Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. desember 2017Nr. 9006
Rundskriv um starvsfólkamatstovur
(Til stjórnarráðini og stovnar landsins)
Við heimild í § 18, stk. 2 í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 17 frá 21. mars 2017, og eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, verður ásett:
1. Endamál
1.1. Endamálið er at áseta reglur um starvsfólkamatstovur hjá stovnum landsins.
2. Fortreyt
2.1. Avvarðandi stjórnarráð kann heimilað størri stovnum ella samstarvi millum stovnar at hava starvsfólkamatstovu. Hetta fyri at stuðla undir trivnaðin við skipan av størri rakstrareindum.
3. Rakstur
3.1. Stovnur kann av rakstrarjáttanini veita stuðul til rakstur av starvsfólkamatstovu, sum kann verða skipað við løntum starvsfólki ella sum útveitt tænasta.
3.2. Raksturin av starvsfólkamatstovu skal verða skipaður við innanvirkis roknskapi.
4. Starvsfólkagjald
4.1. Starvsfólk skulu rinda gjald fyri máltíðir, sum í minsta lagi svarar til mettu útreiðslurnar av rávørum íroknað meirvirðisgjald. Hetta fyri, at kostnaðurin ikki skal vera kappingaravlagandi í mun til útveittar tænastur. Sama er galdandi fyri starvsfólk við atgongd til matstovur í skúlaverkinum, sjúkrahúsverkinum og almannaverkinum.
4.2. Er raksturin av starvsfólkamatstovu útveittur kann gjald hjá øðrum sambæriligum starvsfólkamatstovum verða nýtt sum grundarlag fyri áseting av gjaldinum.
5. Atgongd
5.1. Starvsfólkamatstova kann bert verða nýtt av starvsfólki hjá avvarðandi stovni ella stovnum, og vitjandi.
6. Gildiskoma
6.1. Hetta rundskriv kemur í gildi 1. januar 2018.
Fíggjarmálaráðið, 29. desember 2017
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)