Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. januar 2012Nr. 8
Kunngerð um Felagsskrá
Við heimild í § 1 í Lov nr. 100 frá 31. mars 1926 om Foreningsregisteret verður ásett:
§ 1. Í Felagsskránni kunnu verða skrásett ikki vinnulig feløg, felagsskapir og samtøk við lógligum endamáli, sum eru heimahoyrandi í Føroyum, og sum ikki kunnu verða skrásett í øðrum almennum skráum í Føroyum.
Stk. 2. Við skráseting fæst einkarættur at brúka navnið hjá felagnum, felagsskapinum ella samtakinum og at brúka serstøk eyðkenni, sum eru við í skrásetingini. Eisini fæst einkarættur til onnur skrásett heiti, sum felag, felagsskapur ella samtak verða rikin undir, ella heiti, sum deildir teirra eru kend undir.
§ 2. Í Felagsskránni kunnu skrásetast upplýsingar um nevnd, stjórn og álitisfulltrúar hjá felagnum, felagsskapinum ella samtakinum, eins og upplýsing um, hvussu felagið, felagsskapurin ella samtakið sambært viðtøkunum verða bundin við undirskrift, herundir serstakliga viðvíkjandi at avhenda ogn og veðseta fasta ogn.
§ 3. Felagsskráin verður umsitin av Innlendismálaráðnum.
§ 4. Í Felagsskránni fær hvørt felag, felagsskapur ella samtak sítt raðnummar, umframt at navn og heimstaður skal vera upplýst.
Stk. 2. Um eitt felag, felagsskapur ella samtak boðar frá fleiri heitum ella deildum við serstøkum heitum, verður hvørt av hesum heitum ella deildum skrásett undir einum sjálvstøðugum raðnummari.
Stk. 3. Tá eitt felag, felagsskapur ella samtak verður strikað úr Felagsskránni, verður raðnummarið tikið úr skránni, men skal framhaldandi verða goymt í skjalasavninum sum strikað.
Stk. 4. Boðar felag, felagsskapur ella samtak frá, at tað hevur fingið nýtt navn, verður tann fyrra skrásetingin strikað, og fullfíggjað nýggj skráseting gjørd undir sama raðnummari.
§ 5. Til Felagsskránna verður gjørt eitt yvirlit í bókstavarøð, har navn og raðnummar hjá felagi, felagskapi ella samtaki sæst. Yvirlitið skal verða alment atkomuligt á heimasíðuni www.felagsskrain.fo ella á øðrum elektróniskum miðli. Upplýsingar sambært § 2 kunnu eisini almannakunngerast á heimasíðuni.
Umsókn
§ 6. Fráboðan um skráseting í Felagsskránni skal verða latin Innlendismálaráðnum á serligum umsóknarblaði, sum Innlendismálaráðið letur gera. Fráboðanin skal verða undirskrivað av øllum nevndarlimunum í stjórn felagsins.
Stk. 2. Fráboðan sbrt. stk. 1 kann latast Innlendismálaráðnum bæði í pappírsformi og elektróniskum formi. Har tað eftir hesi kunngerð er treytað, at eitt skjal skal vera undirskrivað, kann henda treytin verða lokin við persónligari undirskrift, við maskinendurgivnari undirskrift ella við líknandi talgildari undirskrift.
Stk. 3. Í fráboðanini skal verða upplýst:
1) Navn ella heiti á felagi og møguligar deildir, heimstaður og postbústaður.
2) Stovningarár og dagfesting av viðtøkum.
3) Endamál felagsins.
4) Hesi skjøl skulu verða hjáløgd fráboðanini:
a) Viðtøkur felagsins.
b) Útskrift úr gerðabók felagsins sum vísir val av nevnd felagsins.
c) Um so er, at nevnd, stjórn og álitisfulltrúar hjá felagnum verða skrásett, skal saman við fráboðanini verða upplýst:
I. Fult navn, starv, bústaður og undirskrift hjá hesum persónum.
II. Upplýsing um, hvussu felagið sambært viðtøkunum verður bundið við undirskrift, herundir serstakliga viðvíkjandi avhendan og veðseting av fastari ogn, um felagið eigur slíka.
d) Um serstakt eyðkenni fyri felagið verður fráboðað, skal fráboðanin eisini innihalda eina týðiliga lýsing av eyðkenninum, saman við eini mynd, sum í mesta lagi er 10 cm. høg og 15 cm. breið.
e) Kvittan fyri gjald fyri skráseting og kunngering sambært § 12.
Stk. 4. Tá fráboðan verður móttikin í Innlendismálaráðnum, skulu dagfesting og klokkutími fyri móttøkuna verða áteknað fráboðanina.
Skráseting og endurnýggjan av skráseting
§ 7. Tá skrásetingin er gjørd, skal skrásetingin skjótast til ber kunngerðast alment, og ein fráboðan um skrásetingina sendast felagnum við kunning um raðnummar og dagfestingina fyri skrásetingini.
Stk. 2. Skrásetingin verður kunngjørd á heimasíðuni www.felagsskrain.fo.
§ 8. Um fráboðanin ikki lýkur treytirnar í hesi kunngerð, ella um hon ikki er sambærilig við rættin hjá øðrum, herundur eisini vunnin rættindi sambært rættargyldari skráseting av vørumerki ella felagsmerki, ella um fráboðanin ikki er sambærilig við viðtøkur felagsins, ella um avgerðin at fráboða felagið til skráseting, ikki er tikin sambært reglunum í viðtøkunum, skal skráseting verða noktað.
Stk. 2. Avgerð um at nokta skráseting skal við grundgeving fráboðast tí, sum stendur sum avsendari av fráboðanini, og til tann bústaðin, sum felagið stendur at hava. Avgerðin er endalig innan fyrisitingina og kann ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.
§ 9. Øll skrásett nøvn, heiti og eyðkenni í Felagsskránni skulu skilliga vera ólík hvørjum øðrum. Um so er, at fleiri feløg lógliga hava sama ella í stóran mun sama navn, heiti ella eyðkenni, kunnu tey øll varðveita navnið, heitið ella eyðkennið, men við einum ískoyti um staðar-, slag- ella tíðartilskilan, soleiðis at tey týðiliga skilja seg frá hvørjum øðrum. Eftir áheitan kann slíkt ískoytið eisini verða gjørt aftaná, at skráseting er framd.
§ 10. Er broyting í teimum viðurskiftum, sum eru skrásett, skal fráboðan um hetta í seinasta lagi ein mánaða aftaná broytingina fráboðast Felagsskránni við atliti at reglunum í § 6, og hjálagt neyðugar upplýsingar um, at broytingin er lóglig sambært viðtøkunum. Um umsitarin av Felagsskránni hevur varhugan av, at slík fráboðan ikki er gjørd, kann umsitarin heita á felagið um innan eina ásetta freist at senda inn eina rættandi fráboðan. Ger felagið ikki hetta, kann felagið verða strikað úr Felagsskránni.
§ 11. Tann við skráseting vunnað verndin heldur uppat, tá fráboðan um endurnýggjan, sbrt. § 12, ikki er gjørd innan 10 ár frá upprunaliga skrásetingardegnum og síðani innan 10 ár frá seinastu endurnýggjanini. Um so er, at felagið hevur boðað frá broyting til ta upprunaligu ella til eina seinni fráboðan, verður 10 ára freistin roknað frá skrásetingini av seinastu fráboðanini.
Stk. 2. Í seinasta lagi 3 mánaðar áðrenn tíðarfreistirnar í stk. 1 renna út, skal umsitarin av Felagsskránni boða felagnum frá, at skrásetingin fer at verða strikað, um ikki rættstundis endurnýggjan er gjørd. Fráboðanin til felagið verður send við innskrivaðum brævi til tann bústað, sum felagið er skrásett at hava.
Gjald
§ 12. Fyri at skráseta eitt felag, felagsskap ella samtak í Felagsskránni verður goldið eitt gjald á kr. 1.000. Fyri skráseting av serligum eyðkenni verður goldið kr. 1.000. Hevur eitt felag, felagsskapur ella samtak fleiri heiti ella deildir, sum ynskjast skrásett, verður goldið kr. 350 fyri hvørt heiti ella deild. Fyri skráseting av fráboðan um broyting ella endurnýggjan verður goldið kr. 350.
Stk. 2. Verður skráseting av fráboðan noktað, verður inngoldið gjald afturrindað.
Stk. 3. Fyri innlit og gjald fyri skrásettar upplýsingar um eitt felag í Felagsskránni eru reglurnar í løgtingslóg um alment innlit galdandi.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi 1. februar 2012. Samstundis fer bekendtgørelse nr. 115 frá 14. apríl 1926 angående Foreningsregisteret úr gildi.
Stk. 2. Feløg, sum 1. februar 2012 hava verið skrásett í Felagsskránni í meira enn 10 ár uttan endurnýggjan, skulu innan 1. februar 2013 hava endurnýggjað teirra skráseting, ella verður felagið strikað úr Felagsskránni 1. februar 2013.
Innlendismálaráðið, 31. januar 2012
Kári P. Højgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)