Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2009Nr. 83
Løgtingslóg um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022
Kapittul I
Endamál og gildisøki
Endamál
§ 1. 1) Løgtingslógin hevur til endamáls innan fyri lívfrøðiliga burðardyggar karmar, herundir við atliti til djórasjúkur og umhvørvi, at fremja lønsemi og kappingarføri í alivinnuni.
Sakligt gildisøki
§ 2. Lógin fevnir um framleiðslu av djórum og plantum, sum liva í vatni ella sjógvi (alivirksemi). Sum framleiðsla verður roknað øll tiltøk til tess at ávirka tyngd, stødd, tal, eginleikar ella góðsku á djórum og plantum, sum liva í vatni ella sjógvi.
§ 2 a. 1) Rættindi, sum verða latin til alivirksemi sambært hesi løgtingslóg, eru avmarkað rættindi. Rættindini eru grundað á aliloyvið, eru avmarkaði av innihaldinum í loyvinum og ta til eina og hvørja tíð galdandi lóggávu.
Geografiskt gildisøki
§ 3. 1) Lógin er galdandi á føroyskum landøki, og á sjóøkinum innan fyri fiskimarkið.
Kapittul II
Aliloyvi
Krav um aliloyvi
§ 4. Landsstýrimaðurin kann eftir § 6 veita loyvi at reka alivirksemi. Tílíkt loyvi kann eisini fáast við, at loyvið verður flutt frá einum loyvishavara til ein annan eftir § 14.
Stk. 2. Einans feløg, sum hava loyvi sambært stk. 1, kunnu reka alivirksemi.
Innihaldið í aliloyvinum
§ 5. Aliloyvið gevur rætt til framleiðslu av ávísum djórum og plantum á avmarkaðum geografiskum økjum við teimum til eina og hvørja tíð ásettu avmarkingunum í loyvinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin setur í loyvinum nærri ásetingar um innihaldið í loyvinum, heruppií um tíðaravmarking. Landsstýrismaðurin kann eisini í kunngerð áseta nærri reglur um tey í pkt. nevndu viðurskifti.
Stk. 3. Aliloyvi kann tó í mesta lagi verða veitt fyri eitt 12-ára tíðarskeið, roknað frá útskrivingardegnum.
Stk. 4. Hóast stk. 3. kann loyvistíðin verða longd, um:
1) loyvishavarin hevur lokið tær í loyvinum ásettu treytirnar,
2) krøvini í § 11 um støðuna í mun til økisætlanir og verndartiltøk eru lokin, og
3) myndugleikarnir eftir § 6, stk. 1, litra c kunnu góðkenna tað.
Almennar treytir fyri at aliloyvi kann veitast
§ 6. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn geva aliloyvi, um
a) avviging av áhugamálum sambært § 12 er framd,
b) krøvini í § 11 um støðuna í mun til økisætlanir og verndartiltøk eru lokin,
c) tað eru givin tey loyvi, ið krevjast eftir:
- løgtingslóg um umhvørvisvernd
- løgtingslóg um djórasjúkur
- løgtingslóg um matvørur.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um veiting av aliloyvum, og undir hesum reglur um útbjóðing av loyvum, treytir og metingarstøði, herundir atlit til fiskasjúkur og umhvørvi.
Stk. 3. 1) Nýggj laksaaliloyvir á sjónum á alifirðum sbrt. § 6 a kunnu verða latin móti viðurlagi aftan á útbjóðing eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta reglur um aðrar útlutingarhættir.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um serlig loyvir, herundir granskingarloyvi og menningarloyvi.
Alifirðir o.a. 1)
§ 6. a. 1) Alifirðir eru tey sjóøki, vík, sund ella fjørður, sum sbrt. kunngerð frá landsstýrismanninum kunnu verða nýtt til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eisini í kunngerð áseta, hvørji onnur landaøkir og sjóøkir kunnu verða nýtt til aling.
Stk. 3. Ein alifjørður verður ásettur sum eitt nærri geografiskt avmarkað sjóøki, vík, sund ella fjørður, og skal ásetast við atlitum til fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá fiski, umframt atlitum til m.a. umhvørvi og annað brúk av økinum.
Stk. 4. Áðrenn kunngerð um áseting av alifirðum ella broyting av alifirðum verður sett í gildi, skulu viðkomandi partar verða hoyrdir.
Stk. 5. Eftir hesi løgtingslóg er laksaaliloyvi eitt loyvi til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum á alifirðum sbrt. stk. 1.
Stk. 6. Á einum øki á landi, sum liggur við ein alifjørð, kann bert verða givið loyvi til framleiðslu av laksi ella øðrum fiskasløgum, um hetta virksemið ikki er til ampa fyri virksemið sambært laksaaliloyvi.
Stk. 7. Á einum alifirði til aling á sjónum av matfiski av laksi og sílum kann verða givið loyvi til at ala onnur djóra- og plantusløg, sum liva í vatni ella sjógvi, enn laks og síl, um hetta virksemið ikki er til ampa fyri virksemið sambært laksaaliloyvi.
Stk. 8. Um loyvi, sum verður givið sbrt. stk. 7 til at ala onnur djóra- og plantusløg, sum liva í vatni ella sjógvi, enn laks og síl, ikki hevur verið brúkt í tvey fylgjandi ár, fellur tað aftur til landið. Landsstýrismanninum verður givin heimild til í serligum førum at víkja frá 2 ára tíðarfreistini, sum ásett í 1. pkt.
Stk. 9. Fjórða hvørt ár, áðrenn 1. november, leggur landsstýrismaðurin fyri Løgtingið frágreiðing, sambært § 51, stk. 4 í Tingskipan Løgtingsins, um støðuna í alivinnuni, og hvørjar ætlanirnar eru fyri víðari menning av vinnuni í mun til aling á sjógvi og landi, útlendskan ognarskap, um metingarnar av vistfrøðiligu støðuni í firðunum og aðrar viðkomandi tættir. Fyrsta frágreiðing verður løgd fyri Løgtingið áðrenn 1. november 2020.
Forboð fyri aling á vøtnum 1)
§ 6 b. 1) Tað kann ikki verða givið loyvi til aling á vøtnum og í byrgingum.
Krav um virking í Suðuroy 1)
§ 6 c. 1) Laksur frá alibrúkum á alifirðum í Suðuroy skal verða virkaður í Suðuroy. Við virking eftir 1. pkt. skal skiljast bløðging, kryvjing, pakking av heilum rundum fiski, ísaður ella frystur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um virking í Suðuroy sbrt. stk. 1, herundir skjalprógv um, at kravið eftir stk. 1 kann verða lokið, um afturtøku av loyvi, um settu treytirnar ikki eru loknar og um undantøk í serligum førum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin skal, tá tað er neyðugt, geva undantaksloyvi frá krøvunum sbrt. stk. 1, tá talan er um sjúku- og sjúkufyribyrgjandi tiltøk.
Stk. 4. Fyri verandi loyvishavarar kann verða ásett freist at tillaga viðurskiftini.
Felagaformur 1)
§ 6 d. 1) Aliloyvi kann verða latið partafeløgum og smápartafeløgum, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya, ella eru fráboðað Skráseting Føroya sum undir stovnan. Kapitalpartar skulu gevast út við navni.
Eigaramark fyri laksaaliloyvir 1)
§ 7. 1) Reglurnar í stk. 2-4 eru galdandi fyri laksaaliloyvi, sbr. § 6 a, stk. 5.
Stk. 2. 1) Eingin løgfrøðiligur ella fysiskur persónur kann beinleiðis ella óbeinleiðis gjøgnum tað samband, sum nevnt er í § 7 í vinnufelagalógini, hava ræði á 50 prosentum ella meira av aliloyvunum.
Stk. 3. 1) Er ein fyritøka afturatknýtt fyritøka, sbr, stk. 4., ella eru tvær ella fleiri fyritøkur afturatknýttar somu fyritøku, kunnu fyritøkan og afturatknýttu fyritøkurnar tilsamans ikki hava ræði á 50 prosentum ella meira av aliloyvunum. Hevur fysiskur persónur ávirkan á fyritøku, sum nevnt í stk. 4, er fyritøkan afturatknýtt fyritøka.
Stk. 4. 1) Afturatknýtt fyritøka er fyritøka, sum ikki er dóttirfyritøka, men har ein fyritøka og dóttirfyritøkur hava týðandi ávirkan á rakstrarligu og fíggjarligu leiðsluna hjá fyritøkuni. Tað er týðandi ávirkan, um fyritøkan og dóttirfyritøkur eiga ella hava ræði á 20 prosentum ella meira av atkvøðurættindunum í fyritøkuni.
Stk. 5. 1) Eingin kann útinna síni umsitingarligu rættindi í alifyritøku í stríð við stk. 2 og 3.
Stk. 6. 1) Alifeløg skulu í viðtøkunum hava ásetingar um
1) ræðisavmarkingarnar eftir stk. 2 og 3, og
2) avmarkingar í umsitingarligu rættindunum eftir stk. 5.
Stk. 7. 1) Landsstýrismaðurin kann í serligum førum veita tíðaravmarkað undantak frá stk. 2 og stk. 3.
Útlendskur kapitalur 1)
§ 7 a. 2) 1) Reglurnar í stk. 2-4 eru galdandi fyri laksaaliloyvi, sbr. § 6 a, stk. 5.
Stk. 2. 1) Eingin løgfrøðiligur ella fysiskur persónur, sum ikki er heimahoyrandi í Føroyum, kann beinleiðis ella óbeinleiðis gjøgnum tað samband, sum nevnt í § 7 í vinnufelagalógini, eiga ella hava ræði á 20 prosentum ella meira av atkvøðurættindunum í fyritøkum við laksaaliloyvi.
Stk. 3. 1) Persónur er heimahoyrandi í Føroyum, sum
1) er skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum, er fult skattskyldugur í Føroyum, og
2) hevur verið skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum í tilsamans 5 ár.
Stk. 4. 1) Felag er heimahoyrandi í Føroyum, um:
1) Felagið er skrásett hjá Skráseting Føroya ella er fráboðað Skráseting Føroya sum undir stovnan, sbr. § 6 d.
2) Felagið hevur høvuðssæti í Føroyum.
3) Meirilutin av limunum í nevndini, um felagið hevur eina nevnd, ella meirilutin av limunum í eftirlitsráðnum, um felagið hevur eitt eftirlitsráð, eru heimahoyrandi í Føroyum, og stjórar felagsins lúka stk. 3, nr. 1. Er talið av limum, sum eftir 1. pkt. skulu vera heimahoyrandi í Føroyum, ikki eitt heilt tal, verður talið rundað uppeftir.
Stk. 5. 1) Eingin kann útinna síni umsitingarligu rættindi í alifyritøku í stríð við stk. 1-4.
Stk. 6. 1) Alifeløg skulu í viðtøkunum hava ásetingar um
1) ræðisavmarkingarnar eftir stk. 1-4, og
2) avmarkingar í umsitingarligu rættindunum eftir stk. 5.
Stk. 7. 1) Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn geva undantaksloyvi til, at farið verður upp um markið í stk. 2 í førum, tá tað fyri 9. august 2012 eru gjørdar avtalur um avhendingar av kapitalpørtum, har avhendingin skal fara fram eftir 9. august 2012, og tað verður mett at vera av alstórum fíggjarligum týdningi fyri viðkomandi, at undantak verður givið.
Stk. 8. 1) Reglurnar í § 2, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 128 frá 14. desember 2012 um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. um kapitalpartar, sum eru útvegaðir fyri 9. august 2012, verða framvegis nýttar upp á slíkar kapitalpartar.
Stk. 9. 1) (Strikað).
Broyting í og afturtøka av aliloyvum
§ 8. 1) Landsstýrismaðurin kann broyta ella taka aftur aliloyvi:
1) um týðandi fortreytir, sum aliloyvið er grundað á, eru broyttar,
2) um aliloyvið er í stríð við økisætlanir og verndartiltøk eftir § 11,
3) um grov brot ella endurtikin brot verða framd á ásetingar í hesi lóg ella ásetingar, givnar við heimild í hesi lóg,
4) um aliloyvi ikki verður brúkt ella bert verður brúkt í avmarkaðan mun,
5) um loyvi ella góðkenning, nevnd í § 6, stk. 1, litra c dettur burtur, ella at tað eftir tí lóggávu, sum er nevnd í § 6, stk. 1 litra c, er sett bann ella líknandi tiltøk í verk soleiðis, at loyvið ikki kann verða nýtt,
6) um alingin er til ampa fyri alivirksemið sbrt. laksaaliloyvi, sbr. § 6 a, stk. 6 og stk. 7.
Stk. 2. Broyting ella afturtøka av aliloyvi kann gerast tíðaravmarkað. Tíðaravmarkingin kann gerast treytað av, at ávís viðurskifti verða fingin í rættlag.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um broyting ella afturtøku av aliloyvum.
Kapittul III
Krøv til aliútbúnað og rudding
Krøv til aliútbúnað og útgerð o.a.
§ 9. Útgerð og anlegg, sum verða brúkt til alibrúk sambært hesi lóg, skulu hava styrki og eginleikar annars, sum í minsta lagi eru fullgóð til nýtsluna, skulu vera forsvarliga gjørd og skulu brúkast við neyðugum ansni.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta krøv um eginleikar, gerð og brúk av alianleggum og aliútgerð sambært stk. 1 og kann undir hesum seta góðkenningarskipanir v.m. í verk.
Rudding o.a.
§ 10. Tá alivirksemi heldur uppat, heilt ella partvíst, skal loyvishavari taka stig til at rudda viðkomandi aliøki og grannalag, sum møguliga eru ávirkað av alingini. Ruddingin skal fevna um aliútgerð og lívverur o.a., sum loyvishavarin varðar av.
Stk. 2 . Landsstýrismaðurin kann avgera ella áseta reglur um, at tann, sum rekur alivirksemi, hevur skyldu at fáa aftur djóra- ella plantusløg, sum eru sett út.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann avgera ella áseta reglur um skyldu at veita trygd fyri ruddingarskylduni sambært stk. 1 og 2.
§ 10 a. 3) Sloppin alifiskur í áum verður tikin aftur eftir nærri avgerð Landsdjóralæknans og sambært tilbúgvingarætlan, sbr. stk. 2 og 3.
Stk. 2. Landsdjóralæknin kann gera avtalu við Havbúnaðarfelagið um eina tilbúgvingarætlan fyri slopnan alilaks í áum. Landsstýrismaðurin skal góðkenna avtaluna.
Stk. 3. Verður ásetingin í stk. 2 ikki nýtt, ásetur landsstýrismaðurin reglur um tilbúgvingarætlan.
Stk. 4. Alifeløg, sum hava loyvi at ala laks á sjónum, hava felags ábyrgd av at rinda útreiðslurnar av tiltøkum sambært tilbúgvingarætlan. Býtið av útreiðslunum millum alifeløgini verður ásett í avtalu sambært stk. 2 ella í kunngerð sambært stk. 3. Um staðfest verður, at slopni alifiskurin stavar frá einum ávísum alifelag, kann hesum alifelag verða álagt at rinda útreiðslurnar fyri tiltøk sambært tilbúgvingarætlanini.
Stk. 5. Fyri at taka aftur slopnan alifisk í áum eftir tilbúgvingarætlan sambært stk. 2 ella 3 hava persónar, sum landsdjóralæknin hevur góðkent, atgongd til áir og vøtn.
Stk. 6. Reglurnar í kunngerð um síla- og laksaveiðu verða ikki nýttar upp á tiltøk, sum verða framd sambært tilbúgvingarætlan eftir hesi løgtingslóg.
Kapittul IV
Økisnýtsla
Økisnýtsla, økisætlanir
§ 11. Aliloyvi kann ikki verða givið og aliøki kann ikki verða tillutað, um hetta stríðir ímóti:
a) byggisamtyktum og býarplanum smbrt. løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir,
b) avgerðum um verndartiltøk eftir løgtingslóg um náttúrufriðing,
c) avgerðum um verndartiltøk eftir løgtingslóg um fornminni,
d) ætlanum hjá landinum fyri virksemi á firðum og sundum.
Avvigan av áhugamálum í sambandi við økisnýtslu til aling
§ 12. Tá aliloyvi verða givin og aliøki tillutað skal loyvisfyrisitingin meta um áhugamálini viðvíkjandi nýtslu av økinum, og undir hesum:
a) tørvin hjá umsøkjaranum,
b) møguliga nýtslu av økinum til annað alivirksemi,
c) aðra nýtslu av økinum,
d) verndaráhugamál, sum ikki eru nevnd í § 11.
Nýtsla av økjum
§ 13. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um ella forboð móti ferðslu ella øðrum virksemi á aliøkjum og atliggjandi økjum, um hetta er neyðugt við fyriliti til alivirksemið.
Kapittul V
Avhendan og veðsetan av aliloyvum
Avhendan av aliloyvi
§ 14. Aliloyvi kunnu avhendast.
Stk. 2. Avhendan av aliloyvi hevur ikki týdning fyri møguleikan hjá myndugleikanum at fremja tiltøk eftir lógini, heruppií at taka loyvi aftur.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at leiga aliloyvi út. Undantak kann verða gjørt, um serligar grundir eru fyri hesum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um avhendan av aliloyvum, herundir um útleigan av aliloyvum.
Veðseting av aliloyvi
§ 15. Aliloyvi kunnu veðsetast.
Stk. 2. Veðsetingin fær rættarvernd við tinglýsing eftir reglunum í tinglýsingarlógini um tinglýsing viðvíkjandi leysafæ.
Stk. 3. Veðsetingin hevur ikki týdning fyri møguleikan hjá myndugleikanum at fremja tiltøk eftir lógini, heruppií at taka loyvi aftur.
Stk. 4. Landið hevur veðrætt fram um øll onnur veðrættindi o.a. í loyvinum fyri krøv um dagbøtur eftir § 22 og krøv um at fáa goldið útreiðslurnar til tiltøk eftir § 23.
Kapittul VI
Almenn krøv og skyldur
Fakligur førleiki
§ 16. Øll, sum starvast við virksemi, sum er fevnt av hesi lóg, skulu hava neyðugan fakligan førleika til tílíkt virksemi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um førleikakrøv eftir lógini.
Innaneftirlit
§ 17. Fyri at tryggja, at ásetingarnar í lógini verða hildnar, kann landsstýrismaðurin í kunngerð seta krøv um, at tann sum rekur virksemi, ið er fevnt av lógini, skal hava skipað innaneftirlit, og um innihaldið í innaneftirlitinum.
Upplýsingar- og kanningarskylda
§ 18. Tann, sum rekur virksemi, ið er fevnt av lógini, hevur skyldu til at veita landsstýrismanninum upplýsingar, skjøl, tilfar til royndir og annað, sum er neyðugt fyri at landsstýrismaðurin kann røkja sínar uppgávur sambært lógini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áleggja tí, sum rekur virksemi, ið er fevnt av lógini, at gera kanningar, sum eru neyðugar fyri at landsstýrismaðurin kann røkja sínar uppgávur sambært lógini.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um upplýsingar- og kanningarskylduna í stk. 1 og 2, og undir hesum at ávísar skyldur skulu útinnast regluliga.
Stk. 4. 1) 4) Alifeløg, sum hava laksaaliloyvi, skulu fyri hvørt aliøki sær skráseta og boða frá til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, um nakað havsúgdjór ótilætlað doyr í sambandi við alivirksemi. Fráboðast skal slag av og tal á havsúgdjóri. Fráboðast skal eina ferð um árið til Heilsufrøðiligu starvsstovuna í tí sniði, sum starvsstovan ásetur. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal lata upplýsingarnar víðari til granskingarstovnar og myndugleikar, sum biðja um tað.
§ 18 a. 1) Ein og hvør, sum hevur ræði á aliloyvum, sbr. § 7, stk. 2, og ein og hvør, sum hevur ræði á kapitalpørtum sbr. § 7, stk. 3, skal boða alifelagnum frá.
Stk. 2. Ein og hvør, sum ikki er heimahoyrandi í Føroyum, og sum hevur ræði á meira enn 20 prosentum av felagskapitalinum í alifelagnum, sbr. § 7 a, stk. 1-4, skal boða alifelagnum frá.
Stk. 3. Tann, sum hevur ræði á kapitalpørtum, sbr. § 7, stk. 3, í tveimum ella fleiri alifeløgum skal, umframt at boða alifelagnum frá um eigaraviðurskiftini í alifelagnum, eisini boða alifelagnum frá um eigarapartin í hinum alifeløgunum.
Stk. 4. Hevur alifelag fingið fráboðan, sum nevnt í stk. 1-3, skal felagið boða fyritøkuni sum hevur ræði á felagnum, sbr. § 7, stk. 2 ella kapitaleigarunum, sbr. § 7, stk. 3 og § 7 a, stk. 2-4, frá, at møtirætturin og atkvøðurætturin á aðalfundi ikki kann útinnast í stríð við viðtøkur felagsins, sbr. § 7, stk. 5 og § 7 a, stk. 5.
Stk. 5. Alifelag skal skjótast gjørligt boða landsstýrismanninum frá um fráboðanir eftir stk. 1-4.
Stk. 6. Alifeløg skulu í viðtøkunum hava ásetingar um fráboðanarskylduna eftir stk. 1-3.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um fráboðanir eftir stk. 1-3 og stk. 5.
Bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi 4)
§ 18 b. 4) Tað er bannað einum og hvørjum tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi.
Stk. 2. Alifeløg, sum hava laksaaliloyvi, skulu í staðin seta í verk onnur fyribyrgjandi tiltøk, sum kunnu tryggja, at havsúgdjór ikki nærkast ella sleppur framat aliringum, har fiskur er í.
Skylda at veita eftirlitsmyndugleikanum hjálp o.a.
§ 19. Tann, sum rekur virksemi, ið er fevnt av lógini, hevur skyldu til at geva landsstýrismanninum atgongd til øll øki og útgerð, sum hoyra til virksemið, soleiðis at landsstýrismaðurin kann røkja sínar uppgávur sambært lógini.
Stk. 2. Tann sum rekur virksemi, ið er fevnt av lógini, skal lata neyðug høli, útgerð, tilfar, verur og arbeiðshjálp til taks til fremjan av eftirlitinum og annars hjálpa við eftilitsarbeiðinum.
Gjøld
§ 20. Til tess at fáa og varðveita aliloyvi, verður rindað eitt árligt gjald eftir nærri reglum, ásettum í kunngerð frá landsstýrismanninum.
Kapittul VII
Tiltøk í sambandi við brot
Álegging um tiltøk
§ 21. Í sambandi við brot á ásetingar í lógini ella á ásetingar, settar við heimild í lógini, kann landsstýrismaðurin geva álegging um tiltøk til tess at rætta ólógligu viðurskiftini. Tað kann ásetast freist at fremja tílík tiltøk.
Dagbøtur
§ 22. Til tess at tryggja, at ásetingar í lógini ella ásetingar, settar við heimild í lógini, verða framdar, kann landsstýrismaðurin taka avgerð um dagbøtur mótvegis tí, sum ábyrgdina hevur. Tað kann eisini takast avgerð um dagbøtur, sum fella til gjaldingar fyri hvørt brot. Avgerð um dagbøtur kann ásetast, samstundis sum álegging verður givin eftir § 21 ella seinni.
Stk. 2. Dagbøturnar byrja at renna, um so er, at tann, sum ábyrgdina hevur, ikki heldur freistina at rætta viðurskiftini, sum landsstýrismaðurin hevur ásett, og tær renna so leingi ólógligu viðurskiftini standa við. Dagbøturnar renna tó ikki, um so er, at rætting av viðurskiftunum ikki er møgulig, orsakað av umstøðum, sum ikki kunnu tilroknast ábyrgdarhavandi.
Stk. 3. Har fleiri ábyrgdast eftir avgerðini um dagbøtur, hefta tey ábyrgdarhavandi samhaldsfast fyri, at dagbøturnar verða rindaðar. Dagbøtur eru tvangsgrundarlag fyri útleggi. Landsstýrismaðurin kann fráfella dagbøtur.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um dagbøtur, herundir stødd á dagbótum, hvussu leingi tær kunnu renna, áseting av dagbótum og fráfall av tilkomnum dagbótum.
Tiltøk fyri rokning ábyrgdarhavarans
§ 23. Um so er, at ásetta freistin at útinna áleggingina eftir § 21 ikki er hildin, kann landsstýrismaðurin seta tiltøkini í verk.
Stk. 2. Hóast tað ikki er givin álegging eftir § 21, kann landsstýrismaðurin, um tað er neyðugt at seta tiltakið í verk beinanvegin, ella um tað eru aðrar serligar grundir, seta tiltøk í verk fyri at steðga ólógligum viðurskiftum.
Stk. 3. Krevjast kann, at útreiðslurnar til tiltøk eftir stk. 1 og 2 verða rindaðar av tí, sum ábyrgdina hevur. Eru fleiri, sum hava ábyrgdina, hefta tey samhaldsfast fyri útreiðslunum. Krøv um útreiðslur til íverksetan av tiltølkum eru tvingsilsgrundarlag fyri úttøku.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um tiltøk.
Kærur
§ 24. 5) Leggur landsstýrismaðurin heimildir sínar eftir lógini til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at avgerðir, tiknar av myndugleikanum, kunnu kærast til Føroya Kærustovn.
Kapittul VIII
Revsing
§ 25. 6) Tann, sum tilætlað ella av grovum ósketni, ger brot á ásetingar, settar í ella settar við heimild í lógini, kann revsast við bót ella fongsul í upp til 1 ár, um ikki harðari revsing kann áleggjast eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
Kapittil IX
Ígildiskoma
Ígildiskoma
§ 26. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis sum henda løgtingslóg fær gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008.
Tórshavn, 25. mai 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 180/2008
1) Broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 30. apríl 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Reglurnar um eigaramark í § 1, nr. 8 í hesi løgtingslóg verða nýttar til aliloyvir, sum eru fingin, eftir at løgtingslógin er komin í gildi. Stk. 3. Ásetingin í § 1, nr. 6, § 6 b, um forboð fyri aling á vøtnum og í byrgingum, kemur í gildi, tá hendan løgtingslóg er komin í gildi. Feløg, fevnd av ásetingini, fáa eina skiftistíð til 1. januar 2021.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 14. desember 2012, har §§ 2 og 3 eru soljóðandi: “§ 2 Stk. 1. Henda løgtinglógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 9. august 2012. Stk. 2. Eru viðurskiftini í alifelagi ella móðurfelagi tess hin 9. august 2012 ella seinni ikki í samsvari við § 7 a, stk. 1-4 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., kann alifelagið ikki ogna sær ella fáa tillutað aliloyvi. Stk. 3. Kapitalpartar í alifelagi ella móðurfelagi tess í Føroyum, sum eru fingnir til vega fyri 9. august 2012, verða taldir við í uppgerðini av, hvørt tey í § 7 a, stk. 4, nr. 4 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m. nevndu mørk eru rokkin. § 3 Leiðsluviðurskiftini hjá alifeløgum skulu vera í samsvari við § 7 a, stk. 4, nr. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m. í seinasta lagi 1. juni 2013.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 27 frá 11. mars 2022.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 14. mai 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 2 kemur tó í gildi 1. januar 2021.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021.