Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mai 2004Nr. 9003
Rundskriv um at landið rindar fyri kostnaðin av at útvega kreditkort til uttanlandsferðing
(Til aðalráðini)
Rundskriv um at landið rindar fyri kostnaðin av at útvega kreditkort til uttanlandsferðing og at landsstýrismenn kunnu hava almenn kreditkort at nýta í sambandi við uttanlandsferðing.
Almennir stovnar kunnu endurrinda tað, tað kostar starvsfólkum at hava privatkort í sambandi við uttanlandsferðing fyri stovnin. Talan er um kortgjaldið fyri Eurocard Classic.
Vegleiðandi fyri, nær persónur kann fáa endurrindað kortgjaldið, er, at viðkomandi ferðast uttanlands minst 3-4 ferðir um árið.
Eigarin heftir persónliga fyri teimum flytingum, sum fara fram á kortinum. Sostatt eru øll viðurskifti millum kortveitaran og persónin óviðkomandi fyri stovnin. Her verður hugsað um viðurskifti so sum:
- Rentu-, áminningar- advokatútreiðslur, sum standast av eftirstøðu.
- At stovnurin ikki vil veita persóninum kreditt.
Landsstýrismenn kunnu hava kredittkort, sum ráðið stendur fyri. Kortið skal bert brúkast til ferðaútreiðslur, sum landið rindar fyri. Til hetta endamálið kunnu útvegast Eurocard Gold. Í hesum sambandi skal verða stovnað ein serlig konta í peningastovninum til endamálið. Kontan skal verða skrásett í Búskaparskipan landsins. Eftirlitið við kontuni skal vera partur av tí mánaðarligu roknskapargóðkenningini.
Ferðaforskot og avrokning av forskoti fer framhaldandi fram sambært LD-rundskriv Ár-nr. 1998-1, dagfest 9. juli 1998. T.d. rindar landið ikki fyri aðra trygging, enn hana, sum er ásett í nevnda rundskrivi.
Endurgjaldið skal verða konterað á standardroknskaparkontu 1411 útgreining 0500. Hetta er eisini galdandi fyri stovnar, sum hava egið bókhald.
Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg lamhauge (sign.)