Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. oktober 2016Nr. 9004
Rundskriv um fráveru hjá næmingum, sum umboða Føroyar í altjóða kappingum
(Til skúlar við gymnasialum miðnámsútbúgvingum)
Vísandi til kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2013 um lestrar- og skilhaldsreglur í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum, skulu reglurnar áseta mannagongdir í sambandi við handfaring og viðgerð av næmingafráveru (§ 2, stk. 2).
Í hesum sambandi fer Mentamálaráðið at heita á stovnar, sum hava gymnasialar miðnámsútbúgvingar, um at gera reglur um fráveru hjá næmingum, sum umboða Føroyar í altjóða kappingum/tiltøkum innan ítrótt, list og mentan.
Mentamálaráðið áleggur stovnunum at halda fast við, at í hesum sambandi eru 10 skúladagar í einum skúlaári mest loyvda frávera, og, at fellur fráveran saman við próvtøkum, má serstøk avtala gerast við Próvstovuna um tað.
Øll onnur praktisk viðurskifti, (sum t.d. stóðu í gamla rundskrivinum) má stovnurin sjálvur taka avgerð um og sjálvur umsita.
Mint verður á, at lestrar- og skilhaldsreglur skulu standa á heimasíðu stovnsins. (§ 2, stk. 5)
Gamla rundskrivið frá 25. august 2009 verður samstundis sett úr gildi.
Mentamálaráðið
Olaus Jespersen (sign.)
deildarstjóri
/ Sámal í Skorini (sign.)