Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 23-03-1994
Valmøguleikar
Tín lógalisti

23. mars 1994Nr. 33

Løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 30. apríl 2015

§ 1. 1) Landsstýrið leggur, innan mai mánaður er liðin, fyri løgtingið tann samlaða landsroknskapin fyri undanfarna fíggjarár.

Stk. 2. Landsroknskapurin skal í uppsetingini fylgja fíggjar- og eykajáttannarlógum fyri árið, talan er um, og skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins fyri farna fíggjarár, aktiv og passiv landsins og broytingunum hesum viðvíkjandi í árinum.

§ 2. Reglurnar um roknskaparhald landsins fevna um alla landsumsitingina, allar landsstovnar og stovnar v.m., hvørs rakstrarætlan er tikin við á játtannarlóg.

Stk. 2. Landsstýrið kann gera av, at lógarinnar reglur um roknskaparhald og reglur, sum verða gjørdar sambært lógini, skulu galda fyri stovnar, feløg, grunnar v.m.:

1)   hvørs útreiðslur ella roknskaparliga hall verða goldin við landsstudningi ella við gjøldum, avgjøldum ella aðrari inntøku sambært lóg, ella

2)   sum fáa kapitalinnskot, studning, lán, veðhald o.t. ella annan stuðul frá landinum ella frá einum stovni v.m., sum kemur undir nr. 1, um so er, at kapitalinnskotið v.m. hevur munandi týdning fyri móttakaran.

Stk. 3. Stk. 2 verður tó ikki nýtt í tann mun, tað í aðrari lóggávu eru reglur um roknskaparhald, sum ikki eru í tráð við lógina ella reglur, ásettar sambært lógini.

§ 3. Landsstýrið ásetur reglur um roknskaparhald landsins. Í hesum sambandi kann landsstýrið umframt at áseta krøv um trygd og skipað viðurskifti innan roknskaparøkið, áseta krøv um útvegan av upplýsingum til nýtslu í sambandi við búskaparliga ráðlegging, stýring og eftirlit.

§ 4. Landsumsitingin og teir landsstovnar v.m., sum koma undir § 2, stk. 1, fráboða landsstýrinum tær upplýsingar og útvega tað roknskaparliga tilfar, sum landsstýrið metir neyðugt fyri at leggja fram landsroknskapin.

§ 5. Landsumsitingin og teir landsstovnar v.m., sum koma undir § 2, stk. 1, skulu gera eina reglugerð um roknskaparhaldið í landsumsitingini ella á stovninum.

Stk. 2. Henda reglugerð skal gerast samsvarandi reglum, sum verða ásettar av landsstýrinum.

§ 6. Henda lóg kemur í gildi tann 1. januar 1995.

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 30. apríl 2015, har § 3 ljóðar soleiðis:

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Løgtingslógin hevur virknað fyri roknskapir, sum viðvíkja fíggjarárinum 2015 og seinni árum.”