Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. desember 2018Nr. 9002
Rundskriv um nýtslu av førleikapeningi
(Til Jarðfeingi)
1. Lógargrundarlag
1.1. Løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 29. mai 2017.
1.2. Løgtingslóg nr. 5 frá 8. februar 2000 um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, sum broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 6. mai 2014.
1.3. Løgtingslóg nr. 27 frá 17. mai 2004 um annað útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, sum broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 6. mai 2014.
1.4. Løgtingslóg nr. 45 frá 28. mai 2008 um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 6. mai 2014.
1.5. Løgtingslóg nr. 68 frá 29. mai 2017 um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
2. Endamál
2.1. Feløg, sum sambært løgtingslóg um kolvetnisvirksemi fáa loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, skulu sambært § 14 í standardloyvinum virka fyri og bera kostnaðin av at menna føroyskan vinnuførleika eftir leiðreglum, sum landsstýrismaðurin hevur ella fer at áseta, sbr. skjal 2 til løgtingslóg um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
2.2. Endamálið er at gera leiðreglur fyri umsiting av tí peningaupphædd, sum loyvishavarar skulu rinda fyri at menna føroyskan vinnuførleika og marknaðarføring av føroyskum vinnulívi. Hesin peningur verður vanliga nevndur førleikapeningur.
3. Umsiting
3.1. Loyvishavarar rinda árliga ásettu upphæddina á konto hjá Jarðfeingi á Føroya Gjaldstovu. Ultimo 2017 vóru innistandandi 4.990.284 DKK.
3.2. Jarðfeingi umsitur peningin, ger avtalur við umsøkjarar um verkætlanir og tryggjar, at peningurin verður nýttur til verkætlanir av týdningi fyri menning av føroyskum vinnuførleika og marknaðarføring av føroyskum vinnulívi.
3.3. Umsøkjarar senda Jarðfeingi skrivliga umsókn um stuðul til verkætlan. Umsóknin skal fevna um:
3.3.1. lýsing av verkætlanini og væntaða úrslitinum,
3.3.2. greining av samsvarinum millum endamálið við verkætlanini og endamálið við førleikapeninginum,
3.3.3. lýsing av stigtakarunum til verkætlanina og
3.3.4. arbeiðsætlan, tíðarætlan og kostnaðarætlan fyri verkætlanina.
3.4. Stuðul verður sum meginregla útgoldin, tá hann verður brúktur. Frávik frá hesi meginreglu kunnu gerast, um verkætlanin krevur tað.
3.5. Stuðulsmóttakarin skal lata inn roknskap fyri nýtsluna av játtaða peninginum. Roknskapur fyri stuðul skal grannskoðast av góðkendum grannskoðara. Er talan um stuðul, sum bert verður veittur ta einu ferðina, og hesin er minni enn 100.000 kr., verður krav ikki sett um grannskoðan.
3.6. Stuðulsmóttakarin skal lata ávegis frágreiðing um verkætlanina eftir áheitan frá Jarðfeingi. Jarðfeingi ásetur í áheitanini í hvørjum líki, frágreiðingin skal latast og nær.
3.7. Útgoldin stuðul kann verða kravdur afturgoldin, um avlop er í mun til avtalaða virksemið.
4. Nýtsla hjá Jarðfeingi av førleikapeningi
4.1. Verkætlanir hjá Jarðfeingi, ið skulu fíggjast av førleikapeningi, skulu góðkennast av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum áðrenn verkætlanin verður sett í verk. Jarðfeingi sendir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum umsókn við sama innihaldi sum tilskilað í nr. 3.3.
4.2. Jarðfeingi avroknar á konto fyri tíðarnýtslu og tilfarsnýtslu hjá starvsfólki stovnsins. Tíðarnýtslan hjá teimum starvsfólkum, ið arbeiða við slíkum verkætlanum/virksemi, verður avroknað við sama tímasatsi sum fyri allar aðrar verkætlanir hjá Jarðfeingi. Hesin tímasatsur er í løtuni 890 DKK.
4.3. Jarðfeingi letur Uttanríkis- og vinnumálaráðnum frágreiðing, tá endaliga úrslitið av verkætlanini fyriliggur.
4.4. Verkætlanir hjá Jarðfeingi verða grannskoðaðar av Landsgrannskoðanini.
5. Gildiskoma
5.1. Hetta rundskriv kemur í gildi 7. desember 2018.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 5. desember 2018
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)