Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 15-02-2002
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2002 A - Hefti 4 A 15 februar 2002
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

13. februar 2002Nr. 9

Kunngerð um útinnan av arbeiði

Við heimild í §§ 7, 10, 14, stk. 3, 16, stk. 2, 35, 47, 51, 55 og 66 í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi verður ásett:

Kapittul 1

Øki

§ 1. Henda kunngerð fevnir um alt vinnuligt arbeiði, sum verður gjørt fyri ein arbeiðsgevara, jf. § 2 í lógini um arbeiðsumhvørvi.

§ 2. Skyldurnar sambært hesi kunngerð liggja á arbeiðsgevarum, virkisleiðarum, arbeiðsleiðarum og arbeiðsfólkum annars, útvegarum, projekterandi, umvælarum v.fl. eftir almennu ásetingunum í arbeiðsumhvørvislógini.

§ 3. Umframt ásetingarnar í hesi kunngerð, eru eisini reglur galdandi um útinnan av arbeiði, sum eru ásettar í aðrari lóggávu.

Kapittul 2

Fyriskipan av arbeiðinum

§ 4. Arbeiðið skal í øllum lutum skipast soleiðis, at tað kann útinnast trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt. Fyriskipanin skal fara fram við atliti at teimum fyribyrgingartiltøkum, sum eru umrødd í fylgiskjali 1. Havast skal í huga, at konstruktiónir, sertilgerð, staklutaloysnir og arbeiðshættir, sum kunna vera vandamikil fyri trygd og heilsu, ella minka um trygdina og heilsuna undir arbeiði, mugu ikki verða brúktar. Eisini skal tryggjast, at tað samlaða árinið á arbeiðsumhvørvið ikki ávirkar trygdina og heilsuna hjá arbeiðsfólkunum.

§ 5. Við fyriskipan av nýggjum ella broytingum av verandi arbeiðsplássum, arbeiðsgongdum og arbeiðshættum, nýtsla av nýggjari tøkniligari útgerð, keyp av nýggjum tøkniligum hjálpartólum, persónligari verndarútgerð og evni og tilfar, skal tað tryggjast, at arbeiðsumhvørvið er sambæriligt við tey almennu og serligu krøvini í arbeiðsumhvørvislógini.

§ 6. Trygdarskipanin á virkinum skal luttaka í fyriskipanini av arbeiðinum, sbr. §§ 4 og 5 og í eftirlitinum av arbeiðsumhvørvinum, sbr. kapittul 6.

Stk. 2. Á virkjum, har eingin trygdarskipan er sett á stovn, skal arbeiðsfólkið luttaka í fyriskipanini av arbeiðinum, sbr. §§ 4 og 5 og í eftirlitinum av arbeiðsumhvørvinum, sbr. kapittul 6.

Kapittul 3

Arbeiðsplássmeting

§ 7. Tá ið umstøðurnar vegna trygd og heilsu krevja tað, skal arbeiðsgevarin síggja til, at gjørd verður ein skrivlig arbeiðsplássmeting av trygdar- og heilsuumstøðunum á arbeiðsplássinum.

Stk. 2. Trygdarskipan virkisins ella starvsfólkini skulu verða tikin við uppá ráð og luttaka í øllum arbeiðinum viðvíkjandi ráðlegging, tilrættalegging, útinnan, uppfylging og dagføring av arbeiðsplássmetingini. Tað skal við eini átekning á arbeiðsplássmetingina av trygdarskipanini váttast, at trygdarskipanin hevur verið við í arbeiðinum.

§ 8. Arbeiðsplássmetingin skal gerast við atliti at slagnum av arbeiði, tøkniligum hjálpartólum, evnum og tilfari, arbeiðshættum og arbeiðsgongdum, sum eru á virkinum, og við atliti at stødd og skipan av virkinum.

Stk. 2. Arbeiðsgevarin kann sjálvur velja á hvønn hátt ein arbeiðsplássmeting skal gerast. Tó skal arbeiðsplássmetingin við atliti at teimum fyribyrgingartiltøkum, sum eru umrødd í fylgiskjali 1, fevna um:

1.    Staðfesting og kortlegging av virkisins arbeiðsumhvørvisviðurskiftum.

2.    Lýsing og meting av virkisins arbeiðsumhvørvistrupulleikum, herundir orsøkirnar, slagið, álvarsemið og vavið av trupulleikunum, fyri at kunna koma við teimum neyðugu loysnunum á hesum.

3.    Raðfesting og uppseting av einari virkisætlan fyri at loysa virkisins arbeiðsumhvørvistrupulleikar, sum ikki kunna loysast beinleiðis. Av virkisætlanini skal framganga, í hvørji røð og í hvørjum stigi teir staðfestu trupulleikarnir skulu loysast.

4.    Leiðbeining um hvussu virkisætlanin skal fylgjast upp, herímillum hvør hevur ábyrgdina av, at ætlanin verður sett í verk, somuleiðis nær og hvussu eftirlit skal førast við teimum tiltøkum, sum eru sett í verk, herímillum um loysnirnar eru nøktandi, og um verkætlanin skal broytast.

Stk. 3. Arbeiðsplássmetingin skal dagførast, tá broytingar fara fram í arbeiðinum, arbeiðshættum og arbeiðsgongdum v.m., sum hava týdning fyri virkisins arbeiðsumhvørvi, tó í minsta lagi hvørt triðja ár.

Stk. 4. Arbeiðsplássmetingin skal finnast á virkinum og skal verða tøk hjá virkisleiðsluni, arbeiðsleiðarum, starvsfólkunum og Arbeiðseftirlitinum.

§ 9. Um ein arbeiðsgevari skal gera eina arbeiðsplássmeting sbr. § 7, og ikki sjálvur hevur neyðugt innlit til at tilevna arbeiðsplássmetingina, skal arbeiðsgevarin taka sær sakkøna hjálp til hetta arbeiði.

Stk. 2. Sjálvt um sakkøn hjálp verður nýtt til hetta arbeiði, er tað tó framvegis ábyrgd arbeiðsgevarans, at tað verður gjørd ein arbeiðsplássmeting og at krøvini í §§ 7 og 8 eru lokin.

Kapittul 4

Útinnan av arbeiðinum

Almenn krøv

§ 10. Arbeiðið skal í øllum lutum skipast soleiðis, at tað kann útinnast trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt út frá eini meting av teimum umstøðum í arbeiðsumhvørvinum, sum kann hava ávirkan á likamligu ella sálarligu heilsuna.

Stk. 2. Við arbeiði, sum virkar likamliga ella sálarliga skaðiligt ella nervandi, kann Arbeiðseftirlitið seta krøv um, at serlig arbeiðsumhvørvistiltøk skulu setast í verk. Slík tiltøk kunna vera vælferðartiltøk og onnur arbeiðsumhvørvistiltøk, sum eru neyðug til at fyribyrgja sjúku, sliti, vanlukkum v.m.

Stk. 3. Har arbeiðið serstakliga kann seta trygdina ella heilsuna í vanda, kann Arbeiðseftirlitið, har hesin vandi ikki kann burturbeinast annars, seta krøv um arbeiðssteðg og avmarkaða arbeiðstíð fyri hetta arbeiði. Sama krav kann setast, har serlig arbeiðsklæðir og persónlig verndarútgerð verða nýtt.

§ 11. Við útinnan av arbeiði skal fyrilit takast fyri aldri, innliti, arbeiðsevnum og øðrum fortreytum hjá viðkomandi starvsfólki.

Stk. 2. Serliga viðkvæmir vandabólkar, herundir barnakonur og bróstakonur, skulu verjast móti teimum vandum, sum fyri hendan bólk er serliga álvarsligir.

Stk. 3. Tá ein arbeiðsgevari er kunnaður um, ella á annan hátt er varugur við, at eitt starvsfólk er við barn, ella ein kvinna hevur barn á brósti, skal arbeiðsgevarin síggja til, at tað við metingini av trygd og heilsu undir arbeiðinum í huga, verða tikin atlit til, um viðkomandi er útsett fyri ávirkan, sum kann hava við sær vanda fyri barnsburðin ella bróstabarnið, sbr. nevndu agensir, arbeiðsgongdina, og arbeiðsviðurskiftini í fylgiskjali 2.

Stk. 4. Um tað soleiðis verður mett, at tað er vandi fyri, at barnakona ella bróstakona er útsett fyri nevndu ávirkan í stk. 3, skal tað út frá eini meting av tí einstaka ávirkanini ásetast, um hesin vandi vil fáa negativa ávirkan á barnsburðin ella bróstabarnið, og til fyribyrging av hesum, skulu í so føri neyðug tiltøk gerast eftir stk. 5 og 6.

Stk. 5. Fyribyrgingin skal, har hetta kann lata seg gera, verða tilevnað sum ein tøknilig skipan ella við broytingum í innrættingini av arbeiðsstaðnum. Er tað ikki møguligt og rímiligt á henda hátt at náa eina fullgóða verju fyri starvsfólkið, skal vandin burturbeinast við fyriskipan í sambandi við ráðlegging og tilrættalegging av arbeiðinum, herundir neyðuga broyting av arbeiðstíðini og avmarking av náttararbeiði.

Stk. 6. Um tað ikki er møguligt at lúka ásetingarnar í stk. 5, kann tann neyðuga loysnin verða at flyta viðkomandi til aðrar arbeiðsuppgávur, sum ikki eru til vanda fyri trygdina og heilsuna hjá barnakonu og/ella bróstakonu.

§ 12. Við útinnan av arbeiði skal verða miðað ímóti:

1)   at eintáttað tyngjandi arbeiði, sum hevur við sær vanda fyri at skerja likamligu ella sálarligu heilsuna yvir styttri ella longri tíð, skal sleppast undan ella avmarkast,

2)   at arbeiðsferðin er soleiðis, at henda ikki hevur við sær vanda fyri at skerja likamligu ella sálarligu heilsuna yvir styttri ella longri tíð,

3)   at avbyrgt arbeiði, sum hevur við sær vanda fyri at skerja sálarligu heilsuna í styttri ella longri tíð, skal sleppast undan ella avmarkast.

§ 13. Við útinnan av arbeiði skal tryggjast:

1)   at tilevning av arbeiðsstøðum, innbúgvið, tøkniligum hjálpartólum og vali av arbeiðs- og framleiðsluhættum so vítt gjørligt hóskar til teir pesónar, sum skulu nýta hesi.

2)   at egnað og munadygg hjálpartól, so sum lyftiskipanir og flutningstól v.m. eru tøk, í tann mun hetta er neyðugt fyri, at arbeiðið kann útinnast trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt.

Serlig krøv

§ 14. Um eitt starvsfólk arbeiðir einsamalt í eini arbeiðsgongd, og hetta kann hava við sær vanda fyri viðkomandi, skal arbeiðið leggjast soleiðis tilrættis, at arbeiðið kann útinnast vandaleyst. Kann vandin ikki beinast burtur á hendan hátt, má viðkomandi starvsfólk ikki arbeiða einsamalt.

Stk. 2. Tað skal tryggjast, at bert starvsfólk, ið hava fingið hóskandi leiðbeining, hava atgongd til økir, har serligur vandi kann vera.

§ 15. Um tann likamliga ella sálarliga støðan hjá einum starvsfólki undir ávísum arbeiði kann økja um vandan hjá sjálvum starvsfólkinum ella starvsfeløgunum, má viðkomandi ikki setast til slíkt arbeiði.

Stk. 2. Um tað verður mett, at tiltøkini eftir § 11, stk 4 ikki eru nóg mikið at forða fyri vandanum fyri trygd og heilsu hjá barnakonu og/ella bróstakonu, mugu hesar ikki setast til slík arbeiði.

§ 16. Við útinnan av arbeiði skal tryggjast:

1)   at gjørd eru munadygg tiltøk at fyribyrgja vanda fyri niðurraping, omanlopi, mold- ella grótskriðum, vanda frá el-veitingum, ristingum o.líkn.

2)   at vandi fyri spreingning, eldi, eitring og kvaling v.m er munadygt fyribyrgt, at gjørd eru munadygg tiltøk, ið forða fyri leka og birting av dusti, royki, guvu, lukti, gassi v.m., har hetta kann hava við sær vanda fyri trygd og heilsu,

3)   at gjørd eru munadygg tiltøk fyri at verja starvsfólkini, har arbeiðsgongdin ella viðurskiftir, har arbeiðið verður framt, kunnu hava við sær vanda fyri, at ein verður smittaður av sjúku,

4)   at hitalag og ljósviðurskifti eru trygdarliga og heilsuliga fult forsvarlig við atliti at tí arbeiði, sum skal útinnast. Herímillum skulu tiltøk setast í verk, sum verja starvsfólkini móti ov nógvum hita ella kulda.

§ 17. Óneyðugt óljóð skal sleppast undan. Óljóðstigið skal tí verða so lágt sum gjørligt og vera rímiligt við atliti at tí tøkniligu menningini, og ásett markvirðir skulu haldast.

§ 18. Óneyðug ávirkan av geislingum skal sleppast undan. Ávirkan av geislingum undir arbeiði skal tí vera so lág sum gjørligt og rímiligt er við atliti at tí tøkniligu menningini, og ásettir geislingarnormar skulu haldast.

§ 19. Óneyðug ávirkan av evnum og tilfari skal sleppast undan. Ávirkan av evnum og tilfari undir arbeiði skal tí vera so lágt sum gjørligt og rímiligt við atliti at tí tøkniligu menningini, og ásett markvirðir skulu haldast.

§ 20. Óneyðug likamlig last og óhóskandi arbeiðsstøður og -rørslur skulu sleppast undan. Arbeiðslastin undir arbeiði skal tí verða so lág sum gjørligt og rímiligt við atliti at tí tøkniligu menningini og ásett mørk skulu haldast.

Kapittul 5

Upplæring og leiðbeining

§ 21. Arbeiðsgevarin skal síggja til, at hvørt einstakt starvsfólk, uttan mun til slag og longd av setanini, fær nóg góða og málrættaða upplæring og leiðbeining í at útinna sítt arbeiði á ein vandaleysan hátt. Tað skal upplýsast um vanlukku- og sjúkravanda, ið møguliga er knýtt at arbeiðinum.

Upplæring og leiðbeining skal fara fram í sambandi við:

1)   starvssetanina

2)   flyting ella broyting av arbeiðsuppgávunum

3)   innføring ella broyting av arbeiðsútgerð

4)   innføring av nýggjari tøknifrøði

Stk. 2. Tann í stk. 1 nevnda upplæring og leiðbeining skal hóska til menningina, herímillum birting av nýggjum vanda, og skal um neyðugt endurtakast regluliga.

§ 22. Arbeiðsgevarin ber allar útreiðslur, ið møguliga standast av tí í § 21 nevndu upplæring, sum skal fara fram í arbeiðstíðini.

§ 23. Arbeiðsgevarin skal tryggja sær, at starvsfólk frá øðrum virki, sum útinna arbeiði á hansara virki, fáa hóskandi leiðbeining um trygdar- og heilsuviðurskiftir, sum kunnu hava týdning fyri teirra arbeiði.

§ 24. Eitt virki, sum hevur starvsfólk, hvørs arbeiðsorku virkið hevur leigað ella á annan hátt er latin virkinum at ráða yvir av øðrum virki, hevur skyldu til at síggja til, at arbeiðið í øllum lutum verður ráðlagt og skipað soleiðis, at tað kann útinnast trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt og í samsvari við reglurnar í arbeiðsumhvørvislógini og forskriftum, lýstar sambært hesi.

Stk. 2. Áðrenn slík arbeiði verða sett í verk, skal virkið yvir fyri tí fremmanda virkinum upplýsa niðanfyri nevndu upplýsingar:

1)   tað kravda fakliga støði, herundir serlig førleikakrøv, sum eru neyðug

2)   møgulig krøv um heilsuváttan

3)   serligt slag av arbeiði, herundir møguligir vandar.

Hesar upplýsingar hevur viðkomandi virki skyldu til at lata teimum persónum, sum skulu útinna arbeiðið.

Kapittul 6

Eftirlit við arbeiðinum

§ 25. Fyri at tryggja, at arbeiðsplássið støðugt er trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt, skal arbeiðsgevarin syrgja fyri:

1)   at sakkøn hjálp verður fingin til vega, tá hetta er neyðugt fyri at staðfesta, at arbeiðsviðurskiftini eru trygdar- og heilsuliga fult forsvarlig, og

2)   at føra ein lista yvir arbeiðsvanlukkur og skriva frágreiðing um hesar í samsvari við kunngerð um fráboðan av arbeiðsvanlukkum til Arbeiðseftirlitið.

§ 26. Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri:

1)   at tað verða tilevnaðar arbeiðsforskriftir fyri reingerð, umvæling og viðlíkahald í tann mun tað er neyðugt fyri, at arbeiðið kann útinnast trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt,

2)   at neyðug tilbúgving verður framd á virkinum viðvíkjandi fyrstuhjálp, eldsløkking og burturflyting av starvsfólkunum við atliti at slagnum av arbeiði og virkisins stødd. Um neyðugt skal virkið fáa sær hjálp frá sakkønum.

3)   at seta í verk eina tilbúgvingar-, burturflytingar- og venjingarskipan, um so er, at serligur vandi er fyri leka av heilsuskaðiligum evnum, ella um tað er serligur vandi fyri eldi, spreinging, vanlukkum v.m.

Stk. 2. Arbeiðsgevarin útnevnir teir persónar, sum skulu taka sær av fremjingini av tiltøkunum og ætlanum eftir stk. 1, nr. 2 og nr. 3 og skulu teir hava neyðuga upplæring og vera nóg nógvir í tali og ráða yvir hóskandi útgerð í mun til slagi av arbeiði og støddina á virkinum. Starvsfólkini á virkinum skulu kunnast um innihaldið av nevndu tiltøkum og ætlanum.

Stk. 3. Tað skal førast eitt munadygt eftirlit við, at forskriftir, tiltøk og ætlanir, sum eru nevnd í stk. 1, verða hildin. Eftirlitið skal førast av persónum við tí neyðuga innlitinum innan tað ávísa arbeiðsøkið.

§ 27. Tað skal førast eitt munagott eftirlit við, at forðað verður fyri tí heilsuskaðiligu ávirkan, sum nevnd er í §§ 16-19. Har vandi fyri heilsuni kann koma fyri, orsakað av gassi, guvu og dusti frá evnum og tilfari, ella orsakað av óljóði og geislingum, skal arbeiðsgevarin síggja til, at tað javnan, ella har tað er neyðugt, støðugt verður ført eftirlit við, at umstøðurnar eru forsvarligar, herundir at gera tær neyðugu mátingarnar í hesum sambandi. Mátingarnar skulu goymast og leggjast fyri Arbeiðseftirlitið, tá biðið verður um tað.

Kapittul 7

Leiðbeiningar og frávik

§ 28. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið ger leiðbeiningar fyri útinnan av arbeiðinum í samsvari við frammanfyri standandi reglur. Har verður nærri tilskilað, hvussu ásetingarnar í kunngerðini kunna lúkast.

Stk. 2. Leiðbeiningarnar kunnu millum annað fevna um:

1.    Serlig vælferðartiltøk og slík onnur arbeiðsumhvørvislig tiltøk, sum eru neyðug at fyribyrgja sjúku, likamligum sliti, vanlukkum v.m. í arbeiði, sum má metast at virka likamliga og sálarliga tyngjandi yvir styttri ella longri tíð.

2.    Skelting ella egnaða avmerking.

3.    Markvirðir, herundir markvirði fyri óljóð, vekt, hitastig, geisling v.m. og eftirlit við at hesi verða hildin.

4.    At arbeiði, ið kann hava við sær týðandi vanda ella sjúku við sær, bert verður útint av persónum, sum hava fingið eina nærri ásetta útbúgving og staðið roynd ella hava ein ávísan aldur.

5.    Arbeiði hjá persónum, sum likamliga og sálarliga ikki eru fullførir, og sum kunnu hava øktan vanda fyri vanlukkum og sjúkum við sær í ávísum arbeiði.

6.    Avmarkingar í atkomu til at lata arbeiðsfólk arbeiða einsamøll.

Stk. 3. Tað kann í leiðbeiningunum vísast til galdandi normar og standardar, tá hesir týðiliga verða nevndir við navni, herundir dagfestir.

§ 29. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið kann, har serligar umstøður fyriliggja, loyva frávik frá reglunum í hesi kunngerð, tá tað verður mett rímiligt og fult forsvarligt.

Kapittul 8

Kærur

§ 30. Tær avgerðir, sum Arbeiðseftirlitið tekur, kunnu kærast sambært § 63 í arbeiðsumhvørvislógini.

Kapittul 9

Revsing

§ 31. Um ikki hægri revsing er heimilað sambært aðrari lóggávu, verður við bót hann revsaður, ið:

1.    fremur brot á §§ 4-5, §§ 7-9, § 10, stk 1, § 11, stk 1-4 og §§ 13-27.

2.    ikki ger eftir boðum, givin sambært ásetingunum í kunngerðini.

Stk. 2. Fyri brot á §§ 4-5, §§ 7-9, § 10, stk 1, §§ 13-14, §§ 16-20 og §§ 25-27, kann arbeiðsgevarin verða sektaður við bót, sjálvt um brotið ikki kann roknast gjørt við vilja ella ósketni.

Stk. 3. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelagi ella lutafelagi, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur. Er brotið framt av landinum, einari kommunu ella kommunalum felagsskapi, kann landið, kommunan ella kommunali felagsskapurin verða sektað.

Kapittul 10

Gildi

§ 32. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørt.

 

 

Vinnumálastýrið, 13. februar 2002

 

Bjarni Djurholm (sign.)

landsstýrismaður

/ Arne Poulsen (sign)

 

 

 

Fylgiskjal 1

Almennir fyribyrgingarhættir

1.    forðing fyri vandatilburðum,

2.    eftirmeting av vanda, sum ikki kann forðast fyri,

3.    fyribyrgingartiltøk móti vanda, har hesin kann íbirtast,

4.    laga arbeiðið til menniskjað, hvat viðvíkir tilgerð av arbeiðsstaðnum og somuleiðis vali av arbeiðsútgerð og arbeiðs- og framleiðsluhættum, serliga við atliti til at avmarka eintáttað, tyngjandi arbeiði og arbeiði við føstum rørslum og fyri at minka um ávirkanina av slíkum arbeiði á heilsuna,

5.    fyrilit fyri tøkniligu menningini         ,

6.    útskifting av vandamiklum evnum og tilfari við vandaleyst ella minni vandamikið,

7.    ráðlegging av fyribyrgingini fyri at gera hesa til ein samanhangandi heild, har fyribyrgingin kemur at umfata tøkni, tilrættalegging av arbeiðinum, arbeiðsumstøður, sosial viðurskiftir og ávirkanin á arbeiðsumhvørvi,

8.    tiltøk fyri felags verju fram um tiltøk fyri eistaklinga verju,

9.    hóskandi leiðbeining til arbeiðsfólkið.

 

 

Fylgiskjal 2

Barna- og bróstakonur

A. Agensir, arbeiðsgongd og arbeiðsumstøður

1. Agens.

A. Likamligar agens.

Likamligar agens, tá hesi verða mett at verða agens, sum føra til løstir av fostrinum og/ella kunnu føra til at eftirburðurin loysnar, nevniliga

1.    stoyt, ristingar ella rørsla,

2.    lyfting av tungari byrðu, sum kann føra til vanda, serliga fyri ryggin og lendarnar,

3.    óljóð,

4.    ioniserandi geislingar, 

5.    ikki-ioniserandi geislingar,

6.    ógvusligur kuldi ella hiti,

7.    rørslur, arbeiðsstøður (herundir standandi-gangandi arbeiði), flytingar antin innanfyri ella uttanfyri virki - sálarlig og likamlig møði og onnur likamlig og sálarlig tyngd í sambandi við arbeiðsupp-gávurnar hjá arbeiðsfólkinum.

 

B. Lívfrøðilig agens.

Lívfrøðilig agens, tá hesi agens ella tey terapeutisku tiltøk, sum eru neyðug í hesum sambandi, eru vandamikil fyri heilsuna hjá barnakonuni ella fostrinum.

 

C. Kemisk agens.

Niðanfyri nevndu kemisk agens, um tað er staðfest, at hesi eru vandamikil fyri heilsuna hjá barnakonuni ella fostrinum.

1.    evni og tilfar, sum skulu flokkast og merkjast við V40, V45, V46 V61, V63 og V64 eftir “bekendtgørelse nr. 801 af 17.02.1997 om klasseficering, emballering, mærkning, salg og opbevaring af kemiske stoffer og produkter” sett í gildi við kunngerð nr. 11 frá 13. februar 1997 um flokking, innballing, merking, sølu og goymslu av kemiskum evnum og tilfari við seinni broytingum,

2.    staevni og tilfar, sum eru umfatað av “bekendtgørelse nr. 140 af 17.02.1997 om foranstaltninger til forebyggelse af kræftrisikoen ved arbejde med stoffer og materialer” sett í gildi við kunngerð nr. 75 frá 11. august 1999 um fyribyrging av vanda fyri krabbameini, tá arbeitt verður við evnum og tilfari

3.    evni og tilfar, tá talan er um óstøðug evni, herundir lívfrøðilig loysingarevni

4.    plantueitur

5.    narkosugass

6.    kyksilvur

7.    mitosutálmandi heilivágur

8.    carbonmonoxid

9.    kemisk agens, sum kunnu prógvast føra til upptøku gjøgnum húðina.

 

2. Arbeiðsgongd.

Arbeiðsgongdir, sum eru umfataðar av “bekendtgørelse nr. 140 af 17.02.1997 om foranstaltninger til forebyggelse af kræftrisikoen ved arbejde med stoffer og materialer” sett í gildi við kunngerð nr. 75 frá 11. august 1999 um fyribyrging av vanda fyri krabbameini, tá arbeitt verður við evnum og tilfari, ið mugu metast at vera heilsuskaðilig fyri barnakonu og fostur.

 

3. Arbeiðsumstøður.

Arbeiði undir jørð í námum.

 

B. Agens og arbeiðsumstøður, sum kunna hava við sær serligan vanda fyri barnakonur.

A. Agens.

1.    Likamlig agens

       - arbeiði undir stórum ovurtrýsti, t.d. í trýstkamari og undir kaving

2.    Lívfrøðilig agens

       - toxoplasma

       - rubeolevirus

uttan so, at tað kann prógvast, at barnakonan er trygdarliga vard móti hesum agensum, tí hon er órinin fyri hesum.

3.   Kemisk agens

      - blýggj og blýggjbindingar, um tað er vandi fyri at hesi agens kunnu føra til upptøku í likaminum.

 

B. Arbeiðsumstøður.

Arbeiði undir jørð í námum.

 

C. Agens og atbeiðsumstøður, sum kunnu hava við sær serligan vanda fyri bróstakonur.

A. Agens.

1.    Kemiskagens

- blýggj og blýggjbindingar.

 

B. Arbeiðsumstøður.

Arbeiði undir jørð í námum.