Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 23-08-1999
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

11. august 1999Nr. 76

Kunngerð

um

koyring innandura við trukki


Við heimild í § 17, stk. 1 og stk. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 24 mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum verður ásett:

§ 1. Tað er forboðið at nýta trukkar og onnur akfør við brennievnismotorum innandura.

§ 2. Arbeiðseftirlitið kann veita undantak frá § 1, tá talan er um:

1)   trukkar, sum lyfta meir enn 4 tons,

2)   trukkar, sum koyra í goymslu- og móttøkuhølum,

3)   onnur akfør, sum ikki fáast uttan við brennievnismotorum.

Stk. 2. Undantaksloyvi til innandurakoyring verður bert veitt, um Arbeiðseftirlitið fær váttan um, at útluftingin í hølunum er so góð, at persónar, herundir førarin, ikki verða útsettir fyri heilsuskaðiligum árini av útstoytingsgassinum.

§ 3. Brot á hesa kunngerð verður revsað eftir § 41 í lógini.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 106 frá 19. oktober 1982 um innandura trukkkoyring.


 

 

Vinnumálastýrið, tann 11. august 1999

 

 

Finnbogi Arge (sign.)

   landsstýrismaður

 

                      / Arne Poulsen (sign.)