Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. mai 2011Nr. 73
Løgtingslóg um parta- og smápartafeløg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 26. mars 2024 1)
(Vinnufelagalógin) 1)
Kapittul 1
Nýtsluøki lógarinnar o.a.
§ 1. Lógin er galdandi fyri øll parta- og smápartafeløg (kapitalfeløg).
Stk. 2. Í parta- ella smápartafelag hefta eigararnir ikki persónliga fyri skyldum kapitalfelagsins, men hefta bert við innskotinum. Kapitaleigararnir hava rætt at fáa lut í yvirskoti kapitalfelagsins lutfalsliga eftir sínum eigaraparti uttan so, at annað er ásett í viðtøkum felagsins.
Stk. 3. Smápartafelag kann ikki bjóða kapitalpartar felagsins til almenningin.
Navn kapitalfelagsins
§ 2. Einans partafeløg og smápartafeløg kunnu og skulu í navni sínum nýta ávikavist heitið “partafelag” og “smápartafelag” ella ávikavist styttingarnar “P/F” og “Sp/F”.
Stk. 2. 1) Kapitalfelagsins navn skal týðiliga líkjast frá øðrum nøvnum á virkjum, sum eru skrásett hjá kt-skipan Skráseting Føroya. Í navninum skal ikki vera ættarnavn, firmanavn, serligt navn á fastari ogn, vørumerki, handilssermerki o.t., sum kapitalfelagið ikki hevur rætt til, ella nakað sum kann koma í bland við hesi.
Stk. 3. Kapitalfelagsins navn skal ikki vera egnað at villleiða. Um navnið vísir til eitt ávíst virksemi, skal tað ikki nýtast meira, um kapatalfelagsins høvuðsvirksemi broytist munandi.
Stk. 4. Kapitalfeløg skulu í brøvum og øðrum handilsligum skjølum, heruppií elektróniskum fráboðanum, og á kapitalfelagsins heimasíðu, nevna navn, heimstað og skásetingartal.
§ 3. 1) § 2 stk. 1-3 verður nýtt samsvarandi fyri hjánøvn kapitalfelagsins (eykanøvn).
Stk. 2. Fyri skráseting av meira enn fimm hjánøvnum verður rindað 1.000 kr. fyri hvørt hjánavnið.
Felagskapitalur
§ 4. Kapitalfeløg, fevnd av hesi lóg, skulu hava felagskapital, ið skal gerast upp í donskum krónum ella evrum, sbr. tó stk. 3.
Stk. 2. 1) Partafeløg skulu hava felagskapital, sum í minsta lagi samsvarar við 500.000 kr., og smápartafeløg skulu hava felagskapital, sum í minsta lagi samsvarar við 50.000 kr.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um treytirnar fyri at geva upp felagskapital í øðrum gjaldoyra enn donskum krónum ella evrum.
Allýsingar 1)
§ 5. 1) 2) Eftir hesi lóg galda hesar allýsingar:
1) Partafelag: Kapitalfelag, heruppií partnarafelag, har innskotskapitalur kapitaleigaranna er býttur í partabrøv. Partabrøv kunnu verða boðin almenninginum. Kapitaleigararnir hefta einans við innskoti sínum í felagið.
2) Smápartafelag: Kapitalfelag, har innskotskapitalur kapitaleigaranna er býttur í smápartar. Smápartafeløg kunnu ikki bjóða almenninginum kapitallutir. Kapitaleigararnir hefta einans við innskoti sínum í felagið.
3) Dótturfyritøka: Ein fyritøka, har eitt móðurfelag hevur avgerandi ávirkan, sbr. §§ 6 og 7.
4) Høvuðsleiðslan:
a) Nevndin í feløgum, sum hava eina stjórn og eina nevnd, sbr. § 111, stk 1, nr. 1,
b) stjórnin í feløgum, sum einans hava stjórn, sbr. § 111, stk. 1, nr. 2, og
c) stjórnin í feløgum, sum hava bæði stjórn og eftirlitsráð, sbr. § 111, stk. 1, nr. 2.
5) Evsta leiðslan:
a) Nevndin í feløgum, sum hava eina stjórn og eina nevnd, sbr. § 111, stk. 1, nr. 1,
b) stjórnin í feløgum, sum einans hava stjórn, sbr. § 111, stk. 1, nr. 2 og
c) eftirlitsráðið í feløgum, sum hava bæði stjórn og eftirlitsráð, sbr. § 111, stk. 1, nr. 2.
6) Eigaraavtala: Avtala, sum skipar eigara- og leiðsluviðurskiftini í felagnum, og sum er gjørd millum kapitaleigarar.
7) Eigaraprógv: Prógv um ognarrætt yvir einum kapitalparti, sbr. §§ 59 og 60.
8) Eigarabók: Tað yvirlit, sum kapitalfelagið skal føra yvir allar partaeigarar ella smápartaeigarar, sbr. § 50.
9) Eigaraskrá: Tann skrá, sum Skráseting Føroya førir yvir kapitalpostarnar hjá ávísum kapitaleigarum, sbr. §§ 58 og 58 a.
10) Fondslutir: Partabrøv ella smápartar, sum verða útgivnir í sambandi við fondsútgávu, sbr. § 165.
11) Heimstaður: Tann adressan her í landinum, har samband fæst við felagið.
12) Íverksetarafelag: Smápartafelag, sbr. nr. 2, sum ikki hevur ein skrásettan felagskapital upp á í minsta lagi 50.000 kr., og sum lýkur treytirnar í § 309 a.
13) Kapitalpartur: Eitt partabræv ella ein smápartur, sbr. §§ 45-49.
14) Kapitaleigari: Ein og hvør sum eigur ein ella fleiri kapitalpartar.
15) Kapitalflokkur: Ein bólkur av kapitalpørtum, har somu rættindi ella skyldur eru galdandi fyri allan bólkin.
16) Kapitalfelag: Eitt smápartafelag, heruppií eitt íverksetarafelag, ella eitt partafelag, heruppií eitt partnarafelag.
17) Samtak: Eitt móðurfelag og dótturfeløg tess, sbr. § 7.
18) Leiðslan: Allir teir stovnar, sum eru nevndir í nr. 4 og 5. Leiðslulimur kann vera limur í eftirlitsráði, nevnd ella stjórn felagsins.
19) Móðurfelag: Kapitalfelag, sum hevur avgerandi ávirkan á eina ella fleiri dótturfyritøkur, sbr. §§ 6 og 7.
20) Multilateralur handilsfasilitetur: Allýsingin av multilateralum handilsfasiliteti í § 40, stk. 1, í lov om værdipapirhandel m.v. verður nýtt.
21) Partnarafelag: Kommanditfelag, sbr. § 2, stk. 2, í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, har kommanditistarnir í felagnum hava skotið inn ein ávísan kapital, sum er býttur í partabrøv, sbr. kapittul 20.
22) Reassumptión: Fyribils uppafturtøka av búnum eftir eitt kapitalfelag, eftir at felagið er strikað í kt-skipan Skráseting Føroya, sbr. § 235.
23) Reiðarípartafelag: Partafelag, sum rekur reiðaravirksemi, sbr. § 112, stk. 2.
24) Skrásetingardagseting: Tann dagsetingin, tá rættur kapitaleigara til at luttaka á aðalfundi og greiða atkvøðu í tilknýti til sínar kapitalpartar verður ásettur.
25) Reguleraður marknaður: Allýsingin av einum reguleraðum marknaði í § 16, stk. 1, í kongligari fyriskipan nr. 986 frá 11. august 2010 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um virðisbrævahandil o.a. verður nýtt.
26) Umboðaður kapitalur: Kapitalpartar, sum eru umboðaðir á aðalfundinum, og sum annaðhvørt hava atkvøðurætt ella eru uttan atkvøðu, og í viðtøkunum hava fingið umboðanarrætt.
27) Umboðanarrættur: Tann rættur, sum kann verða latin kapitalpørtum uttan atkvøðu at møta á aðalfundinum og luttaka í uppgerðini av tí á aðalfundinum umboðaða partinum av felagskapitalinum. Kapitalpartar við atkvøðurætti hava altíð umboðanarrætt, sbr. § 46.
28) Felagskapitalur: Tað innskot, sum ábyrging kapitaleigaranna er avmarkað til sbrt. hesi lóg, sbr. § 4.
29) Landspartafeløg: Eitt partafelag, sum landið hevur sama tilknýti til, sum móðurfelag til dótturfyritøku, sbr. §§ 6 og 7.
30) Veruligur eigari: Ein fysiskur persónur, sum í síðsta enda beinleiðis ella óbeinleiðis eigur ella hevur ræði á nóg stórum parti av eigarapørtunum ella atkvøðurættindunum, ella sum á annan hátt hevur ræði, undantikið eigarar í feløgum, hvørs eigarapartar eru upptiknir til handils á einum reguleraðum marknaði ella samsvarandi marknaði, sum er álagdur upplýsingarskyldu samsvarandi ES-rættinum ella samsvarandi altjóða standardum.
Samtøkur
§ 6. Eitt móðurfelag er saman við einum ella fleiri dótturvirkjum ein samtøka. Eitt virki kann bert hava eitt beinleiðis móðurfelag. Um fleiri feløg lúka eina ella fleiri av treytunum í § 7, er tað bert tað felagið, ið veruliga útinnir avgerandi ávirkanina á virkisins fíggjar- og rakstrarligu avgerðir, ið verður roknað sum móðurfelag.
§ 7. Avgerandi ávirkanin er at skilja sum heimildin at stýra fíggjarligum og rakstrarligum avgerðum hjá einum dótturvirki.
Stk. 2. Tað er avgerandi ávirkan í mun til eitt dótturvirki, tá móðurfelagið, beinleiðis ella óbeinleiðis gjøgnum dótturvirkið, eigur meir enn helvtina av atkvøðurættinum í einum virki, uttan so at tað í serligum føri greitt kann vísast á, at hesi eigaraviðurskifti ikki er avgerandi ávirkan.
Stk. 3. Um eitt móðurfelag ikki eigur meira enn helvtina av atkvøðurættinum í einum virki, er tað avgerandi ávirkan, um móðurfelagið hevur:
1) ræðisrætt yvir meira enn helvtini av atkvøðurættinum gjøgnum avtalu við aðrar íleggjarar,
2) heimild at stýra teimum fíggjarligu og rakstrarligu viðurskiftunum í einum virki sambært viðtøku ella avtalu,
3) heimild at tilnevna ella seta frá meirilutan av limunum í evstu leiðsluni og henda leiðsla hevur avgerandi ávirkanina í virkinum, ella
4) ræðisrættin yvir veruliga meirilutanum av atkvøðunum á aðalfundinum, ella í felagsstovni, ið sammetast kann við aðalfundin, og tískil hevur ta veruligu avgerandi ávirkanina í virkinum.
Stk. 4. Møgulig atkvøðurættindi og virknaðurin av møguligum atkvøðurættindum, heruppií tekningarrættir og keypsoptiónir til kapitalpartar, sum beinleiðis kunnu nýtast ella leggjast um, skulu takast við í metingina um, hvørt eitt felag hevur avgerandi ávirkan.
Stk. 5. Tá atkvøðurættir verða gjørdir upp í einum dótturvirki, skal síggjast burtur frá atkvøðurættindum, ið eru knýttir at kapitalpørtum, ið dótturvirkið, ella dótturvirkir tess, eiga.
Kapittul 1 a 1)
Samskifti
§ 7 a. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at skrivligt samskifti til og frá Skrásetingini um viðurskifti fevnd av hesi lóg ella reglum givnum sbrt. hesi lóg, skal fara fram talgilt.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um talgilt samskifti, heruppií um nýtslu av ávísum talgildum skipanum, serligar talgildar formar, og talgilda undirskrift o.a.t.
Stk. 3. Talgild fráboðan skal verða mett at vera komin fram, tá fráboðanin er atkomulig hjá móttakaranum av fráboðanini.
§ 7 b. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at stovnurin kann skriva út avgerðir og onnur skjøl eftir hesi lóg ella reglum, givnum sbrt. lógini uttan undirskrift, við maskinelt ella á annan hátt endurgivnari undirskrift ella við at nýta tøkni, sum tryggjar eintýdda eyðmerking av tí, sum hevur skrivað út avgerðina ella skjalið. Tílíkar avgerðir og tílík skjøl verða javnsett við avgerðir og skjøl við persónligari undirskrift.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at avgerðir og onnur skjøl, sum einans eru tiknar ella skrivaðar út, grundað á elektróniska dataviðgerð, kunnu skrivast út við einans at nevna Skráseting Føroya sum avsendara.
§ 7 c. Verður tað í hesi lóg ella í reglum givnum sbrt. lógini kravt, at skjal, sum onnur enn Skráseting Føroya hava skrivað út, skal verða undirskrivað, kann hetta krav verða lokið við at nýta tøkni, sum tryggjar, at tann, sum hevur skrivað út skjalið, verður eintýðugt eyðmerktur, sbr. tó stk. 2. Tílík skjøl verða javnsett við skjøl við persónligari undirskrift.
Stk. 2. 3) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um at víkja frá kravinum um undirskrift. Tað kann heruppií ásetast, at víkjast kann ikki frá kravinum um undirskrift fyri ávís sløg av skjølum.
Kapittul 2
Skráseting og freistir
Skráseting av upplýsingum
§ 8. Upplýsingar, ið sambært hesi lóg skulu skrásetast, skulu verða skrásettar hjá Skráseting Føroya.
§ 9. 1) Upplýsingar, ið sambært hesi lóg skulu skrásetast, skulu verða skrásettar í kt-skipan Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at rættarstovnandi avgerðin er tikin, uttan so at annað er ásett í ella sambært hesi lóg. Um fráboðarin ikki sjálvur stendur fyri skrásetingini í kt-skipan Skráseting Føroya, sbr. § 12, stk. 1, skal fráboðanin vera móttikin hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at rættarstovnandi avgerðin er tikin.
Stk. 2. Skyldan at tryggja, at skráseting verður framd, ella at fráboðan um skráseting verður latin Skráseting Føroya, áliggur høvuðsleiðslustovni felagsins.
Stk. 3. 1) Stk. 1 og 2 eru eisini galdandi, tá talan er um almannakunngering av skjølum og fráboðanum v.m., sum skulu almannakunngerast í kt-skipan Skráseting Føroya. Um fráboðarin ikki sjálvur stendur fyri almannakunngeringini í kt-skipan Skráseting Føroya, sbr. § 12, stk. 2, skal skjalið ella fráboðanin vera móttikin hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at umrødda hendingin er farin fram.
§ 10. Stjórnar-, nevndar- og eftirlitsráðslimir, og møguligur grannskoðari, í einum felag skulu skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya.
Stk. 2. Fer grannskoðari frá, sbr. § 144, stk. 1, áðrenn starvstíðin er endað, skal, saman við skrásetingini ella fráboðanini, fylgja við ein nøktandi frágreiðing frá høvuðsleiðslustovninum um orsøkina til, at grannskoðarin er farin frá.
§ 11. Verða viðtøkurnar ella annað broytt í einum kapitalfelag, sum áður er skrásett hjá Skráseting Føroya, skal broytingin verða skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya ella fráboðað skrásetingini, sbr. § 9.
§ 12. 1) Landsstýrismaðurin ásetir reglur um fráboðan og skráseting um viðurskifti, sum eru skrásetingarskyldug eftur hesi lóg.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin ásetir reglur um almannakunngering av skrásetingum, skjølum og fráboðanum o.a. í kt-skipan Skráseting Føroya eftir hesi lóg.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjøld fyri skrásetingar og útprent o.a., almannakunngerðing, nýtslu av kt- skipan Skráseting Føroya og áminningarskriv o.a. vegna ov seina rindan.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um árligt gjald fyri umsiting av vinnufelagaligu reglunum og fyri veitingar, sum ikki eru serliga príssettar.
§ 13. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um málskrav til tey skjalprógv, ið verða latin inn í sambandi við skrásetingar ella fráboðanir í kapitalfeløgum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, at sjálvboðin skráseting og almannakunngering av vinnufelagsupplýsingum kann fara fram á einum og hvørjum almennum ES máli, umframt ta kravdu almannakunngeringina á einum av teimum málum, ið eru loyvd eftir stk. 1.
Stk. 3. Um samsvar ikki er millum tey skjøl og tær upplýsingar, sum hava verið kravd skrásett og almannakunngjørd, sbr. stk. 1, og umsetingar av hesum, sum sjálvboðið eru umsettar og almannakunngjørdar, kann felagið ikki nýta umsetingina mótvegis triðjamanni. Triðimaður kann hinvegin gera tann sjálvbodna almannakunngjørda tekstin galdandi mótvegis felagnum, uttan so at prógvað verður, at triðimaður kendi ta útgávuna, ið var kravd skrásett og almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya. § 9, stk. 1 verður ikki nýtt fyri skjøl, ið sjálvboðin eru almannakunngjørd.
§ 14. Skráseting Føroya førir yvirlit yvir tey feløg, ið eru skrásett sambært hesi lóg. Skráseting og almannakunngering eftir hesi lóg fer fram í kt-skipan Skráseting Føroya.
Stk. 2. Upplýsingar, ið eru almannakunngjørdar í kt-skipanini, eru at meta sum kendar fyri triðjamanni. 1. pkt. er tó ikki galdandi fyri tiltøk, ið eru framd í seinasta lagi 16. dagin eftir almannakunngeringina, uttan so at prógvað verður, at triðimaður ikki hevur kunnað havt kunnleika til tey almannakunngjørdu viðurskiftini.
Stk. 3. So leingi almannakunngering í kt-skipanini ikki er farin fram, kunnu viðurskifti, ið skulu skrásetast og almannakunngerast, ikki gerast galdandi ímóti triðjamanni, uttan so at tað verður prógvað, at triðimaður hevði kunnleika til hesi viðurskifti. At tílík viðurskifti ikki eru almannakunngjørd forðar ikki fyri, at triðimaður kann gera hesi galdandi.
§ 15. Skráseting er ikki loyvd, um tað, ið ætlandi skal skásetast, ikki lýkur treytirnar eftir hesi lóg, eftir reglum, ið eru ásettar við heimild í hesi lóg ella eftir viðtøkum felagsins. Skráseting er heldur ikki loyvd, um avgerðin, ið er grundarlag fyri skrásetingini, ikki er tikin í samsvari við ásetingar í hesi lóg, við reglur, ásettar við heimild í hesi lóg ella við tað, sum ásett er í viðtøkum felagsins.
Stk. 2. Fráboðari, sum skrásetir viðurskifti í kt-skipan Skráseting Føroya, ella sum letur inn fráboðan um hesi viðurskifti til kt-skipan Skráseting Føroya, stendur til svars fyri, at skrásetingin ella fráboðanin er lógliga framd, heruppií at hóskandi fulltrú er tøk, og at skjalprógvini í sambandi við skrásetingina ella fráboðanina eru galdandi.
Stk. 3. Stk. 1 og 2 eru eisini galdandi fyri skjøl v.m., sum verða almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya, ella skjøl, sum verða latin skrásetingini at almannakunngera v.m. eftir hesi lóg.
§ 16. Verður Skráseting Føroya varug við, at skeivleikar eru viðvíkjandi viðurskiftum, ið eru fráboðað, og at hesir skeivleikar kunnu verða rættaðir við aðalfundaravgerð ella við avgerð høvuðsleiðslustovni kapitalfelagsins, kann skrásetingin áseta eina freist at rætta viðurskiftini. Skráseting kann ikki verða framd, um slíkir skeivleikar ikki eru rættaðir, tá freistin er farin.
Stk. 2. Um skráseting verður avvíst eftir stk. 1, skal fráboðarin hava skrivlig boð um, at skrásetingin ikki verður framd, og grundgeving fyri, hví so er.
Stk. 3. Verður Skráseting Føroya varug við, at ivamál er um, hvørt framdar ella fráboðaðar skrásetingar eru lógligar, kann skrásetingin avgera, at skrásetingar eftir § 9, stk. 1 ikki kunnu verða framdar, áðrenn greiða er fingin um hesi viðurskifti. Fráboðarin skal hava skrivlig boð um, at skrásetingin ikki verður framd og grundgeving fyri, hví so er. Skráseting Føroya kann harumframt í kt-skipanini almannakunngera eina grundgeving fyri avgerð síni.
Stk. 4. Skráseting Føroya kann í teimum førum, ið eru fevnd av stk. 3, harumframt skráseta fráfaring leiðslunnar.
§ 17. 1) Skráseting Føroya kann krevja tær upplýsingar, ið eru neyðugar, til tess at taka støðu til, um lógin, reglur, ásettar við heimild í lógini, og viðtøkur felagsins eru hildnar heruppií at kapitalgrundarlagið er til staðar.
Stk. 2. Við skráseting og fráboðan eftir reglum, ásettar við heimild í hesum kapitli, kann Skráseting Føroya í upp til 5 ár eftir skrásetingardagsetingina krevja váttan fyri, at skrásetingin ella fráboðanin er lógliga framd. Skráseting Føroya kann í hesum sambandinum í serligum førum krevja grannskoðaraváttan um, at fíggjaraligu tiltøkini í sambandi við skrásetingina ella fráboðanina eru lóglig. Verða treytirnar eftir 1. og 2. pkt. ikki loknar, ásetur Skráseting Føroya eina freist at vátta hesi viðurskifti. Er tílík váttan ikki fingin til vega, áðrenn freistin er farin, kann skrásetingin skipa fyri, at kapitalfelagið verður avtikið eftir reglunum í § 226.
§ 18. 1) 2) Upplýsingar um navn og bústað hjá persónum, skrásettir við heimild í hesi løgtingslóg, skulu, til eina og hvørja tíð síggjast í kt-skipan Skráseting Føroya. Hetta er galdandi fyri bæði virkin og avtikin feløg. Skráseting Føroya kann áseta reglur um, at ávísar upplýsingar ikki skulu síggjast.
Stk. 2. Dagføringar av persónsupplýsingum eftir stk. 1 halda uppat 10 ár eftir, at viðkomandi persónur ikki longur er skrásettur í einum felag, sum er skrásett í kt-skipan Skráseting Føroya.
§ 19. 1) (Strikað).
§ 20. 1) Er nakar av teirri fatan, tó burtursæð frá teimum førum, ið eru fevnd av § 109, at ein skráseting viðvíkjandi eini avgerð, ið er tikin av stovnarunum aðalfundi ella av leiðslu felagsins, er til skaða fyri viðkomandi, skal málið um striking av skrásetingini avgerast av dómstólinum.
Stk. 2. Sakarmál um hetta skal verða lagt móti felagnum í seinasta lagi 6 mánaðir eftir almannakunngeringina av skrásetingini í kt-skipan Skráseting Føroya. Rætturin sendir Skráseting Føroya útskrift av dóminum, sum síðani í kt-skipan síni almannakunnger upplýsingar um úrslitið av málinum.
Freistir
§ 21. Tá tað í hesi lóg, ella í reglum, ásettar við heimild í hesi lóg, er ásett, at ein gerð kann ella skal fremjast eitt ávíst tal av døgum, vikum, mánaðum ella árum, áðrenn ein nærri ásett hending verður, verður freistin at fremja gerðina roknað frá degnum fyri hesi nærri ásettu hending.
Stk. 2. Um freistin at fremja gerðina gongur út í einum vikuskifti, á einum halgidegi, grundlógardag, jólaaftansdag ella nýggjársaftansdag, skal gerðin fremjast í seinasta lagi seinasta gerandisdag frammanundan.
§ 22. Tá tað í hesi lóg, ella í reglum, ásettar við heimild í hesi lóg, er ásett, at ein gerð ella ein avgerð í fyrsta lagi kann verða framd eitt ávíst tal av døgum, vikum, mánaðum og árum eftir, at ein nærri ásett hending er farin fram, verður freistin at fremja gerðina ella avgerðina roknað frá degnum eftir hesa nærri ásettu hending. Gerðin ella avgerðin kann í fyrsta lagi verða framd dagin eftir, at freistin er farin.
§ 23. Tá tað í hesi lóg, ella í reglum, ásettar við heimild í hesi lóg, er ásett, at ein gerð skal verða framd í seinasta lagi eitt ávíst tal av døgnum, vikum, mánaðum ella árum eftir, at ein nærri ásett hending hevur verið, verður freistin at fremja gerðina roknað frá degnum eftir, at henda hending hevur verið.
Stk. 2. Er freistin, sbr. stk. 1, ásett í vikum, er freistin at fremja gerðina farin vikudagin eftir tann dag, tá hendingin var.
Stk. 3. Er freistin, sbr. stk. 1, ásett í mánaðum, er freistin at fremja gerðina farin mánaðardagin eftir tann dag, tá ásetta hendingin var. Um ásetta hendingin var seinasta dagin í mánaðinum, ella um freistin gongur út ein mánaðardag, sum ikki er til, er freistin altíð seinasta dagin í mánaðinum, líkamikið hvussu langur mánaðurin er.
Stk. 4. Er freistin, sbr. stk. 1, ásett í árum, er freistin at fremja gerðina farin ársdagin eftir tann dag, tá ásetta hendingin var.
Stk. 5. Um freistin gongur út í einum vikuskifti, á einum halgidegi, grundlógardag, jólaaftansdag ella nýggjársaftansdag, skal gerðin fremjast í seinasta lagi fyrsta gerandisdag eftir hetta.
Kapittul 3
Stovnan
Stovnarar
§ 24. Eitt kapitalfelag kann verða stovnað av einum ella fleiri stovnarum.
Stk. 2. 4) Stovnari má ikki vera undir endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð.
Stk. 3. Um stovnarin er ein fysiskur persónur, skal persónurin vera myndugur og má ikki vera undir verjumáli eftir § 5 í verjumálslógini ella undir samverjumáli eftir § 7 í verjumálslógini.
Stk. 4. Um stovnarin er ein løgfrøðiligur persónur, skal hesin vera heimilaður at fáa rættindi, átaka sær skyldur og at vera partur í rættarmálum.
Stovningarskjal
§ 25. Stovnarar skulu undirskriva eitt stovningarskjal, ið skal innihalda viðtøkur kapitalfelagsins.
§ 26. Stovningarskjalið skal innihalda upplýsningar um:
1) navn, bústað og møguligt skrásetingartal hjá stovnarunum av kapitalfelagnum,
2) tekningarkursin fyri kapitalpartar,
3) tekningarfreistirnar og inngjaldingina av kapitalpørtunum,
4) frá hvørjum ávísum degi stovnanin skal hava rættarvirknað, sbr. § 40, stk. 3-5,
5) frá hvørjum ávísum degi stovnanin skal hava roknskaparligan virknað, jvb § 40, stk. 6, og
6) um kapitalfelagið skal gjalda kostnaðin av stovningini og, um so er, metta kostnaðin av hesum.
§ 27. 1) Stovningarskjalið skal harumframt innihalda ásetingar um hesi viðurskifti, um avgerð er tikin um hetta:
1) Serlig rættindi ella fyrimunir, ið stovnarar ella onnur fáa,
2) gerð av avtalu við stovnarar ella onnur, ið hevur við sær, at kapitalfelagið kann fara at átaka sær týðandi fíggjarligar skyldur,
3) um kapitalpartar kunnu teknast við innskoti av øðrum virðum enn reiðum peningi, sbr. § 35,
4) at kapitalfelagsins ársroknskapur o.a. ikki verður grannkoðaður, um kapitalfelagið kann velja frá grannskoðan sambært ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu, og
5) støddina á teknaða felagskapitalinum, ið er inngoldin á stovningardegnum.
Stk. 2. Í stovningarskjalinum skulu stovnararnir greiða frá umstøðum, ið hava týdning, tá metast skal um tær avgerðir, ið eru tiknar eftir stk. 1. Frágreiðingin skal innihalda navn og bústað á teimum, ið ásetingarnar fevna um.
Stk. 3. Skjøl, hvørs høvuðsinnihald ikki verður endurgivið í stovningarskjalinum, men sum sipað verður til í stovningarskjalinum, skulu leggjast við stovningarskjalinum.
Stk. 4. Avtalur um viðurskifti, sum eru nevnd í stovningarskjalinum, men sum ikki eru góðkend í stovningarskjalinum, eru ikki galdandi mótvegis kapitalfelagnum.
Viðtøkur
§ 28. 1) Viðtøkurnar fyri eitt kapitalfelag skulu innihalda upplýsningar um:
1) Navn og møgulig hjánøvn kapitalfelagsins,
2) endamál kapitalfelagsins,
3) stødd á felagskapitalinum og talið av kapitalpørtum ella áljóðandi virði á kapitalpørtunum,
4) rættindi kapitalpartanna,
5) leiðslustovnar kapitalfelagsins herupií upplýsingar um leiðsluskipan, sum vald er, sbr. § 111, og í partafeløgum upplýsing um hægsta ella lægsta og hægsta tal av limum í ymsu leiðslustovnunum og møguligum varalimum, umframt valskeið hjá limunum í evsta leiðslustovninum,
6) aðalfundarfráboðan og
7) roknskaparár kapitalfelagsins.
§ 29. Viðtøkur fyri eitt kapitalfelag skulu harumframt innihalda upplýsningar um avgerðir, ið sambært hesari lóg skulu takast upp í viðtøkurnar, og nær kapitalfelagið í seinasta lagi heldur uppat, um so er, at kapitalfelagið bert skal vera til í eitt avmarkað tíðarskeið.
Tekning av felagskapitali
§ 30. Tekning av kapitalpørtum skal gerast á stovningarskjalinum og møguligum fylgiskjølum.
§ 31. Kapitalpartar kunnu ikki teknast við fyrivarni ella til undirkurs.
§ 32. Stovnararnir avgera, um tekningin av kapitalpørtum kann góðtakast, sbr. tó § 31.
Stk. 2. Er talan um yvirtekning, skulu stovnararnir, áðrenn skráseting ella fráboðan um skráseting er framd, sbr. §§ 9 og 40, avgera, hvussu nógvar kapitalpartar hvør einstakur teknari kann fáa. Ein stovnari kann ikki fáa kapitalpartar fyri eina minni upphædd enn stovnarin, sambært stovningarskjalinum, vil tekna.
Stk. 3. Stovnararnir skulu skjótast tilber boða teimum persónum, ið hava teknað kapitalpartar í einum kapitalfelagi, frá, um:
1) Tekningin ikki er góðtikin,
2) stovnararnir gerast varugir við, at tekningin er ógildug, ella
3) tann teknaða upphæddin er lækkað, orsakað av yvirtekning.
Stk. 4. 1) Uppskot um at stovna kapitalfelagið við hægri ella lægri felagskapitali enn tilskilað í viðtøkunum kann bert verða viðtikið við samtykki frá øllum stovnarum og kapitalteknarum.
Stk. 5. Er felagskapitalurin, ella tann møguliga ásetta minstaupphæddin, ikki fult teknaður og góðtikin av stovnarunum, er stovnan kapitalfelagsins og tískil eisini skyldur kapitalteknaranna fallin burtur. Inngoldnar upphæddir verða afturgoldnar. Stovningarkostnaðurin kann tó verða drigin frá, um hetta varð treytað við tekningina.
Inngjald av felagskapitali
§ 33. 1) Tað skal til hvørja tíð verða inngoldið 25 pst. av felagskapitalinum tó í minsta lagi 50.000 kr. Inngoldið verður í mun til hvønn einstakan kapitalpart. Er yvirkursur ásettur, skal í partafeløgum allur yvirkursurin inngjaldast, hóast ein partur av felagskapitalinum ikki verður inngoldin. Í smápartafeløgum skal møguligur yvirkursur ikki allur inngjaldast, men kann verða partvíst inngoldin við sama lutfalli sum felagskapitalurin. Verður allur ella ein partur av felagskapitalinum skotin inn við øðrum virðum enn kontantum, sbr. § 35, skal allur felagskapitalurin og møguligur yvirkursur tó inngjaldast fult út.
Stk. 2. Høvuðsleiðsla kapitalfelagsins kann krevja, at felagskapitalur, ið ikki er inngoldin, skal verða inngoldin, tá tað verður kravt. Freistin fyri hesum inngjaldi er í minsta lagi 2 vikur. Viðtøkur felagsins kunnu áseta longri freist, tó ikki longri enn 4 vikur.
Stk. 3. Krøv kapitalfelagsins um inngjald av kapitalpørtum kunnu ikki avhendast ella setast í veð.
Stk. 4. Verður støddin á felagskapitalinum viðmerkt á brøv og onnur handilsskjøl, heruppií í elektróniskum boðum, og á heimasíðu kapitalfelagsins, skulu bæði teknaði kapitalurin og inngoldni kapitalurin nevnast.
§ 34. Rættindini kapitaleigara eftir hesi lóg standa við, uttan mun til um allur kapitalparturin er inngoldin, sbr. tó stk. 3.
Stk. 2. Ein kapitaleigari hevur skyldu til at inngjalda ein kapitalpart, tá høvuðsleiðslan biður um tað, sbr. § 33, stk. 2. Ein kapitaleigari hevur tó altíð rætt til at inngjalda ein ógoldnan part av einum kapitalparti, uttan mun til um høvuðsleiðslan hevur biðið um tað. Kapitaleigarin skal tá inngjalda ta fullu ógoldnu upphæddina av viðkomandi kapitalparti, uttan so at annað er ásett í viðtøkunum.
Stk. 3. Hevur ein kapitaleigari ikki rættstundis gjørt eftir boðum høvuðsleiðslunnar um at gjalda inn ógoldnar upphæddir av einum kapitalparti, kann kapitaleigarin, á aðalfundinum, ikki nýta atkvøðurætt sín fyri nakran part av sínum kapitalposti í felagnum, og kapitalposturin hjá viðkomandi verður mettur ikki at vera umboðaður á aðalfundinum, fyrr enn upphæddin er inngoldin og skrásett í kapitalfelagnum. Hetta er tó ikki galdandi fyri rættin til vinningsbýti og onnur útgjøld, umframt rættin til nýggjar kapitalpartar við kapitalhækkan. Høvuðsleiðslan kann mótrokna krav kapitalfelagsins upp á inngjalding av kapitalinum í útlutan frá felagnum, ið kapitaleigari hevur rætt til sum kapitaleigari.
Stk. 4. Ein kapitaleigari kann ikki, uttan samtykki frá høvuðsleiðslu kapitalfelagsins, nýta krøv móti kapitalfelagnum í mótrokning ímóti sínum skyldum at inngjalda ógoldnar upphæddir. Samtykki skal ikki verða givið, um mótrokningin kann skaða kapitalfelagið ella kravánarar tess.
Stk. 5. Ein kapitaleigari kann ikki, uttan samtykki frá høvuðsleiðslu kapitalfelagsins, skjóta inn onnur virði enn reiðan pening fyri at lúka skyldu sína at inngjalda ógoldnar upphæddir. Samtykki skal ikki verða givið, um innskotið kann skaða kapitalfelagið ella kravánarar tess. Harumframt skal gerast ein meting eftir ásetingunum í §§ 36 og 37, uttan so at tað, sum er fingið, er fevnt av § 38.
Stk. 6. Um ein kapitaleigari avhendar ein ikki fult rindaðan kapitalpart, heftir hesin solidariskt við útvegaran og seinri útvegarar fyri írestandi inngjaldinum av kapitalpartinum.
Serligt um innskot av felagskapitali við øðrum virðum enn reiðum peningi
§ 35. Innskot við øðrum virðum enn reiðum peningi, t.e. apportinnskot, skal hava fíggjarligt virði og kann ikki vera ein skylda at gera eitt arbeiði ella lata eina tænastuveiting.
Stk. 2. Krøv mótvegis stovnarum ella kapitaleigarum kunnu ikki skjótast inn ella yvirtakast, uttan mun til, um krøvini eru tryggjað við panti.
§ 36. Um kapitalfelagið yvirtekur onnur virði enn reiðan pening, skal ein metingarfrágreiðing leggjast við stovningarskjalinum. Frágreiðingin skal innihalda:
1) Eina lýsing av hvørjum einstøkum innskoti,
2) upplýsingar um ta mannagongd, sum er nýtt í sambandi við metingina,
3) tilskilan av tí viðurgjaldi, sum er ásett fyri yvirtøkuna, og
4) váttan um, at ásetta fíggarliga virði í minsta lagi samsvarar við tað avtalaða viðurgjaldið, heruppií møguligt áljóðandi virði á teimum kapitalpørtum, ið skulu gevast út, umframt ein møguligan yvirkurs.
Stk. 2. Metingin skal ikki vera gjørd meira enn 4 vikur áðrenn undirskrivingina av stovningarskjalinum. Um farið verður út um freistina, skal metingin verða gjørd av nýggjum.
Stk. 3. 1) Yvirtekur kapitalfelagið í sambandi við stovnanina eina verandi fyritøku, skal metingarfrágreiðingin innihalda ein byrjanarjavna fyri kapitalfelagið. Byrjanarjavnin skal verða gjørdur í samsvari við tað regluverk, sum felagið ger ársfrásøgn eftir. Byrjanarjavnin skal vera uttan fyrivarni. Er felagið undir grannskoðanarskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu, skal byrjanarjavnin harumframt hava váttan um grannskoðan uttan fyrivarni.
§ 37. 4) Metingarfrágreiðingin skal gerast av einum ella fleiri serkønum metingarfólkum, ið eru óheft. Stovnararnir kunnu tilnevna góðkendar grannskoðarar. Skiftirætturin kann í øðrum førum tilnevna metingarfólk.
Stk. 2. §§ 133 og 149 í hesi lóg og § 22 í grannskoðaralógini verða at nýta samsvarandi um metingarfólk.
Stk. 3. Metingarfólkini skulu hava høvi at gera tær kanningar, ið mettar verða neyðugar, og kunnu krevja, at stovnararnir ella kapitalfelagið lata tær upplýsingar og ta hjálp, ið mettar verða neyðugar fyri útinnanina av arbeiði teirra.
§ 38. 1) Kravið um gerð av metingarfrágreiðing eftir § 36, stk. 1 er ikki galdandi, um talan er um innskot av:
1) Ognum og skyldum (nettoognum), ið eru mátaðar til dagsvirðið og eru lagdar fram hvør sær í einum árs- ella samtaksroknskapi fyri undanfarna roknskaparár. Árs- ella samtaksroknskapurin skal verða gjørdur í samsvari við ásetingarnar í ársroknskaparlógini ella teimum altjóða roknskaparstandardunum, sbr. fyriskipan frá Evropa Parlamentinum og Ráðnum um nýtslu av altjóða roknskaparstandardum, í samsvari við roknskaparreglur, ásettar í ella sbrt. lóggávuni um fíggjarligt virksemi, ella í roknskapi fyri eitt útlendskt felag, og roknskapurin er gjørdur eftir ásetingunum í 4. Ráðsdirektivi frá 25. juli 1978 (78/660/EØF) við seinni broytingum ella í 7. Ráðsdirektivi frá 13. juni 1983 (83/349/EØF) við seinni broytingum, og roknskapurin hevur fingið grannskoðaraátekning.
2) Virðisbrøv ella peningamarknaðarinstrument, ið verða innskotin við tí miðalkursi, sum tey eru handlað fyri á einum ella fleiri reguleraðum marknaðum 4 tær seinastu vikurnar, áðrenn undirskrivingina av stovningarskjalinum. Metingarfrágreiðingin eftir § 36, stk. 1, skal tó verða gjørd, um høvuðsleiðsla kapitalfelagsins metir, at hesin miðalkursurin er ávirkaður av serligum umstøðum, ella tað annars ikki kann metast, um miðalkursurin sýnir aktuella virðið.
Stk. 2. 1) Høvuðsleiðsla kapitalfelagsins hevur ábyrgdina av, at eitt innskot sbrt. stk. 1 ikki er kapitalfelagnum ella tess kaptaleigarum ella kravánarum til skaða, og skal gera eina frágreiðing, ið skal innihalda:
1) Lýsing av ognum og skyldum (nettoognum) og virði teirra,,
2) upplýsing um ta mannagongd, ið er nýtt í sambandi við virðismetingina,
3) fráboðan um, at ásettu virðini í minsta lagi samsvara við virðið av teimum kapitalpørtum, sum skulu veitast sum viðurgjald, og, um so er, skulu samsvara við virðið av einum møguligum yvirkursi,
4) fráboðan um, at nýggjar umstøður ikki eru íkomnar, sum hava týdning fyri upprunaligu virðismetingina.
Stk. 3. 1) Høvuðsleiðslan skal almannakunngera frágreiðingina eftir stk. 2 hjá kt-skipan Skráseting Føroya áðrenn ella samstundis, sum stovnanin verður skrásett ella fráboðað.
Val av leiðslu og møguligum grannskoðara v.m.
§ 39. Eru leiðsla og møguligur grannskoðari fyri kapitalfelagið ikki vald í sambandi við stovnanina av kapitalfelagnum, skulu stovnararnir í seinasta lagi 2 vikur eftir, at stovningarskjalið er undirskrivað, hava aðalfund í kapitalfelagnum, har leiðsla og møguligur grannskoðari verða vald. Stovnanin, umframt valda leiðslan og møguligur grannskoðari, skulu skrásetast ella fráboðast, sbr. § 9.
Skráseting
§ 40. 1) Kapitalfelagið skal verða skrásett ella fráboðað kt-skipan Skráseting Føroya, sbr. § 9, í seinasta lagi 2 vikur eftir, at stovningarskjalið er undirskrivað. Er skráseting ella fráboðan um skráseting ikki latin kt-skipan Skráseting Føroya, áðrenn henda freist er úti, kann skráseting ikki fara fram.
Stk. 2. 1) Kapitalfelagið kann ikki skrásetast uttan so, at minst 25 prosent av samlaða kapitalinum, tó í minsta lagi 50.000 kr, sbr. § 4, stk. 2, er inngoldin, sbr. § 33, stk. 1, 1. pkt. Um yvirkursur er ásettur, skal allur yvirkursurin vera inngoldin sambært § 33, stk. 1. Í sambandi við skráseting ella fráboðan eftir stk. 1, skal sendast inn skjalprógv fyri, at kapitalurin er inngoldin til felagið í seinasta lagi, tá skrásett ella fráboðað verður.
Stk. 3. Stovnanin av kapitalfelagnum hevur rættarvirknað frá tí degi, stovningarskjalið er undirskrivað, ella frá tí degi, ið nevndur er í stovningarskjalinum, sbr. tó stk. 4 og 5.
Stk. 4. Verður felagskapitalurin goldin við innskoti av reiðum peningi, ber ikki til at lata stovnanina fáa rættarvirknað seinni enn 12 mánaðir eftir, at stovningarskjalið er undirskrivað.
Stk. 5. Skal kapitalfelagið, í sambandi við stovnanina, yvirtaka onnur virði enn reiðan pening, ber ikki til at lata stovnanina fáa rættarvirknað seinni enn frá tí degi, kapitalfelagið er skrásett ella fráboðað, sbr. stk. 1.
Stk. 6. 1) Yvirtekur kapitalfelagið í sambandi við stovnanina eitt verandi virki ella ein avgerandi post av eigarapørtum í einari aðrari fyritøku, ber til at lata stovnanina fáa roknskaparligan virknað frá fyrsta degi í verandi roknskaparári í tí felagi, sum skotið verður inn ella sum kapitalposturin viðvíkur.
§ 41. Eitt kapitalfelag, ið ikki er skrásett, kann ikki fáa rættindi, átaka sær skyldur ella vera partur í rættarmálum, tó undantikið sakarmál til innheinting av teknaðum vinnufelagskapitali og øðrum sakarmálum viðvíkjandi tekningini. Kapitalfelagið skal afturat navni sínum leggja orðini “undir stovnan”.
Stk. 2. 1) Verður kapitalfelag stovnað við dagfesting fyri rættarvirknað, sbr. § 40, stk. 3-5, sum liggur eftir dagfestingina av stovningarskjalinum, kann tað í tíðarskeiðinum fram til, at stovnanin av kapitalfelagnum fær rættarvirknað, ikki verða útvegað rættindi ella átiknar skyldur vegna kapitalfelagið.
Stk. 3. Fyri eina skuldarbinding, ið er gjørd vegna kapitalfelagið eftir tann dagin, stovningarskjalið er undirskrivað, men áðrenn skrásetingina, hefta tey, sum hava gjørt skuldarbindingina, ella sum hava samábyrgd av hesum, solidariskt. Tá skráseting er framd, yvirtekur kapitalfelagið tey rættindi og tær skyldur, sum fylgja av stovningarskjalinum, ella sum eru fingin ella eru álagdar kapitalfelagnum, eftir at stovningarskjalið er undirskrivað.
Stk. 4. Er avtalað gjørd, áðrenn kapitalfelagið er skrásett, og hevur hin avtaluparturin ikki kunnleika um, at kapitalfelagið ikki er skrásett, kann hesin slíta avtaluna, um skráseting ikki er framd í seinasta lagi, tá freistin eftir § 40, stk. 1 er úti. Hetta er tó ikki galdandi, um annað er avtalað. Visti avtaluparturin ikki, at kapitalfelagið ikki var skrásett, kann avtalan, fram til skráseting felagsins, verða slitin.
Seinri útveganir
§ 42. 1) Høvuðsleiðsla kapitalfelagsins hevur ábyrgdina av, at útvegan av ognum frá stovnarum, kapitaleigarum og limum av kapitalfelagsins leiðslu ikki er felagnum, kapitaleigarum ella áognarum at skaða.
§ 42 a. 1) Kapitalfelagsins útvegan av ognum frá stovnara skal góðkennast av aðalfundinum, um:
1) útveganin fer fram í tíðini frá dagfestingingi av undirskrift á stovningarskjali og til 24 mánaðir eftir, at partafelagið er stovnað, og
2) viðurgjaldið samsvarar við í minsta lagi 1/10 av felagskapitalinum.
Stk. 2. Høvuðsleiðsla kapitalfelagsins skal til nýtslu í sambandi við aðalfundarinnar avgerð um góðkenning gera eina frágreiðing um tær nærri umstøðurnar viðvíkjandi útveganini.
§ 43. 1) Útvegar eitt partafelag ognir frá einum stovnara, og útveganin er fevnd av § 42 a, stk. 1, skal harumframt gerast ein virðismeting sambært ásetingunum í §§ 36 og 37, uttan so at útveganin er fevnd av § 83.
Stk. 2. Um tað, sum er útvegað eftir stk. 1 er eitt verandi virki, skal fíggjarstøðan eftir § 36, stk. 3 tó gerast upp sum ein yvirtøkujavni fyri virkið, sum er yvirtikið.
§ 44. 1) Høvuðsleiðslan skal almannakunngera frágreiðingina, sbr. § 42 a, stk. 2, og metingarfrágreiðingina ella leiðsluváttina, sbr. § 43, í kt-skipan Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at aðalfundurin hevur góðkent útveganina.
Stk. 2. 1) §§ 42 a og 43 eru ikki galdandi fyri vanligu handilsligu dispositiónir partafelagsins.
Kapittul 4
Kapitalpartar, eigarayvirlit v.m.
Kapitalpartar
§ 45. Í kapitalfeløgum hava allir kapitalpartar líka rætt í felagnum. Viðtøkurnar kunnu tó áseta ymiskar kapitalflokkar. Um so er, skulu viðtøkurnar tilskila teir munir, ið eru knýttir at teimum einstøku kapitalflokkunum, og støddina á hvørjum einstøkum flokki.
§ 46. Allir kapitalpartar hava atkvøðurætt. Í viðtøkum felagsins kann tó verða ásett, at ávísir kapitalpartar ikki hava atkvøðurætt, og at atkvøðuvirðið á ávísum kapitalpørtum er øðrvísi enn tað hjá øðrum kapitalpørtum.
Stk. 2. Kapitalpartar uttan atkvøðurætt hava bert umboðanarrætt, um tað er ásett í viðtøkunum.
§ 47. Eitt kapitalfelag kann geva út kapitalpartar við nominellum virði ella sum stykkjakapitalpartar, ella kapitalpartar, settir saman av hesum báðum.
Stk. 2. Stykkjakapitalpartar hava einki áljóðandi virði. Hvør einstakur stykkjakapitalpartur er javnbjóðis partur av vinnufelagskapitalinum.
Stk. 3. Fyri kapitalpartar við nominellum virði verður parturin av vinnufelagskapitalinum gjørdur upp eftir lutfallinum millum áljóðandi virði og vinnufelagskapitalin, og fyri stykkjakapitalpartar eftir talinum av útgivnum pørtum.
§ 48. Kapitalpartar eru frítt umsetiligir og eru ikki innloysiligir, uttan so at annað fylgir av lóggávuni.
Stk. 2. 5) Kapitalpartar kunnu gevast út við navni. Um so er, kunnu viðtøkurnar áseta avmarkingar í umsetiligheit ella viðvíkjandi útloysn av partabrøvum.
§ 49. Tann, ið ognar sær ein kapitalpart við nominellum virði, kann ikki útinna tey rættindi, sum eru hjá kapitaleigara, uttan so at ognarin er uppskrivaður í eigarabókini, ella ognarin hevur fráboðað og skjalprógvað ognan sína. Hetta er tó ikki galdandi fyri rættin til vinningsbýti og onnur útgjøld og rættin til nýggjar kapitalpartar í sambandi við kapitalhækking.
Stk. 2. 5) Ognari av einum ella fleiri handhavapartabrøvum kann ikki útinnna tey rættindi, sum ein kapitaleigari hevur, uttan so at ognarin hevur givið fráboðan til felagið um sítt ognarhald.
Stk. 3. 5) Ognari av einum ella fleiri handhavapartabrøvum kann ikki útinna tey rættindi, sum ein kapitaleigari hevur, uttan so at ognarin er skrásettur í kt-skipan Skráseting Føroya, sbr. § 57 a ella § 58.
Stk. 4. 5) Høvuðsleiðslan hevur ábyrgdina av at hava eftirlit við, um ein ognari lýkur treytirnar í stk. 1-4.
Eigarabók
§ 50. Høvuðsleiðslan skal, skjótast gjørligt eftir at kapitalfelagið er stovnað, gera eitt yvirlit yvir allar kapitaleigarar.
Stk. 2. Eigarabókin kann verða førd á tann hátt, at felagið skrásetir upplýsingarnar eftir § 52 og § 56, stk. 2 í kt-skipan Skráseting Føroya, sbr. § 58.
Stk. 3. Viðtøkurnar kunnu áseta, at eigarabókin, vegna felagið, verður førd av einum persóni, sum felagið hevur valt. Viðtøkurnar skulu innihalda upplýsingar um navn og bústað hjá tí persóni, ið førir eigarabókina. Upplýsing um skrásetingartalið er tó nóg mikið, um talan er um løgfrøðiligan persón. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, at persónur kann føra eigarabøkur, heruppií hvørjar treytir hesin skal lúka.
§ 51. Eigarabókin skal vera atkomulig hjá almennum myndugleikum. Viðtøkurnar skulu upplýsa, hvar eigarabókin verður førd, um hetta ikki er á heimstaði felagsins. Eigarabókin skal vera førd innan umveldisvídd ES/EBS-sáttmálanna og Hoyvíkssáttmálans.
Stk. 2. Í feløgum, har starvsfólkini hava rætt at velja umboð í evstu leiðslu felagsins eftir § 140, men har hesin rættur ikki er nýttur, skal eigarabókin eisini vera atkomulig hjá einum starvsfólkaumboði. Í eini samtøku, har starvsfólkini ikki hava valt umboð í evstu leiðslu felagsins eftir § 140, skal eigarabók móðurfelagsins vera atkomulig hjá einum starvsfólkaumboði hjá hinum føroysku feløgunum í samtøkuni.
Stk. 3. Í viðtøkunum kann vera ásett, at eigarabókin eisini skal vera atkomulig hjá kapitalánarunum, heruppií at eigarabókin skal vera atkomulig í elektróniskum formi, sbr. tó stk. 4 og 5. Avgerð um hetta verður tikin á aðalfundi við tí atkvøðumeiriluta, ið er kravdur fyri at fremja viðtøkubroyting.
Stk. 4. 1) Er eigarabókin eftir § 50, stk. 2 atkomulig í elektróniskum formi, kann felagið lúka skyldur sínar eftir stk. 1-3 við at geva teimum, ið hava rætt til tað eftir stk. 1-3, atgongd til elektrónisku eigarabókina. Skyldur felagsins eru loknar, um felagið fráboðar upplýsingarnar, sbr. § 52, til kt-skipan Skráseting Føroya (eigarayvirlitið), sbr. § 58, stk. 1 og 2.
Stk. 5. Í smápartafeløgum skal eigarabókin vera atkomulig hjá øllum smápartahavarum.
§ 52. 1) Eigarabókin hjá kapitalfelag, sum hevur givið út navnakapitalpartar, skal innihalda hesar upplýsingar, sbr. tó stk. 3:
1) Kapitaleigarans samlaðu goymslur av kapitalpørtum.
2) Kapitaleigarans og veðhavarans navn og bústað, og, tá tað snýr seg um fyritøkur, skrásetingartal og heimstað, sbr. stk. 2.
3) Dagfesting fyri útvegan, avhendan ella veðseting, heruppií stødd á kapitalpørtunum.
4) Tey atkvøðurættindi, sum eru knýtt at kapitalpørtunum.
Stk. 2. 1) 3) Er kapitaleigarin ella veðhavarin útlendskur ríkisborgari ella ein útlendskur juridiskur persónur, sbr. § 53, stk. 1, skal onnur skjalváttan leggjast við, sum tryggjar eintýdda eyðmerking av kapitaleigaranum ella veðhavaranum.
Stk. 3. 1) Fyri partafeløg, sum hava givið út eigaraprógv ella hava givið út partabrøv gjøgnum eina virðisbrævamiðstøð, verður stk. 1 og 2 ikki nýtt.
§ 53. 1) Kapitaleigarin ella veðhavarin skal boða kapitalfelagnum frá um eigaraskifti ella veðseting. Fráboðan frá kapitaleigara ella veðhavara skal vera felagnum í hendi í seinasta lagi 2 vikur eftir, at eigaraskifti ella veðseting er farin fram. Fráboðanin skal innihalda tær í § 52 nevndu upplýsingar um nýggja kapitaleigaran ella veðhavaran. Er talan um avhending av kapitalpørtum, er uppskriving ikki kravd, sbr. tó stk. 4.
Stk. 2. Fráboðan um eigaraskifti ella veðseting verður at føra í eigarabókina við tilskilaðum upplýsingum um nýggja kapitaleigaran ella veðhavaran, um tað ikki eftir viðtøkunum er nakað, sum forðar fyri útveganini/ognanini. Felagið, ella tann, sum førir eigarabókina, kann treytað innføringina í eigarabókina av, at ognarin ella veðhavarin skjalprógvar rætt sín. Innføringin í eigarabókina skal dagfestast.
Stk. 3. Felagið, ella tann, sum førir eigarabókina, skal eftir umbøn frá einum kapitaleigara ella einum veðhavara geva út prógv fyri innføring í eigarabókina.
Stk. 4. 1) Kapitalfelagið, ella tann, sum førir eigarabókina, skal geva eigarapróvnum átekning um, at uppskriving er framd, ella, tá viðtøkurnar áseta hetta, móti deponering av eigarapróvnum, geva út prógv fyri, at uppskriving er framd.
§ 54. 1) Eigarabókin hjá einum partafelag, sum hevur givið út handhavapartabrøv, skal innihalda upplýsing um raðtalið.
Fráboðan um týðandi kapitalpostar
§ 55. Ein og hvør, sum hevur ræði á kapitalpørtum í einum kapitalfelagi, skal boða felagnum frá hesum, tá
1) atkvøðurætturin hjá kapitalpørtunum í minsta lagi er 5% av atkvøðurættinum hjá felagskapitalinum ella í minsta lagi er 5% av felagskapitalinum, ella
2) ein broyting í longu fráboðaðum ognarviðurskiftum hevur við sær, at mørkini upp á ávikavist 5, 10, 15, 20, 25, 50, 90 ella 100% og mørkini upp á ávikavist 1/3 ella 2/3 av atkvøðurættindunum hjá felagskapitalinum ella felagskapitalinum verða rokkin ella ikki longur eru rokkin.
Stk. 2. 3) Sum havandi ræðið á eftir stk. 1 verða roknaðir uppí:
1) Kapitalpartar, hvørs atkvøðurættur er hjá einum virki, sum viðkomandi hevur ræði á gjøgnum tað samband, sum nevnt er í § 7, og
2) kapitalpartar, sum viðkomandi hevur veitt sum trygd uttan so, at veðhavari hevur ræði á atkvøðurættinum og boðar frá ætlan at nýta henda rætt.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um at hava ræði á kapitalpørtum og um fráboðan hesum viðvíkjandi. Landsstýrismaðurin kann harumframt áseta reglur, sum víkja frá stk. 1 í tann mun, talan er um partabrøv í partafeløgum, sum hava partabrøv, ið verða handlað á einum reguleraðum marknaði ella einum multilateralum handilsfasiliteti, heruppií reglur um styttri fráboðanarfreist.
§ 56. Fráboðan eftir § 55 skal verða latin felagnum í seinasta lagi 2 vikur eftir, at eitt av mørkunum í § 55, stk. 1 verður rokkið ella ikki longur er rokkið. Felagið førir upplýsingarnar í eigarabókina.
Stk. 2. Fráboðanin skal innihalda upplýsingar um útveganar- ella avhendanardag, tal av kapitalpørtum og upplýsingar um møguligan kapitalflokk, ið hesir hoyra til, fulla navn kapitaleigaranna, bústað, ella, tá talan er um feløg, navn, skrásetingartal og heimstað. Er kapitaleigarin útlendskur ríkisborgari ella útlendskur løgfrøðiligur persónur, skal við fráboðanini fylgja annað skjalprógv, sum tryggjar eintýðuga eyðmerking av kapitaleigaranum. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um hetta.
Stk. 3. Fráboðanin skal harumframt hava upplýsingar um støddina á kapitalpartinum ávikavist áljóðandi virði, umframt tann atkvøðurætt, ið er knýttur at hesum. Fráboðanin til felagið kann latast í sambandi við fráboðanina eftir § 53, stk. 1.
§ 57. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um fráboðan eftir § 55 um at hava í hendi partabrøv í landspartafeløgum, heruppií,
1) hvat er fevnt av tí at hava í hendi, og
2) at fráboðan til felagið skal fremjast skjótast til ber.
Skráseting av smærri nøgd av handhavapartabrøvum 1)
§ 57 a. 1) Tann, sum hevur útvegað sær eitt ella fleiri handhavapartabrøv, og sum hevur minni enn 5 prosent av atkvøðurættinum hjá felagskapitalinum ella minni enn 5 prosent av felagskapitalinum, skal í seinasta lagi 2 vikur eftir útveganina skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya, sbr. tó stk. 4.
Stk. 2. Skrásetingin sambært stk. 1 skal innihalda upplýsingar um útveganardag, tal av handhavapartabrøvum og fulla navn, bústað og p-tal, ella fyri feløg, v-tal, og heimstað hjá tí, sum útvegar sær handhavapartabrøvini. Um tann, ið útvegar sær handhavapartabrøv, hvørki hevur p-tal ella v-tal, skulu skrásetast aðrar upplýsingar, sum tryggja eina eintýdda eyðmerking av viðkomandi.
Stk. 3. Tá ið eitt ella fleiri handhavapartabrøv, sum eru skrásett sambært stk. 1, verða avhendað, skal tað í seinasta lagi 2 vikur eftir avhendanina skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya, at tann, ið hevur avhendað partabrøvini, ikki longur hevur tey, eins og avhendanardagurin skal skrásetast, sbr. tó stk. 4.
Stk. 4. Skyldan at skráseta eftir stk. 1 og 3 er ikki galdandi, um tey handhavapartabrøv, sum eru ávikavist ognað og avhendað, eru tikin upp til handils á einum reguleraðum marknaði.
Stk. 5. Upplýsingar, sum eru skrásettar Sbrt. stk. 1 og 3, kunnu einans latast víðari til aðrar almennar myndugleikar. Upplýsingar kunnu einans latast víðari, um upplýsingarnar eru neyðugar, fyri at almenni myndugleikin kann røkja sínar eftirlitsuppgávur, og um upplýsingarnar verða latnar í samsvari við løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skráseting av eigaraupplýsingum um handhavapartabrøv í kt-skipan Skráseting Føroya, undir hesum eisini reglur um, hvørjar upplýsingar ávikavist útvegarin ella avhendarin sjálvir kunnu ella skulu skráseta í kt- skipanini.
Eigaraskrá
§ 58. 3) Tá eitt kapitalfelag verður stovnað, skulu felagsins kapitaleigarar, sum hava ræði á týðandi kapitalpørtum, sbrt. § 55, stk. 1, skrásetast í seinasta lagi samstundis við skrásetingina av felagnum, sbrt. § 9. Eru ongir kapitaleigarar, sum hava ræði á týðandi kapitalpørtum, skal hetta somuleiðis skrásetast í seinasta lagi samstundis við skrásetingina av felagnum.
Stk. 2. Felagið skal eisini skjótast til ber boða frá eini og hvørjari broyting av upplýsingunum, sum eru fráboðaðar eftir stk. 1, um so er, at broytingarnar hava við sær, at eitt av mørkunum í § 55, stk. 1, er rokkið ella ikki longur er rokkið.
Stk. 3. Upplýsingar, fingnar til vega sambært stk. 1 og 2, verða almannakunngjørdar í kt-skipan Skráseting Føroya. Reglurnar í 2. kapitli um skráseting verða brúktar á sama hátt.
§ 58 a. 2) 3) Felagið skal fáa til vegar upplýsingar um veruligu eigarar felagsins, heruppií rættindi hjá teimum veruligu eigarunum.
Stk. 2. 3) Ein og hvør, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eigur ella hevur ræði á felagnum, skal eftir áheitan frá felagnum lata felagnum tær upplýsingar um ognarviðurskiftini, sum eru neyðugar, til tess at felagið kann eyðmerkja veruligu eigararnar, heruppií rættindi hjá teimum veruligu eigarunum.
Stk. 3. 3) Felagið skal skjótast gjørligt, eftir at felagið er vorðið kunnugt við, at ein persónur er blivin veruligur eigari, skráseta upplýsingarnar, heruppií upplýsingar um rættindini hjá teimum veruligu eigarunum, í kt-skipan Skráseting Føroya. Ein og hvør broyting í teimum upplýsingum, sum eru skrásettar um veruligu eigararnar, skal skrásetast skjótast gjørligt eftir, at felagið er vorðið kunnugt við broytingina. Teir skrásettu limirnir í dagligu leiðslu felagsins, sbr. § 10, stk. 1, skulu roknast og skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya, sum veruligir eigarar, um so er, at felagið, eftir at hava troytt allar møguleikar fyri eyðmerking, eftir hetta ongar veruligar eigarar hevur, ella ongar veruligar eigarar kann eyðmerkja.
Stk. 4. 3) Kapitalfelagið skal í minsta lagi eina ferð um árið kanna, um broytingar skulu gerast í skrásettu upplýsingunum um veruligu eigararnar. Úrslitið av árligu kanningini skal leggjast fram á fundinum, har høvuðsleiðslan góðkennir ársfrásøgnina.
Stk. 5. 3) Felagið skal goyma skjalprógv um upplýsingarnar um veruligu eigarar tess í fimm ár eftir, at veruligu eigaraviðurskiftini hildu uppat. Felagið skal harumframt goyma skjalprógv fyri teimum savnaðu upplýsingunum um royndir at eyðmerkja veruligar eigarar í fimm ár eftir, at royndirnar at eyðmerkja vórðu framdar.
Stk. 6. 3) Felagið skal eftir áheitan lata upplýsingar til Hvidvasksekretariatet hjá National Enhed for Særlig Kriminalitet um veruligu eigarar felagsins, heruppií um royndir at eyðmerkja felagsins veruligu eigarar. Felagið skal harumframt eftir áheitan útflýggja nevndu upplýsingar til aðrar málførar myndugleikar, tá ið hesir myndugleikar meta, at upplýsingarnar eru neyðugar fyri røkt av eftirlitsuppgávum ella umsjónaruppgávum teirra.
Stk. 7. 3) Hvidvasksekretariatet hjá National Enhed for Særlig Kriminalitet og aðrir málførir myndugleikar kunnu uttan viðurgjald lata upplýsingar víðari um veruligar eigarar, sum eru skrásettar sbrt. stk. 3, ella sum eru savnaðar sbrt. stk. 6, til málførar myndugleikar og eftirlitsmyndugleikar á fíggjarøkinum í ES-limalondum.
Stk. 8. 3) Stk. 1-7 verða ikki nýtt upp á feløg, hvørs eigarapartar ella lánsbrøv verða handlað á einum reguleraðum marknaði ella samsvarandi marknaði, sum er álagdur upplýsingarskyldu samsvarandi ES-rættinum ella samsvarandi altjóða standardum.
Stk. 9. 3) Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skráseting, atkomu til og kunngering av upplýsingum eftir stk. 1, 3 og 5 í kt-skipan Skráseting Føroya, heruppií hvørjar upplýsingar skulu skrásetast í kt-skipanini.
§ 58 b. 3) Tá eitt kapitalfelag verður stovnað, skulu upplýsingar um felagsins veruligu eigarar, heruppií rættindi hjá teimum veruligu eigarunum, innheintast og skrásetast í seinasta lagi samstundis við skrásetingina av felagnum, sbrt. § 9, stk. 1.
§ 58 c. 3) Feløg, sum skulu savna, varðveita og skráseta upplýsingar um veruligar eigarar, sbrt. § 58 a, skulu eftir áheitan útvega persónum og fyritøkum, sum sbrt. hvítvasklóggávuni hava skyldu til at gera kundakunnleikamannagongdir, upplýsingar um eigaraviðurskifti felagsins.
Stk. 2. Fær Skráseting Føroya fráboðan sbrt. hvítvasklóggávuni, um ósamsvar í skrásettu upplýsingunum um felagsins veruligu eigarar, setur Skráseting Føroya eina kanning í verk, sbrt. § 17 og § 58 a, stk. 6, av hesum viðurskiftum. Skráseting Føroya kann mótvegis felagnum áseta eina freist fyri rætting av upplýsingunum.
Stk. 3. Skráseting Føroya kann, samstundis sum kanningin eftir stk. 2 verður gjørd, almannakunngera eina frágreiðing um fráboðanina í kt-skipan Skráseting Føroya. Felagið skal hava møguleika til at mótmæla fráboðanini, áðrenn hon verður almannakunngjørd, uttan so at endamálið við almannakunngering av frágreiðingini um fráboðanina fer fyri skeytið.
Eigaraprógv
§ 59. 1) Eitt eigaraprógv fevnir um ein ella fleiri kapitalpartar. Eitt eigaraprógv, sum fevnir um fleiri kapitalpartar, skal tilskila stødd á einstøku kapitalpørtunum ella møgulig áljóðandi virði. Eitt eigaraprógv, sum fevnir um ein ella fleiri kapitalpartar, skal tilskila raðtal hjá einstøku partabrøvunum.
§ 60. Høvuðsleiðslan kann gera av at geva út og strika eigaraprógv. Eigaraprógv kunnu bert verða givin út, um tað er ásett í viðtøkunum, sbr. tó § 64, stk. 1, ella um eigaraprógv eru umfarsskjøl ella givin handhava, soleiðis at eigaraprógv skulu gevast út fyri allar kapitalpartar, uttan so at eigaraprógvini verða givin út gjøgnum eina virðisbrævamiðstøð, sbr. § 7, stk. 1, nr. 3 í lov om værdipapirhandel m.v., soleiðis sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongaligari fyriskipan.
Stk. 2. Eru avmarkingar galdandi viðvíkjandi umsetiligheitini av partabrøvunum, ella hava partaeigararnir skyldu til at loysa út síni partabrøv, kunnu partabrævaskjøl ikki gevast út til handhava, eins og partabrævaskjølini ikki, við virknaði fyri partafelagið, kunnu avhendast til handhava.
Stk. 3. 1) Eigaraprógv mugu ikki latast, fyrr enn kapitaltekningin er skrásett hjá kt-skipan Skráseting Føroya. Kapitalpartar, skrivaðir upp við navni, kunnu bert latast kapitaleigarum, sum eru uppskrivaðir í eigarabókini.
Stk. 4. 1) Eigaraprógv skal tilskila navn, heimstað og skrásetingarnummar felagsins, kapitalpartsins stødd ella áljóðandi virði, og, tá talan er um handhavapartabrøv, harumframt raðtal. Eigaraprógvið skal harumframt tilskila, um eigaraprógvið skal vera við navni ella kann vera til handhava, umframt útgávudag ella –mánaða eigarapróvsins. Høvuðsleiðslan skal undirskriva eigaraprógvið. Undirskriftin kann tó verða endurgivin mekaniskt.
Stk. 5. Um tað eftir viðtøkunum kunnu verða givnir út kapitalpartar av ymsum kapitalflokkum, skal eigaraprógvið tilskila, hvønn flokk tað hoyrir til.
Stk. 6. Eigaraprógvið skal harumframt tilskila møguligar ásetingar í viðtøkunum um:
1) At kapitalpartar, sum treyt fyri atkvøðurætti, skulu skrivast upp,
2) at serlig rættindi eru knýtt at ávísum kapitalpørtum,
3) at kapitaleigarar skulu hava skyldu til at loysa út kapitalpartar sínar,
4) at kapitalpartarnir ikki skulu vera umfarsskjøl,
5) at galda skulu avmarkingar viðvíkjandi umsetiligheitini av kapitalpørtunum, og
6) at kapitalpartarnir skulu kunna verða ógildaðir uttan dóm.
Stk. 7. Í eigaraprógvum skal fyrivarni vera tikið fyri, at tað, eftir at eigaraprógvini eru útgivin, kann vera tikin avgerð um tey viðurskifti, sum nevnd eru í stk. 6, nr. 3-5, og sum broytir rættarstøðu kapitaleigaranna. Verða tílíkar broytingar gjørdar, skal høvuðsleiðslan, alt tað er møguligt, síggja til, at eigaraprógvini fáa átekning um hetta, ella at tey verða umbýtt við nýggj eigaraprógv.
Partabrøv, ið eru útgivin frá virðisbrævamiðstøð
§ 61. Fyri partabrøv, ið eru útgivin frá virðisbrævamiðstøð, skal høvuðsleiðslan í kapitalfelagnum tryggja, at miðstøðin skjótast til ber fær upplýsingar um niðanfyrinevndu viðurskifti og seinni broytingar í teimum:
1) Navn felagsins, heimstað, postadressu og skrásetingarnummar í kapitalfelagsskránni,
2) Felagskapitalur felagsins við tilskilan av partabrævatalinum og partabrævastøddini og, tá talan er um navnapartabrøv, eisini navn og bústað hjá partaeigara. Eru fleiri ymiskir partabrævaflokkar, vera upplýsingar at lata fyri hvønn flokk sær,
3) um serlig rættindi ella skyldur eru knýtt at ávísum partabrøvum, og
4) um partabrøvini, sum treyt fyri atkvøðurætti, skulu verða skrivað upp.
Stk. 2. Partabrøv kunnu ikki verða útgivin frá eini virðisbrævamiðstøð, fyrr enn felagið er skrásett í kt-skipan Skráseting Føroya.
Stk. 3. Er talan um kapitalhækkan, skal høvuðsleiðslan tryggja, at fortekningarrættindi og rættindi til fondspartabrøv verða skrásett, og at tilskilað verður, hvussu nógv rættindi verða kravd til nýggj partabrøv. Er kapitalhækkanin ikki skrásett í kapitalfelagsskránni, ella er eitt partabræv ikki til fulnar inngoldið, skal høvuðsleiðslan skipa fyri, at hetta verður skrásett í eini virðisbrævamiðstøð.
Stk. 4. 1) Høvuðsleiðslan skal tryggja, at fremjanin av eini kapitallækking og støddin á kapitallækkingini verður skrásett í eini virðisbrævamiðstøð skjótast til ber, eftir at kapitallækkingin er framd.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um frávik frá upplýsingunum eftir stk. 1-4.
§ 62. Skulu partabrøv hjá einum felagi gevast út frá einari virðisbrævamiðstøð, skal felagið skjótast til ber geva eini virðisbrævamiðstøð tær upplýsingar, sum nevndar eru í § 61.
Stk. 2. Møgulig partabrøv partafelagsins skulu latast einum kontuførandi stovni á ein hátt, sum fyrisettur verður í innkallingini frá eini virðisbrævamiðstøð. Partaeigarin og felagið skulu lata tær upplýsingarnar, sum fyrisettar verða í innkallingini.
Stk. 3. Partafelagið rindar allar útreiðslur í sambandi við útskriving av partabrøvum v.m. í eini virðisbrævamiðstøð. Partafelagið skal gera avtalu við ein ella fleiri konturekandi stovnar um, at partaeigararnir fyri rokning partafelagsins kunnu
1) fáa partabrøv síni v.m. skrivað upp og goymd har og
2) fáa fráboðan um vinningsbýti v.m. umframt árligt kontuúrrit.
Stk. 4. Partaeigararnir hava rætt til sjálvir at tilnevna ein kontuførandi stovn, sum, fyri rokning felagsins, røkir tær uppgávur, sum nevndar eru í stk. 3, nr. 1 og 2, um stovnurin mótvegis partafelagnum átekur sær uppgávurnar fyri sama kostnað, sum partafelagið annars skuldi goldið til tann stovn, sum felagið hevur gjørt avtalu við.
§ 63. 1) Eru 3 ár farin frá tí, at partabrøv felagsins eru innkallað til skráseting í eini virðisbrævamiðstøð, uttan at øll partabrøvini eru skrásett í miðstøðini, kann høvuðsleiðslan, við eini fráboðan í kt-skipan Skráseting Føroya, heita á partaeigararnar um, innan 6 mánaðir, at tryggja, at skásetingin verður framd. Er freistin úti, uttan at skrásetingin er framd, kann høvuðsleiðslan, fyri rokning partaeigarans, avhenda partabrøvini umvegis ein virðisbrævahandlara, sbr. § 4, stk. 1, í lov om værdipapirhandel m.v., soleiðis sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongaligari fyriskipan. Partafelagið kann draga útreiðslurnar, sum stava frá kunngeringini og avhendanini, frá søluágóðanum. Er søluágóðin ikki heintaður í seinasta lagi 3 ár eftir avhendanina, fellur upphæddin til partafelagið.
Ógilding av eigaraprógvum
§ 64. 1) Eru kapitalpartarnir hjá einum felagi upptiknir til handils á einum reguleraðum marknaði., soleiðis sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongaligari fyriskipan, kunnu partaeigararnir ikki krevja, at partabrævaskjøl verða útgivin.
Stk. 2. Hevur kapitalfelagið útgivið eigaraprógv, kann felagið kalla hesi inn til ógildan við eini freist upp á í minsta lagi 3 mánaðir eftir teimum reglum, sum, eftir lógini og viðtøkum felagsins, galda fyri innkalling til vanligan aðalfund, umframt við eini skrivligari fráboðan til allar kapitaleigarar, sum eru uppskrivaðir í eigarabókini. Tey rættindi, sum eru hjá einum kapitaleigara, kunnu eftir hetta í fyrsta lagi verða framd, tá eigaraprógvið er latið kapitalfelagnum. Hetta er tó ikki galdandi fyri rættin til vinningsbýti og onnur útgjøld, umframt rættin til nýggjar kapitalpartar við kapitalhækking.
Stk. 3. Stk. 1 er ikki galdandi fyri kapitalpartar, sum eru umfarsskjøl ella eru skrivaðir út til handhava.
Avhending av kapitalpørtum
§ 65. Avhending av einum kapitalparti, sum ikki er útgivin frá eini virðisbrævamiðstøð, ella har tað ikki er útgivið eigaraprógv til ognar ella veð, hevur einki gildi mótvegis kravánarum avhendarans uttan so, at kapitalfelagið ella tann, sum førir eigarabókina, sbr. § 50, stk. 3, hevur fingið fráboðan um avhendanina frá avhendaranum ella ognaranum.
Stk. 2. Hevur ein kapitaleigari avhendað sama kapitalpart til fleiri ognarar, og er kapitalparturin fevndur av stk. 1, gongur ein seinni ognari framum, tá kapitalfelagið ella tann, ið førir eigarabókina, sbr. § 50, stk. 3, fyrst hevur fingið boð um avhendanina til seinna ognaran, og seinni ognarin var í góðari trúgv, tá kapitalfelagið, ella tann sum førir eigarabókina, fekk fráboðanina.
§ 66. Verður eitt eigaraprógv avhendað til ognar ella veð, eru ásetingarnar í § 14, stk. 1 og 2 í lov om gældsbreve galdandi samsvarandi. Hetta er tó ikki galdandi, um tað, sbrt. ásetingunum í viðtøkum kapitalfelagsins, er tikið greitt fyrivarni í eigarapróvnum, t.d. um at talan ikki er um eitt umfarsskjal. Eitt partabrævaskjal, sum er givið út til handhava, verður verandi handhavaskjal, hóast tað, av kapitalfelagnum, á partabrævaskjalið verður áteknað, at navn eigarans er uppskrivað, um so er, at navn ikki er skrivað á partabrævaskjalið.
Stk. 2. Fyri vinningbýtisskupongir galda ásetingarnar í §§ 24 og 25 í lov om gældsbreve.
Stk. 3. Ógildan av eigaraprógvum uttan dóm kann bert fara fram, um tað er ásett í viðtøkum kapitalfelagsins og á eigarapróvnum sjálvum. Innkalling um ógildan skal setast í kt-skipan Skráseting Føroya við hesum freistum:
1) Í minsta lagi 4 vikur, tá talan er um ógildan av eigaraprógvum, sum ikki eru umfarsskjøl, og
2) í minsta lagi 6 mánaðir, tá talan er um ógildan av øðrum eigaraprógvum.
Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 3 galda samsvarandi fyri vinningsbýtiskupongir og talongir. Kupongark kunnu ógildast uttan dóm saman við teimum eigaraprógvum, sum hoyra til, uttan so at viðtøkurnar áseta annað.
Kapittul 5
Umsetiligheitsavmarkingar og útloysan
Forkeypsrættur
§ 67. 1) Er ásett í viðtøkunum, at kapitaleigarar ella onnur hava forkeypsrætt, um kapitalpartar skifta eigarar, skulu viðtøkurnar hava reglur um hetta, heruppií eina freist at fremja forkeypsrættin. Um hesar reglur hava við sær eyðsýnt órímiligan prís ella aðrar eyðsýnt órímiligar treytir, kunnu reglurnar heilt ella partvíst verða settar til viks við dómi.
Stk. 2. 1) Í sambandi við høvuðsdómsviðgerðina, sbr. stk. 1, 2. pkt. kunnu partarnir brúka ásetingina í stk. 3 um tilnevnan av metingarfólki, tá metast skal um, um prísurin er eyðsýnt órímiligur, og fyri at áseta prísin.
Stk. 3. Er í viðtøkunum einki ásett um útrokningargrundarlagið fyri prísinum, tá forkeypsrættur verður brúktur, skal prísurin, um ikki semja fæst um hann, verða av metingarfólki, sum rætturin hevur tilnevnt, fastsettur til virðið av kapitalpartinum. Avgerð metingarfólksins kann verða løgd fyri rættin. Slíkt mál skal vera lagt fyri rættin í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at váttan metingarfólksins er móttikin. Tann kapitaleigari, sum ynskir metingina gjørda, ber útreiðslurnar til metingarfólkið, men útreiðslan kann verða áløgd felagnum, um meting metingarfólksins í stóran mun víkir frá prísinum, og henda meting heilt ella partvíst verður løgd til grundar.
Stk. 4. Fevnir avhendanin av kapitalpørtum um fleiri kapitalpartar, kann forkeypsrætturin ikki fremjast fyri ein part av hesum, um ikki viðtøkurnar geva heimild fyri hesum.
Sølusamtykki
§ 68. Eru í viðtøkunum ásettar reglur um samtykki til umskifti av kapitalpørtum, skal avgerð um hetta verða tikin skjótast til ber eftir, at áheitanin er móttikin. Tann, ið hevur biðið um samtykki, skal skjótast til ber fáa fráboðan um avgerðina. Er fráboðan ikki latin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at áheitanin er móttikin, verður mett, at samtykki er givið.
Stk. 2. Er í viðtøkunum ásett, at umskifti av kapitalpørtum bert kann fara fram við samtykki frá kapitalfelagnum, tekur høvuðsleiðslan avgerð um hetta uttan so, at avgerðin er løgd fyri aðalfundin. Verður samtykki ikki givið, skal grundgevingin fyri hesum síggjast í fráboðanini, sbr. stk. 1.
Útloysing
§ 69. Eru í viðtøkunum ásetingar um útloysing, skulu hesar ásetingar upplýsa treytirnar fyri útloysingini, og hvør hevur rætt at krevja útloysing. § 67, stk. 1 verður at brúka samsvarandi. Fara skal fram ein samlað útloysing av kapitalpørtunum hjá einstaka kapitaleigaranum uttan so, at annað er ásett í viðtøkunum.
§ 70. 1) Eigur ein kapitaleigari meira enn 9/10 av kapitalpørtunum í einum kapitalfelag, og hevur eigarin samsvarandi part av atkvøðunum, kann viðkomandi kapitaleigari gera av, at hinir minnilutakapitaleigararnir í kapitalfelagnum skulu lata sínar kapitalpartar útloysa av viðkomandi kapitaleigara. Í tí førinum skulu viðkomandi minnilutakapitaleigarar eftir reglunum um innkalling til aðalfund verða bidnir um innan 4 vikur at avhenda sínar kapitalpartar til útloysandi kapitaleigaran. Við somu freist skal tað harumframt við kunngering í kt-skipan Skráseting Føroya heitast á minnilutakapitaleigararnar um at avhenda sínar kapitalpartar til útloysandi kapitaleigaran.
Stk. 2. 1) Treytirnar fyri útloysingini og metingargrundarlagið fyri útloysingarkursinum skulu upplýsast í áheitanini. Harumframt skal upplýsast, at útloysingarkursurin, um semja ikki fæst um hann, verður ásettur eftir reglunum í § 67, stk. 3, av einum metingarfólki, ið er tilnevnt av rættinum. Er talan um útloysing í sambandi við eitt framt yvirtøkutilboð eftir reglunum í 8. kapitli í lov om værdipapirhandel m.v., soleiðis sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, galda tær har ásettu reglurnar um prísásetan við útloysingina uttan so, at ein minnilutapartaeigari heitir á útloysandi kapitaleigaran um at fáa metingarfólk at áseta prísin, sbr. tó stk. 4. Innkallingin skal eisini innihalda ta upplýsing, sum er umrødd í stk. 3, 1. pkt. Harumframt skal innkallingin innihalda ummæli frá høvuðsleiðsluni um samlaðu treytirnar fyri útloysingini. At enda skal boðast frá, at kapitalpartarnir, tá ið freistin í stk. 1, 2. pkt., er farin, verða skrivaðir í eigarabók kapitalfelagsins í navni innloysandi kapitaleigarans í samsvari við § 72, stk. 1 og 2. Fyrrverandi minnilutakapitaleigararnir, sum nú eru útloystir, varðveita tó rættin at krevja, at eitt metingarfólk ger eina meting, sbr. § 72, stk. 3. Somu upplýsingar skulu síggjast í kunngeringini sbrt. stk. 1, 1. pkt.
Stk. 3. 1) Um meting metingarfólksins, ella ein avgerð eftir § 67, stk. 3, hevur við sær ein hægri útloysingarkurs, enn útloysandi kapitaleigarin hevur bjóðað, er hesin kursur eisini galdandi fyri teir kapitaleigarar í sama flokki, sum ikki hava biðið um eina meting. Tann, ið hevur biðið um at fáa kursin ásettan, ber útreiðslurnar fyri ásetingini. Hevur ein meting ella ein avgerð við sær ein hægri útloysingarkurs enn tann, ið útloysandi kapitaleigarin hevur bjóðað, kann rætturin, ið hevur tilnevnt metingarfólkið, áleggja útloysandi kapitaleigaranum heilt ella partvíst at rinda útreiðslurnar.
Stk. 4. 1) Er útloysingin eitt framhald av einum sjálvbodnum tilboði, verður kostnaðurin í øllum førum mettur at vera rímiligur, um tilboðið verður góðtikið, og um tilboðsgevarin hevur fingið í minsta lagi 90 prosent av atkvøðugevandi kapitalinum, sum var fevndur av tilboðnum. Er talan um at útloysa eftir eini tilboðsskyldu, verður mótveitingin í tilboðnum í øllum førum mett at vera rímilig.
§ 71. 1) Hevur ein ognan av partabrøvum í einum kapitalfelagi, sum hevur fingið eitt ella fleiri partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS-landi, við sær útloysing eftir § 70, stk. 1, ella tilboðsskyldu eftir § 31, stk. 1 í lov om værdipapirhandel m.v., sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, vera reglurnar um prísáseting, ið eru ásettar sbrt. lov om værdipapirhandel m.v., soleiðis sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, at nýta uttan so, at ein minnilutakapitaleigari biður um, at prísurin verður ásettur av einum metingarfólki, sbr. § 67, stk. 3.
Stk. 2. 1) Er talan um útloysing í sambandi við eitt framt yvirtøkutilboð, sbr. § 70, stk. 2, 3. pkt. kann mótveitingin við útloysing vera av sama slagi, sum ásett í upprunaliga yvirtøkutilboðnum frá tilboðsgevara, ella hon kann verða rindað í hondina. Minnilutakapitaleigarar kunnu altíð krevja, at mótveitingin við útloysing verður rindað í hondina.
Stk. 3. 1) Umbøn um útloysing í sambandi við eitt framt yvirtøkutilboð, sbr. § 70, stk. 2, 3. pkt. skal vera sett fram í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at tilboðstíðarskeiðið í yvirtøkutilboði tilboðsgevarans er runnið.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin ásetur reglur um útloysing tilboðsgevaranna av hinum kapitaleigarunum, heruppií hvussu partabrævaognanirnar skulu gerast upp í sambandi við eitt framt yvirtøkutilboð, sbr. § 70, stk. 2, 3. pkt.
§ 72. 1) Hava ikki allir minnilutakapitaleigarar innan ta freist, sum ásett er í § 70, stk. 1, 2. pkt. avhendað kapitalpartar sínar til útloysandi kapitaleigaran, skal útloysandi kapitaleigarin skjótast gjørligt og til fyrimuns fyri viðkomandi minnilutakapitaleigarar, uttan fyrivarni deponera ta útloysingarupphæddina, sum samsvarar við teir kapitalpartar, sum ikki eru avhendaðir, sbr. lov om skyldneres ret til at frigøre sig ved deponering.
Stk. 2. 1) Samstundis, sum deponerað verður, verða møgulig eigaraprógv, sum eru útskrivað fyri útloystar kapitalpartar, mett at vera strikað. Høvuðsleiðslan skal tryggja, at nýggj eigaraprógv fáa átekning um, at tey koma ístaðin fyri tey strikaðu eigaraprógvini.
Stk. 3. 1) Við nýggjari kunngering í kt-skipan Skráseting Føroya og við eini freist upp á í minsta lagi 3 mánaðir skulu fyrrverandi kapitaleigararnir, sum eru útloystir, kunnast um, at rætturin at krevja, at metingarfólk ger metingina, sbr. § 67, stk. 1, er mistur, tá ið freistin er farin. Eisini skal dagfestingin fyri eini møguligari virðismeting ella dómi eftir § 67, stk. 3 upplýsast.
§ 73. Eigur ein kapitaleigari meira enn 9/10 av kapitalpørtunum í einum felagi, og hevur kapitaleigarin ein samsvarandi part av atkvøðunum, kann hvør einstakur av eigarum kapitalfelagsins krevja seg útloystan av kapitaleigaranum. § 67, stk. 3 og § 70, stk. 2, 2. pkt. og stk. 3, 2. og 3. pkt verða at nýta samsvarandi.
Amortisatión
§ 74. 1) Í viðtøkum kapitalfelagsins kunnu vera ásetingar um lækking av felagskapitalinum við útloysing av kapitalpørtum (amortisatión), undir hesum ásetingar um, hvussu amortisatiónin verður framd.
Stk. 2. 1) Er tað ásett í viðtøkunum, kann viðurleggingin til kapitaleigararnar, sbr. stk. 1 fara fram við at útgeva obligatiónir.
Stk. 3. 1) Høvuðsleiðslan kann seta í verk amortisatión fyri teir kapitalpartar, sum eru teknaðir eftir, at ásetingarnar um lækking av felagskapitalinum við amortisatión eru tiknar við í viðtøkurnar. Høvuðsleiðslan kann samtykkja neyðugu viðtøkubroytingarnar.
Stk. 4. 1) Tá ið kapitalurin verður lækkaður við amortisatión, skal ikki alment heitast á kravánarar kapitalfelagsins um at boða frá krøvum sínum í kt-skipan Skráseting Føroya, um hesar treytir eru loknar:
1) Lækkingin fer fram við at strika fult inngoldnar kapitalpartar.
2) Kapitalpartarnir eru fingnir annaðhvørt uttan viðurgjald ella fyri eitt viðurgjald, sum ikki fer upp um ta upphædd, sum kann nýtast til vinningsbýti, undir hesum við at geva út obligatiónir.
3) Ein upphædd, sum svarar til virðið á strikaðu kapitalpørtunum, verður sett í serligan grunn.
§ 75. 1) (Strikað).
Kapittul 6
Aðalfundur
Avgerðarrættur kapitaleigaranna
§ 76. Rættur kapitaleigaranna at taka avgerðir í kapitalfelagnum verður útintur á aðalfundinum.
Stk. 2. Avgerðir kapitaleigaranna á aðalfundinum kunnu ítøkiliga takast við fráviki frá lógarinnar og viðtøkurnar form- og freistkrøvunum, um allir kapitaleigararnir eru samdir um hetta, sbr. tó stk. 5.
Stk. 3. Avgerðir kapitaleigaranna á aðalfundinum kunnu vanliga verða tiknar við fráviki frá lógarinnar form- og freist reglum, sbr. tó stk. 5. Avgerð um hetta skal vera einmælt samtykt, og reglur um hetta skulu verða tiknar upp í viðtøkurnar. § 106 verður at nýta í sambandi við broyting ella striking av reglunum. Aðalfundurin skal tó verða hildin við fysiskari uppmøting, um kapitaleigarar, sum eiga meira enn 10% av kapitali felagsins, krevja tað.
Stk. 4. Er ikki annað ásett í viðtøkunum, kann høvuðsleiðslan gera av, at onnur enn tey, sum eru nevnd í hesi lóg, kunnu vera við á aðalfundinum.
Stk. 5. Kapitaleigararnir í landspartafeløgum og í partafeløgum, ið hava partabrøv, sum kunnu verða handlað á einum reguleraðum marknaði í einum ES- ella EBS-landi, kunnu ikki taka avgerðir við fráviki frá lógarinnar form- og freistreglum, sbr. stk. 2 og 3. Hetta er eisini galdandi fyri partafeløg, har tað við lóg ella kunngerð er ásett, at fjølmiðlarnir skulu hava atgongd til aðalfundin.
Stk. 6. Fjølmiðlarnir hava atgongd til aðalfundin hjá landspartafeløgum.
Elektróniskur aðalfundur
§ 77. Er ikki annað ásett í viðtøkunum, kann høvuðsleiðslan gera av, at tað, sum ískoyti til fysiska uppmøting á aðalfundinum, verður givin kapitaleigarunum møguleika at luttaka á aðalfundinum elektróniskt, heruppií møguleika fyri at atkvøða elektróniskt uttan at vera fysiskt til staðar á aðalfundinum, t.e. at aðalfundurin verður hildin partvíst elektróniskur, sbr. stk. 3-6.
Stk. 2. Aðalfundurin kann gera av, at aðalfundurin bert verður hildin elektróniskur uttan møguleika fyri fysiskari uppmøting, t.e. ein til fulnar elektróniskur aðalfundur, sbr. stk. 3-6. Avgerðin skal innihalda upplýsing um, hvussu elektróniskir miðlar verða nýttir í sambandi við aðalfundarluttøku. Avgerðin um hetta skal verða tikin við í viðtøkurnar. § 106 verður at nýta fyri avgerðina og broytingar í hesi.
Stk. 3. Høvuðsleiðslan ásetur gjølligari krøvini til elektrónisku skipanirnar, sum nýttar verða í sambandi við ein partvíst ella til fulnar elektróniskan aðalfund. Aðalfundarinnkallingin skal hava upplýsingar um hetta, eins og innkallingin skal sýna, hvussu kapitaleigararnir melda seg til elektróniska luttøku, og hvar upplýsingar um framferðarháttin í sambandi við elektróniska aðalfundarluttøku eru at finna.
Stk. 4. Fortreytin fyri at halda bæði partvíst og til fulnar elektróniskan aðalfund er, at høvuðsleiðsla kapitalfelagsins tryggjar, at aðalfundurin verður framdur á tryggan hátt. Nýtta skipanin skal vera skipað soleiðis, at krøv lógarinnar um, hvussu aðalfundir skulu haldast, verða lokin, heruppií møguleiki kapitaleigaranna at luttaka í og at koma til orðanna og at atkvøða á aðalfundinum. Nýtta skipanin skal harumframt á fullgóðan hátt staðfesta, hvørjir kapitaleigarar luttaka á aðalfundinum, hvønn kapital og atkvøðurætt teir umboða, og úrslitið av atkvøðugreiðslunum.
Stk. 5. Hevur eitt partafelag útgivið handhavapartabrøv og ikki skrivað upp ein skrásetingardagseting, sbr. § 84, skal tað í innkallingini somuleiðis verða ásett, sbr. stk. 3, hvussu eigararnir av slíkum partabrøvum skulu vátta rætt sín at luttaka elektróniskt á aðalfundinum.
Stk. 6. Lógarinnar ásetingar um at halda elektróniskan aðalfund við teimum neyðugu frávikunum verða at nýta samsvarandi til partvís og til fulnar elektróniskt hildnan aðalfund.
Møti- og atkvøðurættur v.m.
§ 78. Ein og hvør kapitaleigari hevur rætt at møta á aðalfundinum og at taka orðið, sbr. tó § 84, stk. 1.
§ 79. Eiga fleiri í felag ein kapitalpart, kunnu tey rættindi, ið eru knýtt at kapitalpartinum, mótvegis kapitalfelagnum bert verða útint gjøgnum ein felags fulltrúa.
§ 80. Kapitaleigarir hava rætt at møta á aðalfundinum við fulltrúa.
Stk. 2. Fulltrúin skal leggja fram skrivliga og dagfesta fulltrú. Ein fulltrú skal til eina og hvørja tíð kunna verða afurkallað. Afturkallingin skal vera skrivlig og kann verða framd við at venda sær til kapitalfelagið. Kapitaleigarir kunnu elektróniskt tilnevna ein fulltrúa og afturkalla fulltrúina.
Stk. 3. Hevur fulltrúin fingið fulltrú frá fleiri kapitaleigarum, kann fulltrúin atkvøða ymiskt vegna ymsu kapitaleigararnar.
Stk. 4. 1) Eitt partafelag, sum hevur fingið partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, skal til allar partaeigarar, sum hava heimild at atkvøða á aðalfundinum, hava til taks eitt skrivligt ella elektróniskt fulltrúaskjal, og bjóðast skal partaeigararunum í minsta lagi ein elektróniskur møguleiki at fráboða partafelagnum um fúlltrúatilnevning. Fulltrúatilnevningin, fráboðanin til partafelagið um tilnevningina og útskrivingin av møguligum atkvøðuboðum til fulltrúan nýtast einans at lúka tey formligu krøv, sum neyðug eru fyri at tryggja eyðmerking av partaeigaranum og fulltrúanum, umframt tey krøv, sum eru neyðug fyri at tryggja, at innihaldið í atkvøðuboðunum verður staðfest, og bert í tann mun, tað stendur mát við hesi mál. Hetta er eisini galdandi fyri afturkalling av fulltrú.
§ 81. Kapitaleigarar ella fulltrúar kunnu møta á aðalfundinum saman við ráðgeva.
§ 82. Eigaraavtalur eru ikki bindandi fyri kapitalfelagið og tær avgerðir, sum verða tiknar av aðalfundinum.
§ 83. Hevur eitt partafelag, sum hevur partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, tilnevnt ein peningastovn, har partaeigararnir kunnu útinna fíggjarligu rættindi síni, skulu partaeigararnir kunnast um hetta.
§ 84. 1) Í partafeløgum, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, verður rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við partabrøv síni ásettur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin hevur ræði á skrásetingardagsetingina.
Stk. 2. 1) Partabrøvini, sum einstaki partaeigarin hevur ræði á, og hansara atkvøðurættindi, verða gjørd upp skrásetingardagsetingina við støði í uppskrivingini av kapitaleigaraviðurskiftunum, sum eru skrásett í eigarabókini, og fráboðanum um eigaraviðurskifti, sum partafelagið hevur fingið við tí endamáli at skriva tey í eigarabókina.
Stk. 3. 1) Skrásetingardagsetingin er 1 vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin.
Stk. 4. 1) Í viðtøkunum kann verða ásett, at luttøkan á aðalfundi hjá einum partaeigara á alfundi skal verða fráboðað partafelagnum í seinasta lagi 3 dagar, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Fráboðan um luttøku forðar ikki fyri, at partaeigarin, eftir at fráboðan er gjørd, avger at lata seg umboða av fulltrúa.
Stk. 5. 1) Í partafeløgum, sum ikki hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, og í smápartafeløgum, kann í viðtøkunum vera ásett:
1) Stk. 1-3 verður at nýta á sama hátt.
2) Stk. 2 verður at nýta á sama hátt.
§ 85. 1) Fyri egnu kapitalpartar kapitalfelagsins og fyri kapitalpartar dótturfelagsins í móðurfelagnum kann atkvøðurættur ikki útinnast. Egnir kapitalpartar og kapitalpartar í dótturfelagnum verða ikki roknaðir uppí, tá atkvøðu- og eigarapartar verða gjørdir upp. Pkt. 2 er tó ikki galdandi, tá kapital- og eigarapartar verða gjørdir upp eftir § 55.
§ 86. Ein kapitaleigari kann ikki sjálvur, við fulltrú ella sum fulltrúi fyri onnur luttaka í atkvøðugreiðslu á aðalfundinum um rættarmál móti kapitaleigaranum sjálvum ella um ábyrgd kapitaleigarans mótvegis kapitalfelagnum og heldur ikki um rættarmál móti øðrum ella ábyrgd teirra, um kapitaleigarin hevur týðandi áhuga í hesum, og hetta kann stríða móti áhugamálum kapitalfelagsins.
Tíð og stað
§ 87. Aðalfundurin verður hildin á heimstaði felagsins uttan so, at viðtøkurnar áseta, at aðalfundurin kann ella skal verða hildin á øðrum nærri tilskilaðum staði. Er tað undir serligum umstøðum neyðugt, kann aðalfundurin í einstøkum førum haldast á øðrum staði.
§ 88. 1) Á vanliga aðalfundinum verða avgerðir tiknar um
1) góðkenning av ársfrásøgn,
2) hvussu felagið skal nýta yvirskot ella svara fyri undirskoti sambært góðkendu ársfrásøgnini,
3) møguliga broyting í avgerð um grannskoðan av komandi ársroknskapi o.a hjá kapitalfelagnum, um kapitalfelagið ikki er fevnt av grannskoðaraskylduni eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu, og
4) onnur mál, sum eftir viðtøkum kapitalfelagsins eru løgd til aðalfundin.
Stk. 2. Vanligur aðalfundur skal haldast í so góðari tíð, at tann góðkenda ársfrásøgnin kann verða send Skráseting Føroya, soleiðis at Skrásetingin hevur fingið hana, innan ta í ársroknskparlógini ásettu freist. Ársfrásøgnin verður løgd fram á aðalfundinum.
Eykaaðalfundur
§ 89. Eykaaðalfundur skal verða hildin, tá høvuðsleiðslan, eftirlitsráðið ella aðalfundarvaldi grannskoðarin krevur tað.
Stk. 2. Í smápartafeløgum kan ein og hvør smápartaeigari krevja, at hildin verður eykaaðalfundur. Til eykaaðalfund, ið skal viðgera eitt ávist fráboðað evni, verður kallað inn í seinasta lagi 2 vikur eftir, at eykaaðalfundurin er kravdur.
Stk. 3. Í partafeløgum kunnu partaeigarar, sum eiga 5% av kapitali felagsins ella ein minni brotpart, sum ásettur er í viðtøkunum, ella sum hava fingið hesi rættindi í viðtøkunum, skrivliga krevja, at hildin verður eykaaðalfundur. Til eykaaðalfund, ið skal viðgera eitt ávist fráboðað evni, verður kallað inn í seinasta lagi 2 vikur eftir, at eykaaðalfundurin er kravdur.
Dagsskrá
§ 90. Ein og hvør kapitaleigarhevurrætt til at fáa eitt ávíst evni sett á dagsskránna á vanliga aðalfundinum, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Í partafeløgum skulu partaeigarar fyri høvuðsleiðsluni skrivliga seta fram krav um at taka upp ávíst evni til dagsskránna á vanliga aðalfundinum. Verður kravið sett fram í seinasta lagi 6 vikur fyri, at aðalfundurin skal haldast, hevur partaeigarin rætt til at fáa evnið við á dagsskránna. Fær eitt partafelag kravið seinni enn 6 vikur fyri, at aðalfundurin verður hildin, ger høvuðleiðslan av, um kravið er sett fram í so góðari tíð, at evnið kann verða sett á dagsskránna.
Stk. 3. Partafeløg, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, skulu í seinasta lagi 8 vikur fyri ætlaða aðalfundardagin almannakunngera ætlaða aðalfundardagin og skulu samstundis áseta dagin, nær seinasta freist er fyri partaeigararnar at seta fram krav um upptøku av einum ávísum evni á dagskránna uttan so, at báðar freistirnar eru ásettar í viðtøkunum.
§ 91. Mál, sum ikki eru sett á dagsskránna, kunnu bert avgerast av aðalfundinum, um allir kapitaleigararnir samtykkja hetta. Vanligi aðalfundurin kann tó altíð taka avgerð um mál, sbr. § 88, stk. 1, og avgera mál, sum eftir viðtøkunum skulu viðgerast á einum slíkum aðalfundi, eins og avgerast kann at kalla inn til eykaaðalfund til at viðgera eitt ávíst evni.
Elektróniskt samskifti
§ 92. 1) Aðalfundurin kann taka avgerð um elektróniskt samskifti, t.e. um nýtslu av elektróniskum skjalasamskifti og elektróniskan post í samskiftinum millum kapitalfelagið og kapitaleigararnar í staðin fyri at senda ella leggja fram skjøl í pappírsformi eftir hesi lóg, sbr. stk. 2 og 3. Sostatt kann elektróniskt samskifti verða brúkt millum kapitalfelagið og kapitaleigararnar óheft av møguligum formkrøvum, sum eru ásett í reglunum um viðkomandi skjøl og fráboðanir, sbr. tó stk. 5 og § 7 c.
Stk. 2. Í avgerðini eftir stk. 1 skal tað síggjast, hvørjar fráboðanir v.m. eru fevndar av avgerðini, og á hvønn hátt elektróniskt samskifti skal ella kann nýtast. Í avgerðini skal eisini síggjast, hvar kapitaleigarin kann finna upplýsingar um krøvini til nýttu skipanirnar og um framferðarháttin í sambandi við elektróniskt samskifti.
Stk. 3. Aðalfundaravgerð eftir stk. 1 og 2 skal takast við í viðtøkurnar, sbr. tó stk. 4. § 106 verður at nýta fyri avgerðina og broytingar í hesi.
Stk. 4. Hóast aðalfundurin ikki hevur avgjørt at nýta elektróniskt samskifti millum kapitalfelagið og kapitaleigararnar eftir stk. 1, kann samskifti millum kapitalfelagið og ein ella fleiri kapitaleigarar fara fram elektróniskt, um hetta er avtalað teirra millum.
Stk. 5. Tann í stk. 1 nevndi møguleikin at nýta elektróniskt samskifti kann ikki koma í staðin fyri almenna innkalling ella kunngerð í Dimmalætting ella umvegis kt-skipan Skráseting Føroya, har tað við lóg er ásett, at fráboðanir kapitalfelagsins v.m. til kapitaleigararnar skal fara fram við almennari innkalling ella við kunngerðing í Dimmalætting ella umvegis kt-skipan Skráseting Føroya. Hetta er tó ikki galdandi í tí føri, sum nevnt er í § 95, stk. 3, 2. pkt.
Stk. 6. Í teirri í stk. 1 og 4 nevndu støðu skal kapitalfelagið biðja kapitaleigarar, sum eru skrivaðir upp við navni í eigarabókini, um eina elektróniska adressu, har fráboðanir v.m. kunnu sendast. Tað er ábyrgd kapitaleigarans at tryggja, at kapitalfelagið hevur ta røttu elektrónisku adressuna. Kapitalfelagið rindar egnar útreiðslur í sambandi við elektróniskt samskifti.
Innkalling til aðalfund
§ 93. Høvuðsleiðslan kallar inn til og leggur tilrættis aðalfundir.
Stk. 2. Hevur kapitalfelagið ikki eina høvuðsleiðslu, ella kallar høvuðsleiðslan ikki inn til aðalfund, ið skal haldast eftir lógini, viðtøkunum ella eftir eini aðalfundaravgerð, kallar Skráseting Føroya, eftir umbøn frá limi í høvuðsleiðslu ella evstu leiðslu kapitalfelagsins, møguligum aðalfundarvaldum grannskoðara, sbr. § 144, stk. 1, ella einum kapitaleigara, inn til aðalfundin. Skrásetingin kann áseta dagsskránna á aðalfundinum.
Stk. 3. 6) Aðalfundur, sum Skráseting Føroya hevur kallað inn til, verður stjórnaður av persóni, sum Skrásetingin hevur heimilað til tess, og høvuðsleiðslan skal lata hesum eigarabók kapitalfelagsins, aðalfundarprotokoll og grannskoðanarprotokoll, um grannskoðarin førir eina slíka. Skráseting Føroya leggur út fyri aðalfundarkostnaðin, men endaligi kostnaðurin verður rindaður av kapitalfelagnum.
Stk. 4. Hóast ásetingarnar í § 77 kann Skráseting Føroya gera av, at ein aðalfundur, sum er innkallaður av Skrásetingini eftir stk. 2, bert kann verða hildin við fysiskari uppmøting ella sum partvís ella til fulnar elektróniskur aðalfundur, og at aðalfundurin, hóast ásetingarnar í § 87, skal verða hildin í heimakommuni hjá Skrásetingini.
§ 94. Innkalling til aðalfund skal fara fram í fyrsta lagi 4 vikur og, uttan so at longri freist er ásett í viðtøkunum, í seinasta lagi 2 vikur undan aðalfundinum. Verður aðalfundurin útsettur til ein dag, sum er meira enn 4 vikur seinni, skal verða innkallað til framhaldandi aðalfundin.
Stk. 2. Fyri partafeløg, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, skal innkalling til aðalfund fara fram í fyrsta lagi 5 vikur og, uttan so at longri freist er ásett í viðtøkunum, í seinasta lagi 3 vikur undan aðalfundinum, sbr. tó § 291, stk. 4, og § 295.
§ 95. Innkallingin skal fara fram sambært ásetingunum í viðtøkunum.
Stk. 2. Aðalfundurin kann gera av, at innkallingin fer fram umvegis heimasíðu kapitalfelagsins, sbr. tó stk. 3. Avgerð um hetta skal takast við í viðtøkurnar. § 106 verður at nýta fyri avgerðina og broytingar í hesi.
Stk. 3. Í partafeløgum skal innkallingin vera skrivlig til allar partaeigarar, sum eru skrivaðir í eigarabókina, og sum hava biðið um hetta. Um partabrøv partafelagsins kunnu vera handhavapartabrøv, skal innkallingin fara fram umvegis kt-skipan Skráseting Føroya.
Stk. 4. Hóast innkallað verður á annan hátt, skal innkallingin í partafeløgum, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, almannakunngerast umvegis heimasíðu partafelagsins. Partafelagið rindar fyri útreiðslurnar í hesum sambandi.
§ 96. Í innkallingini skal ásetast tíð og stað fyri aðalfundin umframt dagsskrá, har síggjast skal, hvørji mál skulu viðgerast á aðalfundinum. Um uppskot til viðtøkubroytingar skulu viðgerast á aðalfundinum, skal høvuðsinnihaldið í uppskotinum endurgevast í innkallingini.
Stk. 2. 1) Í innkalling til aðalfundin, har takast skulu avgerðir eftir § 77, stk. 2, § 92, stk. 1, ella § 107, stk. 1 ella 2, skal øll orðingin av uppskotinum til viðtøkubroytingar takast við í innkallingina.
§ 97. Í partafeløgum, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, skal innkallingin, umframt upplýsingarnar í § 96, í minsta lagi innihalda:
1) Eina lýsing av støddini av partapeninginum og atkvøðurætti partaeigaranna,
2) eina skilliga og neyva lýsing av teimum mannagongdum, sum partaeigararnir skulu halda seg til fyri at kunna luttaka í og atkvøða á aðalfundinum, sbr. stk. 2,
3) skrásetingardagsetingina, sbr. § 84, stk. 1, við týðiligari tilskilan um, at bert persónar, sum henda dagin eru partaeigarar, hava rætt til at luttaka í og atkvøða á aðalfundinum,
4) upplýsing um, hvussu og hvar tann fullfíggjaði, óstytti teksturin til tey skjøl, sum nevnd eru í § 99, stk. 1, nr. 3 og 4, og dagsskráin eru at fáa og
5) upplýsing um ta internetadressuna, har uplýsingarnar, nevndar í § 99, verða atkomuligar.
Stk. 2. Ein skillig og neyv lýsing av teimum mannagongdum, sum partaeigararnir skulu halda seg til fyri at kunna luttaka í og atkvøða á aðalfundinum, sbr. stk. 1, nr. 2, fevnir um
1) rætt partaeigaranna at seta spurningar, heruppií møgulig freist, sbr. § 102, stk. 3,
2) mannagongdina fyri atkvøðugreiðslu við fulltrú, serliga tey oyðubløð, sum skulu nýtast, tá atkvøtt verður við fulltrú, og upplýsing um, hvørjar samskiftismiðlar kapitalfelagið góðtekur í sambandi við elektróniska fráboðan um fulltrúatilnevning, og
3) mannagongdirnar fyri brævaatkvøðu ella elektróniskari atkvøðu.
Stk. 3. Í landspartafeløgum skal innkallingin innihalda øll uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum og, um talan er um eykaaðalfund, eisini orsøkina til hetta. Innkallingin skal almannakunngerast í kt-skipan Skráseting Føroya í seinasta lagi samstundis, sum hon verður kunngjørd fyri partaeigarunum.
§ 98. 1) Í partafeløgum skulu dagsskráin og tey fullfíggjaðu uppskotini og, fyri vanliga aðalfundin, eisini ársfrásøgnin verða atkomulig hjá partaeigarunum til eftirskoðan í seinasta lagi 2 vikur undan aðalfundinum, sbr. tó § 99.
§ 99. Eitt partafelag, sum hevur partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, skal í einum samanhangandi tíðarskeiði upp á 3 vikur, ið byrjar í seinasta lagi 3 vikur undan aðalfundinum, íroknað tann dag, tá aðalfunduirn verður hildin, í minsta lagi lata hesar upplýsingarnar vera atkomuligar fyri partaeigarum sínum á heimasíðu síni:
1) Innkallingin,
2) samlaða talið av partabrøvum og atkvøðurættindum á innkallingardegnum, heruppií samlaða talið fyri hvønn partabrævaflokk, um partapeningur felagsins er býttur sundur í tveir ella fleiri flokkar,
3) tey skjøl, sum skulu leggjast fram á aðalfundinum,
4) dagsskránna og fullfíggjaðu uppskotini og,
5) um neyðugt er, tey oyðubløð, sum skulu nýtast við fulltrúa- og brævaatkvøðu uttan so, at hesi oyðubløð verða send partaeigarunum beinleiðis. Kunnu hesi oyðubløð av tekniskum ávum ikki gerast atkomulig á internetinum, upplýsir kapitalfelagið á heimasíðu síni, hvussu oyðubløðini kunnu fáast í pappírsformi. Í slíkum førum sendir kapitalfelagið oyðubløðini til ein og hvønn partaeigara, sum ynskir tað. Partafelagið rindar kostnaðin av hesum.
Stk. 2. Verður innkallingin send út seinni enn 3 vikur undan, at aðalfundurin verður hildin, sbrt. § 291, stk. 4, og § 295, verður freistin í stk. 1 stytt samsvarandi hesum.
Um at halda aðalfund
§ 100. Aðalfundurin verður hildin á føroyskum, sbr. tó stk. 2-4.
Stk. 2. Aðalfundurin kann við vanligum meiriluta gera av, at aðalfundurin verður hildin á øðrum máli enn føroyskum, samstundis sum møguleiki skal vera fyri beinleiðistulking til og úr føroyskum til allar luttakarar. Avgerðin kann verða tikin við í viðtøkurnar, uttan at tað krevst serstøk avgerð um hetta á aðalfundinum.
Stk. 3. Aðalfundurin kann við vanligum meiriluta gera av, at aðalfundurin verður hildin á donskum, svenskum, norskum ella enskum, uttan at møguleiki fyri beinleiðistulking til og úr føroyskum samstundis er til allar luttakarar. Avgerðin kann verða tikin við í viðtøkurnar, uttan at tað krevst serstøk avgerð um hetta á aðalfundinum.
Stk. 4. Aðalfundurin kann gera av, at aðalfundurin verður hildin á øðrum máli enn føroyskum, donskum, svenskum, norskum ella enskum, uttan at møguleiki fyri beinleiðistulking til og úr føroyskum samstundis er til allar luttakarar. Avgerð um hetta skal takast við í viðtøkurnar, og § 107, stk. 2, nr. 6, og § 110 verða nýttar fyri avgerðina og broytingar í hesi.
Stk. 5. Er avgerð tikin um, at aðalfundurin verður hildin á øðrum máli enn føroyskum, kann tað við vanligum meiriluta verða tikin avgerð um, at aðalfundurin í framtíðini skal verða hildin á føroyskum. Avgerð um hetta kann verða tikin við í viðtøkurnar, uttan at tað krevst serstøk avgerð um hetta á aðalfundinum. Um avgerð um annað mál er tikin við í viðtøkurnar, skal tað ganga fram av avgerðini eftir 1. pkt., hvørt avgerðin skal takast við í viðtøkurnar, ella hvørt viðtøkurnar ikki longur skulu innihalda upplýsingar um málið á aðalfundinum.
Stk. 6. Skjøl, sum eru gjørd til nýtslu av aðalfundinum í sambandi við aðalfundin ella eftir aðalfundin, skulu vera á føroyskum, sbr. tó stk. 7 og 8.
Stk. 7. Aðalfundurin kann við vanligum meiriluta avgera, at tey í stk. 6 nevndu skjølini skulu vera á donskum, norskum, svenskum ella enskum. Avgerðin kann verða tikin við í viðtøkurnar, uttan at tað krevst serstøk avgerð um hetta á aðalfundinum.
Stk. 8. Aðalfundurin kann avgera, at tey í stk. 6 nevndu skjølini skulu vera á einum øðrum máli enn føroyskum, donskum, norskum, svenskum ella enskum. Avgerð um hetta skal takast við í viðtøkurnar, og § 107, stk. 2, nr. 6, og § 110 verða nýttar fyri avgerðina og broytingar í hesi.
§ 101. Er ikki annað ásett í viðtøkunum, verður fundarstjóri valdur millum kapitaleigararnar ella uttan fyri henda bólk.
Stk. 2. Fundarstjórin skal stýra aðalfundinum og tryggja, at aðalfundurin verður hildin á ábyrgdarfullan og hóskandi hátt. Fundarstjórin hevur neyðugu heimildirnar í hesum sambandi, heruppií rættin at leggja tilrættis orðaskifti, at snikka til atkvøðuevni, at avgera nær orðaskiftið er endað, at stytta framløgur og, um neyðugt, at burturvísa luttakarum frá aðalfundinum.
Stk. 3. Samráðingar á aðalfundinum skulu førast í fundarbók, sum verður undirskrivað av fundarstjóranum. Allar avgerðir skulu førast í gerðabók kapitalfelagsins.
Stk. 4. Í seinasta lagi 2 vikur eftir, at aðalfundurin er hildin, skal aðalfundarbókin, ella eitt váttað úrrit av henni, vera atkomuligt hjá kapitaleigarunum.
Stk. 5. Partafeløg, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, skulu, fyri hvørja einstaka avgerð, í minsta lagi staðfesta
1) hvussu nógv partabrøv, ið tað eru greiddar gildugar atkvøður fyri,
2) tann partin av partapeninginum, sum hesar atkvøðurnar umboða,
3) samlaða talið av gildugum atkvøðum,
4) talið av atkvøðum fyri og móti hvørjum einstøkum avgerðaruppskoti og,
5) talið av ikki greiddum atkvøðum, um hetta er viðkomandi.
Stk. 6. Um eingin av partaeigarunum í partafeløgum, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, ynskir eina fullfíggjaða frágreiðing um atkvøðugreiðsluna, sbr. stk. 5, er bert neyðugt at staðfesta atkvøðuúrslitið fyri at tryggja, at neyðugi meirilutin hevur verið fyri hvørji avgerð.
Stk. 7. Partafeløg, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, skulu í seinasta lagi 2 vikur eftir, at aðalfundurin er hildin, almannakunngera atkvøðuúrslitini á heimasíðu síni.
Stk. 8. Fyri landspartafeløg skal eitt váttað úrrit, í seinasta lagi samstundis, sum fundarbókin verður atkomulig hjá partaeigarunum, sbr. stk. 4, verða sent Skráseting Føroya.
§ 102. Leiðslan skal, tá tað verður kravt av einum kapitaleigara, og tá evsta leiðslan metir, at tað kann fara fram uttan týðandi skaða fyri kapitalfelagið, lata upplýsingar, sum eru tøkar á aðalfundinum um øll viðurskifti, sum eru av týdningi fyri at meta um ársfrásøgnina og støðuna hjá kapitalfelagnum annars ella um spurningar, sum avgerðir skulu takast um á aðalfundinum. Upplýsingarskyldan er eisini galdandi fyri viðurskifti kapitalfelagsins mótvegis øðrum feløgum í sama samtaki.
Stk. 2. Um svarið krevur upplýsingar, sum ikki eru tøkar á aðalfundinum, skulu upplýsingarnar í seinasta lagi 2 vikur eftir hetta gerast tøkar hjá partaeigarunum, eins og tær skulu sendast kapitaleigarunum, sum hava biðið um tær.
Stk. 3. Høvuðsleiðslan kan gera av, at kapitaleigarar kunnu seta spurningar til dagsskránna ella til skjøl v.m., sum verða brúkt á aðalfundinum, innan eina freist, sum verður tikin við í viðtøkurnar. Høvuðsleiðslan kann samtykkja neyðugu viðtøkubroytingarnar.
Stk. 4. Í partafeløgum, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, og í landspartafeløgum er upplýsingarskyldan eftir stk. 1 og 2 harumframt galdandi fyri skrivligar spurningar, sum partaeigari setur innan fyri seinastu 3 mánaðirnar áðrenn aðalfundin. Svarið kann vera skrivligt, og um so er, skulu spurningurin og svarið leggjast fyri partaeigararnar, tá aðalfundurin byrjar. Neyðugt er ikki at svara, um partaeigarin ikki er umboðaður á aðalfundinum. Eru fleiri spurningar við sama innihaldi, kunnu hesir verða svaraðir við einum samlaðum svari. Spurningar verða mettir at vera svaraðir, um umbidnu upplýsingarnar eru atkomuligar á heimasíðu partafelagsins sum ein spurningur/svar funksjón.
§ 103. Møguligi aðalfundarvaldi grannskoðari kapitalfelagsins, sbr. § 144, stk. 1, hevur rætt til at vera til staðar á aðalfundinum. Møguligi aðalfundarvaldi grannskoðari kapitalfelagsins, sbr. § 144, stk. 1, skal vera til staðar á aðalfundinum, um ein limur í evstu leiðsluni ella høvuðsleiðsluni ella ein kapitaleigari biður um tað.
Stk. 2. Á aðalfundinum skal møguligi aðalfundarvaldi grannskoðari kapitalfelagsins, sbr. § 144, stk. 1, svara spurningum um ta ársfrásøgn v.m., sum er til viðgerðar á viðkomandi aðalfundi.
Stk. 3. Møguligi aðalfundarvaldi grannskoðari kapitalfelagsins, sbr. § 144, stk. 1, hevur rætt til at luttaka á fundum hjá evstu leiðsluni, tá ársfrásøgnin verður viðgjørd, og hevur skyldu til at luttaka, um bert ein limur í evstu leiðsluni biður um tað.
Stk. 4. Í partafeløgum, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, og í landspartafeløgum skal aðalfundarvaldi grannskoðari kapitalfelagsins vera til staðar á vanliga aðalfundinum.
Atkvøðugreiðslur
§ 104. Er ikki annað ásett í viðtøkunum, sbr. stk. 3, skal ein kapitaleigari atkvøða samlað upp á kapitalpartar sínar.
Stk. 2. 1) Kapitaleigarar hava møguleika at atkvøða við brævi, t.e. at atkvøða skrivliga, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Í kapitalfeløgum, sum ikki hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS- landi, kann í viðtøkum kaptalfelagsins verða vikið frá hesum møguleikanum. Fyri skrivliga atkvøðugreiðslu mugu bert galda tey krøv og tær avmarkingar, sum neyðug eru fyri at tryggja eyðmerking av kapitaleigarunum, og bert í tann mun, tey standa í rímiligt mát við hetta mál.
Stk. 3. Í partafeløgum hevur ein partaeigari, sum í vinnuligum høpi virkar vegna aðrar fysiskar ella løgfrøðiligar persónar (viðskiftafólk), rætt at útinna atkvøðurættindi síni fyri nøkur av partabrøvunum á ein hátt, sum ikki er tann sami sum útinnanin av atkvøðurættindunum fyri onnur partabrøv.
§ 105. Er ikki annað ásett í hesi lóg ella í viðtøkum kapitalfelagsins, verða øll mál á aðalfundinum avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta. Stendur á jøvnum, er uppskotið ikki samtykt. Val av persónum og mál, har kapitaleigararnir skulu atkvøða um fleiri møguleikar við einari atkvøðugreiðslu, verða avgjørd við lutfalsligum og vanligum atkvøðumeiriluta. Stendur á jøvnum, tá ræður um val av persónum, verður valið avgjørt við lutakasti uttan so, at annað er ásett í viðtøkunum.
§ 106. Avgerð um viðtøkubroyting er bert galdandi, um í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðunum og av tí partinum av felagskapitalinum, sum er umboðaður á aðalfundinum, hava tikið undir við henni, sbr. tó stk. 2. Avgerð um viðtøkubroyting skal í aðrar mátar lúka tær fyriskipanir, sum kunnu vera í viðtøkunum, umframt serligu reglurnar í § 107.
Stk. 2. Avgerð um viðtøkubroyting eftir § 74, stk. 3, § 102, stk. 3, § 175, stk. 2, § 176, stk. 2, § 247, stk. 1 og § 265, stk. 1 skal ikki verða tikin av aðalfundinum.
§ 107. Avgerð um viðtøkubroyting, sum hevur við sær, at skyldur kapitaleigaranna mótvegis kapitalfelagnum økjast, er bert galdandi, um allir kapitaleigararnir eru samdir um tað.
Stk. 2. Hesar avgerðir um viðtøkubroytingar eru bert galdandi, um í minsta lagi 9/10 av bæði greiddum atkvøðum og av tí partinum av felagskapitalinum, sum er umboðaður á aðalfundinum, hava tikið undir við teimum:
1) Avgerð, sum hevur við sær, at rættur kapitaleigaranna til vinningsbýti ella til útlutan av fæi kapitalfelagsins, heruppií tekning av kapitalpørtum til fyrimunarkurs, verður minkaður til fyrimunar fyri onnur enn kapitaleigarar í kapitalfelagnum og medarbeiðarar í kapitalfelagnum ella dótturfelag tess.
2) Avgerð, sum hevur við sær, at kapitalpartarnir gerast minni umsetiligir, ella at verandi avmarkingar verða herdar, heruppií samtykt av ásetingum um, at samtykki til avhending av kapitalpørtum krevst frá kapitalfelagnum, ella at ongin kapitaleigari kann hava í hendi fleiri kapitalpartar enn fyri ein ávísan part av felagskapitalinum.
3) Avgerð, har kapitaleigararnir hava skyldu at lata kapitalpartar sínar útloysa eftir sama lutfalli, uttan at talan er um, at kapitalfelagið verður tikið av, ella í teimum førum, sum eru viðgjørd í 5. kapitli.
4) Avgerð, har møguleiki kapitaleigaranna at útinna atkvøðurætt fyri egnar ella annara kapitalpartar verður avmarkaður til ein nærri ásettan part av atkvøðunum ella av felagskapitalinum við atkvøðurætti.
5) Avgerð, har kapitaleigararnir við eini kloyving ikki fáa atkvøður ella kapitalpartar í hvørjum av teimum móttakandi feløgunum í sama lutfalli sum í innskjótandi felagnum.
6) Avgerð, sum ásetur, at aðalfundurin skal haldast á øðrum máli enn á føroyskum, donskum, svenskum, norskum ella enskum uttan so, at møguleiki fyri beinleiðistulking til og úr føroyskum verður givin øllum luttakarum.
7) Avgerð, sum ásetur, at annað mál enn føroyskt, danskt, svenskt, norskt ella enskt skal nýtast í innanhýsis skjølum, t.e. skjøl gjørd í sambandi við ella eftir aðalfundin, og sum eru til innanhýsis nýtslu í felagnum.
Stk. 3. Eru fleiri kapitalflokkar í kapitalfelagnum, er ein viðtøkubroyting, sum hevur við sær eina skjóting av rættarstøðuni millum kapitalflokkarnar, antin við at broyta longu skipaðar munir ella við at skipa nýggjar munir, bert galdandi, um teir kapitaleigarar, sum í minsta lagi eiga 2/3 av tí partinum av tí kapitalflokkinum, hvørs rættarstøða verður verri, luttaka á aðalfundinum og taka undir við hesum.
Ógildugar aðalfundaravgerðir
§ 108. Á aðalfundinum má ikki takast avgerð, sum eyðsýnt kann geva ávísum kapitaleigarum ella øðrum óhóskandi fyrimun, sum aðrir kapitaleigarir ella kapitalfelagið svíða fyri.
§ 109. Ein kapitaleigari ella ein limur í leiðsluni kann reisa sakarmál um eina aðalfundaravgerð, sum ikki er tikin á lógligan hátt, ella sum er í stríð við hesa lóg ella viðtøkur kapitalfelagsins.
Stk. 2. Er sakarmálið ikki reist í seinasta lagi 3 mánaðir eftir avgerðina, verður avgerðin mett at vera lóglig.
Stk. 3. Stk. 2 verður ikki at nýta, tá
1) avgerðin ikki kundi verið lógliga tikin, sjálvt um allir kapitaleigarar tóku undir við hesum,
2) tað eftir hesi lóg ella viðtøkum kapitalfelagsins krevst samtykki til avgerðina frá øllum ella ávísum kapitaleigarum, og slíkt samtykki ikki er givið,
3) reglurnar fyri innkalling, sum galda fyri kapitalfelagið, munandi eru settar til viks ella
4) tann kapitaleigarin, sum hevur reist sakarmálið, eftir at tíðin, ásett í stk. 2, er farin, men tó í seinasta lagi 24 mánaðir eftir avgerðina, hevur havt rímiliga orsøk til seinkingina, og rætturin, grundað á hetta og við at taka atlit til umstøðurnar annars, metir tað vera eyðsýnt órímiligt at nýta ásetingarnar í stk. 2.
Stk. 4. Metir rætturin, at avgerðin er fevnd av stk. 1, skal hon við dómi ógildast ella broytast. Ein broyting av avgerðini kann bert henda, um hetta verður kravt, og rætturin er førur fyri at staðfesta, hvussu innihaldið í avgerðini av røttum átti at verið. Rættarinnar avgerð er eisini galdandi fyri teir kapitaleigarar, sum ikki hava reist rættarmálið.
Útloysingarrættur
§ 110. Kapitaleigarar, sum á aðalfundinum hava sett seg ímóti teimum í § 107, stk. 2, nr. 1-4, 6 og 7 nevndu viðtøkubroytingum, kunnu krevja, at kapitalfelagið útloysir kapitalpartar teirra, um krav um tað verður sett fram í seinasta lagi 4 vikur eftir, at aðalfundurin er hildin.
Stk. 2. Er kapitaleigarin undan atkvøðugreiðsluni biðin um at ummæla, hvørt hann ynskir at nýta útloysingarrættin eftir stk. 1, er hesin rættur tó treytaður av, at viðkomandi á aðalfundinum hevur gjørt vart við hetta.
Stk. 3. Tá útloyst verður, keypir kapitalfelagið kapitalpartarnar hjá viðkomandi til ein prís, sum samsvarar við virðið á kapitalpørtunum og, er ikki semja um tað, verður prísurin ásettur av metingarfólki, ið eru útnevnd av rættinum. Útreiðslurnar til metingarfólk verða rindaðar av tí kapitaleigara, sum ynskir virðismetingina, men kunnu verða álagdar felagnum, um metingin hjá metingarfólkunum víkir munandi frá prísinum, sum felagið skeyt upp, og prísurin, antin partvíst ella til fulnar, verður nýttur sum grundarlag. Báðir partar kunnu leggja avgerð metingarfólksins fyri rættin. Sakarmál um hetta skal reisast í seinasta lagi 3 mánaðir eftir móttøkuna av fráboðanini hjá metingarfólkunum.
Kapittul 7
Leiðsla kapitalfelagsins v.m.
Val av leiðslubygnaði
§ 111. Eitt kapitalfelag kann velja millum hesar leiðslubygnaðir:
1) Ein leiðslubygnað, har leiðslan í kapitalfelagnum er ein nevnd, sum stendur fyri yvirskipaðu og strategisku leiðsluni. Til at standa fyri dagligu leiðsluni skal nevndin seta eina stjórn, sum antin er sett saman av einum ella fleiri nevndarlimum, ella av persónum, sum ikki eru nevndarlimir. Í báðum førum verða tey, sum standa fyri dagligu leiðsluni, nevndir stjórar, og hesi eru í felag stjórn kapitalfelagsins. Í partafeløgum skal meirilutin av nevndarlimunum vera persónar, sum ikki eru stjórar í kapitalfelagnum. Ein stjóri í einum partafelag kann ikki vera formaður ella næstformaður í nevnd partafelagsins.
2) Ein leiðslubygnað, har leiðslan í kapitalfelagnum er ein stjórn. Í partafeløgum skal stjórnin verða sett av einum eftirlitsráði, ið hevur umsjón við stjórnini. Ein stjórnarlimur kann ikki verða limur í eftirlitsráðnum.
Stk. 2. Í partafeløgum skulu í minsta lagi 3 persónar vera í nevndini ella eftirlitsráðnum.
Stk. 3. Smápartafeløg, har starvsfólkini hava valt at nýta reglurnar í § 140 um starvsfólkavaldar nevndarlimir í evstu leiðsluni, skulu hava nevnd ella eftirlitsráð. Hevur eitt smápartafelag hvørki ta nevnd ella tað eftirlitsráð, sum felagið eftir 1. pkt. skal hava, er eitt uppskot til viðtøkubroytingar, soleiðis at kapitalfelagið fær nevnd ella eftirlitsráð, at meta sum lógliga samtykt, um bert ein smápartaeigari hevur atkvøtt fyri uppskotinum.
Stk. 4. Ásetingar lógarinnar um limir í nevnd og eftirlitsráði vera eisini at nýta fyri tiltakslimir fyri hesi.
Almennar ásetingar um leiðslu- og eftirlitsstørv
§ 112. Leiðslulimir í einum kapitalfelagi skulu vera myndugir persónar og mugu ikki vera undir verjumáli eftir § 5 í verjumálslógini ella undir samverjumáli eftir § 7 í verjumálslógini.
Stk. 2. Í reiðarípartafeløgum kann eitt einstaklingavirki ella eitt íognarfelag vera stjóri, um so er, at eigarin ella íognararnir lúka treytirnar í stk. 1.
§ 113. Nevndar- og eftirlitsráðslimir og stjórar mugu ikki fremja ella taka lut í spekulatiónshandli um kapitalpartar í kapitalfelagnum ella kapitalfeløgum innan sama samtak.
§ 114. Í kapitalfeløgum, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, og í landspartafeløgum kann nevndarformaðurin ella eftirlitsráðsformaðurin ikki gera uppgávur, sum ikki eru partur av formansstarvinum, fyri kapitalfelagið. Ein nevndarformaður kann tó, um serligur tørvur er á tí, gera uppgávur, sum nevndin hevur biðið viðkomandi gera fyri nevndina.
Uppgávurnar hjá nevndini
§ 115. 1) Í kapitalfeløgum, sum hava eina nevnd, skal nevndin, umframt at røkja yvirskipaðu og strategisku leiðsluna og at tryggja eina fullgóða skipan av virksemi kapitalfelagsins, ansa eftir, at
1) bókførslan og roknskaparframløgan fer fram á ein hátt, sum eftir viðurskiftum kapitalfelagsins er nøktandi,
2) skipaðar eru neyðugu mannagongdirnar fyri váðastýring og innanhýsis eftirliti,
3) eftirlitsráðið áhaldandi fær neyðugu frágreiðingarnar um fíggjarligu viðurskifti kapitalfelagsins,
4) stjórnin útinnur uppgávur sínar á ein hóskandi hátt og eftir leiðreglum nevndarinnar, og at
5) kapitaltilbúgving kapitalfelagsins til eina og hvørja tíð er fullgóð, heruppií at nóg mikið av gjaldføri er til at nøkta verandi og komandi skyldur kapitalfelagsins, so hvørt sum tær fella til gjaldingar, og nevndin hevur sostatt til eina og hvørja tíðskyldu til at meta um fíggjarligu støðuna og tryggja, at verandi kapitaltilbúgving er fullgóð.
Uppgávurnar hjá eftirlitsráðnum
§ 116. 1) Í kapitalfeløgum, sum hava eitt eftirlitsráð, skal eftirlitsráðið ansa eftir, at
1) bókførslan og latan av roknskapi fer fram á ein hátt, sum eftir viðurskiftum kapitalfelagsins er nøktandi,
2) skipaðar eru neyðugu mannagongdirnar fyri váðastýring og innanhýsis eftirliti,
3) eftirlitsráðið áhaldandi fær neyðugu frágreiðingarnar um fíggjarligu viðurskifti kapitalfelagsins,
4) stjórnin útinnir uppgávur sínar á ein hóskandi hátt, og at
5) kapitaltilbúgving kapitalfelagsins til eina og hvørja tíð er fullgóð, heruppií at nóg mikið av gjaldføri er til at nøkta verandi og komandi skyldur kapitalfelagsins, so hvørt sum tær fella til gjaldingar, og eftirlitsráðið hevur sostatt til eina og hvørja tíðskyldu til at meta um fíggjarligu støðuna og tryggja, at verandi kapitaltilbúgving er fullgóð.
Uppgávurnar hjá stjórnini
§ 117. Í kapitalfeløgum, ið hava eina leiðslu eftir § 111, stk. 1, nr. 1, hevur stjórnin dagligu leiðsluna av felagnum um hendi. Stjórnin skal fylgja teimum leiðreglum og leiðbeiningum, sum nevndin hevur givið. Dagliga leiðslan fevnir ikki um dispositiónir, sum eftir viðurskiftum kapitalfelagsins eru av serligum slagi ella av stórum týdningi. Slík tiltøk kann stjórnin bert fremja við serligari heimild frá nevndini uttan so, at bíðast kann ikki eftir avgerð nevndarinnar uttan týðandi bága fyri virksemi kapitalfelagsins. Um so er, skal nevndin skjótast til ber verða kunnað um framdu dispositiónirnar.
Stk. 2. Í kapitalfeløgum, fevnd av § 111, stk. 1, nr. 2, skal stjórnin røkja bæði ta yvirskipaðu og strategisku leiðsluna eins og ta dagligu leiðsluna. Stjórnin skal harumframt tryggja, at kapitalfelagið hevur ein fullgóðan bygnað.
§ 118. Stjórnin skal tryggja, at bókførsla kapitalfelagsins fer fram sambært lógarinnar reglum á hesum øki, og at umsitingin av ognum felagsins fer fram á tryggan hátt.
Stk. 2. 1) Stjórnin skal harumframt tryggja, at kapitaltilbúgving kapitalfelagsins til eina og hvørja tíð er fullgóð, heruppií at nóg mikið av gjaldføri er til at nøkta verandi og komandi skyldur, so hvørt sum tær fella til gjaldingar. Nevndin hevur sostatt til eina og hvørja tíð skyldu til at meta um fíggjarligu støðuna og tryggja, at verandi kapitaltilbúgving er fullgóð.
Kapitaltap
§ 119. 1) Leiðslan í einum kapitalfelagi skal tryggja, at aðalfundur verður hildin í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at staðfest er, at eginogn felagsins er minni enn helvtin av teknaða kapitalinum. Á aðalfundinum skal høvuðsleiðslan greiða frá fíggjarligu støðu kapitalfelagsins og um neyðugt seta fram uppskot um tiltøk, sum mugu fremjast, heruppií at avtaka kapitalfelagið.
Val av nevnd og eftirlitsráði
§ 120. Í partafeløgum skal meirilutin av nevndar- ella eftirlitsráðslimum verða valdur av aðalfundinum.
Stk. 2. Viðtøkurnar kunnu veita almennum myndugleikum ella øðrum rætt til at útnevna ein ella fleiri nevndar- ella eftirlitsráðslimir.
Stk. 3. Í partafeløgum skulu, undan vali av nevndar- ella eftirlitsráðslimum á aðalfundinum, latast upplýsingar um leiðslustørv hjá uppstillaðu persónunum í øðrum vinnurekandi virkjum, tó undantikið í egnum dótturfeløgum, sum partafelagið eigur 100%. Er viðkomandi limur í leiðsluni bæði í einum øðrum móðurfelagi og í einum ella fleiri av dótturfeløgum tess, sum móðurfelagið eigur 100%, er tað, hóast ásetingina í 1. pkt., nóg mikið at upplýsa navn móðurfelagsins og tal av dótturfeløgum tess, har viðkomandi er limur í leiðsluni. Er semja um tað millum allar partaeigarar, kann verða vikið frá ásetingini.
Stk. 4. Starvstíðin hjá aðalfundarvaldu nevndar- og eftirlitsráðslimunum er tann, sum ásett er í viðtøkunum. Valskeiðið skal enda við endanina av einum vanligum aðalfundi í seinasta lagi 4 ár eftir valið.
At taka seg úr nevndini ella eftirlitsráðnum
§ 121. Nevndar- ella eftirlitsráðslimur kann til eina og hvørja tíð taka seg úr nevndini ella eftirlitsráðnum. Fráboðan um hetta skal latast nevnd ella eftirlitsráði kapitalfelagsins og, um limurin ikki er valdur av aðalfundinum, eisini tí, sum hevur útnevnt viðkomandi. Nevndar- ella eftirlitsráðslimur kann til eina og hvørja tíð verða settur frá av tí, sum hevur valt ella útnevnt viðkomandi.
Stk. 2. Er eingin varalimur at koma inn í staðin fyri limin, liggur tað á hinum nevndar- ella eftirlitsráðslimunum at skipa fyri vali av nýggjum limi fyri tann, ið er farin frá, restina av valskeiðnum. Sama er galdandi, um ein limur, sum er valdur av starvsfólkunum eftir § 140 ella § 141, ikki longur er í starvi í kapitalfelagnum ella í samtakinum. Skal valið avgreiðast av aðalfundinum, kann valið av nýggjum limi tó verða útsett til næsta vanliga aðalfund, tá val til nevnd ella eftirlitsráð fer fram, um so er, at nevndin ella eftirlitsráðið eru viðtøkufør við teimum limum og varalimum, sum eftir eru.
Val av formanni
§ 122. Er ikki annað ásett í viðtøkunum, velja nevnd ella eftirlitsráð partafelagsins sjálvi formannin. Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðsluni, verður valið avgjørt við lutakasti.
Nevndar- og eftirlitsráðsfundir
§ 123. Nevndar- ella eftirlitsráðsformaðurin í einum partafelagi skal tryggja, at evsta leiðslan heldur fund, tá tað er neyðugt, og skal síggja til, at allir limir verða innkallaðir. Ein limur í leiðsluni ella aðalfundarvaldi grannskoðari felagsins, sbr. § 144, kann krevja, at evsta leiðslan verður innkallað. Ein stjóri hevur, hóast viðkomandi ikki er nevndar- ella eftirlitsráðslimur, rætt at vera til staðar og at taka orðið á nevndar- ella eftirlitsráðsfundum uttan so, at nevndin ella eftirlitsráðið í einstøku førunum tekur aðra avgerð.
Viðtøkuføri nevndarinnar og eftirlitsráðsins
§ 124. Nevndin ella eftirlitsráðið eru viðtøkufør, tá meir enn helvtin av øllum limum er umboðað, um ikki størri krøv verða sett eftir viðtøkunum. Avgerðir mugu tó ikki verða tiknar, uttan at allir limir í tann mun, tað ber til, hava havt møguleika at luttaka í málsviðgerðini.
Stk. 2. Hevur ein limur forfall, og tiltakslimur er valdur, skal tiltakslimurin fáa høvi til at koma inn fyri limin, so leingi hesin hevur forfall. Er ikki annað avgjørt av nevndini ella eftirlitsráðnum ella ásett í viðtøkunum, kann ein limur í einstøkum førum geva fulltrú til annan lim heldur enn at kalla inn ein varalim, um hetta er ráðiligt í mun til málið, sum er til viðgerðar.
Stk. 3. Tey mál, sum verða viðgjørd í nevndini ella eftirlitsráðnum, verða avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, um ikki viðtøkurnar krevja serligan atkvøðumeiriluta. Í viðtøkunum kann verða ásett, at atkvøða formansins, ella varaformansins, um formaðurin hevur forfall, er avgerandi, um atkvøðurnar standa á jøvnum.
Skrivligir og elektróniskir nevndar- og eftirlitsráðsfundir
§ 125. Nevndar- og eftirlitsráðsfundir kunnu haldast skrivliga í tann mun, hetta er í samsvari við útinnanina av uppgávum nevndarinnar og eftirlitsráðsins. Ein limur í leiðsluni kann tó krevja, at munnlig viðgerð fer fram. Lógarinnar ásetingar um nevndar- og eftirlitsráðsfundir vera, við teim neyðugu frávikunum, at nýta til skrivligar fundir.
Stk. 2. Nevndar- og eftirlitsráðsfundir kunnu verða hildnir við at nýta elektróniskar miðlar í tann mun hetta er í samsvari við útinnanina av uppgávum nevndarinnar og eftirlitsráðsins. Ein limur í leiðsluni kann tó krevja, at munnlig viðgerð fer fram. Ásetingarnar í partafelags- og smápartafelagslógini um nevndar- og eftirlitsráðsfundir og um elektróniskt samskifti vera, við teim neyðugu frávikunum, at nýta til elektróniskar fundir og til samskifti í hesum sambandi.
Málið á fundum í nevnd og eftirlitsráði
§ 126. Nevndar- og eftirlitsráðsfundir verða hildnir á føroyskum, sbr. tó stk. 2 og 3.
Stk. 2. 3) Nevndar- og eftirlitsráðsfundir kunnu, um meirlutin avger tað, haldast á einum øðrum máli enn føroyskum, samstundis sum møguleiki skal vera fyri beinleiðistulking til og úr føroyskum til allar luttakarar. Fyri at halda fundir á øðrum máli enn føroyskum uttan beinleiðis tulking krevst, at allir nevndarlimir ella eftirlitsráðslimir eru samdir um hetta.
Stk. 3. Hóast stk. 2 kunnu nevndar- ella eftirlitsráðsfundir tó verða hildnir á donskum, svenskum, norskum ella enskum uttan beinleiðistulking, um hetta mál er ásett sum samtaksmál í viðtøkum felagsins.
Stk. 4. Um skjølini, ið eru framleidd at nýta í arbeiði nevndarinnar ella eftirlitráðsins, ikki eru skrivað á føroyskum, kann ein og hvørnevndar- ella eftirlitsráðslimur krevja, at skjølini verða umsett til føroyskt. Hetta er tó ikki galdandi, um skjølini eru á donskum, svenskum, norskum ella enskum, um hetta mál er ásett sum samtaksmál í viðtøkum felagsins.
Óhóskandi dispositiónir og avtalur við einkarkapitaleigara
§ 127. Limirnir í leiðslu kapitalfelagsins mugu ikki disponera soleiðis, at dispositiónin eyðsýniliga er egnað at útvega ávísum kapitaleigarum ella øðrum óhóskandi fyrimun, sum aðrir kapitaleigarar ella kapitalfelagið svíða fyri. Limirnir í leiðslu kapitalfelagsins mugu ikki í verki fremja aðalfundaravgerðir ella avgerðir, tiknar av øðrum stovnum felagsins, um haldast má, at avgerðin verður ógyldug, tí hon verður mett at vera í stríð við lóggávuna ella viðtøkur kapitalfelagsins.
Stk. 2. Avtalur millum ein einkarkapitaleigara og kapitalfelagið eru bert galdandi, um tær verða gjørdar á ein hátt, sum seinni kann váttast uttan so, at talan er um avtalur við vanligum treytum, sum eru ein liður í áhaldandi viðurskiftum teirra millum.
Fundarbók um samráðingar í evstu leiðsluni
§ 128. Eru fleiri limir í evstu leiðsluni, verður fundarbók, sum verður førd um samráðingarnar, undirskrivað av luttakandi limunum.
Stk. 3. Ein luttakandi limur í leiðsluni, sum ikki er samdur við eini avgerð, hevur rætt til at fáa áskoðan sína skrivaða í fundarbókina.
Grannskoðanarprotokoll
§ 129. 6) Limirnir í evstu leiðsluni skriva undir ta av grannskoðara gjørdu grannskoðanarprotokoll, um grannskoðarin førir eina slíka.
Starvsskipan nevndarinnar og eftirlitsráðsins
§ 130. Eru fleiri nevndar- ella eftirlitsráðslimir í einum kapitalfelagi, skulu tað í starvsskipanini ásetast nærri ásetingar um uppgávur nevndarinnar ella eftirlitsráðsins.
Stk. 2. Tá starvsskipanin verður gjørd, verður støðið tikið í virksemi og tørvi kapitalfelagsins. Í hesum sambandi eigur nevndin ella eftirlitsráðið serliga at umhugsa, hvørt tað í starvsskipanini skulu vera ásetingar um konstitutión, arbeiðsbýti, eftirlit við dagligu leiðslu stjórnarinnar, førslu av bókum og gerðabókum, skrivligar og elektróniskar fundir, tagnarskyldu, varalimir, roknskapareftirlit, undirskriving av grannskoðanarprotokoll og tryggjan av, at neyðuga grundarlagið fyri grannskoðan er tøkt.
Stk. 3. Starvsskipan nevndarinnar ella eftirlitsráðsins í landspartafeløgum skal, í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er gjørd, almannakunngerast í kt-skipan Skráseting Føroya. Sama freist er galdandi, tá eitt partafelag gerst eitt landspartafelag eftir 19. kapitli ella tá broytingar verða gjørdar í starvsskipanini hjá einum landspartafelagi.
Ógegni
§ 131. Limur í leiðsluni kann ikki luttaka í viðgerðini av málum um avtalur millum kapitalfelagið og viðkomandi sjálvan ella um rættarmál móti viðkomandi sjálvum ella um avtalu millum kapitalfelagið og triðjamann ella um rættarmál móti triðjamanni, um viðkomandi sjálvur hevur ein týðandi áhuga, sum kann stríða ímóti áhuga kapitalfelagsins, í hesum.
Tagnarskylda
§ 132. Nevndar- og eftirlitsráðslimir, stjórar, metingarfólk og rannsóknarfólk og hjálparar teirra og tiltaksfólk mugu ikki ógrundað lata víðari tað, sum tey í arbeiði sínum hava fingið kunnleika til.
At lata grannskoðara upplýsingar v.m.
§ 133. Leiðslan í einum kapitalfelagi skal lata einum og hvørjum grannskoðara ella rannsóknarfólki, ið er aðalfundarvaldur, og sum skal lata váttanir um viðurskifti kapitalfelagsins, tær upplýsingar, sum mugu metast at vera týdningarmiklar fyri metingina av kapitalfelagnum og, um kapitalfelagið er eitt móðurfelag, um samtak tess, í samsvari við ársroknskaparlógina.
Stk. 2. Leiðslan í einum kapitalfelagi skal lata tí grannskoðara ella rannsóknarfólki, ið er aðalfundarvaldur, og sum skal siga frá um viðurskifti kapitalfelagsins, atgongd at gera tær kanningar, ið hesin metir neyðugar, og skal tryggja, at grannskoðari ella rannsóknarfólk fær tær upplýsingar og ta hjálp, sum viðkomandi metir neyðugar fyri at útinna arbeiði sítt.
Stk. 3. Leiðslan í einum føroyskum kapitalfelagi, sum er dótturfelag í einum samtaki, hevur somu skyldur mótvegis grannskoðara móðurfelagsins.
Fráboðan um samtøkuviðurskifti
§ 134. 1) Høvuðsleiðslan í einum føroyskum móðurfelag hevur skyldu at boða høvuðsleiðsluni í einum dótturfelag frá, so skjótt sum samtaksviðurskifti er skipað ella íkomið. Høvuðsleiðslan í einum føroyskum dótturfelag skal lata móðurfyritøkuni tær upplýsingar, sum neyðugar eru fyri metingini av støðuni hjá samtakinum og úrslitinum hjá samtakinum.
Umboðanar- og tekningarrættur
§ 135. Nevndar- og stjórnarlimir umboða kapitalfelagið úteftir.
Stk. 2. Kapitalfelagið verður bundið av avtalum, sum verða gjørdar vegna kapitalfelagið av samlaðu høvuðsleiðsluni, av einum nevndarlimi ella av einum stjóra. Eftirlitsráðslimirnir kunnu ikki tekna kapitalfelagið.
Stk. 3. Tann tekningarrættur, sum eftir stk. 2 er hjá einstaka nevndarliminum og stjórnini, kann í viðtøkunum verða avmarkaður, soleiðis at tekningarrætturin bert kann útinnast av fleiri limum í felag ella av einum ella fleiri ávísum limum hvør sær ella í felag. Onnur avmarking í tekningarrættinum kann ikki verða skrásett.
Stk. 4. Í kapitalfeløgum, sum hava eitt eftirlitsráð, kann eftirlitsráðið, hóast ásetingina í stk. 1, umboða felagið í førum, tá sakarmál verður reist móti einum ella fleiri limum í stjórn felagsins. Á sama hátt kann eftirlitsráðið umboða felagið í førum, tá sakarmál verður reist móti felagnum av einum limi í stjórn felagsins. Sama er galdandi, um limirnir í stjórnini antin eru ógegnigir ella av øðrum orsøkum ikki kunnu umboða felagið.
Stk. 5. Umboðsfulltrú kann einans verða veitt av høvuðsleiðsluni.
§ 136. Hevur onkur, sum hevur tekningarrætt eftir § 135, gjørt avtalu ella latið tilsøgn vegna kapitalfelagið, bindur hetta kapitalfelagið uttan so, at
1) tey, sum hava tekningarrætt, hava virkað í stríð við heimildaravmarkingar sínar, ið eru ásettar í hesi lóg,
2) avtalan ella tilsøgnin fellur uttan fyri endamál kapitalfelagsins, og kapitalfelagið veitir prógv fyri, at triðimaður visti ella átti at vitað tað, ella
3) tann, sum hevur tekningarrætt, er farin út um heimild sína ella hevur skúgvað til viks áhugamál felagsins á týðandi hátt, og triðimaður visti ella átti at vitað tað.
Stk. 2. Almannakunngerðingin av endamálsorðingini í viðtøkum kapitalfelagsins í kt-skipan Skráseting Føroya er ikki í sjálvum sær nóg gott prógv eftir stk. 1, nr. 2.
§ 137. Er val ella tilnevning av limi til leiðsluna í einum kapitalfelagi kunngjørt í kt-skipan Skráseting Føroya í samsvari við § 14, kann ein mangul við valinum ella tilnevningini ikki gerast galdandi mótvegis triðjamanni uttan so, at kapitalfelagið prógvar, at hesin kendi mangulin.
Løn til limir í leiðsluni
§ 138. Limir í leiðsluni í einum kapitalfelagi kunnu verða løntir við føstum ella skiftandi viðurgjaldi. Viðurgjaldið má ikki vera hægri enn tað, sum mett verður vanligt í mun til slag og vavi av arbeiðinum, umframt tað, ið mett verður ráðiligt í mun til fíggjarligu støðu kapitalfelagsins og, tá talan er um móðurfeløg, fíggjarligu støðu samtaksins.
Stk. 2. Verður eitt kapitalfelag tikið undir trotabúarviðgerð skulu limirnir í leiðsluni, hóast teir hava verið í góðari trúgv, afturrinda tað, sum teir hava fingið í skiftandi viðurgjaldi seinastu 5 árini fyri freistina, um so er, at kapitalfelagið var insolvent, tá skiftandi viðurgjaldið varð ásett.
§ 139. 1) Áðrenn eitt partafelag, sum hevur partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði ella einum multilateralum handilsfasiliteti, ger eina ítøkiliga avtalu um áeggjanarviðurgjald til ein lim í leiðslu felagsins, skal evsta leiðsla kapitalfelagsins hava ásett yvirskipaðar leiðreglur fyri áeggjanarviðurgjaldi til leiðslu kapitalfelagsins. Leiðreglurnar skulu vera viðgjørdar og góðkendar á aðalfundi kapitalfelagsins.
Stk. 2. Hevur aðalfundurin góðkent leiðreglurnar fyri áeggjanarviðurgjaldi kapitalfelagsins til leiðslu kapitalfelagsins, sbr. stk. 1, skal í viðtøkum kapitalfelagsins verða ásett, at slíkar leiðreglur eru samtyktar. Viðtøkuásetingin krevur ikki serliga avgerð á aðalfundinum. Leiðreglurnar skulu, eftir góðkenning aðalfundsins, skjótast gjørligt almannakunngerast á heimasíðu kapitalfelagsins við upplýsing um, nær aðalfundurin hevur góðkent leiðreglurnar.
Stk. 3. Ítøkiligar avtalur um áeggjanarviðurgjald, sbr. stk. 1, kunnu í fyrsta lagi gerast dagin eftir, at galdandi, góðkendu leiðreglurnar eru almannakunngjørdar á heimasíðu kapitalfelagsins, sbr. stk. 2. Tá ítøkiligar avtalur um áeggjanarviðurgjald verða gjørdar, skulu galdandi, góðkendu leiðreglurnar verða fylgdar.
Stk. 4. Stk. 1-3 verða at nýta á sama hátt í sambandi við avtalur um at leingja ella at broyta verandi ítøkiligar avtalur um áeggjanarviðurgjald til limir í leiðslu kapitalfelagsins.
Kapittul 8
Starvsfólkaumboðan
Felagsumboðan
§ 140. Í kapitalfeløgum, sum seinastu 3 árini hava havt í miðal 35 starvsfólk, hava starvsfólkini rætt at velja eitt tal av limum og varalimum til evstu leiðslu felagsins, sum samsvarar viðhelvtina av talinum av hinum limunum í leiðsluni. Starvsfólk í felagsins deild í Íslandi eru at meta sum starvssett í felagnum. Starvsfólkini kunnu tó altíð velja í minsta lagi 2 limir og varalimir. Er talið av starvsfólkavaldum limum ikki eitt heilt tal, verður talið rundað uppeftir.
Stk. 2. Starvsfólkini hava rætt til at velja eitt lægri tal av limum og varalimum, um tað ikki kann veljast tað talið, sum starvsfólkini hava rætt til eftir stk. 1.
Samtaksumboðan
§ 141. § 140 verður nýtt samsvarandi fyri starvsfólk í einum føroyskum móðurfelag, sbr. §§ 6-7, og dótturfeløg tess, ið eru skrásett í Føroyum, og fyri deildir felagsins í Íslandi.
Stk. 2. Er móðurfelagið fevnt av § 140, hava starvsfólkini í móðurfelagnum rætt til at velja 2 limir og varalimir. Samlaða talið av starvsfólkavaldum limum í evstu leiðslu móðurfelagsins skal vera helvtin av talinum av hinum limunum í leiðsluni, tó skulu í minsta lagi vera 3 starvsfólkavaldir limir. Starvsfólkini hava rætt til at velja eitt lægri tal av limum og varalimum, um tað ikki kann veljast tað talið, sum starvsfólkini hava rætt til eftir pkt. 1.
Stk. 3. Aðalfundur móðurfelagsins kann gera av, at starvsfólk í einum ella fleiri útlendskum dótturfeløgnum kunnu gerast partur av teimum, ið kunnu verða vald og kunnu velja. Um samtakið hevur starvsfólk í føroyskum dótturfeløgum, skulu hesi altíð kunna velja í minsta lagi eitt umboð. Um starvsfólkini í teimum føroysku dótturfeløgunum eru fleiri enn 10% av samlaða talinum, skulu tey kunnu velja í minsta lagi tvey umboð. Fæst ikki meiriluti, sbr. § 142, fyri skipanini á samtaksstigi, men meirilutin av føroyskum dótturfeløgum atkvøður fyri samtaksumboðanini, skal starvsfólkaumboðsskipanin metast sum samtykt av starvsfólkunum í teimum føroysku dótturfeløgunum, soleiðis at samtaksvalið einans verður framt í føroysku dótturfeløgunum.
Val av starvafólkaumboðum
§ 142. 1) Avgerð um val av limum til evsta leiðslustovnin sambært §§ 140 og 141 krevur, at í minsta lagi helvtin av starvsfólkunum í kapitalfelagnum ávikavist dótturfeløgunum atkvøða fyri hesum uttan so, at semja er millum leiðslu og starvsfólk um ikki at fremja atkvøðugreiðslu um hetta. Avgerðin skal verða fráboðað evstu leiðsluni á ein hátt, sum kann verða skjalprógvaður seinni.
§ 143. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um:
1) Hvør er at meta sum starvsfólk í mun til starvsfólkaumboðanina,
2) útrokningina av miðaltalinum av starvsfólkum í mun §§ 140 og 141,
3) hvussu val eftir §§ 140-142 verður útint, heruppií reglur, sum tryggja loyniliga atkvøðugreiðslu,
4) møguleikan fyri, at víkjast kann frá ítøkiligum ásetingum, sum eru ásettar eftir hesi grein, um semja er millum leiðslu og starvsfólk um hetta heruppií reglur um sjálvbodnar skipanir um starvsfólkaumboðan og rættin hjáa høvuðsleiðslustovninum at broyta kaptalfelagsins viðtøkur sum avleiðing av hesum,,
5) hvussu starvsfólk í kapitalfeløgum og samtøkum, har nevndarlimir eru valdir eftir §§ 140 og 141, verða kunnað um viðurskifti kapitalfelagsins,
6) starvsvernd fyri starvsfólkavaldar leiðslulimir, heruppií limir, ið eru valdir gjøgnum sjálvbodnar skipanir, og um viðgerð av ósemjum um hetta,
7) avleiðingar av, at reglur í lóggávuni og reglur, givnar við heimild í lóggávuni, ikki verða hildnar,
8) at eigarabókin eisini skal vera tøk hjá einum starvsfólkaumboði í feløgum og móðurfeløgum, har starvsfólkini ikki hava valt nevndarlimir eftir §§ 140 og 141, og
9) møgulig boð um innkalling til aðalfund til starvsfólk hjá felagnum ávikavist samtakinum, um so er, at hesi hava givið leiðsluni boð um, at val til starvsfólkaumboðan skal verða hildið.
Kapittul 9
Grannskoðan og rannsókn
Grannskoðan
§ 144. Er eitt kapitalfelag fevnt av grannskoðanarskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu, ella um aðalfundurin annars ger av, at ársroknskapur felagsins skal grannskoðast, skal aðalfundurin velja ein ella fleiri góðkendar grannskoðarar og møguligar varamenn fyri hesar. Avgerð um hetta kann verða tikin við vanligum atkvøðumeiriluta eftir § 105. Viðtøkurnar kunnu harumframt geva øðrum rætt at tilnevna ein ella fleiri aðrar grannskoðarar.
Stk. 2. 6) Ásetingar í viðtøkum felagsins ella onnur avtala, sum avmarkar aðalfundarins val av einum ella fleiri góðkendum grannskoðarum, sum skulu grannskoða ársroknskap felagsins, umframt møguligum varafólkum fyri hesar, til ávísar av flokkar av ella lista yvir grannskoðarar, hava ikki gildi.
Stk. 3. 6) Ein kapitaleigari kann krevja, at Skráseting Føroya harumframt tilnevnir ein góðkendan grannskoðara, sum skal luttaka í grannskoðanini saman við hinum grannskoðaranum ella grannskoðarunum fram til næsta aðalfund, um
1) kapitaleigarar, ið eiga í minsta lagi 1/10 av kapitalinum, á einum aðalfundi, har val av grannskoðara var á dagsskránni, hava atkvøtt fyri at fáa ein grannskoðara afturat, og
2) kravið er sett fram í seinasta lagi 2 vikur eftir, at aðalfundurin er hildin.
Stk. 4. 6) Skráseting Føroya kann tilnevna ein grannskoðara, um eitt kapitalfelag, ið hevur grannskoðanarskyldu, ikki hevur kravda grannskoðaran, og ein limur í leiðsluni ella ein kapitaleigari biðja um hetta. Tilnevningin er galdandi, til nýggjur grannskoðari er valdur av aðalfundinum.
Stk. 5. 1) 6) Í teimum førum, sum eru nevnd í stk. 3 og 4, verður tað, at grannskoðarin hevur tikið við, skrásett uttan fráboðan. Skráseting Føroya ásetur viðurgjaldið til tilnevnda grannskoðaran. Kostnaðurin av lógarásettu grannskoðanini av felagsins ársroknskapi o.a. verður í fyrstu atløgu rindaður av landskassanum, men verður endaliga goldin av kapitalfelagnum.
Stk. 6. 6) Um grannskoðari skal siga frá um viðurskiftini í einum kapitalfelagi, skal grannskoðarin halda seg til tey rættindi og tær skyldur, sum eru galdandi eftir hesi lóg uttan so, at munur ítøkiliga verður gjørdur á aðalfundarvaldum grannskoðarum, sum eru valdir at grannskoða ársroknskapin, sbr. stk. 1, og øðrum grannskoðarum.
§ 144 a. 6) Hóast artikkul 17, stk. 1, í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 frá 16. apríl 2014 om specifikke krav til lovpligtig revison af virksomheder af interesse for offentligheden, kann aðalfundurin í einum kapitalfelagi, sum er fevnt av § 1 a, nr. 3, í grannskoðaralógini, velja sama grannskoðara í mesta lagi í:
1) 20 ár, um ein útbjóðingarrunda er í samsvari við artikkul 16, stk. 2-5 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 frá 16. apríl 2014 om specifikke krav til lovpligtig revison af virksomheder af interesse for offentligheden við virknaði fyri grannskoðanina eftir endan av eini gildistíð upp á 10 ár, ella
2) 24 ár, um aðalfundurin eftir eini gildistíð upp á 10 ár velur í minsta lagi ein grannskoðara aftrat at gera grannskoðanina.
§ 145. Eitt dótturfelag í einum samtaki sambært ársroknskaparlógini, har móðurfelagið er eitt landspartafelag ella eitt virki, hvørs virðisbrøv eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, skal, í tann mun tað ber til, velja sama grannskoðara, sum er valdur av aðalfundi móðurfelagsins. Um hetta ikki ber til, skal dótturfelagið, í tann mun tað ber til, í staðin velja ein grannskoðara, sum er samstarvspartnari hjá tí grannskoðara, sum er valdur av aðalfundi móðurfelagsins.
§ 146. Grannskoðari kann verða settur frá av tí, sum hevur valt grannskoðara. Ein grannskoðari, ið eru valdur at grannskoða ársroknskap felagsins eftir § 144, kann bert verða settur frá innan lokna starvstíð, um grundaði viðurskifti elva til tess.
Stk. 2. Fer ein aðalfundarvaldur grannskoðari, sbr. § 144, stk. 1, frá, ella endar grannskoðanin á annan hátt, innan starvstíðin er lokin, skal grannskoðari skjótast til ber boða Skráseting Føroya frá hesum. Nøktandi frágreiðing um orsøkina fyri, at starvið er endað innan lokna starvstíð, skal fylgja við fráboðanini. Í feløgum, sum hava virðisbrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, skal ein aðalfundarvaldur grannskoðari harumframt skjótast til ber boða marknaðinum frá um fráfaring sína eftir reglunum í lov om a m.v. soleiðis sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan.
Stk. 3. 6) Fer grannskoðari felagsins, ið er valdur at grannskoða ársroknskap felagsins, sbr. § 144, stk. 1, frá, ella endar grannskoðanin á annan hátt, sbr. stk. 1 og 4, og er eingin varamaður at taka við fyri hendan, skal høvuðsleiðslan skjótast til ber skipa fyri vali av nýggjum grannskoðara eftir § 144, stk. 1. Til eykaaðalfund við hesum endamáli skal verða kallað inn í seinasta lagi 2 vikur eftir, at fráfaringin er fráboðað felagnum. Í landspartafeløgum og feløgum, hvørs virðisbrøv eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, skal tó verða kallað inn í seinasta lagi 8 dagar eftir, at fráfaringin er fráboðað felagnum.
Stk. 4. 6) Í kapitalfeløgunum, sum eru fevnd av § 1 a, nr. 3 í grannskoðaralógini, kann valdi grannskoðarin, sbr. § 144, verða settur frá við dómi, um haldgóð grund er til tað. Rættarmál um hetta kann verða reist av einum ella fleiri kapitaleigarum í kapitalfeløgum, sum tilsamans umboða í minsta lagi 5% av atkvøðurættindunum ella av felagskapitalinum umframt av Skráseting Føroya sum eftirlitsmyndugleiki við grannskoðarafyritøkum, sbr. § 30 í grannskoðaralógini.
Stk. 5. 6) Mál um at seta felagsins grannskoðara frá eftir stk. 4 verða reist mótvegis felagnum og verða førd eftir formum samsvarandi teimum í lov om Retsplejelov for Færøerne. Fæst viðhald í einum málskravi um at grannskoðari skal setast frá, fer grannskoðarin frá, tá dómurin er endaligur. Rætturin fráboðar samstundis Skráseting Føroya og grannskoðaranum um frásetanina. Við støði í dóminum skrásetur Skrásetingin at tann frásetti grannskoðarin er farin frá.
Stk. 6. 6) Verður grannskoðarin settur frá sambært stk. 4, verða stk. 2, 3. pkt, og stk. 3 nýtt samsvarandi.
§ 147. Grannskoðari felagsins, ið er valdur at grannskoða ársroknskap felagsins, sbr. § 144, stk. 1, skal lúka tey krøv viðvíkjandi grannskoðanini, sum aðalfundurin setur, í tann mun hetta ikki er í stríð við lóggávu, viðtøkur felagsins ella góðan grannskoðanarsið.
Stk. 2. 6) Grannskoðarin skal harumframt ansa eftir, um leiðsla felagsins heldur skyldur sínar at gera starvsskipan og til at gera og føra bøkur, yvirlit og protokollir umframt at reglurnar um at leggja fyri og undirskriva grannskoðanarprotokollina eru hildnar, um grannskoðarin førir eina slíka.
Stk. 3. 1) Staðfestir grannskoðarin, at krøv sbrt. stk. 2 ikki eru lokin, skal grannskoðarin gera eina serliga váttan um hetta til aðalfundin uttan so, at felagsins ársfrásøgn skal góðkennast á aðalfundinum, og viðurskiftini eru nevnd í grannskoðaraátekningini á ársfrásøgnina.
§ 148. 1) Broytingar viðvíkjandi grannskoðara, sum er valdur sbrt. § 144, skulu skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya ella fráboðast Skráseting Føroya, sbr. § 9. Um grannskoðaraskifti fer fram, innan starvstíðin er úti, er § 10, stk. 2 galdandi.
§ 149. Frá limunum í leiðslu felagsins kann grannskoðari krevja tær upplýsingar, sum metast mugu neyðugar fyri metingina av felagnum og, um felagið er eitt móðurfelag, samtaki tess, sbr. § 7. Sama er galdandi fyri limirnir í leiðsluni í einum føroyskum felag, ið er dótturfelag í einum samtaki sambært ársroknskaparlógini.
Rannsókn
§ 150. Ein kapitaleigari kann á vanliga aðalfundinum ella á einum aðalfundi, har evnið er sett á dagsskrá, seta fram uppskot um rannsókn av stovnan felagsins ella av nærri tilskilaðum viðurskiftum viðvíkjandi umsiting felagsins ella av ávísum roknskapum. Verður uppskotið samtykt við vanligum atkvøðumeiriluta, velur aðalfundurin eitt ella fleiri rannsóknarfólk.
Stk. 2. Verður uppskotið ikki samtykt, men fær undurtøku frá kapitaleigarum, sum umboða 25% av felagskapitalinum, kann ein kapitaleigari í seinasta lagi 4 vikur eftir, at aðalfundurin er hildin, biðja skiftirættin tilnevna rannsóknarfólk. Skiftirætturin skal geva leiðslu felagsins og møguligum aðalfundarvaldum grannskoðara, ið er valdur at grannskoða ársroknskap felagsins, sbr. § 144, stk. 1, og, um so er, tí, hvørs viðurskifti eru fevnd av áheitanini, høvi at úttala seg, áðrenn rætturin tekur avgerð sína. Áheitanin skal bert verða eftirlíkað, um skiftirætturin metir hesa vera nóg væl grundaða. Skiftirætturin ásetur talið av rannsóknarfólkum. Avgerðir skiftirætsins kunnu verða kærdar.
Stk. 3. Ásetingarnar um óheftni í § 22 í grannskoðaralógini vera at nýta samsvarandi fyri rannsóknarfólk eftir stk. 1 og 2.
§ 151. Rannsóknarfólkið kann frá leiðsluni krevja tær upplýsingar, sum mugu metast at hava týdning fyri metingina av felagnum og, um felagið er eitt móðurfelag, samtaki tess sambært ársroknskaparlógini. Sama er galdandi fyri leiðsluna í einum føroyskum felag, sum er dótturfelag í einum samtaki sambært ársroknskaparlógini.
§ 152. Rannsóknarfólkini skulu lata aðalfundinum eina skrivliga frágreiðing og hava rætt til at fáa viðurgjald frá felagnum. Eru rannsóknarfólkini tilnevnd av skiftirættinum, verður viðurgjaldið ásett av skiftirættinum.
Stk. 2. Í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin skal frágreiðing rannsóknarfólksins verða atkomulig hjá kapitaleigarunum til eftirskoðan.
Kapittul 10
Um at hækka kapitalin
§ 153. Kapitalfelagið kann hækka kapitalin við at
1) tekna nýggjar kapitalpartar,
2) flyta av felagsins tiltakspeningi til felagskapital við fondshækkan ella
3) útskriva umbýtilig skuldarbrøv ella warrants.
Stk. 2. Nýggir kapitalpartar kunnu ikki teknast við fyrivarni ella til undirkurs.
Um avgerð aðalfundsins at hækka kapitalin
§ 154. Aðalfundurin tekur avgerð um hækkan av felagskapitalinum eftir reglunum í hesum kapitli.
Stk. 2. Avgerð eftir stk. 1 verður tikin við tí atkvøðumeiriluta, ið krevst til viðtøkubroytingar.
§ 155. Aðalfundurin kann, við at áseta tað í viðtøkunum, heimilað høvuðsleiðsluni at hækka felagskapitalin. Heimildin kann verða givin fyri eitt ella fleiri tíðarskeið í upp til 5 ár í senn.
Stk. 2. Aðalfundurin kann eisini, við at áseta tað í viðtøkunum, heimila høvuðsleiðsluni at skriva út umbýtilig skuldarbrøv ella warrants, sbr. § 169, um aðalfundurin samstundis heimilar høvuðsleiðsluni at fremja tilhoyrandi kapitalhækkanina, sbr. stk. 1. Heimildin kann verða givin fyri eitt ella fleiri tíðarskeið í upp til 5 ár í senn
Stk. 3. 1) Tá talan er um heimilan eftir stk. 1 og 2, skal tað í viðtøkunum verða upplýst:
1) Hvørjum av teimum hækkanarhættum, nevndir í hesum kapitli, heimilanin viðvíkur,
2) dagfestingin fyri, nær tíðarskeiðið, nevnt í stk. 1 ella stk. 2, 2. pkt., endar,
3) mest loyvdu upphæddina, sum høvuðsleiðslan kann hækka felagskapitalin við, og
4) ásetingar um tey viðurskifti, sum eru nevnd í § 158, nr. 2, 6, 7 og 10-12.
Stk. 4. Um hækkanin heilt ella partvíst skal kunna fara fram á annan hátt enn við inngjaldi av reiðum peningi, skal hetta vera nevnt í viðtøkunum. Harumframt skal upplýsast um avgerð aðalfundsins um møgulig frávik frá tí fortekningarrætti, sum verandi kapitaleigarar hava havt, sbr. § 162.
Krøv til mannagongdir í sambandi við kapitalhækkan
§ 156. 1) Uppskot um kapitalhækkan skal í partafeløgum gerast atkomulig hjá partaeigarunum, sbr. §§ 98 og 99, og skal leggjast fram á aðalfundinum.
Stk. 2. 1) Skal ársfrásøgnin fyri seinasta roknskaparár ikki viðgerast á sama aðalfundi, skulu í einum partafelagi leggjast fram hesi skjøl:
1) Seinasta góðkenda ársfrásøgn,
2) ein frágreiðing frá høvuðusleiðslu felagsins, sum, í tann mun tað ikki av serligum orsøkum kann skaða felagið, skal upplýsa um hendingar av serligum týdningi fyri støðu felagsins, sum eru hendar síðani seinastu ársfrásøgn, og
3) ein fráboðan frá grannskoðara felagsins um frágreiðing høvuðsleiðslunnar, um felagsins ársroknskapur o.a. er fevndur av grannskoðanarskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu.
Stk. 3. 1) Um avgerðin um kapitalhækkingina skal takast av aðalfundinum, kunnu partaeigararnir í semju avgera at víkja frá stk. 1 og 2. Skal avgerðin um kapitalhækkingina takast av evsta leiðslustovninum eftir heimild frammanundan frá aðalfundinum, sbr. § 155, verður stk. 2 nýtt samsvarandi, tá evsti leiðslustovnurin nýtir heimildina. Evsti leiðsustovnurin kann tó taka avgerð um at víkja frá stk. 2 uttan so, at aðalfundurin í sambandi við veitan av heimildini til evsta leiðslustovnin hevur tikið avgerð um, at ikki kann víkjast frá krøvunum um mannagongdir sbrt. stk. 2.
Krøv til innkallingina
§ 157. Í sambandi við kapitalhækkan í partafeløgum, skal innkallingin til aðalfund innihalda upplýsing um tann fortekningarrætt, sum partaeigararnir ella onnur hava, og upplýsing um, hvussu tey, ið hava tekningarrætt, skulu bera seg at, um tey vilja nýta tekningarrætt sín.
Stk. 2. Verða gjørd frávik frá fortekningarrætti partaeigaranna , sbr. § 162, skal innkallingin upplýsa orsøkina til og grundgevingina fyri tí uppskotna tekningarkursinum.
Stk. 3. Er semja um tað, kunnu partaeigararnir víkja frá stk. 1 og 2.
Innihaldið í avgerðini
§ 158. 1) Avgerðin um at hækka felagskapitalin við tekning av nýggjum kapitalpørtum skal áseta:
1) Ta minstu og ta størstu upphæddina, sum felagskapitalurin skal kunna verða hækkaður við,
2) um tað kann verða inngoldið partvíst,
3) tekningarkursin og stødd ella tal á kapitalpørtunum,
4) nær nýggju kapitalpartanir geva rætt til vinningsbýti og onnur rættindi í kapitalfelagnum,
5) metta kostnaðin av hækkanini, sum kapitalfelagið skal rinda,
6) tann flokk, sum nýggju kapitalpartarnir skulu hoyra til, um tað eru ella skulu vera ymiskir flokkar,
7) fortekningarrættin hjá kapitaleigarunum ella øðrum, umframt møguligar avmarkningar í fortekningarrættinum hjá nýggjum kapitaleigarum í sambandi við komandi hækkanir, sbr. § 162,
8) tekningarfreistina og eina freist, sum í minsta lagi er 2 vikur frá tí, at fráboðan verður send kapitaleigarunum, har kapitaleigararnir skulu nýta fortekningarrætt sín,
9) freistina fyri inngjalding av kapitalpørtunum, og, í teimum førum har býtið ikki er latið høvuðsleiðsluni, reglurnar fyri býti við yvirtekning av teimum kapitalpørtum, sum ikki eru teknaðir við grundarlagi í fortekningarrætti,
10) møguligar avmarkingar í umsetiligheitini av nýggju kapitalpørtunum, ella skylduna hjá nýggju kapitaleigarunum at lata kapitalpartar sínar loysa út,
11) um teir nýggju kapitalpartarnir eru umfarsskjøl, og
12) um nýggju partbrøvini skulu vera navnapartabrøv ella handhavapartabrøv.
§ 159. 1) Um høvuðsleiðslan nýtir eina heimild, givin sambært § 155, at hækka kapitalin við at tekna nýggjar kapitalpartar, skal avgerðin áseta:
1) Ta lægstu og ta hægstu upphædd, sum felagskapitalurin skal kunnað verða hækkaður við,
2) tekningarkurs og stødd ella tal á kapitapørtunum,
3) nær nýggju kapitalpartarnir geva rætt til vinningsbýti og onnur rættindi í felagnum,
4) metta kostnaðin av hækkingini, sum kapitalfelagið skal rinda,
5) tekningarfreistina og eina freist, sum í minsta lagi er 2 vikur frá tí, at fráboðan verður send kapitaleigarunum, har kapitaleigararnir skulu nýta fortekningarrætt sín,
6) freistina fyri inngjalding av kapitalpørtunum og reglurnar fyri býtið við yvirtekning av teimum kapitalpørtum, sum ikki eru teknaðir við grundarlagi í fortekningarrætti,
7) um nýggju kapitalpartarnir kunnu verða inngoldnir við øðrum virðum enn reiðum peningi, sbr. § 160, ella
8) um nýggju kapitalpartarnir kunnu verða inngoldnir við at umleggja skuld, sbr. § 161.
Stk. 2. Fyri avgerð høvuðsleiðslunnar eftir stk. 1 vera §§ 163 og 164 at nýta samsvarandi.
Stk. 3. Høvuðsleiðslan kann fremja tær viðtøkubroytingar, sum standast av kapitalhækkanini.
Um at inngjalda við virðum ella við at umleggja skuld
§ 160. 1) Um nýggir kapitalpartar kunnu verða inngoldnir við øðrum virðum enn reiðum peningi, skal avgerðin um hækkanina innihalda ásetingar um hetta, og gerast skal ein metingarfrágreiðing, sbr. §§ 36 og 37. Um høvuðsleiðslan ger eina váttan eftir ásetingunum í § 38, stk. 2, er ikki skylda til at fáa til vega metingarfrágreiðing, tá talan er um innskot av aktivum, sum nevnt í § 38, stk. 1. Høvuðsleiðslan skal almannakunngera váttanina í kt-skipan Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir avgerðina um innskotið, sbr. § 9, stk. 3. Javnin eftir § 36, stk. 3 verður gjørdur sum yvirtøkujavni fyri tað virkið, sum er yvirtikið.
§ 161. Um nýggir kapitalpartar kunnu verða inngoldnir við at umleggja skuld, skal avgerðin um hækkanina innihalda ásetingarnar um hetta.
Stk. 2. Høvuðsleiðslan skal greiða frá orsøkini til og nær skuldin er stovnað og orsøkunum til uppskotið um at umleggja.
Stk. 3. Í partafeløgum skulu frágreiðing høvuðsleiðslunnar og møgulig onnur skjøl gerast atkomulig hjá partaeigarunum, sbr. §§ 98 og 99, og skulu hesi skjøl leggjast fram á aðalfundinum.
Stk. 4. Er semja um tað, kunnu kapitaleigararnir víkja frá stk. 2.
Stk. 5. Er semja um tað, kunnu partaeigararnir víkja frá kravinum í stk. 3.
Rætt til at tekna lutfalsliga
§ 162. Við eina og hvørja hækkan av felagskapitalinum við reiðum peningi hava kapitaleigararnir rætt til at tekna lutfalsliga av nýggju kapitalpørtunum. Viðtøkurnar kunnu avgera, at fortekningarrætturin ikki kann verða latin triðjamanni.
Stk. 2. Aðalfundurin kann, við sama meiriluta, sum verður kravdur til viðtøkubroyting, sbr. § 106, gera av at víkja frá fortekningarrættinum, sbr. stk. 1, til fyrimunar fyri onnur.
Stk. 3. Eru fleiri flokkar av kapitalpørtum, har atkvøðurætturin ella rætturin til vinningsbýti ella útlutan av ognum felagsins er ymiskur, kann í viðtøkunum gevast kapitaleigarunum í hesum flokkum framíhjárætt at tekna kapitalpartar innan fyri sín egna flokk. Um so er, kunnu kapitaleigarar í hinum flokkunum í fyrsta lagi efti tað nýta fortekningarrætt sín eftir stk. 1.
Stk. 4. Aðalfundurin kann, við sama meiriluta, sum verður kravdur til viðtøkubroyting, sbr. § 106, gera av at víkja frá fortekningarrættinum, sbr. stk. 1, til fyrimunar fyri starvsfólkini í felagnum ella dótturfelag tess. Við sama meiriluta kann aðalfundurin áseta ein fyrimunarkurs fyri teir kapitalpartar, ið verða bodnir starvsfólkunum.
Stk. 5. Aðalfundurin kann tó samtykkja størri frávik frá fortekningarrætti kapitaleigaranna, enn ásett í innkallingini, um teir kapitaleigarar, hvørs fortekningarrættur gerst verri, taka undir við hesum.
Stk. 6. Eru fleiri kapitalflokkar í felagnum, er ein avgerð, ið hevur við sær, at rættarviðurskiftini millum flokkarnar verða skorin, bert galdandi, um kapitaleigarar, sum eiga í minsta lagi 2/3 av tí partinum av kapitalflokkinum, hvørs rættarstøða verður verri, og sum luttaka á aðalfundinum, taka undir við hesum.
Um at tekna nýggjar kapitalpartar
§ 163. Tekning av nýggjum kapitalpørtum skal gerast skrivliga.
Stk. 2. Tá teknað verður, skulu viðtøkurnar og skjølini, nevnd í § 156, leggjast fram uttan so, at avgjørt er, at skjølini ikki skulu verða gjørd, sbr. § 156, stk. 3. Er kapitaltekningin fevnd av ásetingunum í §§160 og 161, skulu skjølini, umrødd í nevndu ásetingum, leggjast fram uttan so at avgjørt er, at skjølini ikki skulu verða gjørd.
Stk. 3. Kapitaleigararnir skulu, eftir reglunum um innkalling til aðalfund, hava fráboðan um møguleikan fyri at tekna og um freistina fyri at nýta fortekningarrættin. Í partafeløgum, har allir partaeigarar eru kendir, kunnu einstøku partaeigararnir í staðin fáa skrivliga fráboðan.
§ 164. Avgerðin um viðtøkubroytingar, ið eru treytaðar av, at kapitalurin verður hækkaður, fellur burtur, um ásetta minstaupphæddin fyri kapitalhækkanini ikki er teknað innan fyri ta freist, sum er ásett í avgerðini. Um so er, skal tað, sum er inngoldið til kapitalin, afturrindast skjótast til ber.
Um at útskriva fondspartar
§ 165. 1) Kapitalfelagið kann geva út fondspartar við at flyta upphæddir til felagskapitalin, sum í seinastu góðkendu ársfrásøgn felagsins eru bókaðar sum
1) flutt yvirskot, ella
2) tiltakspeningur, undantikið tiltakspeningur sbrt. §§ 35 a og 35 b í ársroknskaparlógini, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Til at geva út fondspartar kann felagið harumframt nýta:
1) Yvirskot í verandi roknskaparári, um upphæddin ikki er útlutað, brúkt ella bundin, ella
2) tøkan tiltakspening, sum er íkomin ella vorðin tøkur í verandi roknskaparári.
Stk. 3. Avgerð eftir stk. 1 og 2 skal nevna ta upphædd, sum felagskapitalurin skal verða hækkaður við, umframt stødd ella tal á kapitalpørtunum. § 158, stk. 1, nr. 3, nr. 6 og nr. 9-11 vera at nýta samsvarandi.
Stk. 4. Kapitalhækkanin kann ikki verða framd, fyrr enn avgerðin er skrásett.
Stk. 5. 1) Er fondshækkanin ikki skrásett ella fráboðað til skrásetingar í seinasta lagi 12 mánaðir eftir avgerðina, er avgerðin um at hækka kapitalin, og tær av hesum treytaðu viðtøkubroytingar, fallin burtur.
§ 166. Eru 3 ár liðin eftir, at ein fondshækkan er skrásett, uttan at allir kapitalpartar eru avhendaðir til tey heimilaðu, kann høvuðsleiðsla kapitalfelagsins, við kunngering í kt-skipan Skráseting Føroya, heita á tann ella tey heimilaðu um, innan fyri 6 mánaðir, at koma eftir pørtunum.
Stk. 2. Tá freistin eftir stk. 1 er farin, uttan at áheitanin er fylgd, kann høvuðusleiðslan fyri rokning kapitaleigaranna avhenda kapitalpartarnar gjøgnum ein virðisbrævahandlara, sbr. § 4, stk. 1 í lov om værdipapirhandel m.v., soleiðis sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan m.v..Í søluágóðanum kann felagið draga frá kostnaðin av almannakunngeringini og avhendanini. Er søluágóðin ikki heintaður í seinasta lagi 3 ár eftir avhendanina, fellur upphæddin aftur til kapitalfelagið.
Um at geva út umbýtilig skuldarbrøv og warrants
§ 167. Aðalfundurin kann við tí meiriluta, sum krevst til viðtøkubroyting, gera av at skriva út umbýtilig skuldarbrøv ella warrants, um aðalfundurin samstundis tekur avgerð um ta kapitalhækkan, sum hoyrir til hetta, sbr. § 154.
Stk. 2. Avgerð aðalfundsins skal innihalda neyvaru treytirnar fyri útgávuni, heruppií mestaupphæddin av teirri kapitalhækkan, sum skal kunnað verða teknað við støði í virðisbrævinum, og til hvønn flokk nýggju kapitalpartarnir skulu hoyra.
Stk. 3. Avgerð aðalfundsins eftir stk. 1 skal harumframt taka støðu til rættarstøðu móttakarans, um aðalfundurin tekur avgerð um eitt ella fleiri av niðanfyri undir pkt. 1-7 nevndu viðurskiftum, áðrenn móttakarin hevur býtt um skuldarbrævið ella brúkt ein tillutaðan warrant:
1) Kapitalhækkan,
2) kapitallækkan,
3) útskriving av nýggjum warrants,
4) útskriving av nýggjum umbýtiligum skuldarbrøvum,
5) avtøku,
6) samanlegging, ella
7) kloyving.
Stk. 4. Treytirnar í avgerð aðalfundsins eftir stk. 2 og 3 skulu upplýsast tí, ið tekur ímóti umbýtiligum skuldarbrøvum ella warrants.
§ 168. Avgerð aðalfundsins eftir § 167 skal í síni heild verða tikin við í viðtøkurnar. Tá freistin fyri tekning av kapitalhækkanini er farin, kann høvuðsleiðsla felagsins strika ásetingina.
§ 169. Høvuðsleiðslan kann, eftir heimilan, sbr. § 155, stk. 2, gera av at skriva út umbýtilig skuldarbrøv ella warrants.
Stk. 2. 1) Avgerð høvuðsleiðslunnar skal innihalda neyvaru treytirnar fyri útskrivingini, heruppií
1) mestaupphæddin av teirri kapitalhækkan, sum skal kunnað verða teknað við støði í virðisbrævinum,
2) tann flokk, sum nýggju kapitalpartarnir skulu hoyra til,
3) freistina at tekna kapitalpartar og eina freist, sum í minsta lagi er 2 vikur frá tí, at fráboðan verður send kapitaleigarunum, har kapitaleigararnir skulu nýta fortekningarrætt sín,
4) nær rættindini taka við,
5) freistina fyri inngjalding, og
6) stødd ella tal kapitalpartanna og tekningarkurs.
Stk. 3. Høvuðsleiðslan skal í avgerð síni eftir stk. 1 harumframt taka støðu til rættarstøðu móttakarans, um hesi viðurskifti verða framd, áðrenn móttakarin hevur býtt um skuldarbrævið ella brúkt ein tillutaðan warrant:
1) Kapitalhækkan,
2) kapitallækkan,
3) útskriving av nýggjum tekningaroptiónum,
4) útskriving av nýggjum umbýtiligum skuldarbrøvum,
5) avtøku,
6) samanlegging, ella
7) kloyving.
Stk. 4. Treytirnar í avgerð høvuðsleiðslunnar eftir stk. 2 og 3, umframt heimilan høvuðsleiðslunnar, sbr. § 155, stk. 2, skulu upplýsast tí, ið tekur ímóti umbýtiligum skuldarbrøvum ella warrants.
Stk. 5. Fyri avgerð høvuðsleiðslunnar um kapitalhækkan, sum fylgja av umbýti av umbýtiligum skuldarbrøvum ella nýtslu av warrants, verður § 159 at nýta á sama hátt.
§ 170. Avgerð høvuðsleiðslunnar sbrt. § 169 skal í síni heild verða tikin við í viðtøkurnar. Høvuðsleiðslan kann fremja tær viðtøkubroytingar, sum standast av avgerðini.
§ 171. Er upphæddin, sum er inngoldin fyri eitt skuldarbræv, minni enn upphæddin á tí kapitalparti ella teimum kapitalpørtum, sum skuldarbrævið sambært lánstreytunum kann verða býtt um við, skal írestandi upphæddin verða inngoldin í samsvari við § 33 um partvísa inngjalding av kapitalinum ella verða fevnd av tí partinum av eginogn kapitalfelagsins, sum kann verða nýttur til vinningsbýti.
Treytir fyri at skráseta umbýtilig skuldarbrøv í eini virðisbrævamistøð
§ 172. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um:
1) treytir fyri skráseting av umbýtiligum skuldarbrøvum í virðisbrævamiðstøð,
2) latan av upplýsingum til virðisbrævamiðstøð,
3) at felagið skal rinda allar útreiðslur í sambandi við útskriving av umbýtiligum skuldarbrøvum gjøgnum virðisbrævamiðstøð og við innskriving og varðveitslu v.m. av umbýtiligum skuldarbrøvum í konturekandi stovni, og
4) at § 63 verður at nýta á sama hátt fyri umbýtilig skuldarbrøv.
At fráboða avgerð um kapitalhækkan
§ 173. 1) Skráseting av ella fráboðan til skrásetingar um avgerð aðalfundsins ella høvuðsleiðslunnar um at hækka kapitalin eftir ásetingunum í hesum kapitli skal vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 2 vikur eftir, at freistin fyri at inngjalda kapitalpartarnar er farin, ella at inngjaldið er framt.
Stk. 2. 1) Skráseting av ella fráboðan til skrásetingar um avgerð aðalfundsins ella høvuðsleiðslunnar um at skriva út umbýtilig skuldarbrøv ella warrant og tær viðtøkubroytingar, ið standast av hesum, sbr. §§ 168 og 170, skal vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 2 vikur eftir, at avgerðin er tikin.
§ 174. 1) Skráseting av ella fráboðan til skrásetingar um fremjanina av eini kapitalhækking kann ikki verða skrásett, fyrr enn tann felagskapitalur og møguligur yvirkursur, ið skal verða inngoldin eftir hesi lóg, sbr. § 33, ella eftir viðtøkunum, er inngoldin.
Stk. 2. Nýggju kapitalpartarnir geva rætt til vinningsbýti og onnur rættindi í kapitalfelagnum frá tí løtu, at kapitalhækkanin er skrásett uttan so, at annað er ásett í avgerðini um kapitalhækkan. Rættindini taka tó við í seinasta lagi 12 mánaðir eftir, at skrásett er.
Stk. 3. Tá skrásett er, verður felagskapitalurin mettur at vera hækkaður við samlaða virðinum av kapitalhækkanini.
§ 175. Høvuðsleiðslan skal í seinasta lagi 4 vikur eftir hvørt roknskaparár skráseta ella fráboða, hvussu stór kapitalhækkan er farin fram í árinum, um:
1) Tekning av kapitalpørtum fer fram við støði í umbýtiligum skuldarbrøvum ella warrants,
2) tekningarfreistin, sum er ásett í avgerðini, er longri enn 12 mánaðir, og
3) ásetta minstaupphæddin fyri kapitalhækkanini er teknað og inngoldin, sbr. § 33.
Stk. 2. Høvuðsleiðslan kann fremja tær viðtøkubroytingar, sum standast av kapitalhækkanini.
Stk. 3. Er skráseting ella fráboðan eftir stk. 1 ikki Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at freistin at tekna er farin, ella verður noktað at skráseta, skal tað, sum longu er inngoldið, afturrindast skjótast til ber, sbr. § 177, stk. 3.
§ 176. Tá freistin er farin at umbýta umbýtilig skuldarbrøv ella at gera nýtslu av warrants, skal høvuðsleiðslan skjótast til ber skráseta ella fráboða Skráseting Føroya, hvussu stór upphæddin av umbýtiligum skuldarbrøvum er, ella hvussu nógvir warrants eru býttir um við kapitalpartar. Er tíðarskeiðið longri enn 12 mánaðir, har umbýtilig skuldarbrøv kunnu býtast um, ella tað kann gerast nýtsla av warrants, skal høvuðsleiðslan fremja skráseting ella fráboðan eftir reglunum í § 175.
Stk. 2. Høvuðsleiðslan kann fremja tær viðtøkubroytingar, sum standast av kapitalhækkanini.
Um og nær avgerð um kapitalhækkan fellur burtur
§ 177. Avgerðin um kapitalhækkan fellur burtur, um tað verður noktað at skráseta.
Stk. 2. Avgerðin fellur eisini burtur, um avgerðin ikki er skrásett, ella um fráboðan ikki er móttikin í seinasta lagi 12 mánaðir eftir avgerðina.
Stk. 3. Verður avgerð um kapitalhækkan ikki skrásett, skal tað, sum longu er inngoldið, uttan at kostnaðurin er drigin frá, skjótast gjørligt verða afturrindað teknarunum, og onnur virði enn reiður peningur skulu latast aftur.
Um vinningsgevandi skuldarbrøv
§ 178. Aðalfundurin kann við vanligum meiriluta, sbr. § 105, gera av at taka lán afturfyri at geva út skuldarbrøv við rætti til rentu, hvørs stødd heilt ella partvíst er treytað av tí vinningsbýti, ið kapitalpartar kapitalfelagsins kasta av sær, ella av ársúrslitinum.
Stk. 2. Aðalfundurin kann harumframt heimila høvuðsleiðsluni at taka lán eftir stk. 1. Heimildin kann verða givin fyri eitt ella fleiri tíðarskeið í upp til 5 ár í senn.
Kapittul 11
Um kapitalfrágongd
§ 179. Ognir felagsins kunnu bert verða útbýttar
1) sum vinningsbýti, grundað á seinast góðkenda ársroknskap, sbr. § 180,
2) sum serligt vinningsbýti, sbr. §§ 182 og 183,
3) sum útlutan í sambandi við niðurskriving av felagskapitalinum, sbr. §§ 185-193, ella
4) sum útlutan í sambandi við, at felagið verður tikið av, sbr. 14. kapittul.
Stk. 2. 1) 3) Høvuðsleiðsla felagsins hevur ábyrgdina av, at tað ikki verður útbýtt meira enn tað, sum ráðiligt er í mun til fíggjarligu støðu felagsins, og, um talan er um móðurfeløg, fíggjarligu støðu samtaksins, og at útbýtanin ikki er til bága fyri felagið ella kravánarar tess, sbr. § 115, nr. 5 og § 116, nr. 5. Høvuðsleiðslan hevur harumframt ábyrgdina av, at tað, eftir at útbýting, er farin fram, er fulnaður fyri felagskapitalinum og tí tiltakspeningi, sum er bundin sbrt. lóg ella viðtøkum.
Um at útluta vanligt vinningsbýti
§ 180. Aðalfundurin tekur avgerð um, hvussu tann upphædd, sum er tøk eftir ársroknskapinum, skal verða skift við útlutan av vinningsbýti. Aðalfundurin kann ikki taka avgerð um at luta út hægri vinningsbýti enn tað, sum høvuðsleiðsla felagsins hevur skotið upp ella tikið undir við.
Stk. 2. Sum vinningsbýti kann bert verða nýttur tøkur tiltakspeningur, t.e. upphæddir, sum í seinasta góðkenda ársroknskapi felagsins eru tiknar við sum flutt yvirskot, og tiltakspeningur, sum ikki er bundin sambært lóg ella viðtøkum, frádrigið flutt hall.
§ 181. 1) Verður vinningsbýtið rindað í øðrum virðum enn reiðum peningi, skal gerast ein metingarfrágreiðing, sbr. §§ 36 og 37. Í váttan metingarfólksins skal tilskilast, at vinningsbýtisupphæddin í minsta lagi samsvarar við metta virðið av øðrum virðum enn reiðum peningi, sum verður útlutaður. Javnin eftir § 36, stk. 3, verður gjørdur sum ein yvirtøkujavni fyri ta avhendaðu fyritøkuna. Um høvuðsleiðslan ger og letur inn eina váttan eftir reglunum í § 38, stk. 2, er ikki skylda til at fáa til vega metingarfrágreiðing við útlutan av ognum, sum nevnt í § 38, stk. 1. Høvuðsleiðslan skal almannakunngera váttanina í kt-skipan Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir avgerðina um útlutan, sbr. § 9, stk. 3.
Um at útluta serligt vinningsbýti
§ 182. 1) Aðalfundurin kann taka avgerð um at útluta serligt vinningsbýti, tá felagið hevur latið ta fyrstu eina vanliga ársfrásøgn. Aðalfundurin kann ikki taka avgerð um at luta út hægri serligt vinningsbýti enn tað, sum høvuðsleiðsla felagsins hevur skotið upp ella tikið undir við.
Stk. 2. Aðalfundurin kann, eftir at fyrsti ársroknskapurin er latin, heimila høvuðsleiðslu felagsins at taka avgerð um útlutan av serligum vinningsbýti. Í heimildini kunnu vera fíggjarligar avmarkingar og avmarkingar í tíð.
Stk. 3. 1) Til serligt vinningsbýti eftir stk. 1 og 2 kann bert verða nýttur peningur, sum er fevndur av § 180, stk. 2 og yvirskot og fríur tiltakspeningur, sum er íkomin, ella sum er vorðin fríur eftir tað tíðarskeið, sum tað síðst er latin ársfrásøgn fyri uttan so, at upphæddin er lutað út, nýtt ella bundin.
§ 183. Tá partafeløg taka avgerð um útlutan av serligum vinningsbýti, skal ein javni altíð leggjast við. Høvuðsleiðslan metir, um ráðiligt er at leggja við javnan frá seinastu ársfrásøgn, ella um gerast skal ein millumjavni, sum sýnir, at nóg mikið av ognum eru til taks til útlutan, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 skal í partafeløgum, har avgerðin um útlutan av serligum vinningsbýti er tikin meira enn 6 mánaðir eftir javnadagin í seinast góðkendu ársfrásøgn, altíð gerast ein millumjavni, sum sýnir, at nóg mikið av ognum eru til taks til útlutanina.
Stk. 3. Í smápartafeløgum metir høvuðsleiðslan, um tað í sambandi við avgerð eftir stk. 1 skal leggjast við ein javni. Í smápartafeløgum, har avgerðin um útlutan av serligum vinningsbýti er tikin meira enn 6 mánaðir eftir javnadagin í seinast góðkendu ársfrásøgn, skal altíð gerast ein millumjavni, sum sýnir, at nóg mikið av ognum eru til taks til útlutanina.
Stk. 4. Verður millumjavni gjørdur eftir stk. 1-3, skal millumjavnin verða eftirhugdur av grannskoðara, um felagið hevur grannskoðanarskyldu. Millumjavnin skal gerast eftir somu reglum, sum kapitalfelagið ger ársfrásøgn. Millumjavnin kann ikki hava ein javnadag, sum er meira enn 6 mánaðir undan avgerðini at luta út serligt vinningsbýti.
Stk. 5. 1) Verður vinningsbýtið rindað í øðrum virðum enn reiðum peningi, skal gerast ein metingarfrágreiðing, sbr. §§ 36 og 37. Í váttan metingarfólksins skal tilskilast, at vinningsbýtisupphæddin í minsta lagi samsvarar viðmetta virðið av øðrum virðum enn reiðum peningi, sum verður útlutaður. Um høvuðsleiðslan ger og letur inn eina váttan eftir reglunum í § 38, stk. 2, er ikki skylda til at fáa til vega metingarfrágreiðing við útlutan av ognum, sum nevnt í § 38, stk. 1. Høvuðsleiðslan skal almennakungera váttanina í kt-skipan Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir avgerðina um at luta út, sbr. § 9, stk. 3. Javnin eftir § 36, stk. 3 verður gjørdur sum ein yvirtøkujavni fyri ta avhendaðu fyritøkuna.
Stk. 6. Avgerð høvuðsleiðslunnar um útlutan av serligum vinningsbýti skal førast í gerðabókina. Millumjavnin ella javnin fyri seinasta roknskaparárið skal vera í gerðabókini, sum skjal til ta tiknu avgerðina.
Um serligar upplýsingarskyldur í sambandi við vinningsbýti
§ 184. Partafelag, sum er fevnt av reglum, givnar við heimild í 8. kapitli í lov om m.v., soleiðis sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongaligari fyriskipan kann ikki útluta av ognum felagsins, sbr. § 179, til tilboðsgevara ella tey, ið standa tilboðsgevara nær, fyrstu 12 mánaðirnar eftir, at yvirtøkan av felagnum er framd.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1, kann útlutan tó fara fram, um tilboðsgevarin hevur upplýst um útlutanina og neyvaru treytirnar fyri henni í tí tilboðsskjali, sum skal gerast sambært reglunum um hetta í lov om værdipappirhandel mv. Hetta skal tó ikki upplýsast, um útlutanin ikki er størri enn ein samlað betring av fíggjarstøðu felagsins eftir ta løtu, felagið varð yvirtikið, og tilboðsgevari ikki kundi væntað útlutanina, tá tilboðsskjalið varð gjørt.
Um avgerðina um kapitallækkan
§ 185. Ásetingarnar í § 156 um mannagongdina í sambandi við avgerðir um kapitalhækkan vera at nýta á sama hátt fyri avgerðir um kapitallækkan í partafeløgum.
§ 186. Avgerð um lækkan av felagskapitalinum verður tikin av aðalfundinum við tí atkvøðumeiriluta, sum krevst til viðtøkubroyting.
§ 187. 1) Í smápartafeløgum kann aðalfundurin, við áseting í viðtøkunum, heimila høvuðsleiðsluni at fremja kapitallækkan til eina ávísa upphædd.
Stk. 2. Fráboðan til kravánararnar, sbr. § 192, skal almannakunngerast í seinasta lagi 2 vikur eftir, at høvuðsleiðslan hevur tikið avgerð um at nýta heimildina.
§ 188. Avgerðin um kapitallækkan skal tilskila ta upphædd, sum felagskapitalurin verður lækkaður við, umframt til hvat av hesum endamálum upphæddin skal nýtast til:
1) Rindan av undirskoti,
2) útgjald til kapitaleigararnar, ella
3) avseting til serligan tiltakspening.
Stk. 2. Avgerðin skal, við tilskilan av møguligum yvirkursi, upplýsa, um útgjald av ognum kapitalfelagsins skal gerast við eini størri upphædd enn lækkanarupphæddini.
Stk. 3. Einans kapitallækkanir til útgjalding ella til avseting til serligan tiltakspening, sbr. § 188, stk. 1, nr. 2 og 3, kunnu fremjast til undirkurs.
§ 189. Aðalfundurin kann einans taka avgerð um at nýta lækkanarupphæddina til útgjald til kapitaleigararnar ella til avseting til serligan tiltakspening, sbr. § 188, stk. 1, nr. 2 og 3, um høvuðsleiðsla felagsins setur fram ella góðkennir uppskot um hetta.
Stk. 2. Verður kapitalurin lækkaður eftir stk. 1 til ein lægri kurs enn til áljóðandi virði á kapitalpørtunum, skal upphæddin, sum restar í upp til áljóðandi virði á kapitalpørtunum, flytast til tøka tiltøkupening felagsins.
§ 190. Verður kapitalurin lækkaður við, at onnur virði enn reiður peningur verða lutað út til kapitaleigararnar, skal, tá avgerð um hetta verður tikin, vera tøk ein metingarfrágreiðing, sbr. §§ 36 og 37.
Stk. 2. 1) Í váttanini frá metingarfólkinum, sbr. § 36, stk. 1, nr. 4, skal verða tilskilað, at útlutaða kapitallækkanin, saman við møguligum yvirkursi, tá avgerðin varð tikin, í minsta lagi samsvarar viðmetta virðið á øðrum virðum enn reiðum peningi, sum verður útlutaður. Javnin eftir § 36, stk. 3 verður gjørdur sum ein yvirtøkujavni fyri ta avhendaðu fyritøkuna. Um høvuðsleiðslan ger og letur inn váttan eftir reglunum í § 38, stk. 2, er ikki skylda til at fáa til vega metingarfrágreiðing, tá talan er um útlutan av ognum, sum nevnt í § 38, stk. 1. Høvuðsleiðslan skal almannakunngera váttanina í kt-skipan Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir avgerðina um útlutan, sbr. § 9, stk. 3.
Um at fráboða kapitallækking
§ 191. 1) Avgerð um at lækka kapitalin skal verða skrásett ella fráboðað til skráseting, sbr. § 9, í seinasta lagi 2 vikur eftir, at avgerðin er tikin. Avgerðin fer úr gildi, um hon ikki er skrásett ella fráboðað Skráseting Føroya til skráseting innan hesa freist.
Um áheitan á kravánarnar
§ 192. 1) Við kapitallækking til útgjald til kapitaleigararnar ella avseting til serligan tiltakspening, sbr. § 188, stk. 1, nr. 2 og 3, skal heitast á kravánarar kapitalfelagsins um innan fyri eina freist upp á 4 vikur, at boða felagnum frá krøvum sínum. Hetta verður framt í sambandi við, at Skráseting Føroya skrásetir og almannakunnger avgerðina um at lækka kapitalin.
Stk. 2. 1) Heitast skal ikki á kravánararnar eftir stk. 1, um kapitalurin samstundis verður hækkaður við tekning av í minsta lagi somu nominellu upphædd, við møguligum yvirkursi, sum lækkanarupphæddin.
Stk. 3. 1) (Strikað).
Um fremjan av kapitallækkanini
§ 193. 1) Tá ið freistin hjá kravánarunum at boða kapitalfelagnum frá krøvum er farin, sbr. § 192, kann høvuðsleiðslan avgera, at kapitallækkanin verður framd og annaðhvørt rinda kapitaleigarunum ella seta upphæddina av til serligan tiltakspening, um tað er ráðiligt fremja kapitallækkingina, sbr. § 115, nr. 5, § 116, nr. 5, og § 118, stk. 2, 2. pkt., sbr. tó stk. 4.
Stk. 2. 1) 4 vikur eftir, at freistin hjá kravánarunum at boða kapitalfelagnum frá krøvum er farin, kann Skráseting Føroya, uttan aðra fyriboðan, skráseta, at kapitallækkingin er framd við annaðhvørt útgjaldi til kapitaleigararnar ella við at seta upphæddina av til serligan tiltakspening uttan so, at felagið frammanundan hevur skrásett ella fráboðað til skrásetingar hjá Skráseting Føroya, at avgerðin um kapitallækkingina skal strikast, sbr. stk. 3, ella at kapitallækkingin skal fremjast við eini seinni skráseting ella fráboðan til skrásetingar til Skráseting Føroya, sbr. tó stk. 4 og 5. Skráseting Føroya kann áseta reglur um, at ávísar broytingar viðvíkjandi kapitalfelagnum, eftir at avgerðin um kapitallækking er skrásett, sbr. § 191, hava við sær, at avgerðin um kapitallækking verður strikað, ella at kapitallækkingin verður framd við eini seinni skráseting ella við eini fráboðan til skrásetingar til Skráseting Føroya.
Stk. 3. 1) Um ein kapitallækking við annaðhvørt útgjaldi til kapitaleigararnar ella við at upphæddin verður sett av til serligan tiltakspening ikki kann fremjast í samsvari við tað, sum er almannakunngjørt, sbr. § 192, ella um tað ikki er ráðiligt at fremja kapitallækkingina, sbr. § 115, nr. 5, § 116, nr. 5, og § 118, stk. 2, 2. pkt., skal høvuðsleiðslan, áðrenn freistin í stk. 2, 1. pkt. er farin, skráseta ella fráboða til skrásetingar, at avgerðin um kapitallækking verður strikað.
Stk. 4. 1) Ein kapitallækking til útgjald til kapitaleigararnar ella til avsetan í serligan tiltakspening kann ikki fremjast, um krøv, sum eru fráboðað og fallin til gjaldingar, ikki eru goldin, og um umbiðin trygd ikki er sett fyri ávikavist krøvum, sum ikki eru fallin til gjaldingar, og krøvum, ið ósemja er um. Skráseting Føroya ger av, eftir áheitan frá einum av pørtunum, um ein bjóðað trygd verður mett at vera nøktandi.
Stk. 5. 1) Ein kapitallækking við annaðhvørt útgjaldi til kapitaleigararnar ella við at upphæddin verður sett av til serligan tiltakspening, skal skrásetast ella fráboðast til skrásetingar, sbr. § 9, í seinasta lagi innan freistin at senda inn ta ársfrágreiðingina, har avgerðin um kapitallækkingina er, fer, tó í seinasta lagi 1 ár eftir, at avgerðin um kapitallækkingina er tikin. Verður farið út um freistina, missir avgerðin um at gjøgnumføra kapitallækkingina sítt gildi
Um afturrindan
§ 194. Er ein útgjalding til kapitaleigarar farin fram í stríð við ásetingarnar í hesi lóg, skulu hesir rinda aftur upphæddina, umframt eina árliga rentu av upphæddini, sum samsvarar við ta rentu, sum er ásett eftir § 5, stk. 1 og 2 í lov om renter ved forsinket tilbagebetaling m.v., við einum ískoyti upp á 2%. Fyri afturrindan av vinningi er hetta tó bert galdandi, um kapitaleigarin visti ella átti at vitað, at útgjaldingin var ólóglig.
Stk. 2. Kann upphæddin ikki verða heintað inn, ella hevur kapitaleigarin ikki skyldu at rinda aftur, hava tey, sum hava tikið lut í avgerðini um útgjald ella í fremjanina av hesi ella í uppsetingini ella góðkenningini av skeivu roknskaparuppgerðini, ábyrgdina eftir vanligu endurgjaldsreglunum.
Um almannagagnligar gávur
§ 195. Aðalfundurin kann gera av, at tað av ognum kapitalfelagsins verða latnar gávur til almannagagnlig endamál ella endamál, ið kunnu sammetast við hesi, um tað verður mett rímiligt í mun til ætlanina við gávuni, fíggjarligu støðu felagsins og umstøðurnar annars. Til endamálini, nevnd í 1. pkt., kann høvuðsleiðslan nýta upphæddir, sum, í mun til fíggjarligu støðu felagsins, eru av lítlum týdningi.
Kapittul 12
Um egnar kapitalpartar
Um at útvega egnar kapitalpartar til ognar ella pant
§ 196. Eitt kapitalfelag kann bert útvega sær egnar kapitalpartar, sum til fulnar eru inngoldnir. Útveganin kann vera bæði til ognar og til pant.
Um at útvega egnar kapitalpartar móti viðurgjaldi
§ 197. 1) Útvegar kapitalfelag sær egnar kapitalpartar móti viðurgjaldi, kann hetta bert vera við upphæddum, sum kunnu nýtast til útlutan av vinningsbýti, sbr. § 180, stk. 2. Innstøða felagsins av egnum kapitalpørtum skal dragast frá, tá mett verður, um krøvini til felagskapital, sbr. § 4, eru lokin.
Stk. 2. Upp í ta loyvdu innstøðuna av egnum kapitalpørtum verða roknaðir kapitalpartar, sum eru ognaðir av triðjamanni í egnum navni, men fyri rokning felagsins.
§ 198. Útveganin av egnum kapitalpørtum móti viðurgjaldi kann bert fara fram við heimilan frá aðalfundinum til høvuðsleiðsluna, sbr. tó § 199.
Stk. 2. Heimildin kann bert gevast fyri eitt neyvari ásett tíðarskeið, sum ikki kann vera longri enn 5 ár.
Stk. 3. Heimildin skal tilskila
1) hægsta virði, sum egnir kapitalpartar mugu hava, og
2) ta minstu og ta størstu upphæddina, sum felagið kann lata sum viðurlag fyri kapitalpartarnar.
§ 199. Er tað neyðugt, fyri at forða fyri týðandi og hóttandi skaða fyri kapitalfelagið, kann høvuðsleiðslan, vegna kapitalfelagið, útvega egnar kapitalpartar móti viðurgjaldi eftir §§ 196-198 uttan heimild aðalfundsins.
Stk. 2. Høvuðsleiðslan skal, um kapitalfelagið eftir stk. 1 hevur útvegað sær egnar kapitalpartar, á fyrsta aðalfundi kunnað aðalfundin um
1) orsøkina til og endamálið við framdu útveganunum,
2) talið og virðið á útvegaðu kapitalpørtunum,
3) hvussu stóran part av felagskapitalinum útvegaðu kapitalpartarnir umboða, og
4) viðurgjaldið fyri útvegaðu kapitalpartarnar.
§ 200. Hóast ásetingarnar í §§ 196-198 kann eitt kapitalfelag útvega sær egnar kapitalpartar
1) sum part av eini lækkan av felagskapitalinum eftir 11. kapitli,
2) sum liður í flyting av ognum í sambandi við samanlegging, kloyving ella aðra universalsuccessión,
3) fyri at lúka eina lógarásetta útloysingarskyldu, ella
4) við at keypa á tvingsilsstølu til fulnar inngoldnar kapitalpartar fyri at lúka eitt fíggjarkrav, sum felagið hevur.
Um útvegan dótturfelaganna av kapitalpørtum í móðurfeløgum
§ 201. §§ 196-200 vera at nýta á sama hátt fyri eitt dótturfelag, sum ognar sær kapitalpartar, til ognar ella til pant, í móðurfelagi sínum.
Um at avhenda útvegaðar kapitalpartar
§ 202. Kapitalpartar, sum eru útvegaðir uttan viðurlag í samsvari við § 196, og kapitalpartar, sum eru útvegaðir í samsvari við § 200, nr. 2-4, skulu verða avhendaðir so skjótt sum til ber uttan bága fyri kapitalfelagið, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Avhendanin skal fara fram í seinasta lagi 3 ár eftir útveganina uttan so, at virðið á samlaðu innstøðuni av kapitalpørtum í felagnum og dótturfeløgum tess ikki eru hægri enn á tøka tiltakspeninginum.
§ 203. Kapitalpartar, sum eru útvegaðir til ogn í stríð vi𠧧 196-201, skulu verða avhendaðir skjótast til ber og í seinasta lagi 6 mánaðir eftir útveganina.
Stk. 2. Eru kapitalpartar útvegaðir til pant í stríð vi𠧧 196-201, skal pantsetingin verða endað skjótast til ber og í seinasta lagi 6 mánaðir eftir útveganina.
§ 204. Eru kapitalpartar ikki avhendaðir rættstundis eftir §§ 202 og 203, skal høvuðsleiðsla kapitalfelagsins skipa fyri, at felagskapitalurin verður lækkaður við virðinum á hesum kapitalpørtum, sbr. kapittul 11.
Tekning av egnum kapitalpørtum
§ 205. Eitt kapitalfelag kann ikki tekna egnar kapitalpartar.
Stk. 2. Kapitalpartar, sum eru teknaðir av triðjamanni í egnum navni, men fyri rokning felagsins, verða mettir at vera teknaðir fyri egnu rokning triðjamansins.
Stk. 3. Kapitalpartar, sum eru teknaðir í navni kapitalfelagsins í stríð við stk. 1, verða mettir at vera teknaðir av stovnarunum, ella, um talan er um kapitalhækkan, av limunum í leiðslu felagsins fyri egna rokning og á tann hátt, at hesi hefta solidariskt fyri keypspeninginum.
Hetta er tó ikki galdandi fyri stovnarar ella limir í leiðsluni, sum kunnu gera sannlíkt, at teir ikki vistu ella áttu at vitað, at tekningin av kapitalpørtunum var ólóglig.
Stk. 4. Stk. 1 verður at nýta samsvarandi fyri tekning felagsins av kapitalpørtum í móðurfelagi tess. Umrøddu kapitalpartar í móðurfelagnum vera at meta sum teknaðir av leiðslu dótturfelagsins, sbr. stk. 3.
Kapittul 13
Um at veita fíggjarliga hjálp við egnum ognum kapitalfelagsins
Um sjálvsfígging
§ 206. Kapitalfelagið kann hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis lata pening vera til taks, veita lán ella veita trygd fyri útvegan triðjamans av kapitalpørtum í felagnum ella móðurfelagi tess, sbr. tó stk. 2 og §§ 213 og 214.
Stk. 2. Eru treytirnar í stk. 3 og §§ 207-209 loknar, t.e. um góðkenning aðalfundsins, um krøvini til hvørt avgerðin er ráðilig, um frágreiðing høvuðsleiðslunnar og um vanligar marknaðartreytir, kann eitt kapitalfelag tó beinleiðis ella óbeinleiðis lata pening vera til taks, veita lán ella veita trygd í sambandi við, at triðimaður útvegar sær kapitalpartar í felagnum ella móðurfelagi tess.
Stk. 3. Høvuðsleiðsla kapitalfelagsins skal tryggja sær, at framd verður ein kredittmeting av teimum, sum taka ímóti fíggjarligu hjálp felagsins, sbr. tó stk. 2.
§ 207. Góðkenning aðalfundsins skal vera tøk, áðrenn fíggjarlig hjálp eftir § 206, stk. 2 kann verða veitt. Fyri at aðalfundurin skal kunna taka avgerð, skal høvuðsleiðsla felagsins leggja fram eina skrivliga frágreiðing, sum skal innihalda upplýsingar um
1) orsøkina til uppskotið um fíggjarliga hjálp,
2) áhuga felagsins at fremja eina slíka dispositión,
3) tær treytir, ið eru knýttar at fremjanini,
4) eina meting av teimum fylgjum, sum dispositiónin kann hava fyri gjaldføri og solvens felagsins, umframt
5) tann prís, sum triðimaður skal rinda fyri kapitalpartarnar.
Stk. 2. Avgerð aðalfundsins um góðkenning, sbr. stk. 1, verður tikin við sama meiriluta, sum krevst til viðtøkubroyting, sbr. § 106.
Stk. 3. Frágreiðingin, sbr. stk. 1, skal almannakunngerast í kt-skipan Skráseting Føroya ella vera móttikin í Skráseting Føroya við almannakunngering fyri eyga, sbr. § 9, í seinasta lagi 2 vikur eftir góðkenning aðalfundsins.
§ 208. Samlaða fíggjarliga hjálp kapitalfelagsins til triðjamann eftir § 206, stk. 2, skal ongantíð gerast hægri enn tað, ið er ráðiligt í mun til fíggjarligu støðu felagsins. Er talan um eitt móðurfelag, sbr. §§ 6 og 7, skal samlaða fíggjarliga hjálpin ikki gerast hægri enn tað, ið er ráðiligt í mun til fíggjarligu støðu samtaksins. Til hetta kann kapitalfelagið einans nýta upphæddir, sum kunnu nýtast til útlutan av vinningsbýti, sbr. § 180, stk. 2.
§ 209. Um triðimaður, við fíggjarligari hjálp frá einum kapitalfelag, sbr. § 206, stk. 2, ognar sær kapitalpartar í felagnum, skal fíggjarliga hjálpin verða latin eftir vanligum marknaðarreytum. Sama er galdandi, um triðimaður teknar kapitalpartar, sbr. § 162, sum part av eini hækkan av teknaða kapitalinum.
Fíggjarlig hjálp til móðurfeløg, kapitaleigarar, limir í leiðsluni v.m.
§ 210. Eitt kapitalfelag skal ikki beinleiðis ella óbeinleiðis lata pening vera til taks, veita lán ella veita trygd fyri kapitaleigarar ella leiðsluna í felagnum, sbr. tó §§ 211-214. Sama er galdandi í mun til kapitaleigarar ella leiðsluna í móðurfelagi felagsins og onnur virkir enn móðurfelagið, sum hava avgerandi ávirkan á felagið. 1. pkt er eisini galdandi fyri tey, ið eru knýtt at einum persóni, sum er fevndur av 1. ella 2. pkt. við hjúnabandi, við skyldskapi í stígandi ella fallandi linju, ella sum á annan hátt eru serliga nær.
Stk. 2. Eitt kapitalfelag kann tó, hóast ásetingina í stk. 1, veita umrøddu fíggjaligu hjálpina, um talan er um sjálvsfígging, sbr. reglurnar í §§ 206-209.
§ 211. Eitt kapitalfelag kann beinleiðis ella óbeinleiðis lata pening vera til taks, veita lán ella veita trygd fyri skyldum hjá føroyskum og ávísum útlendskum móðurfeløgum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur neyvari reglur um, hvørji útlendsk móðurfeløg eru fevnd av stk. 1.
§ 212. Hóast ásetingina í § 210 kann eitt kapitalfelag, sum partur av eini vanligari handilsligari dispositión, lata pening vera til taks, veita lán ella veita trygd fyri tey, sum eru nevnd í § 210.
Undantøk viðvíkjandi peningastovnum v.m.
§ 213. §§ 206 og 210 vera ikki at nýta fyri peningastovnar og fyri realkredittlán, ið eru givin av einum realkredittstovni.
Undantøk viðvíkjandi starvsfólkum
§ 214. §§ 206 og 210 vera ikki at nýta fyri dispositiónir, sum er framdar við ognan av kapitalpørtum til starvsfólk felagsins ella dótturfelagsins fyri eyga.
Stk. 2. Leiðsluprotokoll høvuðsleiðslunnar skal innihalda viðmerking um eina og hvørja allardispositión, sum er fevnd av stk. 1.
Stk. 3. Dispositiónir, fevndar av stk. 1, kunnu einans fremjast við ognum, sum eftir § 180 kunnu verða goldnar út sum vinningsbýti.
Afturrindan
§ 215. Veitir eitt kapitalfelag fíggjarliga hjálp í stríð vi𠧧 206 og 210 skal upphæddin verða førd aftur til felagið saman við eini árligari rentu, sum samsvarar viðta rentu, sum er ásett í § 5, stk. 1 og 2 í lov om renter ved forsinket betaling m.v., við einum ískoyti upp á 2% uttan so, at hægri renta er avtalað.
Stk. 2. Kann afturrindan ikki fara fram, ella kunnu avtalur um aðra fíggjarliga hjálp ikki verða endaðar, svara tey, sum hava gjørt avtalu um ella varðveita dispositiónir í stríð vi𠧧 206 og 210, fyri tí tapi, sum kapitalfelagnum kann vera fyri.
Stk. 3. Trygd, sum er veitt í stríð vi𠧧 206 og 210, er bindandi fyri felagið, um avtaluparturin ikki visti, at trygdin var veitt í stríð við hesar ásetingar.
Kapittul 14
Um at avtaka kapitalfeløg
Um avtøku við váttan
§ 216. Kapitalfeløg, har tað er rindað øllum kravánarum, kunnu avtakast við, at kapitaleigararnir mótvegis Skráseting Føroya vátta, at øll skuld, bæði fallin og ikki fallin skuld, er rindað, og at avgerð er tikin um at avtaka felagið. Navn og bústaður kapitaleigaranna skulu vera nevnd í váttanini.
Stk. 2. Skráseting Føroya kann einans skráseta avtøkuna, um váttanin eftir stk. 1 er Skrásetingini í hendi í seinasta lagi 2 vikur eftir, at hon er undirskrivað, og um tað saman við váttanini er ein váttan frá TAKS um, at eingi skatta- og avgjaldskrøv eru mótvegis kapitalfelagnum.
Stk. 3. Felagið er avtikið, tá tað verður strikað í yvirliti Skráseting Føroya um virkin feløg.
Stk. 4. Kapitaleigarar hefta persónliga, solidariskt og óavmarkað fyri skuld, bæði falnari og ikki falnari skuld, og teirri skuld, sum ivi er um er til, tá váttanin varð givin. Í tann mun ognir eru tøkar, verða hesar býttar millum kapitaleigararnar.
Um avgerð at fara í likvidatión
§ 217. Aðalfundurin tekur avgerð um sjálvbodna avtøku av einum kapitalfelagi við likvidatión, um ikki annað er ásett í lóggávuni.
Stk. 2. Avgerðin verður tikin við tí atkvøðumeiriluta, sum krevst til viðtøkubroytingar, sbr. § 106. Er avtøka við likvidatión ásett í lóggávuni ella í viðtøkum kapitalfelagsins ella av Skráseting Føroya, verður avgerðin tikin við vanligum meiriluta, sbr. § 105.
Val av likvidator
§ 218. Aðalfundurin velur ein ella fleiri likvidatorar at fremja likvidatiónina av einum felagi. Í tíðarskeiðnum frá avgerðini um sjálvbodna avtøku, sbr. § 217, stk. 1, verður § 229, stk. 1 at nýta á sama hátt fyri dispositiónir leiðslunnar fram til valið av likvidator.
Stk. 2. Kapitaleigarar, sum eiga í minsta lagi 25% av felagskapitalinum, hava á aðalfundinum rætt til at velja ein likvidator at fremja likvidatiónina saman við hinum likvidatorunum, sum eru valdir av aðalfundinum.
§ 219. Ein ella fleiri likvidatorar taka við fyri leiðsluna. Ásetingarnar um leiðslu felagsins í hesi lóg eru, við teimum neyðugu tillagingunum, galdandi fyri ein ella fleiri likvidatorar.
Stk. 2. 1) Likvidator kann til eina og hvørja tíð verða settur frá av tí, sum hevur valt ella tilnevnt viðkomandi.
Stk. 3. Ásetingarnar í hesi lóg og í ársroknskaparlógini um roknskaparlatan, grannskoðan, aðalfund og um at lata Skráseting Føroya ársfrásagnir vera at nýta á sama hátt fyri feløg undir likvidatión við teimum frávikum, sum eru ásett í hesum kapitli.
Um at fráboða likvidatión
§ 220. 1) Likvidator skal tryggja, at fráboðan av avgerð um at fara í likvidatión er Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 2 vikur eftir, at avgerðin er tikin.
Stk. 2. Felag í likvidatión skal varðveita navn sítt við ískoytinum “í likvidatión”. § 228, stk. 1 um skráseting verður at nýta.
Stk. 3. 1) Tá avgerð um at fara í likvidatión er tikin í kapitalfelagnum, kunnu ikki fremjast skrásetingar viðvíkjandi kapitalfelagnum, tó burtursæð frá hesum:
1) Broyting av likvidator.
2) Broyting av felagsins grannskoðara, um felagið hevur ein slíkan, sum er valdur at grannskoða felagsins ársroknskap o.a.
3) Kapitalhækking.
4) Broyting av viðtøkunum sum avleiðing av avgerð aðalfundarinnar um at broyta eina fyrr tikna avgerð um grannskoðan av kapitalfelagsins komandi ársroknskapum o.a., um kapitalfelagið ikki er umfatað av grannskoðaraskylduni eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggavu, sbr. § 88, stk. 1, nr. 3.
5) Broyting av felagsins heimstaðadressu til likvidators adressu, um tað er ikki er møguligt at fáa samband við felagið á adressuni higartil, ella um ítøkiligu umstøðurnar í undantaksførum tala fyri tí.
6) Uppafturtøka, sbr. § 231.
7) Kloyving, sbr. tó § 246, stk. 1 og § 247, stk. 1.
Um áheitan á kravánararnar
§ 221. 1) Við skráseting og almannakunngering í kt-skipan Skráseting Føroya eftir § 220, stk. 1 verður heitt á kravánarar felagsins um í seinasta lagi 3 mánaðir frá dagfestingini av almannakunngerðingini at fráboða krøv síni til likvidator. Likvidator skal samstundis, sum avgerð um likvidatión eftir § 220, stk. 1 verður fráboðað, boða øllum kendum kravánarum felagsins frá avgerðini.
Stk. 2. Likvidator kann í fyrsta lagi taka búgvið upp til at enda, tá 3 mánaða freistin í stk. 1 er farin.
Stk. 3. Kann eitt fíggjarkrav ikki verða viðurkent sum fráboðað, skal kravánari verða kunnaður um hetta við innskrivaðum brævi ella við øðrum fráboðanarformi, har móttøkan kann verða prógvað við somu trygd. Kravánari skal hava fráboðan um, at málið skal vera lagt fyri skiftirættin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at brævið v.m. er sent, um kravánarin ynskir at ásøkja avgerðina.
Stk. 4. Fíggjarkrøv, ið verða fráboðað, eftir at búgvið er tikið upp til at enda, verða goldin við ognum, sum ikki enn eru lutaðar út til kapitaleigararnar.
Um at útluta vinnningsbýti og likvidatiónsprovenu
§ 222. Kapitaleigararnir kunnu samtykkja at luta út vinningsbýti í felagi í likvidatión við støði í seinast góðkendu ársfrásøgn.
Stk. 2. Útlutan av vinningsbýti eftir stk. 1 fer fram eftir vanligu reglunum um vinningsbýti og serligt vinningsbýti í §§ 180-183 og 194.
§ 223. 1) Útlutan av likvidatiónsprovenu til kapitaleigararnar kann í fyrsta lagi fara fram, tá freistin, sum er ásett í teirri almannakunngerð, sum er nevnd í § 221, stk. 1, er farin, og skuldin til kendar kravánarar er goldin, sbr. tó § 224, stk. 2.
Stk. 2. Um nøktandi trygd verður sett, kann útlutast a-conto, áðrenn likvidatiónin er endað, í teimum førum, har proklamafreistin, sbr. § 221, stk. 1, er farin, og møgulig krøv hjá kravánarum eru goldin. A-conto útlutan kann verða kravd afturrindað eftir § 194.
§ 224. 1) Tá búviðgerðin er endað, kann aðalfundurin taka avgerð um endaliga likvidatión av felagnum. Búviðgerðin skal ikki enda, áðrenn møgulig trætumál sbrt. § 221, stk. 3, 2. pkt. eru endaliga avgjørd. Likvidatiónsinntøkan kann verða útlutað áðrenn, ella eftir at búviðgerðin er endað, sbr. tó § 223.
Stk. 2. 3) Í seinasta lagi 2 vikur eftir at kapitaleigararnir hava góðkent endaliga likvidatiónsroknskapin, skal Skráseting Føroya hava fingið fráboðan um hetta frá likvidatorun. Likvidatiónsroknskapurin skal verða viðlagdur sum skjal til hesa fráboðan. Likvidatiónsroknskapurin skal grannskoðast, um so er at felagið er fevnt av grannskoðaraskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu. Skráseting Føroya strikar síðani felagið.
Um tvingsilsavtøku
§ 225. 3) Skráseting Føroya kann heita á skiftirættin um at avtaka eitt kapitalfelag, um neyðugt eftir § 226, um
1) Skráseting Føroya ikki rættstundis hevur fingið góðkendu ársfrásøgn kapitalfelagsins í hóskandi standi eftir ársroknskaparlógini,
2) kapitalfelagið ikki hevur ta leiðslu ella tann heimstað, ið eru fyriskrivað í lógini ella í viðtøkum felagsins,
3) kapitalfelagið ikki hevur skrásett upplýsingar í kt-skipan Skráseting Føroya, sbrt. § 58,
4) kapitalfelagið ikki hevur skrásett upplýsingar um veruligu eigarar felagsins, ella felagið hevur skrásett ófullfíggjaðar upplýsingar, sbrt. § 58 a,
5) kapitalfelagið ikki hevur goymt skjalprógv um upplýsingarnar um veruligu eigarar felagsins ella felagið hevur goymt ófullfíggjað skjalprógv, sbrt. § 58 a,
6) kapitalfelagið ikki hevur fráboðað ein grannskoðara, hóast tað er fevnt av grannskoðanarskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðari lóggávu,
7) kapitalfelagið ikki hevur fráboðað ein grannskoðara, hóast aðalfundurin annars hevur avgjørt, at ársfrásøgn felagsins skal verða grannskoðað,
8) leiðsla felagsins eingi stig hevur tikið viðvíkjandi krøvum felagsins upp á innkallaðan felagskapital, ið hava víst seg ikki at kunna lúkast.
9) um Skráseting Føroya ikki rættstundis hevur móttikið árligt gjald frá kapitalfelagnum fyri umsiting av reglunum í vinnufelagalógini og teimum reglum, sum ásettar eru við heimild í vinnufelagalógini.
Stk. 2. Skráseting Føroya kann áseta eina freist, har kapitalfelagið, innan hesa freist, kann bøta um ein mangul eftir stk. 1. Er mangulin ikki bøttur í seinasta lagi, tá nevnda freist er farin, kann Skrásetingin taka avgerð um tvingsilsavtøku.
§ 226. Verður avtøka ikki samtykt av felagnum í teimum førum, har hetta er ásett í lóggávuni ella í viðtøkum kapitalfelagsins ella av Skráseting Føroya eftir reglum í hesi lóg, sbr. § 217, stk. 2, 2. pkt., ella verður likvidator ikki valdur, kann Skráseting Føroya heita á skiftirættin um at avtaka felagið.
Stk. 2. Stk. 1 verður at nýta á sama hátt, um tvingilsavtøka av einum felagi er avgjørd av rættinum eftir § 230.
§ 227. Avgerð Skráseting Føroya um at senda eitt kapitalfelag til tvingsilsavtøku í skiftirættinum verður almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya.
Stk. 2. Kapitalfelagið skal varðveita navn sítt við ískoytininum “undir tvingsilsavtøku”.
Stk. 3. Skiftirætturin kann tilnevna ein ella fleiri likvidatorar. Skiftirætturin kann harumframt tilnevna ein grannskoðara. Fyri tvingsilsavtøku galda annars reglurnar um likvidatión í hesum kapitli, tó soleiðis, at skiftirætturin, ella tann, sum rætturin hevur heimilað til hetta, tekur avgerð um viðurskifti felagsins. Um neyðugt, verður kostnaðurin av avtøkuni rindaður av landskassanum.
Stk. 4. Tá búviðgerðin er endað, boðar skiftirætturin Skráseting Føroya frá hesum, sum skrásetir avtøku felagsins í kt-skipan Skráseting Føroya.
§ 228. 1) Tá Skráseting Føroya hevur tikið avgerð um, at eitt kapitalfelag skal tvingsilsavtakast, kann ikki takast avgerð um broytingar av skrásettu viðurskiftunum viðvíkjandi felagnum, tó undantikið hesi:
1) Setan av einum likvidator, tilnevndur av skiftirættinum, sbr. § 227, stk. 3, 1. pkt.
2) Broyting av likvidator, tilnevndur av skiftirættinum.
3) Setan av grannskoðara, tilnevndur av skiftirættinum, sbr. § 227, stk. 3, 2. pkt.
4) Broyting av grannskoðara, tilnevndur av skiftirættinum.
5) Uppafturtøka, sbr. § 232.
6) Samanlegging, sbr. §§ 223- 253, sbr. tó stk. 2.
7) Kloyving, sbr. §§ 254-270, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. 1) Avgerð um samanlegging ella kloyving krevur, at skiftirætturin ella tann likvidator, sum skiftirætturin møguliga hevur tilnevnt, góðkennir hetta.
Stk. 3. 1) Um eitt framhaldandi felag í eini samlegging, ella tað móttakandi felagið í eini kloyving, er undir tvingsilsavtøku, kann avgerð um transaktiónina bert takast, um tað samstundis verður tikin avgerð um uppafturtøku av felagnum, sbr. § 232.
§ 229. 1) Í tíðarskeiðinum frá tí, at kapitalfelagið er sent skiftirættinum, og til annaðhvørt likviditator er tilnevndur, ella felagið er avtikið, kann undanfarna leiðsla einans fremja tær dispositiónir, sum eru neyðugar, og sum kunnu fremjast uttan skaða fyri felagið og kravánarar.
Stk. 2. 1) Undanfarna leiðsla hevur skyldu til í neyðugan mun at vera skiftirættinum og einum møguligum likvidator til hjálpar við upplýsingum um virksemi felagsins. Tað sama er galdandi fyri møguligan grannskoðara, um skiftirætturin ikki kann fáa upplýsingar til vega frá undanfarnu leiðslu. Leiðslan og grannskoðarin skulu lata skiftirættinum tær upplýsingar, sum eru neyðugar, fyri at skiftirætturin, heruppií eisini ein møguligur likvidator, kann meta um verandi og komandi krøv.
Stk. 3. 1) Í samtøkum hevur leiðslan í dótturfeløgum somuleiðis skyldu til at vera skiftirættinum og einum møguligum likvidatori, tilnevndur av skiftirættinum sbrt. stk. 2, til hjálpar, um móðurfelagið verður sent til avtøku.
Stk. 4. 1) Skiftirætturin kann kalla inn fyrrverandi limir í leiðsluni og grannskoðara felagsins til fundar í skiftirættinum við tí endamáli at fáa til vega upplýsingar eftir stk. 2 og 3.
Um tvingsilsavtøka við rættin
§ 230. Hava kapitaleigarar við vilja samvirkað til eina aðalfundaravgerð í stríð við § 108 ella á annan hátt misnýtt ávirkan sína í einum kapitalfelagi ella samvirkað til brot av hesi lóg ella á viðtøkur kapitalfelagsins, kann rætturin, um tað, orsakað av longdini av misnýtsluni ella av øðrum ávum er serlig grund til tess, eftir uppáhald kapitaleigaranna, ið umboða í minsta lagi 1/10 av felagskapitalinum, avgera, at kapitalfelagið skal tvingsilsavtakast.
Um uppafturtøku
§ 231. 1) Um útlutan eftir § 223 ikki er byrjað, kunnu kapitaleigarar, við atliti til § 106, avgera at taka felagið uppaftur. Tað er ein treyt fyri uppafturtøku, at vald verður leiðsla og møguligur grannskoðari, og at gjørd verður ein váttan frá einum metingarfólki, sbr. § 37, um at kapitalurin er til staðar. Felagskapitalurin skal verða niðurskrivaður til ta upphædd, sum er til staðar. Er felagskapitalurin eftir tað lægri enn kapitalkravið, sbr. § 4, stk. 2, skal hann verða hækkaður til í minsta lagi hesa upphædd.
Stk. 2. Avgerð um uppafturtøku skal verða fráboðað í seinasta lagi 2 vikur eftir, at avgerðin er tikin. Við fráboðanini skal leggjast ein váttan frá einum góðkendum grannskoðara um, at lán ikki er veitt luttakarunum í felagnum í stríð við 13. kapittul í hesi lóg.
Stk. 3. 1) (Strikað).
§ 232. 1) § 231 verður nýtt samsvarandi, tá felag, sum er undir tvingsilsavtøku við skiftirættin, letur inn fráboðan til Skráseting Føroya um, at skiftirættarviðgerðin skal verða slitin, og at felagið verður uppafturtikið.
Stk. 2. 4) Er fráboðan eftir stk. 1 ikki móttikin í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at Skráseting Føroya hevur biðið skiftirættin um at tvingsilsavtaka felagið, ella hevur felagið seinastu 5 árini verið undir tvingsilsavtøku, kann uppafturtøka ikki fara fram. Freistin upp á 3 mánaðir verður frestað, um felagið verður tikið undir endurskipanarviðgerð.
Stk. 3. 1) Er eitt kapitalfelag latið til tvingsilsavtøku, er tað ein treyt fyri at taka felagið uppaftur, at tey viðurskiftini, sum grundaðu, at felagið varð latið til tvingsilsavtøku, eru rættað. Rættingin skal verða framd í seinasta lagi samstundis við avgerðina um uppafturtøku, sbr. § 231, stk. 1. Skjalprógv um rættaðu viðurskiftini skal latast inn samstundis við fráboðanini, sbr. stk. 1. Hevur kapitalfelagið, tá áheitan um uppafturtøku verður latin inn, enn ikki latið ársfrásøgn fyri roknskaparár, har innlatingarfreistin er farin, er innlating av hesum ársfrásagnum ein treyt fyri uppafturtøku.
Stk. 4. 1) Hevur skiftirætturin tilnevnt likvidator, skal hesin samtykkja í uppafturtøkuni.
Stk. 5. 1) Hevur rætturin tikið avgerð um tvingsilsavtøku, sbr. § 230, kann uppafturtøka ikki fara fram.
Skifti til endurskipan ella trotabúsviðgerð 4)
§ 233. 4) Áheitan um endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð vegna felagið kann bert verða givin av høvuðsleiðsluni ella, um felagið er undir likvidatión, av likvidator.
Stk. 2. 4) Koma likvidatorarnir til ta niðurstøðu, at likvidatiónin ikki fer at geva nóg mikið av fulnaði til kreditorarnar, skulu likvidatorarnir lata inn áheitan um endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð.
Stk. 3. 4) Er eitt felag undir tvingsilsavtøku eftir § 226, verður áheitanin um endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð latin inn av likvidator. Er likviditator ikki tilnevndur, skal skiftirætturin av egnum ávum taka avgerð um endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð.
Stk. 4. 4) Tá áheitan um endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð er latin inn, kunnu ikki fremjast skrásetingar viðvíkjandi kapitalfelagnum, tó burtursæð frá broytingum viðvíkjandi møguligum vali av grannskoðara.
Stk. 5. 1) 4) Eitt kapitalfelag, sum er undir endurskipanarviðgerð ella trotabúsviðgerð, kann luttaka í samanleggingum sum tað uppathaldandi felagið, og kann luttaka í kloyvingum sum innskjótandi felagið, um kurator góðtekur tað.
Stk. 6. 4) Í einum felagi, har endurskiparin hevur yvirtikið leiðsluna av felagnum, kunnu ikki fremjast skrásetingar viðvíkjandi felagnum, tó burtursæð frá broytingum viðvíkjandi møguligum grannskoðara, sum endurskipari hevur tilnevnt, ella broytingum, ið eru samtyktar av aðalfundinum, og sum endurskipari hevur givið samtykki til.
§ 234. 4) Eitt felag, ið er undir trotabúsviðgerð, skal varðveita navn sítt við ískoytinum: undir trotabúsviðgerð. Aðramáta verður § 228, stk. 1 at nýta. Tá trotabúsviðgerð endar, verður tað skrásett í kt-skipan Skráseting Føroya uttan so, at annað er ávíst í fráboðan skiftirættarins um hetta.
Stk. 2. 4) Eitt felag, ið er undir endurskipanarviðgerð, skal varðveita navn sítt við ískoytinum: undir endurskipanarviðgerð.
Reassumptión
§ 235. 1) Skiftirætturin kann gera av, at búgvið eftir eitt kapitalfelag, sum verður tikið av við gjaldsváttan, sbr. § 216, ella sum eftir endaða likvidatión er strikað í kt-skipan Skráseting Føroya, skal reassumerast, um tað koma fram fleiri ognir at býta út. Skiftirætturin kann harumframt avgera, at reassumptión skal fara fram, um tað í aðrar mátar eru viðurskifti, ið geva orsøk til at reassumera felagið.
Stk. 2. Fyrrverandi likvidatorarnir skipa fyri búviðgerðini. Ber tað ikki til, skipar skiftirætturin ella ein likvidator, tilnevndur av skiftirættinum, fyri búviðgerðini.
Stk. 3. Fráboðan um reassumptión, og nær henda er endað, skal vera Skráeting Føroya í hendi í seinasta lagi 2 vikur eftir, at skiftirætturin hevur tikið avgerð um hetta.
Kapittul 15
Um at samanleggja og kloyva
Um at samanleggja kapitalfeløg
§ 236. 1) Eitt kapitalfelag kann, eftir ásetingunum í hesum kapitli, verða avtikið uttan likvidatión, um ognir og skyldur kapitalfelagsins sum heild verða avhendaðar til eitt annað kapitalfelag móti viðurgjaldi til kapitaleigararnar í teimum uppathaldandi kapitalfeløgunum, t.e. ein óeginlig samanlegging. Tað sama er galdandi, tá tvey ella fleiri kapitalfeløg renna saman til eitt nýtt kapitalfelag, t.e. ein eginlig samanlegging. Avhendanirnar kunnu verða framdar, uttan samtykki frá kravánarunum
Um samanleggingarætlan
§ 237. Høvuðsleiðslurnar í teim verandi kapitalfeløgum, sum luttaka í samanleggingini, gera og undirskriva eina samanleggingarætlan, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. 1) Er talan um eina samanlegging, har einans smápartafeløg luttaka, kunnu smápartaeigararnir í semju gera av, at samanleggingarætlan ikki skal gerast, sbr. tó § 248, stk. 2-4.
Stk. 3. 1) Er talan um samanleggingar, har partafeløg luttaka, skal samanleggingarætlanin innihalda upplýsing og ásetingar um
1) navn og møgulig hjánøvn kapitalfelaganna, heruppií um navn ella hjánavn hjá einum uppathaldandi kapitalfelagi skulu innganga sum hjánavn fyri tað framhaldandi kapitalfelagið,
2) heimstað kapitalfelaganna,
3) viðurgjaldið fyri kapitalpartarnar í einum uppathaldandi kapitalfelagi,
4) nær teir kapitalpartar, sum møguliga verða latnir sum viðurgjald, geva rætt til vinningsbýti,
5) rættindini í framhaldandi kapitalfelagnum, sum verða givin møguligum ánarum av kapitalpørtum og av skuldarbrøvum við serligum rættindum í einum uppathaldandi kapitalfelagi,
6) møguligar aðrar fyriskipanir til fyrimunar fyri ánarum av teimum í nr. 5 nevndu kapitalpartar og skuldarbrøvum,
7) skráseting av møguligum kapitalpørtum, sum verða latnir sum viðurgjald, umframt møgulig latan av eigaraprógvum,
8) nær rættindi og skyldur í einum uppathaldandi kapitalfelag roknskaparliga eru at meta sum farin yvir, sbr. stk. 4,
9) ein og hvønn serligan fyrimun, sum verður givnin limum í leiðslu kapitalfelagsins, og
10) útkast uppskot til viðtøkur, sbr. §§ 28 og 29, um tað við samanleggingini verður skapað eitt nýtt kapitalfelag.
Stk. 4. Samanleggingarætlanin skal, fyri hvørt av teimum verandi kapitalfeløgunum, verða undirskrivað í seinasta lagi við endan av tí roknskaparárinum, har tann løtan, tá roknskaparligi virknaðurin av samanleggingini tekur við, er við, sbr. stk. 3, nr. 8. Verður farið út um freistina, kann móttøkan av samanleggingarætlanini ikki almannakunngerast, og samanleggingin kann tí ikki samtykkjast.
Um samanleggingarfrágreiðing
§ 238. 1) Høvuðsleiðslan í hvørjum einstøkum av teim verandi kapitalfeløgum, sum luttaka í samanleggingini, skal gera eina skrivliga frágreiðing, har greitt verður frá og grundgivið fyri, sbr. tó stk. 2, ætlaðu samanleggingini, heruppií eini møguligari samanleggingarætlan. Frágreiðingin skal innihalda upplýsing um ásetanina av viðurgjaldinum fyri kapitalpartarnar í teimum uppathaldandi kapitalfeløgunum, heruppií serligir trupulleikar í sambandi við ásetanina, og upplýsing um gerð av metingarfrágreiðing, um hendan skal gerast sbrt. § 240.
Stk. 2. 1) Kapitaleigararnir kunnu í semju gera av, at tað ikki skal gerast ein samleggingarfrágreiðing.
Um millumjavnan
§ 239. 1) Er samanleggingarætlanin undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn fyri kapitalfelagið viðvíkur, er endað, skal fyri viðkomandi kapitalfelag, sum luttekur í samanleggingini, gerast ein millumjavni, sbr. tó stk. 4 og 5.
Stk. 2. 1) Í eini samanlegging, har gerð av samanleggingarætlan er vald frá, sbr. § 237, stk. 2, skal fyri viðkomandi kapitalfelag, sum luttekur í samanleggingini, gerast ein millumjavni, um avgerðin um frával av samanleggingarætlan er tikin meira enn 6 mánaðir eftir, at tað roknskaparárið er endað, sum kapitalfelagsins seinasta ársfrásøgn viðvíkur, sbr. tó stk. 4 og 5.
Stk. 3. 1) Millumjavnin, sum skal gerast í samsvari við tað regluverk, sum kapitalfelagið ger ársfrásøgn eftir, skal ikki hava eina uppgerðardagseting, sum liggur meira enn 3 mánaðir áðrenn undirskrivingina av ella avgerðina um frával av samanleggingarætlan. Millumjavnin skal verða grannskoðaður, um kapitalfelagið er umfatað av grannskoðaraskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu.
Stk. 4. 1) Kapitaleigararnir kunnu í semju avgera, at millumjavni ikki skal gerast, hóast ein møgulig samanleggingarætlan er undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn fyri felagið viðvíkur, er endað.
Stk. 5. 1) Ásetingin í stk. 1 verður ikki nýtt fyri kapitalfeløg, hvørs virðisbrøv eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS-landi, og sum hava almannakunngjørt eina hálvársfrásøgn sbrt. ársroknskaparlógini, um hálvársfrásøgnin inniheldur ein grannskoðaðan hálvársroknskap fyri felagið, og hálvársfrásøgnin verður gjørd atkomulig fyri felagsins kapitaleigarunum.
Um metingarfrágreiðing um apportinnskot
§ 240. 3) Verður kapitalurin í framhaldandi partafelagnum hækkaður í sambandi við samanleggingina, ella verður skapað eitt nýtt partafelag sum partur av samanleggingini, skal tað sum liður í samanleggingini fáast til vegar ein frágreiðing frá einum metingarfólki, sbr. tó stk. 2. Metingarfólkið verður tilnevnt eftir § 37, stk. 1. § 37, stk. 2 og 3 vera at nýta samsvarandi fyri viðurskifti metingarfólksins til øll tey samanløgdu feløgini.
Stk. 2. 1) Metingarfrágreiðingin nýtist ikki at verða gjørd, um tað í staðin verður gjørt eitt metingarmansummæli um ta ætlaðu samanleggingarætlanina, sbr. § 241, ella ein metingarmansváttan um støðu kravánaranna, sbr. § 242
Stk. 3. Skal gerast ein metingarfrágreiðing sum liður í samanleggingini, skal metingarfrágreiðingin innihalda
1) eina lýsing av einstaka innskotinum,
2) upplýsingar um nýtta framferðarháttin í sambandi við metingina,
3) tilskilan av ásetta viðurgjaldinum og
4) váttan um, at ásetta virðið í minsta lagi samsvarar viðtað avtalaða viðurgjaldið, heruppií møguligt áljóðandi virði av teimum kapitalpørtum, sum verða givnir út, við møguligum yvirkursi løgdum afturat.
Stk. 4. Metingarfrágreiðingin má ikki vera gjørd meira enn 3 mánaðir frammanundan møguligari samanleggingaravgerð, sbr. § 245. Verður farið út um freistina, kann avgerð um samlegging ikki hava gildi.
Metingarmansummæli um ætlaðu samanleggingina, heruppií um eina møguliga samanleggingarætlan 1)
§ 241. 1) Fyri hvørt kapitalfelag, sum luttekur í samanleggingini, gera eitt ella fleiri óheft metingarfólk skrivligt ummæli av samanleggingarætlanini, heruppií um viðurgjaldið, sbr. stk. 4. Í eini samanlegging, har gerð av samanleggingrætlan er vald frá, sbr. § 237, stk. 3, skal metingarfólkið gera eitt skrivligt ummæli av ætlaðu samanleggingini, heruppií um viðurgjaldið, sbr. stk. 4. Kapitaleigararnir kunnu í semju gera av, at tað ikki skal gerast eitt tílíkt ummæli frá metingarfólki um ætlaðu samanleggingina, sbr. 1. og 2. pkt.
Stk. 2. Metingarfólkini verða tilnevnd eftir § 37, stk. 1. Um kapitalfeløgini, sum luttaka í samannleggingini, ynskja at nýta eitt ella fleiri felags metingarfólk, verða hesi eftir áheitan frá kapitalfeløgunum tilnevnd av skiftirættinum.
Stk. 3. § 37, stk. 2 og 3 vera at nýta samsvarandi fyri viðurskifti metingarfólksins til øll tey samanløgdu feløgini.
Stk. 4. Ummælið skal innihalda eina váttan um, hvørt viðurgjaldið fyri kapitalpartarnar í einum uppathaldandi kapitalfelagi er rímiliga og sakliga grundað. Váttanin skal tilskila tann framferðarhátt ella teir framferðarhættir, sum eru nýttir í sambandi við ásetanina av viðurgjaldinum, og um hesin ella hesir eru hóskandi. Váttanin skal harumframt tilskila tey virði, sum framferðarhættirnir hvør sær hava við sær, og tann týdning, sum hvør framferðarháttur hevur í mun til hinar, tá virðið verður ásett. Hava serligir trupulleikar verið í sambandi við virðisásetanina, skulu hesir nevnast í váttanini.
Metingarmansváttan um støðu kravánaranna 1)
§ 242. 1) Metingarfólkini skulu, umframt ta í § 241 nevndu váttan, harumframt geva eina váttan um, hvørt kravánararnir í einstaka kapitalfelagnum eru tryggjaðir nóg væl eftir samanleggingina í mun til verandi støðu. Kapitaleigararnir kunnu tó í semju gera av, at slík váttan ikki skal gerast um støðu kravánaranna.
Um møguleiknar hjá kravánarum at fráboða krøv síni
§ 243. 1) Um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. § 242, koma til ta niðurstøðu, at kravánararnir í einstaka kapitalfelagnum ikki eru tryggjaðir nóg væl eftir samanleggingina, ella er váttan um støðuna hjá kravánarunum ikki gjørd, kunnu kravánarar, hvørs fíggjarkrøv eru stovnað áðrenn almannakunngering Skráseting Føroya eftir § 244, í seinasta lagi 4 vikur eftir almannakunngeringina fráboða síni fíggjarkrøv til felagið. Fíggjarkrøv, har neyðug trygd er veitt, kunnu tó ikki fráboðast.
Stk. 2. Fyri fráboðað fíggjarkrøv, ið eru fallin til gjaldingar, kann verða kravt, at tey verða goldin, og fyri fráboðað fíggjarkrøv, ið ikki eru fallin til gjaldingar, kann verða kravd nøktandi trygd.
Stk. 3. Er ikki annað prógvað, er trygd eftir stk. 2 ikki neyðug, um gjaldingin av fíggjarkrøvunum er tryggjað við einari skipan við heimild í lóg.
Stk. 4. Er ósemja millum kapitalfelagið og fráboðaðar kravánarar, um trygd skal verða veitt, ella um ein boðin trygd er nøktandi, kunnu báðir partar, í seinasta lagi 2 vikur eftir, at fíggjarkravið er fráboðað, leggja málið fyri skiftirættin.
Stk. 5. Kravánari kann ikki, við bindandi virknaði við teirri avtalu, sum er grundarlag undir fíggjarkravinum, frásiga sær rættin til at krevja trygd eftir stk. 2.
Stk. 6. 1) (Strikað).
Innlating av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina, heruppií møgulig samanleggingarætlan og møgulig váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna 1)
§ 244. 1) Skráseting Føroya skal í seinasta lagi 4 vikur eftir, at møgulig samanleggingarætlan er undirskrivað, hava móttikið eitt avrit av samanleggingarætlanini, sbr. tó stk. 2. Verður farið út um freistina, kann móttøkan av samanleggingarætlanini ikki almannakunngerast, og samanleggingin kann tí ikki samtykkjast.
Stk. 2. 1) Hava luttakandi feløgini nýtt møguleikan at frávelja gerð av samanleggingarætlan, sbr. § 237, stk. 2, skal hetta fráboðast Skráseting Føroya við tilskilan av navni og skrásetingarnummari á teimum luttakandi feløgunum.
Stk. 3. 1) Váttanin frá metingarfólki um støðu kravánaranna, sbr. § 242, 1. pkt. skal sendast inn til Skráseting Føroya, sbr. tó stk. 4.
Stk. 4. 1) Er møguleikin nýttur at frávelja gerð av váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna, skal hetta fráboðast Skráseting Føroya við tilskilan av navni og skrásetingarnummari á teimum feløgum, sum luttaka í samanleggingini.
Stk. 5. 1) Upplýsingar og møgulig skjøl, sum Skráseting Føroya fær, sbr. stk. 1-4, verða almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya. Um kravánararnir hava rætt at fráboða síni krøv, sbr. § 243, inniheldur almannakunngering Skráseting Føroya upplýsing um hetta.
Stk. 6. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um almannakunngering hjá kapitalfeløgum av møguligari samanleggingarætlan og møguligum tilhoyrandi skjølum.
Um avgerðina um at fremja samanlegging
§ 245. 1) Avgerð um at fremja eina samanlegging kann í fyrsta lagi takast 4 vikur eftir, at Skráseting Føroya, sbr. § 244, stk. 5 hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina, sbr. tó stk. 2 og 3. Um almannakunngjørt er viðvíkjandi § 244, stk. 1 og 2, og viðvíkjandi § 244, stk. 3 ella 4, hvør sær, verður freistin í 1. pkt. roknað frá seinnu almannakunngeringini.
Stk. 2. 1) Er talan um eina samanlegging, har einans smápartafeløg luttaka, og um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. § 242, meta, at kravánararnir í einstaka smápartafelagnum eru tryggjaðir á nøktandi hátt eftir samanleggingina, kunnu smápartaeigararnir, eftir at Skráseting Føroya hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina sbrt. § 244, stk. 5 semjast um at víkja frá freistini eftir stk. 1.
Stk. 3. 1) Í eini samanlegging, har eingin samanleggingarætlan er, sbr. § 237, stk. 2, verður ikki kravt, at Skráseting Føroya skal hava almannakunngjørt eftir § 244, stk. 5, áðrenn smápartaeigararnir kunnu avgera at fremja samanleggingina, um metingarfólk hava gjørt eina váttan um støðu kravánaranna, sbr. § 242, og um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna meta, at kravánararnir í einstaka smápartafelagnum eru nóg væl tryggjaðir eftir samanleggingina.
Stk. 4. 1) Um tað uppathaldandi kapitalfelagið hevur endað eitt roknskaparár, áðrenn rættindi og skyldur hjá uppathaldandi kapitalfelagnum roknskaparliga verða mett at vera farin yvir til framhaldandi kapitalfelagið, og aðalfundurin ikki enn hevur góðkent ársfrásøgnina fyri hetta roknskapartíðarskeið, skal aðalfundurin góðkenna ársfrásøgnina fyri hetta roknskapartíðarskeiðið í seinasta lagi samstundis, sum samtykt er at fremja samanleggingina.
Stk. 5. 1) Kravánarar, sum biðja um tað, skulu hava upplýsing um, nær avgerð verður tikin um møguliga fremjan av samanleggingini.
Stk. 6. 1) Fremjanin av samanleggingini skal vera í samsvari við samanleggingarætlanina, um ein samanleggingarætlan er gjørd. Verður samanleggingin ikki samtykt í samsvari við eina møguligt almannakunngjørda samanleggingarætlan, verður uppskotið mett sum fallið burtur.
Stk. 7. 1) Hesi skjøl skulu, um tey eru gjørd, vera tøk hjá kapitaleigarunum á heimstaði felagsins ella á heimasíðu felagsins í seinasta lagi 4 vikur undan, at avgerð um at fremja eina samanlegging skal takast uttan so, at kapitaleigararnir í semju avgera, at skjølini ikki skulu leggjast fyri kapitaleigararnar undan aðalfundinum ella á aðalfundinum, sbr. tó stk. 8:
1) Samanleggingarætlanin.
2) Fyri hvørt av verandi kapitalfeløgunum ársfrásagnirnar fyri 3 tey seinastu roknskaparárini, ella fyri ta tíð, sum felagið hevur verið til.
3) Samanleggingarfrágreiðing.
4) Millumjavni.
5) Metingarfrágreiðing um apportinnskot.
6) Ummæli metingarfólksins av samanleggingini, heruppií av eini møguligari samanleggingarætlan.
7) Váttan metingarfólksins um støðuna hjá kravánarunum.
Stk. 8. 1) Kapitaleigarar, sum biðja um tað, skulu uttan gjald hava atgongd til tey skjøl, sum eru nevnd í stk. 7.
§ 246. Í einum uppathaldandi kapitalfelagi verður avgerð um at leggja saman tikin av aðalfundinum, sbr. tó stk. 2 og § 252. Er kapitalfelagið undir likvidatión, kann avgerð um at leggja saman bert verða tikin, um útlutan til kapitaleigararnar ikki er byrjað, og um aðalfundurin samstundis tekur avgerð um at slíta likvidatiónina. § 231 um uppafturtøku verður ikki at nýta eftir hetta.
Stk. 2. Verður eitt kapitalfelag avtikið uttan likvidatión við, at ognir og skyldur kapitalfelagsins sum heild verða avhendaðar til eitt annað kapitalfelag, sum eigur í minsta lagi 90% av felagskapitalinum í tí uppathaldandi felagnum, kann avgerð um at leggja saman í uppathaldandi felagnum verða tikin av høvuðsleiðsluni, sbr. tó stk. 3-5.
Stk. 3. 1) Avgerðin eftir stk. 2 skal tó verða tikin av aðalfundinum, um kapitaleigarar, sum eiga 5% av felagskapitalinum, skrivliga krevja tað í seinasta lagi 2 vikur eftir, at móttøkan av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina, heruppií eina møguliga samanleggingarætlan er almannakunngjørd. Avgerðin í uppathaldandi felagnum skal harumframt verða tikin av aðalfundinum, um teir kapitaleigarar, sum eftir viðtøkunum, sbr. § 89, kunnu krevja, at aðalfundurin verður kallaður inn, biðja um tað.
Stk. 4. Høvuðsleiðslan skal í seinasta lagi 2 vikur eftir, at umbøn er sett fram um hetta, kalla inn til aðalfund.
Stk. 5. Er tað aðalfundurin, sum skal taka avgerðina í uppathaldandi felagnum, verður avgerðin tikin við tí meiriluta, sum krevst eftir § 106, og í samsvari við tær fyriskipanir, sum kunnu vera í viðtøkunum um avtøku ella samanlegging.
§ 247. 1) Í framhaldandi felagnum verður avgerð um at legggja saman tikin av høvuðsleiðsluni uttan so, at aðalfundurin skal gera viðtøkubroytingar, tó butursæð frá broyting í sambandi við, at navn ella hjánøvn hjá uppathaldandi felagnum verða tikin upp sum hjánavn fyri tað framhaldandi kapitalfelagið, sbr. tó stk. 2-4. Er kapitalfelagið undir likvidatión, kann avgerð um samanlegging bert verða tikin, um útlutan til kapitaleigararnar enn ikki er byrjað, og aðalfundurin samstundis tekur avgerð um uppafturtøku av felagnum, sbr. § 231.
Stk. 2. 1) Kapitaleigarar, sum eiga 5% av felagskapitalinum, ella teir kapitaleigarar, sum eftir viðtøkunum, sbr. § 89, kunnu krevja, at aðalfundurin verður kallaður inn, kunnu harumframt í seinasta lagi 2 vikur eftir, at Skráseting Føroya hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina, heruppií eina møguliga samanleggingarætlan, skrivliga krevja, at avgerðin í framhaldandi kapitalfelagnum verður tikin av aðalfundinum.
Stk. 3. Høvuðsleiðslan skal í seinasta lagi 2 vikur eftir, at umbøn um hetta er sett fram, kalla inn til aðalfund.
Stk. 4. Er tað aðalfundurin, sum skal taka avgerðina í framhaldandi kapitalfelagnum, verður avgerðin tikin við tí meiriluta, sum krevst eftir § 106.
§ 248. Høvuðsleiðslan í framhaldandi kapitalfeløgum, ið luttaka í samanleggingini, skal á møguligum aðalfundi, har avgerð um fremjan av samanlegging verður tikin, upplýsa um hendingar av serligum týdningi, heruppií týðandi broytingar í ognum og skyldum, sum eru íkomnar í tíðini millum undirskrivingina av samanleggingarætlanini og aðalfundin.
Stk. 2. 1) Í eini samanlegging, har gerð av samanleggingarætlan er vald frá, sbr. § 237, stk. 2, skulu høvuðsleiðslurnar upplýsa um hendingar av týðandi týdningi, heruppií týðandi broytingar í aktivum og skyldum, sum eru farnar fram í tíðini millum fíggjarjavnadagin í ársfrásøgnini, sum felagið seinast hevur latið, og aðalfundin.
Stk. 3. 1) Í eini samanlegging, har tað bert luttaka smápartafeløg, skal tað í sambandi við, at tað verður samtykt, at samanleggingin skal fremjast, eisini takast støða til fylgjandi viðurskifti, uttan so at viðkomandi upplýsingar síggjast í eini møguligari samanleggingarætlan, sbr. § 237:
1) Navn á smápartafeløgunum og møgulig hjánøvn, heruppií um navnið ella hjánavnið á einum uppathaldandi felagi sum navn ella hjánavn skal vera hjá tí framhaldandi felagnum.
2) Viðurlagið fyri smápartarnar í einum uppathaldandi felagi.
3) Tíðina tá smápartarnir, sum møguliga verða veittir sum viðurlag, geva rætt til útbýti.
4) Tíðina tá rættindi og skyldur hjá einum uppathaldandi felagi roknskaparliga skulu metast at vera farnar yvir.
5) Viðtøkur, sbr. §§ 28 og 29, um tað við samanleggingini verður skapt eitt nýtt smápartafelag.
Stk. 4. 1) Er talan um eina samanlegging, har einans smápartafeløg luttaka, og har smápartaeigararnir eftir § 237, stk. 2 í semju hava avgjørt, at samanleggingarætlan ikki skal gerast, skulu samlíkar avgerðir vera tiknar í øllum teimum framhaldandi smápartafeløgum við atliti til krøvini í stk. 3. Um hetta ikki er støðan, verður avgerðin um fremjan av samanleggingini at meta sum fallin burtur.
Um møguleika fyri at krevja samsýning
§ 249. Kapitaleigararnir í uppathaldandi kapitafeløgum kunnu krevja samsýning frá kapitalfelagnum, um viðurgjaldið fyri kapitalpartarnar í uppathaldandi kapitalfeløgunum ikki er rímiliga og sakliga grundað, og um kapitaleigararnir hava tikið fyrivarni fyri hesum á aðalfundinum, har avgerð um fremjanina av samanleggingini varð tikin.
Stk. 2. Sakarmál við heimild í stk. 1 skal leggjast í seinasta lagi 2 vikur eftir, at samanleggingin er samtykt í øllum teimum samanleggjandi kapitalfeløgunum.
Stk. 3. 1) Er fyrivarni tikið við heimild í stk. 1, kann samtykta samanleggingin í fyrsta lagi verða skrásett eftir, at freistin í stk. 2 er farin uttan so, at metingarfólkini í ummæli sínum av ætlaðu samanleggingini, heruppií viðurgjaldið, sbr. § 241, koma til ta niðurstøðu, at viðurgjaldið fyri kapitalpartarnar í uppathaldandi kapitalfeløgunum er rímiliga og sakliga grundað.
Um rættarvirknaðin av samanlegging
§ 250. 1) Samanleggingin verður at meta sum framd, og eitt uppathaldandi kapitalfelag verður at meta sum avtikið, og rættindi og skyldur tess verða at meta sum farin yvir til tað framhaldandi kapitalfelagið í síni heild, sbr. tó stk. 2, tá:
1) Samanleggingin er avgjørd í øllum teimum verandi feløgunum, sum luttaka í samanleggingini.
2) Krøv hjá kravánarunum, ið eru fráboðað eftir § 243, eru avgjørd.
3) Kravið hjá kapitaleigarunum um samsýning eftir § 249 er avgjørt, ella tá nøktandi trygd er veitt fyri kravinum. Hava metingarfólk ummælt ætlaðu samanleggingina, heruppií eisini viðurgjaldið, og verður tað í ummælinum mett, at viðurgjaldið er rímiliga og sakliga grundað, skulu metingarfólkini harumframt hava váttað, at tað í avgerandi mun ikki fer at verða funnist at ummæli teirra um viðurgjaldið. Metingarfólkini gera av, um trygdin er nøktandi.
4) Treytirnar í stk. 6 um val av leiðslu og grannskoðara eru loknar.
5) Stjórn er sett, um tað sum partur av samanleggingini verður skipað eitt nýtt kapitalfelag, sum skal hava eina leiðsluskipan, har evsta leiðslan annaðhvørt er ein nevnd ella eitt eftirlitsráð, sbr. § 111, stk. 1.
Stk. 2. 1) Um rættindi og skyldur hjá uppathaldandi kapitalfelagnum roknskaparliga verða mett at vera farin yvir til framhaldandi kapitalfelagið eftir, at avgerðin um at fremja samanleggingina er tikin, fær samanleggingin rættarvirknað, sbr. 2. og 3. pkt., tá ið roknskaparligi virknaðurin tekur við. Roknskaparligi virknaðurin kann ikki taka við seinni enn 2 vikur eftir avgerðina um at fremja samanleggingina, tó ikki eftir, at samanleggingin er skrásett ella fráboðað til skrásetingar. Fyri luttakandi kapitalfeløgini skulu bæði roknskaparligi virknaðurin og avgerðin um at fremja samanleggingina ávikavist fáa virknað og verða tikin í sama roknskaparári.
Stk. 3. 1) Tá treytirnar eftir stk. 1 og 2 eru loknar, verða teir kapitaleigarar í einum uppathaldandi kapitalfelag, sum fáa viðurgjald við kapitalpørtum, kapitaleigarar í framhaldandi kapitalfelagnum.
Stk. 4. 1) Viðurgjald kann ikki veitast fyri kapitalpartar í einum uppathaldandi kapitalfelag, sum er ogn hjá kapitalfeløgunum, sum leggja saman. § 31 og § 153, stk. 2 verða at nýta samsvarandi við samanlegging.
Stk. 5. 1) Kapittul 3 um stovnan, kapittul 10 um at hækka kapitalin og kapittul 14 um at avtaka kapitalfelagið verða ikki at nýta í sambandi við eina samanlegging uttan so, at tað skilst á ásetingunum um samanlegging, sbr. §§ 236-252.
Stk. 6. 1) Verður eitt nýtt kapitalfelag skapað við samanleggingini, og verða høvuðsleiðsla og grannskoðari ikki vald beint eftir, at aðalfundurin hevur samtykt samanleggingina, skal í seinasta lagi 2 vikur eftir hetta verða hildin aðalfundur í nýggja kapitalfelagnum, har evsta leiðsla og møguligur grannskoðari verða vald. Aðalfundurin skal harumframt taka avgerð um, hvørt komandi ársroknskapir kapitalfelagsins skulu verða grannskoðaðir, um kapitalfelagið ikki er fevnt av grannskoðanarskylduni eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu.
Um fráboðan um fremjan av samanlegging
§ 251. 1) Samtykta samanleggingin skal fyri hvørt kapitalfelag verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. § 9, hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at samanleggingin er samtykt í øllum teimum framhaldandi feløgunum, sum luttaka í samanleggingini. Framhaldandi kapitalfelagið kann skráseta ella fráboða samanleggingina vegna luttakandi kapitalfeløgini. Við skrásetingini ella fráboðanini skulu vera skjølini, nevnd í § 245, stk. 7, nr. 3-7, um tey eru gjørd. Samtykta samanleggingin kann í fyrsta lagi vera skrásett, tá samanleggingin hevur fingið rættarvirknað eftir § 250, stk. 1 og 2.
Stk. 2. 1) Samtykta samanleggingin skal verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. § 9, í seinasta lagi tá ið freistin at senda inn ársfrásøgnina fyri tað tíðarskeið, tá samanleggingin fær roknskaparligan virknað, fer, tó í seinasta lagi 1 ár eftir, at Skráseting Føroya sambært § 244, stk. 5 hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina. Verður farið út um aðra av hesum freistum, er avgerðin um at fremja samanleggingina ikki longur galdandi, og ein møgulig samanleggingarætlan eftir § 237 verður mett at vera fallin burtur.
Stk. 3. Um eitt kapitalfelag, sum verður gjørt sum liður í eini samanlegging, ger eina avtalu, áðrenn kapitalfelagið er skrásett, og er avtaluparturin vitandi um, at kapitalfelagið ikki er skrásett, kann avtaluparturin uttan so, at annað er avtalað, slíta avtaluna, um ikki skráseting ella fráboðan til skráseting er Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi, tá freistin í stk. 2. fer, ella um skráseting verður noktað. Var avtaluparturin ikki vitandi um, at kapitalfelagið ikki var skrásett, kann hesin slíta avtaluna, so leingi kapitalfelagið ikki er skrásett. § 41, stk. 1, 2. pkt. verður at nýta samsvarandi.
Stk. 4. §§ 42-44 verða at nýta samsvarandi, um eitt partafelag, sum verður skapað sum liður í eini samanlegging, ognar sær fíggjarvirði frá einum kapitaleigara, sum felagið kennir, í upp til 24 mánaðir eftir, at felagið er skrásett.
Um loddrættar samanleggingar millum móðurfeløg og dótturfeløg, sum móðurfelagið eigur fult og heilt
§ 252. 1) Verður eitt kapitalfelag avtikið uttan likvidatión við avhendan av ognum og skyldum í síni heild til eitt annað kapitalfelag, sum eigur allar kapitalpartarnar í uppathaldandi kapitalfelagnum, t.e. ein loddrøtt samanlegging, kann avgerð um samanlegging í uppathaldandi felagnum verða tikin av høvuðsleiðsluni. Annars verða § 237, stk. 1 og 2, stk. 3, nr. 1, 2, 5, 6 og 8-10, og stk. 4, § 239, §§ 242 -245, § 246, stk. 1, 2. og 3. pkt, §§ 247 og 248 og §§ 250 og 251 at nýta samsvarandi í sambandi við lodrættar samanleggingar.
Um at avhenda ognir og skyldur frá einum kapitalfelag til landið ella til eina kommunu
§ 253. 1) Verður eitt kapitalfelag avtikið uttan likvidatión við avhendan av ognum og skyldum kapitalfelagsins í síni heild til landið ella til eina kommunu, verða § 237, stk. 1 og 3, § 238, § 241, § 244, stk. 1, 2 og 5, § 245, stk. 1 og 3-6, §§ 246, 248 og 249, § 250, stk. 1, nr. 1, og § 251, stk. 1 at nýta á sama hátt.
Um at kloyva kapitalfeløg
§ 254. 1) Aðalfundurin í einum kapitalfelag kann taka avgerð um at kloyva kapitalfelagið. Við kloyvingini verða ognir og skyldur í síni heild avhendaðar til fleiri verandi ella nýggj parta- ella smápartafeløg, sum verða skapt í sambandi við at kloyvingin verður framd, móti viðurgjaldi til kapitaleigararnar í innskjótandi kapitalfelagnum. Aðalfundurin kann við sama meiriluta taka avgerð um at kloyva, har kapitalfelagið avhendar ein part av ognum og skyldum sínum til eitt ella fleiri verandi ella nýggj kapitalfeløg, sum verða skapt í sambandi við, at kloyvingin verður framd.
Stk. 2. 1) Fær kravánari í einum kapitalfelag, sum hevur luttikið í kloyvingini, ikki fulnað, heftir hvørt einstakt luttakandi kapitalfelag solidariskt fyri skyldum, sum vóru ta løtu, tá Skráseting Føroya almannakunnger, sbr. 262, stk. 5, viðvíkjandi § 262, stk. 1 ella 2, tó í mesta lagi við eini upphædd, sum samsvarar við tað tilførda ella eftirverandi nettovirðið í einstøku kapitafeløgunum hesa løtu.
Stk. 3. 1) Um eitt ella fleiri av móttakandi kapitalfeløgunum í eini kloyving verða skapað sum liður í eini aðrari kloyving ella samanlegging, sum ikki er framd, skal hetta síggjast í kloyvingarætlanini, sbr. § 255, ella um so er, at kloyvingarætlanin er vald frá, síggjast av avgerðini um samtyktina av kloyvingini, sbr. § 266. Ein kloyving til nýggj móttakandi kapitalfeløg, sum verða skapað sum liður í eini aðrari kloyving ella samanlegging, skal verða framd í beinleiðis framhaldi av tí kloyving ella samanlegging, sum nýggju feløgini verða skapað sum liður í, sbr. § 269.
Um kloyvingarætlan
§ 255. Høvuðsleiðslurnar í famhaldandi kapitalfeløgunum, sum luttaka í kloyvingini, gera og undirskriva í felag eina kloyvingarætlan, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. 1) Er talan um kloyving, har einans smápartafeløg luttaka, kunnu smápartahavararnir í semju avgera, at ein kloyvingarætlan ikki skal gerast, sbr. tó § 266, stk. 2, 3 og 4.
Stk. 3. Í kloyvingum, har partafeløg taka lut, skal kloyvingarætlanin innihalda upplýsingar og ásetingar um
1) nøvn og møgulig hjánøvn kapitalfelaganna, heruppií um navn ella hjánøvn hjá innskjótandi kapitalfelagnum skulu innganga sum hjánavn fyri eitt móttakandi kapitalfelag,
2) heimstað kapitalfelagsins,
3) eina neyva lýsing og sundurbýtið av teimum ognum og skyldum, sum verða fluttar ella verða verandi í hvørjum einstøkum kapitalfelagi, sum luttekur í kloyvingini,
4) viðurgjaldið til kapitaleigararnar í innskjótandi felagnum,
5) sundurbýtið av viðurgjaldinum, heruppií kapitalpartar í móttakandi kapitalfeløgunum, til kapitaleigararnar í innskjótandi kapitalfelagnum og treytin fyri hesum sundurbýti,
6) nær teir kapitalpartar, sum møguliga verða latnir sum viðurgjald, geva rætt til vinningsbýti,
7) tey rættindi í einum móttakandi kapitalfelag, sum verða givin møguligum ánarum av kapitalpørtum og skuldarbrøvum við serligum rættindum í innskjótandi kapitalfelagnum,
8) møguligar aðrar fyriskipanir til fyrimunar fyri ánarar av teimum í nr. 7 nevndu kapitalpørtum og skuldarbrøvum,
9) skráseting av møguligum kapitalpørtum, sum verða latnir sum viðurgjald, umframt møguliga útgávu av eigaraprógvum,
10) nær rættindi og skyldur í innskjótandi kapitalfelagnum roknskaparliga eru at meta sum farin yvir, sbr. stk. 4,
11) ein og hvør serligur fyrimunir, sum verður givin limunum í leiðslu kapitalfelagsins og
12) uppskot til viðtøkur, sbr. §§ 28 og 29, um tað við kloyvingini verða skapað eitt ella fleiri nýggj kapitalfeløg.
Stk. 4. Kloyvingarætlanin skal, fyri hvørt framhaldandi kapitalfelag, verða undirskrivað í seinasta lagi við endan av tí roknskaparárinum, har roknskaparligi virknaðurin av kloyvingini tekur við, sbr. stk. 3, nr. 10. Verður farið út um freistina, kann móttøkan av kloyvingarætlanini ikki almannakunngerast, og kloyvingin kann tí ikki samtykkjast.
Stk. 5. 1) Um partur av ognunum ikki er býttur sundur við kloyvingarætlanini, sbr. stk. 3, nr. 3 ella § 266, stk. 3, og tulkingin av hesi ikki ger tað møguligt at avgera sundurbýtið, verður hesin partur, ella virðið av hesum parti, býttur millum hvørt av luttakandi kapitalfeløgunum lutfalsliga við teimum nettoognum, sum eru tilførdar ella eru eftirverandi í einstøku kapitalfeløgunum eftir kloyvingarætlanini.
Stk. 6. 1) Um partur av skyldunum ikki er býttur sundur við kloyvingarætlanini, sbr. stk. 3, nr. 3 ella § 266, stk. 3, og tulkingin av hesi ikki ger tað møguligt at avgera sundurbýtið, hevur hvørt luttakandi kapitalfelag solidariska ábyrgd, tó í mesta lagi við eini upphædd, sum samsvarar við førda ella eftirverandi nettovirðið í einstaka kapitalfelagnum. Í innanhýsis viðurskiftunum millum luttakandi kapitalfeløgini verða slíkar skyldur býttar lutfalsliga við teimum nettoognum, sum eru tilførdar ella eru eftirverandi í einstøku kapitalfeløgunum eftir kloyvingarætlanini.
Um kloyvingarfrágreiðing
§ 256. 1) Høvuðsleiðslan í teim verandi kapitalfeløgum, sum luttaka í kloyvingini, skal gera eina skrivliga frágreiðing, har greitt verður frá og grundgivið fyri ætlaðu kloyvingini, heruppií ein møgulig kloyvingarætlan, sbr. tó stk. 2. Frágreiðingin skal innihalda upplýsing um ásetanina av viðurgjaldinum fyri kapitalpartarnar í tí innskjótandi kapitalfelagnum, heruppií serligir trupulleikar í sambandi við ásetanina og upplýsing um gerð av metingarfrágreiðing, um hendan sbrt. § 258 skal gerast.
Stk. 2. 1) Kapitaleigararnir kunnu í semju avgera, at kloyvingarfrágreiðing ikki skal gerast.
Um millumjavnan
§ 257. 1) Er kloyvingarætlanin undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn fyri kapitalfelagið viðvíkur, er endað, skal, fyri viðkomandi kapitalfelag, sum luttekur í kloyvingini, gerast ein millumjavni, sbr. tó stk. 4.
Stk. 2. 1) Í eini kloyving, har gerð av kloyvingarætlan er vald frá, sbr. § 255, stk. 2, skal fyri viðkomandi kapitalfelag, sum luttekur í kloyvingini, gerast ein millumjavni, um avgerðin um frával av kloyvingarrætlan er tikin meira enn 6 mánaðir eftir, at tað roknskaparárið er endað, sum kapitalfelagsins seinasta ársfrásøgn viðvíkur, sbr. tó stk. 4 og 5.
Stk. 3. 1) Millumjavnin, sum skal gerast í samsvari við tað regluverk, sum kapitalfelagið ger ársfrásøgn eftir, skal ikki hava eina uppgerðardagseting, sum liggur meira enn 3 mánaðir áðrenn undirskrivingina av ella avgerðina um frával av kloyvingarætlan. Millumjavnin skal verða grannskoðaður, um kapitalfelagið er umfatað av grannskoðaraskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu.
Stk. 4. 1) Kapitaleigararnir kunnu í semju avgera, at millumjavni ikki skal gerast, hóast ein møgulig kloyvingarætlan er undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn fyri felagið viðvíkur, er endað.
Stk. 5. 1) Ásetingin í stk. 1 verður ikki nýtt fyri kapitalfeløg, virðisbrøv eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS-landi, og sum hava almannakunngjørt eina hálvársfrásøgn sbrt. ársroknskaparlógini, um hálvárfrásøgnin inniheldur ein grannskoðaðan hálvársroknskap fyri felagið, og hálvársfrásøgnin verður gjørd atkomulig fyri felagsins kapitaleigarum.
Um metingarfrágreiðing um apportinnskot
§ 258. Verður kapitalurin hækkaður í einum ella fleiri av móttakandi partafeløgunum, ella verða eitt ella fleiri nýggja partafeløg skapað sum partur av kloyvingini, skal tað, sum partur av kloyvingini, fáast til vega ein frágreiðing frá einum metingarfólki, sbr. tó stk. 2. Metingarfólkið verður tilnevnt eftir § 37, stk. 1. § 37, stk. 2 og 3 vera at nýta samsvarandi fyri viðurskifti metingarfólksins til øll feløgini, sum luttaka í kloyvingini.
Stk. 2. 1) Metingarfrágreiðingin nýtist ikki at verða gjørd, um tað í staðin verður gjørt eitt ummæli frá metingarfólki um tað ætlaðu kloyvingina, sbr. § 259, ella gjørd ein váttan frá metingarfólki, sbr. § 260.
Stk. 3. 1) Skal gerast ein metingarfrágreiðing sum liður í eini kloyving, skal metingarfrágreiðingin innihalda
1) eina lýsing av einstaka innskotinum,
2) upplýsingar um nýtta framferðarháttin í sambandi við metingina,
3) tilskilan av ásetta viðurgjaldinum og
4) váttan um, at ásetta virðið í minsta lagi samsvarar við tað avtalaða viðurgjaldið, heruppií møguligt áljóðandi virðið av teimum kapitalpørtum, sum verða skrivaðir út, við møguligum yvirkursi løgdum afturat.
Stk. 4. 1) Metingarfrágreiðingin má ikki vera gjørd meira enn 3 mánaðir frammanundan tí løtu, at kloyvingin møguliga verður samtykt, sbr. § 263. Verður farið út um freistina, kann kloyvingin ikki verða samtykt við gildi.
Um ummæli frá metingarfólki um ætlaðu kloyvingina, heruppií um eina møguliga kloyvingarætlan 1)
§ 259. 1) Fyri hvørt kapitalfelag, sum luttekur í kloyvingini, gera eitt ella fleiri óheft metingarfólk skrivligt ummæli av kloyvingarætlanini, heruppií um viðurgjaldið, sbr. stk. 4. Í eini samanlegging, har gerð av kloyvingarætlan er vald frá, sbr. § 255, stk. 2, stk. 3, skal metingarfólkið gera eitt skrivligt ummæli av ætlaðu kloyvingini, heruppií um viðurgjaldið, sbr. stk. 4. Kapitaleigararnir kunnu í semju gera av, at tað ikki skal gerast eitt tílíkt ummæli frá metingarfólki um ætlaðu kloyvingina, sbr. 1. og 2. pkt.
Stk. 2. Metingarfólkini verða tilnevnd eftir § 37, stk. 1. Um kapitalfeløgini, sum luttaka í kloyvingini, ynskja at nýta eitt ella fleiri metingarfólk, verða hesi eftir áheitan frá kapitalfeløgunum tilnevnd av skiftirættinum.
Stk. 3. § 37, stk. 2 og 3 vera at nýta samsvarandi fyri viðurskifti metingarfólksins til øll tey feløg, sum luttaka í kloyvingini.
Stk. 4. Ummælið skal innihalda eina váttan um, hvørt viðurgjaldið til kapitaleigararnar í innskjótandi kapitalfelagnum er rímiliga og sakliga grundað. Váttanin skal tilskila tann framferðarhátt ella teir framferðarhættir, sum eru nýttir í sambandi við ásetanina av viðurgjaldinum, og um hetta er hóskandi. Váttanin skal harumframt tilskila tey virði, sum framferðarhættirnir hvør sær hava við sær, og tann týdning, sum hvør framferðarháttur hevur í mun til hinar, tá virðið verður ásett. Hava serligir trupulleikar verið í sambandi við virðisásetanina, skulu hesir nevnast í váttanini.
Um váttan frá metingarfólkunum um støðuna hjá kravánarunum
§ 260. 1) Metingarfólkini skulu, umframt ta í § 259 nevndu váttan, harumframt geva eina váttan um, hvørt metast má, um kravánararnir í einstaka kapitalfelagnum eru tryggjaðir nóg væl eftir samanleggingina í mun til felagsins verandi støðu. Kapitaleigararnir kunnu tó í semju avgera, at slík váttan ikki skal gerast um støðuna hjá kravánarunum.
Um møguleikan hjá kravánarunum at fráboða krøv síni
§ 261. 1) Um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. § 260, koma til ta niðurstøðu, at kravánararnir í einstaka kapitalfelagnum ikki eru tryggjaðir nóg væl eftir kloyvingina, ella er váttan um støðuna hjá kravánarunum ikki gjørd, kunnu kravánarar, hvørs fíggjarkrøv eru stovnað áðrenn almannakunngering Skráseting Føroya eftir § 262, í seinasta lagi 4 vikur eftir almannakunngeringina fráboða síni fíggjarkrøv til felagið. Fíggjarkrøv, har nøktandi trygd er veitt, kunnu tó ikki fráboðast.
Stk. 2. Fyri fráboðað fíggjarkrøv, ið eru fallin til gjaldingar, kann verða kravt, at tey verða útloyst, og fyri fráboðað fíggjarkrøv, ið ikki eru fallin til gjaldingar, kann verða kravd nøktandi trygd.
Stk. 3. Er ikki annað prógvað, er trygd eftir stk. 2 ikki neyðug, um útloysanin av fíggjarkrøvunum er tryggjað við einari skipan við heimild í lóg.
Stk. 4. Er ósemja millum kapitalfelagið og fráboðaðar kravánarar, um trygd skal verða veitt, ella um ein boðin trygd er nøktandi, kunnu báðir partar í seinasta lagi 2 vikur eftir, at fíggjarkravið er fráboðað, leggja málið fyri skiftirættin til støðutakan.
Stk. 5. Kravánari kann ikki, við bindandi virknaði við teirri avtalu, sum er grundarlag undir fíggjarkravinum, frásiga sær rættin til at krevja trygd eftir stk. 2.
Stk. 6. 1) (Strikað).
Innlatan av upplýsingum um ætlaðu kloyvingina , heruppií møgulig kloyvingarætlan og møgulig váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna 1)
§ 262. 1) Skráseting Føroya skal í seinasta lagi 4 vikur eftir, at møgulig kloyvingarætlan er undirskrivað, hava móttikið eitt avrit av kloyvingarætlanini, sbr. tó stk. 2. Verður farið út um freistina, kann móttøkan av kloyvingarætlanini ikki almannakunngerast, og kloyvingin kann tí ikki samtykkjast.
Stk. 2. 1) Hava luttakandi kapitalfeløgini avgjørt ikki at gera eina kloyvingarætlan, sbr. § 255, stk. 2, skal boðast Skráseting Føroya frá hesum saman við upplýsingum um nøvn og v-tøl hjá luttakandi kapitalfeløgunum.
Stk. 3. 1) Váttan frá metingarfólkunum um støðu kravánaranna, sbr. § 260, 1. pkt., skal sendast Skráseting Føroya, sbr. tó stk. 4.
Stk. 4. 1) Er møguleikin at velja váttan frá metingarfólkunum um støðu kravánaranna frá, brúktur, sbr. § 260, 2. pkt., skal boðast Skráseting Føroya frá hesum saman við upplýsingum um nøvn og v-tøl hjá kapitalfeløgunum, sum luttaka í kloyvingini.
Stk. 5. 1) Móttøkan av teimum skjølunum, sum eru nevnd í stk. 1-4, verður almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya. Hava kravánararnir rætt at fráboða krøv síni, sbr. § 261, skal hetta upplýsast í almannakunngeringini frá Skráseting Føroya.
Stk. 6. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur, tá ið kapitalfeløg almannakunngera møguliga kloyvingarætlan og møgulig skjøl, ið fylgja við.
Um avgerðina um at fremja kloyving
§ 263. 1) Avgerðin um at fremja eina kloyving kann í fyrsta lagi takast 4 vikur eftir, at Skráseting Føroya, sbr. § 262, stk. 5, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu kloyvingina, sbr. tó stk. 2 og 3. Um almannakunngjørt er viðvíkjandi § 262, stk. 1 ella 2, og viðvíkjandi § 262, stk. 3 ella 4, hvør sær, verður freistin í 1. pkt. roknað frá seinnu almannakunngeringini.
Stk. 2. 1) Er talan um eina kloyving, har einans smápartafeløg luttaka, og um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. § 260, meta, at kravánararnir í einstaka kapitalfelagnum eru tryggjaðir á nøktandi hátt eftir kloyvingina, kunnu smápartaeigararnir semjast um, eftir at Skráseting Føroya, sbr. § 262, stk. 5, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu kloyvingina, at víkja frá freistini eftir stk. 1.
Stk. 3. 1) Í eini kloyving, har eingin kloyvingarætlan er gjørd, sbr. § 255, stk. 2, verður ikki kravt, at Skráseting Føroya skal hava almannakunngjørt eftir § 262, stk. 5, áðrenn smápartaeigararnir kunnu avgera at fremja kloyvingina, um metingarfólk hava gjørt eina váttan um støðu kravánaranna, sbr. § 260, og um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna meta, at kravánararnir í einstaka smápartafelagnum eru tryggjaðir á nøktandi hátt eftir kloyvingina.
Stk. 4. 1) Um tað innskjótandi kapitalfelagið heldur uppat sum liður í kloyvingini og hevur endað eitt roknskaparár, áðrenn rættindi og skyldur hjá innskjótandi kapitalfelagnum roknskaparliga verða mett at vera farin yvir til móttakandi feløgini, og aðalfundurin ikki enn hevur góðkent ársfrásøgnina fyri hetta roknskapartíðarskeið, skal aðalfundurin góðkenna ársfrásøgnina fyri hetta roknskapartíðarskeið í seinasta lagi samstundis, sum samtykt er at fremja kloyvingina.
Stk. 5. 1) Kravánarar, sum biðja um tað, skulu hava upplýsing um, nær avgerð verður tikin um møguliga fremjan av kloyvingini.
Stk. 6. 1) Fremjanin av kloyvingini skal vera í samsvari við kloyvingarætlanina, um ein kloyvingarætlan er gjørd. Verður kloyvingin ikki samtykt í samsvari við eina møguliga almannakunngjørda kloyvingarætlan, verður uppskotið mett sum fallið burtur.
Stk. 7. 1) Hesi skjøl skulu, um tey eru gjørd, vera tøk hjá kapitaleigarunum á heimstaði felagsins ella á heimasíðu felagsins í seinasta lagi 4 vikur undan, at avgerð um at fremja eina kloyving skal takast uttan so, at kapitaleigararnir í semju avgera, at skjølini ikki skulu leggjast fyri kapitaleigararnar undan aðalfundinum ella á aðalfundinum, sbr. tó stk. 8:
1) Kloyvingarætlanin.
2) Fyri hvørt av verandi kapitalfeløgunum ársfrásagnirnar fyri 3 tey seinastu roknskaparárini, ella fyri ta tíð, sum felagið hevur verið til.
3) Kloyvingarfrágreiðing.
4) Millumjavni.
5) Metingarfrágreiðing um apportinnskot.
6) Ummæli metingarfólksins av ætlaðu kloyvingini, heruppií av eini møguligari kloyvingarætlan.
7) Váttan metingarfólksins um støðuna hjá kravánarunum.
Stk. 8. 1) Kapitaleigarar, sum biðja um tað, skulu uttan gjald hava atgongd til tey skjøl, sum eru nevnd í stk. 7.
§ 264. Í einum innskjótandi kapitalfelagi verður avgerð um kloyving tikin av aðalfundinum við tí meiriluta, sum krevst eftir §§ 106 og 107, og í samsvari við møguligar aðrar fyriskipanir, sum eru ásettar í viðtøkunum um avtøku ella kloyving, sbr. tó § 270. Er kapitalfelagið undir likvidatión, kann avgerð um samanlegging bert verða tikin, um útlutan til kapitaleigararnar ikki er byrjað, og um aðalfundurin samstundis avger at strika likvidatióninina. § 231 um uppafturtøku verður ikki at nýta eftir hetta.
§ 265. 1) Í verandi móttakandi felagnum verður avgerð um kloyving tikin av høvuðsleiðsluni uttan so, at aðalfundurin skal gera viðtøkubroytingar, tó butursæð frá broyting í sambandi við, at navn ella hjánøvn hjá innskjótandi felagnum verða tikin upp sum hjánavn fyri tað móttakandi kapitalfelagið, sbr. tó stk. 2. Er eitt kapitalfelag í likvidatión, kann avgerð um kloyving bert verða tikin, um útlutan til kapitaleigararnar enn ikki er byrjað, og aðalfundurin samstundis tekur avgerð um uppafturtøku av felagnum, sbr. § 231.
Stk. 2. 1) Kapitaleigarar, sum eiga 5% av felagskapitalinum, ella teir kapitaleigarar, sum eftir viðtøkunum, sbr. § 89, kunnu krevja, at aðalfundurin verður kallaður inn, kunnu harumframt í seinasta lagi 2 vikur eftir, at Skráseting Føroya hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu kloyvingina, heruppií eina møgliga kloyvingarætlan, skrivliga krevja, at avgerðin í móttakandi kapitalfelagnum verður gjørd av aðalfundinum.
Stk. 3. Høvuðsleiðslan skal í seinasta lagi 2 vikur eftir, at umbøn um hetta er sett fram, kalla inn til aðalfund.
Stk. 4. Er tað aðalfundurin, sum skal taka avgerðina í framhaldandi móttakandi kapitalfelagnum, verður avgerðin tikin við tí meiriluta, sum krevst eftir § 106.
§ 266. Høvuðsleiðslan í verandi kapitalfeløgum, ið luttaka í kloyvingini, skal á møguligum aðalfundi, har avgerð um fremjan av kloyving skal takast, upplýsa um hendingar av serligum týdningi, heruppií týðandi broytingar í ognum og skyldum, sum eru íkomnar í tíðini millum undirskrivingina av kloyvingarætlanini og aðalfundin.
Stk. 2. 1) Í eini kloyving, har gerð av kloyvingarætlan er vald frá, sbr. § 255, stk. 2, skulu høvuðsleiðslurnar upplýsa um hendingar av týðandi týdningi, heruppií týðandi broytingar í aktivum og skyldum, sum eru farnar fram í tíðini millum fíggjarjavnadagin í ársfrásøgnini, sum felagið seinast hevur latið, og aðalfundin.
Stk. 3. 1) Í eini kloyving, har tað bert luttaka smápartafeløg, skal tað í sambandi við, at tað verður samtykt, at kloyvingin skal fremjast, eisini takast støða til fylgjandi viðurskifti, uttan so at viðkomandi upplýsingar síggjast í eini møguligari kloyvingarætlan, sbr. § 255:
1) Navn á smápartafeløgunum og møgulig hjánøvn, heruppií um navn ella hjánavn hjá innskjótandi felagnum skulu verða tikin upp sum hjánavn fyri eitt móttakandi felag.
2) Býtið av teimum ognum og skyldum, sum fara yvir ella verða verandi í smápartafeløgunum, sum luttaka í kloyvingini.
3) Viðurlagið fyri smápartarnar í tí innskjótandi felagnum, heruppií býtið av hesum.
4) Nær teir smápartar, sum møguliga verða latnir sum viðurgjald, geva rætt til vinningsbýti.
5) Nær rættindi og skyldur í innskjótandi smápartafelagnum roknskaparliga eru at meta sum farin yvir.
6) Viðtøkur, sbr. §§ 28 og 29, um nýtt smápartafelag verður skapt við kloyvingini.
Stk. 4. 1) Er talan um eina kloyving, har einans smápartafeløg luttaka, og har smápartaeigararnir eftir § 255, stk. 2 í semju hava avgjørt, at kloyvingarætlan ikki skal gerast, skulu samlíkar avgerðir verða tiknar í øllum teimum framhaldandi smápartafeløgum við atliti til krøvini í stk. 3. Um hetta ikki er støðan, verður avgerðin um fremjan av kloyvingini at meta sum fallin burtur.
Um møguleikan fyri at krevja samsýning
§ 267. Kapitaleigararnir í innskjótandi kapitafelagnum kunnu krevja samsýning frá kapitalfelagnum, um viðurgjaldið fyri kapitalpartarnar í innskjótandi kapitalfeløgunum ikki er rímiliga og sakliga grundað, og um kapitaleigararnir hava tikið fyrivarni fyri hesum á aðalfundinum, har avgerð um at fremja kloyvingina varð tikin.
Stk. 2. Sakarmál eftir stk. 1 skal reisast í seinasta lagi 2 vikur eftir, at kloyvingin er samtykt í øllum teimum framhaldandi kapitalfeløgunum, sum luttaka í kloyvingini.
Stk. 3. 1) Er fyrivarni tikið eftir stk. 1, kann samtykta kloyvingin í fyrsta lagi verða skrásett eftir, at freistin í stk. 2 er farin uttan so, at metingarfólkini í ummæli sínum um ætlaðu kloyvingina, heruppií viðurgjaldið, sbr. § 259 koma til ta niðurstøðu, at viðurgjaldið fyri kapitalpartanar í innskjótandi kapitalfelagnum er rímiliga og sakliga grundað.
Um rættarvirknaðin av kloyving
§ 268. 1) Kloyvingin verður at meta sum framd, og rættindi og skyldur hjá innskjótandi kapitalfelagnum verða at meta sum farin yvir til móttakandi kapitalfeløgini, sbr. tó stk. 2, tá:
1) Kloyvingin er samtykt í øllum framhaldandi feløgunum, sum luttaka í kloyvingini.
2) Krøv hjá kravánarunum, ið eru fráboðað eftir § 261, eru avgjørd.
3) Kravið hjá kapitaleigarunum um samsýning eftir § 267 er avgjørt, ella tá nøktandi trygd er veitt fyri kravinum. Hava metingarfólk ummælt ætlaðu kloyvingina, heruppií eisini viðurgjaldið, og verður tað í ummælinum mett, at viðurgjaldið er rímiliga og sakliga grundað, skulu metingarfólkini harumframt hava váttað, at tað í avgerandi mun ikki fer at verða funnist at ummæli teirra um viðurgjaldið. Metingarfólkini gera av, um trygdin er nøktandi.
4) Treytirnar í stk. 6 um val av leiðslu og grannskoðara eru loknar.
5) Stjórn er sett, um tað við kloyvingini verða skipað eitt ella fleiri nýggj kapitalfeløg, sum skulu hava eina leiðsluskipan, har evsta leiðslan annaðhvørt er ein nevnd ella eitt eftirlitsráð, sbr. § 111, stk. 1.
Stk. 2. 1) Um rættindi og skyldur hjá innskjótandi kapitalfelagnum roknskaparliga verða mett at vera farin yvir til móttakandi kapitalfeløgini eftir, at avgerðin um at fremja kloyvingina er tikin, fær kloyvingin rættarvirknað, sbr. 2. og 3. pkt., tá ið roknskaparligi virknaðurin tekur við. Roknskaparligi virknaðurin kann ikki taka við seinni enn 2 vikur eftir avgerðina um at fremja kloyvingina, tó ikki eftir, at kloyvingin er skrásett ella fráboðað til skrásetingar. Fyri luttakandi kapitalfeløgini skulu bæði roknskaparligi virknaðurin og avgerðin um at fremja samanleggingina ávikavist fáa virknað og verða tikin í sama roknskaparári.
Stk. 3. 1) Tá treytirnar eftir stk. 1 og 2 eru loknar, verða kapitaleigararnir í innskjótandi kapitalfelag, sum fáa viðurgjald við kapitalpørtum, kapitaleigarar í einum ella fleiri av móttakandi kapitalfeløgunum.
Stk. 4. 1) Viðurgjald kann ikki veitast fyri kapitalpartar í innskjótandi kapitalfelagnum, sum er ogn hjá kapitalfeløgunum, sum luttaka í kloyvingini. § 31 og § 153, stk. 2 verða at nýta samsvarandi við kloyving.
Stk. 5. 1) Kapittul 3 um stovnan, kapittul 10 um at hækka kapitalin og kapittul 14 um at avtaka kapitalfelagið verða ikki at nýta í sambandi við eina kloyving uttan so, at tað skilst á ásetingunum um kloyving, sbr. §§ 254-270.
Stk. 6. 1) Verður eitt nýtt kapitalfelag skapað við kloyvingini, og verða høvuðsleiðsla og grannskoðari ikki vald beint eftir, at aðalfundurin hevur samtykt kloyvingina, skal í seinasta lagi 2 vikur eftir hetta verða hildin aðalfundur í nýggja kapitalfelagnum, har evsta leiðsla og møguligur grannskoðari verða vald. Aðalfundurin skal harumframt taka avgerð um, hvørt komandi ársroknskapir kapitalfelagsins skulu verða grannskoðaðir, um kapitalfelagið ikki er fevnt av grannskoðanarskylduni eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu.
Um fráboðan um fremjan av kloyving
§ 269. 1) Samtykta kloyvingin skal fyri hvørt kapitalfelag verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. § 9, hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at kloyving er samtykt í øllum teimum framhaldandi feløgunum, sum luttaka í kloyvingini. Hvørt av teimum móttakandi kapitalfeløgunum kann skráseta ella fráboða kloyvingina vegna luttakandi kapitalfeløgini. Við skrásetingini ella fráboðanini skulu vera skjølini, nevnd í § 263, stk. 7, nr. 3-7. Samtykta kloyvingin kann í fyrsta lagi verða skrásett, tá kloyvingin hevur fingið rættarvirknað eftir § 268, stk. 1 og 2.
Stk. 2. 1) Samtykta kloyvingin skal verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. § 9, í seinasta lagi tá ið freistin at senda inn ársfrásøgnina fyri tað tíðarskeið, tá kloyvingin fær roknskaparligan virknað, fer, tó í seinasta lagi 1 ár eftir, at Skráseting Føroya sambært § 262, stk. 5, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu kloyvingina. Verður farið út um aðra av hesum freistum, er avgerðin um at fremja kloyvingina ikki longur galdandi, og ein møgulig kloyvingarætlan eftir § 255 verður mett at vera fallin burtur.
Stk. 3. Um eitt kapitalfelag, sum verður skapað sum liður í eini kloyving, ger eina avtalu, áðrenn kapitalfelagið er skrásett, og er avtaluparturin vitandi um, at kapitalfelagið ikki er skrásett, kann avtaluparturin, uttan so at annað er avtalað, slíta avtaluna, um ikki skráseting ella fráboðan til skráseting er Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi, tá freistin í stk. 2. fer, ella um skráseting verður noktað. Var avtaluparturin ikki vitandi um, at kapitalfelagið ikki var skrásett, kann hesin slíta avtaluna, so leingi kapitalfelagið ikki er skrásett. § 41, stk. 1, 2. pkt. verður at nýta samsvarandi.
Stk. 4. §§ 42-44 verða at nýta samsvarandi, um eitt partafelag, sum verður skapað sum partur av eini kloyving, ognar sær fíggjarvirði frá einum kapitaleigara, sum felagið kennir, í upp til 24 mánaðir eftir, at felagið er skrásett.
Einfaldari mannagondir fyri loddrættar kloyvingar 1)
§ 270. Eru øll partabrøv í innskjótandi felagnum ogn hjá móttakandi kapitalfeløgunum, t.e. loddrætt kloyving, kann samtykt um kloyving í innskjótandi kapitalfelagnum verða gjørd av høvuðsleiðsluni. Annars verða § 255, stk. 1 og 2 og stk. 3, nr. 1-3, 7, 8 og 10-12, og stk. 4, §§ 256, 257 og 260- 263, § 264, 2. og 3. pkt., og §§ 265, 266, 268 og 269 at nýta samsvarandi í sambandi við loddrættar kloyvingar.
Stk. 2. 1) Íkoma við kloyvingini eitt ella fleiri nýggj kapitalfeløg, og verða kapitalpartarnir í hesum feløgunum latnir kapitaleigarunum í innskjótandi felagnum lutfalsliga við teirra kapitalpartar í innskjótandi felagnum ella atkvøður í innskjótandi felagnum, verða ásetingarnar í §§ 256, 257 og 259 og § 266, stk. 1 ikki nýttar.
Kapittul 16
Umskapan
Um at umskapa smápartafelag til partafelag
§ 271. 1) Smápartaeigararnir kunnu við tí meiriluta, sum krevst til viðtøkubroyting, samtykkja at umskapa eitt smápartafelag til partafelag. Smápartaeigararnir skulu, áðrenn avgerð um umskapan verður tikin, verða kunnaðir um eina metingarfrágreiðing, sum verður gjørd eftir §§ 36-37, ávikavist ein leiðsluváttan eftir reglunum í § 38. §§ 42-44 verða at nýta samsvarandi ognanir eftir umskapanaravgerðina. Umskapan kann verða framd uttan samtykki frá kravánarunum. § 31 verður nýtt samsvarandi í sambandi við umskapan av smápartafelag til partafelag.
Stk. 2. Fráboðan um umskapanaravgerðina skal í seinasta lagi 2 vikur eftir avgerðina sendast øllum smápartaeigarum, sum ikki hava luttikið í avgerðini.
§ 272. Umskapan av smápartafelagi til partafelag verður mett sum framd, tá viðtøkur felagsins eru broyttar soleiðis, at tær lúka krøvini fyri partafeløg og tá umskipanin er skrásett í kt-skipan Skráseting Føroya.
Um at umskapa partafelag til smápartafelag
§ 273. Aðalfundurin kann við tí meiriluta, sum krevst til viðtøkubroyting í einum felagi, samtykkja at umskapa eitt partafelag til eitt smápartafelag. Umskapan kann verða framd uttan samtykki frá kravánarunum.
Stk. 2. Fráboðan um umskipanaravgerðina skal í seinasta lagi 2 vikur eftir samtykkjanina sendast øllum partaeigarum, sum ikki hava luttikið í avgerðini.
§ 274. Um skipanin av einum partafelagi til smápartafelag verður mett sum framd, tá viðtøkur felagsins eru broyttar soleiðis, at tær lúka krøvini fyri smápartafeløg, og tá umskapanin er skrásett í kt-skipan Skráseting Føroya.
Um at umskapa partafelag til partnarafelag
§ 275. Aðalfundurin kann við tí meiriluta, sum krevst til viðtøkubroyting, samtykkja at umskapa eitt partafelag til eitt partnarafelag. Umskapan kann verða framd uttan samtykki frá kravánarunum.
Stk. 2. Fráboðan um umskapanaravgerðina skal í seinasta lagi 2 vikur eftir avgerðina sendast øllum uppskrivaðum partaeigarum, umframt til teir inngangandi fult ábyrgdu luttakararnar.
Stk. 3. Umskapanin av partafelagi til partnarafelag verður mett sum framd, tá viðtøkur felagsins eru broyttar soleiðis, at tær lúka krøvini fyri partnarafeløg, og tá umskipanin er skrásett í kt-skipan Skráseting Føroya.
Um at umskapa partnarafelag til partafelag
§ 276. 1) Aðalfundurin kann við tí meiriluta, sum krevst til viðtøkubroyting, og við samtykki frá teimum fult ábyrgdu luttakarunum, samtykkja at umskapa eitt partnarafelag til eitt partafelag. Umskapan kann verða framd uttan samtykki frá kravánarunum. Aðalfundurin skal, áðrenn avgerð um umskapan verður tikin, verða kunnaður um eina metingarfrágreiðing, sum verður gjørd eftir §§ 36-37, ávikavist ein leiðsluváttan eftir reglunum í § 38. §§ 42-44 verða at nýta samsvarandi fyri ognanir eftir umskapanaravgerðina. § 31 verður nýtt samsvarandi í sambandi við umskapan av partnarafelag til partafelag.
Stk. 2. Fráboðan um umskapanaravgerðina skal í seinasta lagi 2 vikur eftir avgerðina sendast øllum felagsluttakarum, sum ikki hava luttikið í avgerðini.
Stk. 3. Umskapanin av einum partnarafelag til eitt partafelag verður mett sum framd, tá viðtøkur felagsins eru broyttar soleiðis, at tær lúka krøvini fyri partafeløg, og tá umskipanin er skrásett í kt-skipan Skráseting Føroya.
Stk. 4. Tá eitt partnarafelag verður umskapað til eitt partafelag heftir hin fult ábyrgdi luttakarin eftir umskapanina framhaldandi fyri skyldum, sum eru stovnaðar áðrenn umskapanina.
Um at umskapa lutafelag til partafelag 3)
§ 277. Í einum lutafelagi við avmarkaðari ábyrgd kann tann stovnur, sum hevur heimild at broyta viðtøkurnar, samtykkja at umskapa felagið til eitt partafelag, sbr. §§ 278-289. Umskapan kann verða framd uttan samtykki frá kravánarunum.
Um umskapanarætlan
§ 278. 1) 3) Høvuðsleiðslan í lutafelagnum stovnar og undirskrivar í felag eina umskapanarætlan, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. 1) 3) Lutaeigararnir kunnu í semju avgera, at ein umskapanarætlan ikki skal gerast, sbr. tó § 287, stk. 2 og 3.
Stk. 3. 1) Umskapanarætlanin skal innihalda upplýsingar og ásetingar um
1) navn og møgulig hjánøvn lutafelagsins fyri og eftir umskapanina,
2) heimstað lutafelagsins,
3) viðurgjaldið til lutaeeigararnar,
4) nær partabrøvini í partafelagnum geva rætt til vinningsbýti,
5) tey rættindi í partafelagnum, sum verða givin teimum, sum møguliga hava eigarapartar og skuldarbrøv við serligum rættindum í lutatafelagnum fyri umskapanina,
6) aðrar møguligar fyriskipanir til fyrimuns fyri tey, sum hava teir í nr. 5 nevndu eigarapartar og skuldarbrøv,
7) skráseting av partabrøvum, sum verða veitt sum viðurgjald, umframt møguliga latan av partabrøvum,
8) ein og hvønn serligan fyrimun, ið sum partur av umskapanini verður givin limunum í leiðslu felagsins, og
9) uppskot til viðtøkur, sbr. §§ 28 og 29, fyri partafelagið eftir umskapanina.
Um umskapanarfrágreiðing
§ 279. 1) 3) Høvuðsleiðslan í lutafelagnum skal gera eina skrivliga frágreiðing, har greitt verður frá og grundgivið fyri umskapanini, heruppií eini møguligari umskapanarætlan, sbr. tó stk. 2. Frágreiðingin skal innihalda upplýsing um ásetanina av viðurgjaldinum til lutaeigararnar, heruppií serligir trupulleikar í sambandi við ásetanina.
Stk. 2. Lutaeigararnir kunnu í semju gera av, at umskapanarfrágreiðing ikki skal gerast.
Um millumjavnan
§ 280. 1) Er umskapanarætlanin undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn ella undantaksváttan viðvíkur, er liðið, skal millumjavni gerast, sbr. tó stk. 4.
Stk. 2. 1) Er talan um eina umskapan, har umskapanarætlan ikki er gjørd, sbr. § 326, stk. 2, skal tað fyri viðkomandi smápartafelag gerast ein millumjavni, um avgerðin um ikki at gera eina umskapanarætlan er tikin meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn ella undantaksváttan viðvíkur, er liðið, sbr. tó stk. 4.
Stk. 3. 1) Millumjavnin, sum skal gerast í samsvari við tær reglur, sum smápartafelagið ger ársfrásøgn eftir, má ikki hava ein uppgerðardag, sum er meira enn 3 mánaðir fyri, at umskapanarætlanin verður undirskrivað. Millumjavnin skal vera grannskoðaður, um smápartafelagið er fevnt av grannskoðanarskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu.
Stk. 4. 1) Uttan mun til um ein møgulig umskapanarætlan er undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn ella undantaksváttan smápartafelagsins viðvíkur, er liðið, kunnu smápartaeigararnir í semju avgera, at ein millumjavni skal ikki gerast.
Um metingarfrágreiðing um apportinnskot
§ 281. Sum partur av umskapanini skal fáast til vega ein frágreiðing frá einum metingarfólki. Metingarfólkið verður tilnevnt eftir § 37, stk. 1. § 37, stk. 2 og 3 vera at nýta samsvarandi fyri viðurskifti metingarfólksins til lutafelagið, sum skal verða umskapað.
Stk. 2. Metingarfrágreiðingin skal innihalda
1) eina lýsing av einstøku innskotunum,
2) upplýsingar um nýtta framferðarháttin í sambandi við metingina,
3) tilskilan av ásetta viðurgjaldinum og
4) váttan um, at ásetta virðið í minsta lagi samsvarar við tað avtalaða viðurgjaldið, heruppií møguligt áljóðandi virðið av teimum partabrøvum, sum verða skrivað út, við møguligum yvirkursi løgdum afturat.
Stk. 3. Metingarfrágreiðingin skal ikki vera gjørd meira enn 3 mánaðir frammanundan, at umskapanin møguliga verður samtykt, sbr. § 245. Verður farið út um freistina, kann umskapanin ikki verða samtykt við gildi.
Um ummæli frá metingarfólki av ætlaðu umskapanini, heruppií eini møguligari umskapanarætlan 1)
§ 282. 1) Eitt ella fleiri óheft sakkøn metingarfólk gera skrivligt ummæli av umskapanarætlanini, heruppií um viðurgjaldið, sbr. stk. 4. Í eini umskapan, har umskapanarætlanin er vald frá, sbr. § 278, stk. 2, skal metingarfólkið geva eitt skrivligt ummæli av ætlaðu umskapanini, heruppií viðurlagnum, sbr. stk. 4. Lutahavararnir kunnu í semju avgera, at tað ikki skal gerast eitt ummæli frá metingarfólki um ætlaðu umskapanina.
Stk. 2. Metingarfólkini verða tilnevnd eftir § 37, stk. 1.
Stk. 3. § 37, stk. 2 og 3 vera at nýta samsvarandi fyri viðurskifti metingarfólksins til lutafelagið, sum skal verða umskapað.
Stk. 4. Ummælið skal innihalda eina váttan um, hvørt viðurgjaldið til lutaeigararnar í lutafelagnum er rímiliga og sakliga grundað. Váttanin skal tilskila tann framferðarhátt ella teir framferðarhættir, sum eru nýttir í sambandi við ásetanina av viðurgjaldinum, og um hetta er hóskandi. Váttanin skal harumframt tilskila tey virði, sum framferðarhættirnir hvør sær hava við sær og tann týdning, sum hvør framferðarháttur hevur í mun til hinar, tá virðið verður ásett. Hava serligir trupulleikar verið í sambandi við virðisásetanina, skulu hesir nevnast í váttanini.
Um váttan frá metingarfólki um støðuna hjá kravánarunum
§ 283. 1) Metingarfólkini skulu, umframt tað í § 282 nevnda ummælið, harumframt geva ein váttan um, hvørt tað kann metast, at kravánarar lutafelagsins eru tryggjaðir nóg væl eftir umskapanina í mun til felagisins verandi støðu. Lutaeigararnir kunnu tó í semju avgera, at slík váttan ikki skal gerast um støðuna hjá kravánarunum.
Um møguleikarnar hjá kravánarunum at fráboða krøv síni
§ 284. 1) Um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. § 283, koma til ta niðurstøðu, at kravánararnir í lutafelagnum ikki eru tryggjaðir nóg væl eftir umskapnina, ella er váttan um støðuna hjá kravánarunum ikki gjørd, kunnu kravánarar, hvørs fíggjarkrøv eru stovnað áðrenn almannakunngering Skráseting Føroya eftir § 285, í seinasta lagi 4 vikur eftir almannakunngeringina fráboða síni fíggjarkrøv til felagið. Fráboðast kunnu tó ikki tey fíggjarkrøv, har nøktandi trygd er veitt.
Stk. 2. Fyri fráboðað fíggjarkrøv, ið eru fallin til gjaldingar, kann verða kravt, at tey verða útloyst, og fyri fráboðað fíggjarkrøv, ið ikki eru fallin til gjaldingar, kann verða kravd nøktandi trygd.
Stk. 3. Er ikki annað prógvað, er trygd eftir stk. 2 ikki neyðug, um útloysanin av fíggjarkrøvunum er tryggjað við einari skipan við heimild í lóg.
Stk. 4. Er ósemja millum felagið og fráboðaðar kravánarar, um trygd skal verða veitt, ella um ein boðin trygd er nøktandi, kunnu báðir partar í seinasta lagi 2 vikur eftir, at fíggjarkravið er fráboðað, leggja málið fyri skiftirættin.
Stk. 5. Kravánari kann ikki, við bindandi virknaði við teirri avtalu, sum er grundarlag undir fíggjarkravinum, frásiga sær rættin til at krevja trygd eftir stk. 2.
Stk. 6. 1) (Strikað).
Innlatan av upplýsingum um ætlaðu umskapanina, heruppií møgulig umskapanarætlan og møgulig váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna 1)
§ 285. 1) Skráseting Føroya skal í seinasta lagi 4 vikur eftir, at møgulig umskapanarætlan er undirskrivað, hava móttikið eitt avrit av umskapanarætlanini, sbr. tó stk. 2. Verður farið út um freistina, kann móttøkan av umskapanarætlanini ikki almannakunngerast, og umskapanin kann tí ikki samtykkjast.
Stk. 2. 1) Hevur smápartafelagið avgjørt ikki at gera eina umskapanarætlan, sbr. § 278, stk. 2, skal boðast Skráseting Føroya frá hesum saman við upplýsingum um navn og skrásetingartal smápartafelagsins.
Stk. 3. 1) Váttan frá metingarfólkunum um støðu kravánaranna, sbr. § 283, 1. pkt., skal sendast Skráseting Føroya, sbr. tó stk. 4.
Stk. 4. 1) Er møguleikin brúktur at velja váttan frá metingarfólkunum um støðu kravánaranna frá, sbr. § 283, 2. pkt., skal boðast Skráseting Føroya frá hesum saman við upplýsingum um navn og v-tal smápartafelagsins.
Stk. 5. 1) Móttøkan av upplýsingum og møguligum skjølum, sbr. stk. 1-4, verður almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya. Hava kravánararnir rætt at fráboða krøv síni, sbr. § 284, skal hetta upplýsast í almannakunngerðingini frá Skráseting Føroya.
Stk. 6. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur, tá ið smápartafeløg almannakunngera møguliga umskapanarætlan og møgulig skjøl, ið fylgja við.
Um avgerðina um at fremja umskapan
§ 286. 1) Avgerðin um at fremja eina umskapan kann í fyrsta lagi takast 4 vikur eftir, at Skráseting Føroya, sbr. § 285, stk. 5 hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu umskapanina, sbr. tó stk. 2 og 3. Um almannakunngjørt er viðvíkjandi § 285, stk. 1 ella 2, og viðvíkjandi § 333, stk. 3 ella 4, hvør sær, verður freistin í 1. pkt. roknað frá seinnu almannakunngeringini.
Stk. 2. 1) Um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. § 285, meta, at kravánararnir í partafelagnum eru tryggjaðir á nøktandi hátt eftir umskapanina, kunnu smápartaeigararnir í semju, eftir at Skráseting Føroya, sbr. § 285, stk. 5, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu umskapanina, avgera at víkja frá freistini eftir stk. 1.
Stk. 3. 1) Í eini umskapan, har eingin umskapanarætlan er gjørd, sbr. § 278, stk. 2, verður ikki kravt, at Skráseting Føroya skal hava almannakunngjørt eftir § 285, stk. 5, áðrenn smápartaeigararnir kunnu avgera at fremja umskapanina, um metingarfólk hava gjørt eina váttan um støðu kravánaranna, sbr. § 283, og um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna meta, at kravánararnir í smápartafelagnum eru tryggjaðir á nøktandi hátt eftir umskapanina.
Stk. 4. 1) Kravánarar, sum biðja um tað, skulu hava upplýsing um, nær avgerð verður tikin um møguliga fremjan av umskapanini.
Stk. 5. 1) Fremjanin av umskapanini skal vera í samsvari við umskapanarætlanina, um ein umskapanarætlan er gjørd. Verður umskapanin ikki samtykt í samsvari við eina møguliga almannakunngjørda umskapanarætlan, verður uppskotið mett sum fallið burtur.
Stk. 6. 1) 3) Hesi skjøl skulu, um tey eru gjørd, vera tøk hjá lutaeigarunum á heimstaði felagsins ella á heimasíðu felagsins í seinasta lagi 4 vikur undan, at avgerð um at fremja eina umskipan skal takast uttan so, at lutaeigararnir í semju avgera, at skjølini ikki skulu leggjast fyri lutaeigararnar undan aðalfundinum ella á aðalfundinum, sbr. tó stk. 7:
1) Umskapanarætlanin.
2) Góðkendu ársfrásagnir lutafelagsins 3 tey seinastu roknskaparárini, ella fyri ta tíð, sum felagið hevur verið til.
3) Umskapanarfrágreiðing.
4) Millumjavni.
5) Metingarfrágreiðing um apportinnskot.
6) Ummæli metingarfólksins av ætlaðu umskapanini, heruppií av eini møguligari umskapanarætlan.
7) Váttan metingarfólksins um støðuna hjá kravánarunum.
Stk. 7. 1) 3) Lutaeigarar, sum biðja um tað, skulu uttan gjald hava atgongd til tey skjøl, sum eru nevnd í stk. 6.
§ 287. 1) 3) Avgerð um umskapan verður tikin av felagsstovni, sum hevur heimild at broyta viðtøkurnar. Avgerðin verður tikin við tí fleirtali, sum krevst fyri at taka avgerð um at strika felagið, tó í minsta lagi við undirtøku av 4/5 av lutaeigarunum ella atkvøðunum hjá hesum, tá ið atkvøðugreiðsla fer fram við støði í umsetningi ella tílíkum. Er lutafelagið í likvidatión, kann avgerð um umskapan einans takast, um útlutan til lutaeigararnar ikki er byrjað, og um lutaeigararnir samstundis avgera at enda likvidatiónina. § 31 verður at nýta samsvarandi, tá ið eitt lutafelag verður umskapað til eitt partafelag.
Stk. 2. 1) 3) Í eini umskapan, har avgjørt er ikki at gera eina umskapanarætlan, sbr. § 278, stk. 2, skal høvuðsleiðslan upplýsa um týðandi viðurskifti, undir hesum um munandi broytingar í ognum og skyldum, sum eru farnar fram í tíðarskeiðinum millum fíggjarjavnadagin í seinastu ársfrásøgn ella undantaksváttan og aðalfundin.
Stk. 3. 1) 3) Um umskapanarætlan ikki verður gjørd, sbr. § 326, skal støða takast til hesi viðurskifti í sambandi við, at umskapanin verður samtykt:
1) Navn og møgulig hjánøvn lutafelagsins.
2) Viðurgjaldið fyri partarnar í umskapaða lutafelagnum.
3) Nær partabrøvini, sum møguliga verða latin sum viðurgjald, geva rætt til vinningsbýtið.
4) Viðtøkur, sbr. §§ 28 og 29.
Stk. 4. 1) Høvuðsleiðsla lutafelagsins skal á tí fundi, har avgerð um fremjan av umskipanini verður tikin, upplýsa um hendingar av serligum týdningi, heruppií týðandi broytingar í ognum og skyldum, sum eru íkomnar eftir, at umskapanarætlanin er undirskrivað.
Stk. 5. 1) Fráboðan um umskipanina skal í seinasta lagi 2 vikur eftir avgerðina verða givin øllum lutaeigarum.
Stk. 6. 1) Verða høvuðsleiðsla og møguligur grannskoðari ikki vald beint eftir, at avgerð um fremjan av umskipanini er tikin, skal í seinasta lagi 2 vikur eftir hetta verða hildin aðalfundur í partafelagnum, har vald verður leiðsla og møguligur grannskoðari. Lutaeigararnir skulu, antin í sambandi við umskipanina ella á hesum seinna aðalfundinum, taka avgerð um, hvørt komandi ársroknskapir felagsins skulu verða grannskoðaðir, um felagið ikki er fevnt av grannskoðanarskylduni eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu.
Um møguleika at krevja samsýning
§ 288. Lutaeigararnir kunnu krevja samsýning frá felagnum, um viðurgjaldið til lutaeigararnar ikki er rímiliga og sakliga grundað, og um lutaeigararnir hava tikið fyrivarni fyri hesum á fundinum, har avgerð um fremjanina av umskapanini varð tikin.
Stk. 2. Sakarmál eftir stk. 1 skal leggjast í seinasta lagi 2 vikur eftir, at umskapanaravgerðin er tikin.
Stk. 3. Er fyrivarni tikið eftir stk. 1, kann fráboðanin um fremjanina av umskapanini í fyrsta lagi verða skrásett eftir, at freistin í stk. 2 er farin uttan so, at metingarfólkini í ummæli sínum um ætlanina, heruppií viðurgjaldið, sbr. § 282, koma til ta niðurstøðu, at viðurgjaldið til lutaeigararnar er rímiliga og sakliga grundað.
Um at skráseta fremjan av umskapan
§ 289. 1) 3) Samtykta umskapanin skal fyri lutafelagið verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. § 9, hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at umskapanin er samtykt. Við skrásetingini ella fráboðanini skulu vera skjølini, nevnd í § 286, stk. 6, nr. 3-7, um tey eru gjørd.
Stk. 2. 1) Samtykta umskapanin skal verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. § 9, í seinasta lagi 1 ár eftir, at Skráseting Føroya eftir § 285, stk. 5 hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu umskapanina. Verður farið út um freistina, er avgerðin um at fremja umskipanina ikki longur galdandi, og ein møgulig umskapanarætlan eftir § 278 verður mett at vera fallin burtur.
Stk. 3. 1) 3) Ein umskapan frá lutafelagi til partafelag kann skrásetast, tá ið:
1) Lutaeigararnir hava avgjørt at umskapa, sbr. § 287, stk. 1.
2) Krøvini hjá kravánarunum, ið eru fráboðað eftir § 284, eru avgjørd.
3) Treytirnar í § 287, stk. 6 um val av leiðslu og grannskoðara eru loknar.
4) Krøvini í § 287, stk. 6 um samsýning eftir § 288 eru avgjørd uttan so, at nøktandi trygd er veitt fyri kravinum. Hava metingarfólk ummælt ætlaðu umskapanina, heruppií eisini viðurgjaldið, og verður tað í ummælinum mett, at viðurgjaldið er rímiliga og sakliga grundað, skulu metingarfólkini harumframt hava váttað, at tað í avgerandi mun ikki fer at verða funnist at ummæli teirra um viðurgjaldið. Metingarfólkini gera av, um trygdin er nøktandi.
5) Ein stjórn er sett.
Stk. 4. 1) 3) Umskapan av einum lutafelag til partafelag verður mett at vera framd, tá ið viðtøkur felagsins eru broyttar soleiðis, at tær lúka krøvini fyri partafeløg, og tá ið umskapanin er skrásett í kt-skipan Skráseting Føroya.
Stk. 5. 1) Upptøkan í eigarabókina og møgulig latan av partabrøvum má ikki fara fram, fyrr enn umskapanin er skrásett.
Stk. 6. 1) Eru 3 ár liðin eftir umskapanina, uttan at øll, sum hava rætt til tess, hava biðið um at vera upptikin í eigarabók felagsins, kann høvuðsleiðslan við eini almannakunngering í kt-skipan Skráseting Føroya heita á hesi um at venda sær til felagið innan fyri 6 mánaðir. Um eingin hevur vent sær til felagið, tá ið freistin er farin, kann nevndin fyri rokning partaeigaranna avhenda partabrøvini. Felagið kann draga kostnaðin av almannakunngeringini og avhendanini frá søluvinninginum. Er søluvinningurin ikki heintaður í seinasta lagi 3 ár eftir avhendanina, fellur upphæddin til felagið.
Stk. 7. 1) §§ 42-44 verða at nýta samsvarandi, um umskapaða partafelagið ognar sær ognarvirði frá einum partaeigara, sum er felagnum kunnugur, í upp til 24 mánaðir eftir, at umskapanin er skrásett.
Kapittul 17
Um yvirtøkutilboð í partafeløgum, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði ella multilateralur handilsfasilitetur 1)
§ 290. 1) Ásetingarnar í hesum kapitli eru galdandi fyri partafeløg, sum hava ein ella fleiri partabrævaflokkar við atknýttum atkvøðurættindum upptikin til handils á multilateralur handilsfasilitetur ella einum øðrum marknaði í einum ES- ella EBS-landi, sbr. tó § 292, stk. 4.
Um at taka aðalfundin við
§ 291. Aðalfundurin kann samtykkja at seta í verk eina skipan, soleiðis at høvuðsleiðslan í einum partafelag, hvørs partabrøv eru partur av einum yvirtøkutilboði, sbr. 8. kapittul í lov om værdipappirhandel m.v., skal fáa til vega góðkenning aðalfundsins, áðrenn sett verður í verk tiltak, sum kann forða fyri einum tilboði, tó burtursæð frá avgerð um at kanna møguleikarnar fyri øðrum tilboðum.
Stk. 2. Aðalfundurin tekur avgerð eftir stk. 1 í samsvari við krøvini til atkvøðumeiriluta, sum eru ásett í § 106, stk. 1. Avgerðin skal harumframt lúka tær forskriftir, sum eru ásettar í viðtøkum partafelagsins sbrt. § 106, stk. 1. Sama er galdandi, um avgerðin seinni verður broytt.
Stk. 3. Góðkenning aðalfundsins, sbr. stk. 1, er kravd frá tí løtu tilboðsgevari almannakunnger avgerð um, at eitt yvirtøkutilboð fer at verða sett fram, og til úrslitið av tilboðnum er tøkt og er almannakunngjørt eftir reglunum í 8. kapitli í lov om værdipappirhandel m.v., ella til tilboðið er fallið burtur. Góðkenning aðalfundsins skal eftir hetta fáast til vega, hóast talan er um tiltøk, sum eru samtykt, áðrenn høvuðsleiðslan hevur tikið ímóti upplýsing um yvirtøkutilboðið.
Stk. 4. Hóast ásetingina í § 94, stk. 2, og hóast viðtøkurnar áseta eina longri freist, kann høvuðsleiðsla partafelagsins kalla inn aðalfundin við eini freist upp á í minsta lagi 2 vikur við tí endamáli at fáa til vega góðkenning aðalfundsins til tiltøk eftir stk. 1.
Stk. 5. Hevur aðalfundurin í einum partafelag sett í verk eina skipan um at aðalfundurin skal takast uppí, sbr. stk. 1, kann aðalfundurin avgera, at henda skipan bert verður at nýta, um partabrøv partafelagsins gerast partur av einum tilboði frá einum felagi í einum ES- ella EBS-landi, sum hevur sett samsvarandi skipan í verk, ella sum beinleiðis ella óbeinleiðis verður stýrt av einum móðurfelag, sbr. §§ 6 og 7, sum hevur sett samsvarandi skipan í verk.
Stk. 6. 1) Partafelagið skal skjótast til ber fráboða aðalfundaravgerðina um at seta í verk eina skipan eftir stk. 1 til Skráseting Føroya og til eftirlitsmyndugleikarnar í einum ES- ella EBS-landi, har partabrøv partafelagsins eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði ella á multilateralur handilsfasilitetur, ella har søkt er um upptøku til handils. Upplýsing um avgerð aðalfundsins verður almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya.
Um fyribils avtøku av serligum rættindum
§ 292. Aðalfundurin kann samtykkja at seta í verk eina skipan, har serlig rættindi og avmarkingar, sum eru knýttar at tí at hava partabrøv í einum partafelag ella at einstaka partabrævinum, fyribils verða tikin av, um partabrøv partafelagsins gerast partur av einum yvirtøkutilboði, sbr. 8. kapittul í lov om værdipappirhandel m.v.
Stk. 2. Aðalfundurin tekur avgerð eftir stk. 1 í samsvari við krøvini til atkvøðumeiriluta, sum eru ásett í § 106, stk. 1. Avgerðin skal harumframt lúka tær forskriftir, sum eru ásettar í viðtøkum partafelagsins eftir § 106, stk. 1. Eru fleiri partabrævaflokkar í partafelagnum, skal avgerðin eisini lúka krøvini til atkvøðumeiriluta, sum eru ásett í § 107, stk. 3. Sama er galdandi, um avgerðin seinni verður broytt.
Stk. 3. 1) Partafelagið skal skjótast til ber fráboða avgerð aðalfundsins um slíka skipan til Skráseting Føroya og til eftirlitsmyndugleikarnar í einum ES- ella EBS-landi, har partabrøv partafelagsins eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði ella á multilateralur handilsfasilitetur, ella har søkt er um upptøku til handils. Upplýsing um samtykt aðalfundsins verður almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya.
Stk. 4. Stk. 1-3 verða ikki at nýta fyri partafeløg, har landið hevur partabrøv við atkvøðurætti, og har serlig rættindi eru knýtt at hesum.
Um rættarvirknaðin av fyribils avtøku
§ 293. Samtykt aðalfundsins um fyribils avtøku eftir § 292, stk. 1 hevur við sær, at avmarkingar í rættinum at avhenda ella ogna sær partabrøv, sum eru ásettar í viðtøkum partafelagsins ella eftir avtalu, ikki kunnu gerast galdandi mótvegis tilboðsgevara í tilboðstíðarskeiðnum, sbr. tó § 294, stk. 1. Hevur tilboðsgevari sett fram serligar treytir í tilboðsskjalinum, er fyribils avtøkan galdandi fyri nevndu avmarkingar, til tilboðsgevari í samsvari við tilboðsskjalið hevur tikið støðu til, um tilboðið kann verða framt.
Stk. 2. Á tí aðalfundi, sum er fevndur av § 291, hevur avgerðin um fyribils avtøku eftir § 292, stk. 1, við sær
1) at atkvøðuavmarkingar, sum eru ásettar í viðtøkum partafelagsins ella við heimild í avtalu, ikki kunnu gerast galdandi, sbr. tó § 294, stk. 2, og
2) at partabrøv, sum eftir viðtøkum partafelagsins, sbr. § 46, stk. 1, ella við heimild í avtalu, hava fingið størri atkvøðuvirði, bert geva atkvøðurætt í mun til partin á partabrævinum av samlaða kapitalinum, sum hevur atkvøðurætt, sbr. tó § 294, stk. 2.
Stk. 3. Á tí aðalfundi, sum er fevndur av § 295, hevur samtyktin um fyribils avtøku eftir § 292, stk. 1, við sær
1) at atkvøðuavmarkingar, sum eru ásettar í viðtøkum partafelagsins ella við heimild í avtalu, ikki kunnu gerast galdandi, sbr. tó § 294, stk. 2,
2) at partabrøv, sum eftir viðtøkum partafelagsins, sbr. § 46, stk. 1, ella við heimild í avtalu, hava fingið størri atkvøðuvirði, bert geva atkvøðurætt í mun til partin á partabrævinum av samlaða kapitalinum, sum hevur atkvøðurætt, sbr. tó § 294, stk. 2, og
3) at serlig rættindi hjá ávísum partaeigarum at tilnevna limir í leiðsluna eftir viðtøkum partafelagsins ikki kunnu gerast galdandi.
Stk. 4. Aðalfundurin kann samtykkja, at stk. 1-3 einans vera at nýta, um partabrøv partafelagsins gerast partur av einum tilboði frá einum partafelag í einum ES- ella EBS- landi, sum hevur tikið samsvarandi avgerð um fyribils avtøku, ella sum beinleiðis ella óbeinleiðis verður stýrt av einum móðurfelag, sum hevur tikið samsvarandi avgerð um fyribils avtøku av serligum rættindum ella avmarkingum, sum eru knýtt at partabrævahavanini ella at einstaka partabrævinum.
§ 294. Avtalur um avmarkingar í rættinum at avhenda ella ogna sær partabrøv, sum eru gjørdar áðrenn 31. mars 2004, kunnu, hóast ásetingina í § 292, stk. 1, gerast galdandi mótvegis tilboðsgevara.
Stk. 2. Avtalur um útinnan av atkvøðurætti, sum eru gjørdar áðrenn 31. mars 2004, kunnu, hóast ásetingina í § 292, stk. 1, gerast galdandi á aðalfundum, sum eru fevndir av §§ 291 og 295.
Um viðtøkubroytingar sum framhald av gjøgnumførdum yvirtøkutilboð
§ 295. Ein tilboðsgevari, sum hevur ognað sær 75% ella meira av kapitalinum við atkvøðurætti í einum partafelagi, sum hevur tikið avgerð um fyribils avtøku eftir § 292, stk. 1, kann áleggja høvuðsleiðsluni at kalla inn til aðalfund eftir, at tilboðið er endað, við tí endamálinum at broyta viðtøkurnar og tilnevna og skifta út limir í leiðslu felagsins. Til henda fyrsta aðalfund kann verða kallað inn við eini freist, sum er í minsta lagi 2 vikur, hóast ásetingina í § 94, stk. 2, og hóast viðtøkurnar áseta eina longri freist.
Um at endurbøta ávísum partaeigarum
§ 296. Í feløgum, sum hava samtykt fyribils avtøku eftir § 292, stk. 1, skal tilboðsgevari, um yvirtøkutilboðið verður framt, endurbøta teimum partaeigarum, sum av hesum fáa fíggjarligan miss, tí serlig rættindi ella avmarkingar, sum eftir viðtøkum partafelagsins knýta seg at tí at hava partabrøvini ella at einstaka partabrævinum, ikki kunnu gerast galdandi, sbr. § 293, stk. 1-3.
Stk. 2. Tilboðsskjalið skal innihalda upplýsing um ta endurbót, sum tilboðsgevari bjóðar partaeigarunum, og um útrokningargrundarlagið fyri endurbótini. Prísásetingin skal taka støði í marknaðarvirðinum fyri umrøddu partabrøv.
Stk. 3. Fæst ikki semja um støddina á endurbótini, verður endurbótin ásett av metingarfólki, sum eru tilnevnd av rættinum. Avgerð metingarfólksins kann verða løgd fyri rættin. Sakarmál um hetta skal vera lagt fyri rættin í seinasta lagi 3 mánaðir eftir móttøkuna av frágreiðing metingarfólksins um støddina á mótvirðinum.
Stk. 4. Partaeigarar hava harumframt rætt til endurbót eftir stk. 1-3, um teir í tíðarskeiðnum frá 31. mars 2004 til 1. januar 2008 hava gjørt avtalu um serlig rættindi ella avmarkingar, sum ikki kunnu gerast galdandi sum úrslit av yvirtøkutilboði, sbr. § 293, stk. 1-3.
Kapittul 18
Um deildir hjá útlendskum kapitalfeløgum
§ 297. Útlendsk partafeløg, partnarafeløg og smápartafeløg og feløg við samsvarandi felagsformi, sum eru heimahoyrandi í Íslandi ella einum øðrum landi, um hetta er heimilað í millumtjóða ella altjóða sáttmála, ella um Skráseting Føroya metir, at føroysk feløg fáa samsvarandi rætt í viðkomandi landi, ella Føroya landsstýrið annars gevur loyvi til tað, kunnu reka virksemi her í landinum gjøgnum eina deild her í landinum.
§ 298. Deildin skal hava eina leiðslu, sum skal vera ein ella fleiri deildarleiðarar.
Stk. 2. Deildarleiðarar skulu vera myndugir og skulu ikki ikki vera undir verjumáli eftir § 5 í verjumálslógini ella undir samverjumáli eftir § 7 í verjumálslógini. Í aðrar mátar verða ásetingarnar í lógini um limir í leiðsluni at nýta samsvarandi fyri deildarleiðarar, tó við neyðugum frávikum.
Stk. 3. Deildin verður teknað av deildarleiðarunum hvør sær ella av fleiri í felag. Deildarleiðararnir kunnu fráboða prokura.
§ 299. 1) Deildin skal hava eitt navn og kann hava hjánøvn. Deildin skal í navni sínum og møguligum hjánøvnum hava navnið hjá útlendska høvuðsfelagnum við ískoyti av orðinum “deild” og møgulig hjánøvn við ískoytinum “deild” og við greiðari tilskilan av tjóðskapinum hjá útlendska felagnum. Annars verður § 2, stk. 1- 3, og § 3 nýtt samsvarandi upp á navn og møgulig hjánøvn hjá deild.
Stk. 2. Deildir skulu í brøvum og øðrum handilsskjølum, heruppií elektróniskum fráboðanum, og á møguligari heimasíðu deildarinnar tilskila navn, heimstað og skrásetingartal, umframt eina møguliga skráseting og skrásetingartal fyri kapitalfelagið í heimlandinum. Verður støddin á felagskapitalinum nevndur í hesum skjølum, skulu bæði teknaði og inngoldni kapitalurin nevnast.
§ 300. Kapitalfelagið skal í øllum rættarviðurskiftum, ið eru úrslit av virksemi tess her í landinum, geva seg undir føroyskan rætt og avgerðir við danskar dómstólar.
§ 301. Stovnanin av eini deild skal skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya ella verða fráboðað til skráseting hjá Skráseting Føroya. 2. kapittul verður at nýta samsvarandi.
Stk. 2. Deildin kann ikki byrja virksemi sítt, fyri enn skráseting ella fráboðan er farin fram. Um noktað verður fyri skráseting, ella um ein verandi deild verður strikað, sbr. § 302, skal virksemi deildarinnar her í landinum ikki halda fram.
Stk. 3. Í seinasta lagi 2 vikur eftir, at útlendska felagið er tikið undir trotabúarviðgerð, neyðskuldarsemju ella samsvarandi skipan, skal skráseting í kt-skipan Skráseting Føroya ella fráboðan um hetta til Skráseting Føroya verða farin fram. Upplýsing um støðuna hjá útlendska felagnum skal verða framd sum eitt ískoyti til navn felagsins, sbr. § 299, stk. 1.
§ 302. Deildin verður strikað í kt-skipan Skráseting Føroya, um
1) felagið strikar deildina ella boðar frá, at felagið ynskir at strika deildina,
2) deildin ikki hevur nakran deildarleiðara, og hetta ikki er rættað í seinasta lagi, tá ein freist, ásett av Skráseting Føroya, er farin,
3) deildarleiðarin ikki hevur sent Skráseting Føroya møguliga grannskoðaða ársfrásøgn fyri útlendska felagið í samsvari vi𠧧 143 og 144 í ársroknskaparlógini, og hetta ikki verður rættað í seinasta lagi, tá ein freist, ásett av Skráseting Føroya, er farin,
4) ein kravánari í eini deild í einum felag, sum ikki er heimahoyrandi í Íslandi, prógvar, at hann ikki fær fulnað fyri krav sítt í ognum felagsins her á landi.
Stk. 2. Gerst greitt, eftir at deildin er strikað, at tey viðurskifti, sum førdu til strikanina, ikki longur eru til staðar, kann Skráseting Føroya endurskráseta deildina, eftir at viðkomandi útlendska felag hevur biðið um tað. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um endurskráseting av deildum.
Stk. 3. Í teimum førum, sum eru nevnd í stk. 1, nr. 4, skal umrødda útlendska felagið ikki stovna eina nýggja deild, og deildin skal ikki verða endurskrásett, fyri enn kravánarin antin hevur fingið fulnað fyri kravi sínum ella samtykkir í stovnanini.
Kapittul 19
Um landspartafeløg
Allýsing v.m.
§ 303. Um serlig samfelagsáhugamál tala fyri hesum, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, at reglurnar fyri partafeløg og serligu reglurnar fyri landspartafeløg í hesi lóg og ársroknskaparlógini, sum lógin er sett í gildi í Føroyum við kongaligari fyriskipan, sbr. tó §§ 304 og 305 í hesi lóg, verða at nýta fyri landspartafeløg, sbr. § 5, nr. 26.
§ 304. Serligu reglurnar um landspartafeløg í hesi lóg verða ikki at nýta fyri partafeløg, sum eru dótturfeløg hjá landspartafeløgum.
Stk. 2. Landspartafeløg, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES- ella EØS-landi, sleppa undan at fylgja serligu reglunum fyri landspartafeløg í hesi lóg.
§ 305. Landsstýrismaðurin kann seta ásetingar, sum undantaka frá serligu reglunum fyri landspartafeløg, um hetta er neyðugt fyri at tryggja javnstøðu millum hesar reglur og samsvarandi reglur fyri kapitalfeløg, sum hava virðisbrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES- ella EBS-landi.
Um serligar skyldur at almannakunngera v.m.
§ 306. Landspartafeløg skulu skjótast til ber boða Skráseting Føroya frá týðandi viðurskiftum, sum viðvíkja felagnum, og sum kunnu metast at fáa týdning fyri framtíð felagsins, starvsfólk, partaeigarar ella kravánarar. Í móðurfeløgum, sbr. §§ 6 og 7, skal verða boðað frá um týðandi viðurskifti, sum viðvíkja samtakinum, og sum kunnu metast at fáa týdning fyri framtíð samtaksins, starvsfólk, partaeigarar ella kravánarar.
§ 307. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um almannakunngering av fráboðanum eftir § 306 og onnur skjøl v.m., sum landspartafeløg skulu almannakunngera í kt-skipan Skráseting Føroya eftir hesi lóg.
§ 308. Eitt landspartafelag skal á heimasíðu felagsins almannakunngera viðtøkur og ársfrásøgn felagsins.
§ 309. Nevndin ella eftirlitsráðið í einum landspartafelag skulu tryggja, at ásettar verða leiðreglur, sum tryggja, at felagið lýkur serligu reglurnar fyri landspartafeløg í hesi lóg og í ársroknskaparlógini.
Stk. 2. Skráseting Føroya kann krevja, at leiðreglurnar, nevndar í stk. 1, verða sendar Skrásetingini.
Kapittul 19 a 1)
Íverksetarafeløg
§ 309 a. Ásetingarnar í hesi lóg um smápartafeløg verða at nýta fyri íverksetarafeløg, um ikki annað er ásett í hesum kapitli.
Stk. 2. Eitt íverksetarafelag skal hava ein felagskapital, sum í minsta lagi er 1 kr. Felagskapitalurin kann einans skjótast inn kontant.
Stk. 3. Einans íverksetarafeløg kunnu og skulu í navni sínum brúka heitið “íverksetarafelag” ella styttingina “ÍVF”.
§ 309 b. Eitt íverksetarafelag skal á hvørjum ári seta í minsta lagi 25 prosent av yvirskoti felagsins til bundnan tiltakspening fyri at byggja upp kapitalgrundarlag felagsins, til hesin tiltakspeningur saman við felagskapitalinum í minsta lagi er 50.000 kr.
Stk. 2. Eitt íverksetarafelag kann ikki gera av at luta út vinningsbýti, undir hesum serligt vinningsbýti, fyrr enn tiltakspeningurin saman við felagskapitalinum í minsta lagi er 50.000 kr.
§ 309 c. Aðalfundurin kann, við tí atkvøðumeiriluta, sum krevst til viðtøkubroyting, gera av, at eitt íverksetarafelag skal umskrásetast til eitt smápartafelag, um felagið hevur ein felagskapital og tiltakspening at byggja upp kapitalgrundarlag felagsins, sum, tá ið avgerðin verður tikin, er í minsta lagi 50.000 kr., sbr. § 33, stk. 1, 1. pkt.
Stk. 2. Tað er ein treyt fyri umskrásetingina, at eitt metingarfólk váttar, sbr. § 37, at felagskapitalurin er til staðar.
§ 309 d. Umskipanin av íverksetarafelag til smápartafelag verður mett at vera framd, tá ið viðtøkur felagsins viðvíkjandi felagskapitali og felagsheiti eru broyttar soleiðis, at tær lúka vanligu krøvini fyri smápartafeløg, og tá ið umskrásetingin er skrásett í kt-skipan Skráseting Føroya. Sum partur av umskrásetingini verður tiltakspeningurin til at byggja upp kapitalgrundarlag felagsins fluttur til felagskapitalin.
Kapittul 20
Partnarafeløg
§ 310. Reglur lógarinnar um partafeløg verða, við neyðugum tillagingum, nýttar fyri partnarafeløg.
§ 311. Í navni sínum hava partnarafeløg skyldu og einkarloyvi til at nýta orðið “kommanditpartafelag”, “samvinnufelag” ella styttingina “S/F”.
§ 312. Stovningarskjal partnarafelagsins skal, umframt tær upplýsingar, sum eru kravdar fyri partafeløg, innihalda upplýsing um:
1) Fulla navn, bústað og møguligt skrásetingartal hjá tí ella teimum fult ábyrgdu luttakarunum.
2) Um tann ella tey fult ábyrgdu hava skyldu til at skjóta inn og, í játtandi føri, støddina á hvørjum einstøkum innskoti. Er innskotið ikki inngoldið til fulnar, skulu galdandi reglur fyri inngjaldi upplýsast. Er innskotið annað enn reiður peningur, skal greiðast frá metingargrundarlagnum.
3) Reglurnar í viðtøkunum um ta ávirkan, sum tann ella tey fult ábyrgdu hava á viðurskifti felagsins, lut í yvirskoti og tapi.
Stk. 2. Viðtøkurnar í einum partnarafelag skulu, umframt ásetingarnar í §§ 28 og 29, innihalda neyvari reglur um rættarviðurskiftini millum partaeigararnar og teir fult ábyrgdu luttakararnar.
Kapittul 21
Endurgjald, tvungin yvirtøka v.m.
§ 313. Stovnarar og limir í leiðsluni, sum í útinnanini av starvi sínum við vilja ella av ósketni hava volt kapitalfelagnum skaða, hava skyldu til at endurgjalda hendan. Tað sama er galdandi, tá skaðin er voldur kapitaleigarunum ella triðjamanni.
Stk. 2. 1) Stk. 1 verður at nýta samsvarandi, tá talan er um endurgjaldskyldu fyri grannskoðarar, metingarfólk, førarar av eigarabókum og rannsóknarfólk.
Stk. 3. Er eitt grannskoðanarfelag valt til grannskoðara, hava bæði grannskoðanarfelagið og tann grannskoðari, sum hevur grannskoðanina um hendi, endurgjaldsábyrgd.
§ 314. Ein kapitaleigari skal endurgjalda tap, sum viðkomandi við vilja ella av grovum ósketni hevur volt felagnum, øðrum kapitaleigarum ella triðjamanni.
Stk. 2. Um ein kapitaleigari við vilja ella av grovum ósketni hevur volt felagnum, øðrum kapitaleigarum, kravánarum kapitalfelagsins ella øðrum triðjamonnum tap, og um tað í aðrar mátar er vandi fyri framhaldandi misnýtslu, kann rætturin áleggja skaðavoldandi kapitaleigaranum at loysa út kapitalpartarnar hjá skadda kapitaleigaranum fyri ein prís, sum er ásettur við atliti til fíggjarligu støðu felagsins og til tað, sum í aðrar mátar verður mett rímiligt.
Stk. 3. Um ein kapitaleigari við vilja ella av grovum ósketni hevur volt felagnum, øðrum kapitaleigarum ella triðjamanni tap, og um tað í aðrar mátar er vandi fyri framhaldandi misnýtslu, kann rætturin áleggja skaðavoldandi kapitaleigaranum at selja kapitalpartar sínar til hinar kapitaleigararnar ella til felagið fyri ein prís, sum er ásettur við atliti til fíggjarligu støðu felagsins og til tað, sum eftir umstøðunum verður mett rímiligt.
§ 315. Endurgjald eftir §§ 313 og 314 kann verða sett niður, tá tað verður mett rímiligt við atliti til, hvussu stór skyldin er, støddina av skaðanum og umstøðurnar annars.
Stk. 2. Eru fleiri, sum saman hava endurgjaldskyldu, hefta hesi solidariskt fyri endurgjaldinum. Tann, hvørs endurgjaldsábyrgd er linkað eftir reglunum í stk. 1, heftir tó bert við tí niðursettu upphæddini. Hevur ein av teimum, sum hava endurgjaldsábyrgd, rindað endurgjaldið, kann viðkomandi frá teimum, sum hava medábyrgd, krevja teirra part endurrindaðan við atliti til, hvussu stór skyldin er, støddina á skaðanum og umstøðurnar annars.
§ 316. Avgerðin um, at kapitalfelagið skal reisa sak móti stovnarum, limum í leiðsluni, metingarfólki, grannskoðarum, rannsóknarfólki, førarum av eigarabókum ella kapitaleigarum eftir §§ 313 og 314, verður gjørd av aðalfundinum.
Stk. 2. Sakarmál kann verða reist, hóast aðalfundurin áður hevur avgjørt ábyrgdarundanslepping ella at lata vera við at reisa sakarmál, um tað fyri hesa avgerð, ella fyri tey viðurskifti, sum sakarmálið byggir á, ikki eru latnar aðalfundinum í høvuðsheitum rættar og fullfíggjaðar upplýsingar, áðrenn avgerðin varð tikin.
Stk. 3. Hava kapitaleigarar, sum umboða í minsta lagi 1/10 av felagskapitalinum, sett seg ímóti eini avgerð um ábyrgdarundanslepping ella lata vera við at reisa sakarmál, kann ein og hvør kapitaleigari reisa sakarmál við uppáhaldi um, at tann ella tey ábyrgdu, hava skyldu til at rinda kapitalfelagnum endurgjald fyri tað tap, sum felagnum hevur verið fyri. Kapitaleigarar, sum eftir hetta reisa sakarmál, hava ábyrgdina av sakarmálskostnaðinum, tó við rætti til at fáa hendan endurrindaðan av kapitalfelagnum í tann mun, kostnaðurin verður rindaður av teirri upphædd, sum gjøgnum rættarmálið kemur felagnum til gagns.
Stk. 4. Verður kapitalfelagið tikið undir trotabúarviðgerð, soleiðis at freistardagurin er í seinasta lagi 24 mánaðir eftir, at tann aðalfundurin, sum hevur avgjørt ábyrgdarundanslepping ella ikki at reisa sakarmál, varð hildin, kann trotabúgvið tó reisa sakarmál um endurgjald uttan at taka atlit til hesa avgerð.
§ 317. Sakarmál eftir § 316, stk. 3, skal verða reist í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at avgerðin um ábyrgdarundanslepping ella um ikki at reisa sakarmál varð tikin av aðalfundinum. Um rannsókn er sett í verk eftir ásetingunum í § 150, skal sakarmálið verða reist 6 mánaðir eftir, at rannsóknin er endað.
Stk. 2. Sakarmál eftir § 316, stk. 4 skal verða reist í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at kapitalfelagið er tikið undir trotabúarviðgerð.
Kapittul 22
Revsiásetingar v.m.
§ 318. Er ikki harðari revsing uppiborðin eftir aðrari lóggávu, verða brot á ásetingarnar um skráseting í kt-skipan Skráseting Føroya og um innlatan av fráboðanum, metingarfrágreiðingum eftir § 43 og boðum til Skráseting Føroya, revsað við bót.
Stk. 2. Um ikki limirnir í leiðsluni í einum kapitalfelag ella likvidator ella leiðarin av eini deild av einum útlendskum kapitalfelag í røttu tíð fremja tær skyldur, sum teir, eftir lógini ella í reglum, ásettar við heimild í lógini, hava skyldu til í mun til Skráseting Føroya, kann Skrásetingin, sum tvingsilsráð, áleggja viðkomandi dag- ella vikubót.
§ 319. 1) 2) 5) 3) Brot á § 1, stk. 3, § 2, § 3, stk. 1, §§ 10 og 15, § 24, stk. 2, § 30, § 32, stk. 2 og 3, § 33, stk. 4, § 38, stk. 2, § 42 a, § 44, stk. 1, 49, stk. 4, § 50, stk. 1, § 51, stk. 1, 2 og 6, § 52, § 53, stk. 1 og 2, §§ 54-56, § 57 a, stk. 1-3, § 58, § 58 a, stk. 3, 5 og 6, §§ 59-61, 89, 98 og 99, § 101, stk. 3, 4, 7 og 8, §§ 108 og 113-119, § 120, stk. 3, §§ 123, 125, 127-134, 138, 139, § 139 a, stk. 1, nr. 1, § 160, 3. pkt., § 179, stk. 2, § 180, § 181, 3. pkt., § 182, stk. 3, § 190, stk. 2, 3. pkt., § 192, stk. 1, § 193, stk. 2, §§ 196, 198 og 202-204, § 205, stk. 1, § 206, § 207, stk. 3, § 210, § 214, stk. 2 og 3, § 215, stk. 1, § 218, stk. 2, § 227, stk. 2, §§ 228 og 234, § 291, stk. 6, § 292, stk. 3, § 299, § 301, stk. 2 og 3, og §§ 306, 308, 309, 309 a, 309 b og 311 verður revsað við bót. Eitt felag, sum ikki rættar avgerðir, tiknar í stríð við § 206 ella § 210, verður revsað við bót
Stk. 2. Er ikki harðari revsing uppiborðin eftir aðari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum óheimilað letur víðari ella nýtir eitt loyniorð ella annað fyri at vera hjá ella fyri at luttaka elektróniskt, heruppií atkvøða elektróniskt, á einum elektróniskum nevndarfundi, sbr. § 125, stk. 2, ella á einum elektróniskum aðalfundi, sbr. § 77, stk. 2.
Stk. 3. Er ikki harðari revsing uppiborðin eftir aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum óheimilað letur víðari ella nýtir eitt loyniorð ella annað fyri at lesa, broyta ella senda elektrónisk boð v.m., sum eru fevnd av ásetingunum um elektróniskt samskifti í § 92.
Stk. 4. 1) 5) 2) 3) Í fyriskipanum, settar sambært § 4, stk. 3, § 12, stk. 2, § 55, stk. 3, § 56, stk. 2, § 57, § 57 a, stk. 6, § 58 a, stk. 9, § 71, stk. 4, § 143, § 172, § 244, stk. 6, § 262, stk. 6, § 279, stk. 5, § 299, stk. 5 og § 285, stk. 6, kann verða ásett, at brot á ásetingarnar í fyriskipanunum verður revsað við bót.
§ 320. Feløg o.o. (løgfrøðiligur persónar) kunnu revsast sbrt. reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Kapittul 23
Kæra
§ 321. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um kærur um avgerðir, tiknar við heimild í hesi lóg, heruppií reglur um, at kærur ikki kunnu leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika.
§ 322. 1) 7) Avgerðir, tiknar av Skráseting Føroya eftir lógini ella eftir fyriskipanum, givnar við heimild í lógini, kunnu kærast til Føroya Kærustovn í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Avgerðir, sum Skráseting Føroya tekur sum úrslit av, at farið verður út um tær freistir, ið eru ásettar í § 40, stk. 1, § 165, stk. 5, § 177, stk. 2, § 191, § 225, stk. 2, og § 231, stk. 2, um ásetan av freist eftir § 16, stk. 1 og § 17, stk. 2, umframt avgerðir eftir § 93, stk. 2-4, § 225, stk. 1, § 226, § 232, stk. 2 og § 302, stk. 1, nr. 2-4, kunnu tó ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
Kapittul 24
Gildiskoma
§ 323. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2012. Samstundis fara úr gildi Anordning nr. 1356 frá 9. december 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om aktieselskaber, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 11. mai 2009, og Anordning nr. 1111 frá 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om anpartsselskaber, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 11. mai 2009. Landsstýrismaðurin ásetir tó í kunngerð, nær § 58 kemur í gildi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um serligar skiftisskipanir fyri tey feløg, heruppí um starvsfólk, sum eru fevnd av lógini, og felagsstovnar og uppgávur teirra.
§ 324. Fráboðanir eftir partafelagslógini ella smápartafelagslógini, sum eru Skráseting Føroya í hendi, áðrenn henda lógin kemur í gildi, verða viðgjørdar eftir teimum reglum, sum higartil eru galdandi.
Stk. 2. Tær kunngerðir og tær fyriskipanir, sum eru givnar við heimild í hesi lóg, umframt skrásettar upplýsingar, heruppií viðtøkur og heimilanir til leiðslu felagsins, givin loyvi, góðkenningar v.m., eru framhaldandi í gildi, til tey verða broytt, afturkallað, fara úr gildi ella verða strikað eftir ásetingunum í hesi lóg.
Tórshavn, 31. mai 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 42/2010
1) Broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 6. mai 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 1, nr. 34 (§ 57 a) kemur í gildi.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019, har § 5 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2019. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 58 a, stk. 2, 1. pkt., sum ásett í § 1, nr. 4, § 15 g, stk. 2, 1. pkt., sum ásett í § 2, nr. 3, § 56 b, stk. 2, 1. pkt., sum ásett í § 3, nr. 3, og § 17, stk. 4, 1. pkt., sum ásett í § 4, nr. 2, koma í gildi. Landsstýrismaðurin kann áseta skiftisskipanir.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 26. mars 2024, har § 5 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2024. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 2, nr. 1 kemur í gildi.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, har § 24 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. september 2023.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 26. apríl 2019, har § 4 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020. Stk. 2. § 49, stk. 3, sum ásett í § 1, nr. 2, verður sett í gildi við kunngerð frá landsstýrismanninum. Stk. 3. Feløg, sum áðrenn ígildiskomu lógarinnar hava samtykt heimildir sbrt. § 155, stk. 1 og 2 í vinnufelagalógini, sum innihalda møguleika at geva út handhavapartabrøv, kunnu nýta hesar heimildir fram til 1. januar 2021. Stk. 4. Handhavapartabrøv, sum eru givin út eftir § 48, stk. 2, 3. pkt. eftir higartil galdandi vinnufelagalóg, ella sum verða givin út eftir heimildum, nevndar í stk. 3, kunnu framvegis vera nýtt eftir, at lógin er komin í gildi.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 4. mai 2021, har § 4 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2021. Stk. 2. § 1, nr. 3, og § 2, nr. 1, verða nýttar frá dagsetingini av fyrsta valinum av einum ella fleiri grannskoðarum til at grannskoða ársroknskapin eftir gildiskomu løgtingslógarinnar. Avtalur um avmarkingar í valinum av einum ella fleiri góðkendum grannskoðarum, sum skulu grannskoða ársroknskapin, og møguligum varafólkum fyri hesar, til ávísar flokkar ella listar yvir grannskoðarar ella grannskoðarafeløg, varðveita teirra gildi til dagsetingina av fyrsta valinum av einum ella fleiri grannskoðarum.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”