Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. januar 2022Nr. 7
Kunngerð um ígildissetan av ávísum ásetingum um eigaraskrá í vinnufelagalóggávuni og løgtingslóg um tryggingarvirksemi
Við heimild í § 323, stk. 1 í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), § 2, stk. 2 í løgtingslóg nr. 56 frá 6. mai 2016 um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 44 frá 26 apríl 2019 um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin) og § 5, stk. 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019 um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi verður ásett:
§ 1. Fylgjandi ásetingar verða settar í gildi:
1) § 49, stk. 3 í § 1, nr. 2 í løgtingslóg nr. 44 frá 26. apríl 2019 um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin).
2) § 57 a og yvirskriftin yvir § 57 a í § 1, nr. 34 í løgtingslóg nr. 56 frá 6. mai 2016 um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 26. apríl 2019.
3) § 58 í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin).
4) § 58 a, stk. 2, 1. pkt. í § 1, nr. 4 í løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019 um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
5) § 15 g, stk. 2, 1. pkt. í § 2, nr. 3 í løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019 um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
6) § 56 b, stk. 2, 1. pkt. í § 3, nr. 3 í løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019 um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
7) § 17, stk. 4, 1. pkt. í § 4, nr. 2, løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019 um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 24. januar 2022
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)