Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 24-06-2011
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2011 A - Hefti 25 A frá 24. juni 2011
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

20. juni 2011Nr. 90

Kunngerð um handfaring og burturbeining av burturkasti

Við heimild í § 7, stk. 1, § 10, § 14, stk. 3, § 35, stk. 1, § 37, stk. 1 og § 66, 1. reglubrot í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi, verður ásett:

Øki

§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri handfaring og burturbeining av burturkasti, sum verður heintað frá húsarhaldum, sjúkrahúsum, gistingarhúsum, virkjum, skúlum og barnagørðum o.l. og tá arbeiði verður gjørt fyri ein arbeiðsgevara.

Stk. 2. Kunngerðin umfatar ikki:

1)   burturkast av heilsuskaðiligum evni og tilfari o.l.,

2)   burturkasti annars í sambandi við bygging/umbygging, og

3)   burturkasti frá virkjum, heilsølum, handlum o.l.

Stk. 3. Stk. 2, nr. 1, 2 og 3 er tó ikki galdandi, um burturkastið verður heintað í posum ella ruskíløtum.

Skyldur hjá arbeiðsgevara, arbeiðsleiðara og arbeiðsfólki

§ 2. Arbeiðsgevari, sum setur arbeiðsfólk at heinta burturkast sambært § 1 skal síggja til, at arbeiðsfólkið er vart ímóti vanda fyri skaða á likam, ella skaðiligum árini á heilsuna.

§ 3. Arbeiðsgevarin skal kunna seg um viðurskiftini á teimum støðum, har heintan av burturkasti fer fram og skal skipa arbeiðið hareftir. Í tí sambandi skal tað vera møguligt hjá teimum, sum arbeiða við heintan av burturkasti, at fáa frálæru um arbeiðslig viðurskifti.

Stk. 2. Trygdarumboð skal luttaka í ráðlegging um skipan av arbeiðinum. Har eingin trygdarskipan er, skal arbeiðsfólkið sjálvt luttaka í ráðleggingini.

§ 4. Í tann mun tørvur er fyri tí, skal arbeiðsgevarin samskifta við kommunur og kommunalar felagsskapir um, hvussu arbeiðið skal skipast, m.a.:

1)   skipan ella broyting av flutningsvegi og ruskplássi,

2)   at støða ruskílat við ella á gongubreyt ella vegi og

3)   fyrireiking av arbeiðinum at handfara og burturbeina burturkast.

§ 5. Tann, sum arbeiðsgevarans vegna leiðir ella hevur eftirlit við arbeiðinum ella partar av hesum, skal síggja til, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar.

Stk. 2. Verður arbeiðsleiðarin sbr. stk. 1 varugur við brek ella manglar, sum kunnu hava við sær vanda fyri skaða á likam ella skaðiligt árin á heilsuna hjá arbeiðsfólki, skal hesin beinanvegin fremja neyðug tiltøk fyri at fyribyrgja hesum.

Stk. 3. Er arbeiðsleiðarin ikki førur fyri at seta tey í stk. 2 nevndu tiltøk í verk, skal hann beinanvegin siga arbeiðsgevaranum frá.

§ 6. Arbeiðsfólkið skal virka fyri, at ásetingarnar í hesi kunngerð um at fremja trygdina og heilsuna, virka sum ætlað.

Stk. 2. Arbeiðsfólkið skal ansa eftir, at amboð, reiðskapur, tól og útgerð v.m. eru í lagi.

Stk. 3. Eru brek ella manglar við tí í stk. 2 nevnda, sum kann hava við sær vanda fyri skaða á likam ella skaðiligum árini á heilsuna hjá arbeiðsfólki, sum hesi ikki sjálv eru før fyri at bøta um, skulu tey beinanvegin boða trygdarumboði, arbeiðsleiðara ella arbeiðsgevara frá.

Fyriskipan av arbeiðinum

§ 7. Kommunur og kommunalir felagsskapir sum, hava ábyrgd av at heinta burturkast, gera av, hvat tilfar og hvørji amboð verða nýtt í sambandi við heintanina av burturkasti, somuleiðis hvat burturkast verður heintað, sbr. tó § 1, stk. 2 og hvussu burturkastið verður skilt v.m.

§ 8. Í sambandi við bygging av sethúsum, virkjum og vinnubygningum, skúlum, barnagørðum o.l. skal arbeiðsgevarin ráðgeva arbeiðsfólki um heintan og burturbeining av burturkasti, sum er umfatað av § 1 soleiðis, at burturkastið kann heintast og burturbeinast uttan vanda fyri skaða á likam ella skaðiligum árini á heilsuna hjá arbeiðsfólkinum.

Útinnan av arbeiðinum

§ 9. Tá vekt og skap av ruskílati ella posum gera tað neyðugt, ella tá meira enn ein posi ella eitt ruskílat verður flutt samstundis, skal hjálpiamboð nýtast, fyri at verja arbeiðsfólkið móti vanda fyri skaða á likam ella skaðiligum árini á heilsuna.

Stk. 2. Sama er galdandi, tá slag av ruski og fráleiki millum ruskílat og innsavningarbilin, gera nýtslu av hjálpiamboði neyðugt.

Stk. 3. Um viðurskifti nevnd í stk. 1 og 2 eru háttað soleiðis, at tað ikki er møguligt at nýta hjálpiamboð, so kann ruskílat ella posi bert lyftast, dragast ella berast, um tað kann gerast uttan vanda fyri skaða á likam ella skaðiligum árini á heilsuna hjá arbeiðsfólki sbr. §§ 13 og 14.

Stk. 4. Vandin fyri skaða á likam ella skaðiligum árini á heilsuna skal metast út frá teimum viðurskiftum, ið hava avgerandi týdning og skulu hesi viðurskifti takast við í ráðlegging og fyrireiking, tá arbeiðsháttur verður valdur.

Stk. 5. Viðurskifti, sum eru nevnd í stk. 1, 2 og 4 eru m.a.:

1)   ruskílat harundir posi,

2)   vekt og slag av ruski,

3)   at støða og innrætta ruskílat,

4)   fluttningsvegurin,

5)   hjálpiamboð og

6)   vandastøður.

Stk. 6. Tá hjálpiamboð verða nýtt, skal tryggjast, at persónur, sum brúkar egna orku til at trýsta, hála ella lyfta, kann gera tað uttan vanda fyri skaða á likam ella skaðiligum árini á heilsuna. Í tí sambandi skal verða sæð til, hvussu fluttningsvegurin er háttaður, vektina av ruski, sum flutt verður og slag av hjálpiamboði, sum verður nýtt.

Stk. 7. Hjálpiamboð, íløt og innsavningarbilurin eiga at hóska saman í sambandi við heintingarskipanina.

§ 10. Tá hjálpiamboð verða nýtt í sambandi við arbeiði, skal hetta altíð verða gjørt í eini góðari arbeiðsstøðu og skal títtleikin av tílíkum arbeiði yvir ein dag vera hóskiligt.

Stk. 2. Hjálpiamboð skulu veljast út við atliti til, hvat ílat skal flytast, hvussu ílatið verður flutt og innsavningarbilin, sum verður nýttur.

§ 11. Tilfar, sum verður brúkt í sambandi við heintan av burturkasti, haruppií posar, skal ikki hava eginleikar, sum kunnu skaða húðina o.l.

Stk. 2. Arbeiðsfólk má ikki koma í samband við tilfar ella posar, sum kann skaða ella hava skaðiligt árin á húðina. 

Stk. 3. Er vandi fyri skaða á likam ella skaðiligum árini á heilsuna av at koma í samband við burturkast, t.d. tá talan er um at bera posar, skal arbeiðsfólkið brúka serlig arbeiðsklæðir, harundir serligar vestar og persónliga verndarútgerð, sum t.d. handskar, verndarfótbúna o.l.

Ruskílat og hvussu tað er støðað

§ 12. Posi ella ruskílat skal standa á sløttum og verða støðað soleiðis, at ruskílatið ella posin kunnu takast og flytast uttan trupulleikar, somuleiðis at tað skal ikki vera neyðugt at bukka ella toyggja seg, fyri at koma til og frá staðnum.

Flutningur av ruskílati ella posa og val av hjálpiamboðum

§ 13. Viðurskifti nevnd í § 9 og onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á flutningin av ruskílati ella posa og val av hjálpiamboðum, eru grundarlag fyri metingini av, hvussu arbeiðið skal skipast fyri at tryggja, at arbeiðið at savna inn rusk kann gerast á fult tryggan hátt.

§ 14. Vektin á ruskposum verður býtt upp soleiðis:

1)   Bólkur A: Miðalvektin fyri ein posa, máld yvir ein dag, má ikki fara upp um 14 kg. Fyri einstakan posa má vektin ikki fara upp um 20 kg. Samanlagt fyri ein dag skal eitt arbeiðsfólk ikki lyfta og bera meira enn 3 tons.

2)   Bólkur B: Miðalvektin fyri ein posa, máld yvir ein dag, má ikki fara upp um 9 kg. Fyri einstakan posa má vektin ikki fara upp um 20 kg. Samanlagt fyri ein dag skal eitt arbeiðsfólk ikki lyfta og bera meira enn 5 tons.

Stk. 2. Fráleikin millum innsavningarbil og har posin er støðaður, skal vera hóskandi í mun til vektina á tí einstaka posanum, sum verður lyftur ella borin.

Stk. 3. Fyri posarnar nevndar í stk. 1 er galdandi, at teir ikki eru skræddir.

Flutningsøkið

§ 15. Flutningsøkið og onnur viðurskifti viðvíkjandi ruskílati,  posa og innsavningarbili skulu vera soleiðis háttað, at flutningur av ruskílati ella posa kann fara fram uttan vanda fyri skaða á likam ella skaðiligum árini á heilsuna hjá arbeiðsfólkinum.

Stk. 2. Fyri at verja arbeiðsfólkið móti tí í stk. 1 nevnda vanda á flutningsøkinum er galdandi, at:

1)   økið skal vera slætt við føstum undirlagi og ikki hált,

2)   hurðar, portur o.l. á girðingum til ruskstað skulu kunna standa opin og hava slíka hædd og breidd, at flutningur kann fara fram uttan ampa,

3)   stoyttrin o.l. skulu hava fastar skrákílar o.l., so flutningur við t.d. sekkjavogni er møguligur,

4)   økið skal vera ljóst (min. 20 lux) og ruddað, harundir ruddað fyri kava, og avísað.

Stk. 3. Eisini er galdandi, at:

1)   burturkast ikki má koyrast leyst í ruskposa, men vera innballað ella verða koyrt í ein plastposa (beriposa) e.l. Burturkast at nýta til reinføri skal altíð vera í afturlatnum plastposa, áðrenn tað verður koyrt í ruskposan,

2)   ruskposin má ikki vera ovfyltur og er posin at rokna sum fyltur, tá 20 cm eru eftir upp til  posakantin.

Serlig viðurskifti

§ 16. Um so er, at burturkastið ikki kann heintast orsakað av, at ásetingarnar í § 15 ikki eru uppfyltar, kann burturkastið bert heintast av arbeiðsfólkinum, um tað er sett so nær vegnum, sum til ber og hetta ikki hevur við sær vanda fyri skaða á likam ella skaðiligum árini á heilsuna.

§ 17. Eru tekniskar orsøkir, ella eru serlig húsaviðirskifti, t.d. friðaðir bygningar, bygningar í fleiri hæddum e.l. sum gera tað ómøguligt, at ásetingarnar í § 15 kunnu fylgjast, skal arbeiðseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í samráð við Arbeiðsumhvørvisráðið gera leiðreglur um loysnir, sum kunnu brúkast í staðin.

Vælferðarfyriskipanir

§ 18. Arbeiðsgevarin skal síggja til, at arbeiðsfólkið hevur atgongd til:

1)   baðirúm við møguleika til at fara í brúsu,

2)   vesi,

3)   hóskandi stað,  har til ber at fáa sær at eta,

4)   smárúm til vanlig klæði og persónligar ognarlutir og annað smárúm til arbeiðsklæði og

5)   rúm at turka klæði, um tey verða vát.

§ 19. Fyri ásetingarnar í § 18, nr. 1-5 er galdandi sum niðanfyri tilskilað:

1)   Hentleikarnir skulu vera á hóskandi innsavningarstaði við atliti til, hvar arbeiðið verður gjørt og skulu hentleikarnir vera lætt atkomuligir.

2)   Hentleikarnir skulu vera settir upp í hóskandi eind ella eindum og støðað á tryggan hátt. Turrvesi skulu vera líka rein sum vesi við vatnskoli. Um hjólskúrur ella tílík eind verður sett til meira enn 4 persónar at nýta, skulu vesi sambindast við búrennnu, har hetta er møguligt.

3)   Er savningarstaðið í fyritøkuni hjá arbeiðsgevaranum, skulu hentleikarnir lúka krøvini um vælferðarfyriskipanir á føstum arbeiðsplássum. Er talan um flytandi innsavningarstað og hjólskúrar verða nýttir, skulu hentleikarnir lúka krøvini, sum eru ásett í § 18 og § 19, stk. 1, nr. 1 og 2, um slíkar.

Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1, nr. 1, 2 og 3 kunnu eisini setast saman so sum er best hóskandi, sbr. tó § 20.

Stk. 3. Arbeiðsfólkið skal kunna vaska sær í heitum vatni. Eisini skal arbeiðsfólkið  kunna vaska sær við egnaðum reinsievni sum sóttreinsar evni, ið kann hava dálkingar ella smittuvanda við sær.

§ 20. Um ikki ber til at brúka hentleikar, nevndir í § 19 orsakað av arbeiðsumstøðunum, skal arbeiðsgevarin tryggja sær, at arbeiðsfólkið hevur atgongd til teir í § 18 nevndu hentleikar á annan eins líka tryggan hátt.

Kærur

§ 21. Avgerðir, tiknar av arbeiðseftirlitinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnukærunevndina innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.

Revsing

§ 22. Um ikki hægri revsing er heimilað sambært aðrari lóggávu, verður við bót hann revsaður,

1)   sum fremur brot á § 2, § 3, stk. 1, § 5, stk. 1, 2 og 3, § 6, stk. 1 og § 8,

2)   ikki ger eftir boðum, givin eftir hesi kunngerð, ella

3)   setir til viks treytir fyri frávik eftir hesi kunngerð.

Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelagi ella lutafelagi, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.

Stk. 3. Er brotið framt av landinum, einari kommunu ella kommunalum felagsskapi, kann landið, kommunan ella kommunali felagsskapurin verða sektað.

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 23. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2011.

Stk. 2. Ásetingarnar í § 18 koma tó í gildi 1. desember 2011.

 

 

Vinnumálaráðið, 20. juni 2011

 

Johan Dahl (sign.)

landsstýrismaður

/ Arne Poulsen (sign.)