Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. oktober 2018Nr. 9001
Rundskriv um lógarsmíð
(Til stjórnarráðini og stovnar undir landinum)
Í hesum rundskrivi er ásett, hvussu løgtingslógaruppskot og broytingaruppskot skulu orðast og setast upp. Krøv til innihaldið í viðmerkingum til hesi uppskot verða eisini ásett. Rundskrivið fevnir eisini um orðingar í og uppseting av kunngerðum og broytingarkunngerðum.
Harumframt er ein serstakur partur um uppseting av ríkislógartilmælum og ein serstakur partur um uppseting av uppskotum til samtyktar frá landsfyrisitingini. Ein partur er um serstakan lóggávuhátt til ávísar ES-rættarreglur og ávísar kunngerðir, og at enda er eisini ein serstakur partur um uppseting og nýtslu av rundskrivum og ein serstakur partur um uppseting og nýtslu av leiðbeiningum.
Við hesum rundskrivi eru mestsum allir tættir innan lógarsmíð nú samlaðir á einum staði.
Endamálið við rundskrivinum er at lætta um lóggávuarbeiðið. Rundskrivið er tí uppsett, so tað kann nýtast sum eitt uppslagsverk. Greitt verður í stuttum frá, hvørji løgfrøðilig atlit skulu havast í huga, og hvussu tey ymisku uppskotini skulu setast upp tøkniliga.
Fleiri av dømunum í hesum rundskrivinum eru funnin í galdandi rættarreglum, men tey eru lagað til, so at tey í størstan mun samsvara við tøkniligu ásetingarnar, ið verða settar í hesum rundskrivinum.
Rundskrivið er ikki galdandi fyri uppskot til løgtingsfíggjarlógir, eykajáttanir, uppskot til samtyktar til játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini, átekningar o.tíl.
Rundskrivið er býtt í 8 partar:
Partur I: Uppseting av løgtingslógum og kunngerðum.
Partur II: Broytingar í løgtingslógum og kunngerðum.
Partur III: Almennar ásetingar, so sum gildiskoma, úrgildisseting, afturvirkandi virknaður, kærureglur, gjøld, eginrættarligar gerðir, áseting av samskiftisháttum, lutakast, revsiásetingar, fyrisitingarlig sekt, pantiheimild, eftirlitsásetingar, afturtøka av løggilding o.tíl., skiftisreglur og landøkisásetingar.
Partur IV: Uppseting av ríkislógartilmælum.
Partur V: Serstakur lóggávuháttur til ávísar ES-rættarreglur og ávísar kunngerðir.
Partur VI: Uppseting av uppskotum til samtyktar frá landsfyrisitingini.
Partur VII: Uppseting og nýtsla av rundskrivum.
Partur VIII: Uppseting og nýtsla av leiðbeiningum.
Partur I
Uppseting av løgtingslógum og kunngerðum
1.1. Løgtingslógaruppskotið
Eitt lógaruppskot skal orðast greitt, vera væl skipað og skrivast so tað er lætt at skilja.
Løgtingslógin vendir sær í fyrstu syftu til borgaran, sum skal kunna lesa og skilja lógina. Tað hevur eisini stóran týdning fyri viðgerðina í Løgtinginum, at tað ikki er ov torført at seta seg inn í lógaruppskotið og avleiðingar tess.
Tá ið lógin er samtykt, skulu m.a. advokatar, ákæruvald, dómarar og fyrisiting kunna nýta hana. Lógaruppskot skulu vera so greið og væl orðað, at tá ið tey skulu nýtast í verki, skal eingin ivi vera um, hvat er ásett í teimum.
Hetta hevur stóran týdning fyri rættartrygdina.
1.1.1. Skipan av innihaldinum
Lógaruppskotið skal skipast soleiðis, at innihaldið er greitt og einfalt.
Hvussu lógaruppskotið verður skipað, hongur neyvt saman við innihaldinum í tí. Tað ber ikki til at gera ein leist, sum kann nýtast til øll høvi. Leisturin niðanfyri kann verða nýttur sum ein leiðbeining, men má lagast til hvørt lógaruppskot sær.
Eitt lógaruppskot kann ofta skipast á henda hátt:
1) Ásetingar um virkisøki.
2) Greining av hugtøkum.
3) Ásetingar um rættindi og skyldur hjá borgaranum.
4) Ásetingar um heimild, málsviðgerð, kærumøguleikar o.a.
5) Revsiásetingar.
6) Ásetingar um gildiskomu.
7) Úrgildissetingarreglur og skiftisreglur.
8) Ásetingar um fylgibroytingar í aðrari lóggávu.
Endamálsásetingar, ið ikki staðfesta ávís rættindi ella skyldur, men einans greiða frá tí yvirskipaða endamálinum við løgtingslógini, eiga ikki at verða skrivaðar inn í sjálva lógina. Endamálsorðingar eiga heldur at verða skrivaðar og lýstar í teimum vanligu viðmerkingunum í kapittul 1 til lógaruppskotið.
1.1.2. Uppseting av uppskotinum
Eitt lógaruppskot verður býtt sundur í fleiri styttri greinir og stykki. Hetta ger, at uppskotið gerst greiðari og lættari at skilja, enn um uppskotið hevur fáar og langar greinir og stykki.
Ein grein eigur vanliga ikki at hava meira enn 3–4 stykki. Um hon hevur fleiri enn 3-4 stykki, eigur hon um gjørligt at verða býtt sundur í fleiri greinir.
Høvuðsreglan skal standa fremst, og undantøk og treytir koma aftaná.
Styttri lógir, tað eru lógir við færri enn 15–20 greinum, eiga ikki at verða býttar sundur í kapitlar. Heldur eiga yvirskriftir yvir greinum at verða nýttar at skipa og gera lógarbygnaðin greiðan.
Lógir við 15–20 greinum ella fleiri eiga at verða býttar sundur í kapitlar eftir evni, og hvør kapittul skal hava eitt kapittulheiti. Kapittulheitini skulu vera stutt, greið og væl umhugsað. Heitið eigur ikki at vera innihaldsleyst ella einkisigandi, t.d.: innleiðandi kapittul, endaásetingar o.s.fr.
Inni í kapitli kann tað vera hóskandi at seta yvirskriftir yvir einstakar greinir ella bólkar av greinum fyri at gera lógarbygnaðin enn greiðari.
Um lógin er long, kann tað vera neyðugt at býta lógina sundur í partar og bøkur. Dømi um tílíkar lógir er rættargangslógin, revsilógin og løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi.
1.1.3. Málið
Lógartekstir skulu vera greiðir og løgfrøðiliga neyvir. Bæði setningar, orðaval og málsnið skulu vera stutt, greið og neyv.
Innskotnir setningar eiga ikki at verða nýttir, og høvuðsútsøgnin eigur at vera sett frammarlaga í setninginum.
Hugtøk og orðingar eiga at verða nýtt á sama hátt gjøgnum allan lógartekstin. Í kunngerðum eiga hugtøk og orðingar eisini at samsvara við tey hugtøk og tær orðingar, ið verða nýtt í heimildarlógini.
Hugtøk eiga at verða nýtt í sínum vanliga týdningi. Tað merkir, at hugtøk, sum ofta koma fyri í ymiskari lóggávu, skulu nýtast á sama hátt og ikki broyta týdning. Hetta er fyri at sleppa undan misskiljingum.
Fremmandaorð eiga ikki at vera nýtt, um góð og alment viðurkend føroysk orð ella heiti eru, sum hava somu merking. Orðingar og tekniskar máliskur eiga ikki at vera nýttar, uttan so, at tað er neyðugt fyri at tryggja neyðugan neyvleika ella greidleika í ásetingini.
Orð, sum eru margtýdd ella óneyðug, eiga ikki at verða nýtt. Sera long orð eiga heldur at verða umskrivað til fleiri styttri orð.
Tá ið lógartekstir verða týddir úr øðrum málum, eigur ikki at verða týtt orð fyri orð, tí tað ger ofta, at málið verður tungt, fløkjasligt og torskilt.
Passivformar eiga at verða broyttir: “Landsstýrismaðurin velur” heldur enn at týða beinleiðis úr donskum “valgt af ministeren”.
Tá ið nýggj løgfrøðiorð o.tíl. verða flutt úr øðrum máli, eigur hetta at gerast í samráð við Málráðið. Eisini eigur “Dansk-føroyskur orðalisti í lógfrøðimáli”, vanliga nevndur Løgfrøðiorðalistin hjá Sigurði Joensen o.ø., at verða nýttur, tá ið løgfrøðiorðið er at finna í honum. Løgfrøðiorðalistin er at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
Orðingar eiga at vera kynsóheftar, tá ið tað er gjørligt.
1.1.4. Stavseting og teknseting
Rættarreglur verða skrivaðar á góðum føroyskum máli.
Viðmælt verður at brúka stavsetingarreglurnar í “Føroysk orðabók / ritstjórn: Jóhan Hendrik W. Poulsen ... o.o.– 1. útgáva. – Tórshavn : Føroya Fróðskaparfelag, 1998.” eisini nevnd Móðurmálsorðabókin, s. 1443–1453.
Móðurmálsorðabókin og stavsetingarreglurnar eru at finna á heimasíðuni hjá Sprotanum, www.sprotin.fo. Stavsetingarreglurnar eru eisini at finna á heimasíðuni hjá Málráðnum, www.malrad.fo.
Grammatiskt komma verður brúkt.
Tankastrika, skákstrika, gásareygu, klombur og semikolon eiga sum meginregla ikki at verða nýtt í rættarreglum. Er ein setningur so torgreiddur, at eitt nú tankastrika er neyðug fyri at skilja tekstin, skal setningurin heldur verða býttur sundur í fleiri setningar.
Bindistrika eigur ikki at verða nýtt, tá ið fleiri samansett orð eru um sama orðlut, t.d. “út- og innflutningur”. Skriva heldur “útflutningur og innflutningur”. Eitt undantak frá hesum eru almenn heiti sum eitt nú “Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya”.
Verður t.d. skrivað “út- og innflutningur” við bindistriku í eina rættarreglu, finnur leitiskipanin ikki rættarregluna, um ein leitar eftir orðinum “útflutningur” á Kunngerðaportalinum og í øðrum lógadátagrunnum. Sum dømi kann nevnast: “Kunngerð nr. 29 frá 28. mars 2012 um hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya”. Bleiv leitað upp á orðið “tollfrítt” í t.d. logir.fo, so fann skipanin einki. Kunngerðin hevur síðani broytt heitið, og verður orðið “toll-” nú skrivað fult út.
1.1.5. Styttingar
Styttingar eiga ikki at verða brúktar í rættarreglum. Undantiknar eru niðanfyri nevndu styttingar, sum eru at finna á styttingarlistanum á heimasíðuni hjá Málráðnum, www.malrad.fo:
m.a. millum annað
o.a. og annað
o.a.m. og annað meir
o.o. og onnur
o.fl. og fleiri
o.tíl. og tílíkt
o.s.fr. og so framvegis
o.ø. og øðrum
t.d. til dømis
t.e. tað er
uml. umleið
sbr. samanber
sbrt. sambært
viðv. viðvíkjandi
viðm. viðmerkingar
Styttingin “v.m.” eigur ikki at verða nýtt. Mælt verður til at brúka “og annað”, stytt o.a., ella aðra orðing ella stytting.
Um styttingarnar sbr. og sbrt.
Í rættarreglum er viðhvørt neyðugt at vísa til aðrar ásetingar í løgtingslógini ella kunngerðini. Tað kann onkuntíð vera trupult at avgera, um tað skal skrivast “sbr./samanber” ella “sbrt./sambært”. Her verður greitt eitt sindur nærri frá hesum hugtøkum:
Sbr./samanber: Verður brúkt, um tað hevur týdning fyri at skilja og brúka eina áseting rætt, at hon verður samanborin við eitthvørt, sum stendur í eini aðrari áseting í lógini ella kunngerðini.
Sbrt./sambært: Verður brúkt um tað, sum stendur í ásetingini, skal vera í sambæri við nakað, sum stendur í eini aðrari áseting. Ella um nakað í ásetingini skal vera svarandi til eitthvørt, sum stendur aðra staðni t.d. treytir, freistir o.tíl.
Barnaverndarlógin
§ 9. Barnaverndarnevndin tekur avgerð í málum, har samtykki er fingið frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, og einum barni, ið hevur fylt 15 ár, tó undantikið í málum viðvíkjandi umsorganaryvirtøku og samverurætti, sbr. §§ 19 og 22–24 og viðvíkjandi § 15 a. Stk. 2. Harumframt tekur Barnaverndarnevndin avgerð í málum sbrt. § 15, stk. 2, § 17, stk. 1, § 18, stk. 1, § 20, stk. 1 og § 21, stk. 2 uttan samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan.
|
Í § 9, stk. 1, sum er um mál har samtykki er fingið, verður styttingin “sbr.” (samanber) nýtt at vísa til greinar um mál uttan samtykki.
Í § 9, stk. 2 verður styttingin “sbrt.” (sambært) nýtt fyri at vísa á, at Barnaverndarnevndin tekur avgerð, sum tað er ásett í ávísum greinum.
Tøkniligar styttingar:
Tøkniligar og fakligar styttingar, ið eru almannakendar ella betri kendar enn fulla heitið, verða góðtiknar, serliga um orðið ella hugtakið kemur ofta fyri í einum rættarregluteksti.
Dømi: | kW | MHz | kr. | m2 | sek. | ADHD | p-tal | % | ‰ |
Verður valt at brúka stytting, eigur henda stytting at verða brúkt gjøgnum alla rættarregluna. Tað merkir, at man ikki eigur at skifta millum stytta orðið, og fulla orðið, í somu rættarreglu. Er talan um eina broytingarlóg, so eigur man eisini at hyggja eftir, um styttingar eru brúktar í upprunalógini, so at samsvar verður millum upprunalógina og broytingarlógina hesum viðvíkjandi. Sama er galdandi fyri broytingarkunngerðir.
Nøvn á stovnum o.tíl. verða brúkt í styttum sniði, tá ið tað almenna navnið sæst í innganginum í tekstinum. Styttingin verður víst á hendan hátt: Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, BLF, ella Norðurlandahúsið, NLH.
1.1.6. At vísa til greinir, stykki o.tíl.
Tá ið víst verður til greinir, stykki o.tíl. í løgtingslóg ella kunngerð, verður hetta gjørt sum víst í dømunum her:
1) § 5, stk. 1 og 5, § 6, stk. 1 og 4–6, § 27 a, stk. 1, nr. 2, § 27 c, stk. 8, 2. pkt., §§ 26, 28 a–28 f, 30, 32 og 33, § 35, stk. 1, §§ 36, 37 og 45–57 og § 97, stk. 2.
2) § 22, stk. 5 og §§ 67 og 68.
3) §§ 56–58 (ikki: § 56–58).
4) §§ 2 og 4–7 (ikki: § 2 og §§ 4–7).
5) nr. 1–3 (ikki: nr. 1–3).
6) nr. 1 og 2 (ikki: nr. 1–2).
7) §§ 23 a og 23 b (ikki: §§ 23 a og b).
8) Um ein grein bert hevur 1 stykki, og í greinini verður víst til t.d. eitt nummar, verður skrivað: § 10, nr. 1–4 (ikki: § 10, stk. 1, nr. 1–4). Ella t.d. § 10, 1. pkt. (ikki: § 10, stk. 1, 1. pkt.).
Undantak
Um uppreksingin fjalir greinir, sum ikki hava eitt natúrligt samband við uppreksingina, kunnu tær framhevjast við at skriva:
“§§ 12–15, 15 a–15 c og 16–20” í staðin fyri “§§ 12–20”. Við hesum verður gjørt vart við greinirnar § 15 a, § 15 b og § 15 c.
1.1.7. At vísa til rættarreglur
Tá ið víst verður til aðrar rættarreglur, t.e. lógir, kunngerðir, o.tíl., verður bara víst til heitið á rættarregluni, og ikki til nummar og dagfesting. Hevur rættarreglan eitt kunngjørt stytt heiti, kann vísast til hetta í staðin.
§ 7. Kringvarpsstøð við sendiloyvi sambært løgtingslóg um kringvarp kann senda ...
§ 9. Málið verður lagt fyri dómsvaldið eftir reglunum í § 78, stk. 3 í revsilógini ...
§ 11. Arbeiðsleys hava sambært kunngerð um starvsvenjing fyri arbeiðsleys rætt til ...
§ 17. Treytir um nýtslu av Heldini, sum ásettar í rundskrivi um heldina, eru eisini ...
|
Tó eigur fulla heitið á rættarregluni við nummar og dagfesting at verða skrivað í tær serligu viðmerkingarnar í kapittul 3 til løgtingslógaruppskotið.
1.1.8. Skjal, ið er partur av løgtingslóg ella kunngerð
Skilt verður ímillum skjal, ið er partur av sjálvari løgtingslógini ella kunngerðini, og so fylgiskjal, ið ikki er partur av løgtingslógini ella kunngerðini.
Skjal verður brúkt til tilfar, ið er trupult ella ikki hóskar seg at seta upp í eina grein. Tað kann vera oyðubløð, tekningar, myndir, tøkniligar nágreiningar ella langur uppreksandi tekstur av onkrum slag. Víst verður til skjalið í sjálvum lógartekstinum.
Skjalið er tá partur av lógartekstinum og kann einans verða broytt við nýggjari løgtingslóg ella kunngerð. Skjalið verður kunngjørt í Kunngerðablaðnum saman við løgtingslógini ella kunngerðini.
Skjalið skal hava ein greiðan bygnað og verða skipað í nummar við arabaratølum, so tað ber til at gera greiðar tilvísingar til innihaldið. Strikur, bollar, pinnar og onnur punkttekn eiga ikki at verða brúkt, tí tað er trupult at gera tilvísingar til slík tekn.
Broytingar eiga ikki at verða gjørdar í einum skjali uttan so, at broytingarnar kunnu gerast á ein neyvan og ivaleysan hátt. Um skjalið inniheldur myndir, tekningar ella stórar broytingar, verður mælt til at gera eitt nýtt skjal heldur enn at gera broytingar í skjalinum.
Skjal skal eins og annar lógartekstur verða sett upp í Word og skal standa í sama skjalið sum lógarteksturin.
Um myndir verða brúktar, skulu tær gerast í hágóðsku. Hesi myndaformat verða góðtikin: .gif, .jpg, .jpeg ella .png í RGB, men ikki í CMYK.
Ovast á síðuni verður høgrasett: Skjal og nr.
Dømi: Løgtingslóg nr. 143 frá 18. desember 2015 um tollsatsir (Toll- og vøruskráin), sí løgtingsmál nr. 44/2015. Løgtingslóg nr. 68 frá 29. mai 2017 fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, sí løgtingsmál nr. 72/2016.
Skjalið verður sett inn beint aftan á lógartekstin í uppskotinum og frammanfyri viðmerkingarnar til lógaruppskotið, soleiðis at raðfylgjan er hendan:
1) Lógaruppskot, 2) skjal, 3) viðmerkingar til lógaruppskotið, 4) undirskrift hjá landsstýrismanni, og 5) fylgiskjøl.
|
Uppskot til kunngerð hava ikki viðmerkingar, og tí verður skjal til kunngerð sett inn aftan á undirskriftina hjá landstýrismanninum, soleiðis at raðfylgjan er hendan:
1) Kunngerðaruppskot, 2) undirskrift hjá landsstýrismanni, og 3) skjal.
|
Uppskot til kunngerð hava vanliga ikki fylgiskjøl.
Sí eisini nr. 1.2.4. Fylgiskjøl til lógaruppskot.
1.1.9. Verklagslógir
Sambært § 4, stk. 1 í kunngerð nr. 83 frá 7. juni 2011 um løgujáttan skulu størri løguverkætlanir uppá 10 mió. kr. ella meira verða gjørdar við grundarlagi í einari verklagslóg. Løguverkætlanir, sum eru minni enn 10 mió. kr., kunnu verða gjørdar við grundarlagi í einari verklagslóg.
Ein løgujáttan verður nýtt í sambandi við bygging, ognan ella avhending av bygningum, løgum og skipum o.ø. og í sambandi við stór viðlíkahaldsarbeiði sambært § 22, stk. 1 í løgtingslóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan. Í viðmerkingunum til løgujáttanir skal vera ein frágreiðing um tað ávísa løguarbeiðið, og upplýsingar um útreiðslurnar fyri alla verkætlanina, liðaðar á fíggjarár, sí § 22, stk. 3 í løgtingslóg um landsins játtanarskipan.
Ein verklagslóg hevur altíð eina áseting um samlaðu løguupphæddina og hevur somuleiðis altíð eina sólseturáseting, ið ásetur, nær lógin fer úr gildi. Við heimild í ásettu samlaðu løguupphæddini í verklagslógini, kann landsstýrismaðurin gera avtalur, sum hava við sær byggiútreiðslur í komandi fíggjarárum, um so er, at hetta er neyðugt fyri at gera skynsamar sáttmálar við atliti at tí valda útbjóðingarháttinum og byggiháttinum, og treytað av, at tann samlaða løguupphæddin verður hildin, sí § 4, stk. 2 í kunngerð um løgujáttan.
At verklagslógir hava eina sólseturáseting kemst av, at tá ið byggiætlanin er framd, er støðið undir verklagslógini burtur, og hon eigur sostatt at verða sett úr gildi. Royndir vísa tó, at um sólseturáseting ikki er í lógini, verður hon verandi í gildi.
At ein verklagslóg verður verandi í gildi, er harumframt óheppið, um heimildin ongantíð verður brúkt orsakað av t.d. politiskari ósemju.
Ein sólseturáseting eigur at verða grundað á eina veruliga meting av, hvussu leingi byggiætlanin væntandi fer at vara, umframt at lagt eigur at verða upp fyri møguligum seinkingum. Í viðmerkingunum til lógina skal verða grundgivið fyri, hvussu komið er fram til setta áramálið. Eisini eigur at verða greitt frá, hvussu komið er fram til samlaðu løguupphæddina í lógini.
Dømi: Løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2013 um at umbyggja og útbyggja kringvarpshúsini í Sortudíki, løgtingsmál nr. 149/2012. Løgtingslóg nr. 55 frá 15. mai 2014 um at byggja virkisdepil og umlættingardepil til børn og ung við serligum tørvi, løgtingsmál nr. 19/2013.
Verklagslógir eiga ikki at broytast ov ofta. Verður verklagið broytt munandi eigur at hugsast um, um nýggj verklagslóg eigur at gerast.
Uppskot til løgtingslóg um verklag eiga altíð at verða send til ummælis hjá Fíggjarmálaráðnum.
Sí eisini nr. 3.1.10. um sólseturáseting.
1.1.10. At senda til ummælis
Tað er ógvuliga týdningarmikið, at øll uppskot verða send til ummælis. Hetta so at borgarar, vinnulív, almennir myndugleikar, stovnar o.o. fáa høvi at gera viðmerkingar og siga sína hugsan um uppskotið. Eisini er tað vanliga so, at tey, sum kenna økið best, sum lóggivið verður um, eru teir borgarar, vinnulív o.o., sum lóggávan hevur til endamáls at ávirka.
Uppskot verða send beinleiðis til øll tey, sum stjórnarráðið veit verða ávirkað av uppskotinum. Eisini skulu øll uppskot leggjast alment út á ummælisportalin hjá Føroya landsstýri, har øll hava møguleika at koma við sínum ummæli.
Ummælisfreistin eigur ikki at vera styttri enn 4 vikur.
Verður uppskotið sent til ummælis samstundis sum frítíð er, eitt nú summarfrí, jólafrí og páskafrí, eigur ummælisfreistin at leingjast samsvarandi.
1.1.11. Mannagongd, tá ið uppskot verða latin lógartænastuni til eftirkanningar
Øll uppskot frá landsfyrisitingini skulu latast lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni til eftirkanningar. Lógartænastan skal hava minst 5 yrkadagar til at eftirkanna uppskotið. Uppskotið skal sendast til eftirkanning, aftan á at tað hevur verið til ummælis, men áðrenn tað verður sent á politiskan landsstýrisfund. Uppskotini skulu saman við viðkomandi tilfari sendast til: eftirkanning@tinganes.fo.
Sí treytir og innihald í eftirkanningini í rundskrivi um eftirkanning.
1.1.12. Mannagongd, tá ið uppskot verða latin stjórnartænastuni til landsstýrisfund
Stjórnartænastan á Løgmansskrivstovuni hevur ábyrgd av at samskipa landsstýrisfundirnar. Vanliga er landsstýrisfundur hvønn mánamorgun kl. 9:00. Freistin fyri at fáa uppskot á skrá til landsstýrisfund er mikumorgun kl. 8:00. Uppskot skulu sendast til: fundur@tinganes.fo.
Tá ið uppskot verða latin stjórnartænastuni, skulu tey fyrst hava verið eftirkannað av lógartænastuni. Uppskotini, sum verða latin stjórnartænastuni, skulu vera tey endaligu, og eftirkanningin frá lógartænastuni skal vera viðgjørd í tí uppskotinum, sum verður latið stjórnartænastuni. Uppskot skulu ikki sendast til stjórnartænastuna og lógartænastuna samstundis.
Sí treytir og mannagongd í samband við landsstýrisfundir á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
1.1.13. Mannagongd, tá ið uppskot verða latin Løgtinginum
Eftir at lógaruppskot o.tíl. hava verið á formligum landsstýrisfundi, verða tey latin Løgtinginum.
Tað er Løgtingið, sum ásetir, hvussu lógaruppskot o.tíl. skulu latast Løgtinginum. Uppskot sum skulu verða viðgjørd, áðrenn tingsetan endar, skulu verða framløgd innan 8. mars. Uppskot, sum skulu koma í gildi 1. januar, skulu verða framløgd innan 5. november.
Mannagongdin í sambandi við, at uppskot verða latin Løgtinginum, kann síggjast á heimasíðuni hjá Løgtinginum: “Mannagongd í sambandi við løgtingsmál at lata Løgtinginum”.
****************************************************************************
1.2. Viðmerkingar til løgtingslógaruppskot
Í Tingskipanini § 37 eru ásett minstukrøvini til løgtingslógaruppskot, sum skal leggjast fyri Løgtingið. Hetta rundskrivið ásetur fleiri krøv enn minstukrøvini í tingskipanini § 37 til tey lógaruppskot, sum landsstýrið leggur fyri Løgtingið.
Viðmerkingar til lógaruppskot eiga at verða skipaðar soleiðis:
Kapittul 1: Almennar viðmerkingar
Kapittul 2: Avleiðingarnar av uppskotinum
Kapittul 3: Serligar viðmerkingar
Fylgiskjøl
1.2.1. Kapittul 1. Almennar viðmerkingar
1.2.1.1. Málið í viðmerkingunum
Almennu viðmerkingarnar verða skrivaðar á greiðum máli og eiga at verða orðaðar á ein slíkan hátt, at fólk uttan serstakt fakligt innlit eru før fyri at skilja lógaruppskotið og avleiðingar tess.
Verða yrkisorð brúkt, skal týdningurin verða greinaður.
Í viðmerkingunum eigur galdandi lóg at verða lýst og skrivað í nútíð, og sjálvt lógaruppskotið eigur at verða lýst og skrivað í framtíð.
Dømi: “Í galdandi lóg eru treytirnar, at ...”, og “Í hesum uppskoti verður skotið upp, at treytirnar framyvir skulu verða ...”
1.2.1.2. Orsøkir til uppskotið
Í almennu viðmerkingunum verður fyrst greitt frá, hví lógaruppskotið er gjørt.
1.2.1.3. Galdandi lóggáva
Greitt verður frá galdandi lóggávu. Upplýst verður, um atfinningar hava verið ella kunnu verða gjørdar ímóti galdandi lóggávu.
1.2.1.4. Endamálið við uppskotinum
Greitt verður nágreiniliga frá endamálinum við uppskotinum.
1.2.1.5. Samandráttur av nýskipanini við uppskotinum
Ein stuttur samandráttur verður gjørdur av nýskipanini, sum uppskotið hevur við sær. Hvat verður broytt við uppskotinum? Hvørjir fyrimunir og vansar, metir landsstýrismaðurin, eru við uppskotinum?
1.2.1.6. Ummæli og ummælisskjal
Upplýst verður, hvørjir myndugleikar, almennir stovnar, privatir felagsskapir, áhugafeløg og onnur hava havt uppskotið til ummælis. Greitt verður í stuttum frá, hvørjar viðmerkingar ummælispartarnir hava gjørt. Greitt verður eisini frá, hvørja støðu landsstýrismaðurin og stjórnarráðið hava til hesar viðmerkingar. Hetta ger, at møguligar avleiðingar av lógaruppskotinum verða umhugsaðar og lýstar betur.
Eitt ummælisskjal eigur eisini at verða gjørt. Ummælisskjalið er ein stuttur samandráttur av innkomnu ummælunum saman við viðmerkingum hjá landsstýrismanninum til hesi. Serliga til uppskot, har nógv ummæli eru innkomin, er ummælisskjal eitt hent amboð, sum gevur greitt yvirlit yvir tey ummælini, sum eru komin inn.
Ummælini verða løgd við sum fylgiskjal til lógaruppskotið. Hvørt ummæli skal í skjal fyri seg, og skjalið skal vera í PDF-sniði.
Sí eisini nr. 1.1.10. At senda til ummælis.
1.2.2. Kapittul 2. Avleiðingarnar av uppskotinum
Tá ið greitt verður frá avleiðingunum av uppskotinum, skal minnast til, at avleiðingarnar kunnu eisini vera positivar ella jaligar.
1.2.2.1. Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur
Hvørjar útreiðslur eru av lógaruppskotinum, og hvussu er ætlanin at fíggja útreiðslurnar av lógini:
1) Á komandi fíggjarlóg,
2) við eykajáttanarlóg, ella
3) á annan hátt.
Er lógaruppskotið partur av broytingum í einum samlaðum lógarverki, eigur tað eisini at verða upplýst, hvørjar tær samlaðu fíggjarligu avleiðingarnar av hesum eru.
Tað skal eisini verða tilskilað, um ongar fíggjarligar avleiðingar eru av lógaruppskotinum.
1.2.2.2. Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur
Hvørjar umsitingarligar avleiðingar eru fyri land og kommunur? Upplýsast skal t.d., um neyðugt verður at seta á stovn ella víðka umsitingarligar eindir og um metta kostnaðin av hesum. Upplýst verður eisini, um uppskotið leggur størri byrður á verandi umsiting, ella um uppskotið hevur við sær sparingar ella minkingar av umsitingarligum eindum o.tíl.
Hevur lógaruppskotið ongar umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur, skal tað verða tilskilað.
1.2.2.3. Avleiðingar fyri vinnuna
Hevur uppskotið jaligar ella neiligar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna, skal tað verða tilskilað.
Hevur lógaruppskotið ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna, skal tað verða tilskilað.
1.2.2.4. Avleiðingar fyri umhvørvið
Metast skal um avleiðingarnar á umhvørvið í breiðari merking. Hetta merkir, at metingin bæði eigur at fevna um yvirskipað og algongd umhvørvisfyrilit og náttúrufyrilit, sum taka støði í náttúrupolitikkinum, umhvørvispolitikkinum og veðurlagspolitikkinum, umframt ítøkiliga at meta um ávirkanina, tá ið talan er um tilrættisløgd inntriv.
Eru árinsmetingar gjørdar, sum kunnu setast í samband við lógaruppskotið, eiga tær at verða endurgivnar ella lagdar við sum fylgiskjal.
Verður mett, at lógaruppskotið hevur positivar ella ongar avleiðingar fyri umhvørvið, skal tað eisini verða tilskilað.
1.2.2.5. Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Her verður serliga hugsað um, hvørt lógaruppskotið fær fíggjarligar, umsitingarligar, umhvørvisligar ella sosialar avleiðingar fyri eitt ávíst øki í landinum. Verður t.d. stovnur fluttur, skal verða grundgivið fyri, hví avgjørt er at skipa økið umsitingarliga á einum ávísum stað. At ein almennur stovnur ella tænasta verður flutt úr einum øki til annað øki, kann hava sosialar avleiðingar við sær fyri tey fólk, sum búgva í hesum økjum.
Hevur lógaruppskotið ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar, umhvørvisligar ella sosialar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum, skal tað verða tilskilað.
1.2.2.6. Avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir
Hevur lógaruppskotið avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir t.d. sosialar avleiðingar ella aðrar avleiðingar? Her verður serliga hugsað um, hvørt almennur stovnur ella tænasta verður uppraðfest ella niðurraðfest, sum rakar ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.
Hevur lógaruppskotið ikki avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir, skal tað verða tilskilað.
1.2.2.7. Millumtjóðasáttmálar á økinum
Tað eigur at verða upplýst, um tað eru millumtjóðasáttmálar á økinum, ið lógaruppskotið fevnir um, og sum Føroyar hava skyldu at fylgja. Her verður serliga hugsað um sáttmálar á fakøkjunum hjá stjórnarráðunum. T.d. skattaavtalur, sáttmálar á sosiala økinum, útbúgvingarøkinum, umhvørvisøkinum, fiskivinnuøkinum, vinnuøkinum o.s.fr.
Greitt skal verða frá, um bindingar til millumtjóðasáttmála gera, at uppskotið fær fíggjarligar, umsitingarligar, umhvørvisligar ella aðrar avleiðingar fyri landsmyndugleikar, kommunumyndugleikar, ávís øki í landinum, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna.
Hóast millumtjóðasáttmálar ikki eru á økinum, ella um uppskotið, hóast tílíkir sáttmálar eru, ikki fær fíggjarligar, umsitingarligar, umhvørvisligar ella aðrar avleiðingar, skal tað verða tilskilað.
1.2.2.8. Tvørgangandi millumtjóðasáttmálar
Tað eigur at verða upplýst, hvussu uppskotið samsvarar við tvørgangandi millumtjóðasáttmálar, sum eru viðkomandi fyri lógaruppskotið, og hvussu og í hvønn mun Føroyar við lógaruppskotinum halda og menna krøvini, sum eru ásett í millumtjóðasáttmála.
Í lógaruppskotinum skal lýsast, hvussu lógaruppskotið sampakkar við hesar tvørgangandi sáttmálarnar:
1) Hoyvíkssáttmálin
Sáttmálin varð settur í gildi í Føroyum við Løgtingslóg nr. 66 frá 18. mai 2006 um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan Sáttmáli millum stjórn Íslands, øðrumegin, og stjórn Danmarkar og Føroya landsstýri, hinumegin. Sáttmálin hevur virkað frá 31. august 2005.
Løgtingið viðgjørdi sáttmálan í løgtingsmáli nr. 15/2005, og tann 2. mai 2006 varð løgtingslógin endaliga samtykt av Løgtinginum.
Sáttmálin skipar Føroyar og Ísland sum eitt búskaparøki, har tað innan fyri innihaldsvídd sáttmálans er bannað at gera mismun vegna tjóðskap, virkisstað ella vegna vøruuppruna.
2) Evropeiski mannarættindasáttmálan, EMRS
Sáttmálin varð settur í gildi fyri Føroyar sum lóg tann 1. mai 2000 við Anordning nr. 136 af 25. februar 2000 om ikrafttræden for Færøerne af lov om den europæiske menneskerettighedskonvention.
Løgtingið viðgjørdi sáttmálan í løgtingsmáli nr. 12/1994: Uppskot til samtyktar um Ígildissetan fyri Føroyar av lóg um Tann Evropæiska Mannarættindasáttmálan. Uppskot varð samtykt við 29–0 atkvøðum. Við løgtingsmáli nr. 92/1995: Uppskot til ríkislógartilmæli um Broyting í lóg um tann europeiskan mannarættindasáttmálan varð samtykt, at protokollirnar 9–11 eisini skuldu setast í gildi fyri Føroyar. Evropeiski Mannarættindasáttmálin sum samtyktur við løgtingsmál nr. 12/1994 og broytingarnar sum samtyktar við løgtingsmáli nr. 92/1995 komu tó ikki í gildi fyri Føroyar fyrr enn tann 1. mai 2000.
Evropeiski Mannarættindasáttmálin hevur til endamáls at verja borgarar í teimum evropeisku londunum ímóti mannarættindabrotum. Sáttmálin varð samtyktur í Evroparáðnum í 1950 við íblástri frá heimsyvirlýsingini hjá ST.
Ein røð av ískoytisprotokollum er løgd aftur at sáttmálanum gjøgnum árini. Í Føroyum er í gildi høvuðssáttmálin frá 4. november 1950 sum broyttur við protokoll nr. 3, 5, 8, 10 og 11 og ískoytisprotokollirnar nr. 1, 4, 6 og 7.
3) Sáttmáli Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek
Sáttmálin er ikki settur í gildi í Føroyum sum lóg, men sum altjóða sáttmáli.
Løgtingið viðgjørdi sáttmálan í løgtingsmáli nr. 162/2008 og nr. 163/2008, og tann 13. mai 2009 varð sáttmálin góðkendur av Løgtinginum.
Sáttmálin fekk gildi fyri Danmark og harvið eisini fyri Føroyar tann 23. august 2009.
Sáttmálin áleggur limalondunum at menna og fremja politikk, lógir og fyrisitingarlig mál, ið skulu tryggja rættindi hjá fólki, ið bera brek.
Sáttmálin er kunngjørdur við Bekendtgørelse nr. 20 af 15. november 2017 af FN-konvention af 13. december 2006 om rettigheder for personer med handicap.
Danska Institut for menneskerettigheder hevur gjørt eina leiðbeining um sáttmálan: www.menneskeret.dk
1.2.2.9. Markaforðingar
Tað eigur at verða upplýst, um kendar markaforðingar eru á økinum. Greitt verður frá, um uppskotið møguliga kann elva til markaforðingar.
Markaforðingar eru lógir, almennar reglur og siðvenjur, ið tarna flytføri hjá tí einstaka ella møguleikanum hjá fyritøkum at virka um landamørk í Norðurlondum.
Eitt dømi um markaforðing er, tá ið eitt fólk arbeiðir í einum landi, men býr í einum øðrum landi, og at hetta elvir til trupulleikar. Vanligt er, at fólk rinda skatt í arbeiðslandinum og eisini eru sosialt tryggjað har. Eru skipanirnar í londunum ikki samskipaðar og taka atlit at hesum viðurskiftunum, kunnu krøv verða í lóggávu, sum gera, at viðkomandi verður noyddur at rinda til sosiala trygd í tveimum londum.
Markaforðingar koma vanliga av, at lóggávan í londunum kring okkum ikki er samskipað. Tí eigur at vera kannað, um kendar markaforðingar eru á økinum í markaforðingardátugrunninum hjá Norden.org.
Tað ber eisini til at seta seg í samband við skrivstovuna hjá Halló Norðurlond í Føroyum og kanna, um skrivstovan hevur vitan um markaforðingar á økinum.
Markaforðingar eru serliga á arbeiðsmarknaðarøkinum og útbúgvingarøkjunum og á sosiala økinum. Tí eiga markaforðingar at fáa serligan ans, tá ið lógaruppskot verður gjørt á hesum økjum.
Tað eigur eisini at verða upplýst, um uppskotið kann hava við sær markaforðingar og tarna flytføri hjá tí einstaka borgaranum ella ávirka umstøðurnar hjá fyritøkum at virka um landamørk millum Føroyar, Danmark og Grønland.
1.2.2.10. Revsing, fyrisitingarligar sektir, pantiheimildir ella onnur størri inntriv
Hevur lógaruppskotið ásetingar um revsing, fyrisitingarligar sektir ella pantiheimildir, ella ger lógaruppskotið onnur størri inntriv í rættindi hjá fólki, eigur at verða grundgivið fyri, hví hildið verður, at inntrivið er neyðugt. Meting skal verða gjørd, um inntrivið stendur mát við lógarbrotið og við endamálið í lógini.
Verður revsiheimild ásett í løgtingslóg, ið heimilar revsiásetingar í kunngerð, skal sjálv revsiramman standa í løgtingslógini. Somuleiðis skal standa í løgtingslógini, at brot á ásetingar givnar við heimild í hesi løgtingslóg kunnu revsast.
Sí nr. 3.9. um revsiásetingar, nr. 3.10. um fyrisitingarligar sektir og nr. 3.11. um pantiheimildir.
1.2.2.11. Skattir og avgjøld
Skattir og avgjøld kunnu einans verða áløgd, broytt ella avtikin við løgtingslóg sambært § 41, stk. 1 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.
Eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur kann verða álagdur við afturvirkandi virknaði aftur um framløgudagin í Løgtinginum sambært § 41, stk. 2 í løgtingslóg um stýriskipan Føroya.
Skattir og avgjøld kunnu sostatt ikki verða ásett í kunngerð.
Eru ásetingar um skatt ella avgjøld í lógaruppskotinum, eigur at verða greitt frá, hvat endamálið er við skattinum ella avgjaldinum, hví mett verður, at tað er neyðugt at áleggja skattin ella avgjaldið, og hvørjar avleiðingar tað fær.
Sí nr. 3.5.1. um skattir og avgjøld.
1.2.2.12. Gjøld
Gjald til ávíst endamál, so sum nýtslugjald, er ein samsýning fyri eina ítøkiliga tænastu ella veiting.
Gjaldið má ikki vera hægri enn útreiðslurnar, sum eru av virkseminum í samband við ta ítøkiligu tænastuna ella veitingina. Er gjaldið hægri enn hetta, er talan um skatt ella avgjald.
Er ætlanin, at landsstýrismaðurin skal kunna áseta gjald í kunngerð, skal tað hava heimild í løgtingslógini.
Hevur lógaruppskotið ásetingar um gjøld, eigur at verða greitt frá, hvat endamálið er við gjaldinum, og hví tað er neyðugt.
Sí nr. 3.5.2. um fyrisitingarlig gjøld.
1.2.2.13. Áleggur lógaruppskotið likamligum ella løgfrøðiligum persónum skyldur?
Leggur lógaruppskotið skyldur á likamligar ella løgfrøðiligar persónar, so sum upplýsingarskyldu, skrásetingarskyldu ella t.d. krøv um loyvi, eigur at verða greitt frá teimum umsitingarligu og fíggjarligu avleiðingunum av tí. Grundgivið eigur at vera fyri, hví hetta inntrivið er neyðugt.
1.2.2.14. Leggur lógaruppskotið heimildir til landsstýrismannin, ein stovn undir landsstýrinum ella til kommunur?
Tá ið heimild verður givin einum landsstýrismanni at áseta nærri reglur, skal bara verða skrivað:
“Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur ...”. Skrivast skal ikki: “Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur í kunngerð ...”. Orsøkin er, at tað er ikki altíð, at hesar nærri reglur eiga at verða gjørdar í kunngerð. Í summum førum, tá ið reglurnar ikki venda sær til borgarar ella fyritøkur, eiga slíkar reglur at verða gjørdar í rundskrivi.
Tað skal ikki tilskilast, hvør landsstýrismaður skal gera nærri reglur. Tí skal ikki verða skrivað: “Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ásetir nærri reglur ...”. Orsøkin er, at sambært § 33, stk. 1 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya er tað løgmaður, sum býtir málsøkini millum landsstýrismenninar. Hetta verður gjørt við fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar.
Um heimildir skulu leggjast til ymiskar landsstýrismenn í somu løgtingslóg, kann tað vera skilagott at nevna beinleiðis í lógartekstinum, hvør landsstýrismaður ætlanin er skal hava tær ymisku heimildirnar. T.d. landsstýrismaðurin í tryggingarmálum, landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum o.s.fr.
Sjálv heimildin skal orðast so greitt og neyvt sum møguligt. Greiðast skal nærri frá teimum heimildum, sum verða latnar. Greitt verður frá vavinum á teimum, og hvussu tær eftir ætlan skulu nýtast.
Leggur lógaruppskotið heimildir beinleiðis til ein stovn, eigur tað í við¬merkingunum at vera grundgivið fyri teimum fyrilitum, ið liggja til grund fyri hesum. Hetta eigur einans at verða gjørt í undantaksføri. Vanliga verða heimildir latnar til landsstýrismannin, og hann kann so lata tær víðari til stovn at umsita.
Greitt eigur eisini at verða frá, um hetta skerjir møguleikan at kæra avgerðina til hægri fyrisitingarligan myndugleika. Somuleiðis eigur at verða greitt frá, hvørjar heimildir landsstýrismaðurin hevur í mun til tann, sum hevur fingið heimildir sambært lógaruppskotinum.
Verða aðrar heimildir latnar til kommunurnar, enn tær heimildir, sum kommunurnar hava sambært kommunustýrislógini, eigur tað í við¬merkingunum at vera grundgivið fyri teimum fyrilitum, ið eru fyri hesum.
1.2.2.15. Gevur lógaruppskotið almennum myndugleikum atgongd til privata ogn?
Gevur lógaruppskotið almennum myndugleikum atgongd til privata ogn uttan rættarúrskurð? Fær t.d. ein myndugleiki heimild at koma á eftirlitsvitjan í privatum heimum ella á virkjum, eigur at verða grundgivið fyri, hví tað er neyðugt. Eisini eigur nágreiniliga at verða greitt frá vavinum av heimildini. Eitt nú hava TAKS, Arbeiðseftirlitið, kommunala tilbúgvingin og landstilbúgvingin slíka heimild.
Sí nr. 3.12. um eftirlitsásetingar.
1.2.2.16. Hevur lógaruppskotið aðrar avleiðingar?
Hevur lógaruppskotið aðrar avleiðingar enn tær, sum eru nevndar omanfyri, kann greiðast frá teimum her. Hetta kann t.d. vera yvirlit ella frágreiðing um, hvørjar fylgibroytingar eru neyðugar at gera í aðrari lóggávu orsakað av lógaruppskotinum.
Eisini kann her greiðast frá, um lógaruppskotið hevur avleiðingar viðvíkjandi javnstøðu millum kyn ella aðramáta. Harumframt kann t.d. atlit til kappingarspurningar lýsast her. Eru serlig álit útgivin, kann verða lýst, í hvønn mun lógaruppskotið viðger ella stuðlar undir tilmæltu átøkini.
Eisini kann verða upplýst, hvussu lógaruppskotið stuðlar undir tey 17 Heimsmálini hjá ST fyri burðadyggari menning.
1.2.2.17. Talvan: Yvirlit yvir avleiðingarnar av lógaruppskotinum
Aftan á frágreiðingina um avleiðingarnar av lógaruppskotinum verða avleiðingarnar í nr. 1.2.2.1 til og við 1.2.2.8 svaraðar við “ja” ella “nei” í talvuni niðanfyri.
Eru ongar avleiðingar, verður svarað “nei”. Eru avleiðingar, eisini smávegis, verður svarað “ja”.
Svarast skal bara “ja” ella “nei”. Svarast skal í allar teigar. Klombur (ja) ella (nei) o.tíl. eigur ikki at verða brúkt.
Talvan verður sett inn seinast í kapitli 2 um avleiðingarnar av uppskotinum:
| Fyri landið ella landsmyndug-leikar | Fyri kommunalar myndugleikar | Fyri pláss ella øki í landinum | Fyri ávísar samfelags-bólkar ella felagsskapir | Fyri vinnuna |
Fíggjarligar ella búskaparligar avleiðingar |
|
|
|
|
|
Umsitingarligar avleiðingar |
|
|
|
|
|
Umhvørvisligar avleiðingar |
|
|
|
|
|
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur |
|
|
|
|
|
Sosialar avleiðingar |
////////////////////////////////////////////////// |
|
|
/////////////////////// |
1.2.3. Kapittul 3. Serligar viðmerkingar
1.2.3.1. Innihaldið í tí einstøku greinini
Í serligu viðmerkingunum eigur at verða greitt frá innihaldinum í hvørjari einstakari grein. Tað eigur eisini at verða greitt frá ætlanini við greinini, og hvussu hon skal skiljast. Gott er at lýsa innihaldið við dømum.
Teksturin í greinini eigur ikki at verða endurgivin. Heldur kann íblástur fáast úr almennu viðmerkingunum. Tað er einki til hindurs fyri at endurgeva úr teimum.
Lóggevast kann ikki í viðmerkingunum. Tað merkir, at ansast skal serliga væl eftir, at viðmerkingarnar ikki fara víðari enn teksturin í sjálvari greinini. Er ikki samsvar millum lógina og viðmerkingarnar, vinnur lógin vanliga á viðmerkingunum.
1.2.3.2. Viðmerkingar til ta einstøku greinina
Viðmerkingarnar til hvørja einstaka grein eiga at innihalda hesar upplýsingar:
1) Hvørjar broytingar greinin hevur við sær í mun til galdandi rætt,
2) grundgevingina fyri broytingunum, og
3) hvørjar avleiðingar broytingarnar fáa.
1.2.3.3. Er eingin viðmerking til greinina
Verður hildið, at eingin viðmerking er neyðug til eina einstaka grein, eigur tað at verða tilskilað.
1.2.4. Fylgiskjøl til lógaruppskot
Eitt fylgiskjal er ikki partur av lógaruppskotinum, eins og eitt skjal er.
Sum fylgiskjal til eitt lógaruppskot verða løgd t.d. ummælisskrivini frá hoyrdu pørtunum og møguliga eitt ummælisskjal. Eitt ummælisskjal er ein stuttur samandráttur av innkomnu ummælunum saman við viðmerkingunum hjá landsstýrismanninum.
Við broytingarlógum skal eisini javntekstur leggjast við lógaruppskotinum sum fylgiskjal.
Sum dømi um onnur fylgiskjøl kunnu nevnast:
1) Upprit, frágreiðingar ella álit, sum viðgera og lýsa nágreiniligari ta tillaging, sum verður gjørd við lógaruppskotiðnum.
2) Talvur við útrokningum, hagtøl, talvir o.tíl.
3) Strikumyndir ella myndir.
4) Kanningar ella frágreiðingar um fyrisitingarliga siðvenju á økinum.
5) Størri vinnubúskaparligar ella umhvørvisligar metingar, sum hava samband við evnið í lógaruppskotinum.
6) Til ríkislógartilmæli verða vanliga viðmerkingarnar til danska lógaruppskotið lagdar við.
Endamálið við hesum fylgiskjølum er einans at lýsa lógaruppskotið betur. Tey eru ikki partur av sjálvum lógartekstinum og verða heldur ikki kunngjørd saman við lógini, tá ið hon verður kunngjørd í Kunngerðablaðnum.
Fylgiskjølini verða løgd við aftast í lógaruppskotinum. Yvirlit yvir hjáløgd fylgiskjøl eigur at verða sett aftan á undirskriftina hjá landsstýrismanninum og vinstrumegin á síðuni.
Fylgiskjølini verða løgd við í skjølum fyri seg, tey verða ikki skrivað inn í skjalið, sum inniheldur løgtingslógaruppskotið. Fylgiskjølini skulu ovast í høgra horni vera merkt fylgiskjal 1, fylgiskjal 2 o.s.fr. Fylgiskjølini skulu vera í PDF-sniði. Løgtingslógaruppskotið er í Word-sniði.
Um eitt skjal skal vera beinleiðis partur av lógaruppskotinum eigur at verða víst til skjalið í sjálvum lógartekstinum. Skjalið verður tá sett inn beint aftan á sjálvan lógartekstin í uppskotinum og frammanfyri viðmerkingarnar til lógaruppskotið.
Sí nærri um hetta í nr. 1.1.8. Skjal, ið er partur av løgtingslóg ella kunngerð.
****************************************************************************
1.3. Uppseting av løgtingslógaruppskoti
Øll løgtingslógaruppskot skulu vera sett upp tøkniliga sum ásett í hesum rundskrivi. Krøvini eru ásett niðanfyri.
1.3.1. Skabelónir til løgtingslógaruppskot
Lógaruppskot verða skrivað í Word-skabelónina, ið lógartænastan hevur gjørt til endamálið. Skabelónin inniheldur øll tøknilig krøv, sum hetta rundskriv ásetur.
Skabelónin er at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
1.3.2. Word, skrift, skriftstødd, talvir, myndir og slóðir
Lógaruppskotið verður skrivað í Word. Skriftin skal vera Times New Roman, skriftstøddin skal vera 12, og reglugloppið skal vera 1,0. Teksturin skal vera vinstrasettur og orðbýti skal ikki verða nýtt. Síðutøl skulu vera niðast og miðsett á síðuni í uppskotinum. Typografi og tabulatorfunkan í Word skulu ikki nýtast heldur. Er neyðugt at brúka talvir og myndir, eiga tær ikki at verða settar inn í sjálvan lógartekstin, men eiga at verða settar í eitt skjal. Slóðir til heimasíður og teldupostadressu skulu hvørki vera virknar ella undirstrikaðar. Tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, kann lógartænastan loyva ella krevja undantøk frá ásetingunum í nr. 1.3.1. og 1.3.2.
Ovast á uppskotinum verður tilskilað:
Løgtingið
Dagfesting: Mál nr.: Málsviðgjørt: Eftirkannað:
Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um ... |
|
Dagfesting: Dagurin, uppskotið verður sent ávikavist til ummælis, til lógartænastuna, til politiskan og formliga landsstýrisfund og til Løgtingið.
Mál nr.: Journal nummarið, ið stovnurin hevur givið uppskotinum.
Málsviðgjørt: Forbókstavirnir hjá tí embætisfólkinum, ið hevur viðgjørt málið.
Eftirkannað: Lógartænastan dagfestir, nær eftirkanngin av uppskotinum er send stjórnarráðnum.
Løgtingsmál nr.: Árstalið á løgtingsmáli fylgir tingárinum (ikki kalendaraárinum). Tingárið byrjar á ólavsøku og endar á ólavsøku árið eftir. T.d. tingárið 2016 er frá 29. juli 2016 til 28. juli 2017.
1.3.3. Heitið á løgtingslógaruppskoti
Heitið á lógaruppskoti verður miðsett og skrivað við feitum stavum:
Uppskot til
Løgtingslóg um havnaloðsing
|
1.3.4. Stytt heiti á løgtingslógaruppskoti
Ein løgtingslóg kann fáa eitt stytt heiti. Tað kann verða gjørt í teimum førum, tá ið løgtingslógin í fólkamunni vanliga verður nevnd við einum styttum heiti, uttan at tað stytta heitið er alment kunngjørt. T.d. skattalógin, revsilógin, ættleiðingarlógin o.tíl.
Stytt heiti verða bara givin í undantaksføri. Talan skal vera um lóggávu, sum er so mikið alment kend, at eingin ivi er hjá nøkrum, hvørja lóg sipað verður til, tá ið tað stytta heitið verður brúkt. Stytt heiti, sum kunnu nýtast á fleiri fakøkjum, t.d. próvtøkulógin, váttanarlógin o.tíl., eiga ikki at nýtast.
Fær lógin tilskilað eitt stytt heiti, verður tað sett í klombur og skrivað við feitum stavum á linjuna undir vanliga heitinum:
Uppskot til
Løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
|
1.3.5. Uppseting í greinir og stykkir
Uppskotið er tveyteigað, og §-tekn og nummur eru vinstrasett á fyrstu linju við feitum stavum. “Stk.” verður skrivað við skákskrift.
§ 23. Arbeiðsinntøkan og starvssetanin skal skjalprógvast av arbeiðsgevaranum á umsóknarblað, sum ... Stk. 2. Óarbeiðsføri og longdin av óarbeiðsførinum skal skjalprógvast við ...
|
§ 24. Almannastovan kann frá viðkomandi persónum, myndugleikum og feløgum, sum hava innlit í viðurskiftini, krevja upplýsingar, sum ... Stk. 2. Eftir samráðingar við ... |
Hevur eitt stykki fleiri nummur, verða tey vinstrasett í hálvum klombri:
Stk. 2. Fyri at fáa stuðul skal umsøkjarin: 1) hava búð í Føroyum í minsta lagi eitt ár, 2) vera undir útbúgving uttan fyri Norðurlond, og 3) vera lestrarvirkin.
|
1.3.6. Uppseting í bøkur, partar, kapitlar og yvirskriftir yvir greinum
Lógir kunnu verða býttar sundur í 4 ymiskar partar: bøkur, partar, kapitlar og yvirskriftir yvir greinum. Bøkur er tann størsti parturin og verður nærum aldri nýttur. Rættargangslógin er t.d. skild sundur í 5 bøkur. Bøkur kunnu so aftur innihalda partar, kapitlar og yvirskriftir yvir greinum.
Bøkur verða nevndar: Fyrsta bók, Onnur bók, Triðja bók ...
Partar verða nevndir: Partur I, Partur II, Partur III, Partur IV ...
Kapitlar verða nevndir: Kapittul 1, Kapittul 2, Kapittul 3 ...
Hevur lógin 15–20 greinir ella fleiri, er ofta hóskandi at býta lógina sundur í kapitlar.
Eru færri enn 15–20 greinir, verður mælt til at nýta yvirskriftir yvir greinum. Yvirskriftir yvir greinum kunnu fevna um eina ella fleiri greinir.
Er uppskotið býtt sundur í bøkur, partar og kapitlar, skulu tey vera talmerkt og hava heiti. Hevur einstaka ásetingin yvirskrift, verður hon skrivað við skákskrift og miðsett á sjálvstøðuga reglu oman fyri § tekstin:
Kapittul 2 Rætturin til dagpening
Orsøkir
§ 2. Dagpeningur verður sambært hesari løgtingslóg veittur orsakað av óarbeiðsføri vegna ...
|
1.3.7. Uppseting í nummar, litra og smá rómartøl
Skal ein grein nágreinast meiri enn í stykki, so kunnu nummar, litra og smá rómartøl verða nýtt. Raðfylgjan skal altíð vera nummar, litra og smá rómartøl. Fyri at kunna varðveita yvirlitið eigur ikki at verða nágreinað ov langt niður í nummar, litra og smá rómartøl. Heldur eigur nýggj grein at verða gjørd. Smá rómartøl skulu einans nýtast sum undantak.
Hava nummur fleiri litra og møguliga eisini smá rómartøl, verða tey sett upp á henda hátt:
1) Bólkur AM, koda 175 – lítið prutl: a) Fyri persónar yngri enn 18 ár: kr. 150. b) Fyri persónar 18 ár og eldri: i) Fyrsta roynd: kr. 550. ii) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð. iii) Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð. iv) ... 2) Bólkur PM, koda 180, stórt prutl ...
|
Tá ið uppreksingin endar, skal antin nýggj grein ella stykki setast inn. Reglubrot við framhaldandi teksti, sum ikki er settur upp í nýggja grein ella stykki, eigur ikki at koma fyri.
Tað ber ikki til at brúka punkttekn, strikur, o.tíl.
1.3.8. Serligt um uppreksingar
Ein uppreksing av treytum o.tíl. kann ofta gera ein lógartekst lættari at skilja. Tá ið uppreksingar verða gjørdar, sum víst omanfyri í nr. 1.3.7. uppseting í nummar, litra og smá rómartøl, eru tveir møguleikar. Uppreksingin kann verða gjørd við, at fleiri setningar verða settir saman í eina uppreksing, ella við at ein setningur verður býttur sundur í eina uppreksing.
1.3.8.1. Uppreksing við fleiri setningum
Uppreksingar, har fleiri setningar verða settir saman í eina uppreksing, byrja við kolon og hvør setningur endar við punktum. Slíkar uppreksingar kunnu í undantaksføri hava undiruppreksingar, t.v.s. áseta litra ella smá rómartøl. Tá ið uppreksingin er liðug, ber ikki til at seta ein nýggjan setning undir uppreksingini. Hetta elvir til óvissu, um innihaldið í hesum setninginum viðvíkur síðsta nummarinum í uppreksingini, ella um innihaldið í hesum setningi viðvíkur allari uppreksingini. Slíkur setningur má setast sum nýtt stykki, um hann er neyðugur.
Dømi:
Kunngerð um vápnaprógv
§ 13. Saman við oyðiblaðnum sambært § 12, stk. 2 skulu hesi skjøl leggjast við umsóknini: 1) Váttan um staðið vápnatrygdarskeið. a) Persónar, føddir 31. desember 1985 ella áðrenn, skulu ikki lata inn váttan um vápnatrygdarskeið. Tá verður viðmerkt á oyðiblaðið, at viðkomandi ikki hevur vápnatrygdarskeið. b) Persónar, sum hava fingið útlendsk vápnatrygdarskeið góðkent sum javnsett við føroyskt vápnatrygdarskeið sambært § 10, viðleggja hesa váttan. 2) Revsiváttan, sum ikki er eldri enn 6 mánaðir. |
|
1.3.8.2. Uppreksing við einum setningi
Uppreksingar, har ein setningurin verður býttur sundur í eina uppreksing, byrja við kolon og setningarnir enda við komma, ikki við punktumi. Í uppreksingum, sum býta ein setning upp í uppreksing, er ikki gjørligt at seta inn undiruppreksingar. Eftir næstsíðstu uppreksingina verður sett annaðhvørt orðið “ella” ella orðið “og”. Hetta er fyri at vísa á, um tað er nóg mikið at bert ein av treytunum í uppreksingini er lokin, ella um tað er ein treyt, at allar treytirnar í uppreksingini eru loknar.
Dømi har “ella” verður nýtt:
Kunngerð um kravda eftirútbúgving fyri góðkendar grannskoðarar
§ 10. Rithøvundavirksemi er at meta sum eftirútbúgving, um viðkomandi: 1) hevur skrivað ella verið við til at skriva eitt fakligt bókmentunarligt verk, ið eitt forlag gevur út, 2) hevur skrivað ella verið við til at skriva eina fakliga grein, ið verður almannakunngjørd í einum tíðarriti, aftaná at ritstjórnin á tíðarritinum frammanundan hevur kannað fakliga støðið, ella 3) hevur skrivað ella verið við til at skriva eina granskingarritgerð, undir hesum t.d. eina ph.d. ritgerð.
|
Dømi har “og” verður nýtt:
Kunngerð um kravda eftirútbúgving fyri góðkendar grannskoðarar
§ 12, stk. 2. Í skjalprógvanini skulu í minsta lagi vera upplýsingar um: 1) navn á skeiðsveitara, 2) lýsing av skeiðsinnihaldi, og hvør hevur staðið fyri undirvísingini, og 3) tíðarnýtsla umframt møguliga fakliga býtið av evnum á skeiðnum.
|
1.3.9. Undirskriftir
Aftan á seinastu ásetingina verður navnið á avvarðandi landsstýrismanni miðsett og skrivað við feitum. Navnið á embætisfólki verður høgrasett. Vanliga undirskrivar aðalstjórin sum embætisfólk.
Navn á landsstýrismanni landsstýrismaður / Navn á embætisfólki (Starvsheitið á embætisfólki skal ikki tilskilast)
|
1.3.10. Heitið landsstýrismaður
Sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya er bara eitt formligt heiti, og tað er landsstýrismaður.
Heitið landsstýriskvinna verður tó javnan brúkt í dagligari talu, í miðlunum, í røðum o.tíl., tá ið talan er um kvinnuligan landsstýrismann. Og tess fleiri kvinnur hava verið landsstýrismenn, tess vanligari er hetta heitið vorðið í okkara dagliga málbrúki. Hetta hevur flutt seg yvir á undirskriving av lógaruppskotum og kunngerðum, har formliga rætta heitið, sum er landsstýrismaður, eigur at verða brúkt.
Í álitinum um stýrisskipanarligu viðurskifti Føroya sæst, at hetta ikki er komið inn í lógina ótilvitað.
Á síðu 170 stendur soleiðis:
“Um heitini løgtingsmaður, løgmaður og landsstýrismaður er at siga, at nevndin hevur umrøtt, eisini við málkøn, um hesi heiti eiga at verða slept, soleiðis at størvini fáa eitt heiti, sum ikki hevur beinleiðis málsliga ávísing til, um talan er um mann ella konu í trengri merking, so sum kvinnurák í tíðini mæla til. Nevndin heldur, at sera torført er at finna góð føroysk orð, sum ikki eru bundin at manni ella konu, og metir, at hesi orð hava so sterkar søguligar bindingar, at ikki er rætt at sleppa hesum uttan so, at líka góð onnur orð kunnu finnast. Eisini er ivasamt, um tað er málsliga rætt at gera slíkar broytingar. Eingin ivi er tó um – samsvarandi samfelagsgongdini í hesi øldini – at orðini í løgfrøðiligari merking merkja bæði maður og kona (kallmaður og kvennmaður).”
|
Sostatt er formliga rætta heitið landsstýrismaður. Løgmaður tilnevnir eisini bara landsstýrismenn, og tað er eisini galdandi fyri kvinnuligu landsstýrismenninar.
****************************************************************************
1.4. Kunngerðaruppskotið
Ásetingarar niðanfyri eru eisini galdandi fyri kunngerðaruppskot:
Nr. 1.1. Løgtingslógaruppskotið.
Nr. 1.1.1. Skipan av innihaldinum.
Nr. 1.1.2. Uppseting av uppskotinum.
Nr. 1.1.3. Málið.
Nr. 1.1.4. Stavseting og teknseting.
Nr. 1.1.5. Styttingar.
Nr. 1.1.6. At vísa til greinir, stykki o.tíl.
Nr. 1.1.7. At vísa til rættarreglur.
Nr. 1.1.8. Skjal, ið er partur av løgtingslóg ella kunngerð.
Nr. 1.1.10. At senda til ummælis.
Nr. 1.1.11. Mannagongd, tá ið uppskot verða send til eftirkanningar.
Nr. 1.1.12. Mannagongd, tá ið uppskot verða send til landsstýrisfund.
Kunngerðir hava somu rættarstøðu mótvegis borgaranum sum løgtingslógir. Fyri at landsstýrismaðurin skal kunna áseta nærri reglur í kunngerð krevst, at heimild er fyri kunngerðini í løgtingslóg. Hetta merkir, at allar ásetingarnar í eini kunngerð skulu kunna rúmast í heimildini í løgtingslógini.
Kunngerðir verða settar upp eins og løgtingslógir. Tó hava kunngerðir ein inngang, sum vísir til ásetingarnar í løgtingslógini, ið heimila kunngerðini.
Hevur ein kunngerð heimild í fleiri ymiskum løgtingslógum, verður víst til allar løgtingslógirnar í innganginum.
1.4.1. Heimildin at áseta nærri reglur í kunngerð
Sambært § 1, 1. pkt. í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya er lóggávuvaldið hjá Løgtinginum og løgmanni í felag. Tó kann landsstýrið ella stovnur undir landsstýrinum í nærri ásettan mun við løgtingslóg fáa heimild til við kunngerð at áseta rættarreglur av almennum slagi, sambært § 34, 1. pkt. í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.
Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
§ 1. Í yvirtiknum málum er lóggávuvaldið hjá løgtinginum og løgmanni í felag. Útinnandi valdið er hjá landsstýrinum. Dómsvaldið er hjá dómsstólunum.
[...]
§ 34. § 1 í hesi løgtingslóg er ikki til hindurs fyri, at landsstýrið ella stovnur undir landsstýrinum í nærri ásettan mun, við løgtingslóg fær heimild til við kunngerð at áseta rættarreglur av almennum slagi. Ein tílík heimild kann ikki verða treytað av, at reglurnar, sum ásettar verða, skulu hava góðkenning frá umboðum løgtingsins.
|
1.4.2. Innihaldið í eini kunngerð
Kunngerðir eru eins og løgtingslógir beinleiðis bindandi fyri bæði borgarar, vinnulív o.o. Meðan løgtingslógir kunna hava ásetingar um alt, sum ikki gongur í móti hægri yvirskipaðari lóg, so sum grundlóg, heimastýrislóg ella stýrisskipanarlóg, so kunnu kunngerðir bert áseta almennar rættarreglur í nærri ásettan mun, sum eru innan fyri heimildina í løgtingslógini.
Hetta merkir, at grundleggjandi reglur eiga ikki at ásetast í kunngerð. Hóast ein heimild í løgtingslóg kann vera heilt víð, so eiga grundleggjandi reglur ikki at ásetast í kunngerð, tí hetta er ikki í tráð við § 34, 1. pkt. í stýrisskipanarlóg Føroya. Kunngerðir kunnu sostatt bert nágreina tað, sum longu er ásett í løgtingslógini. Ásetingar um grundleggjandi reglur fyri borgaran, vinnulív o.o. skulu standa í løgtingslógini.
1.4.3. Heimildin fyri ítøkiligu kunngerðini
Fyri at landsstýrismaður ella stovnur undir landsstýrinum skal kunna áseta nærri rættarreglur av almennum slagi, skal landsstýrismaðurin ella stovnurin hava heimild í løgtingslóg. Innihaldið í kunngerðini kann ikki fara út um innihaldið í sjálvari heimildini ella út um innihaldið í løgtingslógini, har heimildin er ásett.
Meiri víðfevnd, ein áseting í kunngerðini skal vera, tess greiðari lógarheimild krevst.
Ásetingar um revsing, gjøld, afturvirkandi virknað, tvingsilsinntriv, talgilt samskifti o.tíl. eiga at verða beinleiðis nevndar í kunngerðarheimildini.
Ásetingar av meiri praktiskum slagi nýtast ikki at verða beinleiðis nevndar í kunngerðarheimildini.
Dømi:
Løgtingslóg um vápn o.a.
§ 3 c. Landstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um vápnaprógv, herundir krøvini til at fáa vápnaprógv, útvegan av revsiváttan, skráseting av vápnaprógvi, møguleikan at taka vápnaprógv aftur og reglur um títtleikan at endurtaka vápnatrygdarskeiðið.
|
Dømi:
Fjarskiftislógin
§ 31, stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ein ella fleiri av veitingarskyldunum: 1) ikki longur skulu bjóðast sum ein partur av veitingarskylduni, ella 2) ikki ella bert í ávísan mun skulu bjóðast nýggjum viðskiftafólkum sum partur av veitingarskylduni.
§ 31, stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um: 1) Vavið á veitingarskylduni, undir hesum hentleikar og virksemi, ið eru partar av veitingarskylduni. 2) Tilnevning av veitingarskyldugum veitarum. Reglurnar kunnu m.a. fevna um, hvussu tilnevningin fer fram, tilnevning eftir almennum útboði og tilnevningartíðarskeiði. 3) Karmar fyri áseting av treytum fyri, hvussu teir tilnevndu veitararnir skulu røkja veitingarskylduna. Reglurnar kunnu eitt nú fevna um innihaldið í treytunum, undir hesum góðskukrøv til tær veitingar, sum tilnevndu veitararnir skulu lata, og krøv viðvíkjandi góðskumátingum og almannakunngering av hesum góðskumátingum. 4) Skyldurnar hjá veitingarskyldugu veitarunum við tí endamáli at tryggja grundleggjandi brúkararættindi í sambandi við útboð og veiting av veitingarskyldugum veitingum. Reglurnar kunnu innihalda krøv til innihaldið í tí sáttmála, sum skal galda í viðurskiftunum millum veitingarskyldugan veitara og ein endabrúkara, undir hesum: a) krøv um kompensatiónsskipanir og afturgjaldskipanir, ið verða at nýta, um góðskukrøv ikki verða hildin, og b) krøv til møguligar sáttmálatreytir um veiting av trygd.
|
Nakrar ásetingar kunnu ikki ásetast í kunngerð, heldur ikki um lógarheimild er fyri hesum. Tær eru t.d. ásetingar um skatt og avgjøld.
Sí nr. 3.5.1 um skatt og avgjøld.
1.4.3.1. Kunngerð gerast “í samráð við” annan landsstýrismann, myndugleika, ráð o.tíl.
Ásetir heimildarlógin, at ein kunngerð skal gerast í samráð við, eftir ummæli frá ella sambært avtalu o.tíl. við ein annan myndugleika, felagsskap o.tíl., skal tað skrivast inn í inngangin, at samráð hevur verið, ummæli er fingið ella avtala er gjørd. Hetta er bert galdandi, tá ið heimildarlógin ásetir tað og ikki í øðrum førum. Hetta er tað, sum vit kalla skyldubundið ummæli, obligatorisk høring.
Dømi:
Løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki
§ 71 d. Landsstýrismaðurin kann, í samráð við avvarðandi landsstýrismann við málsræði fyri løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, áseta reglur um loyvisbrøv ella onnur próvskjøl um vernd av sjófólki eftir løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, og um at heingja upp próvskjøl og loyvisbrøv o.a. umborð á skipinum.
---------------------------------------------------------------
Kunngerð um uppslag av upplýsingum um rættindi hjá sjófólkum og skipsførarum sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini
Við heimild í §§ 68 og 71 d í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, sum broytt við § 1 í løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 133 frá 20. desember 2016, og í samráð við landsstýrismannin í samferðslumálum, verður ásett:
|
1.4.4. Ásetingar, sum krevja beinleiðis lógarheimild
Ávísar ásetingar verða mettar at vera so tyngjandi fyri borgaran, vinnulív o.o., at tær krevja beinleiðis heimild í løgtingslóg.
Tað er ikki gjørligt at nevna allar hesar ásetingar, men í øllum førum hesar eiga at hava beinleiðis lógarheimild:
1) Revsing, bæði fongsul og sekt. 2) Um at krevja brúkaragjald, nýtslugjald, skrásetingargjald o.tíl. 3) Um at krevja upplýsingar frá borgara, vinnulívi o.ø. 4) Um tvingað talgilt samskifti. 5) Um at skera av kærumyndugleikan. 6) Um at áseta kærufreist. 7) Um at leggja kærumyndugleikan til kærunevnd. 8) Um at krevja revsiváttan. 9) Um at krevja skráseting. 10) Um at gera tvingsilsinntriv. 11) Um at taka aftur loyvi.
|
1.4.5. Ásetingar, sum ikki krevja beinleiðis lógarheimild
Ásetingar av meiri praktiskum slagi nýtast ikki at vera nevndar beinleiðis í lógarheimidini, fyri at kunna ásetast í kunngerð.
Tað er ikki gjørligt til fulnar at nevna allar hesar ásetingar, men vanliga verður mett, at hesar ásetingar ikki krevja beinleiðis lógarheimild:
1) Ásetingar um hvussu málsviðgerðin skal fara fram. 2) Ásetingar um hvønn myndugleika borgari, vinnulív o.o. skulu venda sær til. 3) Sjálvboðið elektroniskt samskifti. 4) Endurtøka av óskrivaðum rættarreglum, t.d. at avgerðir hjá stovni kunnu kærast til landsstýrismannin. 5) Um at endurgeva lógartekst, sí nr. 1.4.8 at endurgeva lógartekst í kunngerð.
|
1.4.6. Ásetingar, sum ikki kunnu ásetast í kunngerð
Ávísar ásetingar skulu standa í lóg og kunnu ikki ásetast í kunngerð. Her verður serliga hugsað um skattir og avgjøld. Sambært § 41, stk. 1 í stýrisskipanarlógini kunnu skattir og avgjøld bert áleggjast, broytast ella avtakast við løgtingslóg.
Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
§ 41. Eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg. Stk. 2. Beinleiðis ella óbeinleiðis skattur kann ikki verða álagdur fyri inntøkur, innflutning, útflutning, sølu, gjald ella tílíkt, sum er farið fram í tíðini, áðrenn løgtingslógaruppskot um hetta varð lagt fyri løgtingið. Stk. 3. Áðrenn løgtingsfíggjarlóg ella bráðfeingis fíggjarlóg er samtykt á løgtingi, er ikki loyvt at krevja inn teir skattir, ið nevndir eru í stk. 1.
|
Hetta merkir, at hóast tað skuldi verið so, at lógarheimild er fyri at áleggja, broyta ella avtaka skatt ella avgjald í kunngerð, so hevði henda lógarheimild verið í stríð við stýrisskipan Føroya og harvið ikki verið gildug.
1.4.7. At vísa til heimildarlóg
Tá ið kunngerð vísir til áseting, sum stendur í heimildarlógini, verður heimildarlógin einans nevnd “løgtingslógin”. Heitið á løgtingslógini verður ikki skrivað.
Kunngerð um vápn o.a. § 2. Skotvápn fevnd av løgtingslógini skulu goymast: 1) í vápnaskápi, sum er læst, 2) í rúmi, sum er læst, ella 3) við vápnalási, sum er læst. Stk. 2. Lóður fevnt av løgtingslógini skal goymast: 1) í vápnaskápi, sum er læst, ella 2) í rúmi, sum er læst.
|
Hevur kunngerðin fleiri heimildarlógir, verður heitið á tí viðkomandi heimildarlógini skrivað í staðin fyri bert heimildarlógin.
1.4.8. At endurgeva lógartekst í kunngerð
Meginreglan er, at tað er óneyðugt at endurgeva lógartekst í kunngerðum. Men um tað bøtir um gjøgnumskygni um, hvat er galdandi, og um tað beinleiðis kann vera misvísandi ikki at vísa til lógarásetingarnar, so ber til at víkja frá hesi meginreglu.
Um lógartekstur verður endurgivin í kunngerð, skal hann endurgevast orðarætt og við tílvísing til lógarásetingina.
Dømi:
Kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017
§ 20, stk. 3. Sambært § 45, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka inn fiskiloyvið, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í hesi kunngerð, um fiskifarið hevur fiskað meira enn tí er loyvt sambært fiskiloyvinum ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir, ásettar í fiskiloyvinum sambært § 4 í hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
§ 20, stk. 4. Sambært § 45, stk. 2, 2. pkt. í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur fiskiloyvið, um brot verður staðfest á § 11, stk. 2. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 3 vikur hvørja ferð.
|
1.4.9. Skjøl og fylgiskjøl til kunngerð
Uppskot til kunngerð hava ikki viðmerkingar, og tí verður skjal til kunngerð sett inn aftan á undirskriftina hjá landstýrismanninum, soleiðis at raðfylgjan er hendan:
1) Kunngerðaruppskot, 2) undirskrift hjá landsstýrismanni, og 3) skjal.
|
Uppskot til kunngerð hava vanliga ikki fylgiskjøl.
Sí nærri nr. 1.1.8. Skjal, ið er partur av løgtingslóg ella kunngerð.
****************************************************************************
1.5. Uppseting av kunngerðaruppskoti
Øll kunngerðaruppskot skulu vera sett upp tøkniliga sum ásett í hesum rundskrivi. Krøvini eru ásett niðanfyri.
1.5.1. Skabelónir til kunngerðaruppskot
Kunngerðaruppskot verða skrivað í Word-skabelónina, ið lógartænastan hevur gjørt til endamálið. Skabelónin inniheldur øll tøknilig krøv, sum hetta rundskriv ásetur.
Skabelónin er at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
1.5.2. Word, skrift, skriftstødd, talvir, myndir og slóðir
Kunngerðauppskotið verður skrivað í Word. Skriftin skal vera Times New Roman, skriftstøddin skal vera 12, og reglugloppið skal vera 1,0. Teksturin skal vera vinstrasettur, og orðbýti skal ikki verða nýtt. Typografifunktiónin og tabulatorfunktiónin í Word skal ikki nýtast heldur. Er neyðugt at brúka talvir og myndir, eiga tær ikki at verða settar inn í sjálvan kunngerðartekstin, men eiga at verða settar í eitt skjal. Slóðir til heimasíður og teldupostadressu skulu hvørki vera virknar ella undirstrikaðar. Tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, kann lógartænastan loyva ella krevja undantøk frá ásetingunum í nr. 1.5.1. og 1.5.2.
Ovast á uppskotinum verður tilskilað:
Lógartænastan
Dagfesting: Mál nr.: Málsviðgjørt: Eftirkannað:
|
Dagfesting: Dagurin, uppskotið verður sent ávikavist til ummælis, til lógartænastuna og til politiskan landsstýrisfund.
Mál nr.: Journal nr., ið stjórnarráðið ella stovnurin hevur givið uppskotinum.
Málsviðgjørt: Forbókstavirnir hjá tí embætisfólki, ið hevur viðgjørt málið.
Eftirkannað: Lógartænastan dagfestir, nær eftirkanningin av uppskotinum er send stjórnarráðnum.
1.5.3. Heitið á kunngerðaruppskoti
Heitið á kunngerðini verður miðsett og skrivað við feitum stavum:
Uppskot til*
Kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar
|
* “Uppskot til” verður tilskilað, tá ið uppskotið verður sent lógartænastuni at eftirkanna. Tá ið uppskotið er liðugt eftirkannað, og kunngerðin verður send lógartænastuni at kunngera, verður “Uppskot til” strikað.
1.5.4. Stytt heiti á kunngerðaruppskoti
Fær kunngerðin tilskilað eitt stytt heiti, verður tað sett í klombur og skrivað við feitum stavum á linjuna undir vanliga heitinum.
Stytt heiti verða bara givin í undantaksføri. Talan skal vera um kunngerð, sum er so mikið alment kend, at eingin ivi er hjá nøkrum, hvørja kunngerð sipað verður til, tá ið tað stytta heitið verður brúkt. Stytt heiti, sum kunnu nýtast innan fleiri fakøki, t.d. próvtøkukunngerðin, váttanarkunngerðin o.tíl., eiga ikki at nýtast.
Uppskot til
Kunngerð um grannskoðaraváttanir o.tíl. (Grannskoðaraváttanarkunngerðin)
|
1.5.5. Inngangur og uppseting í greinir og stykkir
Uppskotið er tveyteigað, og greinir eru vinstrasettar á fyrstu linju við feitum stavum. ”Stk.” verður skrivað við skákskrift.
Í innganginum verður víst til tær lógarásetingar, ið heimila kunngerðina. Fulla heitið á løgtingslógini skal skrivast í innganginum. Hevur løgtingslógin eitt stytt heiti, verður hetta eisini tilskilað. Eisini verða skrivaðar tær broytingar, ið eru gjørdar í sjálvari lógarheimildini, ella tá ið heimildin er sett inn í lógina seinni. Orðingin “sum broytt við ...” í innganginum til kunngerðir vísir einans til broytingar í heimildarásetingini og ikki til allar aðrar broytingar, sum eru gjørdar í lógini.
Við heimild í § 15, stk. 4 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 22. mai 2015, verður ásett:
§ 1. Grannskoðari er alment álitisumboð, tá ið grannskoðarin váttar við vissu, og hetta er krav sambært lóggávuni ...
|
§ 2. Ein roknskapur er í hesi kunngerð at skilja sum: 1) ein ársfrásøgn, ein ársroknskapur, samtaksroknskapur, ein tíðarskeiðsfrásøgn, ein tíðarskeiðsroknskapur og ein tíðarskeiðssamtaksroknskapur sambært anord ning om ikrafttræden for Færøerne av ársroknskaparlógini, umframt, 2) ein annar samsvarandi roknskapur, ið ikki er fevndur av nr. 1, ...
|
1.5.6. Uppseting í bøkur, partar, kapitlar og yvirskriftir yvir greinum
Kunngerðir kunnu verða býttar sundur í 4 ymiskar partar: bøkur, partar, kapitlar og yvirskriftir yvir greinum. Bøkur og partar verða nærum ongantíð brúkt í kunngerðum, men kapitlar og yvirskriftir yvir greinum verða ofta brúkt.
Bøkur verða nevndar: Fyrsta bók, Onnur bók, Triðja bók ...
Partar verða nevndir: Partur I, Partur II, Partur III, Partur IV ...
Kapitlar verða nevndir: Kapittul 1, Kapittul 2, Kapittul 3 ...
Hevur kunngerðin 15–20 greinir ella fleiri, er tað ofta hóskandi at býta kunngerðina sundur í kapitlar. Eru færri enn 15–20 greinir, verður tað mælt til at nýta yvirskriftir yvir greinum. Yvirskriftir yvir greinum kunnu fevna um eina ella fleiri greinir.
Er uppskotið býtt sundur í bøkur, partar og kapitlar, skulu teir vera talmerktir og hava heiti. Verður yvirskrift nýtt, verður hon skrivað við skákskrift og miðsett á sjálvstøðuga reglu oman fyri §-tekstin:
Kapittul 2 Givnar váttanir
Grannskoðanarátekning á grannskoðaðar roknskapir
§ 3. Grannskoðanarátekning á ein roknskap er grannskoðarans váttan um grannskoðanina...
|
1.5.7. Uppseting í nummar, litra og smá rómartøl
Skal ein grein nágreinast meiri enn í stykki, so kunnu nummar, litra og smá rómartøl verða nýtt.
Raðfylgjan skal altíð vera nummar, litra og smá rómartøl. Fyri at kunna varðveita yvirlitið eigur ikki at verða nágreinað ov langt niður í nummar, litra og smá rómartøl. Heldur eigur nýggj grein at verða gjørd. Smá rómartøl skulu einans nýtast sum undantak.
Um nummur hava fleiri litra og møguliga eisini smá rómartøl, verða tey sett upp á henda hátt:
1) Bólkur AM, koda 175 – lítið prutl: a) Fyri persónar yngri enn 18 ár: kr. 150. b) Fyri persónar 18 ár og eldri: i) Fyrsta roynd: kr. 550. ii) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð. iii) Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð. iv) ... 2) Bólkur PM, koda 180, stórt prutl ...
|
Tá ið uppreksingin endar, skal antin nýggj grein ella stykki setast inn. Reglubrot við framhaldandi teksti, sum ikki er settur upp í nýggja grein ella stykki, eigur ikki at koma fyri.
Tað ber ikki til at brúka punkttekn, strikur o.tíl.
1.5.8. Serligt um uppreksingar
Ein uppreksing av treytum o.tíl. kann ofta gera ein lógartekst lættari at skilja. Tá ið uppreksingar verða gjørdar sum víst omanfyri í nr. 1.5.7. uppseting í nummar, litra og smá rómartøl, eru tveir møguleikar. Uppreksingin kann verða gjørd við, at fleiri setningar verða settir saman í eina uppreksing, ella við at ein setningur verður býttur sundur í eina uppreksing.
Sí nærri nr. 1.3.8., 1.3.8.1. og 1.3.8.2. um uppreksingar.
1.5.9. Undirskriftir og frumrit at kunngera
Aftan á seinastu ásetingina verður navnið á avvarðandi stjórnarráði ella stovni og dagfesting miðsett. Navnið á landsstýrismanninum ella stovnsleiðara verður miðsett og skrivað við feitum. Navnið á embætisfólki verður høgrasett. T.e. vanliga aðalstjórin ella deildarleiðarin.
Mentamálaráðið, 27. mars 2014
Navn á landsstýrismanni landsstýrismaður / Navn á embætisfólki (Starvsheitið á embætisfólki skal ikki tilskilast)
|
Tá ið kunngerðin verður send lógartænastuni at kunngera, skal eitt eintak verða stemplað FRUMRIT. Saman við frumritinum skal eisini sendast eitt nákvæmt teldutøkt eintak. Sí annars “Rundskriv um kunngering av løgtingslógum og kunngerðum o.tíl.” um mannagongdir, tá ið kunngerðir skulu undirskrivast.
1.5.10. Heitið landsstýrismaður
Sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya er tað bara eitt formligt heiti, og tað er landsstýrismaður.
Sí nærri nr. 1.3.10. um heitið landsstýrismaður.
Partur II
Broytingar í løgtingslógum og kunngerðum
2.1. Broytingar í løgtingslógum
2.1.1. Um broytingar í løgtingslógum
Ein spurningur, ið ofta tekur seg upp, tá ið ein løgtingslóg skal broytast, er, um broytingin skal gerast sum ein lógarbroyting, ella um ein nýggj løgtingslóg skal gerast.
Snýr tað seg um avgerandi broytingar í lóggávuni, eitt nú at broyta rættarstøðuna á fleiri ella á týdningarmiklum økjum, er høvuðsreglan, at tað verður gjørt við nýggjari løgtingslóg.
Broytingar í fleiri ymiskum løgtingslógum eiga ikki at verða gjørdar í sama lógaruppskoti. Tað kann tó verða gjørt, um tað í samband við eitt lógaruppskot er neyðugt at gera fylgibroyting í fleiri øðrum lógum. Eisini kann tað verða gjørt, um sama broyting skal gerast í fleiri lógum. Sí nr. 2.1.4. um savningarlógaruppskot.
Broytingar í broytingarlógum eiga ikki at verða gjørdar. Í staðin verður gjørd ein broytingarlóg til upprunalógina, sum vísir til hinar broytingarnar, ið gjørdar eru í lógini. Sí tó nr. 2.1.2. Um broytingar í broytingarlógum.
Einstøku broytingarnar fáa nummar í somu raðfylgju, sum tær koma fyri í upprunalógini, t.d. um heitið skal broytast, verður tað sett sum broyting nr. 1.
Tá ið broytingarlógin verður gjørd, er tað av stórum týdningi, at nýggi teksturin, ið skal setast inn, broytast ella strikast úr lógini, verður settur í “gásareygu”. Tá ið lógirnar verða samanskrivaðar, er tað bara tann teksturin og teknsetingin, ið standa í gásareygum, ið verða sett inn, broytt ella strikað úr upprunalógini.
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Kanning av vanlukkum á sjónum)
|
2.1.2. Um broytingar í broytingarløgtingslógum
Broytingar eiga ikki at verða gjørdar í eini broytingarlóg. Men í ávísum førum verður neyðugt at gera broytingarnar í sjálvari broytingarlógini.
Skilt verður í millum broytingarlógir sum eru komnar í gildi, og broytingarlógir sum eru kunngjørdar, men ikki eru komnar í gildi.
Frágreiðandi heiti á broytingarlógini, ið verður broytt, verður ikki sett inn eftir heitið. Men broytingarlógin, ið broytir broytingarlógina, fær sítt egna frágreiðandi heiti, sum stutt, greitt og til fulnar lýsir, hvat broytingin snýr seg um, t.d. (Leinging av skiftisreglu) ella (Útseting av gildiskomu).
2.1.2.1. Broyting í broytingarløgtingslóg sum er í gildi
Skal broyting gerast antin í gildiskomuni ella í skiftisregluni í eini broytingarlóg, má broytingin gerast í broytingarlógini.
Sí dømi í løgtingslóg nr. 164 frá 24. desember 2015 um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Leinging av skiftisreglu)
|
2.1.2.2. Broyting í broytingarløgtingslóg, sum er kunngjørd, men ikki er komin í gildi
Tað kann vera neyðugt at broyta ella strika ásetingar í einari broytingarlóg, sum er kunngjørd men ikki er komin í gildi, tá ið nýggja lógarbroytingin verður løgd fram í Løgtinginum.
Her verður skilt í millum tvær støður. Onnur støðan er, at ávísar ásetingar í broytingarlógini verða strikaðar, so at tær galdandi ásetingarnar í høvuðslógini ikki verða broyttar kortini.
Hin støðan er, at ávísar ásetingar í broytingarlógini verða strikaðar, men at tær galdandi ásetingarnar í høvuðslógini framvegis skulu broytast. Í fyrru støðuni verður bert strikað í broytingarlógini. Í seinnu støðuni skal strikast í broytingarlógini, umframt at nýggjar broytingar skulu gerast í høvuðslógini.
Í seinnu støðuni verður broytingin gjørd sum ein savningarlóg, sí nr. 2.1.4 um savningarlógaruppskot. Í § 1 verður broyting gjørd í høvuðslógini, og í § 2 verður striking gjørd í broytingarlógini. Sí dømi í løgtingslóg nr. 166 frá 24. desember 2015 um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin).
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Broyting av reglum um gjald, kostískoyti og merkivørur o.a.)
|
Tá ið broyting verður gjørd í eini broytingarlóg, sum er kunngjørd, men ikki er komin í gildi, skal gildiskoman í lógaruppskotinum vera sama dag sum tann kunngjørda broytingarlógin. Tað ber nevniliga ikki til broyta í lóg, sum ikki er í gildi. Tí mugu broytingarnar koma í gildi sama dag sum bæði de facto og de jure er “samstundis”.
2.1.3. Um at endurnýta tómar greinir
Er hol í nummarraðnum av greinum, tí ein grein áður er strikað, og tað er har, sum ætlanin er at seta inn nýggja grein, so kann tann nýggja greinin fáa hetta nummarið. Er t.d. § 7 fyrr strikað, og tað nú skal setast inn ein nýggj grein aftan á § 6, verður tann nýggja greinin § 7.
Tá ið tóm grein verður endurnýtt, verður hetta tøkniliga gjørt soleiðis, at nýggj grein verður sett inn, har holið er.
Hendan mannagongd má einans verða brúkt í teimum førum, har tað ikki er vandi fyri misskiljingum, t.d. tí tað í hesi ella aðrari lóggávu er víst til ta strikaðu greinina, sum ikki er avleiðingabroytt, ella t.d. um nummarið á greinini vanliga verður brúkt í fakmáli sum heiti fyri ávíst slag av avgerðum (t.d. eitt § x-loyvi ella § 9 veiting). Vanliga eigur at vera nakað fráliðið, áðrenn ein strikað grein verður endurnýtt.
Leiðbeinandi kann sigast, at tað skulu ganga umleið 10 ár, áðrenn nummar á grein verður endurnýtt.
2.1.4. Savningarlógaruppskot
Broytingar í fleiri ymiskum løgtingslógum eiga ikki at verða gjørdar í sama lógaruppskoti.
Tá ið broytingar skulu gerast í fleiri ymiskum lógum samstundis, er høvuðsreglan, at tað eigur at verða gjørt í einstøkum broytingarlógum og ikki samlað í einari broytingarlóg. Tað kann tó verða gjørt, um tað í sambandi við eitt lógaruppskot er neyðugt at gera fylgibroyting í fleiri øðrum lógum. Skal sama broyting gerast í fleiri lógum, t.d. broyting av myndugleikaheiti, kann tað verða gjørt í einum broytingarlógaruppskoti.
Tað sama er galdandi, um broytingin hevur sama innihaldsliga grundarlag. Tá má verða mett um, hvussu víðfevnd broytingin verður, um hon skal gerast í einari lóg heldur enn í fleiri. Tað hevur stóran týdning, at tann samlaða broytingin ikki ávirkar gjøgnumskygnið og ger lógaruppskotið ógreitt.
Er stjórnarráðið í iva, um savningarlóg kann nýtast, kann stjórnarráðið umrøða spurningin við lógartænastuna.
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., løgtingslóg um sjúkrahúsverkið og løgtingslóg um dagpening | |
§ 1
Í løgtingslóg nr. ... frá ... um almannapensjónir o.a., sum broytt við ..., verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, stk. 5 verður strikað.
2. Í § 7, stk. 3 verður “viðbót” broytt til: “avlamisviðbót”.
§ 2
Í løgtingslóg nr. ... frá ... um sjúkrahúsverkið, verður í § 5 “kr. 100” broytt til: “kr. 200”.
|
§ 3
Í løgtingslóg nr. ... frá ... um dagpening, sum broytt við ..., verður í § 55 “kr. 10.000” broytt til: “kr. 5.000” og “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”.
§ 4
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. |
2.1.4.1. Fylgibroytingar í aðrari lóggávu
Skulu fáar tøkniligar broytingar gerast í aðrari lóggávu sum fylgi av, at nýggj høvuðslóg verður sett í gildi, kann hetta gerast í høvuðslógini. Tað kann t.d. vera at rætta tilvísingar í aðrari lóggávu. Fylgibroytingin verður sett sum seinasta grein í høvuðslógini, t.e. aftan á gildiskomuna og møguligar skiftisreglur. Sí nr. 1.1.1. Skipan av innihaldinum.
Dømi: Løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt (Upphavsrættarlógin).
Broyting í revsilógini
§ 87. Í Revsilógini, sbrt. lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939 om straffeloven, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 6. mai 2013, verður í § 299 b, nr. 1 “§ 62, stk. 2” broytt til: “§ 74, stk. 2” og “§ 64, stk. 2” broytt til: “§ 76, stk. 2”.
|
2.1.5. At kanna galdandi lóggávu
Tá ið løgtingslógir og kunngerðir verða broyttar, eigur øll løgtingslógin ella kunngerðin at verða kannað fyri at vita, um aðrar dagføringar eisini eiga at gerast í lóggávuni. Her verður hugsað um broytingar av meiri tøkniligum slagi.
2.1.5.1. At rætta tilvísingar, myndugleikaheiti, inngang í kunngerð o.tíl.
Hugt eigur at verða eftir, um nakrar broytingar eru gjørdar, ið gera, at ásetingar í løgtingslógini ella kunngerðini ikki longur eru rættar. Tað kann t.d. vera ein tilvísing til aðrar løgtingslógir ella kunngerðir, ið seinni hava broytt heiti, og tí verður víst til skeivt heiti. Ella kann innihald í grein vera flutt, t.d. at § 4, stk. 4 er flutt til § 4, stk. 3.
Eisini kunnu stovnar hava skift navn, t.d. Toll- og Skattstova Føroya til TAKS, Vaktar- og Bjargingartænastan til Fiskiveiðieftirlitið, Bileftirlit Føroya til Akstovan o.s.fr.
Tá uppgávur verða fluttar til annan myndugleika t.d. í samband við yvirtøku av málsøki ella samband við rationaliseringar, má eisini verða hugt eftir, um hetta ávirkar verandi myndugleikaskipan t.d. viðvíkjandi kærumyndugleika.
2.1.5.2. At rætta hefti til revsing
Hefti sum revsing varð strikað við einari broyting í revsilógini, sum fekk gildi 1. januar 2010. Frá hesum degi er tað ikki longur møguligt at døma heftirevsing, sjálvt um ein revsiáseting í aðrari lóggávu framvegis heimilar hesum. Í staðin fyri hefti kann tá verða dømt fongsul upp til 4 mánaðir.
Í serlóggávu sum framvegis heimilar hefti sum revsing, eigur hefti at verða broytt til fongsul upp til 4 mánaðir.
Tað eigur at verða rættað, tá ið løgtingslóg ella kunngerð verður broytt.
2.1.6. Javntekstur
Sum fylgiskjal 1 til lógaruppskotið eigur eitt tveyteigað yvirlit við javnteksti at verða lagt hjá.
Javntekstur er eitt tveyteigað yvirlit, har fyrri teigurin vísir á galdandi orðingar av teimum greinum, ið ætlanin er at gera broytingar í, og seinni teigurin vísir á broyttu orðingarnar.
Javntekstur verður skrivaður í Word-skabelónina, ið lógartænastan hevur gjørt til endamálið.
Sí dømi um javntekst í skjali 2.
2.1.7. Tá ið broytt verður í donskum teksti
Tá ið broytingar skulu gerast í einum galdandi donskum teksti, skulu broytingarnar orðast á føroyskum. Einstøk føroysk orð skulu ikki setast inn í danska tekstin. Heldur eigur í minsta lagi alt stykkið ella øll greinin, ið skal broytast, at verða orðað av nýggjum.
2.1.8. At seta úr gildi danskan tvítekst
Áðrenn galdandi stýrisskipanarlóg kom í gildi tann 29. juli 1995, var ásett, at løgtingslógir skuldu orðast á føroyskum og donskum. Eldri løgtingslógir hava tí tvítekst, men løgtingslógir, ið eru gjørdar aftan á 29. juli 1995, hava ikki danskan tvítekst.
Í teimum førum, har løgtingslóg hevur danskan tvítekst kunngjørdan í Kunngerðablaðnum, verður mælt til, at stjórnarráðini stíla fyri, at tann danski teksturin verður settur úr gildi.
Tað kann verða gjørt samstundis, sum onnur lógarbroyting verður gjørd. Tá ið danski teksturin skal verða strikaður, verður tað gjørt sum sjálvstøðug lógarbroyting við orðingini:
1. Danski tvíteksturin í lógini verður strikaður.
|
Sum dømi um hetta kann vísast til § 1, nr. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 18. mai 2015 um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
2.1.9. Broyting, innseting og striking
Tá ið greinir, stykki, punktum, orð o.a. skulu broytast, kann tað verða gjørt á tríggjar hættir:
1) Galdandi ásetingar kunnu broytast.
2) Nýggjar ásetingar kunnu setast inn.
3) Galdandi ásetingar kunnu strikast.
Mælt verður til ikki at broyta meiri enn neyðugt í lógartekstinum. Skal bara eitt einstakt punktum broytast, er óneyðugt at broyta alla greinina. Hetta ger, at einstaka broytingin verður so gjøgnumskygd sum gjørligt.
Verður størri broyting gjørd í grein ella fleiri samanhangandi greinum, verður tó mælt til at gera hesar broytingar sum eina broyting, t.v.s. sum eina nýggja orðing av allari greinini ella øllum greinunum. Sí nr. 2.6. Greinir, stykki, punktum, lið, orð, nummar, litra og smá rómartøl.
****************************************************************************
2.2. Uppseting av broytingarlógum
Øll broytingarlógaruppskot skulu vera sett upp tøkniliga sum ásett í hesum rundskrivi. Krøvini eru ásett niðanfyri.
Ásetingarnar í nr. 1.3.2., 1.3.9. og 1.3.10. um uppseting av løgtingslógaruppskoti eru eisini galdandi fyri broytingarlógir:
Nr. 1.3.2. Word, skrift, skriftstødd, talvir, myndir og slóðir.
Nr. 1.3.9. Undirskriftir.
Nr. 1.3.10. Heitið landsstýrismaður.
2.2.1. Skabelónir til broytingarlógaruppskot
Broytingarlógaruppskot verða skrivað í Word-skabelónina, ið lógartænastan hevur gjørt til endamálið. Skabelónin inniheldur øll tøknilig krøv, sum hetta rundskriv ásetur.
Skabelónin er at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
2.2.2. Heiti á broytingarlógum
Heitið á lógaruppskoti verður orðað soleiðis:
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ...
Orðingin verður eisini brúkt, tá ið skotin verða upp fleiri broytingar í lógini.
Nummar og dagfesting á løgtingslógini, ið skal broytast, verða ikki skrivað í heitið.
2.2.3. Frágreiðandi heiti
Mælt verður til at geva uppskotinum eitt frágreiðandi heiti, sum stutt, greitt og til fulnar lýsir, hvat broytingin snýr seg um, t.d. (Full skattskylda fyri útlendingar). Heitið skal ikki vera innihaldsleyst sum t.d. (Rættingar), (Broytingar), (Tillagingar) o.tíl.
Ansast skal eftir, at heitið ikki er misvísandi. Tað kann vera misvísandi, um fleiri týðandi broytingar eru í lógini, men í frágreiðandi heitinum verður bara tann eina broytingin nevnd og síðani o.a.
Tað ger einki, um heitið gerst eitt sindur langt, tá ið tað er neyðugt, men tað skal sjálvsagt ikki vera óneyðuga langt. Tað týdningarmiklasta er, at frágreiðandi heitið lýsir broytingarnar í lógini. At tann, sum lesur heitið, fær eina veruliga fatan av, hvørjar broytingar verða gjørdar.
Er talan um eina høvuðsbroyting og t.d. fleiri minni týðandi broytingar og tillagingar, ber til einans at nevna høvuðsbroytingina + o.a.
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Afturbering av meirvirðisgjaldi fyri elakfør og vetnisakfør)
Einans broytingarlógir og broytingarkunngerðir fáa frágreiðandi heiti.
2.2.4. Stytt og frágreiðandi heiti samansett
Verður broytt í løgtingslóg, ið er kunngjørd við einum styttum heiti, og uppskotið fær eitt frágreiðandi heiti, verður tað sett upp soleiðis:
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin)
(Undantaka smærri føroysk handilsskip frá loðsskyldu)
2.2.5. Inngangur í broytingarlógum
Í § 1 verður tilskilað nummar, dagfesting og fulla heitið á løgtingslógini, ið skal broytast. Allar broytingarlógirnar, ið áður hava broytt upprunalógina, verða eisini nevndar í tíðarrøð, t.v.s. tær elstu fyrst.
Høvuðsreglan er, at allar broytingarnar, ið áður eru gjørdar í løgtingslógini, skulu nevnast í innganginum.
Hevur løgtingslógin eitt stytt heiti, verður tað skrivað í innganginum.
Í løgtingslóg nr. ... frá ... um ... (stytt heiti) verða gjørdar hesar broytingar:
|
2.2.5.1. Er løgtingslógin ikki broytt áður
Í løgtingslóg nr. ... frá ... um ... verða gjørdar hesar broytingar:
|
2.2.5.2. Er løgtingslógin broytt eina ferð áður
Í løgtingslóg nr. ... frá ... um ..., sum broytt við løgtingslóg nr. ... frá ..., verða gjørdar hesar broytingar:
|
2.2.5.3. Er løgtingslógin broytt fleiri ferðir áður
Í løgtingslóg nr. ... frá ... um ..., sum broytt við løgtingslóg nr. ... frá ..., løgtingslóg nr. ... frá ..., løgtingslóg nr. ... frá ... og løgtingslóg nr. ... frá ..., verða gjørdar hesar broytingar:
|
2.2.5.4. Er løgtingslógin broytt 10 ferðir ella fleiri áður
Tá ið løgtingslógin er broytt 10 ferðir ella fleiri, og er vandi fyri, at gjøgnumskygnið dettur burtur, verða allar broytingarnar settar inn í inngangin. Sum undantak kann inngangurin til løgtingslóg tá orðast soleiðis:
Í løgtingslóg nr. ... frá ... um ..., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. ... frá ..., verða gjørdar hesar broytingar:
|
2.2.5.5. Er løgtingslógin broytt 10 ferðir ella fleiri áður og evnið eisini broytt áður
Er løgtingslógin broytt 10 ferðir ella fleiri áður, og viðvíkur broytingin einari broyting, ið áður er gjørd, verður víst til tey føri, har tað evnið varð broytt, og til seinastu lógarbroytingina:
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 20. desember 2012, og seinast broytt við løgtingslóg nr. 153 frá 23. desember 2015, verður gjørd henda broyting:
|
2.2.5.6. Orðingin “við seinni broytingum”
Orðingin “við seinni broytingum” eigur ikki at verða brúkt. Orsøkin er, at um tað bara stendur “við seinni broytingum”, er trupult at síggja, hvørjar broytingar eru gjørdar í lógini.
2.2.5.7. Inngangur, har broyting er gjørd í savningarlóg
Er ein broyting í løgtingslógini gjørd í einari savningarlóg, eigur tann greinin, har broytingin er gjørd í savningarlógini, at verða nevnd.
Sum dømi kann nevnast inngangurin til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing:
Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 1. mai 1973, løgtingslóg nr. 37 frá 29. mai 1985, løgtingslóg nr. 39 frá 5. mai 1987, løgtingslóg nr. 59 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 164 frá 22. desember 2005, § 3 í løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006 og § 1 í løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
|
2.2.6. Uppseting í greinir og stykki
Uppskotið er tveyteigað, og greinir verða miðsettar á sjálvstøðuga linju oman fyri tekstin við feitum stavum. Broytingarnar verða settar í nummarrað við feitum tølum í § 1 og gildiskoman í § 2. Møguligar skiftisreglur verða settar í sjálvstøðug stykki í § 2 ella í § 3:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 95 frá 17. desember 1996 um ..., sum broytt við løgtingslóg nr. 26 frá 3. mai 1999, løgtingslóg nr. 35 frá 17. mars 2002, løgtingslóg nr. 74 frá 10. november 2005 og løgtingslóg nr. 51 frá 17. august 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 5 verður strikað.
2. Í § 7, stk. 2 verður “kr. 1.000” broytt til: “kr. 5.000”.
3. § 8, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta ...”
|
§ 2 *
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mars 2013.
§ 3
Tey, ið byrja útbúgvingina áðrenn 1. august 2012, eru umfatað av ...
|
Nummarrøðfunkaní Word verður nýtt til at talmerkja broytingarnar.
2.2.6.1. Tá ið bert einstøk broyting verður gjørd
Verður bara ein einstøk broyting gjørd, er ikki neyðugt at talmerkja broytingina. Í staðin verður uppskotið orðað soleiðis:
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi (Økt játtan)
| |
§ 1
Í løgtingslóg nr. 76 frá 7. juni 2011 um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi, sum broytt við løgtingslóg nr. 136 frá 16. desember 2015, verður í § 1, stk. 2 “215 mió. kr.” broytt til: “286 mió. kr.”
|
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. |
ella soleiðis, um meira enn orð verða broytt, t.d. nýtt stk. sett inn:
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um embæti og størv í fólkakirkjuni (Atknýttur hjálparprestur ikki skyldu til kirkjuráðsarbeiði)
| |
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 2013 um embæti og størv í fólkakirkjuni verður í § 16 sum stk. 5 sett: “Stk. 5. Prestur eftir hesi grein fær ikki rættindi og skyldur sum kirkjuráðslimur, men kann taka lut á kirkjuráðsfundi uttan atkvøðurætt.”
|
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. |
2.2.7. Broyting av heiti
Heitið á einari løgtingslóg kann verða broytt, um upprunaliga heitið ikki longur lýsir innihaldið í løgtingslógini. Tað kann t.d. vera tí, at í heitinum á løgtingslógini er navnið á almennum stovni, sum síðan hevur broytt navn, ella tí at heitið á løgtingslógini av øðrum orsøkum ikki longur verður hildið at vera nøktandi. T.d. hevur “løgtingslóg um jarðhitaskipanir” broytt heiti til “løgtingslóg um el-riknar hitapumpuskipanir”.
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg um el-riknar hitapumpuskipanir”
|
2.2.8. Innseting av styttum heiti
Stytt heiti á einari løgtingslóg kann bara verða brúkt í heitinum, innganginum og sum tilvísing í øðrum løgtingslógum, um løgtingslógin er kunngjørd við styttum heiti. Hevur løgtingslógin ikki eitt stytt heiti, ber til at geva løgtingslógini eitt stytt heiti við einari broytingarløgtingslóg. Hetta kann vera gjørt í teimum førum, tá ið løgtingslógin í fólkamunni vanliga verður nevnd við einum styttum heiti, uttan at tað stytta heitið er alment kunngjørt. T.d. Skattalógin, Revsilógin, Ferðslulógin o.tíl.
Stytt heiti verða bara givin í undantaksføri. Talan skal vera um lóggávu, sum er so mikið alment kend, at tað ikki er nakar ivi hjá nøkrum, hvørja lóg sipað verður til, tá ið tað stytta heitið verður brúkt. Stytt heiti, sum kunnu nýtast á fleiri fakøkjum, t.d. próvtøkulógin, váttanarlógin o.tíl., eiga ikki at nýtast.
Sum dømi kann nevnast, at lóg um almenna forsorg vanliga varð nevnd forsorgarlógin, hóast tað ikki var eitt kunngjørt heiti. Somuleiðis varð í aðrari lóggávu víst til forsorgarlógina. Tá ið so er, eigur løgtingslógin at verða broytt, soleiðis at stytta heitið verður sett inn í løgtingslógina og soleiðis kunngjørt.
1. Sum stytt heiti á løgtingslógini verður sett:
“(Forsorgarlógin)”
|
2.2.9. Broyting av styttum heiti
Hevur løgtingslógin eitt stytt heiti, sum skal broytast, verður tað gjørt soleiðis:
1. Stytta heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“(Revsilógin)”
|
2.2.10. Striking av styttum heiti
Hevur løgtingslógin eitt stytt heiti, sum skal strikast, verður tað gjørt soleiðis:
1. Stytta heitið á løgtingslógini verður strikað.
|
2.2.11. Tá ið heimildaráseting verður broytt
Verður broyting gjørd í einari grein, ið er ein heimildaráseting, er tað neyðugt at eftirkanna, um givnar eru út kunngerðir við heimild í greinini.
Stendur heimildin t.d. í § 4, stk. 4, og § 4 verður umorðað, so at heimildin eftir hetta stendur í § 4, stk. 3, so eigur inngangurin í kunngerð, givin við heimild í greinini, at verða broyttur samsvarandi, fyri at inngangurin í kunngerðini eisini framyvir vísir til røttu heimildarásetingina.
Sí eisini nr. 2.4.11. Broyting av inngangi í kunngerð.
****************************************************************************
2.3. Broytingar í kunngerðum
Ásetingarnar eru eisini galdandi fyri broytingarkunngerðir:
Nr. 2.1.1. Um broytingar í løgtingslógum.
Nr. 2.1.2. Um broytingar í broytingarløgtingslógum.
Nr. 2.1.2.1. Broyting í broytingarløgtingslóg, sum er í gildi.
Nr. 2.1.2.2. Broyting í broytingarløgtingslóg, sum er kunngjørd, men ikki er komin í gildi.
Nr. 2.1.3. Um at endurnýta tómar greinir.
Nr. 2.1.4. Savningarlógaruppskot.
Nr. 2.1.4.1. Fylgibroytingar í aðrari lóggávu.
Nr. 2.1.5. At eftirhyggja galdandi lóggávu.
Nr. 2.1.5.1. At rætta tilvísingar, myndugleikaheiti, inngang í kunngerð o.tíl.
Nr. 2.1.5.2. At rætta hefti til revsing.
Nr. 2.1.7. Tá ið broytt verður í donskum teksti.
Nr. 2.1.9. Broyting, innseting og striking.
2.3.1. Um broytingar í kunngerðum
Broyting í kunngerð verður í høvuðsheitum sett upp eins og broyting í løgtingslóg.
Kunngerðir eiga ikki at verða broyttar ov ofta. Er ein kunngerð broytt fleiri ferðir, eigur heldur ein nýggj kunngerð at verða gjørd. Tá ið talan er um grundleggjandi ella rúgvismiklar broytingar, ið skulu gerast, eigur nýggj kunngerð at verða gjørd.
Broytingar eiga ikki at verða gjørdar í fleiri ymiskum kunngerðum í somu broytingarkunngerð.
Broyting í broytingarkunngerðum eigur ikki at verða gjørd.
2.3.2. Inngangurin í broytingarkunngerðum
Broytingarkunngerðir hava ikki inngang eins og vanligar kunngerðir, har lógarheimildin verður tilskilað. Hinvegin verður í inngangingum til § 1 víst til nr., dagfesting og heiti á upprunaligu kunngerðini og allar broytingarkunngerðirnar, ið áður hava broytt upprunakunngerðina, verða eisini nevndar.
Uppskot til
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð (Hækkan av gjaldi fyri sjúkrahúsviðgerð) | |
§ 1
Í kunngerð nr. 41 frá 27. apríl 2009 um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, sum broytt við kunngerð nr. 76 frá 3. juni 2014 og kunngerð nr. 15 frá 17. mars 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 5, stk. 4 og 5 og § 6, stk. 3 og 4 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið verður ásett:”
2. ...
|
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
|
****************************************************************************
2.4. Uppseting av broytingarkunngerðum
Allar broytingarkunngerðir skulu verða settar upp tøkniliga sum ásett í hesum rundskrivi. Krøvini eru ásett niðanfyri.
Ásetingarnar í nr. 1.5.2., 1.5.9. og 1.5.10. um uppseting av kunngerðaruppskoti eru eisini galdandi fyri broytingarkunngerðir:
Nr. 1.5.2. Word, skrift, skriftstødd, talvir, myndir og slóðir.
Nr. 1.5.9. Undirskriftir og frumrit at kunngera.
Nr. 1.5.10. Heitið landsstýrismaður.
2.4.1. Skabelónir til broytingarkunngerðaruppskot
Broytingarkunngerðaruppskot verða skrivað í Word-skabelónina, ið lógartænastan hevur gjørt til endamálið. Skabelónin inniheldur øll tøknilig krøv, sum hetta rundskriv ásetur.
Skabelónin er at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
2.4.2. Heiti á broytingarkunngerðum
Heitið á uppskotinum verður orðað soleiðis:
Uppskot til
Kunngerð um broyting í kunngerð um ...
Nummar og dagfesting á kunngerðini, ið skal broytast, verður ikki skrivað í heitið.
2.4.3. Frágreiðandi heiti
Mælt verður til at geva uppskotinum eitt frágreiðandi heiti, sum stutt, greitt og til fulnar lýsir, hvat broytingin snýr seg um, t.d. (Full skattskylda fyri útlendingar). Heitið skal ikki vera innihaldsleyst sum t.d. (Rættingar), (Broytingar), (Tillagingar) o.tíl.
Ansast skal eftir, at heitið ikki er misvísandi. Tað kann vera misvísandi, um fleiri týðandi broytingar eru í kunngerðini, men í frágreiðandi heitinum verður bara tann eina broytingin nevnd og síðani o.a.
Tað ger einki, um heitið gerst eitt sindur langt, tá ið tað er neyðugt, men tað skal sjálvsagt ikki vera óneyðuga langt. Tað týdningarmiklasta er, at frágreiðandi heitið lýsir broytingarnar í kunngerðini. At tann, sum lesur heitið, fær eina veruliga fatan av, hvørjar broytingar verða gjørdar.
Er talan um eina høvuðsbroyting og t.d. fleiri minni týðandi broytingar og tillagingar, ber til einans at nevna høvuðsbroytingina + o.a.
Uppskot til
Kunngerð um broyting í kunngerð um fíggjarligt frípláss
(Hækking av inntøkumarki)
Einans broytingarlógir og broytingarkunngerðir fáa frágreiðandi heiti.
2.4.4. Stytt og frágreiðandi heiti samansett
Verður broytt í kunngerð, ið er kunngjørd víð einum styttum heiti, og uppskotið fær eitt frágreiðandi heiti, verður tað sett upp soleiðis:
Uppskot til
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin)
(Krøv um bústað og sjón)
2.4.5. Inngangur í broytingarkunngerðum
Í § 1 verður tilskilað nummar, dagfesting og fulla heitið á kunngerðini, ið skal broytast. Allar broytingarkunngerðirnar, ið áður hava broytt upprunakunngerðina, verða eisini nevndar í tíðarrøð, t.v.s. tær elstu fyrst.
Høvuðsreglan er, at allar broytingarnar, ið áður eru gjørdar í kunngerðini, skulu nevnast í innganginum.
Hevur kunngerðin eitt stytt heiti, verður tað skrivað í innganginum.
Í kunngerð nr. ... frá ... um ... (stytt heiti) verða gjørdar hesar broytingar:
|
2.4.5.1. Er kunngerðin ikki broytt áður
Í kunngerð nr. ... frá ... um ... verða gjørdar hesar broytingar:
|
2.4.5.2. Er kunngerðin broytt eina ferð áður
Í kunngerð nr. ... frá ... um ..., sum broytt við kunngerð nr. ... frá ..., verða gjørdar hesar broytingar:
|
2.4.5.3. Er kunngerðin broytt fleiri ferðir áður
Í kunngerð nr. ... frá ... um ..., sum broytt við kunngerð nr. ... frá ..., kunngerð nr. ... frá ..., kunngerð nr. ... frá ... og kunngerð nr. ... frá ..., verða gjørdar hesar broytingar:
|
2.4.5.4. Er kunngerðin broytt 10 ferðir ella fleiri áður
Sum undantak kann inngangurin til kunngerð, sum er broytt 10 ferðir ella fleiri, orðast soleiðis:
Í kunngerð nr. ... frá ... um ..., sum seinast broytt við kunngerð nr. ... frá ..., verða gjørdar hesar broytingar:
|
2.4.5.5. Er kunngerðin broytt 10 ferðir ella fleiri áður og evnið eisini broytt áður
Er kunngerðin broytt 10 ferðir ella fleiri áður, og viðvíkur broytingin einari broyting, ið áður er gjørd, verður víst til tey føri, har tað evnið varð broytt, og til seinastu kunngerðarbroytingina:
Í kunngerð nr. ... frá ... um ..., sum m.a. broytt við kunngerð nr. ... frá ..., og seinast broytt við kunngerð nr. ... frá ..., verða gjørdar hesar broytingar:
|
2.4.5.6. Orðingin “við seinni broytingum”
Orðingin “við seinni broytingum” eigur ikki at verða brúkt. Orsøkin er, at um tað bara stendur “við seinni broytingum” er tað trupult at síggja, hvørjar broytingar eru gjørdar í kunngerðini.
2.4.6. Uppseting í greinir og stykki
Uppskotið er tveyteigað, og greinir verða miðsettar á sjálvstøðuga linju oman fyri tekstin við feitum stavum. Broytingarnar verða settar í nummarrað við feitum tølum í § 1 og gildiskoman í § 2. Møguligar skiftisreglur verða settar í sjálvstøðugt stykki í § 2 ella í § 3:
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 4. mars 2014 um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2014, sum broytt við kunngerð nr. 15 frá 27. mars 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Fyri fiskifør undir føroyskum flaggi verður fyri 2014 ásett ein heildarkvota á 211.449 tons av svartkjafti.”
2. Í § 6 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Tá ið fiskað verður í norskum sjógvi, skal fiskifarið halda seg til tær reglur, sum galda fyri fiskiskap eftir svartkjafti fyri skip undir føroyskum flaggi í norskum sjógvi.”
|
§ 2 *
Henda kunngerð kemur í gildi 1. mars 2015.
§ 3
Skip, ið eru farin undir fiskiskap áðrenn 1. august 2014, eru umfatað av ...
|
Nummarrøðfunkan í Word skal verða nýtt til at talmerkja broytingarnar.
2.4.6.1. Tá ið bert einstøk broyting verður gjørd
Verður bara ein einstøk broyting gjørd, er ikki neyðugt at talmerkja broytingina. Í staðin verður uppskotið orðað soleiðis:
Uppskot til
Kunngerð um broyting í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017 (Broytt kvota sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska) | |
§ 1
Í kunngerð nr. 137 frá 22. desember 2016 um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017, sum broytt við kunngerð nr. 15 frá 24. februar 2017, verður í § 2, stk. 1 “184.330 tons” broytt til: “255.807 tons”.
|
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. |
ella soleiðis, um meira enn orð verða broytt, t.d. nýggjur inngangur ella nýtt stk. verður sett inn:
Uppskot til
Kunngerð um broyting í kunngerð um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi (Broyttur inngangur) | |
§ 1
Í kunngerð nr. 150 frá 6. desember 2011 um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi, verður inngangurin orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015, verður ásett:”
|
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. |
2.4.7. Broyting av heiti
Heitið á einari kunngerð kann sum frá líður vísa seg ikki longur at lýsa innihaldið í kunngerðini ella vera vorðið óhóskandi. Eitt dømi er kunngerð nr. 101 frá 15. oktober 2012 um fyriskipanir í sambandi við jarðhitaskipan. Har varð innihaldið í kunngerðini víðkað, og í tí sambandi varð mett, at heitið eisini átti at broytast, so at tað neyvari lýsti innihaldið í broyttu kunngerðini.
1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis:
“Kunngerð um skipanir til upphiting við hitapumpum”
|
2.4.8. Innseting av styttum heiti
Stytt heiti á einari kunngerð kann bara verða brúkt í t.d. broytingarkunngerðum og aðrari lóggávu, um kunngerðin er kunngjørd við styttum heiti. Er tað ikki gjørt av fyrstan tíð, ber til at geva kunngerðini stytt heiti við einari broytingarkunngerð.
Stytt heiti verða bara givin í undantaksføri. Talan skal vera um kunngerð, sum er so mikið alment kend, at tað ikki er nakar ivi hjá nøkrum, hvørja kunngerð sipað verður til, tá ið tað stytta heitið verður brúkt. Stytt heiti, sum kunnu nýtast á fleiri fakøkjum, t.d. próvtøkukunngerðin, váttanarkunngerðin o.tíl., eiga ikki at nýtast.
1. Sum stytt heiti á kunngerðini verður sett:
“(Koyrikortkunngerðin)”
|
2.4.9. Broyting av styttum heiti
Hevur kunngerðin eitt stytt heiti, sum skal broytast, verður tað gjørt soleiðis:
1. Stytta heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis:
“(Grindakunngerðin)”
|
2.4.10. Striking av styttum heiti
Hevur kunngerðin eitt stytt heiti, sum skal strikast, verður tað gjørt soleiðis:
1. Stytta heitið á kunngerðini verður strikað.
|
2.4.11. Broyting av inngangi í kunngerð
Skal inngangurin í høvuðskunngerðini broytast, verður tað gjørt soleiðis:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 17, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002 ...”
|
Sí eisini nr. 2.2.11. Tá ið heimildaráseting verður broytt.
****************************************************************************
2.5. Bøkur, partar, kapitlar og yvirskriftir yvir greinum
Niðanfyristandandi er galdandi fyri bæði løgtingslógir og kunngerðir.
2.5.1. Bøkur, partar, kapitlar og yvirskriftir yvir greinum
Broytingar í bókum, pørtum, kapitlum og yvirskriftum yvir greinum verða gjørdar á sama hátt í løgtingslógum og kunngerðum.
Skulu stórar broytingar gerast í einum kapitli, verður mælt til at orða broytingina sum eina einstaka broyting, t.e. sum eina nýggja orðing av øllum kapitlinum.
2.5.1.1. Broyting av heiti á bókum, pørtum og kapitlum
Broytingarnar av heiti á bókum, pørtum og kapitlum verða gjørdar á sama hátt.
Heiti á kapitli verður broytt soleiðis:
1. Heitið á kapitli 3 verður orðað soleiðis:
“Rakstur av hitapumpuskipanum og burturtøka av jarðhitaskipanum”
|
2.5.1.2. Innseting av bókum, pørtum og kapitlum
Raðfylgjan av bókum, pørtum og kapitlum skal ikki broytast. Skal ein nýggjur kapittul setast millum tveir kapitlar, fær nýggi kapittulin ein bókstav eftir kapittulnummarið, t.d. Kapittul 2 a, Kapittul 2 b, Kapittul 2 c o.s.fr.
Skal ein nýggjur kapittul setast inn verður tilskilað, hvar nýggi kapittulin skal setast inn. Niðanfyri er eitt dømi, har nýggjur kapittul verður settur inn aftan á § 46, sum er síðsta grein í kapitli 3.
Tá ið kapittul verður settur inn millum aðrar kapitlar:
1. Aftan á § 46 verður sum kapittul 3 a sett:
“Kapittul 3 a Koyrikort til bólk AM
Koyrikort til bólk AM, lítið prutl, til persónar, sum hava fylt 18 ár
§ 46 a. Koyrikort til bólk AM,lítið prutl, kann verða útgivið til persónar, sum hava fylt 18 ár, og sum hava staðið eina ástøðisroynd. Stk. 2. Ástøðisroyndin kann í fyrsta lagi verða hildin tann dagin, ið umsøkjarin fyllir 18 ár. ...
Koyrikort til bólk AM,lítið prutl, til persónar undir 18 ára aldur
§ 46 b. Koyrikort til bólk AM, lítið prutl, kann verða útgivið til persónar, sum hava fylt 15 ár, men enn ikki hava fylt 18 ár, sum hava fingið frálæru í ferðslureglum og koyring við lítlum prutli sbr. § 46 c, og hava staðið eina ástøðisroynd og eina verkliga koyriroynd í hesum sambandi, sbr. § 46 e.
§ 46 c. Frálæran í ferðslureglum og koyrivenjing, prutlfrálæran, verður givin av einum koyrilærara, ið er góðkendur til bólk A. Prutlfrálæran er sambært leiðreglum frá Rådet for Sikker Trafik, sbr. skjal 11. ...”
|
Tá ið kapittul verður settur inn sum seinasti kapittul:
2. Aftan á § 66 verður sum kapittul 6 sett:
“Kapittul 6 Tollvirðið
§ 66 a. Tollurin verður roknaður av gjaldskylduga virðinum. Stk. 2. Gjaldskylduga virðið verður ásett eftir reglum, ið eru fyrisettar av landsstýrinum ...”
|
2.5.1.3. Striking av bókum, pørtum og kapitlum
Tá ið heil bók, partur ella kapittul við øllum heitum, yvirskriftum yvir greinum og øllum innihaldi skal strikast, verður gjørt soleiðis:
1. Kapittul 3 verður strikaður.
|
2.5.1.4. Striking av nummari og heiti hjá bókum, pørtum og kapitlum
Skal bara nummar og heiti hjá bók, parti ella kapitli strikast, uttan at innihaldið í teimum eisini verður strikað, verður gjørt soleiðis:
2. Kapittulnummar “Kapittul 6” og kapittulheitið “Tollvirðið” verður strikað.
|
2.5.2. Yvirskriftir yvir greinum
Yvirskrift yvir greinum kann nýtast sum yvirskrift yvir einari einstakari grein ella sum yvirskrift yvir fleiri samanhangandi greinum. Verður innihaldið í eini grein, sum hevur yvirskrift, broytt, skal støða takast til, um eisini yvirskriftin eigur at broytast.
2.5.2.1. Broyting av yvirskriftum yvir greinum
1. Yvirskriftin yvir § 81 verður orðað soleiðis:
“Fráboðan um ábrek”
|
2.5.2.2. Innseting av yvirskriftum yvir greinum
1. Sum yvirskrift yvir § 46 c verður sett:
“Serligar reglur fyri fólk við avlamni”
|
2.5.2.3. Striking av yvirskriftum yvir greinum
1. Yvirskriftin yvir § 3 verður strikað.
|
****************************************************************************
2.6. Greinir, stykki, punktum, lið, orð, nummar, litra og smá rómartøl
Niðanfyristandandi er galdandi fyri bæði løgtingslógir og kunngerðir.
Mælt verður til ikki at broyta meiri enn neyðugt í lógartekstinum. Verður bara eitt einstakt punktum broytt, so eigur bara hetta punktum at verða broytt, ikki øll greinin. Hetta ger, at einstaka broytingin verður so gjøgnumskygd sum gjørligt.
Verður størri broyting gjørd í grein, ella fleiri samanhangandi greinum, verður tó mælt til at gera hesar broytingar sum eina broyting, t.v.s. sum eina nýggja orðing av allari greinini ella øllum greinunum. Sí nr. 2.1.1. um broytingar í løgtingslógum.
Skulu fleiri broytingar gerast í einari grein, verða broytingarnar gjørdar sum sjálvstøðugar broytingar, uttan so at tær viðvíkja tí sama ella eru framhald av teirri fyrru broytingini.
Einstøku broytingarnar verða settar í somu raðfylgju sum tær greinir, ið skulu broytast. Ein broyting í § 2 verður sett framman fyri t.d. broyting í § 4 o.s.fr.
2.6.1. Greinir
2.6.1.1. Broyting av greinum
Heilar greinir verða broyttar soleiðis:
1. § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Løgmaður fær eina samsýning, sum er 130% av 40. lønarflokki í tænastumannalógini. Landsstýrismenn fáa eina samsýning, sum er 110% av 40. lønarflokki í tænastumannalógini. Løgmaður fylgir í starvsviðurskiftum o.ø. somu reglum sum landsstýrismenn, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Hevur løgmaður fastan bústað uttan fyri høvuðsstaðarøkið, kann hann flyta til høvuðsstaðin í ein bústað, sum landið rindar. Løgmaður kann játta landsstýrismonnum endurgjald fyri útreiðslur til bústað í høvuðsstaðnum, um viðkomandi í starvstíðini hevur fastan bústað, har tað ikki er landfast, ella serlig viðurskifti gera seg galdandi. Stk. 3. Fyri hvønn landsstýrismann verður í mesta lagi endurgoldið, móti kvittan, upp til 10.000 kr. pr. mánað fyri húsaleigu, el og hita ...”
|
Hevur greinin bara eitt stykki, verður hon broytt soleiðis:
1. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Grunnurin kann veita lán til menning av vinnumøguleikum í føroyskum landbúnaði.”
|
Hevur greinin fleiri stykki, og bara stk. 1 skal broytast, verður tað gjørt sum í hesum døminum:
1. § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Viðbót til ávísar pensjónistar verður veitt frá mánaðinum eftir, at rætturin til veitingina er staðfestur.”
|
Hevur greinin t.d. 3 stykki, og stk. 1 og 2 skulu broytast, verður hetta gjørt sum í hesum døminum:
1. § 15, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis: “Løgtingsmenn verða valdir fyri 4 ár í senn. Stk. 2. Valbæri hevur hvør tann sum ...”
|
§ 15 verður ikki skrivað í broytingartekstin, tí tað kann skiljast sum nýggj orðing av allari § 15.
2.6.1.2. Innseting av greinum
Raðfylgjan av greinum verður ikki broytt. Verður ein grein sett inn í eina samanhangandi røð av greinum í einari løgtingslóg, t.d. aftan á § 4, verður greinin nevnd § 4 a, § 4 b, § 4 c o.s.fr.
Tá ið grein verður sett inn millum aðrar greinir:
1. Aftan á § 4 verður sett:
“§ 4 a. Av kvotuni, sambært § 2, verður rætturin at veiða 53.000 tons av norðhavssild seldur á uppboði eftir ásetingunum í § 1 í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017. Fiskiskapurin eftir hesi kvotu kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.
§ 4 b. Av kvotuni, sambært § 2, verða 6.000 tons sett av til vinnuligar sildaroyndir og verkætlanir á føroysku landleiðunum, sambært § 5 a. Kvotan verður latin skipum sum felagskvota.
§ 4 c. Av kvotuni, sambært § 2, verða 1.000 tons sett av til at nýta sum hjáveiða í fiskiskapi hjá føroyskum skipum eftir uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi.”
|
Tá ið grein verður sett inn seinast í einum kapitli:
1. Aftan á § 57 verður í kapittul 4 sett:
“Útgáva av koyrikorti í sambandi við frádøming av rættinum at koyra lítið prutl
§ 57 a. Er rætturin at koyra lítið prutl frádømdur, verður hetta ritað á koyrikortið við eini talkotu, sbr. skjal 8, III. parti. Stk. 2. Handhavi, sum hevur eitt koyrikort við talkotu, sum upplýsir at rætturin at koyra lítið prutl er frádømdur, kann tá frádømutíðin er liðin, søkja um at fáa koyrikortið umbýtt við eitt koyrikort uttan talkotu um frádøming.”
|
Støða skal eisini takast til, har tað er viðkomandi, um nýggja greinin skal standa áðrenn ella aftan á eina yvirskrift yvir greinum.
Tá ið grein verður sett inn áðrenn yvirskrift yvir greinum:
1. Aftan á § 1, men áðrenn yvirskriftina yvir § 2, verður sett:
“§ 1 a. Føroyska heildarkvotan av svartkjafti í 2017 er 476.901 tons. Stk. 2. Umframt kvotuna í stk. 1 er kvota frá 2016, sum ikki er fiskað í 2016, og sum kann flytast til 2017.”
|
Tá ið grein verður sett inn aftan á yvirskrift yvir greinum:
1. Aftan á § 2, og aftan á yvirskriftina yvir § 3, verður sett:
“§ 2 a. Av kvotuni, sambært § 2, verða 53.097 tons sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska. Fiskiskapurin kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi, ES sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum. Fiskiskapurin í ES sjógvi er avmarkaður til í mesta lagi 6.000 tons.”
|
2.6.1.3. Striking av greinum
Tá ið greinir verða strikaðar, kemur viðkomandi grein at standa tóm. Hinar greinirnar flyta ikki raðfylgju.
1. § 4 verður strikað.
2. §§ 4–8 verða strikaðar.
3. § 4 og § 5, stk. 5 (red: sum er seinasta stykki í § 5) verða strikaðar.
4. §§ 4, 6 og 8 verða strikaðar.
5. §§ 4–8 og 10 verða strikaðar.
|
2.6.1.4. Endurnýtsla av strikaðum greinum
Sí nr. 2.1.3. um at endurnýta tómar greinir.
2.6.2. Stykki
2.6.2.1. Broyting av stykkjum
Tá ið stk. 1 verður broytt, verður tað gjørt soleiðis:
1. § 6, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Tryggingargjaldið til sjálvbodnu tryggingina sambært § 21 í dagpeningalógini fyri tíðarskeiðið 1. juni 2016 til 31. mai 2017 er 7.024,00 kr.”
|
Tá ið onnur stykki enn stk. 1 verða broytt, verður tað gjørt soleiðis:
1. § 11, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Harumframt tekur Høvuðsbarnaverndarnevndin avgerð í málum viðvíkjandi rætti til ókeypis umboðan, sbr. § 57, stk. 3, í øllum málum viðvíkjandi umsorganaryvirtøku og samverurætti, sbr. §§ 19, 22, 23 og 24, í málum um familjuviðgerð og dagstovnatilboð á stovnum hjá landinum, sbr. § 15 a, fyriskipan eftir § 15 b, stk. 3 og í málum um privata samdøgursrøkt, sbr. § 63 a, stk. 1.”
|
Verða fleiri stykki broytt samstundis, verður tað gjørt soleiðis:
1. § 13, stk. 2 og 3 verða orðað soleiðis: “Stk. 2. Somu frásagnarskyldu hevur verjin, tá ið rættarligi myndugleikin verður frátikin eftir verjumálslógini § 6. Stk. 3. Tá ið ómyndugur fær eigindóm sum arv, ella viðkomandi á annan hátt ognast fastan eigindóm, skal verjin tinglýsa ómyndugleikan. Fyri ómynding av aldri skal føðingardagur hansara upplýsast.”
|
2.6.2.2. Innseting av stykkjum
Tá ið stykki verða sett inn, kunnu tey setast inn fremst, t.v.s. áðrenn verandi stk. 1, sum so verður stk. 2, ímillum verandi stykki ella aftast. Eisini kann eitt ella fleiri stykki gerast um til nýggj stykki. Tá verða fyrst tey viðkomandi stykkini strikað, og síðani verða nýggju stykkini sett inn.
Stykki flyta sum høvuðsreglu raðfylgju. Hetta skal verða nevnt í broytingini. Verður ikki nevnt í broytingini, at stykkið flytur raðfylgju, flytur stykkið ikki raðfylgju. Tá verður hol í raðfylgjuni. Sí nr. 2.6.2.3. um striking av stykkjum.
Tað skal greitt ganga fram, um nýggja stykkið kemur í staðin fyri ella aftur at galdandi teksti. Tað er t.d. tvískilt at skriva: “Í § 2 verður sum nýtt stk. 3 sett: ...” um tað frammanundan er eitt stk. 3, sum framvegis skal vera í gildi.
Hevur greinin fleiri stykki, og nýggja stykkið verður sett inn ímillum verandi stykki, verður fyrst skrivað “aftan á” tað stykkið, har innsetast skal, og síðani verður orðingin “sum nýtt stk. sett:” brúkt.
Stykki verður sett inn áðrenn verandi stk. 1:
1. Í § 19 verður áðrenn stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Ein grannskoðari kann verða settur frá av tí, sum hevur valt grannskoðaran. Ein grannskoðari kann einans verða settur frá, innan starvstíðin er úti, um grundgivin viðurskifti geva orsøk til tað.” Stk. 1 verður eftir hetta stk. 2.
|
Stykki kemur inn millum tvey verandi stykki:
1. Í § 17 verður aftan á stk. 3 sum nýtt stk. sett: “Stk. 4. Treytin í stk. 3 um, at barnið skal vera uppihildið í heiminum, er ikki galdandi fyri børn, sum eru í fyriskipan hjá tí almenna eftir § 27, í sambandi við viðgerð á sjúkrahúsi. Stuðulin er treytaður av, at tað er ein avleiðing av sjúkuni ella brekinum, at mamman ella pápin er hjá barninum á sjúkrahúsinum.” Stk. 4 verður eftir hetta stk. 5.
|
Fleiri stykki koma inn millum tvey verandi stykki:
2. Í § 1 verður aftan á stk. 2 sum nýggj stk. sett: “Stk. 3. Far, ið er skrásett á lista hjá økisbundnum fiskiveiðifelagsskapi sum far, ið hevur framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella sum hevur stuðlað slíkum fiskiskapi, kann ikki fiska av rættindum, ið eru keypt á uppboði. Stk. 4. Keypari, sambært stk. 2, nr. 3, og keypari og fiskifar, sambært stk. 2, nr. 4, skulu lúka treytir og krøv um eigaraviðurskifti, sambært § 7 í løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap. ...” Stk. 3–7 verða eftir hetta stk. 5–9.
|
Minnist til, at punktum her skal setast innanfyri gásareyguni.
Tá ið stykki verður sett inn sum seinasta stykki, verður nummarið á stykkinum nevnt. Innsetingin verður gjørd soleiðis:
1. Í § 37 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri akfør, nevnd í § 42 a.”
|
Verða fleiri samanhangandi nýggj stykki sett inn seinast í eini grein, verður innsetingin gjørd soleiðis:
1. Í § 13 verða sum stk. 2 og 3 sett: “Stk. 2. Landsstýrið ásetur í kunngerð, nær §§ 3, 4, 4 a, 4 b og 5 og § 8, stk. 2 fara úr gildi. Greinarnar hava tó framvegis gildi fyri landsstýrismenn, sum sita, ella hava sitið áðrenn úrgildissetanardagin og hjúnafelaga ella børn teirra. Eftirlønaraldurin hjá landsstýrismanninum hækkar tó ikki eftir nevnda dag. Stk. 3. Tænastumaður hjá føroyskum myndugleika, sum fer í farloyvi fyri at gerast landsstýrismaður, fær ikki eftirlønargjald sbrt. § 1, stk. 7, men tíðin sum landsstýrismaður telur við í tænastualdri hansara sum tænastumaður.”
|
Skulu tvey ella fleiri stykki gerast um til eitt stykki, verður tað gjørt soleiðis:
1. § 18, stk. 1 og 2 verða strikað, og í staðin verður sett: “Fiskiskapur skal steðga beinanvegin, tá ið kvota er uppfiskað, sbr. tó stk. 2, hámark er rokkið, ella fiskidagar hjá fiskifari ella bólki eru nýttir. Fiskiloyvi ella partar av hesum flla burtur av sær sjálvum, tá ið kvota er uppfiskað, hámark er rokkið, ella fiskidagar eru nýttir.” Stk. 3 verður eftir hetta stk. 2.
|
Verður eitt stykki strikað, og fleiri stykki skulu setast í staðin, verður tað gjørt soleiðis:
1. § 17, stk. 2 verður strikað, og í staðin verður sett: “Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru eisini galdandi, um annað felag ella persónur útinnir nakrar av uppgávunum ella skyldunum vegna reiðaran ella skiparan. Stk. 3. Er eitt samsvarsskjal útskrivað sambært koduni um tryggan skiparakstur, ISM, ella eitt loyvisbræv sambært ILO-sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki, MLC, til eitt annað felag ella persón, hevur stk. 1 samsvarandi gildi fyri viðkomandi. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tær ásetingar, ið eru nevndar í stk. 1–3, herímillum áseta serlig samskiftiskrøv og málkrøv.”
|
Verða fleiri stykki strikað, og fleiri stykki skulu setast í staðin, verður tað gjørt soleiðis:
2. § 4, stk. 1 og 2 verða strikað, og í staðin verður sett: “Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um fráboðan og skráseting av teimum lutum og tilfari, sum koma undir §§ 1 og 2. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um goymslu og ræði á teimum í §§ 1 og 2 tilskilaðu lutum og evnum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytir hjá vinnurekandi at handla við lutum og tilfari, sum koma undir §§ 1 og 2, herundir hvussu vinnurekandi skulu skráseta og boða frá sølu av hesum lutum og tilfari. Stk. 4. Í ítróttarhøpi er einki aldursmark at nýta høglbyrsu, tá ið persónar eru undir eftirliti av góðkendum skjótivegleiðara og á ítróttarskjótibreyt. Landsstýrismaðurin ásetir nærri krøv til góðkenning av skjótivegleiðara.” Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 5 og 6.
|
2.6.2.3. Striking av stykkjum
Tað er týdningarmikið at taka støðu til, um eitt stykki skal standa tómt, ella um onnur stykki skulu flyta raðfylgju, tá ið eitt stykki verður strikað. Høvuðsreglan er, at stykki flyta raðfylgju.
Eitt undantak frá høvuðsregluni kann vera, um stykkið er ein heimildaráseting. Um t.d. stk. 4 er heimild fyri einari kunngerð, og stk. 3 verður strikað, so eigur stk. 4 ikki at flyta, og tá kemur stk. 3 at standa tómt.
Verður stk. 4 tá flutt, skal inngangurin í kunngerðini eisini broytast, sí nr. 2.4.11. um broyting í innganginum.
Stykki verður strikað, og onnur stykki flyta pláss samsvarandi:
1. § 10, stk. 3 verður strikað. Stk. 4–9 verða eftir hetta stk. 3–8.
|
Stykki verður strikað, og onnur stykki flyta ikki pláss:
1. § 10, stk. 3 verður strikað.
|
Stykki verður strikað, onnur stykki flyta pláss samsvarandi, og orð verður strikað úr stykki:
1. § 10, stk. 2 verður strikað, og í stk. 3, sum verður stk. 2, verður orðið “øki” strikað.
|
2.6.3. Punktum
Punktum kunnu verða broytt í greinum, í skjølum o.s.fr.
Punktum verða nevnd “pkt.”
2.6.3.1. Broyting av punktumi
Skal eitt punktum umorðast, verður hendan orðingin brúkt:
1. § 15, stk. 2, 3. pkt. verður orðað soleiðis: “Valnevndin sendir skjótast gjørligt øllum valstýrum fráboðan frá hesum.”
|
2.6.3.2. Innseting av punktumi
Verður punktum sett inn millum tvey punktum, verður ikki nevnt, at seinna punktum skiftir pláss í raðfylgjuni. Punktum skifta sjálvvirkandi pláss í raðfylgjuni. Tað er, tí at punktum hava ikki nummar. Sama er galdandi, um fleiri punktum verða sett inn í senn.
Tað skal nágreiniliga verða ásett, hvar punktum skal setast.
Skal eitt nýtt 1. pkt. setast inn framman fyri verandi 1. pkt., verður henda orðingin brúkt:
1. Í § 45, stk. 1 verður áðrenn 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Próvtøkur verða hildnar við endan av hvørjum hálvári.”
|
Minnist til, at punktum her skal setast innan fyri gásareyguni.
Verður nýtt punktum sett inn ímillum verandi punktum ella aftast, verður fyrst skrivað “aftan á” tað punktum, har innsetast skal, og síðani orðingin “verður sum nýtt pkt. sett:”
1. Í § 45, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Undantøk viðvíkjandi próvtøku kunnu verða gjørd.”
2. Í § 45, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt 2. og 3. pkt. sett: “Undantøk viðvíkjandi próvtøku kunnu verða gjørd. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, nær undantøk kunnu gerast.”
|
2.6.3.3. Striking av punktumi
Verður eitt punktum strikað, verða hini punktum flutt sjálvvirkandi, uttan at tað verður nevnt. Tað skal ikki nevnast, at punktum flyta pláss, sum tað verður gjørt, tá ið stykki, nummar, litra ella smá rómartøl flyta pláss.
1. § 10, stk. 2, 4. pkt. verður strikað.
2. § 10, stk. 2, 4. og 5. pkt. verða strikað.
3. § 37, stk. 1, 1. pkt. verður strikað.
|
2.6.4. Lið
Tá ið setningur er sundurskildur við komma, verða hesar sundurskiljingar nevndar lið. Skulu lið broytast, setast inn ella strikast, verður tað gjørt sum broyting, innseting ella striking av orðum, sí nr. 2.6.5 um orð. Eisini kann alt punktum verður orðað av nýggjum, sí nr. 2.6.3.1 um broyting av punktum.
Tað kann tó vísast til lið, har hetta er neyðugt. Sí dømið í kunngerð nr. 8 frá 19. januar 2017 um námsfrøðiliga útbúgving av lærarum á vinnuskúlum og miðnámsskúlum (Námsfrøðikunngerðin).
§ 7. Meðan námsluttakarin tekur undirvísingarvenjingarpartin sambært § 8, stk. 2, 2. pkt., 2. lið, fær hann løn sambært avtalu millum Mentamálaráðið og avvarðandi fakfelag.
|
Dømi har eitt ávíst orð verður broytt í liði:
Í § 1, 2. pkt., § 4, § 9, § 18, stk. 1, § 34, stk. 2, 3. pkt., 2. liður, og § 40, stk. 1 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
|
2.6.5. Orð
Einstøk orð ella nøkur samanhangandi orð kunnu verða broytt í rættarregluni, eitt nú í heitinum, í innganginum, í greinum, í skjølum o.s.fr.
2.6.5.1. Broyting av orðum
Tá ið orð verða broytt, skal eisini verða hugsað um teknseting, t.d. um nýggja orðið skal hava komma frammanfyri ella aftanfyri. Setningurin skal verða fullfíggjaður við teknseting o.s.fr., eftir at broytingin er gjørd.
1. Í § 10, stk. 2 verður “1. januar 2014” broytt til: “1. januar 2015”.
2. Í § 11, stk. 3 verður “í 2014” broytt til: “í 2015 og 2016”.
3. Í § 12, stk. 5 verður “longa” broytt til: “brosma, longa og svartkalvi”.
|
Verður eitt einstakt orð ella hugtak broytt á sama hátt í fleiri greinum, verða broytingarnar savnaðar undir einum nummari við ta greinina, har orðið kemur fyri fyrstu ferð:
1. Í § 60, stk. 1, 1. pkt. og tvær staðni í § 62, stk. 3 verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismaðurin”.
|
Tað ber ikki til at skriva:
1. “Landsstýrið” í øllum bendingum og vendingum skal broytast til: “Landsstýrismaður”. 2. Allastaðni og í øllum bendingum, skal “landsstýrið” broytast til: “landsstýrismaður”.
|
Orsøkin til, at slíkar orðingar ikki eru hepnar, er t.d., at broytta orðið og avleidd orð ofta verða bend ymiskt eftir broytingina. Eisini kemur tað fyri, at orðið onkustaðni skal byrja við stórum bókstavi og aðrastaðni skal byrja við lítlum bókstavi.
2.6.5.2. Innseting av orðum
Tá ið orð verða sett inn, skal eisini verða hugsað um teknseting, t.d. um innsetta orðið ella orðini skulu hava komma frammanfyri ella aftanfyri. Setningurin skal verða fullfíggjaður við teknseting o.s.fr., eftir at broytingin er gjørd.
1. Í § 10, stk. 2 verður aftan á “fóður” sett: “og gras”. 2. Í § 12, stk. 3 verður aftan á “fóður” sett: “, gras og hoyggj”. 3. Í § 14, stk. 4 verður aftan á “fóður” sett: “, gras, hoyggj,”.
|
2.6.5.3. Striking av orðum
Tá ið orð verða strikað, skal eisini verða hugsað um teknseting, t.d. um okkurt komma skal strikast eisini. Setningurin skal vera fullfíggjaður við teknseting o.s.fr., eftir at broytingin er gjørd.
1. Í § 10, stk. 2 verður “1. januar 2014,” strikað.
|
2.6.6. Nummar, litra og smá rómartøl
Lógartøkniliga er tað sama galdandi fyri nummar, litra og smá rómartøl sum fyri stykki.
Verða tey broytt, tí at nýggj nummar, litra ella smá rómartøl verða sett inn ella verða strikað, verður lagt upp fyri hesum í broytingini á hendan hátt: “Nr. 2 og 3 verða eftir hetta nr. 3 og 4.” o.s.fr.
2.6.6.1. Broyting av nummari, litra og smáum rómartølum
1. § 10, stk. 2, nr. 3 verður orðað soleiðis: “3) Skeið í veðrahaldi ...”
2. § 10, stk. 2, nr. 3, litra a verður orðað soleiðis: “a) Skeið í veðrahaldi ...”
3. § 10, stk. 2, nr. 3, litra a, smátt rómartal iii verður orðað soleiðis: “iii) Skeið í veðrahaldi ...”
|
2.6.6.2. Innseting av nummari, litra og smáum rómartølum
Innseting av nummari:
Nummar verður sett fremst:
1. Í § 30, stk. 2 verður áðrenn nr. 1 sum nýtt nr. sett: “1) Skeið í veðrahaldi ...” Nr. 1-3 verða eftir hetta nr. 2–4.
Nummar kemur inn ímillum tvey nummar:
2. Í § 31, stk. 2 verður aftan á nr. 2 sum nýtt nr. sett: “3) Luttaka kann einhvør, ið ...” Nr. 3 og 4 verða eftir hetta nr. 4 og 5.
Nummar verður sett afturat (aftast):
1. Í § 30, stk. 2 verður sum nr. 4 sett: “4) Skeið í veðrahaldi ...”
2. Í § 31, stk. 2 verða sum nr. 2, 3 og 4 sett: “2) Skeið í veðrahaldi ... 3) Luttaka kann hvør tann, ið ... 4) Fyri luttøku verður goldið ...”
|
Innseting av litra:
Litra verður sett fremst:
1. Í § 30, stk. 2, nr. 4 verður áðrenn litra a sum nýtt litra sett: “a) Skeið í veðrahaldi ...” Litra a–c verða eftir hetta litra b–d.
Litra kemur inn ímillum tvey litra:
2. Í § 31, stk. 2, nr. 3 verður aftan á litra b sum nýtt litra sett: “c) Skeið í veðrahaldi ...” Litra c og d verða eftir hetta litra d og e.
Litra verður sett afturat (aftast):
1. Í § 30, stk. 2, nr. 4 verður sum litra d sett: “d) Skeið í veðrahaldi ...”
2. Í § 31, stk. 2, nr. 4 verða sum litra b, c og d sett: “b) Skeið í veðrahaldi ... c) Luttaka kann hvør tann, ið ... d) Fyri luttøku verður goldið ...”
|
Innseting av smáum rómartølum:
Smátt rómartal verða sett fremst:
1. Í § 30, stk. 2, nr. 4, litra b verður áðrenn smátt rómartal i sum nýtt smátt rómartal sett: “i) Skeið í veðrahaldi ...” Smá rómartøl i–iii verða eftir hetta smá rómartøl ii–iv.
Smátt rómartal kemur inn ímillum tvey smá rómartøl:
2. Í § 31, stk. 2, nr. 3, litra c verður aftan á smátt rómartal ii sum nýtt smátt rómartal sett: “iii) Fyri luttøku verður goldið ...” Smá rómartøl iii og iv verða eftir hetta smá rómartøl iv og v.
Smátt rómartal verður sett afturat (aftast):
1. Í § 30, stk. 2, nr. 4, litra b verður sum smátt rómartal iii sett: “iii) Skeið í veðrahaldi ...”
2. Í § 31, stk. 2, nr. 4, litra b verða sum smá rómartøl ii, iii, iv og v sett: “ii) Skeið í veðrahaldi ... iii) Luttaka kann hvør tann, ið ... iv) Fyri luttøku verður goldið ... v) ...”
|
2.6.6.3. Striking av nummari, litra og smáum rómartølum
1. § 31, stk. 3, nr. 3 verður strikað. Nr. 4 verður eftir hetta nr. 3.
2. § 31, stk. 3, nr. 3, litra b verður strikað. Litra c verður eftir hetta litra b.
3. § 31, stk. 3, nr. 3, litra b, smátt rómartal iii verður strikað. Smátt rómartal iv verður eftir hetta smátt rómartal iii.
|
****************************************************************************
2.7. Skjøl
Skilt verður ímillum skjøl, ið eru partur av sjálvari løgtingslógini ella kunngerðini, og fylgiskjøl, ið ikki eru partur av løgtingslógini ella kunngerðini. Sí nr. 1.1.8. um skjal, ið er partur av løgtingslóg ella kunngerð.
Skjøl eiga at verða sett upp soleiðis, at til ber at gera rættingar í teimum á ein ivaleysan hátt.
2.7.1. Serligt um talvur
Í skjølum kunnu verða settar talvur, sum innihalda tekst og tøl. Talvur kunnu ikki setast í vanligan lógartekst, men skulu standa í skjølum.
Ein talva er býtt upp í puntar, rað og teigar. Ein puntur er har, sum tekstur ella tøl standa í. Raðið er vatnrætt gjøgnum talvuna, og teigurin er loddrættur gjøgnum talvuna.
Ein talva skal hava eitt nummar og eitt heiti. Nummar og heiti á talvuni verður skrivað omanfyri talvuna. Rimaverkið í talvuni skal síggjast.
2.7.1.1. Frágreiðing um talvu
Talvan niðanfyri hevur 6 rað, 3 teigar og 18 puntar. Eitt rað er víst sum myrkagrátt. Ein teigur er vístur sum ljósagráur, og ein puntur er vístur sum svartur.
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
2.7.1.2. Broyting í talvu
Broytast kann í einum punti ella í einum raði.
2.7.1.2.1. Broyting í punti
Tá ið broyting verður gjørd í einum punti, verður víst til raðið og teigin, har broytingin skal gerast. Tekstraðið telur við í talmerkingini.
Talva 1. Ymsar upphæddir til pensjónistar
Frágreiðing | Galdandi frá | Upphædd |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Fyritíðarpensjónistur – stakur | 1. januar 2017 | 3.500 kr. |
Fyritíðarpensjónistur – giftur | 1. juli 2015 | 2.500 kr. |
Skal upphæddin í gráa puntinum í talvuni broytast, verður hetta gjørt soleiðis:
1. Í skjali 1, talvu 1, ymsar upphæddir til pensjónistar, verður í 5. raði, 3. teigi “3.500 kr.” broytt til: “4.000 kr.”
|
2.7.1.2.2. Broyting av raði
Tá ið heilt rað verður broytt, verður víst til nummarið á raðnum sum skal broytast. Røð flyta pláss sjálvvirkandi eins og punktum. Tekstraðið telur við í talmerkingini.
Talva 1. Ymsar upphæddir til pensjónistar
Frágreiðing | Galdandi frá | Upphædd |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Fyritíðarpensjónistur – stakur | 1. januar 2017 | 3.500 kr. |
Fyritíðarpensjónistur – giftur | 1. juli 2015 | 2.500 kr. |
Skal gráa raðið í talvuni broytast, verður hetta gjørt soleiðis:
1. Í skjali 1, talvu 1, ymsar upphæddir til pensjónistar, verður 6. rað orðað soleiðis: “Fyritíðarpensjónistur – giftur”, “1. mars 2018”, “3.000 kr.”
|
2.7.2. Broyting av heilum skjølum
Tá ið eitt skjal kemur í staðin fyri eitt verandi skjal, verður tað gjørt við orðingini:
1. Skjal 1 í løgtingslóg nr. ... frá ... um ... verður orðað sum ásett í skjali 1.
2. Skjal 1 í kunngerð nr. ... frá ... um ... verður orðað sum ásett í skjali 1.
|
“Skjal 1” í døminum er eitt skjal til eina broytingarlóg ella broytingarkunngerð, har ein broyting er at orða skjal 1 í høvuðslógini ella høvuðskunngerðini av nýggjum.
Dømi um broyting av heilum skjali: Kunngerð nr. 114 frá 24. juli 2017 um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017 (Hækkaðar kvotur, uppboðssøla og vinnuligar royndir).
1. Skjal 1 í kunngerð nr. 146 frá 22. desember 2016 um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017 verður orðað sum ásett í skjali 1.
_____________________________________________________________
Skjal 1
“Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE – Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv, ES sjógv ella NEAFC skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst: ...”
|
2.7.3. Broyting inni í skjølum
Tá ið broytast skal inni í einum skjali, verður tað gjørt við orðingini:
1. Skjal 1 í løgtingslóg nr. ... frá ... um ... verður broytt sum ásett í skjali 1.
2. Skjal 1 í kunngerð nr. ... frá ... um ... verður broytt sum ásett í skjali 1.
|
Broytingarnar skulu vera neyvt orðaðar í broytingarskjalinum, so at eingin ivi er um, júst hvat verður broytt.
Dømi um skjal við einari broyting: Kunngerð nr. 118 frá 28. november 2016 um broyting í kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin) (Klipp fyri medisinskar viðgerðir).
1. Skjal 1 í kunngerð nr. 75 frá 28. juni 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski verður broytt sum ásett í skjali 1.
_____________________________________________________________
Skjal 1
Í skjali 1, Bólking av alibrúkum, 4. reglubrot, 3. pkt. verður “0,25 klipp” broytt til: “0,5 klipp”.
|
Dømi um skjal við fleiri broytingum: Kunngerð nr. 112 frá 16. november 2016 um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2016 (Atgongd til NEAFC skipanarøkið).
1. Skjal 2 í kunngerð nr. 171 frá 28. desember 2015 um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2016 verður broytt sum ásett í skjali 1.
_____________________________________________________________
Skjal 1
1. Í skjali 2, nr. 1, 2. pkt. verður aftan á “sjógv” sett: “ella í NEAFC skipanarøkið”.
2. Í skjali 2, nr. 3, 2. pkt. verður aftan á “sjógvi” sett: “ella úr NEAFC skipanarøkinum”.
|
2.7.4. Broyting av fleiri skjølum savnað í einum skjali
Hevur ein løgtingslóg ella kunngerð nógv skjøl, og smærri broytingar skulu gerast í fleiri skjølum, verður tað gjørt soleiðis:
1. Skjal 2, 4 og 7 í løgtingslóg nr. ... frá ... um ... verða broytt sum ásett í skjali 1.
2. Skjal 1, 2, 5, 7 og 9 í kunngerð nr. ... frá ... um ... verða broytt sum ásett í skjali 1.
|
Dømi um skjal, sum broytir í fleiri skjølum: Kunngerð nr. 60 frá 16. mai 2017 um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikort til lítið prutl og stórt prutl o.a.).
1. Skjal 1, 2, 5, 7 og 9 í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru verða broytt sum ásett í skjali 1.
_____________________________________________________________
Skjal 1
Í skjali 1, Ásetingar um útsjónd og innihald av koyrikorti o.a. verður í stórum rómartali II. Útsjónd og innihald koyrikortsins nr. 2, nr. 9 aftan á “bólkarnir” sett: “AM,”.
Í skjali 2, Minstakrøv viðvíkjandi kropsligum og sálarligum førleika at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, Allýsing, nr. 1, litra a verður aftan á “bólkunum” sett: “AM,”.
Í skjali 5, Reglur fyri akfør, sum skulu nýtast til venjingarakstur og verkliga koyriroynd, stórt rómartal II. Reglur um tilgerð og útgerð, verður aftan á yvirskriftina “II. Reglur um tilgerð og útgerð” sett:
“1) Bólkur AM (stórt prutl): Eitt tvíhjólað prutl, sum hevur ein brennimotor, hvørs slagvolumen ikki fer upp um 50 cm3 og við eini konstruktivt ásettari ferð, sum í mesta lagi er 45 km/t. Prutlið skal hava automatgear og vera útgjørt við leiðvísarablunklyktum, einum føraraspegli í hvørjari síðu og studdbein til síðuna ella mitt fyri. Prutlið skal harafturat verða útgjørt við ferðmátara.” “1) Bólkur A:” verður eftir hetta “1a) Bólkur A:”. ...”
|
2.7.5. Innseting av nýggjum skjølum
Tá ið eitt ella fleiri skjøl skulu setast inn í løgtingslóg ella kunngerð, sum onki skjal hevur, verður tað gjørt við orðingini:
1. Skjal 1 verður sett sum skjal í løgtingslóg nr. ... frá ... um ...
2. Skjølini 1-4, sbr. skjal 1, verða sett sum skjøl í løgtingslóg nr. ... frá ... um ...
|
Tá ið eitt nýtt skjal skal setast inn í løgtingslóg ella kunngerð, sum longu hevur skjøl, verður tað sett aftast í raðfylgjuna av skjølum. Skjalið skal hava nummar. Í løgtingslóg ella kunngerð verður tað gjørt við orðingini:
1. Skjal 1 verður sett sum skjal 3 í løgtingslóg nr. ... frá ... um ...
2. Skjal 2 verður sett sum skjal 11 í kunngerð nr. ... frá ... um ...
|
Dømi um innseting av nýggjum skjali: Kunngerð nr. 60 frá 16. mai 2017 um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikort til lítið prutl og stórt prutl o.a.).
1. Skjal 2 verður sett sum skjal 11 í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru.
_____________________________________________________________
Skjal 2
“Skjal 11
Prutlfrálæran til lítið prutl fyri persónar yngri enn 18 ár
I. Frálæran
Frálæran fer fram eftir leiðreglunum “Knallertuddannelsen for unge under 18 år”, sum Sikker Trafik hevur latið gjørt.
Prutlfrálæran fevnir um ástøðiliga og verkliga frálæru og er ætlað at geva næmingunum vitan, dugnaskap og fatan av vandaviðurskiftum og at gera tey før fyri at koyra á lítlum prutli á ein ferðslutryggan og vandaleysan hátt.
Til allan venjingarakstur skal næmingurin nýta fastspentan fallhjálm ...”
|
“Skjal 2” í døminum er eitt skjal til broytingarkunngerðina, har ein broyting er at seta eitt skjal afturat inn í kunngerðina. Nýggja skjalið verður nr. 11 (“Skjal 11”) í høvuðskunngerðini, sum frammanundan hevur 10 skjøl.
Skal skjalið koma ímillum tvey skjøl, fær nýggja skjalið bókstav eftir seg, t.d. Skjal 2 A, Skjal 2 B, Skjal 2 C o.s.fr.
1. Skjal 1 verður sett sum skjal 3 A í løgtingslóg nr. ... frá ... um ...
2. Skjal 1 verður sett sum skjal 3 A í kunngerð nr. ... frá ... um ... |
|
Í hesum døminum hevur løgtingslógin ella kunngerðin minst 4 skjøl.
2.7.6. Striking av skjølum
Tá ið skjøl verða strikað, flyta hini skjølini ikki raðfylgju.
1. Skjal 1 verður strikað.
2. Skjal 3 A verður strikað.
3. Skjal 1–9 verða strikað.
|
Dømi um, at broyting er gjørd í kunngerð og í skjali í somu broytingarkunngerð, er kunngerð nr. 93 frá 11. september 2012 um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru.
Partur III
Almennar ásetingar
3.1. Gildiskomuásetingar
Gildiskoma ásetur, nær løgtingslógin ella kunngerðin kemur í gildi.
3.1.1. Gildiskoma dagin eftir kunngering
Mest vanligt er at nýta orðingina: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.” Kunngjørt verður vanliga fríggjadagar. Flestu løgtingslógir og kunngerðir koma tí í gildi beint eftir midnátt fríggjakvøld.
Gildiskoma
§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
|
3.1.2. Gildiskoma ávísan dag
Tað eigur at verða umhugsað, um løgtingslógin ella kunngerðin skal koma í gildi dagin eftir kunngering, ella um hon skal koma í gildi ávísan dag. Er innihaldið í løgtingslógini ella kunngerðini av slíkum slag, at talan er um avgerandi broytingar í lóggávuni, eitt nú at broyta rættarstøðuna á fleiri ella á týdningarmiklum økjum, ella at tað er týdningarmikið at síggja, hvør var fevndur av gomlu ásetingunum, og hvør verður fevndur av nýggju ásetingunum, eigur løgtingslógin ella kunngerðin at verða sett í gildi ein ávísan dag, t.d. 1. januar, 1. juli o.s.fr. Hetta gevur borgarum, virkjum, almennum myndugleikum o.ø. eina freist at laga seg til nýggju broytingarnar. Í slíkum løgtingslógum og kunngerðum er ofta eisini neyðugt við skiftisreglum.
Gildiskoma
§ 11. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2017.
|
3.1.3. Gildiskoma og virknaður
Tá ið orðið virknaður verður nýtt í gildiskomureglum, er neyðugt at minnast til, at virknaður bert er aftur í tíð. Hevur løgtingslógin ikki virknað aftur í tíð, verður orðið virknaður ikki nýtt, men í staðin verður ásett nær løgtingslógin kemur í gildi.
Gildiskoma og virknaður
§ 11. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2017.
|
(“í gildi dagin eftir” er her ein dagur, sum liggur aftan á virknaðin av løgtingslógini, t.d. 15. februar 2017)
Snýr áseting seg um at áleggja skatt, so kann virknaður ikki fara aftur um framløgudagin á Løgtingi, sambært § 41, stk. 2 í stýrisskipanarlógini.
Gildiskoma og virknaður
§ 11. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá framløgudegnum.
|
3.1.4. Gildiskoma og galdandi frá
Á ávísum øki, t.d. tá ið tað snýr seg um útgjald av veitingum, sum verða útgoldnar frammanundan, er tað neyðugt at nágreina, hvørjar veitingar tær nýggju reglurnar skulu vera galdandi fyri. Í slíkum førum ber ikki til at áseta, at lógin kemur í gildi 1. januar, tí tað er neyðugt longu í desember at hava heimild at gjalda út eina veiting fyri januar, sum skal gjaldast forút. Hugsast kann, at løgtingslógin sjálv kemur í gildi tann 5. desember 2017, men at nýggju ásetingarnar skulu vera galdandi fyri útgjald av veitingum fyri januar 2018 og frameftir.
Dømi:
§ 31. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2018.
|
(“í gildi dagin eftir” er í hesum føri ein dagur, sum er áðrenn virknaðin av løgtingslógini, t.d. 5. desember 2017)
3.1.5. Gildiskoma og úrgildisseting
Skal løgtingslóg ella kunngerð setast úr gildi, samstundis sum nýggja uppskotið kemur í gildi, verður gjørt soleiðis.
Dømi: Løgtingslóg nr. 76 frá 27. mai 2005 um at leggja virksemið hjá Postverk Føroya í P/F Postverk Føroya:
Gildiskoma og úrgildisseting
§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya.
|
3.1.6. Serligt um gildiskomu og skiftisreglur í broytingarlóg
Hevur gildiskomuásetingin ella skiftisregluásetingin í einari broytingarlóg ella broytingarkunngerð fleiri stykki, verður “stk. 1” eisini tilskilað í greinini:
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ...
| |
§ 1
Í løgtingslóg nr. ... frá ... um ..., sum broytt við ..., verða gjørdar hesar broytingar:
1. ...
2. ...
|
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tey, ið byrja útbúgvingina áðrenn 1. august 2011, eru fevnd av ... |
3.1.7. Broytingar í gildiskomu ella skiftisreglum
Skulu broytingar gerast í gildiskomuni ella í skiftisreglunum, sí nr. 2.1.2.1 um broyting í broytingarløgtingslóg, sum er í gildi.
3.1.8. Útseting av gildiskomu
Í ávísum førum kann vera neyðugt at útseta gildiskomuna av einari løgtingslóg heilt ella partvíst. Gildiskoma eigur bara at verða útsett í undantaksføri. Er løgtingslógin t.d. tongd at aðrari lóggávu, har vissa ikki er um, nær hon kemur í gildi, kann tað verða heimilað avvarðandi landsstýrismanni at áseta gildiskomuna í kunngerð.
Meginreglan er, at øll løgtingslógin verður sett í gildi í einum. Heimildin til at seta løgtingslóg í gildi við kunngerð kann bara brúkast eina ferð. Tað skal havast í huga, um lógaruppskot hava slíkar ásetingar.
Verður avgjørt at útseta gildiskomu, eigur at verða væl grundgivið fyri tí.
Útseting av gildiskomu er ikki tað sama sum skiftisreglur, sí nr. 3.14 um skiftisreglur.
3.1.8.1. Útseting av gildiskomuni av heilari løgtingslóg
Dømi: Løgtingslóg nr. 51 frá 17. mai 2011 um ítróttavedding:
§ 14. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær løgtingslógin kemur í gildi.
|
3.1.8.2. Útseting av gildiskomuni av parti av løgtingslóg
Dømi: Løgtingslóg nr. 116 frá 24. november 2016 um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð:
§ 27. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017. Stk. 2. §§ 2-5 koma í gildi 1. oktober 2016. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær kapittul 2 í løgtingslógini kemur í gildi. Stk. 4. Løgtingslóg nr. 140 frá 20. desember 2012 um landsins gjaldføris- og skuldarfyrisiting fer úr gildi 1. januar 2017.
|
3.1.8.3. Útseting av gildiskomuni av parti av løgtingslóg, og at ymiskir partar kunnu hava ymiska gildiskomu
Dømi: Løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 um at broyta løgtingslóg um sjómenn, løgtingslóg um trygd á sjónum og løgtingslóg um manning av skipum:
§ 4
Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi, og um at ásetingar í hesi løgtingslóg kunnu fáa ymiska gildiskomu.
|
Dømi um ígildisseting við kunngerð: Kunngerð nr. 103 frá 22. juli 2013 um gildiskomu av reglum í løgtingslóg um sjómenn, løgtingslóg um trygd á sjónum og løgtingslóg um manning av skipum:
Við heimild í § 4, stk. 1 í løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 verður ásett, at § 1, nr. 1-30, nr. 32-37 og nr. 39-43, § 2, nr. 1-11 og § 3, nr. 1-14 í løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 um at broyta løgtingslóg um sjómenn, løgtingslóg um trygd á sjónum og løgtingslóg um manning av skipum kemur í gildi 20. august 2013.
|
3.1.9. Tíðaravmarkaðar ásetingar
Tíðaravmarkaðar ásetingar verða nýttar í tveimum førum.
Fyrra førið er, tá ið ávísar ásetingar í løgtingslóg ella kunngerð bara skulu hava gildi eitt ávíst tíðarskeið, t.d. eina ávísa árstíð. Tá ið ásetta tíðarskeiðið er farið, er løgtingslógin ella kunngerðin framvegis í gildi, men innihaldsliga hevur løgtingslógin ella kunngerðin ikki longur virknað. Sí niðanfyri í nr. 3.1.9.1 um tíðaravmarkaðar ásetingar, sum ikki fara úr gildi.
Seinna førið er, tá ið ávísar ásetingar í løgtingslóg ella kunngerð verða broyttar í ávíst tíðarskeið, men at hesar broytingar skulu broytast aftur, tá ið tíðarskeiðið er runnið. Hetta verður t.d. nýtt, tá ið skattur ella avgjald skal hækkast ella lækkast ávíst tíðarskeið, men síðani aftur skal lækkast ella hækkast, tá ið tíðarskeiðið er runnið. Ásetingarnar kunnu broytast aftur til tað, sum tær upprunaliga vóru, ella kunnu broytast til nakað nýtt. Tað skal ásetast í broytingarlógini, hvat ásetingarnar skulu broytast til, tá ið tíðarskeiðið er runnið. Sí niðanfyri í nr. 3.1.9.2 um tíðaravmarkaðar ásetingar, sum skulu broytast aftur til upprunaásetingarnar.
3.1.9.1. Tíðaravmarkaðar ásetingar, sum ikki fara úr gildi
Hetta verður t.d. nýtt í lóggávu innan fiskivinnuna, har ávísur fiskiskapur verður ásettur fyri serstaka árstíð ella ár. Nýggj løgtingslóg ella kunngerð verður gjørd fyri hvørja serstaka árstíð ella ár. Tá verður tann eldra løgtingslógin ella kunngerðin ikki sett úr gildi, m.a. tí at TAKS metir, at tað er neyðugt, at løgtingslógin ella kunngerðin er í gildi, um teir skulu kunna panta fyri skuld o.tíl., ið skyldast sambært ásetingum í løgtingslógini ella kunngerðini. Hesar rættarreglur verða skrásettar sum “søguligar” í logir.fo. Tað merkir, at tær eru í gildi, men hava ikki týdning longur.
Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017
§ 1. ...
§ 2. ...
[...]
§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.
|
3.1.9.2. Tíðaravmarkaðar ásetingar, sum skulu broytast aftur til upprunaásetingarnar
Tíðaravmarkaðar ásetingar, sum skulu broytast aftur til upprunaásetingarnar, verða nýttar um, t.d. ein skattahækking ella skattalækking bara skal vera galdandi eitt ávíst tíðarskeið. Tá er neyðugt samstundis at taka støðu til, hvat skal vera galdandi, tá ið tær tíðaravmarkaðu ásetingarnar fara úr gildi aftur. Verður støða ikki tikin til hetta í løgtingslógini ella kunngerðini, kemur einki í staðin fyri tær tíðaravmarkaðu ásetingarnar. Tær upprunaligu ásetingarnar, sum vóru undan teimum tíðaravmarkaðu ásetingunum, koma ikki sjálvvirkandi aftur í gildi.
Dømi um tíðaravmarkaðar ásetingar, sum skulu broytast aftur til upprunaásetingina:
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ...
| |
§ 1
Í løgtingslóg nr. ... frá ... um ..., sum broytt við .., verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 5, stk. 2 verður “25%” broytt til: “30%”.
2. Í § 7, stk. 3 verður “25%” broytt til: “30%”. |
3. Í § 5, stk. 2 verður “30%” broytt til: “25%”.
4. Í § 7, stk. 3 verður “30%” broytt til: “25%”
§ 2
Stk. 1. § 1, nr. 1 og 2 koma í gildi 1. juli 2014. Stk. 2. § 1, nr. 3 og 4 koma í gildi 1. januar 2015. |
|
Tíðaravmarkað áseting er ikki tað sama sum sólseturáseting. Við tíðaravmarkaðum ásetingum er løgtingslógin ella kunngerðin framvegis í gildi, tá ið tíðarskeiðið er farið, meðan ein sólseturáseting hevur við sær, at løgtingslógin ella kunngerðin fer úr gildi, sí nr. 3.1.10. um sólseturáseting.
Dømi um løgtingslóg við tíðaravmarkaðum ásetingum er løgtingslóg nr. 117 frá 15. desember 2014 um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin) (tilfeingisskattur 2015) løgtingsmál nr. 11/2014, og løgtingslóg nr. 89 frá 18. august 2014 um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (fiskidagar 2014/15), løgtingsmál nr. 1/2014.
3.1.10. Sólseturáseting
Ein sólseturáseting ásetur, at ein løgtingslóg ella kunngerð fer úr gildi ein ávísan dag. Hetta kann vera tí, at Løgtingið vil, at ein løgtingslóg skal endurskoðast innan ávíst tíðarskeið, og at landsstýrismaðurin á økinum skal leggja uppskot til nýggja løgtingslóg fyri Løgtingið, sum skal fáa gildi, áðrenn ella samstundis sum tann gamla lógin fer úr gildi.
Sum høvuðsregla verður mælt frá at nýta sólseturásetingar í lóggávu. Mælt verður heldur til at skriva í almennu viðmerkingarnar, at løgtingslógin skal endurskoðast innan ávíst tíðarskeið ella at brúka eina áseting um endurskoðan, sí nr. 3.1.11 um áseting um endurskoðan.
Løgtingslógir og kunngerðir fara úr gildi tann dagin, ið sólseturásetingin ásetur. Um nýggj ella endurskoðað lóggáva tá ikki er sett í gildi, er eingin løgtingslóg á økinum. Fer løgtingslógin úr gildi, fara somuleiðis allar kunngerðir úr gildi, ið hava heimild í løgtingslógini.
Er løgtingslóg farin úr gildi, ber ikki til at endurreisa hana. Tá má nýggj løgtingslóg setast í gildi. Verður sólseturáseting ásett, verður mælt til at brúka 31. desember sum endadag.
3.1.10.1. Sólseturáseting og gildistíð
Í kunngerð, sum skipar viðurskifti fyri eitt ávíst tíðarskeið í senn, t.d. kunngerðir um ymiskan fiskiskap í einum ári, verður sólseturáseting brúkt. Tá verður hon vanliga nevnd gildistíð.
Dømi: Kunngerð nr. 194 frá 29. desember 2017 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018:
Gildistíð
§ 27. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018 og fer úr gildi 31. desember 2018.
|
3.1.10.2. Sólseturáseting í verklagslóg
Verklagslógir hava altíð sólseturáseting, tí hesar løgtingslógir bara skulu hava gildi, til verklagið er liðugt. Tá ið verklagið er endað, hevur løgtingslógin tænt sínum endamálið og hevur ongan týdning longur. Sí nr. 1.1.9 um verklagslógir.
Dømi: Løgtingslóg nr. 43 frá 26. mai 2008 um at byggja skúladepil í Tórshavn:
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2017.
|
3.1.10.3. Broyting í sólseturáseting
Skal sólseturásetingin broytast, t.e. leingjast, styttast ella takast av, verður hetta gjørt í eini broytingarlóg ella broytingarkunngerð.
Dømi: Løgtingslóg nr. 73 frá 29. mai 2017 um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu o.a.:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 15. mai 2014 um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu o.a. verður í § 2 “1. juni 2017” broytt til: “1. juni 2020”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
|
3.1.11. Áseting um endurskoðan
Í ávísum førum kann tað vera soleiðis, at tað verður mett at vera gagnligt at seta í løgtingslógina, at landsstýrismaðurin í einum ávísum løgtingsári skal seta fram broytingaruppskot um endurskoðan av løgtingslógini. Hetta kann verða grundað á, at tað verður mett at vera neyðugt, at løgtingslógin eigur at verða eftirmett, tá ið hon hevur virkað í eina tíð.
Hetta kann t.d. vera í førum, tá ið løgtingslógin sambært sínum innihaldi er ein nýskipan ella royndarskipan, sum, tá ið ein ávís tíð er liðin, eigur at verða endurskoðað. Tíðarskeiðið verður sett til minst 2 ár og upp til 5 ár, fyri at tað skal vera eitt rímiligt grundarlag at meta um royndirnar higartil við løgtingslógini. Tá ið tíðarskeiðið er farið, leggur landsstýrismaðurin fram løgtingslógaruppskot um broytingar ella tillagingar í løgtingslógini, um tørvur er á tí.
Ofta eru tað eisini politisk atlit, sum kunnu gera tað neyðugt, at áseting um endurskoðan verður sett í løgtingslógina.
Áseting um endurskoðan verður orðað soleiðis:
§ 20. Landsstýrismaðurin setir í løgtingsárinum 2021 fram løgtingslógaruppskot um endurskoðan av løgtingslógini.
|
Viðvíkjandi Løgtinginum hevur endurskoðan við sær, at tað t.d. eftir 2 ella 5 árum skal verða lagt uppskot til broyting í løgtingslógini fyri Løgtingið.
Í viðmerkingunum til broytingarlógaruppskotið eigur at verða greitt frá bakgrundini fyri høvuðslógini, yvirskipaðu endamálunum við lógini, og hvørji ítøkiligu málini ella eydnukrøvini við lógini eru. Eisini eigur at verða greitt frá, hvussu løgtingslógin hevur virkað. Til at lýsa hetta eigur stjórnarráðið at hava fingið ummæli frá teimum myndugleikum, stovnum, felagskapum o.tíl., sum vóru við í fyrireikingararbeiðnum, tá ið lógaruppskotið á fyrsta sinni varð gjørt, har tað sæst, í hvønn mun ummælispartarnir halda, at lógin livir upp til tey ítøkiligu endamálini.
Stjórnarráðið eigur harafturat at greiða frá síni egnu meting, um lógin livir upp til tey ítøkiligu endamálini ella eydnukrøvini, og um fyritreytirnar eru broyttar, síðani lógin var samtykt. At enda eigur frágreiðingin at hava eina niðurstøðu, sum lýsir eina samlaða meting av, um lógin hevur virkað eftir ætlan, og hvørjar broytingar mugu gerast í lógini.
Um stjórnarráðið eftir at hava fingið ummæli frá teimum myndugleikum, stovnum, felagskapum o.tíl., sum vóru við í fyrireikingararbeiðnum, tá ið lógaruppskotið á fyrsta sinni varð gjørt, saman við teimum kemur til ta niðurstøðu, at tørvur ikki er á lógarbroytingum, verður broytingaruppskotið í staðin orðað soleiðis, at ásetingin um endurskoðan (í døminum uppiyvir: § 20) verður strikað.
****************************************************************************
3.2. Úrgildissetingarreglur
Úrgildissetingarlógir verða tøkniliga settar upp eins og løgtingslógir.
3.2.1. Skabelónir til løgtingslógaruppskot og kunngerðaruppskot um úrgildisseting
Uppskotið verður skrivað í Word-skabelónina, ið lógartænastan hevur gjørt til endamálið. Skabelónin inniheldur øll tøknilig krøv, sum hetta rundskriv ásetur.
Skabelónin er at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni
3.2.2. Úrgildisseting av løgtingslóg ella kunngerð ávísan dag
Um tað verður mett at hava týdning fyri borgaran o.o. at vita, júst nær løgtingslógin ella kunngerðin fór úr gildi, verður mælt til at seta løgtingslóg ella kunngerð úr gildi ávísan dag.
Dømi:
Løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um uppihald á stovni o.tíl.
Løgtingslóg nr. 108 frá 22. desember 1999 um uppihald á stovni o.tíl. verður sett úr gildi 1. januar 2012.
|
3.2.3. Úrgildisseting av løgtingslóg ella kunngerð dagin eftir kunngerð
Um tað ikki verður mett neyðugt at áseta ein ávísan dag, tá ið løgtingslógin ella kunngerðin skal fara úr gildi, verður ongin dagur settur inn í uppskotið. Tá ið ongin ávísur dagur er ásettur, kemur uppskotið í gildi dagin eftir, at tað er kunngjørt í Kunngerðablaðnum.
Dømi:
Løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um rættarskipanarnevnd
Løgtingslóg nr. 65 frá 26. mai 2011 um rættarskipanarnevnd verður sett úr gildi.
|
3.2.4. Úrgildisseting av løgtingslóg ella kunngerð við skiftisreglum ávísan dag
Tá ið úrgildissetingarlógin ella kunngerðin hevur fleiri ásetingar, t.d. skiftisreglur, verður §-tekn nýtt eins og í vanligum løgtingslógum.
Løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um føroyskan happadrátt
|
3.2.5. Úrgildisseting av løgtingslóg í eini broytingarlóg, sum broytir aðra løgtingslóg
Í førum, tá ið ein løgtingslóg verður sett úr gildi sum ein fylgibroyting til eitt lógaruppskot, sum ásetir nýggjar reglur fyri økið, skal úrgildissetanin av løgtingslógini setast inn í heitið á lógaruppskotinum. Sí eisini nr. 2.1.4.1. um fylgibroytingar í aðrari lóggávu.
Dømi:
Í broytingarlógini niðanfyri vórðu nýggjar ásetingarnar um dagpening til fiskimenn settar inn í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku o.a. Í somu broytingarlóg varð løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn sett úr gildi.
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku o.a. og úrgildisseting av løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn (Sjúkratrygd til fiskimenn tikin upp í dagpeningaskipanina)
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017, og samstundis fer løgtingslóg nr. 30 frá 19. mai 2004 um sjúkratrygd til fiskimenn úr gildi. Stk. 2. Umsókn um sjúkratrygd, sum fevnir um fráverutíðarskeið, sum byrjar í 2016, verður viðgjørd eftir reglunum í løgtingslógini um sjúkratrygd til fiskimenn, og sjúkratrygd verður í mesta lagi veitt í samfeldar 75 dagar. Stk. 3. Umsókn um dagpening, ið fevnir um fráverutíðarskeið, sum byrjar í 2016, verður viðgjørd eftir reglunum í dagpeningalógini, sum galda áðrenn 1. januar 2017.
|
****************************************************************************
3.3. Afturvirkandi virknaður
Tað er ein meginregla í einum rættarsamfelagi, at ein borgari bara er bundin av galdandi rætti. Fyri at lóggáva skal verða galdandi, skal hon hava verið viðgjørd á Løgtingi tríggjar ferðir, har ein meiriluti við 3. viðgerð hevur samtykt løgtingslógaruppskotið. Seinast 30 dagar eftir hesa samtykt skal løgmaður hava staðfest løgtingslógaruppskotið, og síðan skal hon vera kunngjørd á lógásettan hátt. Ikki fyrr enn eftir, at hon er kunngjørd, er lógin galdandi rættur og bindandi fyri borgaran.
Hóast ein løgtingslóg ella kunngerð ikki kann handhevjast, fyrr enn hon er kunngjørd, kunnu tær hava ásetingar, sum gera, at tær innihaldsliga hava virknað aftur í tíð. Hetta merkir, at hendingar, sum fóru fram, áðrenn hesar løgtingslógir ella kunngerðir vórðu kunngjørdar, verða fevndar av ásetingunum í slíkari løgtingslóg ella kunngerð. Løgtingslógin ella kunngerðin verður tá søgd at hava afturvirkandi virknað.
Afturvirkandi virknaður gongur ímóti grundleggjandi meginreglum í einum rættarsamfelagi, og tí eiga slíkar ásetingar bara at verða nýttar í undantaksføri. Tað skal altíð verða grundgivið fyri, hví tað verður mett at vera neyðugt, at ásetingar skulu hava afturvirkandi virknað. Eru ásetingarnar tyngjandi fyri borgaran, krevur hetta enn gjøllari grundgeving. Ásetingar um at áleggja ella hækka revsing kunnu ikki hava afturvirkandi virknað.
Mælt verður frá at nýta ásetingar við afturvirkandi virknaði, serliga tá ið ásetingarnar eru tyngjandi.
3.3.1. Afturvirkandi virknaður í løgtingslóg
Í løgtingslóg er møguligt at áseta, at løgtingslógin ella partar av henni skulu hava afturvirkandi virknað. Í grundlógini eru ikki ásetingar, ið forða tí. Tó er í grein 7, stk. 1 í Evropeiska mannarættindasáttmálanum ásett, at revsing ikki kann verða áløgd ella hækkað við afturvirkandi virknaði. Henda áseting er eisini galdandi í Føroyum.
Dømi við upprunalóg, har øll løgtingslógin skal hava virknað frá ávísum degi:
§ 29. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. juli 2012.
|
Dømi við upprunalóg, har ávísar ásetingar skulu hava virknað frá ávísum degi:
§ 30. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. §§ 4, 5 og 6 hava tó virknað frá 1. august 2013.
|
Dømi við broytingarlóg (framløgd í oktober 2015), har ávísar ásetingar skulu hava virknað frá ávísum degi:
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Keypari kann fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið av hitapumpum og tøkni til hitaskipanir, fevnd av ásetingini í § 1, nr. 1 í hesi løgtingslóg, um keypið er farið fram eftir 1. januar 2015. Umsókn skal latast TAKS í seinasta lagi 31. mars 2016. |
|
3.3.2. Serligt um skatt viðvíkjandi afturvirkandi virknaði
Stýrisskipanarlógin hevur eina seráseting, ið snýr seg um afturvirkandi virknað viðvíkjandi skatti:
Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
§ 41. ... Stk. 2. Beinleiðis ella óbeinleiðis skattur kann ikki verða álagdur fyri inntøkur, innflutning, útflutning, sølu, gjald ella tílíkt, sum er farið fram í tíðini, áðrenn løgtingslógaruppskot um hetta varð lagt fyri løgtingið.
|
Tá ið tað snýr seg um álegging av skatti, er tískil ikki gjørligt at áseta virknaðin at vera framman undan dagfestingina, tá ið uppskotið varð lagt fyri Løgtingið.
Dømi um afturvirkandi virknað, tá ið tað snýr seg um álegging av skatti:
§ 31. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. §§ 7 og 8 hava tó virknað frá framløgudegnum á Løgtingi.
|
3.3.3. Afturvirkandi virknaður í kunngerð
Í kunngerð er eisini gjørligt at áseta afturvirkandi virknað, tá ið talan er um ásetingar, ið ikki eru tyngjandi. Tó er ikki gjørligt í kunngerð at áseta afturvirkandi virknað, tá ið talan er um ásetingar, ið eru tyngjandi. Ikki uttan so, at hesin møguleiki er greitt heimilaður í løgtingslóg.
****************************************************************************
3.4. Kærureglur
Tá ið tað snýr seg um lóggávu, har almennir myndugleikar skulu taka avgerðir, t.d. játta borgaranum veitingar, eitt nú ymsar almannaveitingar, útflýggja loyvi ella onnur rættindi til borgara ella fyritøku, skal støða takast til, hvørjar kærureglur skulu galda.
3.4.1. Kærureglur eftir fyrisitingarrættinum
Eru ongar kærureglur ásettar í løgtingslógini, ásetur fyrisitingarrætturin, at kærast kann til tann myndugleikan, ið er yvirskipaður í mun til tann myndugleika, ið tók avgerðina, t.d. frá einum stovni undir einum stjórnarráði til viðkomandi landsstýrismann. Er onki ásett um kærufreist, er ongin freist at kæra avgerðina. Avgerðin hjá landsstýrismanninum er endalig innan fyrisitingina.
Støða eigur at verða tikin til, um kærumøguleikarnir skulu fylgja fyrisitingarrættinum ella um kærast skal til serstakan kærumyndugleika, t.d. eina kærunevnd. Tað er góður lóggávusiður at áseta reglur um kæru og kærufreist í lógini, eisini tá ið kærast kann til landsstýrismannin.
Er ætlanin, at landsstýrismaðurin skal kunna leggja sínar fyrisitingarligar heimildir til ein undirskipaðan stovn, eigur samstundis í lógaruppskotinum at vera tikin støða til, um avgerðirnar hjá undirskipaða stovninum skulu kunna kærast til landsstýrismannin ella til eina kærunevnd. Tað krevst beinleiðis heimild í løgtingslóg at leggja kærumyndugleikan til eina kærunevnd og at skerja kærumøguleika upp til landsstýrismannin.
Tað eigur eisini at vera ásett tíðarfreist fyri, nær ein kæra skal vera latin inn. Er eingin kærufreist ásett, kann ein kæra altíð verða latin inn. Hon kann tí í roynd og veru latast inn fleiri ár eftir, at sjálv avgerðin varð tikin. Vanliga er kærufreistin 4 vikur.
Dømi: Løgtingslóg nr. 83 frá 17. mai 2000 um eftirskúlar:
§ 22. Avgerð, sum skúlastýri og leiðari skúlans hava tikið, kann verða kærd til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.
|
3.4.2. Kærureglur eftir kommunurættinum
Kommunurnar hava serliga heimild at virka eftir bæði sambært stýrisskipananarlógini og grundlógini.
Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya Kommunurnar
§ 56. Rættur kommunanna at skipa egin viðurskifti undir eftirliti landsstýrisins verður ásettur í løgtingslóg, m.a. í hvønn mun kommunur og millumkommunufelagsskapir kunnu skuldbindast við láni, borgan o.ø.
|
Kommunurnar eru sjálvstøðugar fyrisitingarligar eindir. Tær eru ikki eins og vanligir landsstovnar undirskipaðir einum landsstýrismanni. Kommunala eftirlitið hevur lógareftirlit við kommununum, t.e. hevur eftirlit við, um kommunurnar í virki sínum halda ásettar lógarreglur (legalitetseftirlit), men kommunala eftirlitið er ikki ein vanligur kærumyndugleiki viðvíkjandi kommunalum avgerðum, sum ónøgdir borgarar kunnu kæra ítøkiligar avgerðir til.
Skulu avgerðir hjá kommununum kunnu kærast til landsstýrismannin, ella til ávísa kærunevnd, skal hetta verða ásett beinleiðis í løgtingslógini.
Dømi: Løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt o.a.:
Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt o.a.
Tænastur, skipanir og tilboð
§ 2. Kommunurnar hava ábyrgdina av virkseminum eftir hesi løgtingslóg.
Eftirlit og kæra
§ 19. Kommunurnar hava eftirlit við bústøðum, tænastum og tilboðum eftir hesi løgtingslóg. Stk. 2. Kommunan kann steðga virksemi og tænastum sambært hesi løgtingslóg, um krøvini í løgtingslógini ikki verða hildin. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um eftirlit.
§ 20. Avgerðir um tænastur sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til kærunevndina í Almanna- og heilsumálum. Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið skrivliga fráboðan um avgerðina.
|
3.4.3. Kærunevndir o.tíl.
Tað krevst altíð beinleiðis heimild í løgtingslóg at skerja fyrisitingarliga kærumøguleikan. Hetta kann verða gjørt við at seta í løgtingslógina, at avgerðir skulu kærast til eina ávísa kærunevnd, og at avgerðirnar hjá kærunevndini eru endaligar innan fyrisitingina.
Dømi: Løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku o.a.:
§ 25. Avgerðir eftir hesi lóg, sum eru tiknar av Almannaverkinum ella øðrum myndugleika sambært § 22, stk. 2, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum innan 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi.
|
Dømi um ymiskar kæruásetingar: Løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan:
§ 59. Avgerð, sum skúlamyndugleikin á staðnum, herímillum eisini leiðari skúlans, hevur tikið, kann verða kærd til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur, eftir at avgerðin er fráboðað, sbr. tó § 57, stk. 9. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at kærur um sernámsfrøðiliga ráðgeving, stuðul og/ella serundirvísing, sbrt. § 4, stk. 3–5 verða lagdar til kærunevnd, ið tekur endaliga støðu til hesar kærur.
|
****************************************************************************
3.5. Skattir, avgjøld og gjøld
Munur er á skattum og avgjøldum, fyrisitingarligum gjøldum og so eginrættarligum gjøldum, sí § 41 í stýrisskipanarlógini.
3.5.1. Skattir og avgjøld
Skattir og avgjøld kunnu bara verða ásett beinleiðis í løgtingslóg. Tað ber ikki til at áseta skattir og avgjøld í kunngerð. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta gjøld, um tey hava beinleiðis heimild í løgtingslóg.
Skattir og avgjøld eru eyðkend við, at upphæddin, ið verður kravd, ikki neyðturviliga samsvarar við ta tænastu, ið borgarin fær afturfyri. Tað kann eisini vera, at borgarin onga beinleiðis tænastu fær aftur fyri skattin ella avgjaldið. Peningurin, ið kemur inn, fer ikki á eina serstaka kontu ella til eitt oyramerkt endamál, men fer í landskassan.
3.5.2. Fyrisitingarlig gjøld
Gjøld, so sum nýtslugjøld, brúkaragjøld, gjøld fyri ymisk loyvi o.s.fr., eiga at hava heimild í løgtingslóg. Gjaldið eigur ikki vera hægri enn útreiðslurnar, sum eru av virkseminum í sambandi við ta ítøkiliga tænastuna ella veitingina.
Gjald verður ofta nýtt á økjum, har borgarin fær onkra beinleiðis tænastu frá einum almennum myndugleika, t.d. tá ið søkt verður um pass ella koyrikort, ella í sambandi við útskriving av loyvum av ymiskum slagi, t.d. vinnuloyvi og søluloyvi.
3.5.3. Áseting av fyrisitingarligum gjaldi í kunngerð
Fyri at kunna áseta gjald í kunngerð eigur beinleiðis heimild at vera í løgtingslóg. Eitt gjald eigur ikki at ásetast hægri enn veruligi kostnaðurin fyri ta tænastu, veiting o.tíl., ið gjaldið er fyri. Miðast skal eftir, at øll gjalda tað sama fyri somu tænastu.
Stjórnarráðið eigur at kunnu grundgeva fyri, hví tað metir, at gjaldið er innan fyri henda kostnað.
Dømi um heimild at áseta gjald í løgtingslóg nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn o.a.:
§ 3 h. Landsstýrismaðurin kann leggja sínar heimildir sbrt. § 3 b, stk. 3, § 3 d, § 3 e, stk. 1 og 2 og § 3 f til ein annan myndugleika ella almennan stovn. Ger landsstýrismaðurin tað, kann hesin myndugleikin ella stovnurin krevja gjald fyri sínar tænastur.
|
Dømi: Kunngerð nr. 93 frá 7. september 2016 um vápnaprógv:
Gjald fyri vápnaprógv og gestavápnaprógv
§ 21. Fyri at fáa vápnaprógv ella gestavápnaprógv útflýggjað skal rindast eitt gjald upp á 250 kr. til Umhvørvisstovuna.
|
****************************************************************************
3.6. Eginrættarligar gerðir
Tá ið almenna fyrisitingin ger sáttmálar ella líknandi eginrættarligar gerðir – tað sum á donskum kallast “privatretlige dispositioner” – er bert kapittul 2 og 8 í fyrisitingarlógini galdandi sambært § 2, stk. 2 og 3 í fyrisitingarlógini.
Løgtingslóg um fyrisitingarlóg
§ 2. Løgtingslógin er galdandi fyri viðgerðina av málum, har ein fyrisitingarmyndugleiki hevur ella fer at taka avgerð. Stk. 2. Ásetingarnar í kapitli 2 um ógegni eru eisini galdandi fyri viðgerðina av málum um gerð av sáttmálum ella líknandi eginrættarligum gerðum. Stk. 3. Ásetingarnar í kapitli 8 eru galdandi fyri alt virksemi innan almennu fyrisitingina. Stk. 4. Landsstýrið kann áseta reglur um, at lógarinnar ásetingar annars heilt ella fyri ein part skulu verða galdandi fyri annað fyrisitingarvirksemi enn nevnt í stk. 1.
|
Eginrættarligar gerðir kunnu býtast upp í tveir bólkar: keyp og søla. Tað eru ymiskar reglur galdandi, tá ið landsstýrismaðurin keypir ogn og rættindi, og so tá ið landsstýrismaðurin selur ogn og rættindi.
3.6.1. Keyp av ognum og rættindum
Við keyp av ognum og rættindum meinast við allar ognir, bæði fastogn, leysafæ, nýtslurættindi o.a. Tá ið landsstýrismaðurin keypir ognir, ella rættindini, hevur hetta við sær eina útreiðslu fyri landskassan. Keyp av ognum og rættindum krevja tí heimild í fíggjarlóg. Henda heimild kann vera ítøkilig, t.d. ávísa upphædd at byggja ein bygning fyri, ella henda heimild kann vera meiri yvirskipað, t.d. ávísa upphædd til løn og rakstur.
Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
Fíggjarmál landsins
§ 43. Fyri 1. oktober á hvørjum ári leggur landsstýrið fyri Løgtingið uppskot um løgtingsfíggjarlóg fyri komandi álmanakkaár. Stk. 2. Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Tó kann í tíðarskeiðinum fram til 1. apríl, eftir at fíggjarárið er endað, verða ávístur peningur av farnu fíggjarlógini fyri útreiðslur, ið havdar eru í farna fíggjarári. Stk. 3. Um útlit eru til, at uppskot til fíggjarlóg ikki er liðugt viðgjørt fyri fíggjarársbyrjan, leggur landsstýrið fram uppskot um eina bráðfeingis játtanarlóg.
|
3.6.2. Søla av ognum og rættindum
Tá ið tað almenna selur av sínum ognum, t.d. bygning, skip, bil ella teldu, er talan um eina eginrættarliga gerð. Eisini er talan um eina eginrættarliga gerð, tá ið tað almenna selur síni rættindi, eitt nú til at fiska eina ávísa nøgd av fiski, ella rættindi til at nýta ein fjørð til aling ávíst tíðarskeið. Ein søla kann tó eisini innihalda støður, har fyrisitingarlig viðgerð fer fram, t.d. um tey, sum seljast skal til, skulu góðkennast frammanundan o.tíl.
Peningurin, sum tað almenna fær fyri eina eginrættarliga gerð, t.e. søluprísurin, er eitt eginrættarligt gjald, í mun til eitt fyrisitingarligt gjald. Tað er einki ovara mark fyri, hvussu høgt eitt eginrættarligt gjald, t.e. sølukostnaðurin, kann vera. Øðrvísi er við tí enn við fyrisitingarliga gjaldinum, sum ikki kann vera hægri enn veruligi kostnaðurin av tænastuni. Aftur her kunnu støður íkoma, har ein partur skal gjalda bæði eitt eginrættarligt gjald, og eitt fyrisitingarligt gjald.
Søla av ognum og rættindum landsins er ikki ásett í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, men er ásett í løgtingslóg um landsins játtanarskipan. Løgtingslóg um landsins játtanarskipan skilir ímillum sølu av rakstrargøgnum, sum t.d. skrivstovuútgerð, kt-útgerð o.tíl., og so sølu av bygningum, løgum og skipum o.ø. Í kunngerð um løgujáttan er nágreinað, at søla av bygningum, løgum og skipum o.ø. krevur heimild í fíggjarlóg. Eisini ásetir kunngerð um løgujáttan, at bygningar, løgur og skip o.a. kunnu ikki avhendast, fyrrenn tey hava verið lýst alment til sølu.
Tá ið tað snýr seg um at lata privat troyta rættin, sum løgfrøðiliga liggur hjá tí almenna, eitt nú at fiska ella at nýta ávísan fjørð at ala í, verður tað vanliga ásett í viðkomandi løgtingslóg, hvussu hesin rættur skal latast. Hann kann latast ókeypis ella seljast, eitt nú á uppboði. Verður hann latin ókeypis, er hetta at meta sum ein og hvør onnur fyrisitingarlig avgerð. Verður hann seldur, eitt nú á uppboði, er hetta ein eginrættarlig gerð. Er einki ásett í løgtingslógini um, hvussu slíkur rættur skal latast, verður hann at lata við vanligari fyrisitingarligari avgerð, ókeypis.
Dømi: Løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi:
§ 16. Landsstýrismaðurin kann bjóða út á uppboði sum sølukvota ella uppboðsárskvota rættindi uttan fyri føroyskan sjógv, sum í tíðarskeiðinum 2012–2016 ikki hava verið gagnnýtt ella bert lutvíst gagnnýtt. Undantikin eru rættindini skipað sambært § 15. Stk. 2. Nøgdin, sum kann verða boðin út, er munurin millum 75% av heildarkvotuni ella fiskidagatalinum í 2018 og ta nøgd, sum samsvarar við tað, sum í miðal hevur verið gagnnýtt lutfalsliga hvørt einstakt ár av kvotuni ella fiskidøgunum í tíðarskeiðinum 2012–2016. Er miðalgagnnýtslan 75% ella meiri, verður einki boðið út.
|
****************************************************************************
3.7. Áseting av samskiftisháttum
3.7.1. Um elektroniskt og talgilt samskifti
Í dagligari talu og í lóggávu verða hugtøkini elektroniskt samskifti og talgilt samskifti nýtt eitt sindur tilvildarliga. Stutt er at siga, at alt talgilt samskifti er elektroniskt, men ikki alt elektroniskt samskifti er talgilt. T.d. er ein telda uppbygd av bæði elektroniskum og talgildum lutum. Teldupostar, teldufílur, sms, kt-skipanir, web-skipanir o.tíl. er alt talgilt.
Ein misskiljing sum ofta kemur fyri, er, at talgilt samskifti er tað sama sum trygt samskifti. Tað kann tað vera, men tað nýtast tað ikki at vera. Í Føroyum er í løtuni eingin trygg almenn talgild samskiftisskipan, sum t.d. eboks.dk í Danmark. Talgildu Føroyar arbeiða við at menna eina slíka skipan. Tí eigur tað at vera væl umhugsað, áðrenn tað verður sett sum krav, at borgarir ella vinnulív skulu samskifta talgilt við ein almennan myndugleika. Fyri at talgilt samskifti kann metast sum trygt, skal samskiftið vera bronglað. Bronglingin kann vera á ymiskum trygdarstøði.
3.7.2. Ásetingar um at nýta elektroniskt ella talgilt samskifti
Um tað skal vera kravt av borgara ella fyritøku, at tey skulu samskifta við almennu fyrisitingina elektroniskt ella talgilt, krevur hetta heimild í løgtingslóg. Tað er tí ikki gjørligt hjá almennum myndugleika t.d. einans við eini áseting í kunngerð at krevja, at samskifti við myndugleikan skal vera elektroniskt ella talgilt, eitt nú gjøgnum teldupost ella gjøgnum ávísa telduskipan. Løgtingsins umboðsmaður hevur eisini viðgjørt spurningin í fleiri málum: J. nr. 201300055 um klagu um talgildar umsóknir um lestrarstuðul, 14/0048 um talgildar lønarseðlar og 18/00094 um talgilda plássbókingarskipan á dagstovnaøkinum.
Dømi: Løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi:
§ 39. ... Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at upplýsingar skulu skrásetast og sendast myndugleikanum elektroniskt, og kann áseta nærri reglur um elektroniska samskiftið.
|
Dømi: Løgtingslóg nr. 23 frá 20. mars 2018 um bókhald (Bókhaldslógin):
Samskifti
§ 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at skrivligt samskifti við myndugleikar um viðurskifti, sum eru fevnd av hesi løgtingslóg ella reglum, givnar við heimild í hesi løgtingslóg, skal vera talgilt. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um talgilt samskifti, undir hesum reglur um nýtslu av ávísum kt-skipanum, serligum talgildum formatum og talgildari undirskrift o.tíl.
|
3.7.3. Ásetingar um at nýta trygt talgilt samskifti
Tað at ásett verður, at samskiftast skal talgilt við almennu fyrisitingina, merkir ikki samstundis, at hetta samskifti eisini er trygt. Til hetta krevst, at samskiftið verður bronglað. Bronglingin kann vera á ymiskum trygdarstøði. Í Føroyum er í løtuni eingin trygg almenn talgild samskiftisskipan, sum t.d. eboks.dk í Danmark. Talgildu Føroyar arbeiða við at menna eina slíka skipan. Skal landsstýrismaðurin kunna áseta, at trygt talgilt samskifti skal nýtast, eigur hetta at standa beinleiðis í heimildini.
3.7.4. Ásetingar um at nýta ávísa kt-skipan
Tá ið upplýsingar skulu latast almennum myndugleikum, kann tað í nøkrum førum vera neyðugt at áseta, at upplýsingarnar skulu latast í gjøgnum ávísa kt-skipan. Um henda kt-skipan er atkomilig í gjøgnum internetið, so verður hon ofta nevnd web-skipan, men tað er ikki neyðugt at nevna hetta í heimildini. Ein web-skipan er ein kt-skipan.
Dømi: Skattalógini:
§ 103 a. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at tær upplýsingar, sum nevndar eru í § 103, skulu fráboðast talgilt, og at dátuflutningur ímillum Hagstovu Føroya og TAKS skal fara fram talgilt. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta reglur um talgilda fráboðan og um nýtslu av ávísum kt-skipanum, serliga við atliti at talgildum sniði og talgildari undirskrift.
|
3.7.5. Ásetingar um at nýta ávíst fílasnið
Tá ið upplýsingar skulu latast almennum myndugleikum, kann tað í nøkrum førum vera neyðugt at áseta, at upplýsingarnar skulu latast elektroniskt ella talgilt og í einum ávísum fílasniði.
Dømi: Kunngerð nr. 146 frá 18. desember 2015 um talgildan roknskap:
§ 1. Upplýsingar, sum eru nevndar í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu fráboðast talgilt í PDF-sniði um eina sjálvavgreiðsluskipan hjá TAKS. Feløg, sum eru fevnd av roknskaparklassa B og C í ársroknskaparlógini, tó ikki íverksetarafeløg, sbrt. kapittul 19 a í vinnufelagalógini, skulu harumframt innan 1. januar 2018 lata upplýsingarnar í XBRL-sniði. Likamligir persónar og felagsskapir, sum ikki hava skyldu at gera ársroknskap sambært ársroknskaparlógini, kunnu ístaðin lata tær í 1. pkt. nevndu upplýsingar í EXCEL-sniði. Stk. 2. Verða tær í stk. 1 nevndu upplýsingar latnar inn á annan hátt, enn ásett í stk. 1, verða tær mettar sum ikki latnar inn.
|
****************************************************************************
3.8. Lutakast
Fyrisitingarrætturin ásetir, at øll málsviðgerð og allar avgerðir, sum fyrisitingin tekur, skulu vera sakligar og halda góðan fyrisitingarsið. Lutakast gevur fyri partarnar í einum lutakasti eitt heilt tilvildarligt úrslit. Hesin háttur at fyrisita verður tí ikki roknaður at vera partur av eini sakligari málsviðgerð og krevur tí nágreiniliga lógarheimild.
Skal fyrisitingin í undantaksføri kunna brúka lutakast sum liður í málsavgerðini, so krevst greið lógarheimild fyri hesum. Hetta eigur einans at verða umhugsað í førum, har t.d. talan er um eitt stórt tal av umsóknum til nøkur fá loyvir ella tílíkt. Tað kann t.d. vera, at myndugleikin eftir at hava viðgjørt innkomnu umsóknirnar sambært treytunum ásettar í løgtingslógini umframt eftir sakligum fyrisitingarligum atlitum, er í tí støðuni, at tað eru fleiri umsóknir, sum allar lúka ásettu treytirnar, men at tað ikki eru loyvir til øll. Tá kann verða ásett, at endaliga býtið millum tær umsóknirnar, sum lúka treytirnar, verður avgjørt við lutakasti.
Dømi: Kunngerð nr. 71 frá 7. mai 2018 um fiskiskapin eftir botnfiski, rækjum og krabba við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2018
§ 3. ... Stk. 4. Eru fleiri enn seks umsóknir, ið ætla til fiskiskap sama tíðarskeið, verður lutakast um, hvør sleppur til fiskiskap hetta tíðarskeiðið. Umsøkjari, sum ikki fær lut, verður fluttur til tíðarskeið, har pláss er. Eru fleiri umsøkjarar til sama tíðarskeið, ið ikki fáa lut, og sum vilja hava annað tíðarskeið, har pláss er, verður aftur lutakast um, hvør umsøkjari fær atgongd til tíðarskeiðið, um tað ikki eru nóg nógv pláss tøk.
|
****************************************************************************
3.9. Revsiásetingar
3.9.1. Revsiásetingar í løgtingslóg
Revsiásetingar eiga bara at vera settar inn í løgtingslógina, um tað verður hildið at vera neyðugt at hava revsiásetingar fyri at røkka endamálinum við løgtingslógini.
Tað er ikki neyðugt at endurtaka slíkt, sum frammanundan er revsivert sambært revsilógini, so sum at geva skeivar upplýsingar í §§ 161-163 ella reglur um tagnarskyldu sambært §§ 152 og 152 a-152 f. Heldur ikki er neyðugt at endurtaka aðrar reglur sum t.d. reglurnar um inndrátt (konfiskatión) í revsilógini § 75, §§ 76-76 a og §§ 77-77 a.
Tað skal eisini verða havt í huga, at sambært revsilógini § 19 fevnir revsing sambært serlóggávu bæði um tilætlað og óviljað brot. Tí eigur í hvørjum einstøkum føri at verða umhugsað, um revsing eigur at verða avmarkað til tilætlað brot í serlóggávu.
Tá ið revsing verður ásett í løgtingslóg, skal orðing sum “brot á hesa løgtingslóg verða revsað við ...” ikki verða brúkt. Tað skal greitt vísast til, hvørjar ásetingar í løgtingslógini ein kann revsast fyri. Um tað er ymisk revsing fyri brot á ásetingarnar, t.d. sekt og fongsul, skal eisini skiljast ímillum, hvørjar ásetingar kunnu revsast við sekt og hvørjar við fongsli.
Verður revsiheimild sett í løgtingslógina, ið heimilar revsiáseting í kunngerð, skal sjálv revsiramman standa í løgtingslógini. Somuleiðis skal standa í løgtingslógini, at brot á ásetingar givnar við heimild í hesi løgtingslóg kunnu revsast.
Dømi: Løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi:
Revsing
§ 81. Er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, ið: 1) brýtur § 4, stk. 3, § 5-7, § 9, stk. 1, stk. 2, 2. pkt. og stk. 3, 2.-4. pkt., § 10, stk. 1-3 og stk. 10, § 11, stk. 1, 2. pkt., § 12, stk. 1, § 30, stk. 1, § 34, stk. 4-6, § 36, stk. 1 og 3, § 37, stk. 1, § 38, stk. 1, § 40, stk. 1, 2. og 3. pkt., § 42, stk. 1, 1. pkt., og stk. 2 og stk. 3, § 43, stk. 1 og 2, § 44, stk. 1, § 46, stk. 1, § 47, stk. 1, § 48, stk. 1, § 50, stk. 1, § 51, stk. 1, § 55, stk. 1 og 2, § 65, stk. 1, § 66, stk. 1, 1. pkt., og stk. 2, § 67, stk. 1, § 70, § 80, stk. 5, 2) ikki steðgar fiskiskapi, tá ið kvota er uppfiskað, hámark er rokkið, ella fiskidagar hjá fiskifari ella bólki eru nýttir, 3) fiskar á leiðum, har bráðfeingis veiðibann er ásett við heimild í § 69, 4) ikki fylgir treytum, knýttar at loyvum, latin sambært løgtingslógini, 5) ikki fylgir banni ella boðum, givin sambært løgtingslógini, 6) letur ósannar ella villleiðandi upplýsingar ella heldur aftur upplýsingum til nýtslu í próvførslu eftir løgtingslógini, ella sum eru kravdar sambært løgtingslógini, ikki letur neyðug skjøl, skjalprógv ella upplýsingar, sum skylda er eftir løgtingslógini ella við reglum, ásettar við heimild í løgtingslógini. Stk. 2. Í reglum, ásettar við heimild í § 19, stk. 7, § 20, stk. 2, § 22, § 27, stk. 6 og 7, § 28, § 30, stk. 3, § 31, stk. 3, § 32, stk. 3, § 34, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, § 36, stk. 4, § 37, stk. 2, § 38, stk. 2, § 39, § 40, stk. 2 og 3, § 42, stk. 5, § 43, stk. 3, § 44, § 45, § 46, stk. 3, § 47, stk. 2, § 48, stk. 2, § 49, stk. 2 og 5, § 50, stk. 2, § 55, stk. 3 og 4, § 58, stk. 5, § 65, stk. 2 og § 66, stk. 3 kunnu verða ásettar reglur um revsing við sekt. Stk. 3. Felag og annar løgfrøðiligur persónur verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 4. Mál, sum verða viðgjørd eftir reglum í hesum kapitli, ella eftir reglum, sum eru givnar við heimild í stk. 2 í hesi grein, verða viðgjørd sum løgreglumál, samanber tó § 83. Rættartiltøkini í rættargangslógini í kapitli 72 um at leggja hald á og í kapitli 73 um rannsókn kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum. Stk. 5. Sekt fyri ólógligan fiskiskap, sambært stk. 1 og 2, skal taka støði í avreiðingarvirðinum í viðkomandi fiskiskapi, um brotið kann metast at vera framt við vinningi ella sparing fyri eyga, umframt at atlit verður tikið at grovleika á brotinum. Stk. 6. Er brot, sambært stk. 1, nr. 6, framt fyri at sleppa undan veiðigjaldi, uppboðssølugjaldi ella avreiðingargjaldi, skal sekt áleggjast við støði í gjøldunum, sum roynt er at sleppa undan.
|
3.9.2. Revsiásetingar viðvíkjandi løgfrøðiligum persónum
Tað skal verða ásett í løgtingslógini, um revsing eisini skal kunna verða løgd á løgfrøðiligar persónar. Løgfrøðiligir persónar eru allir teir persónar, sum ikki eru likamligir. Tað er ikki neyðugt at útgreina, hvørjar løgfrøðiligar persónar talan er um, sum t.d. partafeløg, smápartafeløg, íognarfeløg, feløg, grunnar, búgv, kommunur ella landsmyndugleikar. Hetta fylgir av ásetingini í revsilógini. Tá ið talan er um landsmyndugleikar og kommunur, so kunnu tey bert revsast fyri brot, sum eru framd sum liður í virksemi, sum kann javnmetast við privat virksemi, sí § 27, stk. 2
Revsilógin
5. kapitel Strafansvar for juridiske personer
§ 25. En juridisk person kan straffes med bøde, når det er bestemt ved eller i medfør af lov.
§ 26. Bestemmelser om strafansvar for selskaber m.v. omfatter, medmindre andet er bestemt, enhver juridisk person, herunder aktie-, anpartsselskaber og andelsselskaber, interessentskaber, foreninger, fonde, boer, kommuner og statslige myndigheder. Stk. 2. Endvidere omfatter sådanne bestemmelser enkeltmandsvirksomheder, for så vidt disse navnlig under hensyn til deres størrelse og organisation kan sidestilles med de i stk. 1 nævnte selskaber.
§ 27. Strafansvar for en juridisk person forudsætter, at der inden for dens virksomhed er begået en overtrædelse, der kan tilregnes en eller flere til den juridiske person knyttede personer eller den juridiske person som sådan. For så vidt angår straf for forsøg, finder § 21, stk. 3, tilsvarende anvendelse. Stk. 2. Statslige myndigheder, myndigheder under hjemmestyret og kommuner kan alene straffes i anledning af overtrædelser, der begås ved udøvelse af virksomhed, der svarer til eller kan sidestilles med virksomhed udøvet af private.
|
Skal revsing kunnu áleggjast løgfrøðiligum persónum, verður tað gjørt við at vísa til reglurnar í kapitli 5 í revsilógini og verður orðað soleiðis:
§ 33. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
|
3.9.3. Revsiramma í serlóggávu
Vanliga eigur revsiramman í serlóggávu ikki at vera sett hægri enn fongsul upp til 2 ár. Lógarbrot sum eru so álvarslig, at tey kunna hava við sær longri fongsulsrevsing, eiga at vera sett inn í revsilógina.
3.9.4. Revsiásetingar í kunngerð
Revsing kann einans verða ásett í kunngerð, um tað er heimilað í løgtingslóg. Revsingin kann ikki vera hægri, enn revsiramman í løgtingslógini heimilar.
Verður revsing ásett, skal tað neyvt vísast til tær ásetingarnar, sum kunnu hava revsing við sær. Tað ber ikki til einans at áseta, at “brot á hesa kunngerð verður revsað ...”.
Meginreglan er, at revsingin sambært kunngerð er sekt. Fongsulsrevsing eigur bara at verða sett inn í revsirammuna, um tað er sannlíkt, at dómstólarnir vilja døma fongsulsrevsing fyri slík brot. Verður fongsulsrevsing sett inn í revsirammuna, eigur hendan revsing at vera avmarkað til tilætlað brot á kunngerðina.
Dømi: Kunngerð nr. 118 frá 16. desember 2010 um ozonoyðandi evni:
Við heimild í §§ 7, 8, 34 a, 34 d og 72 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2008 og §§ 15, 29 og § 45 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, verður ásett:
§§ 1-17 ...
§ 18. Tann, ið brýtur ásetingarnar í § 4, § 5, stk. 2, § 6, § 7, stk. 1 og §§ 9-13 í hesi kunngerð, ella ikki aktar boð givin við heimild í kunngerðini, verður revsaður við sekt. Stk. 2. Revsingin kann hækka til fongsul í upp til 1 ár undir umstøðum, samsvarandi teimum, nevndar í § 44, stk. 3 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum, ella í § 72, stk. 3 í løgtingslóg um umhvørvisvernd. Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 4. Málini verða viðgjørd sum løgreglumál. Rættartiltøkini í kapittul 72 í rættargangslógini um at leggja hald á og í kapittul 73 um rannsókn, eru tó galdandi í sama mun sum í málum, sum verða viðgjørd av statsadvokatinum.
|
Dømi. Kunngerð nr. 152 frá 18. desember 2012 um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal o.a.:
Við heimild í § 5, § 9, stk. 3, § 12, stk. 2, § 14, stk. 1 og 2, § 16 og § 19, stk. 4 í løgtingslóg nr. 21 frá 16. mars 2012 um havnaloðsing verður ásett:
§§ 1-17 ...
§ 18. Við sekt verður tann revsaður, ið fremur brot á § 3. Á sama hátt verður tann revsaður, sum loðsar, hóast viðkomandi ikki hevur rætt til at loðsa, og tann sum ikki letur inn loðsprógv ella loðsfrítøkuskjal samsvarandi § 2, stk. 3 og § 11, stk. 1. Stk. 2. Loðsstøð, sum grovt ella ferð eftir ferð fremur brot á § 12, stk. 1-3 og § 15, verður revsað við sekt. Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
|
3.9.5. Hefti sum revsing er strikað
Hefti sum revsing varð strikað við broyting í revsilógini, sum fekk gildi 1. januar 2010. Frá hesum degi er tað ikki longur møguligt at døma heftirevsing, sjálvt um ein revsiáseting í aðrari lóggávu framvegis heimilar tí. Í staðin fyri hefti kann tá verða dømt sekt ella fongsul upp til 4 mánaðir.
Í serlóggávu sum framvegis heimilar hefti sum revsing, eigur hetta at verða broytt til sekt ella fongsul upp til 4 mánaðir.
Hetta eigur at verða rættað, tá ið løgtingslóg ella kunngerð verður broytt.
3.9.6. Sekt ella bót?
Tað hevur higartil verið nakað tilvildarligt, um orðið “bót” ella “sekt” verður skrivað inn í revsiásetingina í løgtingslógum og kunngerðum. Hetta er ivaleyst íkomið, tá ið danskar rættarreglur eru týddar til føroyskt, og har bøde er umsett til bót, og hetta orðið tí seinni er endurtikið í nýggjari rættarreglum á føroyskum fyri bøde.
Sambært Málráðnum koma bæði bót og sekt úr norrønum.
Í norrønum merkir bót “bati, betringur”, “bót fyri misgerðir, ... fyri syndir” og “bót á klæðum”. Í orðinum “bót” liggur sostatt eisini ein merking av endurgjaldi. Tað at bøta fyri okkurt.
Sekt merkir “misbrot” og “(stødd á) revsing” og hevur tískil ein meira revsirættarligan týdning.
Sekt er upprunaliga heitið fyri eina peningaliga revsing, og tí er í revsirættarligum høpi valt at nýta orðið “sekt”, sum hevur ein meira revsirættarligan týdning. Sigurd Joensen, advokatur, sáli, hevur eisini umsett bøde til sekt í Orðalista Sigurðar í lógfrøðismáli.
Tað er óheppið, at ein peningalig revsing skal hava tvey ymiskt heiti í føroyskum rættarreglum. Hetta er óneyðugt og kann elva til óvissu um, hvørt bót er tað sama sum sekt.
Tí eigur orðið sekt at vera brúkt í lóggávuni.
****************************************************************************
3.10. Fyrisitingarlig sektaruppskot
Vanliga eru tað Fútin og rætturin, sum taka sær av málum, tá ið talan er um rættarverju og revsing. Vísandi til atlitið til rættartrygd eigur at verða víst varsemi við at geva fyrisitingini heimild til at geva fyrisitingarlig sektaruppskot.
Tað krevst beinleiðis heimild í løgtingslógini, um fyrisitingin skal kunna geva fyrisitingarlig sektaruppskot fyri ávís lógarbrot.
Fyrisitingarlig sektaruppskot eiga bara at vera loyvd í teimum førum, tá ið talan er um lógarbrot, sum eru einføld og uttan próvligar ivaspurningar.
Í heimildini at skriva sektaruppskot eigur at vera ásett, at reglurnar í rættargangslógini um krøv til innihaldið í einum ákæruriti og reglurnar um, at ein ákærdur ikki hevur skyldu til at siga nakað, eisini verða brúktar til sektaruppskot.
Dømi: Løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi:
Fyrisitingarligt sektaruppskot
§ 83. Í málum um brot sambært § 81, stk. 1 og 2, har Fiskiveiðieftirlitið metir, at nøktandi greidleiki er á veruligu umstøðunum í málinum, at brotið ikki kemur undir strangari revsing enn sekt, kann Fiskiveiðieftirlitið við einum sektaruppskoti boða frá, at málið kann verða avgjørt uttan rættarmál, um tann, ið hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar at gjalda sektina sambært sektaruppskotinum innan nærri ásetta freist. Stk. 2. Krøv um inndrátt, her ímillum inndrátt av virðum ella ólógligum reiðskapi, kunnu á sama hátt verða avgjørd uttan rættarmál. Stk. 3. Reglurnar í rættargangslógini um innihald í ákæruriti í løgreglumálum og reglurnar um, at ein ákærdur ikki hevur skyldu at geva frágreiðing, verða samsvarandi nýttar viðvíkjandi sektaruppskotum. Stk. 4. Góðtekur tann, ið hevur framt brotið, sektina, fellur rættarsóknin burtur. Stk. 5. Somuleiðis kunnu tey, sum hava verið við til at fremja brot, fáa fráboðan um, at málið kann verða avgjørt uttan rættarmál við góðtøku av sektaruppskoti, sambært stk. 1.
|
****************************************************************************
3.11. Pantiheimild
Heldur tað almenna seg hava fíggjarligt krav móti einum borgara, sum ikki vil gjalda, so er meginreglan, at kravið eigur at verða lagt fyri dómstólarnar, og tá ið dómur er sagdur, kann verða biðið um úttøku í fútarættinum. Í løgtingslóg kann verða givið einum myndugleika heimild at gera úttøku, uttan at dómur er sagdur frammanundan.
Almennir myndugleikar ynskja sær javnan heimild at innheinta skuld til tað almenna við, at TAKS fær loyvi til at eftirhalda í lønini hjá skuldaranum, til skuldin er goldin. Hetta er eitt tvingsilsinntriv, sum krevur beinleiðis heimild í løgtingslóg.
TAKS eftirheldur í lønini sambært reglunum í § 136 í skattalógini. Áðrenn TAKS kann eftirhalda í lønini skal skuldin vera fallin, og skuldarin skal hava fráboðan um, at eftirhildið verður. Eftirhald kann saman við eftirhalding av A-skatti í mesta lagi vera 65% av A-inntøkuni.
Hetta er eitt sera víðfevnt tvingsilsinntriv, sum tí eigur at vera væl umhugsað. Sum meginregla eigur at vera talan um slag av skuld, sum nógvir persónar kunnu hava, t.d. mvg, barnapening o.tíl. Um talan einans er um nøkur einstøk peningakrøv og fáar persónar, eigur slík víðfevnd heimild ikki at vera sett inn í løgtingslógina.
Við atliti til rættartrygdina eigur ein myndugleiki bara at fáa pantingarrætt viðvíkjandi krøvum, sum frammanundan verður væntað ikki hava við sær próvligar ella rættarliga ósemjur.
Dømi: Løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi:
§ 22. Skattur og sekt, sum stava frá inntøku, ið er skattskyldug eftir hesi løgtingslóg, og eru fallin til gjaldingar, kunnu saman við rentum og innkrevjingarkostnaði verða innheintað við panting. Stk. 2. TAKS fremur panting sambært stk. 1 eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum.
|
Dømi: Revsilógin:
§ 52. ... Stk. 4. Politiet kan inddrive bøder, sagsomkostninger og konfiskerede beløb i straffesager, der forfølges af det offentlige, ved udpantning og ved indeholdelse i den pågældendes indtægter efter reglerne om inddrivelse af personlige skatter i lov nr. 85 af 30. marts 1935 om inddrivelse af skatter og afgifter til det offentlige m.m. Stk. 5. Pålæg om indeholdelse efter stk. 4 gives af politiet, som også modtager de indeholdte beløb. Indeholdelsen sker efter indeholdelse for skatte- og afgiftskrav og krav på underholdsbidrag. Politiet kan hos andre offentlige myndigheder indhente de oplysninger, der er nødvendige for at varetage indeholdelsen, herunder oplysninger om indkomstforhald og formueforhold. Endvidere kan politiet fra alle af offentlige myndigheder førte registre og de af domstolene førte registre over løsøre og fast ejendom kræve de oplysninger om skyldnerens forhold, som findes af betydning for tvangsfuldbyrdelsen. Oplysningerne meddeles skriftligt eller ved direkte dataoverførsel.
|
****************************************************************************
3.12. Eftirlitsásetingar
Eftirlitsásetingar eru ásetingar í lóggávuni, sum geva almennum myndugleikum heimild til uttan fyri revsirættargangin at fáa atgongd til privata ogn ella fastogn.
Sambært § 72 í grundlógini er heimbýli friðhalgað. Hetta merkir, at húsarannsókn, inndráttur og kanning av brøvum og øðrum skrivum eins og brot á post, telegrafloyndina og telefonloyndina einans er loyvt, eftir at loyvi er fingið frá rættinum (rættarúrskurður). Er undantak heimilað í lóg, er tað ikki neyðugt hjá almenna myndugleikanum at fáa úrskurð frá rættinum, áðrenn t.d. húsarannsókn verður framd.
Tað eigur altíð at vera væl umhugsað, um tað er neyðugt, við ella uttan rættarúrskurði, at almennir myndugleikar skulu fáa atgongd til privata ogn. Eisini eigur at verða kannað, um onnur og minni inntrívandi eftirlitsátøk kunnu vera nøktandi.
Um haldgóð orsøk er at geva almennum myndugleikum slíka heimild, eigur vavið á heimildini at vera avmarkað í mestan mun. Tað kann gerast við, at tað t.d. einans verður heimilað atgongd til virkishølir, men ikki til heimbýli.
Í viðmerkingunum eigur at vera grundgivið væl fyri, hví eftirlitsáseting verður mett at vera neyðug, eins og tað eigur at vera væl lýst, hvussu og í hvørjum førum heimildin kann brúkast.
Krav um rættarúrskurð er serliga neyðugt, um tað er eitthvørt, sum rætturin eigur at taka støðu til. Í mest vanligu eftirlitsásetingunum, sum einans geva almenna myndugleikanum loyvi at gera stakroyndir o.a., er vanligt at víkja frá kravinum um rættarúrskurð. Orðini “uttan rættarúrskurð” eigur greitt at standa í lógartekstinum.
****************************************************************************
3.13. Afturtøka av løggilding o.tíl.
Í fleiri lógum er ásett, at ávíst virksemi einans kann útinnast, um serlig almenn løggilding ella loyvi er givið. Í hesum sambandi er eisini ofta ásett, at løggildingin og loyvi undir ávísum treytum kunnu takast aftur
Tá ið umhugsað verður at seta inn slíkar ásetingar, eigur fyrst at verða kannað, um vanliga reglan í § 79 í revsilógini um at frátaka løggilding o.a. orsakað av revsiverdum viðurskiftum er nøktandi.
Tað eigur at vera víst stórt varsemi við at seta inn serásetingar um afturtøku av løggilding o.ø. orsakað av revsiverdum viðurskiftum. Eru slíkar ásetingar neyðugar, vanliga tí at tað verður hildið at vera tørvur á víðkaðari heimild fyri afturtøku, eigur tað eisini at vera ásett, at afturtøkan skal viðgerast í rættinum saman við revsiverdu viðurskiftunum. Týðandi rættargangsmeginreglur og vanligt fyrilit fyri viðkomandi sjálvum talar fyri, at tað við dóminum so vítt gjørligt verður tikin støða til allar rættarfylgjurnar av revsiverdu viðurskiftunum.
Fyrisitingin eigur tess vegna vanliga ikki at hava møguleika fyri, eftir at revsimálið er liðugt, at taka aftur løggilding o.tíl. orsakað av revsiverdu støðuni. Hetta er serstakliga galdandi, um ein afturtøka av løggilding o.tíl. hevur sera inntrívandi týdning, t.d. í føri, har viðkomandi við afturtøkuni missir rættin at útinna sítt starv. Samstundis kunnu týðandi atlit til almenn áhugamál í nøkrum førum grunda, at tað er møguligt í tíðarbilinum áðrenn dómur fyriliggur, at kunna taka fyrisitingarliga avgerð um fyribils at taka aftur løggilding o.tíl. Eisini í hesum sambandi eigur at verða umhugsað, um vanliga reglan í § 79, stk. 4 í revsilógini um fyribils rættindafrádøming við úrskurði í einum revsimáli ikki er nøktandi.
Skal tað vera møguligt at taka aftur løggilding o.tíl. í førum, har tað ikki verður ført revsimál við dómstólarnar, mugu serligar reglur ásetast um tað. Tað eigur í hesum førum – í øllum førum tá ið afturtøkan hevur sera inntrívandi týdning – vanliga at vera møguleiki fyri, at viðkomandi, møguliga innan ávísa freist, kann krevja, at fyrisitingarligi myndugleikin skipar fyri, at spurningurin verður lagdur fyri dómstólarnar. Eitt slíkt krav eigur vanliga at hava steðgandi virknað, um rætturin ikki tekur aðra avgerð.
Verða ásettar serligar reglur um afturtøku av løggildingum o.tíl. má í øllum førum atlit havast at vanligum meginreglum um lutfall (proportionalitet). Í tí sambandi má verða tikið við, at ein afturtøka, hóast hon formliga ikki er at rokna sum revsing, vanliga verður sera inntrívandi fyri viðkomandi. Tað er serliga galdandi í teimum førum, har viðkomandi við afturtøkuni av løggildingini o.tíl. missir rættin at útinna sítt starv. Tí má m.a. tryggjast, at afturtøkan ikki er í ósamsvari við misbrotið, sum viðkomandi hevur gjørt. Tað kunnu tó vera sterk samfelagsatlit, sum gera, at neyðugt er at taka aftur løggilding o.tíl., t.d. við afturtøku av koyrikorti vegna sjúku, tá ið persónurin einki revsivert hevur gjørt.
Afturtøka av matstovuloyvi og skeinkiloyvi
§ 16. Hava loyvishavarin ella leiðarin brotið reglurnar í hesi løgtingslóg, reglur ásettar við heimild í hesi løgtingslóg ella treytirnar í loyvinum, kann Loyvisnevndin taka loyvið aftur. Loyvið kann eisini verða tikið aftur, um virksemið verður rikið á slíkan hátt, at tað elvir til drykkjuskap ella revsiverdar gerðir, og annaðhvørt politiið ella Loyvisnevndin frammanundan hava ávarað loyvishavaran. Stk. 2. Loyvishavarin ella leiðarin kann krevja, at avgerðin eftir stk. 1 skal verða løgd fyri dómsvaldið. Avgerðin skal innihalda upplýsing um rættin til at leggja avgerðina fyri dómsvaldið og um kærufreist. Stk. 3. Loyvisnevndin skal hava boð um krav eftir stk. 2 í seinasta lagi 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. Loyvisnevndin letur fútanum málið at leggja fyri dómsvaldið eftir reglunum í § 78, stk. 3 í revsilógini. Stk. 4. Áheitan eftir stk. 2 hevur steðgandi virknað. Kortini kann rætturin í úrskurði avgera í hvønn mun, viðkomandi kann fáa loyvi til at halda fram við virkseminum, meðan málið verður viðgjørt. Rætturin kann í úrskurði gera av, at kæra ikki er steðgandi.
|
****************************************************************************
3.14. Skiftisreglur
Tá ið løgtingslóg og kunngerð verða gjørdar, eigur altíð at verða umhugsað, um gildissetingin av nýggju rættarreglunum kann hava skiftistrupulleikar við sær, soleiðis at tað er neyðugt at hava serligar skiftisreglur.
Tá ið nýggj løgtingslóg avloysir gamla løgtingslóg, ella tá ið broytingar verða gjørdar í løgtingslóg, skal altíð umhugsast, um tað er neyðugt við skiftisreglum. Um t.d. ein skipan verður broytt, har fólk longu eru partur av hesi skipan, er tað neyðugt at áseta, um broytingin eisini skal galda fyri tey, sum longu eru í skipanini, ella bert fyri tey nýggju, sum koma inn í skipanina.
Ofta eru skiftisreglur bara galdandi fyri ein ávísan bólk av persónum ella t.d. ávíst slag av fyritøku ella virksemi. Tá ið talan er um skiftisreglur, er løgtingslógin sett í gildi, tó soleiðis at tað eru ávísir bólkar av persónum, fyritøkum o.s.fr., sum fáa eitt hóskandi skotbrá at laga seg til nýggju reglurnar.
Skiftisreglur kunnu setast í gildiskomuásetingina sum stk. 2 ella í sjálvstøðuga grein aftan á gildiskomuásetingina. Eru tað nógvar skiftisreglur, er ofta betri at seta skiftisreglurnar í eina sjálvstøðuga grein.
Dømi: Løgtingslóg nr. 136 frá 6. oktober 2011 um keyp og sølu av fastogn o.a.:
§ 35. Tey, sum reka ognarmiðlanarvirksemi og meklaravirksemi, tá ið løgtingslógin kemur í gildi, hava framvegis rætt til at reka hetta virksemi, hóast tey ikki lúka treytirnar í § 8, stk. 1-3, og § 25, stk. 2, nr. 6-7. Hesi hava tó ikki rætt til at nýta heitið ognarmeklari ella annað heiti, sum kann mistakast fyri heitið ognarmeklari, sbr. § 25, stk. 1, 2. og 3. pkt. Stk. 2. Tey, sum eru fevnd av ásetingini í stk. 1, skulu tó innan 1. januar 2016 lúka øll krøv løgtingslógarinnar.
|
Um skiftisregluásetingin í eini broytingarlóg ella broytingarkunngerð hevur fleiri stykki, verður “stk. 1” eisini tilskilað í greinini. Sí nr. 3.1.6. Serligt um gildiskoma og skiftisreglur í broytingarlóg.
Dømi við skiftisreglu í eini broytingarlóg sæst í nr. 2.2.6 um uppseting í greinir og stykkir í broytingarlógum.
Dømi við skiftisreglu í broytingarkunngerð sæst í nr. 2.4.6 um uppseting í greinir og stykkir í broytingarkunngerðum.
****************************************************************************
3.15. Landøkisásetingar: At lóggeva út á sjóøki og uppeftir í luftina
Ein løgtingslóg er sum útgangsstøði galdandi út á 12 fjórðingar á sjónum frá føroysku grundlinjuni og haðani beint upp í loft og út til byrjanina av rúmdini. Hon er galdandi fyri føroysk før, bæði sjófør og flogfør, á hesum økinum og er eisini galdandi fyri føroysk før uttan fyri hetta økið. Hon er sum útgangsstøði eisini galdandi fyri fremmand før innan fyri 12 fjórðingar.
Vit hava tó í ymsum millumtjóða sáttmálum valt at skerja henda rætt at lóggeva. Serliga er tað Havrættarsáttmálin, ið her er viðkomandi. Í Havrættarsáttmálanum er m.a. ásett, at sjófør hava rætt til frítt at sigla gjøgnum økið millum grundlinjuna og 12 fjórðinga markið. Somuleiðis eru serreglur um, hvussu farast skal fram, tá ið revsirættarlig ella borgaralig átøk verða gjørd móti sjóførum, sí grein 27 og 28.
Tá ið tað snýr seg um loftrúmið, so hava Føroyar ikki yvirtikið økið flogferðsla, sí § 1, stk. 2, nr. 4 í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum. Tískil kunnu føroyskir myndugleikar ikki einsamallir lóggeva á hesum øki, men tað kann gerast við, at Løgtingið heitir á ríkismyndugleikarnar um at seta í gildi fyri Føroyar ávísa lóggávu.
Partur IV
Uppseting av ríkislógartilmælum
4.1. Hvat er eitt ríkislógartilmæli?
Á teimum málsøkjum, sum ikki eru yvirtikin, er donsk ríkislóggáva galdandi. Ríkislógir eru fólkatingslógir, sum verða samtyktar av Fólkatinginum í Danmark. Málsøkini, sum eru undir donskum málsræði, verða kallað felagsmál.
Ríkislógartilmæli er eitt tilmæli frá Løgtinginum til danskar ríkismyndugleikar um at seta í gildi fyri Føroyar eina ávísa ríkislóg ella kongliga fyriskipan, sum setur í gildi ríkislóg fyri Føroyar.
Í felagsmálum er hugsanin, at lóggávan á hesum málsøkjum eigur at vera tann sama í Danmark og Føroyum. Tað er bara í undantaksføri, at serlig lóg verður gjørd, sum bara skal vera galdandi fyri Føroyar.
4.1.1. Serstøk ríkislóg fyri Føroyar
Ríkislógartilmæli kann vera ein áheitan um at seta í gildi fyri Føroyar eina serstaka ríkislóg fyri Føroyar. Slík fólkatingslóg skal eisini viðgerast og samtykkjast í Fólkatinginum, áðrenn hon kann fáa gildi fyri Føroyar.
Dømi um serstaka ríkislóg fyri Føroyar er rættargangslógin fyri Føroyar. Rættargangslógin og broytingar í henni skulu altíð gerast við serstakari fólkatingslóg fyri Føroyar. Hetta er tí, at tað stendur í grundlógini § 62, at reglur um rættargang altíð skulu ásetast við lóg. Tá kann konglig fyriskipan ikki brúkast.
Eitt annað dømi um serstaka ríkislóg fyri Føroyar er: Lov nr. 462 af 17. juni 2008 for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse. Serstøk ríkislóg verður brúkt, tá ið t.d. danska lógin á málsøkinum ikki er hóskandi til Føroyar, ella um føroyingar vilja hava serliga lóggávu í Føroyum, sum ikki eisini skal galda í Danmark.
Hesar lógir hava altíð orðingina “Lov for Færøerne ...” í heitinum.
4.1.2. Konglig fyriskipan (anordning)
Tað mest vanliga er, at ein danskur ráðharri hevur fingið heimild í einari samtyktari danskari fólkatingslóg við kongligari fyriskipan at seta ríkislógina heilt ella partvíst í gildi fyri Føroyar. Hendan heimildin er ásett seinast í lógini saman við landøkisásetingini.
Dømi um fyriskipanarheimild:
§ 11
|
Stk. 1. Loven gælder ikke for Færøerne og Grønland, jf. dog stk. 2. Stk. 2. Loven, bortset fra § 3, kan ved kongelig anordning helt eller delvis sættes i kraft for Færøerne og Grønland med de ændringer, som de færøske og grønlandske forhold tilsiger.
|
Tá ið ein ríkislóg verður sett í gildi við kongligari fyriskipan, kunnu ikki verða gjørdar innihaldsligar broytingar í lógini uttan tað, sum er neyðugt vegna serlig føroysk viðurskifti. Sum oftast snýr tað seg um at laga lógina til føroysk viðuskifti, soleiðis at víst verður til viðkomandi myndugleika og lóggávu í Føroyum.
Tað ber til at seta eina ríkislóg partvíst í gildi, t.d. ikki at taka ein kapittul við, sum ikki er viðkomandi fyri Føroyar. Sum høvuðsregla kann verða sagt, at tað ber til at velja og vraka millum greinir í donsku lógini, men ikki ber til at seta nýggjar greinir inn.
Løgting og landsstýri kunnu hava ynski um at fáa gjørt broytingar í eini kongligari fyriskipan, men tað er ráðharrin í viðkomandi stjórnarráði í Danmark, sum ger av, um ein broyting liggur innan fyri fyriskipanarheimildina ella ikki.
Tá ið broyting skal gerast í einari kongligari fyriskipan, kann hetta verða gjørt við einari broytingarfyriskipan.
4.1.3. Ríkislóg, sum hevur beinleiðis gildi fyri Føroyar
Í nøkrum førum skal ein ríkislóg galda beinleiðis í Føroyum. Tá hevur lógin onga landøkisáseting, men bara ígildiskomuáseting. Tá ið lógin er samtykt og kunngjørd, bæði í Lovtidende og Kunngerðarblaðnum, kemur hon vanliga samstundis í gildi í Føroyum, Grønlandi og Danmark.
Hesar ríkislógir verða eisini lagdar fyri Løgtingið sum ríkislógartilmæli, har Løgtingið mælir ríkismyndugleikunum til at seta ríkislógina í gildi fyri Føroyar. Av tí at ríkislógin tá samstundis er til viðgerðar í Fólkatinginum, skal viðgerðin av ríkislógartilmælinum í Løgtinginum vera liðug og uppskotið samtykt, áðrenn ríkislógin verður endaliga samtykt av Fólkatinginum.
Av tí at tað í hesum førum er talan um eina enn ikki endaliga samtykta ríkislóg, er tað møguligt hjá Løgtinginum at seta fram ynski um innihaldsligar broytingar í lógini. Hetta er øðrvísi, enn tá ið talan er um ríkislógir, sum verða settar í gildi við kongligari fyriskipan.
Dømi um ríkislóg, sum geldur beinleiðis fyri Føroyar: Lov nr. 1003 frá 10. oktober 2008 om finansiel stabilitet og tær broytingarlógir, sum seinni hava broytt lógina.
****************************************************************************
4.2. Formlig krøv til innihald í ríkislógartilmælum
4.2.1. Ríkislógartilmæli
Formligu krøvini til innihaldið í ríkislógartilmælum eru sambært § 45 í Tingskipan Føroya Løgtings tey somu sum til løgtingslógaruppskot sambært § 37. Í tingskipanini § 37 eru ásett minstukrøvini til løgtingslógaruppskot, sum skal leggjast fyri Løgtingið. Hetta rundskrivið ásetir fleiri krøv enn sum ásett í tingskipanini § 37 til tey lógaruppskot, sum landsstýrið leggur fyri Løgtingið. Sí nr. 1.2. um viðmerkingar til løgtingslógaruppkot.
Sambært § 15, stk. 1 í stýrisskipanarlógini kunnu løgmaður, landsstýrismaður og løgtingslimur seta fram ríkislógartilmæli í Løgtinginum.
Viðgerðin á Løgtingi av einum ríkislógartilmæli er tann sama sum av einum løgtingslógaruppskoti. Ríkislógartilmæli kann ikki verða endaliga samtykt uttan at hava fingið tríggjar viðgerðir á tingi, og tað verður vanliga eisini viðgjørt av einari løgtingsnevnd millum 1. og 2. viðgerð.
§ 37 í tingskipanini er soljóðandi:
§ 37. Løgtingslógaruppskot skulu hava lógarsnið og skulu hava eitt heiti, sum sigur stutt, hvat í uppskotinum stendur. Stk. 2. Í stórum løgtingslógaruppskotum skal uppskotið verða býtt í hóskandi kapittul við yvirskrift, sum sigur frá tí, í kapitlinum stendur. Í løgtingslógaruppskotum skulu ikki vera ov langir setningar, og skulu løgtingslógaruppskotini vera býtt í hóskandi greinir og stk. Stk. 3. Í viðmerkingunum til lógaruppskot skulu vera hesar viðmerkingar:
1. Almennar viðmerkingar, t.v.s. a) Frágreiðing um galdandi lóggávu og upplýsingar um, hvussu hevur verið, og kann verða funnist at henni, b) ein stuttur samandráttur av nýskapanini við uppskotinum, c) hvør fíggjarligur kostnaður stendst av uppskotinum, d) hvørjir almennir stovnar ella aðrir hava havt uppskotið til ummælis, og hvørjar viðmerkingar teirra hava verið, og
2. Serligar viðmerkingar, har greitt verður frá innihaldinum av hvørjari einstakari grein í uppskotinum. Eisini skal her verða greitt frá ætlanini við greinini, og hvussu hon skal skiljast. |
|
Ríkislógartilmæli víkja grundleggjandi frá løgtingslógaruppskotum við tað, at talan vanliga er um lógartekst, sum longu er galdandi í Danmark, og at ríkismyndugleikarnir í flestu førum hava gjørt uppskotini.
4.2.2. Kunngerð við heimild í ríkislóg (bekendtgørelse)
Sambært stýrisskipanarlógini § 49 er tað avvarðandi landsstýrismaður, sum ummælir uppskot til kunngerðir, sum ráðharri sendir landsstýrinum við atliti at gildisseting í Føroyum. Talan er ofta um kunngerðir, sum longu eru galdandi í Danmark, og at ríkismyndugleikarnir í flestu førum hava gjørt uppskotini.
Í nøkrum førum verður gjørd ein serstøk kunngerð fyri Føroyar, tá ið t.d. danska kunngerðin á málsøkinum ikki er hóskandi fyri Føroyar, ella tá ið talan er um kunngerð, sum hevur heilmild í serstakari ríkislóg fyri Føroyar. Sí sum dømi: Bekendtgørelse nr. 1607 frá 12. december 2016 for Færøerne om godkendelse som adoptant.
Í donskum kunngerðum eigur serliga at verða hugt eftir, um tað í innganginum verður víst til lóg ella kunngerð, sum er sett í gildi í Føroyum, og hvørjar tillagingar eru gjørdar til føroysk viðurskifti.
Stýrisskipan Føroya § 49. Landsstýrið ummælir tey uppskot til kongligar fyriskipanir, sum ikki seta ríkislóg í gildi í Føroyum. Hetta geldur somuleiðis fyri allar kunngerðir, sum ráðharri sendir heimastýrinum við atliti at gildisseting í Føroyum.
|
****************************************************************************
4.3. Uppseting av ríkislógartilmæli
Øll ríkislógartilmæli skulu vera sett upp tøkniliga, sum ásett í hesum rundskrivi. Krøvini eru ásett niðanfyri. Viðmerkingarnar til ríkislógartilmæli eru tær somu sum til løgtingslógir, sí nr. 1.2 um viðmerkingar til løgtingslógaruppskot.
4.3.1. Skabelónir til ríkislógartilmæli
Ríkislógartilmælið verður skrivað í Word-skabelónina, ið lógartænastan hevur gjørt til endamálið. Skabelónin inniheldur øll tøknilig krøv, sum hetta rundskriv ásetur.
Skabelónin er at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
4.3.2. Word, skrift, skriftstødd, talvur, myndir og slóðir
Ríkislógartilmælið verður skrivað í Word. Skriftin skal vera Times New Roman, skriftstøddin skal vera 12, og reglugloppið skal vera 1,0. Teksturin skal vera vinstrasettur, og orðbýti skal ikki verða nýtt. Síðutøl skulu vera niðast og miðsett á síðuni í uppskotinum. Typografifunkan og tabulatorfunkan í Word skal ikki nýtast heldur. Er neyðugt at brúka talvur og myndir, eiga tær ikki at verða settar inn í sjálvan lógartekstin, men í eitt skjal. Slóðir til heimasíður og teldupostadressu skulu hvørki vera virknar ella undirstrikaðar. Tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, kann lógartænastan loyva ella krevja undantøk frá ásetingunum í nr. 4.3.1. og 4.3.2.
Ovast á uppskotinum verður tilskilað:
Løgtingið
Dagfesting: Mál nr.: Málsviðgjørt: Eftirkannað:
Løgtingsmál nr. xx/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ... |
|
Dagfesting: | Dagurin, uppskotið verður sent ávikavist til ummælis, til lógartænastuna, til politiskan og formliga landsstýrisfund og til Løgtingið. |
Mál nr.: | Journalnummarið, ið stovnurin hevur givið uppskotinum. |
Málsviðgjørt: | Forbókstavirnir hjá tí embætisfólkinum, ið hevur viðgjørt málið. |
Eftirkannað: | Lógartænastan dagfestir, nær eftirkanningin av uppskotinum er send stjórnarráðnum. |
Løgtingsmál nr.: | Árstalið hjá løgtingsmáli fylgir tingárinum (ikki kalendaraárinum). Tingárið byrjar á ólavsøku og endar á ólavsøku árið eftir. T.d. er tingárið 2018 frá 29. juli 2018 til 28. juli 2019. |
4.3.3. Heiti á ríkislógartilmæli við ígildisseting av ríkislóg við kongligari fyriskipan (anordning)
Heitið á ríkislógaruppskoti verður miðsett og skrivað við feitum stavum:
Dømi við ígildisseting av einari høvuðslóg: Lov om psykologer m.v. verður sett í gildi í Føroyum:
Uppskot til
Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om psykologer m.v.
|
Dømi við ígildisseting av einari ella fleiri broytingarlógum: Lov om ændring af lov om finansiel virksomhed verður sett í gildi í Føroyum:
Uppskot til
Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om finansiel virksomhed
|
4.3.4. Heiti á ríkislógartilmæli við ígildisseting av serstakari ríkislóg fyri Føroyar
Dømi:
Uppskot til
Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
Lov for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse
|
4.3.5. Heiti á ríkislógartilmæli við ígildisseting av ríkislóg, sum skal hava beinleiðis gildi í Føroyum
Dømi:
Uppskot til
Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2016-2019
|
4.3.6. Stytt heiti
Ríkislóg, sum verður sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan (anordning) ella sum serstøk ríkislóg fyri Føroyar, kann hava eitt stytt heiti.
Hevur lógin eitt stytt heiti, verður tað sett í klombur og skrivað við feitum stavum á linjuna undir vanliga heitinum:
Dømi:
Uppskot til
Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
Anordning om ikrafttræden af lov om Det Centrale Dna-profilregister (Dna-profil-loven)
|
4.3.7. Frágreiðandi heiti
Mælt verður til at geva einum broytingaruppskoti eitt frágreiðandi heiti, sum stutt og greitt og til fulnar lýsir, hvat broytingin snýr seg um, t.d. (Gennemførelse af virksomhedspant) :
Uppskot til
Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
Anordning om delvis ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af konkursloven
(Gennemførelse af virksomhedspant)
4.3.8. Stytt og frágreiðandi heiti samansett
Verður broytt í einari lóg, ið er kunngjørd við einum styttum heiti, og uppskotið fær eitt frágreiðandi heiti, verður tað sett upp soleiðis:
Uppskot til
Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
Lov om ændring af lov for Færøerne af rettens pleje (Retsplejeloven)
(Indgreb i meddelelseshemmeligheden, observation, dataaflæsning, forstyrrelse eller afbrydelse af radio- eller telekommunikation og videoafhøring af børn m.v.)
****************************************************************************
4.4. Tilmæli og lógaruppskot í einum ríkislógartilmæli
4.4.1. Orðing av ríkislógartilmælinum
Sjálvt tilmælið til ríkismyndugleikarnar verður sett niðan fyri heitið og verður orðað soleiðis:
Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar niðanfyristandandi uppskot til Anordning om ...
4.4.2. Lógaruppskotið sett inn í fullum líki
Lógaruppskotið verður sett inn í fullum líki niðanfyri sjálvt ríkislógartilmælið.
Dømi: Løgtingsmál 14/2016:
Uppskot til
Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om pas til danske statsborgere m.v. (Passgjald, fingraprent í pass, heimild til elektroniska sjálvavgreiðslu)
Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar uppskotið niðanfyri um anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om pas til danske statsborgere m.v.
Forslag til
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om pas til danske statsborgere m.v. (Uppskotið verður sett inn her í fullum líki)
|
Tað verður mælt til, at stjórnarráðini biðja ríkismyndugleikan, sum hevur gjørt lógaruppskotið, um at senda ráðnum uppskotið sum word-skjal. Tá er tað ómakaleyst at kopiera tekstin á lógaruppskotinum og seta hann inn niðan fyri sjálvt ríkislógartilmælið.
Í ríkislógartilmælum kann uppskotið setast inn, soleiðis sum tað er sett upp av ríkismyndugleikanum og í tí skapi, sum stjórnarráðið hevur fingið tað, t.d. bara í einum teigi. Tá er tað ikki neyðugt hjá stjórnarráðnum at seta lógartekstin upp í tveimum teigum, soleiðis sum vanligt er við løgtingslógaruppskotum. Stjórnarráðið kann tó av sínum eintingum velja at seta lógaruppskotið upp í tveimum teigum í ríkislógartilmælinum, men tað er ikki eitt krav.
Sí nr. 4.1 um, hvat er eitt ríkislógartilmæli, og nr. 4.2 um formlig krøv til innihald í ríkislógartilmælum.
Vanliga eru tað danskir myndugleikar, sum hava gjørt uppskotið. Tað er týdningarmikið, at føroysku stjórnarráðini taka lut í arbeiðnum við lógaruppskotinum, tí danir kenna ikki til møgulig serlig føroysk viðurskifti, sum kunnu vera á málsøkinum.
Í Justitsministeriets vejledning nr. 59 af 2. juli 2012 om ministeriers behandling af sager vedrørende Færøerne er í parti nr. 3 skrivað eitt sindur um, hvussu danskir myndugleikar eiga at viðgera lógaruppskot o.tíl. í mun til Føroyar.
4.4.3. Fleiri lógaruppskot í somu lóg í einum ríkislógartilmæli
Eru í ríkislógartilmælinum fleiri lógaruppskot í somu lóg, sum ikki øll koma í gildi í senn, verður hvørt lógaruppskotið talmerkt í tíðarrøð og sett inn niðan fyri ríkislógartilmælið í somu nummarrøð.
Hetta dømi er um ígildisseting av eini høvuðslóg, sum er lóg um dna-profilregister (nr. 1) og tveimum broytingarlógum (nr. 2 og 3) til høvuðslógina. Broytingarlógirnar skuldu ikki koma í gildi samstundis sum høvuðslógin, men tað var heimilað løgmálaráðharranum við kunngerð at seta broytingarnar til høvuðslógina í gildi, tá ið ávís viðurskifti vóru greidd.
Uppskot til
Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
Lov om dna-profilregister
Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar uppskotið niðanfyri:
1) Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Det Centrale Dna-profilregister, 2) Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om Det Centrale Dna-profilregister, og 3) Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse love om ændring af lov om Det Centrale Dna-profilregister.
Forslag til
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Det Centrale Dna-profilregister
Uppskot 1 verður sett inn her í fullum líki + møgulig skjøl
Forslag til
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om Det Centrale Dna-profilregister
Uppskot 2 verður sett inn her í fullum líki + møgulig skjøl
Forslag til
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse love om ændring af lov om Det Centrale Dna-profilregister
Uppskot 3 verður sett inn her í fullum líki + møgulig skjøl
|
4.4.4. Heimildarásetingin í kongligari fyriskipan
Danski ráðharrin kann bara brúka heimildina at seta eina lóg í gildi í Føroyum eina ferð. Í myndatalu verður sagt, at ráðharrin hevur: “Eitt skot í byrsuni”.
Tað má tí verða umhugsað gjølla, hvørjar ásetingar skulu setast í gildi fyri Føroyar, tí tað ber ikki til seinni at angra og biðja um at fáa fleiri ásetingar settar í gildi, ella at fáa ásetingar settar úr gildi aftur.
Í savningarlógum, har fleiri lógir verða broyttar í einari lóg, kann ráðharrin brúka heimildina eina ferð til hvørja lóg.
Dømi: Lov nr. 155 frá 28. februar 2012 om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om værdipapirhandel m.v., lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme og forskellige andre love samt ophævelse af lov om pengesedler i Grønland.
§ 12
Stk. 1. §§ 1-4, 6, 9 og 10 gælder ikke for Færøerne og Grønland, jf. dog stk. 2-5. Stk. 2. § 5 gælder ikke for Færøerne. Stk. 3. §§ 1-3, 6, 9 og 10 kan ved kongelig anordning sættes helt eller delvis i kraft for Færøerne og Grønland med de ændringer, som de færøske og grønlandske forhold tilsiger. Stk. 4. § 4 kan ved kongelig anordning sættes helt eller delvis i kraft for Grønland med de ændringer, som de grønlandske forhold tilsiger. Stk. 5. § 8 kan ved kongelig anordning sættes helt eller delvis i kraft for Færøerne med de ændringer, som de færøske forhold tilsiger.
|
4.4.5. Inngangur
Inngangurin í eini kongligari fyriskipan skal vísa á lógarásetingina, sum gevur ráðharranum heimild at seta lógina og møguligar broytingar í gildi fyri Føroyar. Við ígildisseting av broyting í ríkislóg fyri Føroyar skal í innganginum einans vísast til lógir, sum eru settar í gildi fyri Føroyar, og sum eru kunngjørdar í Kunngerðablaðnum B.
4.4.5.1. Høvuðslóg verður sett í gildi
Í innganginum til eina kongliga fyriskipan verður víst til ríkislógina, sum skal setast í gildi, og heimildarásetingin í ríkislógini verður víst í einari notu (her nota 2).
Dømi: Anordning nr. 721 frá 13. august 2001:
I medfør af § 222) i lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrunden for denne virksomhed, bestemmes det, at loven sættes i kraft for Færøerne i følgende affattelse:
(§ 1, § 2 .... § 21, ið eru ásetingarnar í lógini) _____________________________ 2) Bestemmelsen har følgende ordlyd: “Loven gælder ikke for Færøerne og Grønland, men kan ved kongelig anordning sættes i kraft for disse landsdele med de afvigelser, som de særlige færøske og grønlandske forhold tilsiger.” |
4.4.5.2. Høvuðslóg og seinni lógarbroytingar verða settar í gildi
Verða við lógaruppskotinum høvuðslógin og seinni broytingar settar í gildi í Føroyum í senn, eiga allar ríkislógirnar, tvs. bæði høvuðslógin og broytingarlógirnar, at verða nevndar í innganginum.
Dømi: Anordning nr. 1472 frá 16. december 2013 om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed:
I medfør af § 971) i lov nr. 451 af 22. maj 2006 om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed, § 42) i lov nr. 537 af 17. juni 2008 om ændring af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed (Autorisation som social- og sundhedsassistent), § 5, stk. 2,3) i lov nr. 538 af 17. juni 2008 om ændring af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed (Autorisation som social- og sundhedsassistent), § 9, stk. 2,4) i lov nr. 706 af 25. juni 2010 om ændring af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet, lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed, sundhedsloven og forskellige andre love (Et nyt patientklagesystem, mulighed for at klage over sundhedsvæsenets sundhedsfaglige virksomhed, forenkling af regler om tilsynsforanstaltninger m.v.), § 3, stk. 2,5) i lov nr. 155 af 26. februar 2011 om ændring af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed (Autorisation som optometrist m.v.) og § 4, stk. 2,6) i lov nr. 361 af 9. april 2013 om ændring af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed (Midlertidig autorisationsfritagelse ved manglende medvirken ved tilsyn og mulighed for Sundhedsstyrelsen for at stille sundhedsmæssige krav til behandlingssteders virksomhed) fastsættes, at lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed skal gælde for Færøerne i følgende affattelse:
§§1–95 (ásetingarnar í lógini) ________________________________ Endanotur
1) Bestemmelsen har følgende ordlyd: “§ 97. Loven gælder ikke for Færøerne og Grønland, men kan ved kongelig anordning sættes helt eller delvis i kraft for Færøerne med de afvigelser, som de særlige færøske forhold tilsiger.” 2) Bestemmelsen har følgende ordlyd: “§ 4. Loven gælder ikke for Færøerne og Grønland, men kan ved kongelig anordning sættes helt eller delvis i kraft for Færøerne med de afvigelser, som de særlige færøske forhold tilsiger.” 3) Bestemmelsen har følgende ordlyd: “Stk. 2. § 1, nr. 1, 7 og 16–24, og § 2 kan ved kongelig anordning sættes helt eller delvis i kraft for Færøerne med de afvigelser, som de særlige færøske forhold tilsiger.” 4) Bestemmelsen har følgende ordlyd: “Stk. 2. Loven kan ved kongelig anordning sættes helt eller delvis i kraft for Færøerne med de afvigelser, som de færøske forhold tilsiger.” 5) Bestemmelsen har følgende ordlyd: “Stk. 2. Loven kan ved kongelig anordning sættes helt eller delvis i kraft for Færøerne med de afvigelser, som de færøske forhold tilsiger.” 6) Bestemmelsen har følgende ordlyd: “Stk. 2. Loven kan ved kongelig anordning sættes helt eller delvis i kraft for Færøerne med de afvigelser, som de færøske forhold tilsiger.”
|
4.4.5.3. Broyting í ríkislóg fyri Føroyar
Í innganginum til eina ríkislóg, sum skal seta eina broytingarlóg í gildi, eigur bara at verða víst til eina ríkislóg, sum er galdandi og kunngjørd í Føroyum.
Dømi við ríkislóg: Lov nr. 731 frá 25. juni 2014 om ændring af lov for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse:
I lov nr. 462 af 17. juni 2008 for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse foretages følgende ændringer:
|
4.4.5.4. Broyting í kongligari fyriskipan (ændringsanordning)
Í innganginum til eina kongliga fyriskipan (ændringsanordning), sum skal seta eina broytingarlóg í gildi, eigur bara at verða víst til eina kongliga fyriskipan, sum er galdandi og kunngjørd í Føroyum.
Tá verður í innganginum til fyriskipanina víst til ta donsku ríkislógina, sum heimilar ráðharranum at seta broytingarlógina í gildi í Føroyum. Eins og við vanligum broytingarlógum verða í § 1 broytingarnar í lógini settar upp í nummarrøð. Í innganginum til grein § 1 skal verða víst til heitið á lógini (fyriskipanini), sum skal verða broytt, soleiðis sum hon er kunngjørd í Føroyum. § 2 er vanliga gildiskomuásetingin.
Dømi við kongligari fyriskipan: Anordning nr. 677 frá 17. juni 2013 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af udlændingeloven:
I medfør af § 52) i lov nr. 1511 af 27. december 2009 om ændring af udlændingeloven (Gennemførelse af forordning om en fællesskabskodeks for visa (visumkodeks), bemyndigelse til at fastsætte regler om studieaktivitet m.v.) bestemmes: § 1 I udlændingeloven, som sat i kraft for Færøerne ved anordning nr. 182 af 22. marts 2001, foretages følgende ændring: 1. .....
|
4.4.5.5. Savningarlóg (broytingar í fleiri lógum í einum lógaruppskoti)
Í einari savningarlóg, har gjørdar verða lógarbroytingar í fleiri lógum, sum skulu setast í gildi í Føroyum, verður í innganginum víst til ta donsku ríkislógina, sum heimilar ráðharranum at seta lógirnar (lógarbroytingarnar) í gildi í Føroyum.
Eins og í vanligum broytingarlógum fær hvør lóg sína grein. Í innganginum til hvørja grein skal verða víst til heitið á lógini, sum skal broytast, soleiðis sum hon er kunngjørd í Føroyum.
Dømi við savningarlóg: Anordning nr. 398 frá 20. apríl 2019 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af retsplejeloven og forskellige andre love (ændringer som følge af værgemålsloven) og lov om ændring af forskellige lovbestemmelser om umyndighed m.v. (ændringer som følge af værgemålsloven):
I medfør af § 24, stk. 2,1) i lov nr. 389 af 14. juni 1995 om ændring af retsplejeloven og forskellige andre love (Ændringer som følge af værgemålsloven) og § 35, stk. 3,2) i lov nr. 386 af 22. maj 1996 om ændring af forskellige lovbestemmelser om umyndighed m.v. (Ændringer som følge af værgemålsloven) fastsættes:
§ 1
I lov nr. 242 af 8. maj 1917 om aftaler og retshandler på formuerettens område, som ændret ved § 3 i anordning nr. 150 af 21. marts 1988, foretages følgende ændringer:
§ 2
I lov nr. 146 af 13. april 1938 om gældsbreve, som ændret senest ved § 2 i anordning nr. 184 af 15. marts 198 9, foretages følgende ændring:
§ 3
I lov om ægteskabs indgåelse og opløsning, jf. lovbekendtgørelse nr. 147 af 9. marts 1999, som sat i kraft for Færøerne ved anordning nr. 37 af 22. januar 2002, og som ændret ved § 33 i anordning nr. 228 af 15. marts 2007, foretages følgende ændringer:
(o.s.fr. §§ 4–13)
Endanotur: 1) Bestemmelsen har følgende ordlyd: “§§ 4–15, 18, 19 og 21 kan ved kongelig anordning sættes i kraft for Færøerne med de afvigelser, som de særlige færøske forhold tilsiger.” 2) Bestemmelsen har følgende ordlyd: “§§ 3, 7, 8, 19, 27, 28 og 30 kan ved kongelig anordning sættes i kraft for Færøerne med de afvigelser, som de særlige færøske forhold tilsiger.”
|
4.4.6. Serlig føroysk viðurskifti
Vanliga er talan um lógartekst, sum longu er galdandi í Danmark, og tí er avmarkað, hvat føroyingar kunnu broyta í innihaldinum. Tað eigur tó altíð at verða umhugsað, um tillagingar eiga at verða gjørdar í lógini, so hon hóskar til føroysk viðurskifti. Hetta kann t.d. vera at víst verður til føroyskar løgtingslógir á yvirtiknum málsøki, navn á føroyskum almennum stovnum og myndugleikum, sum vera nevndir í ríkislógini o.tíl.
Eisini eigur at verða umhugsað, at revsiásetingar og møgulig kæra ella eftirlit hóskar til føroysk viðurskifti.
Tað er viðkomandi danski ráðharrin, sum ger av, um ynsktar broytingar kunnu metast at ligga innan fyri fyriskipanarheimildina.
4.4.7. Gildiskoma í kongligari fyriskipan
Fyrr var vanligt, at lóggávan, sum var galdandi framman undan einari nýggjari kongligari fyriskipan, varð sett úr gildi, samstundis sum kongliga fyriskipanin kom í gildi.
Dømi: Anordning nr. 655 frá 14. juni 2011 om ikrafttræden for Færøerne af lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme:
§ 31. Anordningen træder i kraft den 1. juli 2011. Stk. 2. Følgende lovbestemmelser ophæves:
|
Síðani á leið 2012 hava ríkismyndugleikarnir broytt hugsan um hetta. Tá ið konglig fyriskipan nú verður sett í gildi í Føroyum á hesum øki, sum broytir eina kongliga fyriskipan, sum longu er í gildi, verður “gamla” fyriskipanin ikki longur sett úr gildi.
Dømi: Anordning nr. 245 frá 16. marts 2012 om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed:
§ 375. Anordningen træder i kraft den 1. april 2012. Stk. 2. Fonde omfattet af § 209 i anordningen skal ved ordinært eller ekstraordinært bestyrelsesmøde, generalforsamling eller lignende øverste forsamling senest 6 måneder efter anordningens ikrafttræden have bragt bestyrelsens sammensætning i overensstemmelse med § 209. Igangværende udpegningsperioder respekteres.
|
4.4.8. Kunngerðir givnar við heimild í lógini
Tað eigur ikki at verða ásett í lógini, at kunngerðir (bekendtgørelser), sum eru givnar við heimild í lógini í Danmark, skulu galda í Føroyum. Løgtingið er lóggevandi og skal ikki taka støðu til kunngerðir.
Tí skulu møguligar kunngerðir, sum hava heimild í einari ríkislóg, setast í gildi, aftan á at lógin er sett í gildi í Føroyum. Hetta verður gjørt í samráð við avvarðandi landsstýrismann. Sí nr. 4.2.2. um kunngerð við heimild í ríkislóg (bekendtgørelse).
4.4.9. Lógin hevur tilvísingar til ES-reglur, sum eisini skulu galda í Føroyum
Føroyar eru ikki partur av Evropeiska Samveldinum eins og Danmark. Eru tað í ríkislógini, sum skal setast í gildi í Føroyum, tilvísingar til ES-fyriskipanir og ES-direktivir, er tað neyðugt, at hesar ES-rættarreglur eisini eru partur av lógaruppskotinum.
Hetta verður gjørt við, at ES-rættarreglurnar heilt ella partvíst verða lagdar við lógaruppskotinum sum skjøl, sum skulu kunngerast í Kunngerðablaðnum saman við kongligu fyriskipanini. Sí nr. 4.6.
Fyri at fáa skjølini kunngjørd saman við lógini, skal tað setast ein nota aftan á heitið á lógini (í døminum niðanfyri: nota nr. 1), sum ásetir hvørji skjøl skulu kunngerast í Føroyum saman við lógini. Hesi skjølini verða vanliga ikki kunngjørd í Lovtidende, og skulu tí setast inn áðrenn lógin verður kunngjørd í Kunngerðarblaðnum.
Dømi: Anordning nr. 677 frá 17. juni 2013 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af udlændingeloven:
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af udlændingeloven (Gennemførelse af forordning om en fællesskabskodeks for visa (visumkodeks), bemyndigelse til at fastsætte regler om studieaktivitet m.v.)1)
I medfør af § 52) i lov nr. 1511 af 27. december 2009 om ændring af udlændingeloven (Gennemførelse af forordning om en fællesskabskodeks for visa (visumkodeks), bemyndigelse til at fastsætte regler om studieaktivitet m.v.) bestemmes:
(§§ 1 og 2 eru ásetingar í lógini) 1) Som bilag med henblik på samtidig kundgørelse optages Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EF) nr. 810/2009 af 13. juli 2009 om en fællesskabskodeks for visa (visumkodeks) (Bilag 1), Kommissionens forordning (EU) nr. 977/2011 af 3. oktober 2011 om ændring af Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EF) nr. 810/2009 om en fællesskabskodeks for visa (visumkodeks) (Bilag 2), Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 154/2012 af 15. februar 2012 om ændring af forordning (EF) nr. 810/2009 om en fællesskabskodeks for visa (visumkodeks) (Bilag 3), Europa-Parlamentets og Rådets forordning nr. 767/2008 af 9. juli 2008 om visuminformationssystemet (VIS) og udveksling af oplysninger mellem medlemsstaterne om visa til kortvarigt ophold (VIS-forordningen) (Bilag 4) og Rådsafgørelse 2008/633/RIA om adgang til søgning i visumsystemet (VIS) for de udpegede myndigheder i medlemsstaterne og for Europol med henblik på forebyggelse, afsløring og efterforskning af terrorhandlinger og andre alvorlige strafbare handlinger (Bilag 5). 2) Bestemmelsen har følgende ordlyd: “Loven gælder ikke for Færøerne og Grønland, men kan ved kongelig anordning helt eller delvis sættes i kraft for Færøerne og Grønland med de afvigelser, som de færøske eller grønlandske forhold tilsiger.” |
****************************************************************************
4.5. Viðmerkingar til ríkislógartilmæli
Viðmerkingarnar til eitt ríkislógartilmæli verða gjørdar eftir sama leisti sum viðmerkingar til løgtingslógaruppskot. Sí nr. 1.2 um viðmerkingar til løgtingslógaruppskot.
Viðmerkingarnar verða settar inn aftan á sjálvt lógaruppskotið og møgulig skjøl til lógaruppskotið í ríkislógartilmælinum.
Tá ið uppskot til ríkislóg verður sent føroyingum, hava donsku myndugleikarnir vanliga eisini gjørt ein stuttan samandrátt av innihaldinum í lógaruppskotinum. Hesin samandráttur eigur heilt ella partvíst at verða umsettur og skrivaður inn í viðmerkingarnar á føroyskum. Samandrátturin kann harumframt eisini verða lagdur við sum fylgiskjal til ríkislógartilmælið.
****************************************************************************
4.6. Skjøl og fylgiskjøl
Av tí at sjálvt lógaruppskotið nú verður skrivað inn í ríkislógartilmælið, er tað ikki neyðugt at leggja sjálvt lógaruppskotið hjá sum serstakt skjal til ríkislógartilmælið, soleiðis sum gjørt var fyrr.
Eru skjøl, sum skulu hava lógargildi, til sjálvt lógaruppskotið í einum ríkislógartilmæli, verða tey eisini sett inn í fullum líki beint aftan á sjálvt lógaruppskotið og frammanfyri viðmerkingarnar til ríkislógartilmæli. Hetta kann t.d. vera eitt kort ella talva ella ES-rættarreglur, sum heilt ella partvíst eru lagdar við lógaruppskotinum sum skjøl, og sum skulu kunngerast í Kunngerðablaðnum saman við kongligu fyriskipanini.
Fylgiskjøl: Eitt yvirlit yvir hjáløgd fylgiskjøl til ríkislógartilmæli verður sett vinstrumegin á síðuni, aftan á undirskriftina hjá landsstýrismanninum.
Sum fylgiskjal til ríkislógartilmæli kann leggjast hjá t.d.:
1) Javntekstur,
2) ein samandráttur av uppskotinum, sum ríkismyndugleikarnir hava gjørt,
3) lógaruppskotið við viðmerkingum, soleiðis sum tað varð lagt fyri Fólkatingið,
4) betænkning, sum hevur verið grundarstøðið fyri lógini, og
5) ummælir o.a.
Sí eisini nr. 1.2.4 um fylgiskjøl til lógaruppskot.
Dømi: Løgtingsmál nr. 14/2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om pas til danske statsborgere m.v. (Passgjald, fingraprent í pass, heimild til elektroniska sjálvavgreiðslu):
Løgmansskrivstovan, 23. september 2016
Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður / Marjun Hanusardóttir (sign.)
Yvirlit yvir fylgiskjøl:
Fylgiskjal 1. Javntekstur Fylgiskjal 2. Fylgiskriv, dagfest 22. oktober 2015, frá Justitsministeriet Fylgiskjal 3. UDKAST til Bekendtgørelse for Færøerne af lov om pas til danske statsborgere m.v. (Lovbekendtgørelse) Fylgiskjal 4. Bekendtgørelse nr. 994 frá 11. oktober 2012 for Færøerne om pas m.v. Fylgiskjal 5. Ummæli frá Føroya Politi, dagfest 18. februar 2016
|
Partur V
Serstakur lóggávuháttur til ávísar ES-rættarreglur og ávísar kunngerðir
5.1. Um at seta ávísar ES-rættarreglur í gildi í Føroyum
5.1.1. ES-fyriskipanir og direktivir
Við atliti at, hvat góð lógardygd er, er útgangsstøðið, at vit í mest møguligan mun skulu stremba eftir, at í Føroyum verður føroysk lóggáva skrivað á føroyskum, undantikið ríkislóggáva, sum er á donskum. Tað er tó so, at á fleiri fakøkjum tykist í størri og størri mun at vera neyðugt at seta ES-rættarreglur í gildi í Føroyum.
Á yvirtiknum málsøkjum sum t.d. á tryggingarøkinum, sjóvinnuøkinum, grannskoðaraøkinum og matvøruøkinum, skal lóggávan gerast sum løgtingslógir. At umseta hesar mangan drúgvu ES-rættarreglur til føroyskt er eyðsýnt sera tíðarkrevjandi, og tað er greitt, at okkara umsiting hevur als ikki orku at lyfta slíka uppgávu.
Á felagsøkjum eru tað ríkismyndugleikarnir, sum hava uppgávuna at gera uppskot til lóg, sum skal seta í gildi ES-rættarreglur í føroyska lóggávu, tá ið føroyskir myndugleikar biðja um tað. Eins og tað er galdandi fyri okkara egnu umsiting, so er uppgávan at gera eitt lógaruppskot um “Lov for Færøerne om ...”, har ES-rættarreglur verða gjørdar um til vanligar fólkatingslógir, eisini eitt ómetaligt drúgt arbeiðið, sum heldur ikki ríkismyndugleikarnir hava orku til.
5.1.2. Serstakur lóggávuleistur
Tað er tí í ávísum føri neyðugt eisini at taka meiri praktisk atlit soleiðis, at tað verður góðtikið, at ES-rættarreglur kunnu verða settar í gildi við løgtingslóg ella ríkislóg soleiðis, at tað verður gjørd ein styttri ígildissetingarlóg, har sjálv ES-fyriskipanin ella ES-direktivið í tí líki, hon er gjørd av ES-myndugleikum, verður løgd hjá sum skjal til lógina, sum antin er ein løgtingslóg ella ríkislóg.
Sera stórt nærlagni krevst, tá ið hesin gildiskomuhátturin sum undantak verður brúktur, og tað rúgvusmikla tilfarið, sum víst verður til í ES-rættarreglunum, má lesast gjølla ígjøgnum:
1) Tryggjast má, at røttu ES-fyriskipanirnar ella ES-direktivini verða lagdar hjá saman við gildiskomulógini, og í hesum sambandi má ansast eftir “kineskiska eskjusysteminum”, tí at roknast má við, at ES-fyriskipanin vísir til reglu í onkrari aðrari ES-fyriskipan, og tá má støða takast til, hvussu hon skal skiljast í Føroyum.
2) Neyðugt er at vera sera ansin at tryggja, at har heimild er í ES-fyriskipanum til ES-Kommissiónina ella ES-Tingið, verður hon løgd til gildugan føroyskan ella danskan myndugleika.
Tað eru ES-fyriskipanir á lógarstøði, sum verða lagdar fyri Løgtingið til støðutakan, men ES-fulltrúafyriskipanir (delegerede forordninger), sum eru kunngerðir á ES-støði, skulu ikki leggjast fyri Løgtingið, eins og vanligar føroyskar kunngerðir ella donsk “bekendtgørelser” heldur ikki skulu leggjast fyri Løgtingið.
Stýrisskipan Føroya § 49. Landsstýrið ummælir tey uppskot til kongligar fyriskipanir, sum ikki seta ríkislóg í gildi í Føroyum. Hetta geldur somuleiðis fyri allar kunngerðir, sum ráðharri sendir heimastýrinum við atliti at gildisseting í Føroyum.
|
Tað er sera týdningarmikið at vera varugur við, at virknaðurin av at seta í gildi ES-reglur á hendan serstaka hátt í føroyska lóggávu, ikki hevur við sær, at ES-myndugleikar og ES-stovnar við hesum fáa nakran myndugleika í Føroyum. Allar heimildir eru framhaldandi hjá føroyskum myndugleika í sermálum ella ríkismyndugleika í felagsmálum, eins og tað er við aðrari lóggávu fyri Føroyar.
5.1.3. Treytirnar fyri, nær hesin serstaki ES-lóggávuleistur kann brúkast
Hesin leistur eigur einans at verða brúktur, tá ið talan er um lóggávu, sum er serliga teknisk ella drúgv, og sum vendir sær til ein avmarkaðan serkønan skara sum t.d. bankar, tryggingar o.tíl.
Lóggáva, sum vendir sær til vanliga borgaran, eigur framvegis at vera gjørd sum vanlig løgtingslóg á føroyskum ella vanlig ríkislóg á donskum.
Tað eigur eisini at vera mett av stjórnarráðnum, at arbeiðsorkan og kostnaðurin av at umseta og tillaga ES-rættarreglurnar til vanliga føroyska løgtingslóg ella danska ríkislóg als ikki stendur í mát við nyttuna og fyrimunirnar at hava lóggávuna sum vanliga løgtingslóg ella ríkislóg, og at støðan við ongari ella afturúrsigldari lóggávu á einum fakøki er eitt størri vandamál fyri Føroyar.
Tað eru einans ES-fyriskipanir og ES-direktivir, sum eru rættarreglur á lógarstigi, sum kunnu setast í gildi við, at tær verða lagdar hjá sum skjal til løgtingslógina ella ríkislógina, sum setir hesa lóggávuna í gildi. ES-fyriskipanir og ES-direktivir verða á hendan hátt til vanliga føroyska løgtingslóg ella ríkislóg,
ES-fulltrúafyriskipanir eru reglur á kunngerðarstøði. Tær verða settar í gildi við, at tær verða lagdar hjá sum skjal til kunngerð ella “bekendtgørelse”, sum setir lóggávuna í gildi fyri Føroyar. Tær verða eins og vanligar kunngerðir og “bekendtgørelser” ikki lagdar fyri Løgtingið, men verða avgreiddar ella ummældar av avvarðandi landsstýrismanni.
5.1.4. Innihaldið í ígildissetingarlógini
Í sjálvari ígildissetingarlógini, sum antin er ein løgtingslóg ella ríkislóg, skulu nakrar yvirskipaðar ásetingar vera, so sum:
1) Heimild til landsstýrismannin ella ráðharran at laga ES-rættarreglurnar skipanarliga, men ikki innihaldsliga, til føroysk viðurskifti. Hetta er sami leistur, sum verður brúktur í ríkislóg, sum heimilar einum ráðharra til seta lóg í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan.
2) Í ígildissetingarlógini skal støða verða tikin til, hvussu ásetingar í ES-fyriskipanini skulu skiljast í Føroyum, um víst verður til aðrar ES-fyriskipanir, ES-direktiv ella ES-avgerðir o.a. frá ES-myndugleikum, sum ikki er galdandi fyri Føroyar.
3) Landsstýrismaðurin ella ráðharrin skal eisini hava heimild at áseta, at ES-fulltrúafyriskipanir og ávísar ES-avgerðir o.a. hjá ES-Kommissiónini eisini skulu galda í Føroyum. ES-fulltrúafyriskipanir eru kunngerðir á ES-støði.
4) Eisini mugu revsireglur, gildiskoma o.a. vera í sjálvari ígildissetingarlógini.
5.1.5. Umsitingarligar avleiðingar
Serstaki lóggávuhátturin tryggjar eina smidliga verkseting av eini lóggávu í Føroyum, sum samsvarar við lóggávuna, sum er ásett í ES-fyriskipanum. Hetta gevur eisini betri møguleika fyri skjótt at dagføra føroysku lóggávuna, har tað er viðkomandi.
Ein annar fyrimunur við hesum leistinum er, at tað er væl lættari at sannføra ES-myndugleikar um, at føroyska lóggávan samsvarar við ES-lóggávuna, tá ið víst kann verða á, at sjálv ES-fyriskipanin er sett í gildi í Føroyum. Um ES-rættarreglurnar hinvegin eru skrivaðar inn í vanliga løgtingslóg ella ríkislóg, so er neyðugt hjá ES-myndugleikum at gjøgnuganga føroysku lóggávuna fyri at eftirkanna, um føroyska lóggávan er sambærilig við ES-lóggávu. Hetta er tyngri mannagongd, og tað er størri møguleiki fyri, at føroyska lóggávan ikki verður góðkend, tí t.d. at umsetingin av ES-reglunum til føroyskt ikki hevur verið nóg neyv o.s.fr. Eisini tekur slík góðkenning vanliga væl longri tíð.
5.1.6. Góðkenning frá lógartænastuni
Áðrenn stjórnarráðini fara undir at gera lógaruppskot eftir hesum leistinum, eigur stjórnarráðið at umrøða hetta við lógartænastuna, sum tekur endaliga støðu til spurningin, um serstaki ES-lóggávuleisturin hendingaferð kann brúkast í ítøkiliga førinum.
****************************************************************************
5.2. Uppseting av uppskoti sambært serstaka lóggávuháttinum
Uppskot sambært serstaka lóggávuháttinum til at seta í gildi ES-rættarreglur skulu vera sett upp tøkniliga sum ásett í hesum rundskrivi. Krøvini eru ásett niðanfyri.
5.2.1. Skabelónir til uppskotið sambært serstaka lóggávuháttinum
Uppskot sambært serstaka lóggávuháttinum verða skrivað í Word skabelónina, ið lógartænastan hevur gjørt til endamálið. Skabelónin inniheldur øll tøknilig krøv, sum hetta rundskriv ásetur.
Skabelónin er at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
5.2.2. Word, skrift, skriftstødd, talvur, myndir og slóðir
ES-rættarregluuppskotið verður skrivað í Word. Skriftin skal vera Times New Roman, skriftstøddin skal vera 12, og reglugloppið skal vera 1,0. Teksturin skal vera vinstrasettur, og orðbýti skal ikki verða nýtt. Síðutøl skulu vera niðast og miðsett á síðuni í uppskotinum. Typografifunkan og tabulatorfunkan í Word skal ikki nýtast heldur. Er neyðugt at brúka talvur og myndir, eiga tær ikki at verða settar inn í sjálvan lógartekstin, men settar í eitt skjal. Slóðir til heimasíður og teldupost adressu skulu hvørki vera virknar ella undirstrikaðar. Tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, kann lógartænastan loyva ella krevja undantøk frá ásetingunum í nr. 5.2.1. og 5.2.2.
Ovast á uppskotinum verður tilskilað:
Løgtingið
Dagfesting: Mál nr.: Málsviðgjørt: Eftirkannað:
Løgtingsmál nr. xx/2018: Uppskot til løgtingslóg um ... |
|
Dagfesting: | Dagurin, uppskotið verður sent ávikavist til ummælis, til lógartænastuna, til politiskan og formliga landsstýrisfund og til Løgtingið. |
Mál nr.: | Journalnummarið, ið stovnurin hevur givið uppskotinum. |
Málsviðgjørt: | Forbókstavirnir hjá tí embætisfólkinum, ið hevur viðgjørt málið. |
Eftirkannað: | Lógartænastan dagfestir, nær eftirkanningin av uppskotinum er send stjórnarráðnum. |
Løgtingsmál nr.: | Árstalið hjá løgtingsmáli fylgir tingárinum (ikki kalendaraárinum). Tingárið byrjar á ólavsøku og endar á ólavsøku árið eftir. T.d. er tingárið 2018 frá 29. juli 2018 til 28. juli 2019. |
****************************************************************************
5.3. Dømi um orðing í ígildissetanarlóg við løgtingslóg
Niðanfyri ery vístir fimm ymiskar hættir at laga ES-rættarreglurnar til føroyska lóggávu í løgtingslóg. Allir fimm hættirnir kunnu brúkast í somu ígildissetingarlóg, soleiðis sum tað verður mett at hóska best at laga orðing ella tilvísing í ávísum artikkli til føroyska lóggávu.
§ 1. Ásetingarnar í Europa-Kommissionens forordning (EU) 2015/61 af 10. oktober 2014 om ... skulu galda fyri Føroyar við hesum tillagingum: 1) Direktiv 2013/36/EU, sum víst verður til í artikkli 2, nr. 1, artikkli 3, nr. 9, artikkli 7, nr. 4, litra g, artikkli 8, nr. 6, litra b og artikkli 13, nr. 13, er sett í gildi fyri Føroyar við løgtingslóg/lóg/kongligari fyriskipan nr. xx frá xx ella 2) Direktiv 2013/36/EU, sum víst verður til í artikkli 2, nr. 1, artikkli 3, nr. 9, artikkli 7, nr. 4, litra g, artikkli 8, nr. 6, litra b og artikkli 13, nr. 13, er kunngjørt í Føroyum sum skjal nr. XX til løgtingslóg/lóg/kongliga fyriskipan nr. xx af xx ella 3) ES-fyriskipan 2013/36/EU, sum víst verður til í artikkli 2, nr. 1, artikkli 3, nr. 9, artikkli 7, nr. 4, litra g, artikkli 8, nr. 6, litra b og artikkli 13, nr. 13, er (heilt ella lutvíst) løgd hjá sum skjal 2 til hesa løgtingslóg. ella 4) Artikkul 1, nr. 1 fevnir um hesi hesir kredittstovnar: ... (Allýsingin verður skrivað beinleiðis inn í løgtingslógina sum ein frágreiðandi tekstur) ella 5) Í artikkli 3, nr. 9 skal “bilag I til direktiv 2013/36/EU” skiljast soleiðis: ... (t.d. yvirlit yvir virksemi, sum er fevnt av sínámillum viðurkenning ... osfr.) Stk. 2. Forordningen (EU) 2015/61 af 10. oktober 2014 om ... er hjáløgd sum skjal 1 til hesa løgtingslóg.
|
****************************************************************************
5.4. Dømi um orðing í ígildissetanarlóg við ríkislóg
Niðanfyri eru vístir fimm ymiskar hættir at laga ES-rættarreglurnar til ríkislóg, sum skal galda í Føroyum á felagsøki. Allir fimm hættirnir kunnu brúkast í somu ígildissetingarlóg, soleiðis sum tað verður mett at vera best at laga orðing ella tilvísing í ávísum artikkli til føroyska lóggávu.
§ 1. Bestemmelserne i Europa-Kommissionens forordning (EU) 2015/61 af 10. oktober 2014 om ... gælder for Færøerne med følgende tilpasninger: 1) Direktiv 2013/36/EU, som der henvises til i artikel 2, nr. 1, artikel 3, nr. 9, artikel 7, nr. 4, litra g, artikel 8, nr. 6, litra b og artikel 13, nr. 13, er sat i kraft for Færøerne ved lov/anordning nr. xx af xx ella 2) Direktiv 2013/36/EU, som der henvises til i artikel 2, nr. 1, artikel 3, nr. 9, artikel 7, nr. 4, litra g, artikel 8, nr. 6, litra b og artikel 13, nr. 13, er kundgjort på Færøerne som bilag nr. XX til lov/anordning nr. xx af xx ella 3) Forordning 2013/36/EU, som der henvises til i artikel 2, nr. 1, artikel 3, nr. 9, artikel 7, nr. 4, litra g, artikel 8, nr. 6, litra b og artikel 13, nr. 13, er (helt eller delvis) optaget som bilag 2 til denne lov ella 4) Artikel 1, nr. 1 omfatter følgende kreditinstitutter: Definition skrives direkte ind i loven som en forklarende tekst ... ella 5) I artikel 3, nr. 9 skal “bilag I til direktiv 2013/36/EU” forstås således: Liste over de aktiviteter, der er omfattet af gensidig anerkendelse ... osv. Stk. 2. Forordningen (EU) 2015/61 af 10. oktober 2014 om ... er optaget som bilag 1 til denne lov.
|
****************************************************************************
5.5. Dømi um ríkislóg eftir hesum leisti
Við Lov nr. 648 af 18. maj 2015 for Færøerne om kapitalkrav og tilsynsmæssige krav for kreditinstitutter og investeringsselskaber varð CRR-fyriskipanin sett í gildi í Føroyum. Tað var fyrstu ferð, at hesin serstaki lóggávuleisturin varð royndur. Leisturin er síðani eftirmettur, og niðurstøðan hjá lógartænastuni er, at sjálv ígildissetingarlógin eigur at laga ES-rættarreglurnar munandi betri og neyvari til føroysk viðurskifti, enn gjørt varð í CRR-fyriskipanini.
Dømi: Lov nr. 648 af 18. maj 2015 for Færøerne om kapitalkrav og tilsynsmæssige krav for kreditinstitutterog investeringsselskaber:
Lov for Færøerne om kapitalkrav og tilsynsmæssige krav for kreditinstitutter og investeringsselskaber
VI MARGRETHE DEN ANDEN, af Guds Nåde Danmarks Dronning, gør vitterligt:
Folketinget har vedtaget og Vi ved Vort samtykke stadfæstet følgende lov:
§ 1. Bestemmelserne i Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 575/2013 om tilsynsmæssige krav til kreditinstitutter og investeringsselskaber, jf. bilaget til denne lov, gælder for Færøerne.
§ 2. Erhvervs- og vækstministeren kan fastsætte regler for Færøerne om anvendelsen af bestemmelserne i forordningen, jf. § 1, herunder om de ændringer af bestemmelserne, som de færøske forhold tilsiger.
§ 3. Erhvervs- og vækstministeren kan fastsætte regler for Færøerne, som er nødvendige for at anvende eller gennemføre de afgørelser eller retsakter, som vedtages af Europa- Kommissionen i medfør af forordningen, jf. § 1, herunder om de ændringer af afgørelser eller retsakter, som de færøske forhold tilsiger.
§ 4. I regler udstedt i medfør af § 3 kan der fastsættes straf af bøde eller fængsel indtil 4 måneder for overtrædelse af bestemmelser i reglerne. Stk. 2. Der kan pålægges selskaber m.v. (juridiske personer) strafansvar efter reglerne i 5. kapitel i den for Færøerne gældende straffelov.
§ 5. Erhvervs- og vækstministeren fastsætter tidspunktet for lovens ikrafttræden.
Givet på Christiansborg Slot, den 18. maj 2015
Under Vor Kongelige Hånd og Segl
MARGRETHE R. / Henrik Sass Larsen
Bilag 1
EUROPA-PARLAMENTETS OG RÅDETS FORORDNING (EU) nr. 575/2013 af 26. juni 2013 om tilsynsmæssige krav til kreditinstitutter og investeringsselskaber og om ændring af forordning (EU) nr. 648/2012
(EØS-relevant tekst)
|
****************************************************************************
5.6. Um at seta ávísar kunngerðir í gildi
Ein líknandi háttur kann eisini verða brúktur, tá ið tað í kunngerð verða settar rættarreglur av meira tekniskum slagi í gildi í Føroyum.
Hetta merkir, at útlendskar rættarreglur kunnu verða settar í gildi við eini styttri ígildissetingarkunngerð, har útlendsku rættarreglurnar verða lagdar hjá sum skjal til kunngerðina.
Eins og tað er galdandi fyri lógir, so eigur hesin leistur einans at verða brúktur í undantaksføri, tá ið talan er um rættarreglur, sum eru serliga tekniskar ella drúgvar, og sum venda sær til ein avmarkaðan serkønan skara sum t.d. skipasýni, bankar, trygging o.tíl. Ofta eru slíkar rættarreglur vendar til ein almennan eftirlitsmyndugleika.
Rættarreglur, sum venda sær til vanliga borgaran, eiga framvegis at verða gjørdar sum vanligir kunngerðir á føroyskum.
Tað eigur eisini at vera mett av stjórnarráðnum, at arbeiðsorkan og kostnaðurin av at umseta og laga útlendsku rættarreglurnar til vanliga føroyska kunngerð als ikki stendur í mát við nyttuna og fyrimunirnar at hava lóggávuna sum vanliga kunngerð, og at støðan við ongari ella afturúrsigldari lóggávu á einum fakøki er eitt størri vandamál fyri Føroyar.
Tað hevur eisini týdning fyri metingina, um hesin leistur kann brúkast, hvussu ofta rættarreglurnar á fakøkinum verða dagførdar. T.d. árliga ella við jøvnum tíðarbilum.
Treytirnar fyri, hvat skal ásetast í sjálvari ígildissetingarkunngerðini, eru í útgangsstøðinum tær somu sum fyri ES-lóggávu. Tað snýr seg um í ígildissetingarkunngerðini at laga útlendsku rættarreglurnar til føroysk viðurskifti. Eisini eiga heimildir til landsstýrismann, meira inntrívandi ásetingar og revsiásetingar at standa í ígildissetingarkunngerðini.
Eitt nú verða kunngerðir frá Sjóvinnustýrinum gjørdar eftir hesum leisti.
5.6.1. Góðkenning frá lógartænastuni
Áðrenn stjórnarráðini ella stovnar við heimild at gera kunngerðir fara undir at gera kunngerðaruppskot eftir hesum leistinum, eigur stjórnarráðið ella stovnurin at umrøða hetta við lógartænastuna, sum tekur endaliga støðu til spurningin, um kunngerðarleisturin kann brúkast í ítøkiliga førinum.
****************************************************************************
5.7. Uppseting av uppskoti sambært serstaka kunngerðarháttinum
Øll uppskot sambært serstaka kunngerðarháttinum skulu vera sett upp tøkniliga sum ásett í hesum rundskrivi. Krøvini eru ásett niðanfyri.
5.7.1. Skabelónir til uppskot sambært serstaka kunngerðarháttinum
Uppskot sambært serstaka kunngerðarháttinum verða skrivað í Word skabelónina, ið lógartænastan hevur gjørt til endamálið. Skabelónin inniheldur øll tøknilig krøv, sum hetta rundskriv ásetur.
Skabelónin er at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
5.7.2. Word, skrift, skriftstødd, talvur, myndir og slóðir
Kunngerðauppskotið verður skrivað í Word. Skriftin skal vera Times New Roman, skriftstøddin skal vera 12, og reglugloppið skal vera 1,0. Teksturin skal vera vinstrasettur, og orðbýti skal ikki verða nýtt. Typografifunkan og tabulatorfunkan í Word skal ikki nýtast heldur. Er neyðugt at brúka talvur og myndir, eiga tær ikki at verða settar inn í sjálvan kunngerðartekstin, men settar í eitt skjal. Slóðir til heimasíður og teldupostadressu skulu hvørki vera virknar ella undirstrikaðar. Tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, kann lógartænastan loyva ella krevja undantøk frá ásetingunum í nr. 5.7.1. og 5.7.2.
Ovast á uppskotinum verður tilskilað:
Lógartænastan
Dagfesting: Mál nr.: Málsviðgjørt: Eftirkannað:
|
Dagfesting: | Dagurin, uppskotið verður sent ávikavist til ummælis, til lógartænastuna, til politiskan landsstýrisfund. |
Mál nr.: | Journalnummarið, ið stovnurin hevur givið uppskotinum. |
Málsviðgjørt: | Forbókstavirnir hjá tí embætisfólkinum, ið hevur viðgjørt málið. |
Eftirkannað: | Lógartænastan dagfestir, nær eftirkanningin av uppskotinum er send stjórnarráðnum. |
|
|
****************************************************************************
5.8. Dømi um kunngerð eftir hesum leisti
Dømi: Kunngerð nr. 98 frá 23. juni 2017 frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (Fráboðan B – 1. juli 2017):
Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (Fráboðan B – 1. juli 2017)
Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7–11 og 14, § 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, verður ásett:
§ 1. Uttan so, at annað er ásett í einstøku kapitlunum í skjali 2, er henda kunngerð galdandi fyri: 1) Ferðamannaskip í altjóða sigling, uttan mun til stødd. 2) Handilsskip, 15 metrar og longri, ella við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira uttan mun til, um skipið er í innanoyggja sigling ella í altjóða sigling, sí tó stk. 2. 3) Stuttleikafør, 24 metrar og longri. Stk. 2. Handilsskip, 15 metrar og longri, ella við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira, tó styttri enn 24 metrar, sum sigla innanfyri 100 sjómíl úr landi, kunnu ístaðin fyri hetta regluverkið koma undir ásetingarnar í kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør (Fráboðan F).
§ 2. Byggikrøvini og útgerðarkrøvini til tey í § 1 nevndu skip eru nærri útgreinaði í skjali 2 til hesa kunngerð.
§ 3. Reiðarin skal syrgja fyri, at manningin hevur kunnleika til ásetingar í hesi kunngerð, sum hava týdning fyri arbeiðið hjá viðkomandi umborð á skipinum.
§ 4. Brot á ásetingarnar í skjali 2 verða revsað við sekt ella fongsul í upp til 2 ár. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sbrt. reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. juli 2017, sbr. tó stk. 2 og 3. Stk. 2. Byggikrøvini endurgivin í skjali 2, ískoyti 1, koma í gildi tann 1. september 2017. Stk. 3. Uttan so, at annað er ásett í hesi kunngerð, eru byggikrøvini sbrt. higartil galdandi reglum framvegis galdandi fyri verandi skip. Stk. 4. Loyvisbrøv við tilhoyrandi samsvarsskjali, brot 1 og brot 2, útflýggjað áðrenn tann 1. januar 2017 við atliti til at lúka ásetingarnar í kapitli XV, reglu 5, varðveita gildi, inntil freistin fyri at fáa framt endurnýggjanarsýn er gingin út.
Sjóvinnustýrið, 23. juni 2017
Hans Johannes á Brúgv (sign.)
/ Gunnvá S. á Lofti (sign.)
Skjal 1 og Skjal 2
|
Partur VI
Uppseting av uppskotum til samtyktar frá landsfyrisitingini
6.1. Uppskot til samtyktar frá landsfyrisitingini
Uppskot til samtyktar frá landsfyrisitingini eru serliga tey mál, har tað er neyðugt hjá landsstýrinum at fáa góðkenning frá Løgtinginum sambært § 52, stk. 2 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya at gera avtalur við onnur lond ella at fáa heimild at mæla til at seta í gildi fyri Føroyar millumtjóðasáttmálar.
Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
Millumtjóðasáttmálar § 52. Landsstýrið hevur málsræði í førum, sum heimastýrinum er heimilað at tingast við og gera avtalur við onnur lond. Stk. 2. Uttan samtykki løgtingsins kann landsstýrið tó ikki gera avtalur, sum krevja luttøku løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar. Stk. 3. Samstundis sum slík avtala verður løgd fyri løgtingið til góðkenningar, boðar landsstýrið frá, hvørjar løgtingslógir og hvørji ríkislógartilmæli, neyðug eru, til tess at millumlandasáttmálin kann verða útintur.
§ 53. Landsstýrið ummælir heimastýrisins vegna teir millumtjóðasáttmálar, sum ríkismyndugleikarnir leggja fyri heimastýrið til ummælis. Stk. 2. § 52, stk. 2 og 3, galda á sama hátt í hesum førum.
|
6.1.1. Samtykki og góðkenning Løgtingsins
Samtykki og góðkenning Løgtingsins krevst til millumtjóðasáttmála ella avtalu, sum krevur luttøku Løgtingsins fyri at verða útint ella sum annars er týdningarmikil, sambært § 52, stk. 2 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.
6.1.2. Krevja luttøku Løgtingsins fyri at vera útint
Ein millumtjóðasáttmáli ella avtala er ein sáttmáli millum tjóðir og er bert bindandi fyri tjóðirnar sjálvar sum sáttmáli. Ein millumtjóðasáttmáli ella avtala er ikki bindandi fyri borgarar, fyritøku o.o. í hesum tjóðum, og tey fáa heldur ikki rættindi ella skyldur sambært millumtjóðasáttmálanum ella avtaluni.
Vanligt er, at millumtjóðasáttmáli ella avtala ásetur rættindi og skyldur fyri bæði tjóðirnar og fyri borgarar, fyritøkur o.o. í hesum tjóðum. Fyri at borgarar, fyritøkur o.o. skulu kunnu njóta ágóðan av rættindum og skyldum sambært millumtjóðasáttmálum ella avtalum, mugu hesi rættindi og skyldur antin kunna tulkast inn í galdandi lóggávu, ella mugu tey setast inn í lóggávuna. Hetta verður gjørt við, at allar viðkomandi løgtingslógir og ríkislógir verða broyttar soleiðis, at innihaldið í millumtjóðasáttmálanum ella avtaluni eisini verður partur av hesum lógum.
Tí er tað eisini ásett í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya í § 52, stk. 3, at samstundis sum ein millumtjóðasáttmáli ella avtala verður løgd fyri Løgtingið til góðkenningar, skal landsstýrið boða frá, hvørjar løgtingslógir og hvørji ríkislógartilmæli eru neyðug, til tess at millumtjóðasáttmálin ella avtalan kunnu verða útint.
6.1.3. Týdningarmiklir sáttmálar
Tað ber ikki til at nevna øll tey føri, tá ið ein millumtjóðasáttmáli ella avtala mugu metast at vera týdningarmikil og harvið krevja góðkenning Løgtingsins. Ein ábending um, at sáttmáli og avtala má metast at vera týdningarmikil er, at sáttmálin ella avtalan er víðfevnd og inntrívandi. Ein avtala ella sáttmáli á einum politiskt viðbreknum málsøki ella eitt politiskt viðbrekið evni ella á einum samfelagsliga týðandi øki má eisini metast at vera týðandi.
Tað má altíð verða gjørd ein ítøkilig meting í hvørjum einstøkum føri og vera grundgivið fyri niðurstøðuni í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar.
Sambært serligu viðmerkingunum til løgtingslóg um stýrisskipan Føroya eru millumtjóðasáttmálar og avtalur, sum krevja pening fyri at verða útint, altíð at meta sum týdningarmikil. Tí at tá krevst játtan á fíggjarlógini, og bert Løgtingið hevur hesa heimild.
Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
Serlig viðmerking til § 52, stk. 2:
“... Krevur millumtjóða sáttmálin ávíst millumtjóða samstarv, sum kostar pening, krevur sáttmáli Løgtingsins góðkenning av tí, at játtan krevst á fíggjarlógini.”
|
6.1.4. Uppsøgn av millumtjóðasáttmála
Um millumtjóðasáttmáli ella avtala skal setast úr gildi, skal sama mannagongd fylgjast, sum tá ið hann varð settur í gildi. Um millumtjóðasáttmálin ella avtalan kravdi Løgtingsins góðkenning fyri at vera settur í gildi, krevur tað eisini Løgtingsins góðkenning at seta millumtjóðasáttmálan ella avtaluna úr gildi.
Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
Serlig viðmerking til § 52, stk. 2:
“Avmarkingar eru fyri landsstýrið á sama hátt sum fyri donsku stjórnina eftir grundlógini § 19, stk. 1, nevniliga soleiðis, at landsstýrið ikki hevur heimild at gera millumtjóða avtalur, sum krevja Løgtingsins medvirkan fyri at verða útintar, ella avtalur, sum hava størri týdning. Hetta skal eisini skiljast soleiðis, at undir somu fyritreytum kann ein millumtjóða avtala heldur ikki sigast upp. ...”
|
6.1.5. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur ábyrgdina av millumtjóðasáttmálum og avtalum
Tað er landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, sum hevur ábyrgd av øllum formligum stigum í tilgongdini, tá ið Føroyar gera ella taka undir við millumtjóða sáttmála, burtursæð frá sáttmálum, ið hava við skattaviðurskifti at gera, og ávísum sáttmálum á fiskivinnuøkinum.
Hetta merkir, at tað er landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, sum leggur upprit fyri landsstýrisfund um at seta ein sáttmála í gildi fyri Føroyar, eins og tað er hann, ið metir um málið skal leggjast fyri ávikavist Løgtingið ella Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum.
Nevndu stig verða tó tikin í tøttum samstarvi við viðkomandi stjórnarráð.
****************************************************************************
6.2. Millumtjóðasáttmáli ella avtala, sum ikki skal fyri Løgtingið
6.2.1. Avtalur, sum landsstýrið ger
Um ein avtala ikki verður mett at krevja luttøku Løgtingsins fyri at verða útint ella annars at vera týdningarmikil, hevur landsstýrið málsræði at gera avtalur við onnur lond á økjum, sum tað er heimilað føroyskum myndugleikum at tingast um og gera avtalur sambært § 52, stk. 1 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.
6.2.2. Millumtjóðasáttmálar, sum landsstýrið ummælir
Um ein millumtjóðasáttmáli ikki verður mettur at krevja luttøku Løgtingsins fyri at verða útintur ella annars at vera týdningarmikil, er tað eisini landsstýrið, sum ummælir millumtjóðasáttmála, sum ríkismyndugleikarnir leggja fyri heimastýrið til ummælis sambært § 53, stk. 1 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.
6.2.3. Fyrisitingarligt og meira útinnandi samstarv millum lond
Tá ið Løgtingsins góðkenning ikki er neyðug, er vanliga talan um millumtjóðasáttmálar og avtalur um fyrisitingarligt og meira útinnandi samstarv millum lond ella um spurningar, sum vanliga verða viðgjørdir umsitingarliga og ikki verða mettir at vera politiskir.
Tað kann t.d. vera sáttmálar og avtalur um fyrisitingarligt samarbeiði millum norðurlond, so sum at skifta upplýsingar sínámillum o.tíl. TAKS og Almannaverkið hava slíkar avtalur við onnur lond. Eisini kann tað vera um hagtalssamarbeiðið. Tað kann eisini vera føri, har talan er um t.d. góðkenning av sáttmála um eitt evni, har málsøkið er felagsøki, men verður umsitið fyri Føroyar í Danmark, t.d góðkenning av yrkisbrøvum hjá heilsustarvsfólki.
6.2.4. Hvussu viðger landsstýrið hesar sáttmálar og avtalur?
Tá ið landsstýrið skal avgreiða ein millumtjóðasáttmála ella avtalu, sum ikki skal leggjast fyri Løgtingið til góðkenningar, verður tað gjørt soleiðis:
1) Uttanríkistænastan ger í tøttum samstarvi við viðkomandi stjórnarráð eitt upprit, sum lýsir sáttmálan ella avtaluna. Tað skal verða upplýst hvønn týdning hetta hevur fyri Føroyar, fyrimunir og vansar, avleiðingar fyri fyrisitingina o.s.fr. Eisini skal uttanríkistænastan koma við einum tilmæli til landsstýrismannin til støðutakan, antin at viðmæla ella frámæla.
2) Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum leggur uppritið fyri á politiskum landsstýrisfundi og kunnar landsstýrið um, antin hann ætlar at gera avtalu ella ikki, ávikavist um hann ætlar at viðmæla ella frámæla góðkenning av millumtjóðasáttmála fyri at hoyra hugsan landsstýrisins, áðrenn hann tekur endaliga støðu.
3) Uttanríkistænastan avgreiðir síðani málið samsvarandi avgerð landsstýrismansins.
****************************************************************************
6.3. Uppseting av uppskoti til samtyktar
Øll uppskot til samtyktar skulu vera sett upp tøkniliga, sum ásett í hesum rundskrivi. Krøvini eru ásett niðanfyri.
6.3.1. Skabelónir til uppskot til samtyktar
Uppskot til samtyktar verða skrivað í Word-skabelónina, ið lógartænastan hevur gjørt til endamálið. Skabelónin inniheldur øll tøknilig krøv, sum hetta rundskriv ásetur.
Skabelónin er at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
6.3.2. Word, skrift, skriftstødd, talvur, myndir og slóðir
Uppskot til samtyktar verður skrivað í Word. Skriftin skal vera Times New Roman, skriftstøddin skal vera 12, og reglugloppið skal vera 1,0. Teksturin skal vera vinstrasettur, og orðbýti skal ikki verða nýtt. Síðutøl skulu vera niðast og miðsett á síðuni í uppskotinum. Typografifunkan og tabulatorfunkan í Word skal ikki nýtast heldur. Slóðir til heimasíður og teldupost adressu skulu hvørki vera virknar ella undirstrikaðar. Tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, kann lógartænastan loyva ella krevja undantøk frá ásetingunum í nr. 6.3.1. og 6.3.2.
Ovast á uppskotinum verður tilskilað:
Løgtingið
Dagfesting: Mál nr.: Málsviðgjørt: Eftirkannað:
Løgtingsmál nr. xx/2018: Uppskot til samtyktar um ... |
|
Dagfesting: | Dagurin, uppskotið verður sent ávikavist til ummælis, til lógartænastuna, til politiskan og formliga landsstýrisfund og til Løgtingið. |
Mál nr.: | Journalnummarið, ið stovnurin hevur givið uppskotinum. |
Málsviðgjørt: | Forbókstavirnir hjá tí embætisfólkinum, ið hevur viðgjørt málið. |
Eftirkannað: | Lógartænastan dagfestir, nær eftirkanningin av uppskotinum er send stjórnarráðnum. |
Løgtingsmál nr.: | Árstalið hjá løgtingsmáli fylgir tingárinum (ikki kalendaraárinum). Tingárið byrjar á ólavsøku og endar á ólavsøku árið eftir. T.d. er tingárið 2018 frá 29. juli 2018 til 28. juli 2019. |
6.3.3. Orðing av samtykt, sum landsstýrið vil hava Løgtingið at góðkenna
Dømi: Løgtingsmál nr. 127/2010: Uppskot til samtyktar um at góðkenna Sáttmála Evroparáðsins um at forða fyri ríkisloysi í sambandi við ríkisframhald:
Uppskot til Samtyktar
Løgtingið góðkennir, at landsstýrið fær settan í gildi fyri Føroyar niðanfyristandandi Sáttmála Evroparáðsins um at forða fyri ríkisloysi í sambandi við ríkisframhald (Council of Europe Convention on the avoidance of statelessness in relation to State succession), tá ið Danmark staðfestir sáttmálan.
|
6.3.4. Sáttmálin ella avtalan sett inn í fullum líki
Millumtjóðasáttmálin ella avtalan verður sett inn í fullum líki niðan fyri uppskotið til samtyktar.
Dømi: Løgtingsmál 115/2017:
Uppskot til
Samtyktar
Løgtingið góðkennir, at landsstýrið fær settan í gildi fyri Føroyar niðanfyristandandi UNESCO-sáttmála um verju av siðaarvi heimsins frá 2003, Convention for the safeguarding of the intangible cultural hertage.
CONVENTION FOR THE SAFEGUARDING OF THE INTANGIBLE CULTURAL HERITAGE
(Avtalan ella sáttmálin verður settur inn her í fullum líki)
|
Í uppskoti til samtyktar kann avtalan ella sáttmálin setast inn í tí líki, sum stjórnarráðið hevur fingið tað frá ríkismyndugleikunum ella øðrum.
Eru skjøl, sum eru partur av millumtjóðasáttmálanum ella avtaluni í einum uppskoti til samtyktar, verða tey eisini sett inn í fullum líki beint aftan á sáttmálan ella avtaluna og frammanfyri viðmerkingarnar til uppskotið til samtyktar.
Skjøl, sum hoyra til sáttmála ella avtalu, skulu talmerkjast við at tað ovast uppi á síðuni verður høgrasett: Skjal og nr.
6.3.5. Hvør málslig útgáva av sáttmálanum ella avtaluni skal setast inn?
Millumtjóðasáttmálar og avtalur er vanliga skrivaðar á fleiri málum. Hjá okkum er vanligt at síggja eina danska og ein enska útgávu.
Í uppskotinum til samtyktar skal setast inn ein málútgáva, sum er góðkend sambært sáttmálanum ella avtaluni. Tað sæst vanliga aftast í sáttmálum og í avtalum á hvørjum góðkendum málum, sáttmálin ella avtalan er skrivað.
Dømi: Løgtingsmál 115/2017:
Article 39 – Authoritative texts
This Convention has been drawn up in Arabic, Chinese, English, French, Russian and Spanish, the six texts being equally authoritative.
|
Í døminum frammanfyri er einans enskt og t.d. ikki danskt góðkent mál sambært sáttmálanum, tí skal tann enska útgávan setast inn í uppskotið til samtyktar. Men hava danir umsett sáttmálan til danskt til egna nýtslu, ber til at leggja donsku umsetingina av sáttmálanum hjá sum eitt fylgiskjal til uppskotið til samtyktar.
****************************************************************************
6.4. Viðmerkingar til uppskot til samtyktar
6.4.1. Orsøkin til uppskotið
Í viðmerkingunum eigur at verða upplýst, hví landsstýrið leggur málið fyri Løgtingið.
Um tað við góðkenningini av millumtjóðasáttmálanum ella avtaluni verður mett at vera neyðugt at gera lógarbroytingar, fyri at millumtjóðasáttmálin ella avtalan kann verða útint, skal tað eisini at verða upplýst, hvørjar løgtingslógir ella ríkislógartilmæli landsstýrið heldur, vera neyðug at leggja fyri Løgtingið. Sí løgtingslóg um stýrisskipan Føroya § 52, stk. 3.
Er talan um millumtjóðasáttmála ella avtalu, sum verður mett at vera týdningarmikil, so skal greiðast frá, hví landsstýrið metir, at so er í ítøkiliga førinum.
6.4.2. Lýsing av innihaldinum í millumtjóðasáttmálanum ella avtaluni
Í stuttum eigur at verða greitt frá innihaldinum í millumtjóðasáttmálanum ella avtaluni. Eisini eigur at verða upplýst, í hvønn mun galdandi lóggáva er nøktandi, og hvørjar ásetingar í sáttmálanum ella avtaluni gera tað neyðugt, at lógarbroyting ella nýggj lóggáva verður gjørd.
6.4.3. Avleiðingarnar av góðkenning av millumtjóðasáttmála ella avtalu
Upplýst eigur at verða, hvørjar avleiðingarnar eru av at góðkenna millumtjóðasáttmálan ella avtaluna. Bæði umsitingarligar og fíggjarligar avleiðingar fyri landið, kommunur, vinnuna, borgarar og aðrar felagsskapir.
6.4.4. Ummæli
Uppskot til samtyktar eigur at verða sent til ummælis hjá stjórnarráðunum og eisini øðrum viðkomandi pørtum. Stjórnarráðini eiga at vera biðin um at gera meting av, um tað er neyðugt við lógarbroyting á teirra málsøki, um sáttmálin verður settur í gildi.
Ummælini verða løgd hjá sum fylgiskjøl.
****************************************************************************
6.5. Skjøl og fylgiskjøl
Av tí at millumtjóðasáttmálin ella avtalan nú verða skrivað inn í uppskotið til samtyktar, er tað ikki neyðugt at leggja sáttmálan ella avtaluna hjá sum serstakt skjal til uppskotið til samtyktar, soleiðis sum gjørt var fyrr.
Eru skjøl, sum eru partur av avtaluni ella millumtjóðasáttmálanum í einum uppskoti til samtyktar, verða tey eisini sett inn í fullum líki beint aftan á sáttmálan ella avtaluna og frammanfyri viðmerkingarnar til uppskotið til samtyktar. Hetta kann t.d. verða ískoyti ella protokollatir o.tíl. til sáttmálan ella avtalu. Skjølini skulu talmerkjast. Tað verður sett ovast til høgru á síðuni.
Fylgiskjøl: Eitt yvirlit yvir hjáløgd fylgiskjøl til uppskotið til samtyktar verður sett vinstrumegin á síðuni, aftan á undirskriftina hjá landsstýrismanninum.
Dømi: Løgtingsmál nr. 87/2014 Uppskot til samtyktar um at góðkenna Horizon 2020 - sáttmálan um vísindaligt og tøkniligt samstarv millum Føroyar og Evropeiska Samveldi:
Løgmansskrivstovan, 27. februar 2015
Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir
Hjáløgd fylgiskjøl Fylgiskjal 1: Agreement for Scientific and Technological Cooperation Between the European Union and the Faroe Islands Associating the Faroe Islands to Horizon 2020 – the Framework Programme for Research and Innovation (2014-2020)
Fylgiskjal 2: Reglugerð (ES) nr. 1291/2013 hjá ES Tinginum og ES Ráðnum frá 11. desember 2013, ið ásetur Horizon 2020 – Rammuskráin um gransking og innovatión (2014-2020)
Fylgiskjal 3: Avgerð Ráðsins 2013/743/EU frá 3. desember 2013, ið setur serstøku skránna Horizon 2020 – Rammuskráin um gransking og innovatión (2014 2020) í gildi
... |
|
****************************************************************************
6.6. Góðkenning av millumtjóðasáttmála og avtalu sum partur av uppskoti til løgtingslógarbroyting
Í nøkrum førum, tá ið lógarbroyting er neyðug fyri at útinna ein millumtjóðasáttmála ella eina avtalu, verður uppskot um løgtingslógarbroyting lagt fyri Løgtingið, har Løgtingið samstundis góðkennir millumtjóðasáttmálan ella avtaluna.
Tað verður gjørt við í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið at skriva t.d.:
Sambært § 52, stk. 1 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya hevur landsstýrið málsræði í førum, sum heimastýrinum er heimilað at tingast við og gera avtalur við onnur lond, men sambært stk. 2 í somu grein kann landsstýrið ikki uttan Løgtingsins samtykki gera avtalur, sum krevja luttøku Løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar.
Henda avtala (ella millumtjóðasáttmáli) krevur Løgtingsins luttøku fyri at verða útint, og við hesum lógaruppskoti verða gjørdar tær neyðugu broytingarnar í føroyskari lóggávu, soleiðis at Føroyar kunnu halda ásetingarnar í avtaluni (ella milumtjóðasáttmálanum).
Við at samtykkja lógaruppskotið, góðkennir Løgtingið samstundis avtaluna (ella millumtjóðasáttmálan).
|
Tá eigur tað í viðmerkingunum á sama hátt sum við uppskotum til samtyktar í stuttum at verða greitt frá innihaldinum í sáttmálanum ella avtaluni.
Tað eigur eisini í viðmerkingunum at verða nærri upplýst, hvørjar ásetingar í millumtjóðasáttmálanum ella avtaluni gera tað neyðugt, at lógarbroyting verður gjørd, og hvørjar hesar lógarbroytingar eru. Eisini eigur at verða upplýst, hvørjar avleiðingarnar eru av at góðkenna millumtjóðasáttmálan ella avtaluna.
Sáttmálin eigur at verða lagdur hjá sum skjal til uppskotið.
Sí nr. 6.4 um viðmerkingar til uppskot til samtyktar.
Dømi: Løgtingsmál nr. 2/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (FATCA o.a.)
Saman við lógaruppskotinum vóru løgd hjá hesi skjøl:
1) FATCA-Agreement,
2) Annex I og
3) Annex II.
****************************************************************************
6.7. Millumtjóðasáttmáli ella avtala verður løgtingslóg
Í heilt serligum førum kann ein millumtjóðasáttmáli ella avtala beinleiðis verða løgtingslóg. Hetta merkir, at sjálvur millumtjóðasáttmálateksturin ella avtaluteksturin gerst føroysk løgtingslóg.
Millumtjóðasáttmálin ella avtalan er tá vorðin partur av okkara rættarreglum og hevur tá sama rættarvirknað sum øll onnur lóggáva.
Tað verður mælt frá at gera sjálvan millumtjóðasáttmálin ella avtaluna til løgtingslóg. Millumtjóðasáttmálar og avtalur kunnu vera meira og minni greitt orðað. Við at gera millumtjóðasáttmála ella avtalu beinleiðis til løgtingslóg, er vandi fyri, at ivi kann vera um rættarstøðuna, um t.d. onnur føroyskt lóggáva gongur ímóti tí, sum er ásett í millumtjóðasáttmálanum ella avtaluni.
Dømi: Løgtingslóg um at seta í gildi protokoll til norðurlendskan tvískattasáttmálan viðvíkjandi skatting av eftirlønum við atliti at Føroyum og Danmark:
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Ásetingarnar í niðanfyristandandi protokoll frá 23. oktober 2014 til norðurlendska tvískattasáttmálan viðvíkjandi skatting av eftirlønum við atliti at Føroyum og Danmark fáa við hesum løgtingslógargildi.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015 og hevur virknað fyri inntøkuskattir, sum verða álíknaðir fyri skattaár, sum byrja tann 1. januar 2015 ella seinni.
Avtala millum Danmark og Føroyar
Danska ríkisstjórnin og Føroya landsstýri, sum ynskja at gera eina avtalu um broyting av sáttmálanum frá 23. september 1996 millum tey norðurlendsku londini at sleppa undan tvískatting, hvat viðvíkur inntøku- og ognarskattum, við atliti til Føroyar og Danmark, eru vorðin samd um hetta:
Grein 1
Ásetingarnar í parti VII til grein 18 í Protokol, skjal 1, til sáttmálan frá 23. september 1996 millum tey norðurlendsku londini at sleppa undan tvískatting, hvat viðvíkur inntøku- og ognarskattum verða settar úr gildi og í staðin verður sett:
|
Dømi: Anordning nr. 136 frá 25. februar 2000 om ikrafttræden for Færøerne af lov om den Europæiske Menneskerettighedskonvention:
Vi Margrethe Den Anden, af Guds Nåde Danmarks Dronning, gør vitterligt:
I medfør af § 5 i lov om Den Europæiske Menneskerettighedskonvention, jf. lovbekendtgørelse nr. 750 af 19. oktober 1998, bestemmes, at loven skal gælde for Færøerne i følgende affattelse:
§ 1. Følgende bestemmelser gælder for Færøerne: 1) Konvention af 4. november 1950 til Beskyttelse af Menneskerettigheder og Grundlæggende Frihedsrettigheder, jf. bekendtgørelse nr. 20 af 11. juni 1953, Lovtidende C, hvis procedureregler er ændret ved følgende protokoller: a) Protokol nr. 3 af 6. maj 1963 til Europarådets Konvention til Beskyttelse af Menneskerettigheder og Grundlæggende Frihedsrettigheder, ved hvilken konventionens artikel 29, 30 og 34 ændres, jf. bekendtgørelse nr. 67 af 23. november 1964, Lovtidende C. b) Protokol nr. 5 af 20. januar 1966 til Den Europæiske Konvention til Beskyttelse af Menneskerettigheder og Grundlæggende Frihedsrettigheder om ændringer i konventionens artikler 22 og 40, jf. bekendtgørelse nr. 35 af 22. marts 1972, Lovtidende C. c) Protokol nr. 8 af 19. marts 1985 til Den Europæiske Konvention til Beskyttelse af Menneskerettigheder og Grundlæggende Frihedsrettigheder, jf. bekendtgørelse nr. 33 af 15. marts 1990, Lovtidende C. d) Protokol nr. 10 af 25. marts 1992 til Konventionen til Beskyttelse af Menneskerettigheder og Grundlæggende Frihedsrettigheder. e) Protokol nr. 11 af 11. maj 1994 til Konventionen til Beskyttelse af Menneskerettigheder og Grundlæggende Frihedsrettigheder, der omstrukturerer det kontrolsystem, som konventionen har etableret. 2) Tillægsprotokol af 20. marts 1952 til Konventionen til Beskyttelse af Menneskerettigheder og Grundlæggende Frihedsrettigheder, jf. bekendtgørelse nr. 20 af 11. juni 1953, Lovtidende C. 3) Protokol nr. 4 af 16. september 1963 til Konventionen til Beskyttelse af Menneskerettigheder og Grundlæggende Frihedsrettigheder, jf. bekendtgørelse nr. 17 af 17. februar 1965, Lovtidende C. 4) Tillægsprotokol nr. 6 af 28. april 1983 til Den Europæiske Konvention til Beskyttelse af Menneskerettigheder og Grundlæggende Frihedsrettigheder, jf. bekendtgørelse nr. 72 af 20. september 1985, Lovtidende C. 5) Tillægsprotokol nr. 7 af 22. november 1984 til Den Europæiske Konvention til Beskyttelse af Menneskerettigheder og Grundlæggende Frihedsrettigheder, jf. bekendtgørelse nr. 41 af 7. april 1989, Lovtidende C. Stk. 2. De konventionstekster, der er nævnt i stk. 1, er medtaget som bilag til anordningen. .
Bilag 1
Konvention til beskyttelse af Menneskerettigheder og Grundlæggende Frihedsrettigheder (Som ændret senest ved protokol nr. 11 af 11. maj 1994)
Under henvisning til Verdenserklæringen om Menneskerettigheder, som blev udstedt af de Forenede Nationers Generalforsamling den 10. december 1948; .
|
Partur VII
Uppseting og nýtsla av rundskrivum
7.1. Um rundskriv
7.1.1. Hvat er eitt rundskriv?
Rundskriv er tað, sum á donskum verður nevnt cirkulære ella cirkulæreskrivelse. Rundskriv verða nýtt til almenn ella ítøkilig tænastuboð. Í Danmark verður skilt í millum tey almennu tænastuboðini, sum verða ásett í cirkulære, og tey ítøkiligu tænastuboðini, sum verða ásett í cirkulæreskrivelse. Í Føroyum hava vit ikki henda skilnað, her verða bæði almenn og ítøkilig tænastuboð ásett í rundskrivi.
Rundskriv venda sær bert til almennar myndugleikar ella starvsfólk hjá almennum myndugleikum og ikki til borgaran. Tænastuboð, sum standa í rundskrivi, eru bindandi fyri tann ella teir myndugleikar, sum rundskrivið er stílað til. Rundskriv hava ikki vegleiðandi innihald, uttan tá tað er so avmarkað í vavi, at tað ikki við rímiligheit kann verða felt niður í eina leiðbeining fyri seg. Skriv myndugleikar ímillum, ið einans leggja áherðslu á ella vísa á galdandi ásetingar, eiga ikki at verða nevnd rundskriv. Hesi eiga at nevnast skriv.
7.1.2. Hvønn venda rundskriv sær til?
Rundskriv eru bindandi ásetingar, ið venda sær til almennar myndugleikar ella starvsfólk hjá almennum myndugleikum. Rundskriv hava ikki ásetingar, ið viðkoma rættarstøðuni hjá vanliga borgaranum. Undir heitinum á rundskrivinum verður altíð skrivað, hvønn rundskrivið er stílað til.
Er ivi, um rundskrivið eisini hevur ásetingar, sum mugu metast at verða beinleiðis bindandi fyri borgaran í mun til bert at ávirka rættarstøðu hansara yvirskipað, eiga hesar ásetingar at ásetast í kunngerð.
Rundskriv gerast bindandi, tá viðkomandi myndugleiki ella starvsfólk fáa hetta fráboðað. Tað eru eingi formlig krøv fyri, hvussu fráboðanir verða givnar. Fráboðanir kunnu tí gevast bæði munnliga og skrivliga.
Rundskriv frá landsfyrisitingini verða latin lógartænastuni og verða løgd út á logir.fo. Hetta er ein tænasta, sum skal lætta um at finna tey rundskriv, sum eru í gildi. Hetta hevur tó onga ávirkan á gildi av teimum.
7.1.3. Heimild at geva út rundskriv
Yvirskipaður myndugleiki kann geva út rundskriv uttan lógarheimild, um tað viðvíkur einum undirskipaðum myndugleika. Yvir-/undirskipanin heimilar í sær sjálvum hesum. Í fráboðan løgmans um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar (Málsbýtisfráboðanin) stendur, hvørjum stovnum løgmaður og landsstýrismenninir hava heimild til at geva tænastuboð.
Í ávísum førum hava løgmaður og landsstýrismenn heimild til, at geva út rundskriv, sum eru stílað til øll stjórnarráðini og stovnar undir landinum. Her krevst tó, at teir hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi. Í málsbýtisfráboðanini stendur, nær løgmaður og landsstýrismenn hava hesa heimild. Sum dømi kann nevnast, at løgmaður hevur heimild, at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um, hvussu uppskot til løgtingslógir, ríkislógir og kunngerðir, uppskot til samtyktar, rundskriv og leiðbeiningar skulu verða sett upp og eftirkannaði, sambært § 7, stk. 3 í málsbýtisfráboðanini.
Annað dømi er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum hevur heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um KT-nýtslu og trygd, sambært § 18, stk. 2, nr. 2 í málsbýtisfráboðanini.
Tá yvir-/undirskipanin ikki er til staðar, ella tá heimild ikki er í málsbýtisfráboðanini, krevst lógarheimild fyri at geva út rundskriv. Lógarheimild krevst t.d., tá ein landsstýrismaður gevur út eitt rundskriv, ið er stílað einum kommunustýri.
7.1.4. At broyta rundskriv
Ásetingar í rundskrivi eiga ikki at verða broyttar við einum broytingarrundskrivi. Mælt verður til at gera alt rundskrivið av nýggjum.
7.1.5. Ummæli
Rundskriv, sum eru stílað til undirskipaðan myndugleika, ella starvsfólk á hesum, verða ikki send til ummælis.
Rundskriv, sum hava heimild í málsbýtisfráboðanini, og sum eru stílað til øll stjórnarráðini og stovnar undir landinum, eiga at verða send til ummælis hjá stjórnarráðunum og stovnunum.
Rundskriv, sum hava heimild í løgtingslóg og venda sær til t.d. kommunustýri, eiga at verða send til ummælis hjá viðkomandi kommunustýrum og Føroya Kommunufelagi.
Ummælisfreistin eigur at vera 4 vikur.
7.1.6. Rundskriv skulu leggjast á logir.fo
Rundskriv verða ikki kunngjørd í Kunngerðarblaðanum, men verða løgd út á lógasavnið logir.fo.
Avrit av rundskrivi, ið er undirskrivað, saman við Word-fíluni, skal latast lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni beinanvegin, tá tað eru undirskrivað. Avritið og Word-fílan skulu sendast til logasavn@tinganes.fo.
****************************************************************************
7.2. Uppseting av rundskrivum
Øll rundskriv skulu vera sett upp tøkniligani, sum ásett í hesum rundskrivi. Krøvini eru ásett niðanfyri.
Tað er ávísur munur á uppsetingini av rundskrivum, løgtingslógum og kunngerðum. Greinatekni𠓧” verður ikki nýtt, tá talan er um uppseting av rundskrivum. Grundgevingin fyri hesum er, at borgarin skal ikki fáa ta fatan, at rundskrivið er vanligur lógartekstur, sum er bindandi fyri hann. Tað er eitt rundskriv ikki. Tí verða rundskriv sett upp í nummur. Hetta broytir tó ikki tað, at rundskrivið er bindandi fyri teir almennu myndugleikar og starvsfólk, sum rundskrivið er stílað til.
7.2.1. Skabelónir til rundskriv
Rundskriv verða skrivað í Word-skabelónina, ið lógartænastan hevur gjørt til endamálið. Skabelónin inniheldur øll tøknilig krøv, sum hetta rundskriv ásetur.
Skabelónin er at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
7.2.2. Word, skrift, skriftstødd, talvir, myndir og slóðir
Rundskriv verða skrivað í Word. Skriftin skal vera Times New Roman, skriftstøddin skal vera 12 og reglugloppið skal vera 1,0. Teksturin skal vera vinstrastillaður og orðbýti skal ikki verða nýtt. Typografi og tabulator funktiónin í Word skal ikki nýtast heldur. Er neyðugt at brúka talvir og myndir, eiga hesi ikki at verða sett inn í sjálvan rundskrivartekstin, men eiga at verða sett í eitt skjal. Slóðir til heimasíður og teldupost adressu skulu hvørki vera virknar ella undirstrikaðar. Tá serlig viðurskifti tala fyri tí kann lógartænastan loyva ella krevja undantøk frá ásetingunum í nr. 7.2.1. og 7.2.2.
Rundskriv verða ikki deild í teigar.
Ovast á uppskotinum verður tilskilað (hesin parturin sæst ikki á logir.fo):
Lógartænastan
Dagfesting:
Mál nr.:
Eftirkannað:
Dagfesting: | Dagurin, uppskotið er sent til ummælis, til eftirkanning, til politiskan landsstýrisfund og er skrivað undir. |
Mál nr.: | Journal nr., ið stjónarráðið hevur givið uppskotinum. |
Eftirkannað: | Lógartænastan dagfestir, nær eftirkanningin av uppskotinum er send stjórnarráðnum. |
7.2.3. Heitið á rundskrivinum
Heitið á rundskrivinum verður miðsett og skrivað við feitum stavum.
Rundskriv fáa ikki stytt heiti ella frágreiðandi heiti. Heitið á rundskrivinum skal tí greiða frá høvuðsinnihaldinum í rundskrivinum og kann tí væl gerast eitt sindur langt.
Undir heitinum verður í klombur skrivað, hvønn rundskrivið er stílað til.
Uppskot til*
Rundskriv um gávur til starvsfólk á serligum starvsdegi
(Til stovnar hjá landinum)
* “Uppskot til” verður tilskilað, tá ið uppskotið verður sent lógartænastuni at eftirkanna. Tá ið uppskotið er liðugt eftirkannað, og rundskrivið verður sent lógartænastuni at leggja á logir.fo, verður “Uppskot til” strikað.
7.2.4. Inngangur
Inngangurin til rundskriv er ymiskur alt eftir hvønn rundskrivið er stílað til.
7.2.4.1. Á eins egna málsøki
Hevur rundskrivið heimild í yvir-/undirskipanini millum myndugleikarnar, hevur rundskrivið ongan serstakan inngang. Hesi rundskriv eiga tó í fyrsta nummarinum ella einum av fyrstu numrunum at vísa á, hvørja lóggávu rundskrivið knýtir seg at, tá rundskrivið knýtir seg at lóggávu, og um hetta ikki greitt gongur fram av heitinum.
1. Lógargrundarlag 1.1. Løgtingslóg nr. 109 frá 17. desember 1987 um alment kunngerðablað, sum broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 30. mars 1990 og løgtingslóg nr. 131 frá 14. desember 2012.
|
7.2.4.2. Sambært málsbýtisfráboðanini
Málsbýtisfráboðan er fráboðan frá løgmanni, har hann boðar frá, hvørji málsøki hoyra undir teir ymsu landsstýrismenninar. Umframt at boða frá, hvørji málsøki hoyra undir teir ymsu landsstýrismenninar, hevur hon eisini ásetingar um, hvørjar stovnar løgmaður ella landsstýrismaður kann geva tænastuboð. Eisini sæst í málsbýtisfráboðanini um løgmaður ella landsstýrismaður innan ávís øki hava heimild at áseta bindandi reglur fyri øll stjórnarráðini og stovnar undir landinum. Slíkar reglur krevja samtykki frá øllum landsstýrismonnunum.
Hevur rundskrivið heimild í málsbýtisfráboðanini, verður inngangurin orðaður soleiðis:
1. Heimild 1.1. Við heimild í § 30, stk. 2, nr. 5 í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, og eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, verður ásett:
|
7.2.4.3. Heimild í løgtingslóg
Hevur rundskrivið heimild í løgtingslóg, verður í innganginum víst til tær lógarásetingar, ið heimila rundskrivinum. Eisini verða skrivaðar tær broytingar, ið eru gjørdar í sjálvari lógarheimildini. Orðingin “sum broytt við ...” í innganginum til rundskriv vísir einans til broytingar í heimildarásetingini og ikki til allar aðrar broytingar, sum eru gjørdar í lógini.
1. Heimild 1.1. Við heimild í § 5, í løgtingslóg nr. 23 frá 17. januar 1987 um arbeiðsklæðir í stjórnarráðunum, sum broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 30. mars 1990 og løgtingslóg nr. 48 frá 14. desember 2012, verður ásett:
|
7.2.5. Uppseting av teksti í rundskrivum
Teksturin í rundskrivinum verður settur í nummur. Numrini eru vinstrasett. Fyrsta nummarið í hvørjari rekkju, t.v.s. 1., 2., 3. o.s.fr., er við feitum stavum. Undirnumrini eru ikki við feitum stavum.
1. Endamál við eftirkanning 1.1. Endamálið er at eftirkanna øll lógaruppskot og kunngerðir ...
1.2. Sambært stýrisskipanarlógini sita landsstýrismenn fyri ...
2. Uppskot, ið skulu eftirkannast
|
7.2.6. Ásetingar um gildiskomu og úrgildisseting
Meginreglurnar um gildiskomu og úrgildisseting í nr. 3.1 og 3.2 í rundskrivinum verða í størst møguligan mun fylgdar.
Fimm ymisk dømi:
9. Gildiskoma 9.1. Løgmaður hevur á landsstýrisfundi tann 19. mai 2014 fingið undirtøku fyri at seta rundskriv um eftirkanning í gildi.
9.2. Løgmaður fekk á landsstýrisfundi tann 23. februar 2015 undirtøku fyri at seta í gildi rundskriv Løgmansskrivstovunnar dagfest 10. februar 2015 um uppseting og broyting av løgtingslógum og kunngerðum, um uppseting av ríkislógartilmælum og um uppseting av uppskotum til samtyktar. Hetta rundskrivið er ein dagføring í mun til hetta.
9.3. Hetta rundskriv kemur í gildi 1. januar 2016.
9.4. Hetta rundskriv kemur í staðin fyri rundskriv Løgmansskrivstovunnar dagfest 4. juni 2014 um eftirkanning.
9.5. Hetta rundskriv kemur í staðin fyri rundskriv nr. 9001 frá 21. oktober 2016 um heldina.
|
7.2.7. Serstøk úrgildisseting
Skal rundskriv setast úr gildi uttan at annað rundskriv kemur í staðin, verður hetta gjørt við fráboðan.
Aðalstjórin í stjórnarráðnum boðar lógartænastuni frá hesum.
7.2.8. Undirskriftir
Í stjórnarráðunum er vanligt at landsstýrismaðurin undirskrivar rundskriv, og aðalstjórin undirskrivar sum embætisfólk. Landsstýrismaðurin kann tó heimila aðalstjóra ella øðrum embætisfólki at undirskriva rundskriv.
Dømi har landsstýrismaður skrivar undir:
Fiskimálaráðið, 1. januar 2018
Navn á landsstýrismanni
landsstýrismaður
/ Navn á embætisfólki
Dømi har eitt embætisfólk skrivar undir saman við einum øðrum embætisfólki: T.d aðalstjóri / deildarstjóri, aðalstjóri / fulltrúi á fakøkinum ella deildarstjóri / fulltrúi á fakøkinum:
Fiskimálaráðið, 1. januar 2018
Navn á aðalstjóra ella øðrum embætisfólki
starvsheiti
/ Navn á embætisfólki
Dømi har eitt embætisfólk skrivar undir:
Fiskimálaráðið, 1. januar 2018
Navn á aðalstjóra ella øðrum embætisfólki
starvsheiti
Partur VIII
Uppseting og nýtsla av leiðbeiningum
8.1. Um leiðbeiningar
8.1.1. Hvat er ein leiðbeining?
Leiðbeiningar verða nýttar til at leiðbeina um nýtslu og innihaldi av lógartilfari o.tíl. Leiðbeiningar verða t.d. nýttar til kunning um innihaldi í lógum og kunngerðum, har greitt verður frá innihaldinum í teimum á ein lætt skiljandi hátt. Leiðbeiningar verða eisini nýttar í sambandi við umsiting og tulking av ásetingum í lógum og kunngerðum. Í leiðbeining kann eisini verða víst á, hvussu ein ávís bindandi áseting kann verða hildin. Hóast leiðbeiningar oftani leiðbeina um bindandi ásetingar, so er leiðbeiningin ikki bindandi sjálv. Tá víst verður til bindandi ásetingar í leiðbeining, og tá bindandi ásetingar verða endurgivnar í leiðbeining, skal hetta ganga greitt fram í leiðbeiningini.
Leiðbeiningarnar, ið verða umrøddar í hesum skjali, eru fyrst og fremst slíkar, ið verða givnar út fyri at lýsa og fremja fatanina av ásetingum í lógum, kunngerðum og rundskrivum. Leiðbeiningar, bóklingar, smárit o.tíl., ið verður givið út av almennum myndugleikum fyri at kunna borgaran um ymisk samfelagsviðurskifti, eigur sjálvandi at verða framleitt og givið út á ein slíkan hátt, at tað røkkur málbólkunum, tað er ætlað til, á besta hátt.
Tørvurin á leiðbeiningum er oftani størstur, tá nýggjar rættarreglur ella ásetingar verða gjørdar, bæði tá tær skulu umsitast av undirskipaðum myndugleikum, t.e. stovnum undir stjórnarráðunum, og tá tær skulu umsitast av miðspjaddum myndugleikum t.d. kommunum. Tað hevur ofta stóran týdning at leiðbeiningar verða givnar út skjótast gjørligt, og um møguligt, áðrenn ásetingarnar hava fingið gildi.
Tá rættarreglur og ásetingar hava verið í gildi eina tíð, er tað eisini tíðum tørvur á, í leiðbeining, at siga frá teimum royndum, man hevur gjørt sær hesum viðvíkjandi og lýsa tær siðvenjur, ið verða nýttar í umsitingini av hesum reglunum.
8.1.2. Hvønn binda leiðbeiningar?
Leiðbeiningar eru ikki bindandi, men verða vanliga nýttar at greiða frá tilfari, sum er bindandi. Leiðbeiningar áseta ikki í sjálvum sær bindandi reglur um rættarstøðuna hjá vanliga borgaranum, myndugleikum, stovnum ella starvsfólki.
8.1.3. Heimild at geva út leiðbeiningar
Tað krevst eingin lógarheimild fyri at geva út leiðbeiningar. Myndugleikin, ið varðar av málsøkinum, kann altíð geva eina leiðbeining út á økjum, hann hevur ábyrgdina av.
8.1.4. At broyta leiðbeiningar
Tekstur í leiðbeining eigur ikki at verða broyttur við einari broytingarleiðbeining. Mælt verður til, at øll leiðbeiningin verður givin út av nýggjum.
8.1.5. Ummæli
Leiðbeiningar verða vanliga ikki sendar til ummælis. Tað kann tó vera hent at senda leiðbeiningar til ummælis hjá undirskipaðum myndugleika, um undirskipaði myndugleikin hevur størri servitan á økinum, sum leiðbeiningin snýr seg um.
8.1.6. Leiðbeiningar skulu leggjast á logir.fo
Leiðbeiningar verða ikki kunngjørdar í Kunngerðarblaðanum, men verða lagdar út á lógasavnið logir.fo.
Avrit av leiðbeining, ið eru undirskrivað, saman við Word-fíluni, skal latast lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni beinanvegin, tá hon er undirskrivað. Avritið og Word-fílan skulu sendast til logasavn@tinganes.fo.
****************************************************************************
8.2. Uppseting av leiðbeiningum
Allar leiðbeiningar skulu vera settar upp tøkniligani, sum ásett í hesum rundskrivi. Krøvini eru ásett niðanfyri.
8.2.1. Skabelónir til leiðbeiningar
Leiðbeiningar verða skrivaðar í Word-skabelónina, ið lógartænastan hevur gjørt til endamálið. Skabelónin inniheldur øll tøknilig krøv, sum hetta rundskriv ásetur.
Skabelónin er at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.
8.2.2. Word, skrift, skriftstødd, talvir, myndir og slóðir
Leiðbeiningar verða skrivaðar í Word. Skriftin skal vera Times New Roman, skriftstøddin skal vera 12 og reglugloppið skal vera 1,0. Teksturin skal vera vinstrastillaður og orðbýti skal ikki verða nýtt. Typografi og tabulator funktiónin í Word skal ikki nýtast heldur. Er neyðugt at brúka talvir og myndir, eiga hesi ikki at verða sett inn í sjálvan leiðbeiningartekstin, men eiga at verða sett í eitt skjal. Slóðir til heimasíður og teldupost adressu skulu hvørki vera virknar ella undirstrikaðar. Tá serlig viðurskifti tala fyri tí kann lógartænastan loyva ella krevja undantøk frá ásetingunum í nr. 8.2.1. og 8.2.2.
Ovast á uppskotinum verður tilskilað (hesin parturin sæst ikki á logir.fo):
Lógartænastan
Dagfesting:
Mál nr.:
Eftirkannað:
Dagfesting: Dagurin, uppskotið verður sent til ummælis, til eftirkanning ella skrivað undir.
Mál nr.: Journal nr., ið stjónarráðið hevur givið uppskotinum.
Eftirkannað: Lógartænastan dagfestir, nær eftirkanning av uppskotinum er send stjórnarráðnum.
8.2.3. Heitið á leiðbeiningini
Heitið á leiðbeiningini verður miðsett og skrivað við feitum stavum.
Fær leiðbeiningin tilskilað eitt stytt heiti, verður tað sett í klombur og skrivað við feitum stavum á linjuna undir vanliga heitinum.
Leiðbeiningar fáa ikki frágreiðandi heiti. Heitið á leiðbeiningini skal tí greiða frá høvuðsinnihaldinum í leiðbeiningini og kann tí væl gerast eitt sindur langt.
Tað verður vanliga heldur ikki skrivað, hvønn leiðbeiningin er stílað til, sum t.d. rundskriv gera. Leiðbeiningar eru ikki bindandi og venda sær tískil ikki beinleiðis til nakran ávísan, men eru alment leiðbeinandi um, hvussu viðkomandi rættarreglur ella ásetingar skulu skiljast.
Uppskot til*
Leiðbeining til kunngerð um stuðul til ávísar viðgerðir sbrt. § 17, stk. 1
* “Uppskot til” verður tilskilað, tá ið uppskotið verður sent lógartænastuni at eftirkanna. Tá ið uppskotið er liðugt eftirkannað, og leiðbeiningin verður send lógartænastuni at leggja á logir.fo, verður “Uppskot til” strikað.
8.2.4. Inngangur
Um leiðbeiningin knýtir seg at ávísari lóggávu, verður í fyrsta nummarinum ella einum av fyrstu numrunum víst á, hvørja lóggávu leiðbeiningin knýtir seg at. Um tað verður hildið, at tað er neyðugt at kunna um endamálið við leiðbeiningini, verður hetta eisini gjørt í tí fyrsta ella einum av fyrstu numrunum.
1. Leiðbeiningin fevnir um
1.2. Stuðul til viðgerðir sambært § 17, stk. 1 í forsorgarlógini kann ikki verða ...
|
8.2.5. Uppseting av teksti í leiðbeiningum
Teksturin í leiðbeiningum verður settur í nummur. Nummur verða vinstrasett við feitum stavum. Fyrsta nummarið í hvørjari rekkju, t.v.s. 1., 2., 3. o.s.fr., er við feitum stavum. Undirnumrini eru ikki við feitum stavum.
2. Málbólkur 2.1. Persónsskarin eru persónar, sum í heiminum uppihalda barni við likamligum ella sálarligum breki, ið viðføra serligar meirútreiðslur, herundir til ávísar viðgerðir.
2.2. Orðingin likamligum ella sálarligum breki fevnir eisini um sjúku, ið vanliga kann væntast at vara í fleiri ár.
3. Treytir fyri at fáa stuðul til viðgerðir 3.1. Fyrsta treytin fyri at fáa stuðul til viðgerðir sambært kunngerðini er, at viðkomandi er fevndur av omanfyri nevnda málbólki, men harumframt er tað ein treyt sbrt. § 2 í kunngerðini, at brekið ella sjúkan hevur munandi avleiðingar fyri barnið í gerandisdegnum.
|
8.2.6. Ásetingar um gildiskomu og úrgildisseting
Leiðbeiningar eru ikki bindandi, tí er ikki neyðugt at hava ásetingar um gildiskomu í teimum. Um leiðbeiningin t.d. vísir á ásetingar í nýggjari lóg, kann tað tó vera hóskandi at vísa á, nær umrødda lóg varð sett í gildi.
Tá ein leiðbeining kemur í staðin fyri eina aðra:
9. Hendan leiðbeining kemur í staðin fyri 9.1. Henda leiðbeining kemur í staðin fyri leiðbeining Fíggjarmálaráðsins dagfest 24. juni 2015 um støðling og afturgjald av stuðli.
9.2. Henda leiðbeining kemur í staðin fyri leiðbeining nr. 8002 frá 12. mai 2009 til kunngerð um stuðul til ávísar viðgerðir sbrt. § 17, stk. 1.
|
8.2.7. Serstøk úrgildisseting
Skal leiðbeining setast úr gildi uttan at onnur leiðbeining kemur í staðin, verður hetta gjørt við fráboðan.
Aðalstjórin í stjórnarráðnum boðar lógartænastuni frá hesum.
8.2.8. Undirskriftir
Í stjórnarráðunum er vanligt, at landsstýrismaðurin undirskrivar leiðbeiningar, og aðalstjórin undirskrivar sum embætisfólk. Landsstýrismaðurin kann tó heimila aðalstjóra ella øðrum embætisfólki at undirskriva leiðbeiningar.
Dømi har landsstýrismaður skrivar undir:
Fiskimálaráðið, 1. januar 2018
Navn á landsstýrismanni
landsstýrismaður
/ Navn á embætisfólki
Dømi har eitt embætisfólk skrivar undir saman við einum øðrum embætisfólki: T.d aðalstjóri / deildarstjóri, aðalstjóri / fulltrúi á fakøkinum ella deildarstjóri / fulltrúi á fakøkinum:
Fiskimálaráðið, 1. januar 2018
Navn á aðalstjóra ella øðrum embætisfólki
starvsheiti
/ Navn á embætisfólki
Dømi har eitt embætisfólk skrivar undir:
Fiskimálaráðið, 1. januar 2018
Navn á aðalstjóra ella øðrum embætisfólki
starvsheiti
Gildiskoma av hesum rundskrivi
Gildiskoma av hesum rundskrivi
Samsvarandi § 7, stk. 3 í fráboðan løgmans nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 135 frá 3. oktober 2018, hevur løgmaður á landsstýrisfundi tann 19. november 2018, fingið undirtøku fyri at seta hetta rundskriv í gildi frá 1. janaur 2019.
Hetta rundskriv kemur í staðin fyri:
1) Rundskriv um uppseting og broyting av løgtingslógum og kunngerðum, um uppseting av ríkislógartilmælum og um uppseting av uppskotum til samtyktar frá landsfyrisitingini frá 10. februar 2015.
2) Partur VI um uppseting og nýtsla av rundskrivum frá 16. juni 2017.
3) Partur VII um uppseting og nýtsla av leiðbeiningum frá 16. juni 2017.
Skjal 1: Dømi um uppsetan av broytingum
Skjal 2: Javntekstur
Viðmerkingar og rættingar kunnu sendast til: eftirkanning@tinganes.fo
Tinganes, 26. november 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)
Skjal 1
Dømi um uppseting av upprunalóg
Heiti á løgtingslógaruppskoti verður orðað soleiðis:
Uppskot til
Løgtingslóg
um
arbeiðsloysistrygging
(Møguligt stytt heiti)
Gildiskoma:
Dømi:
§ 12. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Gildiskoma og úrgildisseting:
Dømi:
§ 13. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya.
Gildiskoma og skiftisreglur:
Dømi:
§ 15. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2012.
Stk. 2. Tó kemur § 1, stk. 2 í gildi 1. september 2012.
§ 16. Persónar føddir millum 31. desember 1974 og 1. januar 1948, báðar dagar íroknaðar, skulu lúka treytirnar í §§ 4 og 5 seinast 31. desember 2015.
Stk. 2. Persónar føddir 31. desember 1947 og fyrr, skulu lúka treytirnar í §§ 4 og 5 seinast 31. desember 2016.
Dømi um uppseting av broytingarlóg
Heiti á løgtingslógaruppskoti verður orðað soleiðis:
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ... (Møguligt stytt heiti)
(Møguligt frágreiðandi heiti)
Í løgtingslóg nr. ... frá ... um ..., (sum broytt við ...), verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg
um
Trivnaðarráð og heilsuráð”
2. Heitið á kapitli 2 verður orðað soleiðis:
“Kommunuskattur”
3. Yvirskriftin yvir § 3 verður orðað soleiðis:
“Gildiskomuásetingar”
4. § 1 (sum bara hevur eitt stykki) verður orðað soleiðis:
“§ 1. Av tí kommunuskatti ...”
5. § 4, stk. 1 (sum hevur fleiri stykki) verður orðað soleiðis:
“Løgtingsmenn verða valdir fyri fýra ár í senn.”
6. § 6, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Verður uppgerð ikki latin inn ...”
7. Í § 8 verður “kr. 10.000” broytt til: “kr. 5.000”.
8. § 10, stk. 2 verður strikað, og í stk. 3, sum verður stk. 2, verður orðið “øki” strikað.
9. § 13 verður strikað.
10. Tvey stykki verða broytt til eitt:
§ 20, stk. 2 og 3 verða strikað, og í staðin verður sett:
“Stk. 2. Reglurnar í stk. 1 eru tó bert ...”
11. § 23, stk. 1, 1. pkt. verður strikað.
12. Eitt stykki verður broytt til tvey:
§ 25, stk. 1 verður strikað, og í staðin verður sett:
“Millum ...
Stk. 2 ...”
Stk. 2–6 verða eftir hetta stk. 3–7.
13. Aftan á § 29 verður sett:
“§ 29 a. ...”
Er § 29 seinasta grein í einum kapitli, verður tilskilað, um nýggja greinin verður sett í nevnda ella eftirfylgjandi kapittul:
Aftan á § 29 verður í kapittul 5 sett:
“§ 29 a. ...”
14. Aftan á § 30 (sum er síðsta grein í kapitli 5) verður sett: (nýggjur kapittul)
“Kapittul 5 a
Elektronisk tollavgreiðsla
§ 30 a. Landsstýrismaðurin kann loyva elektroniskari tollavgreiðslu.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta nærri reglur um ...”
15. Í § 30 (sum bara hevur eitt stykki) verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Skattskylduga inntøkan ...”
16. Í § 31 (sum hevur fleiri stykki) verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett: (hetta er bara, tá ið eitt stykki kemur inn í sama stað, sum eitt annað stykki stóð frammanundan).
“Stk. 2. Um bygging og innrætting ...”
Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4.
17. Í § 31 verða sum stk. 7, 8 og 9 sett:
“Stk. 7. Landingarmiðstøðin ...
Stk. 8. Er talan um ...
Stk. 9. Í heilt serligum førum ...”
18. Í § 35, stk. 3, sum verður stk. 4, verður “kr. 1000” broytt til: “kr. 5000”.
19. Í § 36, stk. 1 verður sum nr. 7 sett: (tá ið nr. 7 er seinasta nr.)
“7) Gjald verður ...”
20. Í § 40, stk. 1 (bert eitt punktum og fleiri verða sett afturat) verður aftan á 1. pkt. sum nýggj pkt. sett: “...”
21. Í § 45, stk. 1 (fleiri punktum) verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “ .... eitt ella fleiri punktum ...” (tá ið punktum verður sett inn í millum verandi punktum ella aftast)
22. Í § 55, stk. 1, 1. pkt. verður aftan á “fólkapensjónistar” sett: “og fyritíðarpensjónistar”.
23. Í § 60, stk. 1, 1. pkt. og tvær staðni í § 62, stk. 3, verður “landsstýri” broytt til: “landsstýrismaðurin”.
Gildiskoma og skiftisreglur:
§ 2
Dømi:
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Dømi:
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mars 2018.
Dømi:
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2018, og samstundis fer løgtingslóg nr. 75 frá 24. oktober 1978 um bókhaldsskyldu úr gildi.
Dømi:
Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær lógin kemur í gildi.
Stk. 2. Samstundis sum løgtingslógin fær gildi, fer løgtingslóg nr. 34 frá 23. apríl 1999 um ítróttavedding o.a. úr gildi.
Dømi:
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2018.
Stk. 2. Tó kemur § 1, nr. 3–7 í gildi 1. september 2018.
Dømi:
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2018.
Stk. 2. Tó kemur § 29, stk. 3, sum ásett í § 1, nr. 4, í gildi 1. september 2018.
Dømi (afturvirkandi virknaður):
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juli 2018.
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2018 og hevur virknað frá 1. juli 2018.
§ 3
Stk. 1. Tey, ið eru byrja útbúgvingina áðrenn 1. august 2018, eru fevnd av ...
Stk. 2. Skiftisreglur ...
Fíggjarmálaráðið, 27. mars 2018
Navn á landsstýrismanni
landsstýrismaður
/ Navn á embætisfólki
(Starvsheitið á embætisfólki skal ikki tilskilast)
Yvirlit yvir fylgiskjøl
Fylgiskjal 1: Javntekstur
Fylgiskjal 2: Ummæli frá Almannaverkinum
Fylgiskjal 3: Ummæli frá Dátueftirlitinum
Fylgiskjal 4: Ummæli frá Vinnuhúsinum
Fylgiskjal 5: Integratiónsálit
Fylgiskjal 6: Talvur um gongdina av fólkatalinum
Fylgiskjal 7: Samandráttur
Skjal 2
Javntekstur
Galdandi orðingar í løgtingslógini samanbornar við broyttu orðingarnar í
løgtingslógaruppskotinum
Galdandi orðingar | Løgtingslógaruppskotið | ||
|
§ 1
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 24. oktober 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
| ||
|
1. Í § 17, stk. 3, 1. og 2. pkt., § 19, stk. 2, § 21, stk. 2 og stk. 4, § 23, stk. 4, 1. pkt., § 28, stk. 1-3, § 29, stk. 1, 1. pkt., 29, stk. 4, § 30, § 31, stk. 1 og stk. 2, § 32, stk. 1 og stk. 2, § 33, stk. 1, § 34, § 35, stk. 2, 1. pkt., § 35, stk. 4, 1. pkt., § 35, stk. 5, § 40, stk. 1, § 41, stk. 2, § 42, stk. 4, § 43, stk. 2, § 45, stk. 2, 2. pkt., § 48, stk. 1 og stk. 4, § 53, stk. 2, 2. pkt., § 54, stk. 2 og stk. 3, 1. pkt., § 56, stk. 1, § 58, stk. 2, 2. pkt., § 65 og § 78, stk. 4, 2. pkt. verður “Vanlukkutryggingarráðið” broytt til: “Arbeiðs- og brunaeftirlitið”.
| ||
|
2. Aftan á § 10 verður sett:
“§ 10 a. Barnahúsið virkar sum karmur um tvørfakligt samstarv, tá ið børn undir 18 ár hava verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi, ella tá ið illgruni er um, at tey eru ella hava verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi. Stk. 2. Løgregla, ákæruvald, sosialir myndugleikar, heilsumyndugleikar, løggild heilsustarvsfólk og starvsfólk í Barnahúsinum kunnu í sambandi við málsviðgerð sbrt. stk. 1 lata upplýsingar um heilt privat viðurskifti hjá barninum og familjuni ímillum sín, tá ið umhugsni fyri viðurskiftum barnsins fer fram um fyrilitið fyri teimum áhugamálum, ið geva grund fyri dyljan.”
| ||
§ 14. ... Stk. 2-4. .... Stk. 5. Barnaverndartænastan skal boða fráboðara sbrt. stk. 1 frá, hvørt fráboðanin er móttikin.
|
3. Í § 14, stk. 5 verður sum 2. og 3. pkt. sett: “Um ikki serlig viðurskifti tala ímóti hesum, skal barnaverndartænastan boða fráboðara sbrt. stk. 1 frá, hvørt fráboðanin hevur ført til, at málið verður kannað, ella at fyriskipanir eru settar í verk sambært hesi lóg. Afturboðanin fevnir bert um tann, ið fráboðað er um.”
| ||
|
4. Í § 14, verður sum stk. 6 sett: “Stk. 6. Um ikki serlig viðurskifti tala ímóti hesum, kann barnaverndartænastan, tá ið tað hevur avgerandi týdning fyri, hvørja hjálp og stuðul fráboðari sbrt. stk. 1 kann veita barninum, kunna um, hvørjar fyriskipanir eru settar í verk.”
| ||
§ 18. Í teimum førum, har orsøk er at halda, at eitt barn hevur eina lívshóttandi ella álvarsama sjúku ella skaða, er úti fyri blóðskemd ella harðskapi, og um tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, ikki syrgja fyri, at barnið kemur til kanningar ella viðgerð, kann barnaverndarnevndin uttan rættarúrskurð avgera, at barnið skal til hóskandi viðgerð ella kanning. Stk. 2-3. ...
|
5. § 18, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Í teimum førum, har orsøk er at halda, at eitt barn hevur eina lívshóttandi ella álvarsama sjúku ella skaða, er fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi, og um tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, og barnið, ið hevur fylt 15 ár, ikki geva samtykki til, at barnið kemur til kanningar ella viðgerð, kann barnaverndarnevndin uttan rættarúrskurð avgera, at barnið skal til hóskandi viðgerð ella kanning, undir hesum viðgerð og kanning, ið Barnahúsið fyriskipar.”
| ||
§ 45. ... Stk. 2-7. ... Stk. 8. Barnaverndarumsitingin kann krevja at fáa samtalu við barnið í einrúmi, um møguligt saman við serkønum fólki. Barnið eigur í hesum førum at hava hjásitara. Stk. 9-10. ...
|
6. § 45, stk. 8 verður orðað soleiðis: “Stk. 8. Barnaverndarumsitingin skal tosa við barnið í tann mun, barnsins búning og umstøðurnar í málinum ikki tala ímóti hesum. Kann barnaverndarumsitingin ikki tosa við barnið, eigur barnaverndarumsitingin á annan hátt at fáa lýst sjónarmið barnsins. Í tann mun, atlitið til barnið talar fyri hesum, kann barnaverndarumsitingin tosa við barnið uttan samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, og uttan at tey eru hjástødd. Barnið eigur í hesum førum at hava hjásitara.”
| ||
|
7. Aftan á § 45 verður sett:
“§ 45 a. Tá ið barnaverndartænastan fær fráboðanir sbrt. § 14 um barn, ið er undir fyriskipan sambært hesi lóg, skal barnaverndarumsitingin meta um málið av nýggjum. Í sambandi við eftirmetingina av málinum skulu onnur, ið gera uppgávur fyri barnaverndartænastuna, men sum ikki hava verið partur av málsviðgerðini áður, í størst møguligan mun, vera við til at endurskoða málið.”
| ||
§ 49. Ein kanning eftir § 45 skal gerast sum skjótast og í seinasta lagi innan tríggjar mánaðir eftir, at ein fráboðan er innkomin, ella at barnaverndarnevnd av sínum eintingum hevur tikið eitt mál upp til kanningar. Stk. 2-4. ...
|
8. Í § 49, stk. 1 verður eftir “kanningar” sett: “, tó skal barnaverndartænastan beinanvegin og innan 24 tímar eftir eina fráboðan meta um, hvørt vandi er fyri barnsins heilsu og menning, og um bráðfeingis fyriskipan tí skal setast í verk”. | ||
|
|
| |