Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2019Nr. 9004
Rundskriv um árliga skúladagatalið
(Til allar fólkaskúlar)
1. Heimild
1.1.Við heimild í § 18, stk. 1 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan verður ásett:
1.2. Árliga skúladagatalið hjá næmingum fólkaskúlans er 193 dagar.
2. Ráðlegging og námsfrøðilig menning
2.1. Leiðsla og lærarar skúlans nýta fimm dagar, har næmingarnir ikki eru í skúla, til fakliga og námsfrøðiliga menning og til at fyrireika komandi skúlaár, sí avtalu millum Mentamálaráðið og Føroya Lærarafelag um arbeiðsdagar eftir síðsta skúladag.
2.2. Í minsta lagi tríggir dagar verða lagdir í juni mánað, eftir at næmingarnir eru farnir í summmarferiu.
2.2.1. Leiðsla skúlans leggur dagarnar til rættis og ger av sbrt. 2.2., um allir dagarnir til ráðlegging og námsfrøðiliga- og fakliga menning verða lagdir í juni mánað, tá ið næmingarnir hava fingið summarferiu, ella tveir dagar verða lagdir í august mánað, áðrenn næmingarnir byrja aftur í skúla.
3. Gildiskoma
3.1. Hetta rundskriv kemur í gildi 1. august 2019.
Mentamálaráðið, 30. apríl 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)