Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mars 2023Nr. 9002
Rundskriv um kunngering av løgtingslógum og kunngerðum o.tíl.
(Til stjórnarráðini og til stovnar undir landinum, ið hava heimild at kunngera)
1. Heimild
1.1. Við heimild § 54, stk. 2 í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, og eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, verður ásett:
2. Lógargrundarlag
2.1. Løgtingslóg nr. 109 frá 17. desember 1987 um alment kunngerðablað.
2.2. Kunngerð nr. 2 frá 7. januar 2014 um alment talgilt kunngerðablað.
2.3. Lovbekendtgørelse nr. 1097 af 10. august 2016 af lov om kundgørelse af love, anordninger og bekendtgørelser på Færøerne.
2.4. Cirkulære nr. 183 af 20. december 1989: Skrivelse til samtlige ministerier og styrelser om kundgørelse af love m.v. på Færøerne.
2.5. Vejledning nr. 9000 af 2. januar 2023 om ministeriers behandling af sager vedrørende Færøerne.
3.0. Rættarreglur, ið verða kunngjørdar í Kunngerðablaðnum A og B
3.1. Sambært §§ 2 og 3 í løgtingslóg um alment kunngerðablað skulu allar løgtingslógir og kunngerðir, reglugerðir og aðrar almennar fyriskipanir yvirhøvur, ið landsstýrið gevur út, verða kunngjørdar í Kunngerðablaðnum, og er kunngering í Kunngerðablaðnum einasti bindandi kunngerðarhátturin av løgtingslógum o.ø.
3.2. Kunngerðablaðið hevur eina A og eina B útgávu.
3.2.1. Í A útgávuni verður øll lóggáva, sum er undir føroyskum málsræði, kunngjørd. Hetta eru løgtingslógir og kunngerðir o.a.
3.2.2. Rundskriv og leiðbeiningar o.tíl., sum venda sær til almennar myndugleikar og ikki vanliga borgaran, verða ikki kunngjørdar í Kunngerðablaðnum.
3.2.3. Í kunngerð nr. 2 frá 7. januar 2014 er í § 3 ásett, at eisini kunngerðir frá øðrum almennum stovnum enn landsstýrinum kunnu kunngerast í Kunngerðablaðnum frá 1. januar 2013. Fyritreytin er, at tað er ásett í løgtingslóg ella við heimild í løgtingslóg, at kunngerðir frá stovninum skulu kunngerast í Kunngerðablaðnum.
3.2.4. Altjóða og millumlanda sáttmálar, sum føroyskir myndugleikar sjálvir hava gjørt, verða kunngjørdir í A útgávuni.
3.3.1. Í B útgávuni verður øll lóggáva, sum er undir donskum málsræði, kunngjørd. Hetta eru fólkatingslógir, kongaligar anordningar og bekendtgørelser o.tíl.
3.3.2. Eisini verða altjóða sáttmálar, sum Danmark hevur gjørt, og sum territorialt fevna um Føroyar, kunngjørdir í B útgávuni.
4. Freistir og útgávudagur
4.1. Kunngerðablaðið verður vanliga givið út fríggjadagar.
4.2. Kunngerðir skulu latast Løgmálaráðnum bæði sum undirritaði frumskjøl og sum talgildar word-fílur.
4.3. Undirritaði frumskjøl og talgildar word-fílur skulu vera Løgmálaráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagar kl. 14.00. Í serligum førum kann Løgmálaráðið gera frávik frá freistini um innlating av rættarreglum til kunngeringar.
4.4. Talgildu word-fílurnar skulu sendast til hesar 3 t-post adr.: lmr@lmr.fo, mortanh@lmr.fo, gudrida@lmr.fo.
4.5. Løgmálaráðið kann krevja, at talgildu word-fílurnar verða latnar ráðnum í eini ávísari wordútgávu, og at teksturin verður skrivaður í eina serliga word-skabelón, ið verður gjørd til endamálið.
4.6. Um aðalráð av onkrari heilt serligari orsøk ynskir, at kunngjørt verður ein annan útgávudag enn fríggjadag, skal hetta gerast í samráð við Løgmálaráðið, og slík ynski skulu verða fráboðað Løgmálaráðnum í so góðari tíð sum gjørligt.
4.7. Tá onki er tilskilað í løgtingslógini ella kunngerðini um gildiskomu, kemur hon í gildi við byrjan av tí døgninum, sum kemur aftan á tað døgnið, tá hon er tikin upp í Kunngerðablaðið.
5. Undirskriving, dagfesting og merking
5.1. Frumskjalið skal vera undirritað og dagfest og skal vera merkt FRUMRIT ovast í høgra horni.
5.2. Kunngerðir, fráboðanir o.tíl.
5.2.1. Kunngerðir, fráboðanir o.tíl. verða skrivaðar undir av avvarðandi landsstýrisfólki og aðalstjóra.
5.2.2. Um landsstýrismaðurin ikki er tøkur at undirskriva sjálvur, og tað ikki kann bíðast við kunngeringini, so kann landsstýrismaðurin við skrivligari fulltrú boða Løgmálaráðnum frá, um løgmaður ella ein annar landsstýrismaður undirskrivar hansara vegna. Hetta kann gerast við fráboðan umvegis embætisgivnu teldupostadressuna hjá landsstýrismanninum.
5.2.3. Um aðalstjórin ikki er tøkur at undirskriva, skal hann á sama hátt við skrivligari fulltrú boða Løgmálaráðnum frá, hvør persónur í aðalráðnum undirskrivar hansara vegna. Hetta kann eisini gerast við fráboðan umvegis embætisgivnu teldupostadressuna hjá aðalstjóranum.
5.2.4. Um almennur stovnur hevur lógarheimild at kunngera kunngerðir í kunngerðablaðnum, er tað stovnsleiðarin og deildarleiðari ella annar starvsfelagi, ið skriva undir kunngerðirnar. Um stovnsleiðarin ikki er tøkur at undirskriva sjálvur, og tað ikki kann bíðast við kunngeringini av kunngerð, so kann stovnsleiðarin við skrivligari fulltrú boða Løgmálaráðnum frá, at hansara næst fyrisetti, nevndur við navni, skrivar undir hansara vegna. Hetta kann gerast við fráboðan umvegis embætisgivnu teldupostadressuna hjá stovnsleiðaranum.
5.2.5. Nøvnini á teimum, ið undirskriva kunngerðina, skulu eisini standa sum undirskrivarar í frumritinum.
5.3. Løgtingslógir.
5.3.1. Løgtingslógir verða staðfestar av løgmanni ella tí, ið virkar í hansara stað.
5.3.2. Sambært § 26 í stýrisskipanarlógini fær eitt løgtingslógaruppskot, ið Løgtingið hevur samtykt, lógargildi, tá ið tað seinast 30 dagar eftir endaligu samtyktina er staðfest av løgmanni og kunngjørt í Kunngerðablaðnum.
6. Afturkalling av kunngerðum
6.1. Tá ið undirritað frumskjøl, ið eru send Løgmálaráðnum, verða tikin aftur, er mannagongdin hendan:
6.1.1. Aðalstjórin, stovnsleiðari ella tann, ið virkar í teirra stað boðar frá afturtøkuni umvegis embætisgivnu teldupostadressu síni til t-post adressurnar: lmr@lmr.fo, mortanh@lmr.fo, gudrida@lmr.fo.
7. Kunngering og kostnaður
7.1. Løgmálaráðið ber kostnaðin av kunngering í Kunngerðablaðnum A og B.
8. Avtalur um mannagongdir
8.1. Løgmálaráðið ger avtalur við Løgtingið, Løgmansskrivstovuna og ríkismyndugleikarnar um mannagongdir í sambandi við kunngering í Kunngerðablaðnum.
9. Bráðfeingis boð
9.1. Um tørvur er at senda bráðfeingis boð uttan fyri vanliga arbeiðstíð viðv. kunngering, skal ringjast til: Mortan Hentze, lógasavnsmennara, tlf. 55 80 71, Guðrið D. Andreasen, skrivstovufulltrúa, tlf. 55 80 93, Nellu Festirstein, aðalstjóri, tlf. 55 80 76.
9.2. Bráðfeingis boð kunnu vera boð um afturkalling av einari kunngerð, áðrenn útgávu o.tíl.
10. Gildiskoma
10.1. Hetta rundskriv kemur í staðin fyri rundskriv nr. 9000 frá 14. apríl 2014 um kunngering av løgtingslógum og kunngerðum o.tíl.
Løgmálaráðið, 8. mars 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Nella Festirstein (sign.)