6. mars 2003Nr. 32
Løgtingslóg um landbúnaðarstuðul
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað av árligu játtanini á fíggjarlógini at veita studning til hesi endamál: Mjólk, neytakjøt, seyðakjøt, stráfóður, súrhoysbrunnar, velting v.m., djórahald, avloysaraskipan og føroysk húsdjór.
Stk. 2. Studningur verður veittur eftir umsókn og er treytaður av:
1) at umsøkjari er bókhaldsskyldugur sambært § 1 B, pkt. 27 í løgtingslóg nr. 75 frá 24. oktober 1978
2) at umsøkjari er meirvirðisgjaldsskrásettur sambært løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 við seinni broytingum. Undantikið ásetingunum í nr. 1 og 2 er studningur til føroysk húsdjór.
Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur og treytir fyri studningsveitingunum.
§ 2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 6. mars 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður