Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mars 2001Nr. 38
Kunngerð um aftursøkking av tilfari, sum er tikið upp av havbotninum, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007
Við heimild í § 28, stk. 3, og § 51 í kgl. fyriskipan nr. 646 frá 12. august 1999 “om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet”, verður ásett:
Kapittul 1
Allýsingar
§ 1. Í hesi kunngerð skilst við:
1) Aftursøkking: at søkkja tilfar, sum er tikið upp av havbotninum í sambandi við t.d. dýping, reinsan og havnabygging og í sambandi við kaðal- og rørleiðingsarbeiði.
2) At dýpa: at økja um eitt almannakunngjørt dýpi.
3) Reinsan: røkt av almannakunngjørdum dýpi.
4) Arbeiðsøki: øki, har tilfarið av havbotninum verður tikið upp.
5) Havbotnurin verður avmarkaður í mun til miðalvatnstøðulinjuna.
Kapittul 2
Umsókn
§ 2. Loyvi krevst til aftursøkking.
Stk. 2. 1) Umsókn um loyvi til aftursøkking verður send Umhvørvisstovuni.
§ 3. 1) Í umsóknini skulu vera upplýsingar um:
1) Slag av tilfari, ið skal aftursøkkjast: leir, runa, sandur v.m., umframt upplýsingar um, hvørt tilfarið kemur frá reinsan ella dýping,
2) Nøgd mátað í m3 og tonsum, býtt sundur á einstøku uppgávurnar,
3) Arbeiðsøkið teknað á sjókort ella líknandi, við tilskilan av knattstøðu,
4) Uppskot um, hvar tilfarið eigur at verða aftursøkt, teknað á sjókort ella líknandi við tilskilan av knattstøðu,
5) Tjúkd á botnfalli, sum skal takast upp, umframt dýpið áðrenn og aftaná, at arbeiðið er gjørt og
6) Tíðarætlan fyri, nær arbeiðið verður gjørt.
Umhvørvisstovan kann krevja peilingar sum prógv fyri upplýsingum sambært nr. 5.
Stk. 2. 1) Umhvørvisstovan kann krevja, at umsøkjarar á góðkendari starvsstovu kanna, um dálkandi evni v.m. eru í tilfarinum, ið skal aftursøkkjast. Umhvørvisstovan kann tilskila ávísar hættir at nýta í sambandi við royndir og kanningar. Knattstøður, har royndir eru gjørdar, skulu vísast á sjókorti ella líknandi.
Stk. 3. Kanningar skulu gerast, um umsóknin fevnir um meira enn 10.000 tons av tilfari, uttan so, at tað er eyðsæð, at tilfarið ikki er dálkað.
§ 4. 1) Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at evni, sum eru nevnd í fylgiskjali 1, bara finnast í smáum nøgdum og styrkjum í aftursøkkingartilfarinum.
Kapittul 3
Hoyring
§ 5. Áðrenn avgerð um loyvi til aftursøkking verður tikin, skal umsóknin leggjast fyri Fiskimálastýrið, Landsverkfrøðingin og viðkomandi kommunu til ummælis.
Stk. 2. 1) Umhvørvisstovan kann avtala við myndugleikarnar, sum eru nevndir í stk. 1, at ummæli fyri nærri tilskilaðar nøgdir og knattstøður ikki skulu útvegast í hvørjum einstøkum føri.
Kapittul 4
Avgerðin
§ 6. Loyvi til aftursøkking kann gevast í upp til fimm ár.
Stk. 2. Í loyvum skulu ásetast treytir fyri nýtslu av aftursøkkingarstaðnum, staðsetan av aftursøkkingarstaðnum teknað á sjókort ella líknandi við upplýsingum um knattstøðu, nøgd av tilfari, ið skal aftursøkkjast í m3 og tonsum umframt longd á loyviskeiðinum. Er loyviskeiðið longri enn 12 mánaðir, skulu regluligar royndir takast av botnfallinum.
Stk. 3. 1) Í loyvi skulu ásetast treytir um fráboðan til Umhvørvisstovuna um nær byrjað og endað verður og um nøgd í m3 og tonsum av aftursøktum tilfari.
Stk. 4. Í loyvi kann ásetast, at aftursøkkingarstaðið ikki má nýtast í ávísum tíðarskeiðum av loyviskeiðnum.
Stk. 5. 1) Umhvørvisstovan kann áseta treytir um eftirlit og trygdarkrøv og treytir um seinni kanningar av aftursøkkingarstaðnum umframt aðrar treytir, sum tørvur er á.
§ 7. Eitt loyvi kann til hvørja tíð broytast ella takast aftur, um ampi stendst av aftursøkkingini, herundir ampi fyri havumhvørvið, siglingartrygd ella fyri triðja part.
§ 8. Avgerðir sambært hesi kunngerð skulu fráboðast umsøkjaranum skrivliga.
Stk. 2. Í avgerðini skulu vera upplýsingar um, hvønn myndugleika avgerðin kann kærast til og kærufreist.
Stk. 3. Tá umsøkjarin fær boð um avgerðina, skal skrivlig fráboðan latast teimum myndugleikum, sum hava verið við í avgerðini, umframt kommununi og Landslæknanum.
Kapittul 5
Eftirlit
§ 9. 1) Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at treytir verða hildnar og at aftursøkkingin annars verður framd á hóskandi hátt. Eftirlit skal eisini havast við umstøðunum á aftursøkkingarstaðnum undan og eftir aftursøkkingina.
Kapittul 6
Kæra
§ 10. Avgerðir tiknar eftir hesi kunngerð kunnu kærast til landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, umsøkjarin fekk fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. Eitt loyvi fær ikki gildi fyrr enn kærufreistin er úti. Er avgerðin kærd, fær loyvið ikki gildi fyrr enn landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð í málinum, uttan so at landstýrismaðurin tekur aðra avgerð.
Kapittul 7
Frágreiðing
§ 11. 1) Er annað ikki avtalað, skal fráboðan um nær aftursøkkingin byrjar, vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi átta dagar, áðrenn ætlanin er at byrja. Fráboðan um nær aftursøkkingin er liðug, skal saman við frágreiðing um nøgd í m3 og tonsum av aftursøktum tilfari, vera Umhvørvisstovuni í hendi beint eftir, at aftursøkkingin er liðug.
Stk. 2. Kemur íhald í aftursøkkingina í meira enn 3 mánaðir, skal nýggj fráboðan latast eftir stk. 1, 1. punkt. Fráboðan um nøgd av aftursøktum tilfari í m3 og tonsum skal latast í minsta lagi eina ferð um árið, í seinasta lagi 1. februar. Fráboðanin skal fevna um undanfarna álmanakkaár. Fráboðanin eftir 2. og 3. punkti verður givin, hóast loyvið ikki hevur verið nýtt í undanfarna álmanakkaári.
Kapittul 8
Revsing
§ 13. Um harðari revsing ikki er ásett eftir lóggávuni annars, verður við sekt, hefti ella fongsul, revsaður tann, sum
1) aftursøkkir ella letur aftursøkkja uttan loyvi sambært § 2,
2) brýtur treytir ásettar í einum loyvi, ella
3) brýtur § 11 í hesi kunngerð.
Kapittul 9
Gildiskoma
§ 14. Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Oljumálastýrið, 8. mars 2001
Eyðun Elttør (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
Fylgiskjal 1
Evni og tilfar, sum bara finnast í smáum nøgdum og styrkum í aftursøkkingartilfarinum:
1) Lívrunnin halogensambond og evni, ið kunnu skapa slík sambond í havumhvørvinum, tó undantikin evni, ið ikki eru eitrandi ella skjótt verða skapað um til evni, ið eru lívfrøðiliga óskaðilig.
2) Lívrunnin silikonsambond og evni, ið kunnu skapa slík sambond í havumhvørvinum, undantikin evni, ið ikki eru eitrandi ella skjótt verða skapað um til evni, ið eru lívfrøðiliga óskaðilig.
3) Evni, ið eru undir illgruna fyri at elva til krabbamein eftir, at tey eru søkt. Landsstýrismaðurin ásetir, hvørji evni eru fevnd av hesi reglu.
4) Kyksilvur og kyksilvursambond.
5) Kadmium og kadmiumsambond.
6) Plasttilfar og onnur gjørd evni, ið ikki verða niðurbrotin og sum kunnu flóta í sjónum, og vera til álvarsligan ampa fyri fiskiskap, havumhvørvi, sigling ella annað lógligt virksemi á sjónum.
7) Geislavirkið burturkast ella onnur geislavirkin evni.
8) Evni í einum og hvørjum skapi (føstum, flótandi, gass- ella livandi skapi), framleidd til lívfrøðiliga ella evnafrøðiliga krígsførslu.
9) Ráolja og ráoljuburturkast, reinsaðir oljuúrdráttir, leivdir, ið koma fram undir reinsing av olju, og ein og hvør blanding, ið inniheldur nøkur av hesum evnum.
10) Arsen, blýggj, kopar, sink og teirra sambond, cyanid, og fluorid og oyðingarevni og teirra hjáframleiðslur, ið ikki eru umfatað av punkt 1-9.
11) Stórar nøgdir av sýru og lúti, har evni, nevnd í punkt 10, eru í, og beryllium, krom, nikkul, vanadium og teirra sambond.
12) Evni, ið hava við sær atsmakk í so stóran mun, at tað ávirkar søluvirðið á fiski, skeljadjórum og lindjórum.
13) Íløt, metalburturkast, tjørulíknandi evni, ið søkka til botns, og annað rúgvismikið burturkast, ið kann vera til stóran ampa fyri fiskiskap ella skipaferðslu.
14) Evni, sum, hóast tey ikki eru av eitrandi slag, kunnu elva til skaða orsakað av nøgdini, ið verður søkt ella sum av álvara kunnu minka um rekreativ virði.
1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007.”