Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. desember 2018Nr. 9003
Rundskriv um nýtslu av Sindri-peningi
(Til Jarðfeingi)
1. Lógargrundarlag
1.1. Løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 29. mai 2017.
1.2. Løgtingslóg nr. 5 frá 8. februar 2000 um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, sum broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 6. mai 2014.
1.3. Løgtingslóg nr. 27 frá 17. mai 2004 um annað útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, sum broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 6. mai 2014.
1.4. Løgtingslóg nr. 45 frá 28. mai 2008 um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 6. mai 2014.
1.5. Løgtingslóg nr. 68 frá 29. mai 2017 um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
2. Endamál
2.1. Feløg, sum sambært løgtingslóg um kolvetnisvirksemi fáa loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, skulu sambært § 11 í standardloyvinum rinda peningaupphædd til fígging av verkætlanum av týdningi fyri framtíðar oljuleiting í Føroyum, t.d. jarðfrøðiliga gransking, útgerð til gransking og menning av tøkni til leiting og framleiðslu av olju í Føroyum og á føroyskum sjóøki, sbr. skjal 2 til løgtingslóg um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
2.2. Endamálið við rundskrivinum er at gera leiðreglur fyri umsiting av teirri peningaupphædd, sum loyvishavarar skulu rinda til fígging av verkætlanum av týdningi fyri framtíðar oljuleiting í Føroyum. Hesin peningur verður nevndur Sindri.
3. Umsiting
3.1. Loyvishavarar rinda árliga avtalaðu upphæddina á konto hjá Jarðfeingi á Gjaldstovuni. Ultimo 2017 vóru innistandandi 16.351.600 DKK.
3.2. Jarðfeingi umsitur peningin, ger avtalur við umsøkjarar um verkætlanir og tryggjar, at peningurin verður nýttur til verkætlanir av týdningi fyri framtíðar oljuleiting í Føroyum.
3.3. Umsøkjarar senda Jarðfeingi umsókn um stuðul til verkætlan. Umsóknin skal fevna um:
3.3.1. lýsing av verkætlanini og væntaða úrslitinum,
3.3.2. greining av samsvarinum millum endamálið við verkætlanini og endamálinum hjá Sindri,
3.3.3. lýsing av stigtakarunum til verkætlanina og
3.3.4. arbeiðsætlan, tíðarætlan og kostnaðarætlan fyri verkætlanina.
3.4. Stuðul verður sum meginregla útgoldin, tá hann verður brúktur. Frávik frá hesi meginreglu kunnu gerast, um verkætlanin krevur tað.
3.5. Stuðulsmóttakarin skal lata inn roknskap fyri nýtsluna av játtaða peninginum. Roknskapur fyri stuðul skal grannskoðast av góðkendum grannskoðara. Er talan um stuðul, sum bert verður veittur ta einu ferðina, og hesin er minni enn 100.000 kr., verður krav ikki sett um grannskoðan.
3.6. Stuðulsmóttakarin skal lata ávegis frágreiðing um verkætlanina eftir áheitan frá Jarðfeingi. Jarðfeingi ásetur í áheitanini í hvørjum líki, frágreiðingin skal latast og nær.
3.7. Útgoldin stuðul kann verða kravdur afturgoldin, um avlop er í mun til avtalaða virksemið.
4. Nýtsla hjá Jarðfeingi av Sindri-peningi
4.1. Verkætlanir hjá Jarðfeingi, ið skulu fíggjast úr Sindri, skulu góðkennast av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum áðrenn verkætlanin verður sett í verk. Jarðfeingi sendir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum umsókn við sama innihaldi sum tilskilað í nr. 3.3.
4.2. Jarðfeingi avroknar á konto fyri tíðarnýtslu og tilfarsnýtslu hjá starvsfólki stovnsins. Tíðarnýtslan hjá teimum starvsfólkum, ið arbeiða við slíkum verkætlanum/virksemi, verður avroknað við sama tímasatsi sum aðrar granskingarverkætlanir hjá Jarðfeingi. Hesin tímasatsur er í løtuni 890 DKK.
4.3. Jarðfeingi letur Uttanríkis- og vinnumálaráðnum frágreiðing, tá endaliga úrslitið av verkætlanini fyriliggur.
4.4. Verkætlanir hjá Jarðfeingi verða grannskoðaðar av Landsgrannskoðanini.
5. Gildiskoma
5.1. Hetta rundskriv kemur í gildi 7. desember 2018.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 5. desember 2018
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)