Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 15-02-2002
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2002 A - Hefti 4 A 15 februar 2002
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

13. februar 2002Nr. 8

Kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum

Við heimild í §§ 16, stk. 2, 37, 55 og 66 í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi verður ásett:

 Kapittul 1

Øki

§ 1. Kunngerðin fevnir um øll arbeiðspláss, har arbeitt verður fyri ein arbeiðsgevara, við avmarkingum sambært § 2, stk. 2, og § 3 í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi, umframt avmarkingarnar í § 2 í kunngerðini.

Stk. 2. Í kunngerðini eru:

1)   “Arbeiðspláss”: Virkisøki hjá fyritøku, herímillum allir bygningar, útbúnaður v.m. og øki, sum starvsfólk hava atgongd til í sambandi við arbeiði sítt.

2)   “Arbeiðsstað”: Staðið á arbeiðsplássum, har tað einstaka starvsfólkið ger sítt arbeiði.

3)   “Arbeiðsrúm”: Eitt og hvørt rúm, sum arbeitt verður í.

§ 2. Kunngerðin er ikki galdandi,

1)   har arbeiði, sum verður gjørt, er byggi- og anleggsarbeiði sambært “Bekendtgørelse om indretning af byggepladser og lignende arbejdssteder”, sett í gildi við kunngerð nr. 136 frá 04.09.1995, ella

2)   har, sum arbeiðið verður gjørt hjá fremmandari fyritøku ella á øðrum stað uttan fyri arbeiðsgevarans egna virkisøki.

Stk. 2. Kunngerðin er bert galdandi fyri bygningar og útbúnað hjá fyritøkum, tá tað snýr seg um landbúnað, skógrøkt og garðyrki.

Stk. 3. Tað sama er galdandi fyri aðrar fyritøkur, um so er, at øki teirra er serliga stórt ella spjatt.

§ 3. §§ 23-28 og § 31, stk. 1 kann frávíkjast hvat viðvíkur arbeiðsrúmum, har tað bert verður arbeitt viðhvørt ella bert í stuttum tíðarskeiðum, og í tann mun, tað eftir umstøðunum er rímiligt og ráðiligt, t.d. fyri goymslur, arkiv- og amboðsrúm, tøknirúm og verkfrøðingagongir.

§ 4. Kunngerðin ásetir ongar broytingar í serkrøvunum til innrætting av arbeiðsplássum, sum lógin um arbeiðsumhvørvi ásetir.

§ 5. Skyldu sambært kunngerðini hava arbeiðsgevarar, virkisleiðarar, arbeiðsleiðarar og onnur starvsfólk, útvegarar, ráðgevandi o.fl. eftir vanligu reglunum í lógini um arbeiðsumhvørvi.

Stk. 2. Tann, sum útleigar ella framleigar bygningar, høli, lendi v.m. til eina fyritøku, sum er fevnd av kunngerðini, skal síggja til, at tað útleigaða er tøkt til endamálið, soleiðis at tað kann innrættast eftir krøvunum í kunngerðini.

Kapittul 2

Ráðlegging og innrætting av arbeiðsplássi

§ 6. Arbeiðsplássið skal innrættast í fulltryggum standi við atliti at trygd og heilsu út frá eini meting av umstøðum í arbeiðsumhvørvinum, sum kunnu hava ávirkan á likamligu ella sálarligu heilsuna.

§ 7. Nýinnrætting ella stór umbygging av arbeiðsplássum skal raðfestast og fremjast við atliti at trygd og heilsu. Víst verður til krøvini í parti 3-9, umframt at høli við tilhoyrandi øki, arbeiðsrúm, virkisinnrætting, ravmagnsútbúnaður v.m. verða dimensjonerað, innrættað og sínamillum støðað soleiðis, at

1.    arbeiðsgongdin verður fulltrygg, herímillum, at fullgóð viðurskifti eru viðvíkjandi flutningi og goymslu við tøkniligum hjálpartólum í so stóran mun, sum til ber,

2.    møguligir vandar og ampar frá arbeiðsgongdum, m.a. dust ella onnur luftdálking, geisling, ovurstór hita-/kuldastig, larmur, ringur deymur v.m., kunnu avmarkast í størst møguligan mun og tað slepst undan óneyðugari ávirkan,

3.    bygningar, lendi, ravmagnsútbúnaður v.m. kunnu brúkast, vaskast, viðlíkahaldast og eftirkannast á ein fulltryggan hátt av teimum, sum gera arbeiðið, og øðrum á staðum,

4.    brúkt verður bygningskonstruktión og tilfar, sum gevur eina fullgóða bjálving móti fukti, hita og kulda, umframt at ljóð-, innilufts- og ljósviðurskifti eru nóg góð,

5.    ikki verður brúkt byggitilfar, sum gevur frá sær damp ella dust við heilsuskaðiligari ella nervandi styrki, ella sum kann føra til nervandi ella vandamiklar mongdir av støðuravmagni (statist elektrisitet),

6.    har, sum arbeiðið kann hava nógv dustrok ella heilsuskaðiliga dálking við sær, skulu ikki brúkast bygningskonstruktiónir ella tilfar, ið savnar dálkingina, ella sum er torført at vaska.

Stk. 2. Ætlanir um nýbygging ella umfatandi innrætting ella broyting av bygningum, hølum og tøkniligum anleggum og útbúnaði v.m. skulu ummælast av Arbeiðseftirlitinum, áðrenn innrætting ella broyting verður gjørd. Tað sama er galdandi, tá ið bygningar, hølir, øki v.m. skulu útleigast til vinnuligt endamál. Tá skal endamálið við nýtsluni av teimum hava verið hjá Arbeiðseftirlitinum til ummælis áðrenn tað verður útleigað.

§ 8. Trygdarbólkurin hjá fyritøkum skulu vera við í ráðleggingini av innrættingini av arbeiðsstaðnum sambært reglunum fyri trygdar- og heilsuarbeiðið hjá fyritøkunum.

Kapittul 3

Vanligar reglur

§ 9. Arbeiði, sum vanliga verður mett, at vera innandura arbeiði, eigur einans at verða gjørt uttandura, um umstøðunar gera tað neyðugt.

Stk. 2. Tá atliti at trygd og heilsu ger tað neyðugt, skal arbeiðsstaðið verða soleiðis innrættað, at innanduraarbeiði kann fara fram í fulltryggum arbeiðsrúmum, uttan tá hetta eyðsæð er órímiligt ella óhóskandi.

Stk. 3. Tá ið arbeitt verður uttandura í longri tíðarskeið, skulu tiltøk gerast í hóskandi mun fyri at verja starvsfólk móti veðurlagnum, t.d. tjald, hálvtak ella skúr.

§ 10. Bygningar- og virkisinnrættingar, herundir ravmagnsanlegg og útbúnaður, trappur, tunnellir, minugongir, gravir, lessingarrampur og tílíkt, skulu vera konstruerað og innrættað á fulltryggan hátt við atliti at nýtsluni, og verða hildin í fulltryggum standi.

Stk. 2. Við atliti at vandanum fyri eldsbruna og øðrum vanlukkum skulu fulltryggir møguleikar vera fyri rýming og bjarging av fólki.

Stk. 3. Ravmagnsanlegg, hjálpartól og útbúnaður v.m., sum kunnu vera ein vandi fyri trygdini ella heilsuni, skulu setast upp við atliti at umstøðunum, og soleiðis at tey, um óhapp skuldi hent, elva til minst møguligan skaða.

Stk. 4. Har sum vandi er fyri lopi ella omanlopi, skal forðast fyri hesum við hegni, tekju ella øðrum.

§ 11. Í tann mun, tað er neyðugt, skulu skelti verða sett á hóskandi pláss við upplýsingum ella ávaringum um viðurskifti av týdningi fyri trygd og heilsu.

Stk. 2. Har sum serligur vandi kann standast, skal arbeiðsplássið hava ávaringarskipanir, t.d. eldávaring.

§ 12. Har sum slagið av arbeiði og viðurskiftini gera tað neyðugt, skulu hóskandi sløkkiamboð og bjargingarútgerð vera á arbeiðsplássinum, eins og útgerð til bráðfeingishjálp undir vanlukkutilburðum. Um tað er neyðugt fyri at geva hóskandi bráðfeingishjálp, skulu serlig høli innrættast og útgerð vera í hølunum til endamálið. Nóg nógv av omanfyrinevndu amboðum v.m. skulu vera sett upp á hóskandi støðum.

§ 13. Arbeiðsplássið skal vera innrættað við nóg nógvum ferðsluvegum og -økjum í tílíkari stødd og skapi, at ferðslan á staðnum kann fara fram ótarnað uttan vanda fyri trygd og heilsu og við teimum neyðugu tøkniligu hjálpartólunum.

Stk. 2. Ferðsluvegir og -øki, sum eru hevjað upp um grannaøki, skulu hava hóskandi vernd.

Stk. 3. Ferðsluvegir til akfør skulu vera í hóskandi frástøðu frá hurðum, portrum, fólki til gongu, durarúmum, trappum og tílíkum.

§ 14. Bygningslutir, virkisinnrættingar, ravmagnsanlegg, útbúnaður og tílíkt, sum regluliga skal kunna eftirkannast, reinsast ella stillast, skulu, í tann mun tað er neyðugt, hava fulltryggar atkomuvegir og arbeiðspallar.

Stk. 2. Undir serligum viðurskiftum kunnu atkomuvegirnir vera gjøgnum leytarar. Teir skulu vera innrættaðir hóskandi og tryggjaðir móti, at fólk kunnu detta niður.

§ 15. Hurðar, portur, lemmar v.m. skulu vera støðað (plaserað), dimensjonerað og nóg nógv í tali í mun til slagið av avbeiði og viðurskiftini annars. Tey skulu vera gjørd av egnaðum tilfari, tilevnað og innrættað soleiðis, at tey lætt kunnu latast upp og aftur og farast framvið uttan vanda. Tey skulu vera nóg væl bjálvað móti óljóði, kulda, fukti og eldi v.m.

§ 16. Við atliti at slagnum av arbeiði og viðurskiftunum annars skal eitt hóskandi tal av rýmingarleiðum og neyðhurðum vera, sum eru soleiðis tilevnað, hava slíka stødd og verða støðað soleiðis, at øll fólk á arbeiðsplássinum hava møguleika fyri at koma út ella til eitt trygdarøki í eini vandastøðu.

Stk. 2. Tá tað av trygdarorsøkum verður kravt, skulu neyðdyr og -portur kunna verða latin upp rýmingarvegin, og skulu kunna latast upp lættliga, trygt, uttan lykil og hetta mugu ikki vera skjóti- og snarihurðar.

Stk. 3. Á rýmingarleiðum og neyðdurum skal vera frítt at fara.

§ 17. Í tann mun tað verður kravt fyri trygt at kunna orienterað seg og sleppa sær burtur, skulu ferðsluvegir og -øki, umframt rýmingarleiðir, vera týðuliga merktar við rýmingarleið, útgongdum og óvæntaðum hæddarmunum.

Stk. 2. Rýmingarleiðir og neyðdyr, har neyðugt er við ljósi, skulu hava nóg nógv neyðljós.

§ 18. Har sum rørslutarnað starvsfólk eru, skal arbeiðsplássið innrættast við serligum atliti at teimum, serliga hvat viðvíkur viðurskiftunum, sum eru nevnd í §§ 13, 15, 19, 47, 50 og 54.

Kapittul 4

Arbeiðsstað

§ 19. Arbeiðsstaðið hjá tí einstaka skal vera rúmligt og hóskandi innrættað, soleiðis at neyðugur útbúnaður, hjálpartól og tilfar kunnu standa væl fyri sínámillum og soleiðis at allar funktiónir, sum hava samband við arbeiðið, kunnu útinnast við fulltryggum arbeiðsrørslum og -støðum.

Stk. 2. Har sum arbeiðið uttan trupulleika kann gerast sitandi, skal hóskandi pláss vera til tað. Har sum arbeitt verður standandi ella gangandi, skulu, um møguligt, vera setur til at sita á, tá ið steðgur er í arbeiðinum.

Stk. 3. Kravd verður fulltrygg atgongd til og rýmingarmøguleiki frá arbeiðsstaðnum.

§ 20. Arbeiðsstaðið skal vera støðað og innrættað soleiðis, at starvsfólk ikki óneyðugt verða ávirkað av evnum og tilfari, geisling, ovurstórum hita-/kuldastigum, ringum deymi, larmi ella ristingum v.m. frá arbeiðsgongdum ella -staði hjá øðrum.

§ 21. Har sum vandi er fyri dálking av tilfari við smittuvanda, ella av tilfari, sum við atliti at trygd og heilsu er týdningamikið at fáa burtur av húðini ella forða spjaðing av, skulu - nærindis arbeiðsstaðnum - vera hóskandi og nóg nógv hjálpartól, so sum eygnaskolifløska, neyðbrúsa og serlig reinsievnir.

Kapittul 5

Arbeiðsrúm

§ 22. Arbeiðsrúm skulu vera fullgott innrættað og plaserað við atliti at teim arbeiðsgongdum, sum skulu útinnast í rúminum, og soleiðis at tað slepst undan óneyðugum ávirkanum frá evnum og tilfari, geisling, ovurstórum hita-/kuldastigum, ringum deymi, larmi ella ristingum v.m. frá øðrum pørtum av arbeiðsstaðnum ella umhvørvinum annars. Arbeiðspláss skulu vera hóskandi staðsett í arbeiðsrúminum.

Stk. 2. Um tað í einum arbeiðsrúmi eru serligir trygdar– ella heilsuvandar, grundað á slagið av arbeiði, serligar arbeiðshættir v.m., skal arbeiðsrúmið vera støðað, innrættað og útgjørt soleiðis, at vandin avmarkast í mest møguligan mun.

§ 23. Arbeiðsrúm skulu, við atliti at slagnum av arbeiði, vera hóskandi bjálvað móti útífrákomandi fukti, kulda og hita, umframt óljóði og ristingum.

§ 24. Gólvvídd, rúmhædd og rúminnihald skulu vera lagað eftir tí slagnum av arbeiði, tøkniligu útgerðini, tilfarinum og útbúnaðinum, sum eru í rúminum, umframt talinum av fólki, sum vanliga eru í rúminum.

§ 25. Arbeiðsrúm skulu hava nógmikið av dagsljósi. Vindeygu og ljós úr erva skulu setast, gerast og møguliga avbyrgjast soleiðis, at fólkið ikki verður blindað, ov heit ella plágað av kulda.

Stk. 2. Arbeiðsrúm skulu hava útsýni til umhvørvið.

Stk. 3. Reglurnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi, har slagið av arbeiði ikki loyvir dagsljósi. Reglurnar kunnu frávíkjast heilt ella partvíst, um tær hava við sær avgerandi ampa fyri virksemið hjá fyritøkuni.

§ 26. Gólvið í arbeiðsrúminum og undir teimum einstøku arbeiðsstøðunum skulu, í tann mun tað ber til, vera í somu hædd, vera jøvn og ikki holut. Møguligir hæddarmunir og hol skulu avmerkjast týðuliga.

Stk. 2. Gólváleggingin skal vera gjørd við atliti at arbeiðinum, sum verður gjørt í rúminum, og skal, alt eftir slagnum av arbeiði, vera nóg hart og ikki vera hált. Har sum vandi er fyri, at løgur stoytist, og tørvur er at skola, skal gólvið innrættast til tað.

§ 27. Arbeiðsrúmið skal vera innrættað soleiðis, at ljóðviðurskiftini eru í lagi við atliti at nýtsluni av rúminum.

Stk. 2. Arbeiðshættirnir í arbeiðsrúminum skulu støðast soleiðis, at teir ikki óneyðugt verða ávirkaðir av óljóði ella ristingum.

§ 28. Gólv- og loftsflatur í arbeiðsrúminum skulu í tørvandi mun vísa frá sær dálking og kunna vaskast á fulldyggan hátt.

Stk. 2. Yvirflaturnar mugu ikki nerva sjónina óneyðugt.

§ 29. Yvirflaturnar í arbeiðsrúminum mugu ikki geva frá sær damp ella dust í rúmið ella gera støðuravmagn, soleiðis at starvsfólk verða útsett fyri heilsuskaðaliga ella nervandi ávirkan. Í arbeiðsrúmum við eksplosjónsvanda, skal gólvið vera egnað og ikki geva neistar frá sær.

Kapittul 6

Útbúnaður

§ 30. Á arbeiðsstaðnum skal hóskandi útbúnaður vera, soleiðis at arbeiðið kann útinnast á ein fulltryggan hátt.

Stk. 2. Stólar, arbeiðsborð og líknandi, sum verða brúkt til skiftandi arbeiðsuppgávur og av skiftandi starvsfólkum, skulu um neyðugt kunnu stillast.

Stk. 3. Útbúnaður skal verða gjørdur av tilfari, sum ikki hevur heilsuvanda við sær. Tilevning og tilfar skulu vera av slíkum slag, ið kann reingerast á fulldyggan hátt hvat viðvíkur teirri dálking, tey verða útsett fyri.

Kapittul 7

Hitalag v.m.

§ 31. Í arbeiðstíðini skal hitin í arbeiðsrúminum lagast eftir arbeiðinum við atliti at arbeiðshættum og tí likamliga virkseminum, sum starvsfólkið arbeiðir undir. Hitalagið í arbeiðsrúminum skal vera uttan nervandi hitamunir.

Stk. 2. Um upphitan av einum arbeiðsrúmi ikki er møgulig, grundað á slagið av framleiðslu, ella er upphitan eftir umstøðunum ikki rímilig, skulu arbeiðsplássinini hitast upp lokalt. Er hetta ikki møguligt, skulu tiltøk gerast til at verja móti kulda.

§ 32. Um framleiðslan ella vørurnar skulu kølast niður, skal tað gerast soleiðis, at starvsfólkið ikki fær heilsuskaðaligan gjóstur ella kuldageisling á seg. Har sum tað er møguligt, skulu arbeiðsstøð bjálvast termiskt móti niðurkølingarprosessini.

Stk. 2. Tá ið virksemi gevur sterka hitageisling, skulu egnað tiltøk gerast, t.d. at verja ella inniloka arbeiðsgongdina, fyri at verja starvsfólkini. Um hetta ikki er møguligt, skulu onnur tiltøk gerast móti hitageisling.

§ 33. Væta ella dampur, sum koma frá arbeiðsgongdum ella aktivitetum í arbeiðsrúminum, og sum ikki eru neyðug fyri virksemið, skulu fáast burtur í størst møguligan mun.

Kapittul 8

Luftnýggjan

§ 34. Hvørt arbeiðsrúm skal hava nóg nógva tilførslu av frískari luft uttan nervandi gjóstur.

Stk. 2. Mekanisk luftnýggjan, sum gevur nóg nógva fríska luft við hóskandi hita og vætu, skal setast upp, um natúrlig luftnýggjan gjøgnum vindeygu, hurðar og annað ikki er nøktandi.

§ 35. Har sum luftevnir, dust ella tílíkt, ið eru vandamikil fyri heilsuna, ella sum skapa vanda fyri eksplosjón, roykur, smáverur, aerosoler, ringur roykur ella onnur nervandi luftdálking kann taka seg upp, skal mekanisk útsúgving setast upp, sum, í tann mun til ber, flytur burtur dálkingina frá staðnum, har hendan tekur seg upp. Samstundis skal frísk luft við hóskandi hita tilførast.

Stk. 2. Har dálkingin ikki á munagóðan hátt kann førast burtur á staðnum, har hon tekur seg upp, skal arbeiðsgongdin flytast til eitt serstakt rúm, kabinu ella tílíkt við hóskandi mekaniskari ventilatión, har einki annað arbeiðið verður gjørt.

Stk. 3. Luft, ið er førd burtur, má ikki flytast aftur til arbeiðsrúmið ella onnur rúm, sbr. tó stk. 4 og stk. 5.

Stk. 4. Luft, ið er førd burtur, og bert stavar frá brýning av stoypigóðsi í reinsihúsi hjá stoypivirkjum, kann tó flytast aftur til sama arbeiðsrúm eftir fulldygga reinsing og tilførslu av nógmikið av frískari luft, sbr. tó stk. 6. Stoypigóðsið má tó ikki hava í sær evnir ella tilfar, ið kemur undir kunngerð um fyribyrging av vanda fyri krabbameini, tá arbeitt verður við evni og tilfar.

Stk. 5. Luft, ið er førd burtur, og sum bert stavar frá sandblástri, har krav er um at brúka andingarverju við frískluft, kann tó flytast aftur til sama arbeiðsrúm eftir fulldygga reinsing og tilførslu av nógmikið av frískari luft, sbr. tó stk. 7.

Stk. 6. Tað er ein treyt, at tað kann prógvast, at luftin, ið er førd út sambært stk. 4, áðrenn hon verður førd innaftur, er reinsað á fulldyggan hátt, og hevur í minsta lagi somu góðsku, sum útiluftin, og at hon ikki inniheldur ringan royk ella aðra nervandi luftdálking. Harumframt skulu støðugt gerast neyðugar mátingar fyri at eftirkanna, at tann innblásta luftin lýkur krøvini.

Stk. 7. Tað er ein treyt, at tað kann prógvast, at luftin, ið er førd út sambært stk. 5, áðrenn hon verður førd innaftur, er reinsað á fulldyggan hátt, soleiðis at innihaldið av mekaniskum dusti (inert, respirabel) í luftini ikki fer upp um 10 % av markvirðinum. Harumframt skulu støðugt gerast neyðugar mátingar fyri at eftirkanna, at tann innblásta luftin lýkur krøvini.

Stk. 8. Tey í stk. 1 og 2 nevndu ventilatiónsanlegg skulu hava eftirlitsskipan, sum sigur frá, tá okkurt ikki virkar. Ventilatiónsanlegg, sum eru fevnd av undantøkunum í stk. 4 og 5, skulu harumframt verða gjørd soleiðis, at sjálvvirkandi endurnýtsla kann koblast frá ella framleiðslan steðgast, um reinsingin ikki er nóg góð.

§ 36. Tilførsla av frískari luft við mekaniskari ventilatión skal vera útiluft, sum verður dálkað minst møguligt frá øðrum dálkingarkeldum.

Stk. 2. Frísk luft kann tó í ávísan mun blandast við útførda luft frá arbeiðsrúmum, treytað av, at luftin er reinsað, og ikki stavar frá ventilatiónsanleggum sambært § 35, tó verður víst til reglurnar í § 35, stk. 4 og 5.

§ 37. Ventilatiónsanlegg skulu vera gjørd og sett soleiðis, at tey ikki í sjálvum sær føra heilsuskaðilig evnir og tilfar, millum annað smáverur, til arbeiðsplássið. Tey skulu virka væl, t.d. við javnvág millum innblástur og útsúgving.

Stk. 2. Tann dálkaða útblásingarluftin skal førast útum í fríska luft, og innrættingin skal vera soleiðis, at minst møguligt av hesi luft kemur innaftur, tá ið luft útifrá blæsir inn gjøgnum vindeygu og dyr, ella er til bága á arbeiðsplássinum annars.

Stk. 3. Ventilatiónsanlegg skulu vera innrættað og plaserað soleiðis, at tað slepst undan óljóði og gjóstri, og soleiðis, at tey kunnu verða hildin viðlíka á fulltryggan hátt.

Stk. 4. Ventilatiónsanlegg skulu haldast virkisfør, herundir sømiliga rein, og skulu javnan eftirkannast.

Kapittul 9

Ljós

§ 38. Ljósið skal vera soleiðis, at bæði arbeiði og ferðsla kunnu ganga væl.

Stk. 2. Tá tað er neyðugt fyri trygt at kunna orientera seg í rúminum, skal nóg gott ljós kunna tendrast við inngongdina.

§ 39. Nóg nógv vanligt ljós skal vera í arbeiðsrúminum, og hóskandi serljós skal vera á hvørjum einstøkum arbeiðsstaði, soleiðis at arbeiðið kann útinnast á fulltryggan hátt og í hóskandi arbeiðsstøðu.

§ 40. El-ljósið skal, við atliti at ljósbýti, ljósstyrki og ljósgóðsku, vera lagað eftir slagnum av arbeiði og litunum í rúminum.

Stk. 2. Ljósið má ikki í sær sjálvum elva til heilsuskaðilig árin. Ljósið skal vera innrættað soleiðis, at tað ikki blindar, skapar nervandi endurskin ella hevur nervandi hita við sær.

Stk. 3. Í førum, har arbeiðið kann elva til serligan vanda, um ljósið fer, skal fullgott neyðljós vera, sum tryggjar neyðugu orienteringin.

Kapittul 10

Viðlíkahald og reingerð

§ 41. Arbeiðsplássið skal viðlíkahaldast, reingerast og haldast ruddiligt á ein slíkan hátt, at tað er fulltrygt, hvat heilsu og trygd viðvíkur. Her skal serliga ansast eftir,

1.    at ferðsluvegir og –øki, herundir gólvklædningur, verða hildin í góðum standi og fríir fyri lutir, tilfar, spill ella tílíkt, sum kann vera ein vandi fyri ferðsluna,

2.    at tøknilig hjálpartól, evnir og tilfar, verða varðveitt á ein fulltryggan hátt,

3.    at spill og rusk kunnu savnast og burturbeinast á fulltryggan hátt, og

4.    at vindeygu, ljósútbúnaður og tílíkt kunnu viðlíkahaldast og vaskast.

Stk. 2. Møguleiki skal vera at gera reint á ein slíkan hátt, at skaðalig dálking ikki spjaðist.

Stk. 3. Vaskievnir ella –hættir, sum kunnu gera trygdar- og heilsuviðurskiftini á arbeiðsstaðnum verri, mugu ikki brúkast.

§ 42. Á arbeiðsplássinum skulu vera hóskandi umstøður til at rudda, gera reint og halda viðlíka, soleiðis at tey, ið útinna arbeiðið, eins og onnur starvsfólk á fyritøkuni, eru uttan fyri nakran vanda fyri trygd og heilsu.

Kapittul 11

Vælferðafyriskipanir

§ 43. Á arbeiðsplássinum skulu niðanfyri nevndu hentleikar vera til taks fyri alt starvsfólkið, innrættað sambært §§ 44-46:

1)   toilett, sambært § 47,

2)   matstova, sambært §§ 48 og 49, tá ið matarsteðgir eru í arbeiðstíðini,

3)   vask, sambært § 50,

4)   klædnaskáp ella klædnarúm, sambært §§ 51-53, um klæði skulu skiftast, og

5)   telefonautomat, um starvsfólkið ikki á annan hátt hevur atgongd til at brúka telefon.

Stk. 2. Herumframt skal vera til taks:

1)   baðirúm, sambært § 54, ella sambært § 53, um arbeiðið:

a.    er dálkandi,

b.    hevur við sær vanda fyri dálking av tilfari, sum kann smitta,

c.    hevur við sær vanda fyri at koma í samband við evnir ella tilfar, sum tað av trygdar- og heilsuligum orsøkum er týdningarmikið at fáa burtur av húðini, ella ikki má spjaðast,

d.    er likamliga strævið, ella

e.    er vátt,

2)   reinsipláss, sambært § 55, um tað á arbeiðsplássinum skal verða vaskað og sóttreinsað, ella onnur reingerð fer fram av serligum arbeiðsklæðum ella persónligari verndarútgerð,

3)   hvílipláss, sambært § 56, um serligir hvílisteðgir eru neyðugir ella kravdir, og tá kvinnur, sum eru við barn, ella kvinnur, sum geva bróst, skulu hava møguleika fyri at hvíla seg, og

4)   sovipláss sambært § 57, um tað á arbeiðsplássinum verður útint tænasta við loyvi at sova.

Stk. 3. Starvsfólk, sum undir arbeiðinum eru í vandi fyri at verða dálkað við tilfari, ið kann smitta, ella koma í samband við evnir ella tilfar, sum tað av trygdar- og heilsuligum orsøkum er týdningarmikið at fáa burtur av húðini, skulu brúkast teir hentleikar, sum tæna til at hindra árini ella spjaðing av viðkomandi evnum og tilfari. Tað er ikki loyvt at eta og drekka í arbeiðsrúmum, har slíkur vandi, sum frammanfyri er nevndur, kann vera.

§ 44. Hentleikarnir skulu vera nóg nógvir í tali við atliti at slagnum av arbeiði og talinum av persónum, sum vanliga brúka teir, og vera sínámillum settir soleiðis, at teir hóska til arbeiðsstøð og ferðsluvegir.

§ 45. Hentleikarnir skulu vera innrættaðir í føstum bygningi, uttan so at hetta eftir umstøðunum ikki er møguligt ella rímiligt.

Stk. 2. Hentleikarnir skulu vera í rúmum, sum eru innrættað á ein fulltryggan hátt. Hentleikar, sum tæna serligum trygdar- ella heilsuligum endamálum, skulu vera innrættaðir til tað á ein hóskandi hátt. Rúmini skulu hava hóskandi tilføring av frískari luft, hóskandi hita-/kuldaviðurskifti v.m., umframt at hava neyðugan og hóskandi útbúnað og útgerð.

§ 46. Hentleikarnir, ið eru fyri starvsfólkið, skulu vanliga ikki brúkast av øðrum enn teimum, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevaranum, ella á annan hátt starvast har.

Stk. 2. Fleiri arbeiðsgevarar í sama bygningi kunnu tó innrætta sær felags hentleikar fyri starvsfólk síni, tá avtala er gjørd um, hvør ið hevur ábyrgdina av viðlíkahaldi og reingering.

Stk. 3. Har sum í mesta lagi trý starvsfólk starvast samstundis á einum arbeiðsplássi, ella har Arbeiðseftirlitið heldur tað vera rímiligt, kann arbeiðsgevarin vísa starvsfólkunum á hentleikarnir í síni egnu íbúð ella eini tænastuíbúð, um so er, íbúðin er til taks fyri starvsfólkið. Tað er ein treyt, at íbúðin liggur nærhendis arbeiðsplássinum, og at hentleikarnir annars uppfylla krøvini í kunngerðini og eru í egnaðum hølum.

Stk. 4. Reglurnar í stk. 2 og 3 eru tó ikki galdandi fyri arbeiðspláss, har serliga dálkandi arbeiði verður gjørt, ella arbeiði, sum kann elva til vanda fyri dálking av tilfari, sum smittar, ella við evnir ella tilfar, sum við atliti at trygd og heilsu er týdningarmikið at fáa burtur av húðini ella forða spjaðing av.

Toilett, sambært § 43, stk. 1

§ 47. Toilett skulu hava vatnskol.

Stk. 2. Toilett skal hava eina hóskandi stødd. Um starvsfólk við breki skal nýta toilettið, skal tað innrættast til tess.

Stk. 3. Frá arbeiðsrúmi til toilett skal atgongd verða gjøgnum eitt forrúm. Ongin beinleiðis atgongd má vera frá matstovu til forrúm. Hondvask skal vera í toilettrúminum ella í forrúminum.

Stk. 4. Arbeiðseftirlitið kann krevja, at eitt serstakt toilett verður innrættað til starvsfólk, sum hava eitt serliga dálkandi arbeiði ella arbeiði, sum kemur teimum í vanda fyri dálking, ið orsakað av heilsuvanda ikki má spjaðast.

Stk. 5. Arbeiðseftirlitið kann krevja, at sundurskild toilett verða gjørd til kvinnur og menn.

Matstova, sambært § 43, stk. 1

§ 48. Matstova skal vera í egnaðum høli við fulltryggum heilsufrøðiligum viðurskiftum og hava eitt hóskandi tal av borðum og sessum (við stólabaki) í mun til talið av starvsfólki. Rúmið skal hava eina hóskandi stødd og hava dagsljós. Arbeiðsstaðið kann ikki brúkast sum matstova.

Stk. 2. Har sum meira enn trý starvsfólk vanliga starvast samstundis, skal ein matstova vera, helst innrættað í einum serstøkum rúmi.

Stk. 3. Serstøk matstova skal innrættast til starvsfólk, sum hava dálkandi arbeiði, og har starvsfólkini ikki skifta klæðir áðrenn matarsteðgin.

Stk. 4. Hóskandi tiltøk skulu gerast, fyri at verja ikki-roykjarar móti tubbaksroyki.

§ 49. Matur og drekka, sum starvsfólkini hava við sær, skulu kunna goymast á heilsugóðan hátt, og møguleiki skal vera fyri at hita bæði mat og drekka. Atgongd skal vera til feskt drekkivatn.

Hondvask, sambært § 43, stk. 1

§ 50. Hondvøsk skulu hava rennandi kalt og heitt vatn, og sápu. Tey skulu vera hóskandi í tali og hóskandi støðað í mun til arbeiðsrúm, matstovu, toilett, klædnaskáp ella klædnarúm. Harumframt skal økið runt um hondvaskið hava eina hóskandi stødd.

Stk. 2. Hondvaskið, sum verður brúkt í sambandi við arbeiði, ið er dálkandi, og dálkingin ikki má spjaðast, má ikki hava hondstýrdar kranar.

Stk. 3. Har sum dálkingin av húðini ikki kann takast av við vanligari sápu, skulu húðreinsievnir standa hjá hondvaskinum.

Klædnaskáp og klædnarúm, sambært § 43, stk. 1

§ 51. Vanligu klæðini og arbeiðsklæðir skulu kunna goymast á fulltryggan hátt í t.d. klædnaskápi ella klædnarúmi.

Stk. 2. Starvsfólk skulu hava møguleika fyri á fulltryggan hátt at goyma egnar ognarlutir, t.d. í klædnaskápi, skuffu í egnum skriviborði ella øðrum rúmi av hóskandi stødd, ið skulu kunnu læsast.

§ 52. Klædnarúm skulu hava eina hóskandi stødd, hóskandi hita og nóg nógva tilførslu av frískari luft.

Stk. 2. Klædnarúm skulu hava klædnaskáp á hóskandi stødd, ið kunnu læsast, til hvørt einstakt starvsfólk. Klædnaskápini skulu hava op til útlufting.

Stk. 3. Har sum arbeiðið er dálkandi ella vátt, skulu vanligu klæðini og arbeiðsklæðini goymast hvørt sær á fulltryggan hátt, t.d. í hvør sínum klædnaskápi.

Stk. 4. Har sum arbeiðið hevur við sær serligan vanda fyri, at arbeiðsklæðini verða vát, skulu serstøk turkistøð vera, har klæðini kunnu turkast uppá lutfalsliga stutta tíð.

Stk. 5. Kvinnur og menn skulu annaðhvørt hava sundurskild klædnarúm ella møguleika fyri at brúka sama klædnarúm hvør sær.

§ 53. Har sum starvsfólk verða dálkað, og dálkingin vegna heilsuvanda ikki má spjaðast, skulu innrættast tvey sundurskild klædnarúm, eitt til vanlig klæðir og eitt til arbeiðsklæðir. Tey skulu verða støðað soleiðis, at sleppast kann úr øðrum í hitt gjøgnum eitt baðirúm, og at gongdin til og frá í vanligum klæðum ikki er gjøgnum dálkað øki.

Stk. 2. Klædnarúmið til arbeiðsklæðir skal vera innrættað og hava útbúnað soleiðis, at arbeiðsklæðini á fulltryggan hátt kunnu pakkast í tætt pakkitilfar, áðrenn klæðini verða koyrd til vask. Har sum einnýtisklæði verður brúkt, skulu afturlatin, hóskandi ruskíløt finnast.

Stk. 3. Klædnarúmið til arbeiðsklæðir má ikki brúkast av øðrum starvsfólkum enn teimum, sum verða dálkað.

Baðirúm, sambært § 43, stk. 2

§ 54. Baðirúm skulu hava eina hóskandi stødd og vera innrættað við einum hóskandi tali av hondvøskum og brúsum við køldum og heitum vatni og hava beinleiðis atgongd til klædnarúmið. Brúsurúm skulu vera avbyrgd frá klædnarúmum, forrúmum og øðrum umhvørvi.

Stk. 2. Kvinnur og menn skulu annaðhvørt hava sundurskild baðirúm ella møguleika fyri at brúka sama baðirúm hvør fyri seg.

Stk. 3. Um arbeiði førir við sær ringan deyma, sum ikki fer av húðini av brúsibaði, kann Arbeiðseftirlitið krevja, at baðstova/sauna skal gerast.

Reinsipláss, sambært § 43, stk. 2

§ 55. Reinsipláss skal vera á einum hóskandi staði, t.d. í serligum rúmi við neyðugum hjálpartólum soleiðis, at gjørt kann verða reint á ein fulltryggan hátt við atliti at trygd og heilsu.

Hvílipláss, sambært § 43, stk. 2

§ 56. Hóskandi hvílipláss skulu vera til hvíldarsteðg. Plássið má ikki vera í arbeiðsrúmi, har larmur og dálkandi arbeiði er, ella har arbeitt verður við heilsuskaðiligum evnum og tilfari.

Stk. 2. Hóskandi tiltøk skulu gerast fyri at verja ikki-roykjarar móti tubbaksroyki.

Sovipláss, sambært § 43, stk. 2

§ 57. Sovipláss skulu vera innrættað í einum hóskandi rúmi, sum kann læsast, og sum ikki má brúkast til annað, tá ið sovið verður í rúminum. Nærhendis sovirúminum skal vera toilett við hondvaski.

Kapittul 12

Leiðbeiningar

§ 58. Umframt kunngerðina eru reglur, sum mugu verða staðfestar í aðrari lóggávu um innrætting av arbeiðsplássi, galdandi.

§ 59. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið ger leiðbeiningar um innrætting av føstum arbeiðssplássum sambært omanfyristandandi reglum. Har verður nærri tilskilað, hvussu ásetingarnar í kunngerðini kunna lúkast.

Stk. 2. Í nevndu leiðbeiningum kunnu nýtast ávísingar til normar og fyrisett mát, tá tað er týðiliga tilskilað, hvørji hesi eru, herundir eisini við dagfesting.

Kapittul 13

Undantaksloyvi og kærumøguleiki

§ 60. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið kann, har ið serligar umstøður eru, geva undantaksloyvi frá reglunum í kunngerðini, tá tað kann metast rímiligt og ráðiligt.

§ 61. Avgerðir, tiknar av Arbeiðseftirlitinum eftir kunngerðini, kunnu kærast sambært løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi § 63.

Kapittul 14

Revsing

§ 62. Um ikki hægri revsing er heimilað sambært aðrari lóggávu, verður hann revsaður við bót, ið

1.    fremur brot á § 5, stk. 2, §§ 6-7 og §§ 9-57,

2.    ikki ger eftir boðum sambært kunngerðini, ella

3.    setur til viks treytir fyri undantaksloyvi sambært kunngerðini.

Stk. 2. Fyri brot á §§ 6-7 og §§ 9-57 kann arbeiðsgevari verða sektaður, sjálvt um brotið ikki kann roknast at verða gjørt við vilja ella av ósketni.

Stk. 3. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag, lutafelag, kann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur. Er brotið framt av landinum, einari kommunu ella einum kommunalum felagsskapi, kann landið, kommunan ella kommunali felagsskapurin verða sektað.

Kapittul 15

Gildiskoma og fyribilsreglur

§ 63. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørt.

§ 64. Í § 5, stk. 2 verða undantikin leigumál, sum eru avtalað, áðrenn kunngerðin er sett í gildi.

Stk. 2. Í § 25, stk. 1 og 2 verða undantikin fyritøkur, sum, tá kunngerðin kom í gildi, lógliga eftir ásetingum í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd hava havt arbeiðsrúm innrættað í hølum uttan dagsljós ella við avmarkaðum dagsljósi ella uttan útsýni. Frá 1. januar 2004 skulu arbeiðsrúmini tó vera innrættað við møguleika fyri dagsljósi sambært § 25, stk. 1, uttan so, at byggiumstøðurnar ikki veita møguleika fyri hesum ella um tað ikki verður mett rímiligt.

Stk. 3. Fyritøkur, innrættaðar uttan serliga matstovu, áðrenn kunngerðin kom í gildi, fáa undantaksloyvi frá § 48, stk. 2, uttan so, at arbeiðið er soleiðis, at ikki má etast í arbeiðsrúminum. Tó skal reglan fylgjast, um fyritøkan ger munandi umbyggingar.

Stk. 4. Fyritøkur, ið lógliga, tá kunngerðin kom í gildi, eftir ásetingum í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd hava havt arbeiðsrúm innrættað í hølum, ið eftir §§ 15, 27, 28, 43, stk. 2, nr. 4 og 52, stk. 3 ikki kunnu lúkast uttan týdningarmiklar konstruktiónsbroytingar, skulu fylgja hesum reglum frá 1. januar 2004.

Stk. 5. Fyrilit skal takast fyri, at fíggjarligu útreiðslurnar, ið standast av einum kravi frá Arbeiðseftirlitinum ella grein 54, stk. 3 ikki eru órímiliga stórar fyri ta einstøku fyritøkuna.

§ 65. Hóast § 64, stk. 2-4, kann Arbeiðseftirlitið krevja, at ein fyritøka fylgir reglunum, innan ávísa freist, um serligar trygdar- ella heilsuumstøður gera tað neyðugt.

§ 66. Undantaksloyvi frá ásetingum í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd verða galdandi út frá givnum treytum.

 

 

Vinnumálastýrið, 13 februar 2002

 

Bjarni Djurholm (sign.)

landsstýrismaður

/ Arne Poulsen (sign.)