Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. mars 2014Nr. 9001
Rundskriv um skyldu at boða frá broytingum viðv. nevndum og ráðum
Vísandi til stýrisskipanarlógina § 33, stk. 2 um samskipanarstarv løgmans, verður øllum stjórnarráðum áløgd fráboðanarskylda fyri Løgmansskrivstovuni viðvíkjandi nevndum og ráðum.
1. Fráboðanarskylda
Fráboðanarskyldan fevnir um tær av hesum nevndum, sum landsstýrið tilnevnir ein ella fleiri limir í ella hevur eftirlit við. Skyldan fevnir eisini um nevndir, sum landsstýrið hevur fíggjarlig áhugamál í ella, sum hava týðandi tilknýti til tað almenna.
2. Orðini nevd og ráð
Orðið “nevnd” í hesum rundskrivi er eisini at skilja sum orðið “ráð”.
3. Bólkingar
Nevndirnar verða bólkaðar soleiðis:
1) Kærunevndir
2) Óheftar nevndir, sum hava lógarheimild til at taka sjálvstøðug stig, eitt nú eftirlit
3) Umsóknarnevndir
4) Ráð, sum ikki taka fyrisitingarligar avgerðir, men sum geva øðrum myndugleika, ofta landsstýrismanni, ráð um, hvussu ein skal bera seg at í serstøkum sum almennum málum
5) Nevndir, sum fyrisita sjálvstøðuga, løgfrøðiliga eind, stovnsetta av tí almenna, privatum ella báðum í felag, eitt nú partafeløg
4. Slag av upplýsingum
Tá ið nevnd verður sett, skal fráboðan við hesum innihaldi verða send Løgmansskrivstovuni:
1) Navn á nevnd
2) Endamál við nevndini
3) Stovningarár
4) Slag av nevnd sambært punkt 3 í hesum rundskrivi
5) Lógar-, viðtøku- ella virkisgrundarlag
6) Longd á valskeiði
7) Nøvn á nevndarlimum, herundir hvør er formaður og næstformaður
8) Samsýningarupphæddir til nevndarlimir, og hvør ið rindar tær. Er talan um fundarpening, skal hetta upplýsast
9) Aðrar upplýsingar. Talan kann vera um upplýsingar, sum stjórnarráðið metir hava týdning
5. Broytingar
Stjórnarráðini hava skyldu at boða Løgmansskrivstovuni frá broytingum í nevndunum sum nevnd í § 4.
6. Um fráboðan
Í seinasta lagi 14 dagar eftir at broytingarnar eru framdar, skulu broytingarnar fráboðast Løgmansskrivstovuni á nevndir@tinganes.fo.
7. Dagføringar
Løgmansskrivstovan hevur ábyrgd av at dagføra javnan nevndaryvirlitið, sum er alment tøkt á tinganes.fo.
8. Gildisásetingar
Hetta rundskriv kemur í gildi 1. mai 2014. Samstundis fer úr gildi “Rundskriv nr. 5 frá 6. desember 2006 um fráboðanarskyldu viðvíkjandi nevndum og ráðum.”
Tinganes, 31. mars 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)