Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. desember 1962Nr. 64
Løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022
Kap. 1.
Matrikulering.
§ 1. 1) Álagt verður matrikulmyndugleikanum at gera fullfíggjaða matrikulering av øllum føstum eigindómum í Føroyum.
Til sama fasta eigindóm verður roknað øll jørð innan- og uttangarðs við lutum og lunnindum hjá sama eigara í somu markatalsbygd, um jørðin ikki skilliga hoyrir til ymisk brúk.
Serstakur matrikul verður gjørdur fyri hvørt matrikuleringsumráði. Eitt matrikuleringsumráði fatar um eina ella fleiri markatalsbygdir.
§ 2. Í matriklinum verður hvør fastur eigindómur settur undir sítt matrikulnummar.
Eisini kann undir egið matr. nr. setast hvør felagseigindómur. Felagseigindómur er í hesi lóg eigindómur, sum hoyrir til ávísar fastar eigindómar.
Í matriklinum verður fyri hvørt matr. nr. upplýst navn eigarans, hvørjir lutir innangarðs og uttangarðs hoyra til eigindómin og eigindómsins partar í felagseigindómum. Somuleiðis kann í matriklinum førast markatal, skattamarkatal og víddin á teimum einstøku lutum við upplýsing um, hvaðani víddin er fingin. Undir hvørjum matr. nr., sum er fyri felagseigindóm, verður upplýst, hvørjir eigindómar eiga part í felagseigindóminum og partstødd teirra í markatali ella líknandi.
Til matrikulin fyri hvørt matrikuleringsumráði verður gjørt matrikulkort, sum staðarfestir hvønn fastan eigindóm við at vísa, hvussu teir einstøku lutir og felagslutir liggja hvør til annan í markini.
§ 3. Við lýsing í tí blaði, sum er góðkent at taka almennar kunngerðir í Føroyum, og í kunngerðartalvunum boðar matrikulmyndugleikin við 14 daga fyrivarningi eigarum og teimum, ið eiga brúksrætt, servituttir og líkn., til at koma og vísa á eigindóm sín ella geva upp rættindi síni. Lýsingin skal vísa til ta mannagongd, ið fyriskipað er í § 7, stk. 1.
Kommunustýrið í viðkomandi kommunu skal eftir áheitan frá matrikulmyndugleikanum uppnevna tveir menn, ið eru førir fyri at hjálpa matrikulmyndugleikanum at fáa til vegar upplýsingar um eigindómsviðurskiftini.
§ 4. Tað, sum fer fram undir matrikuleringini, verður ført í gerðabók, løggild av landsstýrismanninum. Í gerðabókini verða serliga førd øll krøv, og allar viðtøkur og semjur.
Fæst ikki semja um, hvør ið eigur lut ella rættindi, ella hvønn eigindóm lutur ella rættindi hoyra til, verður viðmerking gjørd í gerðabókina um hetta. Matrikulin verður førdur, so sum matrikulmyndugleikin heldur eigndómsviðurskiftini vera, men undir viðkomandi matr. nr. verður stutt viðmerking førd um ósemjuna.
§ 5. 1) Tá ið matrikuleringin er liðug, sendir matrikulmyndugleikin landsstýrismanninum og viðkomandi kommunustýri eintøk av tí gjørda matrikli og matrikulkorti og útskrift úr gerðabókini.
Kap. 2.
Eigindómsdómur.
§ 6. So skjótt sum matrikul við tilhoyrandi skjølum er sendur landsstýrismanninum, leggur landsstýrismaðurin við almennari stevning, ið lýst verður tríggjar ferðir í tí blaði, sum er góðkent at taka almennar kunngerðir í Føroyum, við tveimum mánaða freist sak við Føroya rætt móti einum og hvørjum, ið hevur mótmæli móti tí gjørda matrikli og at í honum lýstir eigarar verða skrivaðir í tingbókina sum eigarar av óheftum eigindómum. Frá tí at lýst verður til eigindómsávísing eftir § 3, og til stevnufreistin er farin, skulu í minsta lagi ganga 6 mánaðir.
Í stevningini skal standa, at hon er til ein og hvønn, ið hevur mótmæli móti matriklinum, ella sum heldur seg hava pantirætt ella onnur rættindi í føstum eigindómi í viðkomandi umráði, og skal í stevningini verða álagt teimum, tá ið teir møta í rættinum, at hava við sær møgulig heimildarskjøl, pantibrøv og onnur skjøl, ið upplýsa málið, og eisini makaskjøl av teimum, gjørd eftir reglunum í kunngerð nr. 63 frá 11. december 1962 um tinglýsing. Skjølini skulu um gjørligt hava átekning frá matrikulmyndugleikanum um, hvat matr. nr. tann í skjalinum nevndi eigindómur hevur í matriklinum. Viðmerking um hetta skal vera í stevningini. Í stevningini skal eisini vera sagt frá, at matrikul og matrikulkort liggja frammi til sýningar á sorinskrivaraskrivstovuni, hjá matrikulmyndugleikanum og hjá kommunustýrinum.
§ 7. Tað í § 6 nevnda rættarmál verður havt í rætti allar vanligar tingdagar, frá tí stevningin fyrstu ferð er lýst, og til stevnufreistin er farin, báðar dagar viðroknaðar, og kann sorinskrivarin eisini viðgera málið á serligum rættarfundum.
Fyrsta rættardag verður matrikulin við tilhoyrandi skjølum framlagdur.
1) Mótmæli verða gjørd á rættarfundum og verða viðgjørd av sorinskrivaranum á rættarfundum, tá øll viðkomandi hava fingið tilsøgn. Matrikulmyndugleikin, búnaðarmyndugleikin og viðkomandi sýslumaður og kommunustýri hava rætt til at leggja fyri rættin mál um servituttir av almennum týdningi.
§ 8. Í seinasta lagi 4 vikur eftir, at stevnufreistin er farin, verður rættarmálið tikið til dóms. Í dóminum verður ásett, at matrikulin við teimum broytingum, sum verða tilskilaðar í dóminum, skal verða grundarlagið undir tingbókini.
§ 9. Innihaldið í dóminum er avgerandi fyri, hvør ið er eigari, pantihavari ella hevur onnur rættindi í viðkomandi eigindómi.
Tó kann hann, sum sigur seg at hava eigindómsrætt, pantirætt ella onnur rættindi í eigindómi, ella parti av honum, áðrenn 5 ár eftir, at dómurin er sagdur, fyri egnu rokning leggja sak móti honum, sum eftir dóminum er eigari, pantihavari ella hevur onnur rættindi, til viðurkenning av sínum rætti, um hann kann prógva, at tað ikki er hansara skyld, at hann ikki hevur mótmælt undir viðgerðini av tí vanliga rættarmálinum.
Sorinskrivarin kann skila honum, sum hevur gjørt mótmæli, rætt til at fáa mótmæli sítt viðgjørt av nýggjum við Føroya rætt, um hann áðrenn 5 mánaðir eftir, dómurin er sagdur, leggur sak móti honum, sum eftir dóminum er eigari ella hevur onnur rættindi. Hesi tilskilaðu rættindi verða førd í tingbókina, og orðið “fyribils” verður sett í viðmerkingarteigin. Verður sakin ikki løgd, áðrenn ásettu freist, ella verða rættindini ikki viðurkend í endaligum dómi, sum ikki kann verða kærdur, verða rættindini strikað í tingbókini. Verða rættindini viðurkend við slíkum dómi, verður tingbókin rættað samsvarandi dóminum.
§ 10. Skjøl, sum hava verið framløgd í teimum í hesum kapitli nevndu rættarmálum, mugu ikki verða afturflýggjað, fyrrenn kærufreistin er úti. Áðrenn afturflýggjað verður, skal hvørt skjal fáa átekning frá sorinskrivaranum um, hvussu nógv av innihaldinum er góðkent fyri viðkomandi eigindóm.
§ 11. Fyri tey í hesum kapitli nevndu rættarmál verða ikki tikin gjøld við undirrættin.
§ 12. Tær reglur, sum ásettar eru í §§ 1-11, verða nýttar samsvarandi, tá matrikulering verður fullfíggjað fyri umráði, sum eru partvís matrikulerað eftir lóg nr. 85 frá 31. mars 1928 og lógskipan nr. 198 frá 15. juli 1931, og rættarmálið eftir § 6 verður tá havt fyri allar eigindómar í viðkomandi umráði.
Verður útskifting framd í bygd, sum ikki er matrikulerað eftir teim í kap. 1 ásettu reglum, skulu hesar reglur verða nýttar, tá eigindómsskráin, ið er úrslitið av útskiftingini, verður gjørd. Tá eigindómsskráin er fullfíggjað fyri eitt matrikuleringsumráði, verður rættarmál havt eftir reglunum í hesum kapitli.
Kap. 2 a.1)
Skráseting av nýkomnum eigindómum
§ 12 a. 1) Bygningsverk, ið gjørd eru undir jørð, kunnu skrásetast við matrikulnummari og vídd eins og vanligir eigindómar. Í skrásetingini skal hæddin eisini verða staðfest.
Stk. 2. Turrløgd ella uppfylt lendi av sjóøki kunnu skrásetast við matrikulnummari og vídd eins og vanligir eigindómar.
Stk. 3. Tann, sum lógliga hevur skapt bygningsverk ella lendi eftir stk. 1-2, kann biðja um at fáa hesi matrikulerað.
Stk. 4. Áðrenn nýggj bygningsverk undir jørð, ella turrløgd ella uppfylt lendi av sjóøki kunnu skrásetast, skal matrikulmyndugleikin tryggja sær, at neyðug loyvi eru givin frá avvarðandi myndugleikum.
Kap. 3.
Broytingar í matriklinum.
§ 13. Matrikul, sum er gjørdur eftir hesi lóg, skal umsitast av matrikulmyndugleikanum og kann bert verða broyttur við dómi, úrognin, útskifting ella eftir niðanfyri ásettu reglum um sundurbýti og samanlegging v.m.
1) Matrikulmyndugleikin sigur eigara ella umboðsmanni hansara, tinglýsingarmyndugleika og kommunustýri frá gjørdum broytingum í matriklinum.
Tinglýsingarmyndugleikin førir í tingbókina tørvandi viðmerking um ta broyting, ið er gjørd. Verður tinglýsingarmyndugleikin varur við avvik millum tingbók og matrikul, sigur hann matrikulmyndugleikanum frá.
A. Útskifting.
§ 14. Matrikul og tingbók verða grundarlag undir útskifting í matrikuleraðari bygd. Útskiftingarnevndin kann fremja sundurbýti og samanlegging av eigindómum eftir teimum reglum, sum ásettar eru niðanfyri.
Eru munalig avvik millum matrikul og tingbók og tey veruligu eigindómsviðurskifti í parti av útskiftingarumráði, kann útskiftingarnevndin, um hon ikki heldur tað vera hent at fara fram eftir omanfyrinevndu reglum, taka stig til at matrikul og tingbók verða rættað samsvarandi reglunum í §§ 3-11. Tó skal stevnufreistin, ið nevnd er í § 6, altíð vera 2 mánaðir.
Tá útskifting er endalig, sendir útskiftingarnevndin sakarskjølini til matrikulmyndugleikan saman við yvirliti yvir tær broytingar, ið útskiftingin ger í matrikul og tingbók.
Saman við tí í § 13, stk. 2 nevndu frásøgn sendir matrikulmyndugleikin tinglýsingarmyndugleikanum ein lista yvir tær broytingar í brúksrættindum, servituttum og líkn. tyngslum, sum standast av útskiftingini.
Um tey í stk. 2 nevndu avvik eru í munaligum pørtum av útskiftingarumráðinum, er útskiftingarnevndin ikki bundin av frammanfyristandandi reglum, men kann fremja útskiftingina eftir reglum fyri ómatrikuleraða bygd sbr. § 12, stk. 2.
B. Sundurbýti.
§ 15. Í matrikuleraðum umráði kann samlaður fastur eigindómur ikki býtast sundur, og partur av slíkum eigindómi ella ómatrikuleraðum luti kann ikki avhendast ella pantsetast fyri seg ella verða latin øðrum til brúks longur enn 10 ár, uttan so at matrikulmyndugleikin góðkennir sundurbýtið, so hesin partur verður frábýttur við egnum matr. nr.
Ein samlaður fastur eigindómur er í hesi lóg tær jarðir innan- og uttangarðs við lutum og lunnindum, sum antin
a) í matriklinum eru førdar undir einum matr. nr., ella
b) í matriklinum eru førdar undir fleiri matr. nr., og hesi eftir tilskilan í matrikli og tingbók skulu hoyra saman, ella sum annars eftir lóggávuni eru ein samlaður eigindómur.
§ 15 a. 1) Fjós, hjallur, úthús, seyðahús og bygningar annars, sum hoyra til festi, og sum sambært galdandi byggisamtykt liggja í landbúnaðarøki, kunnu býtast frá festinum.
Stk. 2. Áðrenn avgerð verður tikin um sundurbýti, skal málið sendast búnaðarmyndugleikanum til ummælis.
Stk. 3. Við sundurbýti eftir stk. 1 verður støddin av lendinum til bygningin ella bygningarnar ásett av matrikulmyndugleikanum.
§ 16. 1) Matrikulmyndugleikin kann geva ta í § 15 nevndu sundurbýtisgóðkenning í hesum førum:
a) tá eigindómsins lutir eru so spjaddir, at tað fyri røktina av jørðini er best, at hann, allur sum hann er, verður lagdur afturat øðrum eigindómum,
b) tá lutur, sum liggur fyri seg, verður ynsktur frábýttur til samanleggingar við grannalut, sum hoyrir til annan eigindóm,
c) 1) tá partur hjá einum eigindómi í einum felagseigindómi verður ynsktur frábýttur til samanleggingar við partin hjá øðrum eigindómi í sama felagseigindómi,
d) tá lutur ella partur í felagseigindómi verður ynsktur fluttur frá einum eigindómi til annan, og eigindómanna eginleiki sum brúk av hesum ikki verður munaliga broyttur,
e) tá jørð verður ynskt frábýtt til urtagarðsbrúk ella viðalundir,
f) tá jørð, ið er búgvin sum byggilendi, verður ynskt frábýtt til byggigrundir,
g) tá jørð verður ynskt frábýtt til almenna nýtslu,
h) tá tað eftir matrikulmyndugleikans meting, sum skal góðkennast av landsstýrismanninum, eru serligar umstøður, ið tala fyri sundurbýti.
i) tá jørð, sum ikki er byggilendi sbrt. litra f), ynskist býtt sundur.
§ 17. 1) Við sundurbýti má lutur ikki verða lagdur í sovorðnum skapi, at hann er óhentur til endamálið. Harundir má partur í felagseigindómi uttangarðs altíð hoyra til ávísan fastan eigindóm í somu markatalsbygd.
Stk. 2. 1) Verður tað í kommunustýrisins ummæli eftir § 20 ella á annan hátt upplýst, at tað við sundurbýtinum koma fram viðurskifti, sum ikki samsvara reglunum í:
a) lóggávuni um byggi- og brunaviðurskifti,
b) eini góðkendari byggisamtykt ella býarskipan, ella
c) lóggávuni annars, kann sundurbýtið ikki verða góðkent uttan so, at avvarðandi myndugleiki hevur givið undantaksloyvi.
Stk. 3. 1) Øki, ið hoyrir til fornminni, kann ikki býtast sundur, uttan friðingarmyndugleikin frammanundan hevur góðkent býtið.
Stk. 4. 1) Í økjum, har góðkend byggisamtykt ikki hevur ásett minstustødd fyri byggigrundir ella urtagarðar, mugu hesi ikki leggjast við minni vídd enn 500 m². Sethúsabyggigrundir kunnu ikki leggjast við størri vídd enn 3000 m².
Stk. 5. 1) Eigindómar, sum longu eru byggigrundir ella urtagarðar, mugu við sundurbýti ikki verða gjørdir minni enn 500 m², uttan at hetta er ásett í góðkendari byggisamtykt.
Stk. 6. 1) Í økjum, har góðkend byggisamtykt ikki hevur ásett minstustødd fyri landbúnaðarjørð, má henda við sundurbýti ikki verða gjørd minni enn 5000 m². Tann minsta av tí í byggisamtykt ásettu stødd á landbúnaðarøki má ikki vera minni enn 3000 m².
Stk. 7. 1) Partur hjá einum eigindómi í felags eigindómi má ikki býtast sundur í minni enn 2 gyllin.
Stk. 8. 1) Lutur, sum ikki verður lagdur saman við grannalut, má ikki býtast frá uttan við atgongd til almennan veg. Ferðslurætturin skal ikki vera tíðaravmarkaður ella treytaður. Tó kann verða vikið frá reglunum í hesum stykki, tá frábýtt verður til landbúnaðarendamál í bygdum, sum ikki eru útskiftar, treytað av, at tann ferðslurættur, sum er, verður verandi.
§ 18. Tann, ið ynskir at býta eigindóm sín sundur, skal venda sær til matrikulmyndugleikan, sum ger tær neyðugu kanningar fyri at sanna, um tað ætlaða sundurbýti er lógligt.
Um sundurbýti verður hildið ikki at samsvara reglunum í hesi lóg ella lóggávuni annars, verður umsóknin avvíst skrivliga og orsøkin lýst.
Bæði matrikulmyndugleikans avvísing av sundurbýtisumsókn vísandi til, at treytirnar í § 17, stk. 1-2, ikki eru loknar, og avvarðandi myndugleika avgerð sambart § 17, stk. 3-5, kunnu av viðkomandi verða kærað til landsstýrismannin.
Heldur matrikulmyndugleikin, at treytirnar fyri sundurbýti eru loknar, stílar hon fyri, at tey nýggju markini verða merkt við skilligum og haldgóðum marknamerkjum, ger ta tørvandi uppmáling fyri at rætta matrikulsins skjøl og ger tey neyðugu sundurbýtisskjøl.
§ 19. Verður eigindómur, sum allur ella fyri ein part er settur í skattamerkur, býttur í fleiri, skiftir matrikulmyndugleikin eftir besta ætli skattamarkatalið teirra millum eftir grundvirðinum av teimum nýggju eigindómunum eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
§ 20. Øll sundurbýtismál skulu sendast viðkomandi kommunustýri til ummælis. Kommunustýrið skal greiniliga skila til, um nøkur regla í § 17 er til hindurs fyri sundurbýtinum.
§ 21. Skjøti ella annað heimildarskjal uppá part av samlaðum føstum eigindómi ella av ómatrikuleraðum luti má ikki førast í tingbókina, fyrrenn skjalið hevur fingið átekning frá matrikulmyndugleikanum um, at sundurbýtið er góðkent og um tær serligu treytir, sum góðkenningin møguliga er gjørd við.
Um skjalið ikki hevur ta í stk. 1 nevndu átekning, ella nøkur í góðkenningini ásett serlig treyt fyri at lúka sundurbýtið ikki er lokin, verður tað avvíst frá tingbókini.
§ 22. Pantibræv viðvíkjandi parti av samlaðum føstum eigindómi ella av ómatrikuleraðum luti og sáttmáli, har partur av samlaðum føstum eigindómi ella av ómatrikuleraðum luti verður latin øðrum manni til brúks longur enn 10 ár, má ikki endaligt førast í tingbókina, fyrrenn sundurbýtið er góðkent, ella hesin lutur er serstakt matrikuleraður. Henda regla verður ikki nýtt viðvíkjandi sáttmálanum um hald, torvskurð, eyr- og sandtøku, kolagrefstur, fugla-, fiski- og aðra veiðu, bit ella annað avmarkað brúk av parti av eigindómi.
C. Samanlegging.
§ 23. Tá ið jarðir, innan- og uttangarðs við lutum og lunnindum, sum higartil í matriklinum hava verið førdar undir fleiri matr. nr.um, skulu leggjast saman, so tær ikki kunnu leggjast sundur aftur uttan við sundurbýtisgóðkenning, kann hetta antin verða gjørt við
a) at hesi matr. nr. verða samanløgd til eitt, ella við
b) at hesi matr. nr. verða standandi í matriklinum, men her lýst sum ein samlaður fastur eigindómur, sbr. § 15, stk. 2.
Áðrenn tann í stk. 1 nevnda samanlegging verður framd, skal váttan vera frá tinglýsingarmyndugleikanum um, at eigara- og pantiviðurskifti eru ikki til hindurs fyri samanleggingini, sbr. løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing § 21.
§ 24. Tann, ið ynskir at leggja jarðir sínar, sum higartil í matriklinum hava verið førdar undir fleiri matr. nr., saman, so tær ikki kunnu leggjast sundur aftur uttan við sundurbýtisgóðkenning, skal venda sær til matrikulmyndugleikan, sum ger tær neyðugu kanningar fyri at sanna, um tann ætlaða samanlegging er møgulig eftir reglunum í § 23.
Um samanleggingin ikki kann verða framd eftir reglunum í § 23, verður umsóknin avvíst skrivliga og orsøkin lýst.
Um samanleggingin kann verða framd eftir reglunum í § 23, verða tær neyðugu broytingar gjørdar í skjølum matrikulsins og samanleggingargóðkenning givin umsøkjaranum.
Tinglýsingarmyndugleikin førir í tingbókina tørvandi viðmerking um ta pantvíðkan, sum stendst av samanleggingini í førum, har eigindómurin framvegis er fleiri matr. nr., sbr. løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing § 24.
D. Umbýti og smámunaligar broytingar av matr. nr. v. m.
§ 25. Um partur av eigindómi skal býtast frá fyri at verða lagdur saman við grannaeigindómi hjá sama eigara, kann matrikulmyndugleikin hóast regluna í § 15, stk. 1, eftir umsókn loyva, at slíkt umbýti uttan mun til stødd og virði av tí, sum verður flutt, verður gjørt við bóking í skjølum matrikulsins soleiðis, at parturin verður fluttur frá einum matr. nr. til annað uttan fyrst at fáa egið matr. nr. Sama regla er galdandi, um partur í felagseigindómi skal býtast frá fyri at verða lagdur saman við parti hjá sama eigara í sama felagseigindómi. Umbýtið kann tó bert verða framt, um hesi matr. nr. eru í sama matrikuleringsumráði, og váttan er frá tinglýsingarmyndugleikanum um, at reglurnar um panti- og servituttviðurskifti í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august um tinglýsing § 23 eru fylgdar.
Um tað, sum skal flytast, er latið øðrum manni til brúks, má tað sannast, at hann ikki mótmælir umbýtinum.
§ 26. 1) Um smámunaligt øki ella smámunaligur partur í felagseigindómi skal býtast frá eigindómi fyri at leggjast saman við grannaeigindómi ella saman við parti hjá øðrum eigindómi í sama felagseigindómi, kann matrikulmyndugleikin loyva slíka broyting undir teimum í § 25 settu treytum, tá virðið av tí, sum verður flutt, ikki fer upp um 50.000 kr. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð hækka upphæddina fyri mesta virði á lendinum, ið flutt verður.
§ 27. 1) Verður partur av føstum eigindómi latin til almennan veg, og lendið er ikki tikið við úrogning, skal, áðrenn hetta verður bókað í matrikulsins skjølum, antin vera
a) váttan frá tinglýsingarmyndugleikanum um, at reglurnar í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing § 23 eru fylgdar, ella
b) váttan frá matrikulmyndugleikanum um, at virðið av lendinum ikki fer upp um 50.000 kr., og at tað, ið verður latið, ikki verður hildið at hava ávirkan á virðið av eigindóminum, ella
c) váttan frá viðkomandi sóknarstýri um, antin
1) at endurgjaldið fyri lendið bert verður goldið eigaranum, um hann áðrenn 6 mánaðir útvegar pantihavarasamtykki til tað, og at tað annars verður goldið pantihavaranum eftir prioritetsrað móti niðurskriving á pantibrøvunum, ella
2) at vegurin tey seinastu 20 árini óátalaður hevur ligið, so sum hann liggur nú.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann við kunngerð hækka upphæddina fyri mesta virðið á lendinum, ið er ásett í stk. 1 litra b)
Stk. 3. 1) Verður alt lendið, sum hoyrir til ein fastan eigindóm, latið til almennan veg, sum ikki er skrásettur undir einum matr. nr., skal tað í váttan frá tinglýsingarmyndugleikanum verða sannað, at tað ikki eru heftingar á eigindóminum til hindurs fyri, at hetta matr. nr. verður strikað.
Stk. 4. 1) Tá pantihavarar samtykkja, at lendi verður latið til almennan veg, kann átekning teirra á pantibrøvini tinglýsast uttan gjald.
§ 28. Fyri mál um loyvi til tær í §§ 25-27 nevndu broytingar verða annars reglurnar í §§ 15-24 samsvarandi nýttar.
E. Marknasetingarmál.
§ 29. Tann, ið ynskir at fáa markið móti grannaeigindóminum avgjørt og merkt, skal venda sær til matrikulmyndugleikan um hetta.
Um markið ikki skilur seg frá við týðuligari girðing ella við eyðkendum marknamerkjum, ella um girðing og marknamerki verða funnin skeivt sett, kann tað verða álagt grannanum at taka lut í kostnaðinum av marknasetingarmáli eftir reglunum í §§ 30-35.
§ 30. Skal mark avgerast í marknasetingarmáli, boðar landmálari frá matrikulmyndugleikanum við minst viku fyrivarningi eigarunum av teimum eigindómum, málið viðvíkir, at møta til málsviðgerðina til ávísa tíð á ávísum stað til at siga meining sína um markið millum eigindómarnar. Boðanin skal vera við innskrivaðum brævi ella á slíkan hátt, at hon kann prógvast.
Um landmálarin heldur, at umstøðurnar krevja tað, ella um ein av viðkomandi eigarum biður landmálaran um tað í seinasta lagi fjórða dagin aftaná, at boðanin er send, skulu 2 av føstu hegnsýnsmonnum í kommununi, uppnevndir av hegnsýnsformanninum, – ella um málið viðvíkir markinum millum tvær kommunur, so ein hegnsýnsmaður frá hvørjari – hjálpa landmálaranum at upplýsa málið undir ástaðarviðgerðini, tó ikki viðvíkjandi spurningum, sum mugu haldast vera bert tekniskir. Hin boðaða ástaðarviðgerðin verður tá av ongum, og landmálarin boðar av nýggjum við minst viku fyrivarningi viðkomandi eigarum at møta til ávísa tíð á ávísum stað, ásett av honum í samráð við hegnsýnsmenninar. Um boðanina verða reglurnar í 1. stk., síðsta punktum, samsvarandi nýttar.
§ 31. Reglurnar í lóg nr. 171 frá 18. mai 1937 (hegnlógin) § 44, stk. 2, verða samsvarandi nýttar um habilitet hjá landmálara og hegnsýnsmonnum. Um landmálarin er inhabilur, uppnevnir matrikulmyndugleikin annan í hansara stað.
§ 32. Undir ástaðarviðgerini verða viðurskiftini í markini kannað, og tá teir, sum eru møttir, hava givið frágreiðing, setur landmálarin markið. Góðkenna viðkomandi eigarar, at markið er rætt sett, merkir landmálarin tað við skilligum og haldgóðum marknamerkjum og letur partarnar skrivliga góðkenna markið í váttan, orðað eftir fyrimynd, sum er gjørd av landsstýrismanninum.
Fæst ikki semja partanna millum um markið, tí annar parturin er ikki møttur ella tí partarnir eru ósamdir, verður eitt fyribilsmark sett út frá teimum upplýsingum, sum fram eru komnar, og skrivar landmálarin eitt álit um viðgerðina av marknasetingarmálinum, orðað eftir fyrimynd, sum er gjørd av landsstýrismanninum. Í álitinum skal vera beinleiðis upplýsing um, at reglurnar í §§ 30-31 í hesi lóg eru fylgdar, og ein stutt lýsing av, hvussu fyribilsmarkið gongur, og av teimum settu marknamerkjum. Um ástaðarviðgerðin er farin fram við hjálp frá hegnsýnsmonnum, skal hetta upplýsast í álitinum og eisini navn og bústaður teirra. So skjótt sum ástaðarviðgerðin er lokin, sendir landmálarin í innskrivaðum brævi ella á slíkan hátt, at móttøkan kann prógvast, hvørjum av pørtunum makaskjal av álitinum við áriti um reglurnar í § 33 í hesi lóg.
§ 33. Um ikki eigari áðrenn 4 vikur eftir, honum er sent álit um seting av fyribilsmarki, gjørt samsvarandi § 32, síðsta stk., stevnir grannaeigaranum fyri rættin til at viðurkenna eitt annað mark, fær fyribilsmarkið sama rættsliga týdning sum mark, semja er gjørd um.
§ 34. Tá mark er endaligt avgjørt eftir reglunum í frammanfyristandandi greinum, skal matrikulmyndugleikin gera tað, sum tørvar, fyri at marknasetingarmálið kann verða bókað í matrikli og tingbók. Í teimum førum, semja ikki er fingin, skal fyrst útvegast váttan frá sorinskrivaranum um, at ikki er stevnt, áðrenn freistin, sum § 33 ásetur, er farin.
Um tað, aftaná at marknasetingarmál er lokið og bókað, koma fram upplýsingar, sum sanna, at marknasetingarmálið er avgjørt á skeivum grundarlagi, kann landsstýrismaðurin loyva, at málið fær nýggja viðgerð.
§ 35. Í sambandi við uppmáling til endurnýgging av matrikulkortinum kann umframt jarðaeigarar eisini matrikulmyndugleikin krevja marknasetingarmál framd. Kostnaðurin av hesum verður borin av landskassanum, ella av kommununi eftir avtalu, sum verður gjørd frammanundan. Tó skulu jarðaeigarar sjálvir bera kostnaðin av marknasetingarmáli, teir sjálvir krevja. Útreiðslurnar til marknamerki skulu vanliga álíknast jarðaeigarunum.
§ 36. Avtalur, sum avgera ella broyta mark millum eigindómar, mugu ikki verða tinglýstar, uttan við góðkenning frá matrikulmyndugleikanum.
Áðrenn eigindómshevd kann tinglýsast, skal lendið, sum er fingið við hevd, antin vera serstakt matrikulerað ella í matriklinum sett undir tann eigindóm, sum tað av røttum hoyrir til.
Trætumál um mark má ikki havast fyri rættin, fyrrenn avgerð er roynd eftir reglunum í §§ 30-35.
F. Aðrar broytingar.
§ 37. Matrikulmyndugleikin kann bóka nýggj matr. nr., ið fata um eigindómar, sum ikki eru serstakt matrikuleraðir í samband við útskifting ella matrikulering sambært kap. 1-2, undir teimum í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing § 53 ásettu treytum.
Somuleiðis kann eitt matr. nr. verða strikað, tá ta í váttan frá tinglýsingarmyndugleikanum verður sannað, at tað ikki eru heftingar á eigindóminum til hindurs fyri hesum.
§ 38. Eru munalig avvik millum matrikul og tingbók og tey veruligu eigindómsviðurskifti í ávísum øki, kann landsstýrismaðurin, tá tað verður hildið neyðugt, taka stig til, at matrikul og tingbók verða rættað. Til slíka rætting verða reglurnar í §§ 3-11 samsvarandi nýttar.
§ 38 a. 1) Matrikulmyndugleikin kann gera rætting í matriklinum, tá ein eigindómur er broyttur, orsakað av omanlopi ella burturmáan.
Stk. 2. Matrikulmyndugleikin, kommunan ella eigarin kann taka stig til, at rætting eftir stk. 1 verður framd.
§ 39. Um eigindómslýsing í matriklinum verður hildin at vera ófullfíggjað, kann matrikulmyndugleikin gera tørvandi rætting. Í samband við hetta kann verða gjørd fullfíggjað uppmáling av eigindóminum ella parti av honum.
Kapitul 3 a
Kæra 2)
§ 39 a. 3) Avgerðir sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Kap. 4.
Fullfíggjandi fyriskipanir.
§ 40. Landsstýrismaðurin ásetur greiniligar reglur um, hvat fyri kort, váttanir, ummæli og aðrar upplýsingar skulu viðleggjast søkum, viðgjørdar eftir hesi lóg, og gevur greiniligar forskriftir um form og innihald av hesum skjølum.
Somuleiðis ásetur landsstýrismaðurin greiniligar reglur um, hvussu marknamerki skulu vera og setast, á hvønn hátt tey arbeiði, sum henda lóg fatar um, skulu verða gjørd, og ásetur gjaldið fyri tey.
Matrikulmyndugleikin hevur skyldu til at lata útskriftir og eftirmyndir av matrikulsins skjølum fyri ávís ásett gjøld, og ásetur landsstýrismaðurin greiniligar reglur hesum viðvíkjandi.
§ 41. Um góðkenningin ella loyvið til avtalað sundurbýti, umbýti ella marknaumskipan, ið krevst eftir § 15, stk. 1, sbr. § 28, í hesi lóg, ikki er umbiðið ársdagin eftir avtaludagin, ella um avtalan, tá góðkenningin ella loyvið verður sýtt, ikki er søgd úr gildi, og viðurskiftini, framd eftir avtaluni, afturførd ársdagin eftir sýtingardagin, kunnu teir, sum gjørdu avtaluna, hvør sær verða sektaðir.
§ 42. Eigari ella brúkari av føstum eigindómi má ikki seta seg ímóti ella forða arbeiðum, sum henda lóg fatar um. Tann, sum flytur, tekur burtur, skaðar ella oyðileggur markna- ella uppmálingarmerki, ið eru eyðkend, ella sum hann átti at havt kunnleika um, skal gjalda kostnaðin av at seta tey afturaftur, sjálvt um málið ikki kemur undir reglurnar í borgarligu revsilóg, §§ 179 og 291.
§ 43. Kap. 1-2 og §§ 40 og 42 í hesi lóg fáa gildi beinanvegin. Samstundis fara úr gildi lóg nr. 85 frá 31. mars 1928 og lógskipan nr. 198 frá 15. juli 1931 §§ 7-14.
4) Landsstýrið setur, aftaná at hava fingið ummæli frá sorinskrivara og matrikulmyndugleika, við kunngerð lógina sum heild í gildi fyri hvørt matrikuleringsumráði sær, so hvørt sum matrikulering er fullfíggjað fyri hvørt umráði, soleiðis at henda lóg fær gildi sum heild samstundis sum løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing sum heild fær gildi í viðkomandi umráði, sbr. § 54, stk. 3, í nevndu lóg.
Frá tí í stk. 2 nevnda degi fer úr gildi fyri viðkomandi umráði:
1. lóg frá 4. mars 1857, har roynt verður at minka um sundurbýti av ognarjørðini §§ 17-18, sum broyttar við løgtingslóg nr. 2 frá 3. januar 1950.
2. lóg frá 19. januar 1863 um sølu av traðum av Húsagarði í Tórshavn § 5, 1sta og 2nað punktum.
3. lóg nr. 56 frá 13. apríl 1894 § 5, 1sta punktum.
4. lóg nr. 85 frá 31. mars 1928 §§ 1-6 og 15-17.
5. lógskipan nr. 198 frá 15. juli 1931 §§ 1-6 og 15-16.
6. kunngerð nr. 244 frá 18. september 1931.
7. kunngerð nr. 262 og 263 frá 29. oktober 1931.
8. lóg nr. 174 frá 24. mai 1937 § 61.
9. lóg nr. 140 frá 13. apríl 1938.
10. kunngerð nr. 201 frá 18. mai 1938.
11. kunngerð nr. 272 frá 13. august 1938.
12. løgtingslóg nr. 26 frá 31. mars 1949 §§ 1, 2 og 5-11.
Harafturat fer úr gildi tað, ið annars í lóggávuni ikki samsvarar hesi lóg.
Tann skylda at føra jarðabøkur, sum er áløgd fútanum og sýslumonnunum við lóg nr. 70 frá 23. apríl 1897 § 6, verður avtikin.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 25. mai 2009, har § 2 er soljóðandi: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Danski lógarteksturin fer samstundis úr gildi. Stk. 2. Ásetingarnar í § 17 eru bert galdandi fyri sundurbýti, ið verður framt eftir, at hendan løgtingslógin er komin í gildi. Stk. 3. Umsóknir og áheitanir, ið ikki eru liðugt viðgjørdar, tá løgtingslógin kemur í gildi, verða viðgjørdar og avgreiddar sambært higartil galdandi reglum.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”
4) Løgtingslógin er sett í gildi í øllum bygdum í Føroyum. Gildiskunngerðirnar eru tær somu sum fyri tinglýsingarløgtingslógina sí viðm. 4) á bls. 749, tó er lógin sett í gildi fyri Tórshavn við K. nr. 7 frá 13.02.1967.