgia |
509 |
EUR |
161 |
Kanada |
509 |
CAD |
217 + tax |
Bretland |
509 |
GBP |
151 |
Luksemburg |
509 |
EUR |
164 |
Eysturríki |
509 |
EUR |
104 |
Noreg |
509 |
NOK |
1.878 |
Finnland |
509 |
EUR |
134 |
Portugal |
509 |
EUR |
128 |
Frakland |
509 |
EUR |
136 |
Spania |
509 |
EUR |
126 |
Grikkaland |
509 |
EUR |
110 |
Sveis |
509 |
CHF |
198 |
Grønland |
509 |
DKR |
1.000 |
Svøríki |
509 |
SEK |
1.935 |
Háland |
509 |
EUR |
125 |
Týskland |
509 |
EUR |
105 |
Írland |
509 |
EUR |
149 |
USA (New York og Washington D.C.) |
509 |
USD |
233 + tax |
Ísland |
509 |
ISK |
27.768 |
USA (Annars) |
509 |
USD |
177 + tax |
Italia |
509 |
EUR |
122 |
|
|
|
|
5.4. Fyri innivist á hotelli verður goldið eftir rokning, tó í mesta lagi upphæddin, ið stendur í yvirlitinum omanfyri. Í serligum føri kann tænastustaðið góðkenna hægri útreiðslur til hotell, tá skal ein frágreiðing um orsøkina leggjast við ferðauppgerðini.
5.5. Á tænastuferð til lond, har ongin hotelldispositiónsupphædd er ásett, verða rímiligar útreiðslur til hotellkamar ella aðra góðkenda gisting endurrindaðar móti skjalprógvi.
5.6. Eru útreiðslur til hotell ikki skjalprógvaðar, fær starvsfólkið eina náttarviðbót á kr. 230,- fyri hvørja nátt.
5.7. Skipar tænastustaðið fyri gisting, er gisting partur av skeiðsgjaldi ella endurrindar tænastustaðið útreiðslur fyri hotell, kann ikki samstundis verða latin náttarviðbót.
5.8. Ferðast starvsfólk saman við fólki, ið ikki er partur av tænastuferðini, t.d. sínum maka, verða útreiðslurnar til hotellkamar endurgoldnar við í mesta lagi teirri upphædd, ið gistingarkostnaðurin fyri starvsfólkið hevði verið.
5.9. Á tænastuferð til lond, har ongin dagpeningaupphædd er ásett í yvirlitinum omanfyri, verða dagpengar goldnir eftir donsku satsunum fyri viðkomandi land. Sí rundskriv frá Moderniseringsstyrelsen https://modst.dk/media/18850/002-18.pdf
5.10. Leingir starvsfólkið tænastuferðina, verða eyka dagar roknaðir sum frídagar. Endurgjald verður ikki veitt fyri útreiðslur, ið standast av tí og dagpeningur og náttarviðbót verður ikki goldin fyri frídagarnar.
5.11. Dagpeningurin er ætlaður til at gjalda fyri útreiðslur til máltíðir og smærri útreiðslur.
5.12. Neyðugar, tænastuliga grundaðar útreiðslur, sum ikki eru nevndar í hesum rundskrivi, verða endurrindaðar móti skjalprógvi.
5.13. Eru útreiðslur ikki skjalprógvaðar, verður onki endurgjald latið. Er skjalprógv burturmist, ella ikki til at fáa, kunnu útreiðslur í serligum føri verða endurgoldnar móti undirskrivaðari váttan, sum sannar útreiðslurnar.
6. Frádráttur í dagpeninginum
6.1. Fær starvsfólkið fríar máltíðir í í sambandi við tænastuferðina verða dagpengarnir minkaðir við ávikavist 30% fyri døgurða og 30% fyri nátturða.
6.2. Full viðbót verður veitt upp í 28 dagar. Á tænastuferð uttanlands verða dagpengarnir minkaðir við einum triðingi eftir 28 dagar.
7. Útreiðslur til flutning
7.1. Sum meginregla skal alment flutningsfar verða brúkt á tænastuferð.
7.2. Tænastustaðið kann loyva, at annað ferðasamband verður brúkt, t.d. Airport Shuttle-skipanin.
7.3. Tænastustaðið kann eisini loyva, at starvsfólk brúkar egnan bil. Tá fær starvsfólkið endurgjald sambært reglunum um endurgjald fyri nýtslu av egnum bili í tænastuørindum, tó í mesta lagi tað, sum alment ferðasamband, ella líknandi tænastur sum t.d. Airport Shuttle-skipanin hevði kostað.
7.4. Starvsfólk fær endurrindað skjalprógvaðar flutningsútreiðslur, sum standast av tænastuferðini.
8. Ferðatrygging
8.1. Tænastustaðið hevur ábyrgd av, at starvsfólk eru tryggjað, tá tey fara á tænastuferð. Víst verður til rundskriv nr. 9000 frá 21. november 2003 um tryggingarviðurskifti landsins.
9. Ferðaforskot
9.1. Í teimum førum ferðaforskot verður latið, so verður hetta umsitið av einstaka tænastustaðnum.
9.2. Metast skal um forskotið, so upphæddin verður so neyv veruliga kostnaðinum á endaligu ferðauppgerðini sum til ber. Upphæddirnar í hesum rundskrivi skulu verða nýttar til at meta um, hvussu stórt forskotið eigur at vera.
10. Skráseting
10.1. Gjaldstovan ásetur mannagongdir í sambandi við at ávísa, bóka og onnur tílík viðurskifti.
10.2. Útreiðslur fyri tænastuferðir uttanlands hjá alment settum skulu verða bókaðar á standardroknskaparkontu 14.11 (Sí kontuskipan landsins, hvørjar útreiðslur hettar fatar um.)
11. Gildiskoma
11.1. Hetta rundskriv kemur í gildi 1. februar 2019. Samstundis fer úr gildi rundskriv nr. 9000 frá 1. mars 2013.
Fíggjarmálaráðið, 30. januar 2019
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýrismaður
/ Jan Mortensen (sign.)