Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mai 2005Nr. 59
Løgtingslóg um verju av havumhvørvinum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020
Kapittul 1
Endamál, aðalreglur og allýsingar
§ 1. Endamál lógarinnar er at verja náttúru og umhvørvi, at varðveita livikor menniskjanna, vistskipanir og djóra- og plantulív, so at samfelagið kann verða ment á einum burðardyggum grundarlagi.
Stk. 2. Við hesi lóg er málið at varðveita eitt reint og ríkt hav og at fyribyrgja og avmarka dálking av havi, strond og luft og aðra ávirkan á náttúru og umhvørvi frá virksemi, ið kann
1) seta heilsu menniskjanna í vanda,
2) hótta vistskipanir og livandi tilfeingi í havinum,
3) vera til bága fyri lógliga gagnnýtslu av havinum og tilfeingi tess,
4) skaða náttúru- og mentanarvirði á og í havinum, fram við strendurnar og á havbotninum ella
5) skerja rekreativ virði.
Stk. 3. Lógin skal harumframt tryggja eina tilbúgving ímóti dálking á havinum, við strendurnar og í havnum.
§ 2. Hesi skip, flogfør og havstøðir eru fevnd av lógini:
1) føroysk skip, flogfør og havstøðir,
2) útlendsk skip á og útlendsk flogfør yvir føroyskum sjóumveldi,
3) útlendskar havstøðir á føroyskum sjóumveldi og landgrunni og
4) útlendsk skip uttan fyri føroyskt sjóumveldi í tann mun, hetta er í samsvari við altjóða rætt.
Stk. 2. Lógin fevnir ikki um herskip og onnur skip, meðan skipið er í ikki-vinnuligari tænastu hjá einum landi.
§ 3. Í fyrisiting av lógini og tá ið heimildirnar í lógini verða nýttar, skal dentur m.a. leggjast á eina vistskipanarliga tilgongd, varsemi mótvegis náttúru og umhvørvi og nýtslu av bestu tøku tøknini.
§ 4. Við burturbeining skilst eitt og hvørt útlát, frárensl, útblaking ella onnur burturbeining í havið av evnum og tilfari, ið stava frá rakstri av skipum, havstøðum og flogførum.
Stk. 2. Við søkking skilst burturbeining í havið frá skipum, flogførum ella havstøðum og øllum tí, sum er umborð, ella burturbeining av evnum ella tilfari, sum er tikið umborð ella verður flutt við burturbeining í hyggju.
Stk. 3. Við burturbeining ella søkking skilst ikki:
1) útseting í havið av evnum ella tilfari við øðrum endamáli enn burturbeining,
2) at gingið verður frá havstøðum og øðrum útbúnaði á ella í havbotninum, sum eru nýtt til leiting eftir og framleiðslu av ráevnum í undirgrundini, og útbúnaði til flutning av tílíkum ráevnum ella
3) at gingið verður frá vindorkuútbúnaði og undirstøði undir hesum við tilhoyrandi leiðingarútbúnaði.
Stk. 4. Við brenning skilst ein og hvør termisk fyribeining.
§ 5. Við olju skilst øll sløg av jarðolju og jarðoljublandingum, so sum ráolja, dropagass, oljuevja og oljuburturkast, eins og brenniolja og allar aðrar viðgjørdar framleiðslur. Undantikin eru petrokemikaliu, sum eru flokkað sambært § 8, stk. 2.
Stk. 2. Við flótandi evni skilst evni, hvørs damptrýst ikki fer upp um 2,8 kp/cm2, tá ið hitin er 37,8 stig celsius.
Stk. 3. Við burturkast skilst eitt og hvørt slag av rakstrar-, matvøru- og húsarhaldsburturkasti, sum stavar frá virksemi umborð á skipum, bátum og havstøðum. Undantikin eru fiskur og slógv, sum stava frá viðgerð umborð á fiskiskipum.
§ 6. Við serligt havøki skilst havøki, har tað, vegna havfrøðilig og vistfrøðilig viðurskifti og ferðsluna á økinum av viðurkendum tøkniligum orsøkum verða ásett herd krøv til at fyribyrgja dálking.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann fyri at fremja altjóða sáttmálar gera av, at eitt havøki er eitt serligt havøki.
Kapittul 2
Olja
§ 7. Á føroyskum sjóumveldi er burturbeining av olju og oljudálkaðum vatni bannað.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann fyri at fremja altjóða sáttmálar áseta reglur um burturbeining av olju og oljudálkaðum vatni uttan fyri føroyskt sjóumveldi. Landsstýrismaðurin kann í reglunum m.a. áseta, hvar burturbeining kann fara fram, hvussu hetta skal verða gjørt, at nýtast skulu góðkendar skipanir, nøgdina, ið kann burturbeinast, og hvussu skjótt burturbeiningin kann fara fram.
Kapittul 3
Flótandi evni, ið verða flutt sum leysafarmur
§ 8. 1) Á føroyskum sjóumveldi er burturbeining av flótandi evnum, ið verða flutt sum leysafarmur, bannað.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann fyri at fremja altjóða sáttmálar flokka ella áseta reglur um flokking av flótandi evnum, ið verða flutt sum leysafarmur, og reglur um, at evni, ið eru flokkað sum skaðilig, ikki kunnu burturbeinast, ella at tílík evni bert kunnu burturbeinast undir ávísum treytum.
§ 9. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um uppskipan og burturbeining av tangaskolivatni og reglur um eftirlit við, at ásetingarnar verða hildnar, eitt nú um útnevning av persónum, ið skulu fremja eftirlitið og heimildir teirra.
Kapittul 4
Evni og tilfar, ið eru innpakkað, bingjur o.a.
§ 10. Landsstýrismaðurin kann fyri at fremja altjóða sáttmálar áseta reglur ella taka avgerð um flutning av evnum og tilfari, ið eru innpakkað, bingjur o.a., eitt nú reglur um fráboðan og skyldu at lata upplýsingar um farmin.
Kapittul 5
Føst evni, ið verða flutt sum leysafarmur
§ 11. Landsstýrismaðurin kann fyri at fremja altjóða sáttmálar flokka ella áseta reglur um flokking av føstum evnum, ið verða flutt sum leysafarmur, og reglur um, at evni, ið eru flokkað sum skaðilig, ikki kunnu burturbeinast, ella bert kunnu burturbeinast undir ávísum treytum.
Kapittul 5 a 1)
Barlastarvatn og botnfall
§ 11 a. Við barlastarvatn skilst vatn, sum verður tikið umborð úr sjónum og brúkt til at rætta upp skip í mun til kjalarhall, slagsíðu, djúpgang, stabilitet ella spenningar í skrokkinum.
Stk. 2. Við sediment skilst botnfall, sum stavar frá barlastarvatni.
Stk. 3. Við góðkenda skipan skilst í hesum kapitli ein og hvør skipan til viðgerð av barlastarvatni, sum er góðkend sambært § 11 c.
Stk. 4. Skipanir, sum eru góðkendar av einum tilnevndum myndugleika ella fyritøku í einum landi, sum hevur tikið undir við sáttmálanum um barlastarvatn, eru javnsettar við góðkendar skipanir sambært § 11 c.
§ 11 b. Loyvt er einans at tøma barlastarvatn sambært reglunum, sum eru ásettar í hesum kapitli, og reglum, sum eru ásettar við heimild í hesum kapitli. Barlastarvatn skal viðgerast í einari góðkendari og virknari skipan, sum lýkur krøvini í altjóða viðgerðarstandardum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tøming av barlastarvatni, útskifting og viðgerð av barlastarvatni o.tíl.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at hann í ávísum førum kann veita undantak frá viðgerðarkravinum sambært stk. 2. Reglur kunnu tá ásetast um, at viðkomandi, sum hevur ábyrgd av skiparakstrinum, og sum søkir um undantaksloyvi, fyri egna rokning skal lata gera kanningar av vandum í sambandi við tøming av óviðgjørdum barlastarvatni og senda inn kanningarúrslit umframt upplýsingar um, hvussu kanningarnar eru gjørdar og av hvørjum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning av royndarætlanum fyri nýggja barlastarvatntøkni og um, at skip, sum luttaka í slíkum royndum, ikki eru áløgd kravið um viðgerð sambært stk. 2.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um ásetan av økjum, har loyvt er at tøma óviðgjørt barlastarvatn.
§ 11 c. Landsstýrismaðurin týpugóðkennir skipanir til viðgerð av barlastarvatni í mun til evnini hjá skipanini at lúka tey viðgerðarkrøv, sum eru ásett sambært § 11 b, stk. 2, meðan landsstýrismaðurin í vinnumálum týpugóðkennir tann partin av skipanini, sum fevnir um sjóvinnu og trygd sambært lógini um trygd á sjónum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning av ávísum skipanum til viðgerð av barlastarvatni, hvørjar upplýsingar ein umsókn um týpugóðkenning skal innihalda og um leiklutin hjá IMO í viðgerðini av umsóknini. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta reglur um, at umsøkjarar fyri egna rokning skulu gera kanningar og lata úrslit av hesum kanningum, sum skjalprógva, at skipanin lýkur ásett viðgerðarmát. Umsøkjarin rindar tey av IMO ásettu gjøld í sambandi við viðgerð av umsóknum um týpugóðkenning.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann undir nærri treytum løggilda klassafeløg til hansara vegna at týpugóðkenna skipanir sambært stk. 1.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald til endurrindan av útreiðslum, sum myndugleikar og klassafeløg hava til viðgerð av umsóknum um góðkenning av skipanum sambært stk. 1.
Stk. 5. Ger landsstýrismaðurin av at leggja myndugleika sín sambært hesi grein til ein annan myndugleika, kunnu avgerðir hjá myndugleikanum, sum verða tiknar sambært stk. 1 ella stk. 3 ella sambært reglum, sum eru ásettar við heimild í stk. 2 ella stk. 4, ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
§ 11 d. Skip skulu, í tann mun tað ber til, lata vera við at taka barlastarvatn, sum inniheldur møguligar skaðiligar og sjúkuelvandi verur, eins og at taka barlastarvatn, har ógvusligur vøkstur av eitrandi æti er.
Kapittul 6
Kloakkspillivatn
§ 12. Landsstýrismaðurin kann fyri at fremja altjóða sáttmálar áseta reglur um burturbeining av kloakkspillivatni á og uttan fyri føroyskt sjóumveldi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í reglum, ásettar við heimild í stk. 1, seta forboð fyri burturbeining av kloakkspillivatni á ávísum økjum, sum t.d. á firðum, vágum og í havnum, og frá ávísum skipum.
Kapittul 7
Burturkast
§ 13. Á føroyskum sjóumveldi er burturbeining av burturkasti bannað, sbr. tó stk. 4.
Stk. 2. Undantikið regluni í stk. 1 er burturbeining av evnum og tilfari, sum er beinleiðis fylgja av leiting eftir ella framleiðslu av ráðevnum í undirgrundini, sbr. kapittul 11.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann m.a. fyri at fremja altjóða sáttmálar áseta reglur um burturbeining av burturkasti uttan fyri føroyskt sjóumveldi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann m.a. fyri at fremja altjóða sáttmálar áseta reglur um burturbeining av matburturkasti á føroyskum sjóumveldi.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um burturbeining av burturkasti frá havstøðum og skipum, sum eru innan fyri 500 metra trygdarøkið hjá eini havstøð.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um burturbeining av slógvi, t.d. forboð fyri burturbeining á ávísum økjum.
Kapittul 8
Luftdálking
§ 14. Brenning av evnum og tilfari á sjónum er bannað.
Stk. 2. Tað er ikki loyvt at lata evni og tilfar til flutning ella at flyta og lasta hesi við tí endamáli at brenna á sjónum.
Stk. 3. Bannið í stk. 1 fevnir ikki um
1) brenning av burturkasti, ið stavar frá virksemi umborð á skipum ella havstøðum og
2) brenning av evnum og tilfari, ið stava frá leiting eftir ella framleiðslu av ráevnum í undirgrundini, sbr. § 19.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann m.a. fyri at fremja altjóða sáttmálar áseta reglur um brenning av burturkasti, ið stavar frá virksemi umborð á skipum og havstøðum.
§ 15. Landsstýrismaðurin kann m.a. fyri at fremja altjóða sáttmálar áseta reglur um serlig tiltøk fyri at minka um luftdálkingina frá skipum og havstøðum, sum t.d. krøv til brennievni.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at fyritøkur, ið selja ella lata brennievni til skip ella havstøðir, fyri egna rokning skulu útvega, goyma og lata upplýsingar um nøgd og samanseting av selda ella latna brennievninum.
Kapittul 9
Móttøkuskipanir
§ 16. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur og taka avgerð um stovnseting av móttøkuskipanum í havnum til
1) oljuleivdir,
2) skaðilig flótandi evni,
3) barlastarvatn og botnfall úr tangum til barlastarvatn,
4) evni, ið bróta niður osonlagi og útgerð, ið inniheldur tílík evni,
5) kloakkspillivatn og
6) burturkast.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri útreiðslur, ið kommunur hava av at seta á stovn og reka móttøkuskipanir.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur og taka avgerð um, at hesar fyritøkur skulu seta á stovn móttøkuskipanir til barlast- og tangaskolivatn, ið er blandað við olju ella kemikalium og til botnfall úr tangum til barlastarvatn:
1) fyritøkur, ið veita bunkringartænastur,
2) fyritøkur, ið skipa fyri avskipan ella móttøku av olju ella skaðiligum flótandi evnum,
3) fyritøkur, ið umvæla skip og
4) fyritøkur, ið høgga upp skip.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur og taka avgerð um, at fyritøkur, ið umvæla ella høgga upp skip, skulu seta á stovn móttøkuskipanir til evni, ið bróta niður osonlagið, og útgerð, ið inniheldur tílík evni.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í reglum, ásettar við heimild í stk. 1, 3 og 4, seta krøv til innrætting av móttøkuskipanunum.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um burturkastætlanir fyri móttøkuskipanirnar, ið eru nevndar í stk. 1, 3 og 4.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skyldu hjá skipum at nýta móttøkuskipanirnar, ið eru nevndar í stk. 1, 3 og 4, umframt reglur um fráboðanarskyldu hjá skipum.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um eftirlit við, at móttøkuskipanirnar, ið eru nevndar í stk. 1, 3 og 4, verða nýttar.
Kapittul 10
Søkking
§ 17. Søkking av evnum ella tilfari er bannað. Undantikið er tilfar, sum er tikið upp av havbotninum.
Stk. 2. Ikki er loyvt at lata evni ella tilfar til flutning, at flyta ella lasta hesi við søkking sum endamáli, undantikið havbotnstilfar.
§ 18. Loyvi til søkking av tilfari, sum er tikið upp av havbotninum, kann verða veitt, um mett verður, at hetta ikki hevur týðandi dálking við sær.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann m.a. fyri at fremja altjóða sáttmálar áseta reglur um veitan av loyvi til søkking av havbotnstilfari, hvørji fyrilit takast skulu, tá ið mett verður um umsóknir, undir hvørjum treytum loyvi kunnu veitast, og at umsøkjarar fyri egna rokning skulu gera kanningar av havbotnstilfarinum.
Kapittul 11
Frálandavirksemi
§ 19. Landsstýrismaðurin kann m.a. fyri at fremja altjóða sáttmálar áseta reglur um nýtslu og burturbeining av evnum og tilfari, ið stava frá leiting eftir ella framleiðslu av ráevnum í undirgrundini.
Stk. 2. Í reglum sambært stk. 1 kann verða ásett, at nýtsla og burturbeining av ávísum evnum ikki er loyvd, um mett verður, at hesi kunnu elva til munandi dálking.
Stk. 3. Í reglum sambært stk. 1 kann harumframt verða ásett, at eigarar ella brúkarar av havstøðum fyri egnu rokning skulu gera og senda inn úrslit av alis-, evna-, og lívfrøðiligum kanningum av havbotninum og vatnsúluni, fyri at lýsa møguligar umhvørvisligar ávirkanir frá leiting eftir ella framleiðslu av kolvetnum.
Kapittul 12
Onnur dálking
§ 20. Landsstýrismaðurin kann m.a. fyri at fremja altjóða sáttmálar og endamál lógarinnar áseta reglur um at fyribyrgja og minka um dálking og aðra ávirkan á náttúru og umhvørvi frá virksemi á sjónum, ið ikki er fevnt av reglunum í kapitlunum 2-11.
Kapittul 13
Meting um fylgjur fyri náttúru og umhvørvi
§ 21. Verkætlanir og virksemi á sjónum og fram við strondini, ið ávirka náttúru og umhvørvi munandi, kunnu ikki setast í verk uttan góðkenning frá landsstýrismanninum.
Stk. 2. Góðkenningar sambært stk. 1 kunnu ikki veitast fyrr enn mett er um avleiðingarnar fyri náttúru og umhvørvi.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur ella taka avgerð um innihaldið í metingunum sambært stk. 2, og at myndugleikar, felagsskapir og almenningur skulu verða hoyrd.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur ella taka avgerð um, hvørjar verkætlanir og hvat virksemi skal góðkennast sambært stk. 1.
Kapittul 14
Tilbúgving
§ 22. Tann, ið hevur framt dálking á sjónum, skal beinanvegin seta tiltøk í verk at avmarka dálkingina og boða MRCC Tórshavn frá, sbr. §§ 26-27.
Stk. 2. Kommunustýrið hevur ábyrgd av at basa olju- og kemikaliudálking í havnum, herundir fram við bryggjum og havnarløgum, og í bátahyljum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av at basa olju- og kemikaliudálking á sjónum og á strondini á økjum, ið ikki eru fevnd av stk. 2, tá dálkingin er komin av sjónum.
§ 23. Útreiðslur til basing av dálking á sjónum og á strondini skulu rindast av dálkaranum, sbr. § 33.
Stk. 2. Er dálkarin ókendur, rinda ávikavist kommunustýrið og landsstýrismaðurin útreiðslurnar sambært ábyrgdarbýtinum í § 22, stk. 2 og 3.
§ 24. Kommunustýrið ger tilbúgvingarætlan fyri basing av dálking á egnum ábyrgdarøki sambært § 22, stk. 2.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger tilbúgvingarætlan fyri basing av dálking á egnum ábyrgdarøki sambært § 22, stk. 3.
Stk. 3. Kommunustýrið letur avrit av tilbúgvingarætlanini til MRCC Tórshavn.
§ 25. Nýtsla av evnum ella tilfari (kemikalium) fyri at basa dálking, ella fyri at granska basingarmøguleikar kann bert fara fram við loyvi frá landsstýrismanninum. Uttan fyri føroyskt sjóumveldi kann loyvi harumframt veitast av heimilaðum myndugleikum í einum landi, sum hevur tikið undir við altjóða sáttmálanum um at fyribyrgja dálking frá skipum.
Stk. 2. Loyvi sambært stk. 1, 1. pkt. kann bert gevast í einstøkum førum, ella um serligar umstøður gera seg galdandi í eitt nærri ásett tíðarskeið. Í loyvinum skal vera ásett, hvørji evni kunnu nýtast, nøgd, ið kann nýtast, treytir um goymslu, eftirlit og fráboðan.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um nýtslu av kemikalium til niðurberjing av oljudálking.
Kapittul 15
Fráboðanir
§ 26. Eigarar og brúkarar av skipum og havstøðum, eins væl og skiparar og loðsar, skulu alt fyri eitt boða MRCC Tórshavn frá burturbeining ella søkking, ið gongur ímóti lógini, ella sum er fevnd av § 39 um tvingandi umstøður, ella um tað av øðrum orsøkum er vandi fyri dálking ella útláti.
Stk. 2. Teir persónar, ið eru nevndir í stk. 1, umframt flogskiparar, havnamyndugleikar og fólk á landi skulu beinanvegin boða MRCC Tórshavn frá, um olja ella skaðilig flótandi evni síggjast á sjónum.
Stk. 3. Teir persónar, ið eru nevndir í stk. 1-2, skulu eftir áheitan geva landsstýrismanninum, MRCC Tórshavn ella øðrum heimilaðum myndugleika allar upplýsingar, sum hava týdning fyri at seta í verk tiltøk at forða fyri ella at basa dálking av havinum.
§ 27. Landsstýrismaðurin kann m.a. fyri at fremja altjóða sáttmálar áseta reglur um fráboðanir sambært § 26 og fráboðanir um aðra dálking.
Stk. 2. Í reglum sambært stk. 1 kann verða ásett, at útlendskir myndugleikar, ið sambært altjóða sáttmálum eru heimilaðir til tess, skulu hava fráboðan, um skipið ella havstøðin er uttan fyri føroyskt sjóumveldi.
§ 28. Landsstýrismaðurin kann m.a. fyri at fremja altjóða sáttmálar áseta reglur um at lata upplýsingar um vandamikið ella dálkandi góðs umborð á skipum og um at seta í verk skipan at taka ímóti, goyma og lata slíkar upplýsingar víðari.
§ 29. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at sølufyritøkur, innflytarar, útflytarar, farmasendarar og havnamyndugleikar skulu lata upplýsingar um samanseting og nøgd av evnum og tilfari, ið verða lastað og lossað í føroyskum havnum.
Kapittul 16
Inntriv
§ 30. Landsstýrismaðurin ella tann myndugleiki, ið landsstýrismaðurin heimilar, og løgreglan, kunnu við at vísa hóskandi samleikaprógv uttan rættarúrskurð fremja kanningar av skipum ella havstøðum, ið eru neyðugar at forða fyri ella at basa dálking, um so er, at burturbeining ella útlát er farið fram, ella vandi er fyri hesum. Kanningarnar skulu ikki hava óneyðugar seinkingar ella útreiðslur við sær fyri skipið.
Stk. 2. Eru lógarbrot, sum nevnd í stk. 1, framd uttan fyri sjóumveldið, kunnu heimildirnar sambært stk. 1 bert verða nýttar ímóti útlendskum skipum, um burturbeining er framd, og um grundaður illgruni er um, at brotið er framt av viðkomandi skipi.
§ 31. Landsstýrismaðurin ella tann myndugleiki, ið landsstýrismaðurin heimilar, kann banna skipi ella havstøð at halda fram við sigling ella øðrum virksemi, ella geva boð um, at sigling og annað virksemi skal vera sambært álagdari fyriskipan, um so er, at burturbeining ella útlát, ið ganga ímóti lógini ella reglum, ásettum sambært lógini, ella eru fevnd av § 39 um tvingandi umstøður, eru farin fram ella vandi er fyri hesum, og bannið ella boðini eru neyðug at forða fyri ella basa dálking.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann seta í verk onnur inntriv enn tey, ið eru nevnd í stk. 1, um hetta er neyðugt at forða fyri ella basa álvarsamari dálking.
Stk. 3. Eru lógarbrot, sum nevnd í stk. 1, framd uttan fyri føroyskt sjóumveldi, kunnu heimildirnar sambært stk. 1 bert nýtast mótvegis útlendskum skipum, um burturbeining er framd og um grundaður illgruni er um, at brotið er framt av viðkomandi skipi.
Stk. 4. Avgerðir um bann ella boð sambært stk. 1 og 2 skulu skjótast gjørligt kunngerast skipara, stjóra, eigara ella brúkara av skipi ella havstøð. Avgerðin skal latast skrivliga og upplýsast skal um orsøkina til bannið ella boðini. Er talan um at halda skipi ella havstøð aftur, skal upplýsast um treytirnar fyri at lata skip ella havstøð leysa.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann almannakunngera upplýsingar um, at skip er hildið aftur og t.d. navnið á klassafelagnum og orsøkirnar til, at skipið er hildið aftur.
§ 32. Landsstýrismaðurin ella tann myndugleiki, ið landsstýrismaðurin heimilar, kann seta skipi bann fyri at koma í føroyska havn, um
1) skipið fer avstað ella heldur áfram við sigling, hóast siglingarbann sambært § 31, ella
2) skipið ikki fer til ta skipasmiðju, sum er ávíst av landsstýrismanninum sambært stk. 3, fyri at bøta um tað, ið hevði við sær, at skipið varð hildið aftur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ella tann myndugleiki, ið landsstýrismaðurin heimilar, kann seta bann fyri, at skip, ið hava framt brot á ásetingar um lóghald, givið av einum landi, koma í føroyska havn.
Stk. 3. Hóast bann er sett einum skipi at koma í havn, kann landsstýrismaðurin loyva skipinum at koma í ávísa havn, um framhaldandi sigling setur mannalív í vanda, hevur við sær skaða á umhvørvið, ella um átrokandi trygdaratlit krevja tað, ella hetta er neyðugt fyri at bøta um skaða ella brek.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ella tann myndugleiki, ið landsstýrismaðurin heimilar, setur eitt atkomubann úr gildi, tá ið tey viðurskifti, ið førdu til bannið, eru fingin í rættlag.
§ 33. Er burturbeining ella útlát framt, ella er vandi fyri hesum, og hetta gongur ímóti lógini ella reglum, ásettar við heimild í lógini, ella er fevnt av § 39 um tvingandi umstøður, og hetta hevur við sær tilbúgvingar- ella basingarútreiðslur fyri land ella kommunur, skulu hesar rindast av skipi ella havstøð.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva eigara ella brúkara av skipi ella havstøð boð um at veita trygd fyri útreiðslum, nevndar í stk. 1. Boðini skulu latast skrivliga. Landsstýrismaðurin kann gera av, at skip ella havstøð skal haldast aftur, til trygdin er veitt. Avgerðin skal latast skrivliga, og upplýsast skal um treytirnar fyri at lata skip ella havstøð leysa.
Kapittul 17
Eftirlit
§ 34. Landsstýrismaðurin hevur eftirlitið við, at ásetingarnar í lógini og reglur, ásettar sambært lógini, verða hildnar.
Stk. 2. Fyri at fremja eftirlitið hevur landsstýrismaðurin ella tann myndugleiki, sum hann heimilar, og løgreglan, við at vísa hóskandi samleikaprógv, uttan rættarúrskurð atgongd til skip, havstøðir og skjøl teirra, og at taka sýni. Eftirlitið skal ikki hava við sær óneyðugar seinkingar ella útreiðslur fyri skip ella havstøðir.
§ 35. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um brúk av evnum at spora ólógliga burturbeining og aðra dálking frá føroyskum og útlendskum skipum.
Kapittul 18
Aðrar ásetingar
§ 36. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri endurrindan av útreiðslum, ið myndugleikar hava í sambandi við umsiting av og eftirlit sambært lógini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald, herundir reglur um rentu og panting.
§ 37. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvussu upplýsingar, herundir formkrøv til skrivligar og elektroniskar upplýsingar, sum verða kravdar sambært lógini og reglum, ásettar sambært lógini, skulu latast.
§ 38. Útgerð ella skipanir, sum eru kravdar umborð á skipum ella havstøðum sambært hesi lóg ella í reglum, ásettar sambært lógini, skulu vera góðkendar av landsstýrismanninum ella tí myndugleika, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað.
Stk. 2. 1) Er talan um útlendsk skip, skulu skipanirnar ella útgerðin góðkennast av heimilaðum myndugleika í einum landi, sum hevur tikið undir við sáttmálanum um fyribyrging av dálking frá skipum, samanber tó ásetingarnar um góðkenning av skipanum til viðgerð av barlastarvatni í § 11 a, stk. 3 og 4, og § 11 c.
§ 39. Ásetingarnar í kapitlunum 2-8 og 10-12 og reglur, ásettar sambært hesum kapitlum, eru ikki galdandi, tá ið talan er um tvingandi umstøður:
1) burturbeining, útlát ella søkking fer fram fyri at bjarga mannalívum ella at tryggja trygd á skipi, havstøð ella flogfari, ella
2) útlátið er orsakað av skaða á skip ella havstøð ella útgerð teirra og øll rímilig tiltøk eru sett í verk fyri at sleppa undan ella minka um útlátið.
Kapittul 19
Fyrisitingarligar reglur og kæra
§ 40. Landsstýrismaðurin kann heimila stovni undir sær ella øðrum landsstovni, at útinna tær heimildir, sum sambært hesi lóg liggja hjá landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um kæru og at ein avgerð bert skal kunna kærast til ein ávísan kærustovn.
§ 41. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ávísar góðkenningar og loyvi ikki kunnu verða nýtt, fyrr enn kærufreistin er úti, og at ein kæra skal hava steðgandi virknað.
Stk. 2. Loyvi, sum eru givin sambært hesi lóg ella einari lóg, sum verður sett úr gildi við hesi lóg, kunnu broytast ella takast aftur, um fyrilit fyri verju av havumhvørvinum gera hetta neyðugt.
Kapittul 20
Rannsóknir og lóghald
§ 42. Rannsóknir í málum um brot á reglurnar í hesi lóg og á reglur, ásettar við heimild í lógini, kunnu verða framdar sambært reglunum í rættargangslógini um rannsóknir í málum, sum eftir lógini kunnu hava við sær fongsulsrevsing.
Stk. 2. 1) Rannsóknir í málum um ólógliga burturbeining av olju frá skipum sambært § 7, ólógliga tøming av barlastarvatni, ella brúk av skipan til viðgerð av barlastarvatni, sum ikki virkar, sum hon skal sambært kapitli 5 a, kunnu verða gjørdar av landsstýrismanninum ella tí myndugleika, sum landsstýrismaðurin heimilar, og løgregluni, sambært reglunum í rættargangslógini um rannsóknir.
Stk. 3. 1) Rannsóknir í málum um ólógliga burturbeining av olju frá havstøðum sambært § 7 ella § 19, ólógliga tøming av barlastarvatni, ella brúk av skipan til viðgerð av barlastarvatni, sum ikki virkar, sum hon skal sambært kapitli 5 a, kunnu verða gjørdar av landsstýrismanninum ella tí myndugleika, sum landsstýrismaðurin heimilar, og løgregluni, sambært reglunum í rættargangslógini um rannsókn.
Stk. 4. Verður revsiábyrgd sambært §§ 44-45 staðfest, kann avvarðandi skip ella havstøð verða hildin aftur av eftirlitsmyndugleikanum ella av løgregluni vegna eftirlitsmyndugleikan, til bøtur og málskostnaður eru goldin, ella trygd er veitt fyri gjaldinum. Verður hetta ikki gjørt í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at málið er endaliga avgjørt, kann avvarðandi myndugleiki søkja sær fulnað í skipi ella havstøð.
Stk. 5. Reglurnar í stk. 4 eru ikki galdandi fyri revsiábyrgd fyri brot á § 7 um burturbeining av olju.
§ 43. Í málum um burturbeining av olju, sum eru brot á § 7, stk. 1, ella á reglur, ásettar sambært § 7, stk. 2, kunnu skip verða hildin aftur av løgregluni ella tí, sum landsstýrismaðurin heimilar.
Stk. 2. Skip kann verða hildið aftur, um tað er neyðugt at tryggja krav um rindan av bót, málskostnað ella inndrátti, herundir inndrátti av virðum, tó bert til nevndu upphæddir eru goldnar, ella trygd er veitt. Verður hetta ikki gjørt innan 2 mánaðir eftir, at málið er endaliga avgjørt, kann fulnaður søkjast í skipinum. Skipið kann tó ikki verða hildið aftur, um tann, sum hevði ræðið á skipinum, tá ið burturbeiningin varð framd, av órøttum hevði ræði á tí.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ella tann, sum landsstýrismaðurin heimilar, kann harumframt halda aftur skjøl, pappír og onnur prógv av líknandi slagi.
Stk. 4. 2) Tá ið skip verður hildið aftur, verður kapittul 69 í rættargangslógini um lóghald nýtt við teimum broytingum, sum fylgja av stk. 1-3.
Kapittul 21
Revsing, skiftisreglur o.a.
§ 44.3) 1) Er ikki hægri revsing ásett í aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, sum
1) brýtur § 7, stk. 1, § 8, stk. 1, § 11 b, stk. 1, § 13, stk. 1, § 14, stk. 1 og 2, § 17, § 21, stk. 1 og § 25, stk. 1,
2) setur treytir sambært § 18, stk. 2 og § 25, stk. 2 til viks,
3) ikki letur inn fráboðan sambært § 26, stk. 1-2, ella upplýsingar sambært § 26, stk. 3,
4) ikki fylgir banni ella boðum sambært § 31, stk. 1-2, ella banni sambært § 32, stk. 1 og 2,
5) forðar kanningum sambært § 30, stk. 1 og 2, ella eftirliti sambært § 34, stk. 1 og 2, ella
6) forðar fyri, at skip verður hildið aftur sambært § 33, stk. 2.
Stk. 2. Ásetan av bót fyri brot á § 7, stk. 1 og 2 skal hava støði í tí nøgd av olju, ið er burturbeind.
Stk. 3. Revsingin kann hækka til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt við vilja ella við grovum ósketni, og um tað við brotinum er
1) voldur skaði á umhvørvið, ella elvt er til vanda fyri slíkum skaða, ella
2) peningaligur fyrimunur er fingin, ella tílíkur fyrimunur hevur verið tilætlaður fyri viðkomandi sjálvan ella onnur, eitt nú við sparingum.
Stk. 4. Reglurnar í stk. 3 eru ikki galdandi fyri brot, framd av útlendskum skipum. Fyri brot, framd av útlendskum skipum, kann revsingin hækka til fongsul í 2 ár, um brotið er framt á sjóumveldinum, og dálkingin er álvarsom og framd við vilja.
§ 45. 1) Í reglum, sum eru ásettar við heimild í § 7, stk. 2, § 8, stk. 2, § 9, § 10, § 11, § 11 b, stk. 2-5, § 12, stk. 2, § 13, stk. 3-6, § 14, stk. 4, § 15, § 16, § 18, stk. 2, §§ 19-20, §§ 27-29, §§ 35- 37 og § 41, stk. 1, kunnu verða ásettar reglur um revsing við bót. Tað kann somuleiðis verða ásett, at revsingin kann hækka til fongsul í upp til 2 ár undir umstøðum, sum eru samsvarandi teimum, ið eru nevndar í § 44, stk. 3. Fyri brot, framd av útlendskum skipum, kann tó einans ásetast, at revsingin kann hækka til fongsul í 2 ár undir samsvarandi umstøðum, sum nevndar í § 44, stk. 4.
Stk. 2. Ásetan av bót fyri brot á reglur, ásettar sambært § 7, stk. 2 og § 19, skal hava støði í tí nøgd av olju, ið er burturbeind.
§ 46. Landsstýrismaðurin ella tann, ið landsstýrismaðurin heimilar, kann í málum um brot á § 7 um burturbeining av olju, har ikki verður roknað við hægri revsing enn bót, í einum sektaruppskoti boða frá, at málið kann verða avgjørt uttan rættarmál, um tann, ið hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar at vera til reiðar at gjalda bótina sambært sektaruppskotinum innan nærri ásetta freist. Eftir áheitan kann landsstýrismaðurin ella tann, ið landsstýrismaðurin hevur heimilað, leingja freistina. Á sama hátt kunnu krøv um inndrátt, sum t.d. inndrátt av virðum, verða avgjørd uttan rættarmál.
Stk. 2. 2) Stk. 1 verður samsvarandi nýtt í málum um brot á fráboðanarskylduna sambært § 26 og í málum um brot á reglur, ásettar sambært § 19 viðvíkjandi burturbeining av olju frá havstøðum.
Stk. 3. Reglurnar í rættargangslógini um krøv til innihaldið í ákæruritum og reglurnar um, at ein ákærdur ikki hevur skyldu at geva frágreiðing, verða samsvarandi nýttar viðvíkjandi sektaruppskotum.
Stk. 4. Góðtekur tann, ið hevur framt brotið, bótina, fellur rættarsóknin burtur.
§ 47. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 48. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi Anordning nr. 646 af 12. august 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet.
§ 49. Reglur, sum eru ásettar við heimild í kongligu fyriskipanini, nevnd í § 48, stk. 2, verða verandi í gildi, til reglur, ásettar við heimild í hesi lóg, koma í staðin. Brot á reglurnar verða revsað sambært reglunum, sum higartil hava verið galdandi.
§ 50. Avgerðir, tiknar sambært reglunum, nevndar í § 48, stk. 2 og § 49, varðveita gildi, til nýggj avgerð verður tikin sambært hesi lóg ella sambært reglum, ásettar við heimild í hesi lóg. Brot á slíkar avgerðir verða revsað sambært teimum reglum, sum higartil hava verið í gildi.
§ 51. Mál, sum eru til viðgerðar, tá ið lógin kemur í gildi, verða viðgjørd sambært teimum reglum, sum higartil hava verið í gildi.
Tórshavn, 17. mai 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Jógvan við Keldu (sign.)
Lm. nr. 47/2004
1) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: “Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, nær lógin kemur í gildi , tó verða krøv um viðgerð av barlastvatni ikki sett í gildi, fyrr enn sáttmálin fær altjóða gildi.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2011.