Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. desember 2014Nr. 9002
Rundskriv um burturbeining av KT-útbúnaði
(Til stjórnarráðini)
1. Endamál
Rundskrivið ásetur felags reglur og mannagongdir fyri burturbeining av teldum, fartelefonum og teldlum, sum landið hevur útvegað og tí eigur. Rundskrivið er galdandi fyri alt virksemið, sum fær rakstrarjáttan á løgtingsfiggjarlógini.
2. Teldur
Tá ið telda verður endaliga burturbeind, skal harðdiskurin takast úr telduni og oyðileggjast soleiðis, at óviðkomandi ikki kunnu fáa fatur á upplýsingunum á harðdiskinum.
Teldur verða annars endaliga burturbeindar sambært forskriftunum um burturbeining av slíkum útbúnaði soleiðis, at útbúnaðurin ikki er til skaða ella ampa fyri umhvørvið.
Teldur uttan harðdisk kunnu í serligum førum verða seldar starvsfólkum, sí niðanfyri. Verður telda latin til annað starvsfólk at brúka, skal teldan setast upp (reinstallerast) av nýggjum, samsvarandi trygdarásetingunum hjá KT-landsins.
Í serligum førum, t.d. tá ið fólk fara úr starvi, um stovnur skiftir teldurnar út ella tílíkt, kunnu starvsfólk keypa telduna við ongum harðdiski frá arbeiðsgevaranum. Tá verður teldan niður skrivað eftir 4 árum (48 mánaðum), minus kr. 1.000, sum er mett virðið fyri nýggjan harðdisk. Hetta merkir, at fer starvsfólk úr starvi, áðrenn 48 mánaðir eru farnir frá tí degi, teldan varð keypt (dagfestingin á keypsfakturanum), so kann starvsfólkið keypa telduna frá arbeiðsgevaranum fyri eina upphædd lutfalsliga samsvarandi tíðina, sum restar í teimum 48 mánaðunum, minus kr. 1.000 fyri harðdiskin, tó ongantíð minni enn 5% av útveganarkostnaðinum.
Dømi: Telda keypt fyri 16.800 kr. Mánaðarlig niðurskriving í 48 mánaðir verður tá 16.800/48=350 kr. Um teldan í hesum føri verður seld starvsfólki eftir 24 mánaðum, so verður søluprísurin 16.800-(24x350)-1.000= 7. 400 kr. Eftir 43 mánaðum er teldan niðurskrivað til 16.800-(43x350)-1.000= 750 kr., men hetta er minni enn 5% av útveganarkostnaðinum, tí verður søluvirðið tá 840 kr., sum samsvarar við 5% av útveganarkostnaðinum.
3. Fartelefonir
Fartelefonir verða endaliga burturbeindar sambært forskriftunum um burturbeining av slikum útbúnaði soleiðis, at útbúnaðurin ikki er til skaða ella ampa fyri umhvørvið.
Fartelefonir kunnu i serligum førum verða seldar starvsfólkum, sí niðanfyri. Verður fartelefon latin til annað starvsfólk at brúka, skal fartelefonin setast upp (reinstallerast) av nýggjum, samsvarandi trygdarásetingunum hjá KT-landsins.
Í serligum førum, t.d. tá ið fólk fara úr starvi, um stovnur skiftir fartelefonirar út ella líknandi, kunnu starvsfólk keypa fartelefonina frá arbeiðsgevaranum. Tá verður fartelefonin niðurskrivað eftir 2 árum (24 mánaðum). Hetta merkir, at fer starvsfólk úr starvi, áðrenn 24 mánaðir eru farnir frá tí degi, fartelefonin varð keypt (dagfestingin á keypsfakturanum), so kann starvsfólkið keypa fartelefonina frá arbeiðsgevaranum fyri eina upphædd lutfalsliga samsvarandi tíðina, sum restar í teimum 24 mánaðunum, tó ongantíð minni enn 5% av útveganarkostnaðinum.
Dømi: Fartelefon keypt fyri 5.400 kr. Mánaðarlig niðurskriving í 24 mánaðir verður tá 5.400/24=225 kr. Um fartelefonin í hesum føri verður seld starvsfólki eftir 12 mánaðum, so verður søluprísurin 5.400-(12x225)= 2. 700 kr. Eftir 23 mánaðum er fartelefonin niðurskrivað til 5.400-(23x225)= 225 kr., men hetta er minni enn 5% av útveganarkostnaðinum, tí verður søluvirðið tá 270 kr., sum svarar til 5% av útveganarkostnaðinum.
4. Teldlar
Teldlar verða endaliga burturbeindir sambært forskriftunum um burturbeining av slíkum útbúnaði soleiðis, at útbúnaðurin ikki er til skaða ella ampa fyri umhvørvið.
Teldlar kunnu í serligum førum verða seldir starvsfólkum, sí niðanfyri. Verður teldil latin til annað starvsfólk at brúka, skal teldilin setast upp (reinstallerast) av nýggjum samsvarandi trygdarásetingunum hjá KT-landsins.
Í serligum førum, t.d. tá ið fólk fara úr starvi, um stovnur skiftir teldlarnar út ella líknandi, kunnu starvsfólk keypa teldilin frá arbeiðsgevaranum. Tá verður teldilin niðurskrivaður eftir 3 árum (36 mánaðum). Hetta merkir, at fer starvsfólk úr starvi, áðrenn 36 mánaðir eru farnir frá tí degi, teldilin varð keyptur (dagfestingin á keypsfakturanum), so kann starvsfólkið keypa teldilin frá arbeiðsgevaranum fyri eina upphædd lutfalsliga samsvarandi tíðina, sum restar í teimum 36 mánaðunum, tó ongantíð minni enn 5% av útveganarkostnaðinum.
Dømi: Teldil keyptur fyri 5.400 kr. Mánaðarlig niðurskriving í 36 mánaðir verður tá 5.400/36= 150 kr. Um teldilin í hesum føri verður seldur starvsfólki eftir 24 mánaðum, so verður søluprísurin 5.400-(24xl50)= 1.800 kr. Eftir 35 mánaðum er teldilin niðurskrivaður til
5.400-(35xl50)= 150 kr., men hetta er minni enn 5% av útveganarkostnaðinum, tí verður søluvirðið tá 270 kr., sum svarar til 5% av útveganarkostnaðinum.
5. Gildiskoma
Hetta rundskriv kemur í gildi 4. desember 2014.
Argir, 3. desember 2014
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)