Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 04-09-1995
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 127  frá 4. september 1995 um trygdarskeið.

Við heimild í § 24 í løgtingslóg um arbeiðaravernd frá 24. mai 1974 við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Arbeiðsgevarin skal geva limunum í trygdarnevndini, trygdarbólkunum og dagliga leiðaranum av trygdararbeiðinum høvi til at nema sær neyðuga frálæru og vitan um spurningar innan trygd og heilsu.

Stk. 2. Arbeiðseftirlitið setir, eftir tilmæli frá Arbeiðsumhvørvisráðnum, reglur ella rætningslinjur fyri snið, innihald og tíðarbrúk til slíka frálæru. Tað kann herundir ásetast, hvørji krøv skulu setast til skeiðhaldararnar.

§ 2. Limir í trygdarbólkum skulu hava eina trygdarfrálæru uppá í minsta lagi 24 tímar tá tað snýr seg um ídnað, handverk v.m.

Stk. 2. Fyri limir í trygdarbólkum innan handil og skrivstovur, dagstovnar, skúlar v.m. skal frálærutíðin um trygd og heilsu í minsta lagi verða 18 tímar.

§ 3. Í seinasta lagi 4 vikur aftaná at ein trygdarbólkur er settur, ella tá nýval av trygdarbólkum er farið fram, skal arbeiðsgevarin melda limirnar í trygdarbólkunum til eitt trygdarskeið, ið er góðkent av Arbeiðseftirlitinum. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at loyva hesum limum at luttaka á hesum skeiði, tá Arbeiðseftirlitið boðar frá.

Stk. 2. Fyri trygdarbólkar, ið verða valdir á fyribils arbeiðsstøðum, er tilmeldingarfreistin 2 vikur.

Stk. 3. Limirnir í trygdarbólkunum hava skyldu at luttaka í hesi fyriskipaðu trygdarfrálæru.

§ 4. Arbeiðseftirlitið kann fyri fak og faklig øki ella einstøk virkir loyva frávik frá ávísum ásetingum í hesi kunngerð, tá serligar umstøður fyriliggja.

§ 5. Tær treytir, sum Arbeiðseftirlitið setir, og aðrar avgerðir, sum tað tekur, kunnu skjótast inn til Landsstýrið innan 4 vikur eftir at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.

§ 6. Sektaður verður tann ið:

1)   fremur brot á § 1, stk. 1, §§ 2 og 3,

2)   Ikki aktar boð, ið givin eru sambært reglunum í hesi kunngerð.

Stk. 2. Fyri brot á §§ 2 og 3, kann ein arbeiðsgevari verða sektaður, sjálvt um brotið er gjørt av ósketni. Sektin kann ikki broytast til aðra revsing.

Stk. 3. Er brotið gjørt av einum partafelag, lutafelag ella líkn. kann áleggjast sjálvum felagnum sektarábyrgd.

§ 7. Kunngerðin fær gildið dagin eftir, at hon er lýst.