Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 12-07-2001
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2001 A - Hefti 19 A frá 12. juli 2001
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

4. juli 2001Nr. 107

Kunngerð um evni og tilfar

Við heimild í §§ 7, 35, 41, stk. 1, 52, stk. 3, 55 og § 66 í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi verður ásett:

Kapittul 1

Øki og orðgreiningar

§ 1. Kunngerðin fevnir um evni og tilfar, sum verða nýtt undir arbeiði ella í arbeiðsgongdum, samanber tó løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi §§ 2 og 3.

Stk. 2. Evni og tilfar, ið ikki verða nýtt í vinnuligum arbeiði, eru undantikin.

Stk. 3. Umframt ásetingarnar í hesi kunngerð eru eisini slíkar reglur galdandi, sum sambært aðrari lóggávu eru galdandi fyri evni og tilfar.

§ 2. Tá ásetingarnar í hesi lóggávu verða brúktar, skulu niðan fyri nevndu orðagreiningar vera grundarlagið:

1.    Evni: Frumevni og teirra sambindingar.

2.    Tilfar: Samansetingar av tveimum ella fleiri evnum, har ímillum biologiskt tilfar.

Stk 2. Tá tað í hesi kunngerð er talan um evni og tilfar, ið kunnu vera vandamikil fyri trygd og heilsu ella í aðramáta ávirka hesi, er hetta at skilja sum:

1.    Evni og tilfar, sum skulu flokkast samsvarandi ásettum reglum um flokking.

2.    Evni og tilfar, ið standa á listanum hjá Arbeiðseftirlitinum yvir markvirði fyri evni og tilfar.

3.    Evni og tilfar, ið stjórin fyri Arbeiðs­eftirlitið metir skulu roknast sum vandamikil fyri trygd og heilsu ella sum kunnu ávirka hesi, sbr. stk. 3.

4.    Tilfar, ið sambært serligum reglum, sbr. § 23, stk. 3, verður roknað sum vandamikil fyri trygd og heilsu ella sum í aðramáta kunnu ávirka hesi.

Stk. 3. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið kann gera av, í teimum førum, har upplýsingar eru til skjals um, at ávís evni og tilfar hava serligan vanda við sær undir nýtslu, at hesi skulu hesi roknast sum verandi vandamikil fyri trygd og heilsu ella roknast at kunna ávirka hesi. Avgerðin skal almannakunngerast.  

Kapittul 2

Vanligar ásetingar

§ 3. Arbeiði við evnum og tilfari skal í øllum liðum gerast soleiðis, at tað er forsvarligt fyri trygd og heilsu, sæð bæði út frá eini meting av teimum umstøðum í arbeiðsumhvørvinum, sum beinanvegin ella í longdini kunnu ávirka likamligu ella sálarligu heilsuna.

Stk. 2. Skyldurnar sbrt. hesi kunngerð liggja á framleiðarum, innflytarum, útvegarum, projekterandi fólki, ráðgevar­um, arbeiðsgevarum, arbeiðsleiðarum og øðrum, sum eru sett í starv, eins og brúkarum v.m. eftir vanligu reglunum í arbeiðsumhvørvislógini.

Kapittul 3

Pakking og merking

§ 4. Um annað er ikki ásett, skulu evni og tilfar, ið kunnu vera vandamikil fyri trygd og heilsu ella í aðramáta ávirka hesi, verða pakkað á slíkan hátt, at pakkitilfarið er mótstøðuført og innihaldið ikki lekur út, soleiðis:

1.    pakkitilfarið skal verða tilevnað, lagt saman og afturlatið ella fest soleiðis, at innihaldið ikki av sær sjálvum kann leka út,

2.    tilfarið, sum brúkt verður at pakka við og halda pakkitilfarinum saman við, skal ikki kunna skalast/tærast av innihaldinum ella skapa sambindingar,

3.    pakkitilfarið og festið skulu í øllum liðum vera so sterk, at tey ikki kunnu loysna av sær sjálvum, og skulu kunna tola ta viðferð, sum roknast kann við, at tey koma út fyri, 

4.    pakkitilfar við festi av slíkum slag, at tað kann latast aftur fleiri ferðir, skal vera tilevnað soleiðis, at tað kann latast upp og aftur, uttan at innihaldið lekur út av sær sjálvum,

5.    pakkitilfarið skal vera tilevnað soleiðis, at tað á forsvarligan hátt kann tømast heilt ella lutvíst.

§ 5. Pakkitilfarið skal verða merkt samsvarandi ásettum reglum um merking, eins og møguligum tillutaðum framleiðsluskrásetingarnummari (PR-nr.), sbr. § 12, og eftir reglum, sum kunnu vera ásettar sambært § 23, stk. 2, nr. 4.

Kapittul 4

Framleiðarar og innflytarar v.m.

Fráboðan

§ 6. Tann, ið fer undir vinnuliga framleiðslu ella innflutning av einum evni ella tilfari, ið kann vera vandamikið fyri trygd og heilsu ella í aðramáta ávirka hesi, og sum viðkomandi ikki áður hevur framleitt ella innflutt og sum ikki hevur skrásett PR-nummar, skal frammanundan boða Arbeiðseftirlitinum frá hesum og samstundis lata teimum tær upplýsingar, nevndar eru í fylgiskjali 1 og 2.

Stk. 2. Evni og tilfar, sum verða framleidd við gransking ella analysu fyri eyga, eru ikki fevnd av ásetingini í stk. 1.

§ 7. Fráboðanarskyldan liggur eisini á framleiðarum og innflytarum av evnum og tilfari, sum ikki hava skrásett PR-nummar, og sum kunna vera vandamikil fyri trygd og heilsu ella í aðramáta ávirka hesi, í teimum førum har evni ella tilfar hava fingið nýtt handilsheiti.

§ 8. Framleiðari ella innflytari, ið hevur boðað Arbeiðseftirlitinum frá sambært § 6, stk. 1 ella § 7, skal eisini boða teimum frá møguligum broytingum í givnu upplýs­ingunum. Samstundis skal boðast frá, um evnið ella tilfarið verður brúkt ella ætlast brúkt til onnur endamál, um nýggj toksiko­logisk vitan er tøk ella broytingar eru í samansetingini av tilfarinum.

§ 9. Framleiðari ella innflytari, ið hevur boðað Arbeiðseftirlitinum frá sambært § 6, stk. 1 ella § 7, skal, tá Arbeiðseftirlitið biður um tað, eftirkanna ella fáa kanningar gjørdar við tí fyri eyga at fáa til vega fleiri upplýsingar.

§ 10. Fráboðanir skulu skrivast á serligt oyðublað, sum fæst frá Arbeiðseftirlitinum.

Stk. 2. Fráboðanir verða sendar Arbeiðs­eftirlitinum ella øðrum stovni eftir avgerð frá stjóranum fyri Arbeiðseftirlitið.

§ 11. Tann, sum sendir fráboðan um evni ella tilfar, kann vísa til upplýsingar hjá øðrum, ið áður hava sent fráboðan um sama evni ella tilfar, um skjalprógv eru fyri, at hesin hevur givið sítt samtykki.

Stk. 2. Tann, sum sendir fráboðan um eitt evni, ið sami áður hevur sent Arbeiðseftir­litinum fráboðan um, kann lúka treytirnar sambært § 6, stk. 1, við at vísa til fyrru fráboðanina.

§ 12. Framleiðsluskráetingarnummarið (PR-nr.) skal verða sett á pakkitilfarið, sum evnið ella tilfarið liggur/stendur í, í seinasta lagi eitt ár aftaná tillutan. 

Vanligar upplýsingar- og kanningarskyldur

§ 13. Tá Arbeiðseftirlitið biður um tað, ella tá umstøðurnar annars gera tað neyðugt, skal tann, sum framleiðir ella flytur inn eitt evni ella tilfar, fáa kanningar gjørdar, til dømis hjá serligum sakkunn­leika, og lata frá sær allar upplýsingar, ið neyðugar eru til tess at kunna staðfesta, um evnið ella tilfarið kunnu hava við sær vanda fyri trygd og heilsu.

§ 14. Arbeiðseftirlitið skal góðkenna kanningarháttin, ið verður brúktur, tá kannað verður eftir, hvørt evnini ella tilfarið eru eitrandi, og hvussu fysisk-kemisku eginleikarnir eru.

Stk. 2. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið kann geva boð um, at analysur og kanningar av evnum og tilfari skulu gerast eftir ávísum mannagongdum, á ríkisstarvsstovum ella løggildum starvsstovum.

Tøknilig databløð

§ 15. Tøknilig databløð o.t. viðvíkjandi evnum og tilfari, ið kunnu vera vandamikil fyri trygd og heilsu ella kunnu ávirka hesi, skulu innihalda allar týðandi upplýsingar um, hvussu evnini ella tilfarið kunnu ávirka trygdina og heilsuliga umhvørvið.

Nýtsluvegleiðingar (trygdardatabløð) frá útvegarum

§ 16. Tann, sum gevur ella letur øðrum evni ella tilfar, ið kann vera vandamikið fyri trygd og heilsu ella í aðramáta kann ávirka hesi, skal síggja til, at ein lættskiljandi nýtsluvegleiðing fylgir við. Nýtsluvegleiðingin skal vera dagfest og einki kosta. Somu reglur galda fyri evni og tilfar, ið kunnu vera vandamikil fyri umhvørvið, sbr. reglurnar um flokking, merking og pakking. Í nýtsluveg-leiðingini, sbr. stk. 2, nr. 12, skulu eisini standa umhvørvisupplýsingar um viðkomandi evni ella tilfar.

Stk. 2. Í nýtsluvegleiðingini skulu standa hesar yvirskriftir og upplýsingar:

1.    Samleikaprógv fyri evninum/­tilfari­num, har ímillum upplýsingar um handilsheiti umframt møguligt framleiðsluskrásetingarnummar (PR-nr.) Hvat viðvíkur teimum evnum og tilfari, ið skulu vera merkt, sí § 5, skal navnið á framleiðara, útvegara ella innflytara vera skrásett á merkiseðlinum,

2.    upplýsing um hvørji evni eru í og samanseting av teimum, har ímillum tilfar og evni, sum sbrt. reglunum skulu vera flokkað, eins og upplýsing­ar um evni, ið koma fyri sum lívrunnin upploysingarevni,

3.    vanda-eyðmerking,

4.    fyriskipanir um fyrstuhjálp,

5.    eldsløkking, har ímillum upplýsingar um, hvussu farast skal fram, um eldur kemur í,

6.    trygdartiltøk, og upplýsingar um tiltøk, tá evni leka út,

7.    handfaring og goymsla, har ímillum upplýsingar um trygdarfyriskipanir, tá evni verða løgd á goymslu,

8.    eksponeringseftirlit/persónlig vernd, har ímillum upplýsingar um trygdartiltøk, tá fólk fáa evnið ella tilfarið í seg ella á seg v.m., um serlig arbeiðsklæðir og persónlig verndartil­tøk,

9.    fysiskar og kemiskar eginleikar,

10.  stabilitet og reaktivitet, har ímillum upplýsingar um eginleikar, tá evnini gerast heit ella eldur er í,

11.  toksikologiskar upplýsingar (heilsuskaðiligir eginleikar), har ímillum upplýsingar um møgulig sjúkueyðkenni, um so er, at fólk fáa evnini í seg e.t.,

12.  umhvørvisupplýsingar, sbr. § 16, stk. 1, síðsta punktum,

13.  burturbeining, herímillum upplýsingar um trygdartiltøk, tá evni verða beind burtur,

14.  flutningsupplýsingar,

15.  upplýsingar um regulering, har ímillum upplýsingar um evnini skulu nýtast við avmarkingum, krøv um serliga útbúgving, serlig krøv um aldur v.m., og

16.  aðrar upplýsingar, har ímillum innan hvørji øki, evnini verða nýtt.

Stk. 3. Um annað er ikki tilskilað, ella stjórin fyri Arbeiðseftirlitið hevur ásett annað, skal nýtsluvegleiðingin verða orðað á føroyskum ella donskum.

Stk. 4. Framleiðarin ella innflytarin hava ábyrgd av, at upplýsingarnar í nýtsluveg­leiðingini í sniði og vavi lúka endamálið, sum nevnt er í skjali 2, og at vegleiðingin í aðramáta er tilevnað samsvarandi vegleiðingunum í skjali 2. Nýtsluveg­leiðingin skal vera dagfest og einki kosta.

Stk. 5. Um nýggjar týðandi upplýsingar koma fram um vernd av trygd, heilsu og umhvørvi, hava framleiðarin ella innflytarin ábyrgdina av at dagføra nýtsluvegleiðingina, at gera vart við dagføringina og at dagfesta vegleiðingina av nýggjum.

Stk. 6. Upplýsingar sbrt. stk. 5 skulu verða bjóðaðar øllum, ið áður hava fingið evni ella tilfar seinastu 12 mánaðirnar ókeypis.

Kapittul 5

Arbeiðsgevarin o.o.

Vanligar reglur

§ 17. Arbeiði við evnum og tilfari skal verða lagt soleiðis til rættis og fremjast á slíkan hátt, at tað er fult forsvarligt fyri trygd og heilsu.

Stk. 2. Áðrenn eitt evni ella tilfar verður tikið í nýtslu, skal arbeiðsgevarin:

1.    kanna, um bannað er at brúka viðkomandi evni ella tilfar til ætlaða endamálið, og um tað ikki er bannað,

2.    kanna, um annað evni ella tilfar, ið er vandaleyst, minni vandamikið, ella sum er til minni bága, kann verða nýtt í staðin, sbr. § 19,

3.    kanna um arbeiðið við evninum ella tilfarinum kann fremjast trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt,

4.    kanna um tað er avmarkað, hvørji fólk hava loyvi at fáast við viðkomandi evni ella tilfar, og

5.    gera eina nýtsluvegleiðing, sbr. § 20.

§ 18. Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri, at nøktandi upplýsingar eru til taks um evni og tilfar, ið kunnu vera vandamikil, ella sum í aðramáta kunnu ávirka trygd ella heilsu, í førum, har hesi verða handfarin við útflutningi fyri eyga ella í samband við flutning annars, so at tey verða handfarin á fult forsvarligan hátt hvat trygd og heilsu viðvíkur.

Evni og tilfar, ið verða sett í staðin (substitutión)

§ 19. Evni ella tilfar, ið kunnu vera vandamikil, ella í aðramáta kunnu ávirka trygd og heilsu mugu ikki nýtast, um so er, at annað evni, ið er vandaleyst, minni vandamikið ella til minni bága, kann nýtast í staðin.

Stk. 2. Um annað evni ella tilfar verður nýtt ístaðin, og hetta ger veruligan mun í tøkniligu eginleikunum ella í útreiðslunum, skal ein samlað meting av tøkniligu og peningaligu avleiðingunum vera gjørd og vigast móti atlitunum at trygd og heilsu.

Stk. 3. Trygdarskipanin í fyritøkuni skal vera uppi í, tá mett verður, um annað evni ella tilfar skal nýtast ístaðin.

Stk. 4. Um ikki kann sleppast undan at nýta evnið, og ikki ber til at nýta annað evni ella tilfar í staðin sbrt. stk. 1, av tí at metingin sbrt. stk. 2 vísir, at avleiðingin fyri arbeiðsgevaran verður órímiligar útreiðslur, so skal hetta skjalprógvast, um Arbeiðseftirlitið biður um tað.

   Nýtsluvegleiðingar

§ 20. Har fólk verða sett í starv at arbeiða við evnum og tilfari, ið kunnu vera vandamikil fyri ella í aðramáta kunnu ávirka trygd og heilsu, skal ein nýtsluveg­leiðing gerast fyri hvørt einstakt evni ella tilfar. Í vegleiðingini skulu standa - um tað er tekniskt og fakliga møguligt - hesar upplýsingar:

1.    Samleikaprógv fyri evninum/tilfari­num, har ímillum upplýsingar um handilsheiti umframt møguligt framleiðsluskrásetingarnummar (PR-nr.)  Hvat viðvíkur teimum evnum og tilfari, ið skulu vera merkt samsvarandi § 5, skal navnið á framleiðara, veitara ella innflytara vera skrásett á merkiseðlinum,

2.    upplýsing um hvørji evni eru í og samanseting av teimum,  har ímillum tilfar og evni, sum sbrt. reglunum skulu vera flokkað, eins og upplýsingar um evni, ið koma fyri sum lívrunnin upploysingarevni,

3.    vanda-eyðmerking,

4.    fyriskipanir um fyrstuhjálp,

5.    eldsløkking, herímillum upplýsingar um, hvussu farast skal fram, um eldur kemur í,

6.    trygdartiltøk og upplýsingar um tiltøk, tá evni leka út.

7.    handfaring og goymsla, har ímillum upplýsingar um trygdarfyriskipanir, tá evni verða løgd á goymslu í fyritøkuni,

8.    eksponeringseftirlit/persónlig vernd, har ímillum upplýsingar um trygdartiltøk, tá fólk fáa evnið ella tilfarið á seg e.t., um serlig arbeiðsklæðir og persónlig verndartiltøk, og um møguligt forboð móti at arbeiða einsamallur,

9.    fysiskar og kemiskar eginleikar,

10.  stabilitet og reaktivitet, har ímillum upplýsingar um eginleikar, tá evnini gerast heit ella eldur er í,

11.  toksikologiskar upplýsingar (heilsuskaðiligir eginleikar), har ímillum upplýsingar um møgulig sjúkueyðkenni, um so er, at fólk fáa evnini í seg e.t.,

12.  umhvørvisupplýsingar, sbr. § 16, stk. 1, síðsta punktum,

13.  burturbeining, har ímillum upplýsingar um trygdartiltøk, tá evni verða beind burtur,

14.  flutningsupplýsingar,

15.  upplýsingar um regulering, herímillum upplýsingar um evnini skulu nýtast við avmarkingum, krøv um serliga útbúgving, serlig krøv um aldur v.m., og

16.  aðrar upplýsingar, har ímillum innan hvørji øki, evnini verða nýtt í fyritøkuni.

Stk. 2. Nýtsluvegleiðingarnar skulu vera atkomuligar hjá øllum starvsfólkum.

Stk. 3. Tey, sum eru sett í starv, har tey skulu handfara evnini og tilfarið, skulu vegleiðast í, hvussu hesi skulu brúkast, og fáa nýtsluvegleiðingina útflýggjaða saman við gjølligari frálæru.

Persónlig vernd

§ 21 Um arbeiði við evnum og tilfari ikki kann leggjast soleiðis til rættis, at tað á nakran annan hátt kann fremjast fult forsvarliga hvat trygd og heilsu viðvíkur, skal persónlig vernd ella serlig arbeiðs­klæðir verða nýtt, ið veita fulla verju móti vanda. Víst verður m.a. til kunngerð um trygdarkrøv v.m. til persónliga verndarútgerð.

Kapittul 6

Markvirðir

§ 22. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið ásetir og kunnger eftir samráðingar við arbeiðsumhvørvisráðið markvirði fyri evni og tilfar, umframt reglur um, hvussu heilsufrøðiligar luftdálkingarmátingar viðvíkjandi arbeiðsumhvørvinum skulu gerast.

Kapittul 7

Nágreiniligar reglur og undantøk

§ 23. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið fær heimild til, eftir samráðingar við arbeiðsumhvørvisráðið at áseta gjølligari reglur í sambandi við evni og tilfar í samsvari við reglurnar í hesi kunngerð.

Stk. 2. Í reglunum kunnu eisini vera ásetingar um

1.    fráboðanir til Arbeiðseftirlitið viðvíkjandi

a.    øðrum enn teimum í § 6 og § 7 nevndu evnum og tilfari, ið framleiðari ella innflytari ikki áður hava framleitt ella flutt inn,

b.    evni og tilfari, ið framleiðari ella innflytari longu framleiðir ella flytur inn,

2.    fráboðan, sum arbeiðsgevari sendir Arbeiðseftirlitinum, um nýtslu av evnum og tilfari í fyritøku síni,

3.    at arbeiði við ávísum evnum og tilfari bert má gerast av persónum, ið hava lokið nærri tilskilaða útbúgving, staðið ávísa roynd ella er yvir ávísan aldur,

4.    at eyka merking verður gjørd í serligum førum, har evni og tilfar verða nýtt í arbeiðinum,

5.    evni og tilfar verða flokkað í serligan vandabólkar, og

6.    at ein gjølligari útgreinað nýtsluvegleiðing verður kravd, tá talan er um serlig evni og tilfar.

Stk. 3. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið kann áseta, at § 2, stk. 2, skal fevna um tilfar, ið ikki kann flokkast, men sum innihalda evni og tilfar, ið eru komin á listan hjá Arbeiðseftirlitinum yvir markvirði á evnum og tilfari.

Stk. 4. Arbeiðsumhvørvisráðið skal vera við at viðgera ásetan av markvirðunum fyri flokking og merking.

Stk. 5. Í reglunum skal vísast til eintýddar og dagfestar normar og standardir.

§ 24. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið kann senda út vegleiðingar, ið vísa á leiðreglurnar fyri, hvussu ásetingarnar í kunngerðini og nágreiniligu reglurnar kunnu lúkast.

§ 25.  Reglur, sum viðvíkja framman fyri standandi ásetingum um evni og tilfar, og sum kunnu knýta seg at aðrari lóggávu, verða ásettar aftaná samráðing við avvarðandi myndugleikar.  

§ 26. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið kann, tá serligar umstøður gera seg galdandi, loyva einstøkum undantøkum frá ásetingunum í hesi kunngerð, eins og veita undantøk fyri serligar bólkar av evnum og tilfari, tá hetta verður mett rímiligt og fult forsvarligt.

Stk. 2. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið kann, tá serligar umstøður gera seg galdandi, loyva undantøkum frá § 16 í hesi kunngerð, tá hetta verður mett rímiligt og fult forsvarligt.

Kapittul 8

Kærur

§ 27. Tær avgerðir, sum Arbeiðseftirlitið tekur, kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.

Stk. 2. Rættstundis kæra er steðgandi, til avgerð frá kærumyndugleikanum er tikin, ella til kærumyndugleikin tekur aðra avgerð.

Kapittul 9

Revsing

§ 28. Tann, ið:

1.    brýtur reglurnar í §§ 4, 6, stk. 1, 7-9, 12-13, 15-16, 17, stk. 1, 18, 19, stk. 1 og § 20,

2.    ikki lýkur boð ella bann, ið eru sett eftir hesi kunngerð,

verður revsaður við bót.

Stk. 2. Brýtur arbeiðsgevari reglurnar í § 17, stk. 1 og § 18 kann hann sektast við bót, sjálvt um brotið ikki kann roknast gjørt við vilja ella av ósketni.

Stk. 3. Tá partafelag, lutafelag ella tílíkt fremur brot á kunngerðina, kann felagnum verða áløgd sektarábyrgd.

Kapittul 10

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 29. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi § 1, stk. 1, nr. 3 í kunngerð nr. 11 frá 13. februar 1997 um evni og tilfar, sum broytt við § 1, nr. 1 í kunngerð nr. 77 frá 11. august 1999 um evni og tilfar.Vinnumálastýrið,  4. juli 2001

 

 

Høgni Hoydal, varaløgmaður, fyri

Bjarna Djurholm, landsstýrismann (sign.)

 

/ Arne Poulsen (sign.)


Fylgiskjal 1

Sí kunngerðablaðið