Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 24-01-1990
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 14 frá 24. januar 1990 um fráboðan frá arbeiðsvanlukkum.

Við heimild í § 33, stk. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til skjótast gjørligt og í seinasta lagi 9. dagin eftir fyrsta fráverudag hins skadda at fráboða arbeiðsvanlukkur og eitringartilburðir, sum hend eru av arbeiði í tænastu hansara, sum umfatað er í omanfyri nevndu lóg, um so er, at vanlukkan ella eitringin hevur havt við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin.

 Stk. 2. Sjálvt um talan ikki er um nakra setanarskipan, hevur eigarin (brúkarin) av maskinum, tekniskum yrkisevnum v.m. somu skyldu at fráboða allar arbeiðsvanlukkur og eitringar, sum hendar eru av hesum tólum.

§ 2. Fráboðan eftir § 1 skal gerast á eitt serligt fráboðanarskjal, sum fæst frá Arbeiðseftirlitinum.

 Stk. 2. Fráboðanarskjalið skal sendast høvuðsskrivstovu Arbeiðseftirlitsins í Tórshavn.

 Stk. 3. Arbeiðseftirlitið kann krevja fleiri upplýsingar um t.d. fráveru orsakað av skaðanum. Um so er fær tann fráboðanarskyldugi serligt skjal sent til útfyllingar.

 Stk. 4. Trygdarskipan virkisins (trygdarumboðið) og skaðarakti skulu hava makaskjal av fráboðanini útflýggjað. Arbeiðseftirlitið fær upprunaskjalið.

§ 3. Brot á hesa kunngerð verður sektað eftir § 40 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.