Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. apríl 2019Nr. 9002
Rundskriv um KT-trygd
(Til stjórnarráðini og stovnar undir landinum)
1. Heimild
1.1. Við heimild í til § 18, stk. 2, nr. 2 í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar og eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, verður ásett.
2. Endamál o.a.
2.1. Endamálið við hesum rundskrivi er at:
2.1.1. KT nýtslan hjá landinum er trygg.
2.1.2. Tryggja, at týdningarmiklar upplýsingar eru hóskandi vardar.
2.1.3. Tryggja, at landið hevur fullfíggjað yvirlit yvir, hvørjar KT-upplýsingar landið eigur, og hvar hesar upplýsingar eru goymdar.
2.2. Upplýsingarnar í almennum KT-skipanum eru týðandi virði hjá landinum, og tær eru fyritreyt fyri, at føroyska samfelagið verður munadygt rikið og fyri vælferðina hjá einstaka borgaranum. Tað er tí alneyðugt, at hesar upplýsingar eru hóskandi vardar, so tær kunnu verða tryggjaðar móti misnýtslu og oyðileggjan. Líka mikið á hvørjum miðli upplýsingarnar eru, t.d. á pappíri, goymdar talgilt, sendar gjøgnum kaðalar ella tráðleyst ella bornar fram í talu, skulu tær verða vardar alt eftir, hvussu týðandi tær eru.
3. Viðgerð av persónupplýsingum
3.1. Persónupplýsingar skulu viðgerast sambært galdandi lóggávuni á økinum, t.e. løgtingslóg um viðgerð av persónupplýsingum, vanliga nevnd persónupplýsingarlógin, umframt teimum kunngerðum, sum eru givnar við heimild í persónupplýsingarlógini, serliga kunngerð um trygd í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum, vanliga nevnd trygdarkunngerðin.
3.2. Hetta rundskriv ásetir nærri reglur fyri viðgerð av persónupplýsingum, innan fyri teir karmar sum persónupplýsingarlógin loyvir.
3.3. Dátueftirlitið hevur eftirlit við, at lóggávan viðvíkjandi persónupplýsingum verður fylgd.
4. KT-trygd og eftirlit hjá stjórnarráðunum
4.1. Viðkomandi stjórnarráð hava eftirlit við, at reglurnar í hesum rundskrivi verða fylgdar og skulu fremja árliga uppfylging av hesum. Stjórnarráðið skal útnevna ein persón at fremja hesar árligu uppfylgingarnar.
4.2. Tað áliggur stjórnarráðunum at boða stjórum á stovnunum frá, at váttan sambært nr. 12.7 skal latast stjórnarráðunum, og høg tilmæli sambært nr. 12.4 skulu verða loyst uttan drál.
4.3. Fylgja stovnar ikki tí, sum er fyrisett í hesum rundskrivi, eigur stjórnarráðið uttan drál at taka neyðug stig til at fáa viðurskiftini í rættlag.
4.4. Stovnar skulu hava sett í verk KT-trygd, sum byggir á KT-trygdarstandardin ISO/IEC 27001, og sum verður settur í verk eftir ISO/IEC 27002. Aðrir KT-trygdarstandardir kunnu eisini verða nýttir, um teir í minsta lagi eru á sama stigi sum tann her nevndi standardur.
5. Flokka upplýsingar
5.1. Stovnar skulu flokka tær upplýsingar, teir varða av. Upplýsingarnar eftir hesum rundskrivi verða flokkaðar í tættunum trúnaður, rættleiki og atgeingi, og fyri hvønn av hesum tættunum, skal støða verða tikin til, hvussu týðandi upplýsingarnar eru. Somuleiðis skal yvirlit gerast yvir, hvørji sløg av persónupplýsingum verða viðgjørd. Hetta verður gjørt eftir leisti frá Gjaldstovuni.
5.2. Flokkingin:
5.2.1. Er útgangsstøði fyri teimum trygdartiltøkum, sum stovnurin skal seta í verk.
5.2.2. Skal verða endurskoðað í minsta lagi eina ferð um árið.
5.2.3. Skal vera atkomilig hjá viðkomandi starvsfólkum á stovninum.
6. Hvar skulu upplýsingar verða goymdar
6.1. Sum meginregla skulu upplýsingar hjá stovnum verða goymdar í teimum skipanum, sum KT Landsins veitir, og stovnarnir skulu brúka postskipanina hjá KT Landsins. Aðrar loysnir skal Fíggjarmálaráðið góðkenna.
6.2. Treytin fyri góðkenningini er, at stovnurin:
6.2.1. Hevur serligan tørv, sum ikki uttan munandi meirkostnað kann verða lokin í Landsneti, og
6.2.2. Kann leggja fram grannskoðaraváttan sambært nr. 13.2 ella 13.3.
6.3. Tað skal vera fullfíggjað yvirlit yvir loysnir og upplýsingar, sum liggja uttanfyri Føroyar. Stovnarnir hava upplýsingarskyldu yvirfyri Fíggjarmálaráðnum um trúnaðarupplýsingar, sum ikki liggja í Føroyum.
7. Stovnar við serliga týðandi upplýsingum
7.1. Upplýsingar hjá ávísum stovnum eru serliga týðandi fyri føroyska samfelagið og vælferðina hjá borgarum, og tí eru KT-trygdarkrøvini til hesar stovnar høg, tá ið ræður um trúnað, atgeingi og rættleika. Hetta merkir eisini, at hesir stovnar skulu hava eina væl skipaða trygdarfunktión í gerandisdegnum og Fíggjarmálaráðið skal góðkenna tann, sum ger skoðanina, sí nr. 12.6.
7.2. Fíggjarmálaráðið boðar stovnunum frá, sum hava serliga týðandi upplýsingar, at teir komu undir høg KT-trygdarkrøv. Hetta er ein leypandi tilgongd. Yvirlitið yvir hesar stovnar er á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum.
8. Váðameting
8.1. Tað skal vera gjørd skjalfest váðameting av øllum viðurskiftum viðvíkjandi upplýsingum, sum eru flokkaðar sum týðandi sambært nr. 5. Verjutiltøkini verða skipað í mun til sannlíkindi fyri hendingum og avleiðingunum av hesum.
8.2. Váðametingin skal eisini taka fyrilit fyri teimum hóttanum, sum støðugt koma frá internetinum. Gjaldstovan kunnar árliga, hvørjir váðar verða mettir at verða aktuellir. Stovnarnir skulu í váðametingini í minsta lagi taka útgangstøði í hesi kunning.
8.3. Váðametingin skal endurskoðast í minsta lagi eina ferð um árið og stjórin skal góðkenna hana. Verða broytingar gjørdar, sum hava týdning fyri trygdina, skal nýggj váðameting verða gjørd. Váðametingin skal vera skjalfest og vera atkomilig á stovninum fyri viðkomandi starvsfólkum.
9. Trygdarpolitikkur
9.1. Til tess at skapa álit í samfelagnum, og til tess at vinna og starvsfólk kenna, hvat stovnurin stendur fyri, tá ið ræður um KT-trygd, skal stovnurin hava KT-trygdarpolitikk, sum endurspeglar váðamyndina og tey tilsvarandi krøvini til trygdarátøk hjá stovninum. Stjórin skal undirskriva KT-trygdarpolitikkin, sum skal endurskoðast í minsta lagi eina ferð um árið.
10. Leiðreglur fyri brúkarar
10.1. Stovnurin skal hava leiðreglur fyri brúkarar, sum lýsa hóskandi KT-atburð, sum starvsfólkini skulu játta at fylgja. Gjaldstovan hevur leist til leiðreglur og váttan.
11. Tilbúgvingarætlan
11.1. Skuldi tað ringasta hent, at tað ikki fæst atgongd til týðandi upplýsingar sambært nr. 5, tað kann vera, at skipanir eru ikki atkomiligar í longri tíð, ella upplýsingar eru skeivar, so má stovnurin hava eina tilbúgvingarætlan, sum kann minka um skaðan og halda virkseminum í gongd. Tilbúgvingarætlanin skal vera ein partur av skoðanini sambært nr. 12, hon skal javnan verða nároynd, og hon skal vera atkomilig á stovninum fyri viðkomandi starvsfólkum.
12. Skoðan
12.1 Stovnar skulu á hvørjum ári fremja skoðan fyri at eftirkanna, um tey generellu trygdareftirlitini eru nøktandi fyriskipað og fylgd. Vavið av skoðanini er allar upplýsingar sambært nr. 5. Talan kann t.d. vera um:
12.1.1. Eftirlit í sambandi við atgongd til net, skipanir og upplýsingar.
12.1.2. Eftirlit við menning og viðlíkahald av skipanum.
12.1.3. Stýring av broytingum í KT-umhvørvinum.
12.1.4. Trygdaravritan og endurskapan av neti, skipanum og upplýsingum.
12.1.5. Eftirlit í sambandi við rakstur av KT-umhvørvinum.
12.2. Skoðanin skal eisini fevna um eina kanning av, um ásetingarnar verða fylgdar í:
12.2.1. Persónupplýsingarlógini og trygdarkunngerðini, tá stovnar viðgera persónupplýsingar.
12.2.2. Rundskrivinum um Heldina, tá stovnar hava dátusamskifti við aðrar myndugleikar.
12.2.3. Rundskrivinum um KT-trygd, t.v.s. ásetingarnar í hesum rundskrivi.
12.3. Stovnar, sum hava einfaldar KT-loysnir, kunnu samskipa teirra trygdararbeiði, íroknað skoðan. Vanliga er her talan um stovnar, sum ikki eru fevndir av nr. 7. Fíggjarmálaráðið skal góðkenna samskipanina.
12.4. Har tilmæli eru um tiltøk, skulu hesi flokkast í høg, miðal og lág. Høg tilmæli skulu verða loyst uttan drál, og miðal tilmæli skulu verða loyst innan 6 mánaðir.
12.5. Skikkaður persónur skal gera skoðanina sambært nr. 12.1 og 12.2, og hon skal vera skjalfest.
12.6. Hjá stovnum, sum koma undir nr. 7, skal skoðanin sambært nr. 12.1. og 12.2. gerast av KT-grannskoðara við viðkomandi royndum og útbúgving, og sum Fíggjarmálaráðið skal góðkenna.
12.7. Stjórin á stovninum skal eisini vátta trygdarstøðuna yvirfyri sínum stjórnarráði og skal boða frá, hvussu og nær møgulig tilmæli frá skoðanini sambært nr. 12.1 og 12.2, sum er framd árið fyri, verða loyst. Gjaldstovan hevur leist til hesa váttan. Freistin fyri fráboðanini er 1. juli árið eftir framdari skoðan. Stjórnarráðini kunna Fíggjarmálaráðið.
12.8. Stovnar, sum viðgera ella goyma upplýsingar fyri aðrar myndugleikar, t.d. stovnar, ráð, kommunur ella kommunal samstørv, skulu við eini trygdarváttan sanna rættleikan av upplýsingum, at upplýsingarnar eru atkomiligar, og at tær eru vardar móti óviðkomandi atgongd. Gjaldstovan hevur leist til hesa trygdarváttan.
13. Raksturin er útveittur
13.1. Í teimum førum, tá ið raksturin ella partar av rakstrinum av KT-skipanum, við upplýsingum, sambært nr. 7 er útveittur, skal tað vera gjørd ein skrivlig tænastuavtala, SLA við veitaran, herundir dátuviðgeraravtala, har m.a. tænastustig, krav til uppitíð, ábyrgdarbýti og trygdarkrøv vera staðfest. Gjaldstovan hevur leist til, hvussu avtalan kann síggja út.
13.2. Veitarin skal á hvørjum ári lata stovninum grannskoðaraváttan frá løggildum grannskoðara og kervisgrannskoðara um trygdarviðurskiftini í sambandi við tær tænastur, sum avtalan sambært nr. 13.1 fevnir um.
13.3. Fevnir tænastan um at reka KT-skipanir, sum ikki koma undir nr. 13.1, t.d. ein einføld heimasíða, skal veitarin lata eina trygdarváttan, har tað verður váttað, at veitarin lýkur trygdarkrøvini. Gjaldstovan hevur leist til eina váttan til hetta.
14. Tá ið menning og viðlíkahald av KT-skipanum er útveitt
14.1. Eru menning og viðlíkahald av KT-skipanum útveitt, skal tað vera skrivligur sáttmáli, sum greinar veitingina. Er talan um nýmenning, verður víst til kendar standardsáttmálar. Gjaldstovan kann vegleiða í slíkum føri. Týðandi partur av menningaravtalum og viðlíkahaldsavtalum eru trygdarkrøv. Trygdarkrøvini skulu standa mát við flokkingina av upplýsingunum, sum KT-skipanin skal viðgera. Gjaldstovan hevur vegleiðandi leist til trygdarkrøv til einfaldar KT-skipanir.
14.2. Í teimum førum, tá ið talan er um KT-skipanir við trúnaðarupplýsingum sambært nr. 5, ella sum koma undir persónupplýsingarlógina, skal veitarin lata grannskoðaraváttan frá løggildum grannskoðara og kervisgrannskoðara um trygdarviðurskiftini í sambandi við tær tænastur, sum sáttmálin sambært nr. 14.1 fevnir um.
14.3. Er ikki talan um skipanir sambært nr. 14.2, skal veitarin lata trygdarváttan, har tað verður váttað, at veitarin lýkur trygdarkrøvini. Gjaldstovan hevur leist til slíka váttan.
15. Fráboðanarskylda
15.1. Stovnar hava skyldu, uttan drál, at fráboða Føroya Gjaldstovu, KT-trygd, um álvarsligar KT-trygdarhendingar frá internetinum á sínar skipanir ella net, t.d. álop, hakking ella virus.
15.2. Er talan um persónupplýsingar, sum eru útflýggjaðar av órøttum, so skal Dátueftirlitið fráboðast, sambært § 6, stk. 3 í trygdarkunngerðini.
16. Gildiskoma
16.1. Hetta rundskriv kemur í gildi 1. mai 2019. Hetta rundskriv kemur í staðin fyri dagført rundskriv um at seta í verk KT-trygd frá 21. juni 2007.
Fíggjarmálaráðið, 29. apríl 2019
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)