Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 04-09-1995
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 135 frá 4. september 1995 um reglur fyri arbeiði á skipum við tangum til olju o.a.

Sambært § 17 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum, hevur Landsstýrið ásett:

§ 1. Á øllum skipum, eisini lossingarbátum, ið føra ella hava ført olju ella annan eldføran løg í tanga ella øðrum rúmum so sum last- ella brennioljutanga, skal verða farið eftir teimum trygdarfyriskipanum, sum givnar eru í fylgiskjali til hesa kunngerð, við arbeiði, eftirliti, reingerð, umvælingum, umsiting, umbygging, upphøgging og annað arbeiði, ið hevur við sær vanda fyri eldi, spreinging, eitran ella annan heilsuvanda, annaðhvørt arbeiði verður gjørt á skipasmiðju ella øðrum líkum virki á økinum hjá skipasmiðjuni (verkstaðnum) ella uttanfyri.

Stk. 2. Undantikið stk. 1 er tó tílíkt arbeiði, ið einans skipamanningin ger.

§ 2. Bann, sum verður sett av Arbeiðseftirlitinum sambært § 32 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum, viðvíkjandi teimum trygdarskipanum, ið nevndar eru í § 1 og avgerðum, sum eftirlitið annars tekur sambært fyriskipanum, kann innan 4 vikur eftir at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina, verða innkært til Landsstýrið.

 Innkæra kann ikki fáa eitt bann í drag.

§ 3. Brot móti hesi kunngerð og tilhoyrandi trygdarfyriskipan verða revsað sambært § 41 í nevndu lóg við sektum, uttan so at lóggávan annars krevur hægri revsing.

§ 4. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst.

1. FYLGISKJAL

Trygdarfyriskipanir fyri ávíst arbeiði á skipum við tanga til olju o.a.

(Tangafyriskipanir).

Gjørdar sambært § 17 í løgtingslóg um arbeiðaravernd nr. 58 frá 24. mai 1974 við seinni broytingum. Endamálið við fyriskipanunum er at fyribyrgja vanda fyri eldi, spreinging, eitran og øðrum heilsuvanda á bestan hátt.

Skilgreiningar.

1.    Við tanga, rúm, og rørleiðing er at skilja eins væl lastartanga sum brennuoljutanga, smyrjioljutanga og annan tanga við tilhoyrandi rørleiðingum, har ið savnast kann hava olja ella gass, heruppií borðskot (cofferdam), skarptangi, pumpurúm, ventil, síla, hitasnyril (coil) o.a.

2.    Við olju er í hesum fyriskipanum at skilja bæði rættilig olja av øllum slag og annar eilførur løgur og eldført “flótandi“ tætt gass.

       Løgirnir eru sundurskiftir eftir logamarki – ásett við lokaðum Pensky Martens-tóli – í tvinnanda bólkar:

A-bólkur. Olja og annar løgur við logamarki 65,5 ° C (150 °F) ella lægri, t.d. benzin (petrol, gasoline), benzol (benzene), toluol (toluene), xylol (xylene), mineralskt terpentin (white spirit), petrolium (kerosene), ráolja (crude oil). metanol og annað alkohol, acetone og flótandi gass, t.d. propan, butan og butadien.

B-bólkur. Olja og annar løgur við logamarki hægri enn 65,5 ° C (150 °F), t.d. steinevnaolja (mineralsk olie) s.s. dieselolja, kyndingarolja (fuel oil), smyrjiolja og djóra- og plantuolja, sum t.d. hvalalýsi, sildalýsi, kokusolja, jarðnøtuolja og línolja.

3. Við gass er at skilja gass ella dampur frá teimum løgum, ið nevndir eru í 2. stk.

4. Við opnan eld er at skilja opin logi ella hiti frá t.d. blásturlampu, sveisingar- ella skurðtóli, smiðjuessu, heitum nøglum, neistamiklum amboðum sum t.d. slípumaskinu eins og øllum ljósførum uttan trygdarlampum av viðurkendum slag.

Atgongd at skipasmiðju.

5.    Skipasmiðja má ikki taka ímóti skipi, ið hevur ella hevur havt oljufarm, áðrenn lastartangar, rúm og rørleiðingar eru væl og virðiliga tømd (sambært pkt. 6-10) og nóg væl reinsað og luftað, og áðrenn fingið er til vegar ítarlig váttan, sambært pkt. 38, ið sannar, at skipið er so leyst við gass og gasskyndandi oljuleivdir, at sum líkindini eru, eingin vandi er fyri spreinging ella ífesting (atkomuváttan, sí 2. fylgiskjal).

Viðmerkingar:

Tá komið verður at serligum tangareinsingarverki uttan fyri skipasmiðjuøki, krevst ikki atkomuváttan.

6.    Tangar, rúm og rørleiðingar, sum í hevur verið olja úr A-bólki, skulu, áðrenn skip fer á skipasmiðju, verða tømd, reinsað og luftað og við gasskanning roynast gassleys sambært pkt. 5.

        Tangar við olju í B-bólki nýtast ikki at verða tøndir, áðrenn skip fer á skipasmiðju, um so er, at tangarnir lúka krøvini um gassloysi sambært pkt. 5 og lúkurnar eru havdar aftur.

7.    Brennioljutangi krevst ikki tømdur, áðrenn skip fer á skipasmiðju.

8.    Turrfarmaskip, ið hevur nakrar farmatangar til djóra- ella plantuolju í B-bólki, kunna, hóast tangarnir ikki eru tømdir, fara á skipasmiðju uttan atkomuváttan.

9.    Tangi, sum olja hevur verið í og síðan barlastavatn er latið á, verður viðfarin sum ávíst í pkt. 6, uttan so at tann, ið váttanina skrivar, sannar, at einki gass er í tanganum sambært pkt. 5. Tangin skal vera so væl fyltur, sum til ber, uttan at luftlummar gerast undir tangalokinum, og hann skal vera væl luftaður.

10.  Skip kunna verða tikin inn á skipasmiðju við skolivatni og oljuleivdum í A-bólki fyltum á leys savningarføt, um so er, at tey verða hildin væl afturlatin og verða burturflutt av skipinum, áðrenn farið verður undir nakað arbeiði umborð.

        Fyri skip við skolivatni og oljuleivdum í B-bólki fyltum í tanga, geldur tað, ið nevnt er á pkt. 6, 2 petti.

11. Um tað vegna skipbrot ella onnur serstøk viðurskifti hvørki er gjørligt ella rímiligt at kanna gjølla, áðrenn tað fer á skipasmiðju, skulu millum reiðara, váttanargeva, skipasmiðju og havnarstjóra verða gjørdar serligar avtalur.

12. Tá ið skipið er komið á skipasmiðju, skal atkomuváttan verða uppfest á sjónskum stað við allar landgongubrýr.

Arbeiði – byrjan og útinnan.

Almennar ásetingar.

13.  Arbeiði í, á ella við tanga, rúmi ella rørleiðing má ikki verða byrjað, fyrr enn fingin er til vegar váttan í samsvari við tað, ið fyriskipað er í pkt. 26, 33, og 34. Í váttanini skal vera tilskilað, at arbeiðsstaðurin er so leysur við gass og gassmyndandi oljuleivdir, evju, botnsetingar, rustflakar og tílíkt, at ætlaða arbeiði kann fara í gongd uttan vanda fyri ífesting, spreinging ella eitran (arbeiðsváttan, sí 2. fylgiskjal).

14.  Er neyðugt við eftirlit, reingerð ella av aðrari serstakari orsøk at fara niður í tanga ella rúm, áðrenn arbeiðsváttan loyvir, skulu hesi serligu verndartiltøk verða havd í huga:

a.    Tann, ið arbeiði ger, skal nýta frískluftar- ella trýstlúftartól og trygdarsela við línu. Andadráttarverjan skal vera vandaliga tilpassað, og tann, ið ber hana skal, eigur at duga at nýta hana.

b.    Amboð og reiðskapur skulu vera úr tilfari, sum ikki geva neistar frá sær. Ikki er loyvt at nýta skógvar við jarni undir ella øðrum, ið kann gera neistar. Til ljós kunna bert verða havdar lampur av viðurkendum slag.

c.    Við arbeiðsstaðin á skipum skal lúkumaður vera. Um neyðugt er, skal eisini brunavørður við hóskandi sløkkiamboðum, og sjúkrabøru skal verða tøk.

15.  Tað liggur á skipasmiðjuleiðsluni í samráð við váttanargevan at gera av, um nýggj gasskanning skal verða gjørd, áðrenn arbeiðið byrjar, ella um støðugt gasseftirlit skal vera, meðan arbeitt verður.

16. Um tað, eftir at arbeiðsváttan er givin, eitt nú við at ventilur ella rørleiðing verða opnað, olja umpumpað, leki kemur á ella av aðrari orsøk, sum eitt nú hitavøkstri ella steðgi í arbeiðnum, verður ivi um, at tangi, rúm ella rørleiðing eru gassfrí, skal arbeiðið ikki verða byrjað og heldur ikki uppafturtikið áðrenn loyvi verður givið við nýggjari arbeiðsváttan.

17. Meðan arbeitt verður í tanga og rúmi, skulu guvuleiðingar, ið ligja inn í tanga, vera afturlatnar, og guvuventilar skulu verða tryggjaðir móti ótilætlaðari upplæting; somuleiðis skulu allir ventilar, rør o.s.fr. so langt sum til ber vera afturlatnir og tryggjaðir móti upplating.

       Opnir rørendar skulu verða lokaðir við tøppum ella botnflansum.

18.  Farmatangi, ið verður tømdur fyri olju, oljuleivdir, skolivatn ella barlastuvatn, skal verða gasskannaður sum skjótast eftir hann er tømdur.

19.  Hevur skipið ligið, má eingin fara inn í tanga og rúm, og opin eldur má ikki verða nýttur í, á ella við tanga, rúm og rørleiðing, fyrr enn nýggj arbeiðsváttan er fingin til vegar.

20.  Allir tangar og øll rúm skulu vera væl luftað, áðrenn nakar fer inn í tey, og sæð skal verða til, at luftin er væl nýggjað, meðan arbeitt verður. Ravmagnssnurrur (-viftur) og onnur luftnýggingartól, ið kunnu geva neistar frá sær, er ikki loyvt at seta í tanga ela rúm, uttan so er, at tangin við arbeiðsváttan er lýstur so gasstómur, at loyvt er at nýta opnan eld.

21.  Eitt og hvørt skip eigur, um til ber, at vera væl og virðiliga jarðbundið, áðrenn farið verður undir arbeiði.

22. Í galvaniskt vardum tanga ella rúmi kann gerast sprongkvæmt gass, (hydrogen, brint). Slíkur tangi skal annaðhvørt vera heilt tómur ella vera fyltur við vatni so nógv sum til ber uttan at “luftlummar“ gerast undir tangtoppinum. Í báðum førum skal tangin vera væl luftaður. Sama er at siga um rúm.

23.  Í borðskoti (cofferdam), skarptanga, vatntanga o. tíl., kolkassa og lastartanga kann vera súrevnis-(oxygen)-trot. Áðrenn nakar fer inn í tílík rúm, skulu tey verða væl luftað, annaðhvørt við gjøgnumblástri við reinari luft ella við at fylla tey við vatni og síða tøma tey. Um neyðugt er, skal kønur persónur (smb. 39. stk.) eftir kanning veita vissu fyri, súrevnis-(oxygen)-innihaldið er nóg mikið til, at tað er vandaleyst at vera inni í tanga ella rúmi.

24. Royking er bannað, meðan arbeitt verður á skipi við farmaoljutanga.

25.  Alt arbeiði umborð á skipi, sum hesar fyriskipanir galda fyri, skal verða fyristílað av persóni, ið veit væl um ásetingarnar í fyriskipanini.

Reingerð og annað arbeiði

uttan at nýta opnan eld.

26.  Reingerð og annað arbeiði uttan at nýta opnan eld, ið gerst uttan at nakar fer inn í tanga ella rúm, t.d. skoling, guvan og lufting, kann verða sett í gongd uttan at atkomu- ella arbeiðsváttan er fingin til vegar. Er neyðugt at fara inn í tanga ella rúm, krevst annaðhvørt arbeiðsváttan, ið loyvir tí, ella at serlig verndartiltøk verða framd, smb. 14. stk.

27.  Við reingerð skal verða sæð til, at tangi, rúm og rørleiðingakervi við ventilum, pumpum, sílum og tílíkum og møguligir hitasnyrlar verða tømd so vandaliga sum til ber, verða dampað og/ella skolað við vatni ella reingjørd á annan munagóðan hátt, so at leivdir av olju, evju og rustflakum og tílíkum so væl sum gjørligt verða fyribeindar, eitt nú upploystar og burturskolaðar. Síðan verður luftað ígjøgnum við t.d. vindsegli.

28.  Tangi ella rúm, sum við umvælingararbeiði verður fyri hiting ella neistum, skulu, umframt tað í tilskilað er í 13. stk., verða vandaliga reingjørd fyri evju og botnleggingar, so at eldfimt ella eitrað gass skal ikki gerast við hitingini. Snýr tað seg um evju og botnleggingar, ið eru torførar at fáa burtur, og har sum bert lítil partur av tangaflatanum kann verða fyri hiting, kann reingerðin verða avmarkað til tað økið, sum hitin ikki breiðist útum. Tangaflatin má verða reinsaður báðumegin.

29. Til at gera tangan reinan eigur ikki at verða nýtt olja ella reinsievni í A-bólki. Er hitin niðan fyri 15° C, kann steinolja við hitamarki oman fyri 40° verða nýtt. Um so er, verður at turka steinoljuleivdir væl upp og lufta tangan væl og virðiliga.

        Verður nýtt eitrað reinsievni eins og trikloretylen (tri) mega leivdir av reinsievninum í lægdum og botnleggingum verða væl og virðiliga burturtiknar.

        Eingin má fara inn í tangan (ella rúmið), uttan at tey serligu verndartiltøk, ið lýst eru í 14. stk., eru framd. Tó kann verða farið inn, um tangin er væl luftaður og kønur persónur hevur kannað hann og sannað, at hann er vandaleysur (smb. 39. stk.).

30. Meðan gjørt verður reint í tanga ella rúmi, har sum evja ella botnlegging eftir blýbensini er (37. stk.), ella um í tanganum (rúminum) hevur verið etjandi løgur ella um reinsað hevur verið við tílíkum løgi, skal hóskandi búni verða nýttur. Búnin skal verða vandaliga reinsaður aftaná nýtslu.

31.  Tangi, rúm og rørleiðingar, sum benzol hevur verið í, skulu við hita, ið er lægri enn frostmark fyri henda løg (o.u. +6° C), umframt tað ið fyriskipað er í 13. stk., verða væl og virðiliga reinsað fyri fryst benzol við at skola við heitum vatni ella spræna við dampi ella verða vaskaði við dieselolju ella líkari olju í B-bólki.

Arbeiði við nýtslu av opnum eldi.

32. Arbeiði við nýtslu av opnum eldi kann verða gjørt á skipi, treytað av:

at    tangi, rúm og rørleiðing, sum verða fyri hiting, framanundan fáa serstaka reingerð, smb. 27. stk., og at arbeiði í, á ella við tanga, rúm ella rørleiðing er loyvt við arbeiðsváttan, møguliga eftir endurtikna gasskanning (sí 25. stk.).

33. Smærri arbeiði við nýtslu av opnum eldi, t.d. at sveisa ásløg, rørfesti, tvískinn og støði beinleiðis uttan á tanga ella rúm, sum olja í B-bólki er ella hevur verið í, kunna í samráð við váttanargevan verða gjørd uttan undanfarandi reingerð, treytað av, at vandi er ikki fyri gjøgnumbrenning, og at tangi (rúm) í minst 50 cm hædd yvir hitaða staðnum er fyltur (fylt) við vatni o/ella olju í B-bólki, ella at luftin í tanganum (rúminum) veður burturtrokað við treyðum (inert) gassi, t.d. køvievni (nitrogen) ella koltvísúrni (koldioxid), sum verður latið inn í heilum, meðan arbeitt verður. Eftir nýtslu av treyðum gassi skal tangin verða væl luftaður, og kønur maður skal kanna hann (smb. 39. stk.), áðrenn nakar fer inn í hann aftur.

Viðmerkingar:

Um arbeitt verður við nýtslu av opnum eldi við tílík opin holrúm sum t.d. tvífalt pláturør (javnvágarrør) og slagkjøl, sum olja kann vera í, ella har sum vandi er fyri, at sprongkvæmt gass frá rustverjuevnum ella tílíkum kann koma upp vegna hiting, eigur arbeiðsváttan at vera fingin til vegar, ella rúmið eigur at vera fylt upp við vatni, ella luftin eigur at vera burturtrokað við treyðum gassi, ið verður latið inn í heilum.

34. Á skipum, ið flyta ella hava flutt oljufarm, skal opin eldur ikki verða nýttur í maskin- og ketilrúmi uttan fyri fastar kyndingarstaðir, uttan so at tað er loyvt við arbeiðsváttan fyri hvørt einstakt arbeiði.

        Á hvørjum skipi skal arbeiði við nýtslu av opnum eldi verða steðgað í maskin- og ketilrúmi, so leingi sum atliggjandi tangar, rúm og rørleiðingar verða luftað gjøgnum hesi rúm ella á annan hátt standa í opnum sambandi við tey, og arbeiðið skal ikki verða uppafturtikið, fyrr enn fingin er arbeiðsváttan, ið tilskilar, at opin eldur kann verða nýttur.

35. Tá arbeitt verður við nýtslu av opnum eldi, skal eldvørður við hóskandi sløkkiamboðum vera hjástaddur, og sjúkrabøra skal verða tøk. Atgongdin at arbeiðsstaðnum skal verða hildin so væl opin sum til ber, skuldi tað gjørst neyðugt at taka til rímingar í bræði.

Kanningar og váttanir o.a.

36. Atkomu- og arbeiðsváttanir skulu verða skrivaðar á oyðublað, smb. 2. fylgiskjal.

37. Váttanin skal, um tað er gjørligt, hava upplýsingar um hvørji oljusløg, ið skipið hevur havt sum seinasta og næstseinasta farm. Hevur skipið flutt bensinfarm, skal upplýsast, um blýsambond hava verið latin útí.

38. Atkomu- og arbeiðsváttanir, sum kravdar eru sambært hesum fyriskipanum, mega ikki verða útgivnar uttan av álítandi persóni, sum hevur sannað, at hann hevur neyðugan evnafrøðikunnleika og royndir, og sum hevur hóskandi amboð til taks. Skipasmiðjan gevur Arbeiðseftirlitinum upplýsingar um, hvør hon tilnevnir váttanargeva.

39. Framhaldandi gasseftirlit (smb. 15. stk.), kanningar fyri leivdir av eitrandi reinsievnum (smb. 29. stk.) og fyri súrevnistrot, skulu verða gjørd av álítandi, kønum persóni, sum ræður yvir hóskandi amboðum.

40.  Tá ið tann arbeiðsváttan, ið nevnd er í hesum fyriskipanum, verður útgivin, og meðan endurnýggjað gasskanning og framhaldandi gasseftirlit verður gjørt, eigur gassinnihaldið í tanga ella rúmi, har sum arbeitt verður inni ella í nánd, ikki, spreingivanda viðvíkjandi, at fara upp um 5% av niðara spreingingarmarki. Eisini eigur gassinnihaldið at kunna verða hidið niðan fyri nevnda mark. Eitringarvandanum viðvíkjandi eigur gassmagnið, tá ið ein skal vera leingi inni í tanga ella rúmi, ikki at fara upp um, ella haldast at skula fara upp um, galdandi heilsulig markvirði (MAC-virði).

41. Áðrenn gasskanning verður gjørd, skulu tangi, rúm og rørleiðing verða køld til hóskandi arbeiðshita.

Tangafyriskipanirnar eru gjørdar av samnorðurlendskari nevnd og samtyktar av Arbeiðseftirlitinum í Danmark, Noreg, Svøríki og Føroyum.

VÁTTAN

sambært kunngerð um reglur fyri arbeiði á skipum við tangum til olju o.a.

Navn á skipi:

Næstsíðsta last:

Liggjandi við:

Síðsta last:

ATKOMUVÁTTAN.

Eg havi í dag kl. _______ staðfest, at skipið er so leyst fyri eld- og spreingiviðkvæmt gass og gassmyndandi oljuleivdir, at tað undir fyriliggjandi umstøðum ikki er vandi fyri spreinging ella ífesting.

Skipið kann fara á skipasmiðju, men eingin má fara niður í, og tað má ikki nýtast opin eldur á ella við tanga, rúm ella rørleiðing, uttan so at hetta er loyvt við arbeiðsváttan.

Serligar viðmerkingar:

 

, tann

ARBEIÐSVÁTTAN

Eg havi í dag kl. _______ kannað niðan fyri nevndu tangar, rúm og rørleiðingar fyri eldfimt, spreingifimt og eitrandi gass, gassmyndandi oljuleivdir, evju, botnsetingar, rustflakar og tílíkt.

Sambært hesa kanning kann arbeiðast soleiðis:

1.    Tangi og rúm, sum eingin má fara niður í, uttan serlig verndartiltøk, og har ikki má nýtast opin eldur á ella við:

2.    Tangi og rúm, har arbeiðast kann í, uttan at nýta opnan eld:

3.    Tangi og rúm, har arbeiðast kann, í, á ella við og har opin eldur kann nýtast.

4.    Rørleiðing, har arbeiðast kann í, á ella við og har opin eldur kann nýtast.

5.    Serligar viðmerkingar:

 

, tann

Váttanin verður skrivað í minst 2 eintøkum, har tað eina verður latið skipasmiðjuni, meðan hitt – ella avrit av hesum – verður sett upp á sjónligum staði við allar landgongdir.

Oyðublaðið er góðkent av Arbeiðseftirlitinum sum 2. fylgiskjal til galdandi kunngerð um reglur fyri arbeiði á skipum við tangum til olju o.a.