Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. desember 2018Nr. 9004
Rundskriv um eftirkanning
(Til stjórnarráðini og stovnar undir landinum)
1. Heimild
1.1. Við heimild í § 7, stk. 3 í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 14 frá 19. februar 2018, og eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, verður ásett:
2. Endamálið við eftirkanningini
2.1. Endamálið við at eftirkanna øll lógaruppskot, kunngerðir o.tíl. er at tryggja eitt høgt og einsháttað fakligt støði í lóggávuni.
2.2. Uppskot til løgtingslóg, ríkislógartilmæli, samtyktar, kunngerð, rundskriv, leiðbeining, bekendtgørelse, lovbekendtgørelse, og anordningsbekendtgørelse eru í hesum rundskrivi undir einum nevnd uppskot.
2.3. Sambært stýrisskipanarlógini sita landsstýrismenn fyri sínum málsøkjum hvør sær, og teir hava rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum eru løgd til teirra. Tað er tí eisini avvarðandi landsstýrismaður, ið hevur ábyrgdina av lógaruppskotum, ið hann leggur fyri Løgtingið, og reglunum, sum hann ásetur í kunngerð.
2.4. Eftirkanningin hjá lógartænastuni er viðmælandi.
3. Uppskot, ið skulu eftirkannast
3.1. Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni eftirkannar øll uppskot til løgtingslóg, ríkislógartilmæli og samtyktar, ið landsfyrisitingin tilevnar, áðrenn hesi verða løgd fyri Løgtingið. Eftirkannað uppskot, ið eru fallin fyri freist Løgtingsins og verða løgd fram aftur, skulu eftirkannast aftur, um tey verða løgd fyri Løgtingið aftur. Frávik frá hesum kann einans gerast sambært avtalu við løgmann.
3.2. Lógartænastan eftirkannar øll uppskot til kunngerðir, rundskriv og leiðbeiningar, ið landsfyrisitingin tilevnar. Eisini øll uppskot til kunngerðir, ið almennir stovnar, sum hava lógarheimild at kunngera kunngerðir í Kunngerðablaðnum, tilevna. Lógartænastan skal eisini eftirkanna uppskot til bekendtgørelse, lovbekendtgørelse, anordningsbekendtgørelse, sum ríkismyndugleikarnir senda til ummælis hjá stjórnarráðunum.
3.3. Eftirkanningin inniber eina tøkniliga og eina løgfrøðiliga eftirkanning.
3.4. Endaliga ábyrgdin av, at uppskot eru tøkniliga, løgfrøðiliga, málfrøðiliga og á annan hátt í samsvari við galdandi ásetingar, er hjá landsstýrismanninum, ið varðar av uppskotinum.
4. Mannagongd og tíðarfreistin
4.1. Uppskot skulu latast til eftirkanningar, eftir at hesi hava verið til ummælis, og áðrenn tey fara á politiskan landsstýrisfund.
4.2. Lógartænastan skal hava í minsta lagi 5 yrkadagar til eftirkanning. Í serligum førum, tá arbeiðsbyrðan hjá lógartænastuni kann væntast at vera stór, t.d. undan seinasta framløgudegi, kann roknast við, at eftirkanning tekur longri enn 5 yrkadagar. Hetta eigur landsfyrisitingin at hava í huga.
4.3. Grundleggjandi løgfrøðiligir ivaspurningar eiga at verða umrøddir við lógartænastuna, áðrenn viðkomandi uppskot verður sent til ummælis.
4.4. Størri løgtingslógaruppskot, eitt nú nýggjar høvuðslógir, umfatandi broytingarlógir og lógarpakkar, eiga at latast lógartænastuni, áðrenn tey verða send til ummælis. Hetta so at lógartænastan hevur møguleika at forhandareftirkanna uppskotið og ráðgeva viðkomandi stjórnarráði um møguligar ivaspurningar, ið uppskotið kann elva til, soleiðis at stjórnarráðið hevur møguleika at taka støðu til og viðgera hesar ivaspurningar, áðrenn uppskotið verður sent til ummælis. Tá uppskotið hevur verið til ummælis og verður mett at vera endaliga liðugt, skal hetta sendast lógartænastuni til vanliga eftirkanning.
4.5. Verða uppskot broytt munandi eftir at hava verið til eftirkanningar hjá lógartænastuni, eiga tey at verða send lógartænastuni aftur til endureftirkanning.
4.6. Lógartænastan kann vísa frá sær eftirkanning av uppskoti, ið ikki heldur tíðarfreistina nevnda í nr. 4.2.
4.7. Um eitt uppskot ikki er eftirkannað, sbr. nr. 3.1 og 4.6 , áðrenn tað verður borið Løgtinginum, skal viðmerkjast til Løgtingið, at lógartænastan ikki hevur eftirkannað uppskotið.
5. Innihald av eftirkanning
5.1. Uppskot verða eftirkannað tøkniliga og løgfrøðiliga. Uppskot verða ikki eftirkannað málfrøðiliga.
5.2. Uppskot til fíggjarlóg, eykajáttanarlóg, samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini, átekningar o.tíl. verða ikki eftirkannað. Fíggjarmálaráðið hevur hesi viðurskifti undir sínum málsøki.
5.3. Saman við uppskotinum skal annað viðkomandi tilfar, eitt nú javntekstur, ummæli og álit, latast lógartænastuni.
5.4. Lógartænastan eftirkannar uppskotið í mun til galdandi rundskriv sum er: Rundskriv um lógarsmíð.
6. Tøkniliga eftirkanningin
6.1. Tøkniliga eftirkanningin verður gjørd eftir ásetingunum í rundskrivi um lógarsmíð og skal tryggja, at uppskotið uttan trupulleikar ella ivamál kann kunngerast í Kunngerðablaðnum og samanskrivast í logir.fo.
6.2. Er avvarðandi stjórnarráð og lógartænastan ikki á einum máli um onkra viðmerking, skal stjórnarráðið venda sær til lógartænastuna hesum viðvíkjandi.
6.3. Uppskot til rundskriv og leiðbeiningar verða einans tøkniliga eftirkannað. Tó so, um okkurt eyðsýnt ivamál er, so verður hetta nevnt.
7. Løgfrøðiliga eftirkanningin
7.1. Formligu krøvini til innihaldið í løgtingslógaruppskotum eru ásett í § 37 í Tingskipan Føroya Løgtings og í rundskrivi um lógarsmíð.
7.2. Løgtingslógir: Lógartænastan eftirkannar fyrst og fremst, um løgtingslógaruppskot er í samsvari við grundlóg, heimastýrislóg, stýrisskipanarlóg, tingskipan, tvørgangandi lógir, eitt nú evropeiska mannarættindasáttmálan EMRS, revsilóg, fyrisitingarlóg, løgtingslóg um alment innlit og løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, almennar rættargrundreglur og almenn rættarprinsipp.
7.3. Harumframt verður serliga hugt at heimildarásetingum til fyrisitingina, afturvirkandi virknað, pantireglum, fyrisitingarligum sektaruppskotum, heimild at áseta gjald, eftirlitsásetingum, afturtøka av løggilding, revsireglum, gildiskomureglum, skiftisreglum, kærureglum o.tíl.
7.4. Lógartænastan eftirkannar, at løgtingslógaruppskotið er greitt og skilligt fyri bæði løgtingsmenn og borgaran, at sundurbýti í lógargreinar, stykkir, kapitlar, yvirskriftir o.tíl. er hóskandi, og at bæði tær almennu og serligu viðmerkingarnar til uppskotið samsvara við sjálvan lógartekstin.
7.5. Lógartænastan ger tilmæli um tey viðurskifti, ið hon metir eiga at verða greinað nærri, bæði í lógarteksti og í viðmerkingunum. Avvarðandi stjórnarráð tekur hesi viðurskifti upp til umhugsan og ger sítt endaliga uppskot í samsvari við hesa umhugsan. Er avvarðandi stjórnarráð ósamt við grundleggjandi løgfrøðilig viðurskifti í tilmælinum frá lógartænastuni, eigur stjórnarráðið at venda sær til lógartænastuna hesum viðvíkjandi.
7.6. Kunngerðir: Formligu krøvini til kunngerðir eru sum ásett í rundskrivi um lógarsmíð. Lógartænastan kannar fyrst og fremst, um neyðug heimild má metast at vera fyri kunngerðini. Hvat viðvíkur innihaldinum í eftirkanningini annars verður víst til brotini um eftirkanning av løgtingslógaruppskotum.
7.7. Ríkislógartilmæli: Formligu krøvini til ríkislógartilmæli eru sambært § 45 í tingskipanini tey somu sum til løgtingslógaruppskot sambært § 37, og sum ásett í rundskrivi um lógarsmíð. Eftirkanningin fer í høvuðsheitum fram eftir sama leisti, sum tá talan er um løgtingslógaruppskot, tó at hon ikki kann sigast at vera tann sama. Hetta er grundað á, at ríkislógartilmæli grundleggjandi víkja frá løgtingslógaruppskotum, tí talan er um lógartekst, sum longu er galdandi í Danmark, og at uppskotini í flestu førum verða gjørd av ríkismyndugleikunum.
7.8. Bekendtgørelser, lovbekendtgørelse, anordningsbekendtgørelse: Sambært stýrisskipanarlógini § 48 er tað avvarðandi landsstýrismaður, sum ummælir uppskot til kunngerðir, sum ráðharri sendir landsstýrinum við atliti at seta í gildi fyri Føroyar. Eftirkanningin av hesum fer í høvuðsheitum fram eftir sama leisti, sum tá talan er um uppskot til kunngerðir, tó at hon ikki kann sigast at vera tann sama, tí talan er ofta um kunngerðir, sum longu eru galdandi í Danmark, og at uppskotini í flestu førum verða gjørd av ríkismyndugleikunum.
7.9. Við eftirkanningini sambært nr. 7.7. og 7.8. verður serliga hugt eftir, um tað í innganginum verður víst til lóg ella kunngerð, sum er sett í gildi fyri Føroyar, og hvørjar tillagingar eru gjørdar til føroysk viðurskifti.
7.10. Uppskot til samtyktar: Uppskot til samtyktar frá landsfyrisitingini eru serliga tey mál, har Løgtingið skal góðkenna avtalur ella millumtjóðasáttmálar sambært stýrisskipanarlógini § 52, stk. 2. Eftirkannað verður serliga, um góðkenningin ger, at tað er neyðugt at gera lógarbroytingar, fyri at sáttmálin kann verða útintur.
8. Løgfrøðilig viðurskifti, ið ikki verða eftirkannað
8.1. Lógartænastan eftirkannar ikki, um uppskotið er í samsvari við galdandi lóggávu, ið beinleiðis hoyrir undir viðkomandi stjórnarráð, sbr. nr. 7.2. og 7.3. Heldur ikki verður eftirkannað um uppskotið er í samsvari við serligar rættargrundreglur á ávísa økinum, t.d. sosialrættarligar grundreglur, skattarættarligar grundreglur, arbeiðsrættarligar grundreglur o.s.fr. Somuleiðis heldur ikki, um uppskotið er í samsvari við millumtjóðarættarligar ásetingar og sáttmálar á ávísa økinum.
8.2. Lógartænastan eftirkannar ikki, um uppskotið eisini krevur broyting í aðrari lóg, eitt nú fylgibroyting, ella um orðingar í uppskotinum samsvara við orðingar, sum frammanundan eru í rættarregluni, sum broytt verður.
9. Innlating av uppskotum
9.1. Øll uppskot skulu saman við viðkomandi tilfari sendast til: eftirkanning@tinganes.fo.
9.2. Uppskot skulu sendast hvør sær til eftirkanning. Eru tað fleiri uppskot, skulu tey sendast til eftirkanning í hvør sínum telduposti.
10. Gildiskoma
10.1. Løgmaður hevur á landsstýrisfundi tann 10. desember 2018 fingið undirtøku fyri at seta hetta rundskriv í gildi.
10.2. Hetta rundskriv kemur í gildi 1. januar 2019.
10.3. Hetta rundskriv kemur í staðin fyri rundskriv Løgmansskrivstovunnar nr. 9000 frá 16. desember 2015 um eftirkanning.
Løgmansskrivstovan, 11. desember 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir