Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. juli 2019Nr. 9003
Rundskriv um keyp av vørum og tænastum
(Til stjórnarráðini og stovnar landsins)
1. Heimild
1.1. Við heimild í § 18, stk. 2 í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, og eftir hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, verður ásett:
2. Endamál
2.1. Endamálið er at fáa meira fyri pening skattgjaldarans við at skipa landsins keyp av vørum og tænastum, og samstundis stimbra kappingina á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum.
2.2. Ásettar verða reglur fyri skipað keyp av vørum og tænastum til virksemið hjá landinum.
3. Hvat er rundskrivið galdandi fyri
3.1. Rundskrivið er galdandi fyri landsins keyp av vørum og tænastum, sí tó undantøkini lýst í nr. 7.
3.2. Rundskrivið er ikki galdandi fyri løgu- og byggiverkætlanir. Fyri løgu- og byggiverkætlanir er licitatiónslógin galdandi (Løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m.). Tó kunnu løgu- og byggiverkætlanir verða lagdar út á Keypsportalin, eins og kommunur eisini kunnu nýta Keypsportalin.
4. Áseting av keypsupphædd
4.1. Fyri at staðfesta hvussu ávíst keyp av vøru ella tænastu er fevnt av rundskrivinum, skal keypsupphæddin ásetast:
4.1.1. Tá ið talan er um einstakt keyp av vøru ella tænastu, er keypsupphæddin givin.
4.1.2. Er talan um vøru ella tænastu, sum verður veitt afturvendandi (javnan), t.d. olja, samskifti og hjálparveiting, svarar keypsupphæddin til, hvat veitingin kostar í eitt ár.
4.2. Fyri afturvendandi veitingar verða gjørdir sáttmálar við veitara, sum í minsta lagi skulu verða fyri eitt ár í senn og í mesta lagi trý ár. Eru eyðsýndir fyrimunir við longri sáttmála enn 3 ár, kann hetta verður viðgjørt sum fyrispurningur um undantak sambært nr. 7.2.6.
5. Tilboðsfyrispurningar og alment útboð
5.1. Tilboðsfyrispurningar og alment útboð eru tveir hættir hjá stjórnarráðunum og stovnum landsins at bjóða út keyp av vørum og tænastum:
5.2. Tilboðsfyrispurningur:
5.2.1. Tilboðsfyrispurningar skulu verða nýttir sum keypsháttur fyri keyp upp til 500 tús. kr. u/mvg, og verður kravt, at biðið verður um tilboð frá í minsta lagi tveimum veitarum.
5.2.2. Mest grundleggjandi krøvini til tilboðsfyrispurning eru:
5.2.2.1. Tilboðsfyrispurningurin skal sendast út til útvaldu veitararnar, á ein hátt sum tryggjar at teir fáa fyrispurningin samstundis.
5.2.2.2. Treytir og krøv til vøruna ella tænastuna skulu vera væl lýst í tilboðsfyrispurninginum.
5.2.2.3. Um tað ikki bert er prísurin, men eisini onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri, hvat tilboð verður valt, so skal greitt verða tilskilað í tilboðsfyrispurninginum, hvussu nógv ymsu viðurskiftini vekta í samlaðu metingini av tilboðnum, men prísurin skal vekta í minsta lagi 50% av samlaðu vektingini, og eingi einstøk viðurskifti skulu vekta minni enn 5%.
5.2.2.4. Veitarar fáa stutta freist at seta spurningar til innihaldið í tilboðsfyrispurninginum, eftir at teir hava móttikið hann, sí nágreining í samsvarandi broti í nr. 5.3.3.4. Spurningar frá og svar til hvønn einstakan veitara skulu sendast til hinar veitararnar.
5.2.2.5. Í tilboðsfyrispurninginum skulu tíðarfreistir vera fyri, nær tilboðini skulu vera inni, og nær avgerð verður tikin um, hvør vinnur útbjóðingina, sí nágreining í samsvarandi broti í nr. 5.3.3.5.
5.3. Alment útboð:
5.3.1. Alment útboð skal verða nýtt sum keypsháttur fyri keyp omanfyri 500 tús. kr. u/mvg, men kann eisini verða nýtt fyri keyp undir hesa upphædd.
5.3.2. Almenn útboð verða lýst á Keypsportalinum, soleiðis at allir áhugaðir veitarar fáa høvi at bjóða upp á vøruna ella tænastuna, sum verður boðin út.
5.3.3. Mest grundleggjandi krøvini til almenn útboð eru:
5.3.3.1. Treytir og krøv til vøruna ella tænastuna skulu vera væl lýst í útboðstilfarinum.
5.3.3.2. Treytir og krøv til veitarar skulu vera væl lýst í útboðstilfarinum. M.a. verður kravd váttan frá veitarunum um, at teir ikki eru í eftirstøðu við skuld til tað almenna.
5.3.3.3. Um tað ikki bert er prísurin, men eisini onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri, hvat tilboð verður valt, so skal greitt verða tilskilað í útboðstilfarinum, hvussu nógv ymsu viðurskiftini vekta í samlaðu metingini av tilboðnum, men prísurin skal vekta í minsta lagi 50% av samlaðu vektingini, og eingi einstøk viðurskifti skulu vekta minni enn 5%.
5.3.3.4. Veitarar fáa eina freist á eina til tvær vikur at seta spurningar til innihaldið í útboðstilfarinum. Tað hevur stóran týdning, at partarnir hava skilt hvønn annan, áðrenn veitararnir fara í holt við at fyrireika tilboðið. Tá slepst undan, at avgerðir verða tiknar á skeivum grundarlag, og at misskiljingar koma fram eftir, at avgerð er tikin um, hvør vinnur útbjóðingina. Spurningar frá og svar til hvønn einstakan veitara verða lýst á Keypsportalinum, sum partur av útboðstilfarinum.
5.3.3.5. Í útboðstilfarinum skulu tíðarfreistir vera fyri, nær tilboðini skulu vera inni, nær tilboðini verða almannakunngjørd, og nær avgerð verður tikin og almannakunngjørd um, hvør vinnur útbjóðingina. Tey, ið hava givið tilboð, eiga fáa møguleika fyri at vera hjástødd, tá ið tilboðini verða almannakunngjørd. Tað er ikki altíð, at avgerðin um, hvør vinnur útbjóðingina, fellur samstundis sum almannakunngeringin av tilboðunum. Tað kann verða neyðugt at kanna um fortreytirnar í útboðstilfarinum eru fylgdar, áðrenn endalig avgerð verður tikin um, hvør vinnur útbjóðingina. Almannakunngering fer fram á Keypsportalinum.
5.3.4. Er talan um torgreiddar og fíggjarliga stórar útbjóðingar er møguleiki fyri at hava undanumfar til undangóðkenning av veitarum.
6. Mál
6.1. Málið í tilboðsfyrispurningum og útbjóðingartilfari annars, skal vera føroyskt.
6.2. Ásetingin um, at málið skal vera føroyskt er ikki galdandi fyri vørur og tænastur, har eingin veitari er í Føroyum. Í slíkum førum eigur ein føroysk útgáva av útbjóðingini eisini at verða lýst á Keypsportalinum, soleiðis at møguligir føroyskir veitarar kunnu bjóða seg fram. Føroyska útgávan kann vera ein samandráttur av útbjóðingartilfarinum.
7. Undantøk
7.1. Sum meginregla eru øll keyp av vørum og tænastum fevnd av ásetingunum, men keyp upp til 50 tús. kr. eru undantikin, um ikki rammusáttmálar sambært nr. 8.1.2. eru galdandi.
7.2. Niðanfyri eru undantøk til meginregluna lýst:
7.2.1. Rundskrivið er ikki galdandi fyri serviðgerð uttanlands hjá Sjúkrahúsverkinum ella fyri keyp av vørum og tænastum til víðarisølu hjá Apoteksverkinum og Rúsdrekkasølu landsins.
7.2.2. Rundskrivið er ikki galdandi fyri keyp frá lógarásettum monopolveitarum, t.d. elveiting frá SEV, ávístan heilivág frá Apoteksverkinum, rúsdrekka frá Rúsdrekkasølu landsins, og ferðaseðlar við Strandfaraskipum landsins.
7.2.3. Rundskrivið er ikki galdandi fyri viðlíkahald, hjálparveiting, eftirlit og keyp av eykalutum, har upprunaliga vøran ella tænastan er bundin at ávísum veitara.
7.2.4. Um menning av KT-skipan, sum er bundin at ávísum veitara, upprunaliga varð boðin út, er rundskrivið ikki galdandi fyri víðarimenning og dagføringar av KT-skipanini, somuleiðis afturvendandi viðlíkahald og hjálparveiting til KT-skipanina.
7.2.5. Keyp av vørum og tænastum verða ikki boðin út, um mett verður, at kostnaðurin av útbjóðing verður ov stórur í mun til væntaða sparing. Slíkar metingar við grundgevingum skulu sendast sum fyrispurningur um undantak umvegis Keypsportalin, men verða ikki almannakunngjørdar.
7.2.6. Verður mett neyðugt við undantaki, sum ikki er fevnt av ásetingunum omanfyri, ber til at senda fyrispurning um undantak umvegis Keypsportalin. Veitt undantøk verða almannakunngjørd á Keypsportalinum.
8. Umsiting av landsins keypi av vørum og tænastum
8.1. Fíggjarmálaráðið hevur álagt Gjaldstovuni at hava hesar leiklutirnar:
8.1.1. Gjaldstovan samskipar landsins keyp av vørum og tænastum, herundir at umsita, menna og marknaðarføra Keypsportalin, vegleiða um keyp og útbjóðingarhættir, og viðgera fyrispurningar um undantøk. Vegleiðingar o.t. verða lagdar á Keypsportalin.
8.1.2. Gjaldstovan hevur heimild at gera rammusáttmálar, herundir avsláttaravtalur og prísavtalur, fyri ávísar vørur og tænastur fyri alt landið, t.d. fyri keyp av olju, trygging, og teldum. Gjaldstovan fær heimild at gera av um nýtast skulu SKI sáttmálar (Statens og Kommunernes Indkøbs Service A/S), sum rammusáttmálar fyri ávísar vørur og tænastur. Á teimum økjum rammusáttmálar o.l. eru galdandi, skulu allir stovnar fylgja hesum. Rammusáttmálar o.l. kunnu vera lagdir til aðrar stovnar at umsita.
8.1.3. Gjaldstovan skal hoyrast í sambandi við ætlað keyp, ný- ella víðarimenning av KT-skipanum.
8.1.4. Gjaldstovan kann fíggja serstakar útreiðslur til greining og fyrireiking av útboði við gjaldi frá stovnum, sum fáa ágóða av útboðnum.
8.1.5. Fíggjarmálaráðið kann útnevna eitt ráðgevandi ráð, við starvsfólkum frá stjórnarráðum og landsins stovnum, at ráðgeva Gjaldstovuni um, hvussu Keypsportalurin skal verða umsitin og hvørji átøk skulu gerast.
8.2. Eisini er møguligt, at stovnar í felag bjóða út keyp av vørum og tænastum. Í hesum liggur eisini, at stovnur kann keypa inn fyri aðrar stovnar.
9. Verkseting
9.1. Stovnarnir skulu í roknskaparreglugerðini greina hvussu keyp av vørum og tænastum er skipað. Stovnarnir eiga at viðvirka til, at starvsfólk, sum standa fyri at keypa vørur og tænastur, luttaka á skeiðum, sum verða fyriskipað av Gjaldstovuni ella øðrum.
10. Fráboðanir
10.1. Fyri at gagnnýta keypsroyndirnar og menna keypsførleikarnar, skulu tilboðsfyrispurningar verða skrásettir í Búskaparskipan landsins. Almenn útboð, avgerðir við grundgevingum og gjørdir keypssáttmálar skulu fráboðast Keypsportalinum.
11. Ábyrgd
11.1. Einstøku stjórnarráðini hava ábyrgd av, at stovnar undir ráðnum fylgja rundskrivinum. Kærur um, at stovnar ikki fylgja ásetingunum, verða viðgjørdar av avvarðandi stjórnarráðum.
12. Eftirlit
12.1. Gjaldstovan ger ársfrágreiðing um landsins keyp av vørum og tænastum, sum verður almannakunngjørd á Keypsportalinum.
13. Gildiskoma
13.1. Hetta rundskrivið kemur í gildi 1. juli 2019. Hetta rundskriv kemur í staðin fyri rundskriv nr. 9000 frá 1. juli 2016 um keyp av vørum og tænastum.
Fíggjarmálaráðið, 1. juli 2019
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni A. Bjarnason (sign.)