Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. juli 2013Nr. 100
Kunngerð um grind, sum broytt við kunngerð nr. 78 frá 10. juni 2014
Við heimild í § 3 og § 6, stk. 3 í løgtingslóg nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, og § 17 og § 19, stk. 2 í løgtingslóg nr. 9 frá 14. mars 1985 um vernd av dýrum verður ásett:
Kapittul 1
Eftirlit við grind
§ 1. Sýslumaðurin stílar fyri grindadrápi og hevur eftirlit við, at rakstur og dráp fara fram eftir reglunum, og skal hann, saman við grindaformonnunum, ansa eftir, at ein og hvør ger skyldu sína.
Stk. 2. Á hvørjum ári ger sýslumaðurin grindalistar, sum eru yvirlit yvir fólkatal í grindaumdøminum, og hvussu tað er býtt millum bátar ella aðra samskipan. Sýslumaðurin kann í samráð við hvørja einstaka kommunu gera av, hvussu grindalistin skal skipast, herundir um fólkayvirlitið í kommununi skal nýtast, ella onnur skipan gerast. Grindalistin skal liggja alment frammi.
Stk. 3. Ein samskipan, annaðhvørt tað er til bát ella á annan hátt, kann ikki hava færri partar enn 50, um so er, at avvarðandi bygd er so stór.
§ 2. Bátseigarin ella maður í hansara stað er formaður á báti, og skulu sýslumaðurin ella grindaformenninir til eina og hvørja tíð kunna krevja upplýsingar um, hvør er formaður.
Stk. 2. Bátsformaðurin hevur ábyrgdina av, at allir bátsmenninir gera sína skyldu.
Grindaformenn
§ 3. Til hvørja hvalvág verða 4 mans uppnevndir til grindaformenn og 2 tiltaksmenn umframt.
Stk. 2. Hesir menn stíla fyri grindini, um sýslumaðurin ikki er til staðar, og skulu teir gjølliga útinna alt, sum er álagt sýslumanninum ella teimum í kunngerðini.
Stk. 3. Sýslumaðurin uppnevnir grindaformenninar eftir ummæli frá bygdaráðnum ella býráðnum fyri 5 ár. Um semja er millum grindamenn á staðnum, kunnu eisini hesir seta fram uppskot til grindaformenn, sum vanligt hevur verið.
Stk. 4. Sýslumaðurin hevur harumframt heimild til at boðsenda ella bráðfeingis seta aðrar grindaformenn, um hann heldur tað vera neyðugt.
Stk. 5. Sýslumaðurin kann eisini gera av, at uppnevndir grindaformenn skulu vera grindaformenn fyri fyribils góðkenda hvalvág.
Stk. 6. Eingin undir 60 ár kann sýta fyri at verða grindaformaður.
§ 4. Ikki er loyvt at seta upp skipanir, tað verið seg á landi, í havinum ella lofti, sum kunnu broyta atferð hjá hvali, uttan landsstýrismaðurin frammanundan gevur loyvi til tað.
Kapittul 2
Grindaboð og grindareiðskapur
§ 5. Tá bátur sær grind, skal hann beinanvegin, sum vanligt er, hava upp á mastur og boða frá til sýslumannin, sum letur boðini víðari, samstundis sum hann ger vart við møguligt forboð fyri at drepa grind sbrt. § 10, ella sbrt. kunngerð um friðing av hvali. Sýslumaðurin skal beinanvegin boða Føroya Náttúrugripasavni frá, tá boð koma um grind og onnur hvalasløg.
Stk. 2. Verður grind sædd av landi, verður farið fram á sama hátt.
§ 6. Vanligur grindareiðskapur er fastakast, leysakast, blásturkrókur við línu gjørd av sissali ella manilla, mønustingari og grindaknívur. Blásturkrókur og mønustingari skulu hava tilfar, skap og mát sum lýst í fylgiskjali nr. 1 og 2 til hesa kunngerð. Smærri tillagingar av blásturkróki og mønustingara, sum ikki ávirka ástøðiliga tøkniliga partin av hesum reiðskapi, kunnu verða gjørdar. Sóknarongul er eisini grindareiðskapur, men kann bert verða nýttur í serligum førum og bert, um sýslumaðurin ella grindaformaðurin gevur loyvi til tess í hvørjum einstakum føri.
Stk. 2. Forboð er fyri at nýta annan reiðskap enn tann, sum er nevndur í stk. 1. Tó kunnu, eftir serligum loyvi frá landsstýrismanninum í hvørjum einstøkum føri, royndir gerast við reiðskapi, hvørs endamál er at bøta um drápsháttin. Hetta skal fyriskipast av landsstýrismanninum.
§ 7. Sýslumaðurin og grindaformenninir skulu, tá ið teir fara í grind, hava Merkið ella serligt av landsstýrismanninum góðkent eyðkennismerki uppi á eini stuttari stong, sum skal standa aftast í bátinum. Rópari kann vera á formansbátinum. Sýslumaðurin ella grindaformaðurin kunnu nýta VHF-radio at samskifta við grindabátar, og gera av, hvør VHF-kanal skal nýtast.
Stk. 2. Allir persónar, sum hava myndugleika sbrt. hesi kunngerð, skulu hava týðuligt eyðkennismerki ella búna, sum sýslumaðurin skal góðkenna.
Kapittul 3
Grindarakstur og grindadráp
Grindarakstur
§ 8. Sýslumaðurin tekur, eftir samráð við grindaformenninar úr teimum ymsu hvalvágunum og finningarbátin, avgerð um, hvagar grindin skal rekast. Grindin skal rekast á góðkenda hvalvág sbrt. § 13. Grindaformenn hava skyldu at fylgja teimum boðum, sum sýslumenninir geva eftir §§ 8-12.
Stk. 2. Høgligasta hvalvágin skal veljast eftir stødd á grind, líkindum og streymviðurskiftum. Ikki er loyvt at reka grind uttan undir fyriskipan av sýslumonnum ella grindaformonnum.
§ 9. Sýslumaðurin kann steðga einum grindarakstri ella grindadrápi, um hann metir, at umstøðurnar tala fyri tí. Sýslumaðurin kann eisini gera av, at grindin skal fara til vísindalig endamál og ikki skal drepast.
§ 10. Landsstýrismaðurin kann áseta bráðfeingis bann fyri grindadrápi í ávísum grindaumdømum. Bannið verður ikki ásett, uttan at onnur grindaumdømi hava fingið høvi at seta fram ynski um at skifta grind úr avvarðandi grindaumdømi, sbr. § 36.
§ 11. Tá boðað er frá grind, kann sýslumaðurin gera av, at eitt øki, tað verið seg land, hav ella loftrúm, er grindarakstrarøki. Í hesum sambandi kann sýslumaðurin geva boð um, hvør kann vera á økinum og geva boð um, at skip, flogfør ella fólk beinanvegin skulu fara úr økinum, sama um hesi eru við í grindarakstrinum ella ikki.
Stk. 2. Sýslumaðurin kann harumframt til eina og hvørja tíð avbyrgja eitt øki sum grindaøki, tað verið seg land, hav ella loftrúm, og geva einum og hvørjum boð um ikki at fara inn á avbyrgda økið. Heldur ikki er loyvt at forða fyri rakstri ella drápi, ið sýslumaðurin hevur tikið avgerð um sbrt. §§ 8 og 9.
§ 12. Einhvør, sum hevur skyldu at hava eftirlit við grind, skal, beinanvegin hann er komin til grindina, ansa eftir, at reglurnar um grindarakstur verða hildnar.
Stk. 2. Luttakararnir hava skyldu at fylgja teimum boðum og forboðum, sum sýslumaðurin tekur avgerð um í sambandi við grindarakstur og grindadráp.
Hvalvágir
§ 13. Hesi støð eru góðkend sum hvalvágir:
1) Norðoyar:
a) Klaksvík, á sandinum niðan fyri Víkarnar.
b) Viðvík, á sandinum.
c) Hvannasund.
2) Eysturoy:
a) Fuglafjørður, á sandinum.
b) Funningsfjørður, inni í ósanum.
c) Syðrugøta.
d) Norðragøta, á vestara arminum niðan fyri kirkjugarðin og á sandinum norðanfyri.
e) Norðskála, í Møðstøðukrókinum ímillum Stórá og Garðsenda og undir kirkjuni.
3) Streymoy:
a) Tórshavn, Sandagerð.
b) Leynar, á sandinum.
c) Vestmanna, á Fitjasandinum.
d) Hvalvík, um Oyrarnar nærri Streymneslandinum.
e) Tjørnuvík, á sandinum.
4) Vágoy:
a) Miðvágur, á sandinum.
b) Bøur, á sandinum.
c) Sandavágur, á sandinum.
5) Sandoy:
a) Sandur, á sandinum.
b) Húsavík, á sandinum.
6) Suðuroy:
a) Øravík, á sandinum.
b) Trongisvágur, á sandinum.
c) Hvalba, Lítlabergssandur, í Nesi og Hvalbiarsandur.
d) Vágur.
e) Fámjin.
Grindadráp
§ 14. Tá ið grindin er komin inn á góðkenda hvalvág, skulu sýslumaðurin ella grindaformenn, sum hoyra hvalvágni til, stíla fyri, nær og hvar hon skal haldast til, og hvussu fram skal farast við drápinum.
Stk. 2. Sýslumaðurin og grindaformenninir skulu skipa fyri, at nóg nógv fólk er á landi til at taka sær av drápinum. Eisini skulu teir skipa fyri, at økið kring hvalvágnað verður frítt fyri óviðkomandi fólki, so at grindamenn fáa arbeitt ótarnaðir.
Stk. 3. Tað eigur at verða strembað eftir, at teir smæstu bátarnir liggja fremst, teir størru bátarnir og skipini skulu liggja uttast og forða og annars, eins og allir aðrir bátar og fólk á landi, útinna tað, ið sýslumaður og grindaformenn geva boð um.
§ 15. Tá grindin er komin á land ella so nær landi, at hvalirnir liggja fastir, gevur sýslumaðurin ella grindaformaðurin boð um, at nú kunnu hvalirnir verða avlívaðir.
Stk. 2. Gerast skal fast á hvønn einstakan hval við blásturkróki, áðrenn mønustingurin verður givin. Frá 1. mai 2015 skal mønustingurin gerast við mønustingara.
Stk. 3. Hvalur, sum ikki er komin at landi, kann verða krøktur í blástrið við blásturkróki og drigin inn, til hann liggur fastur.
Stk. 4. Ikki kann verða høgt við sóknarongli frá landi ella frá báti uttan so, at sýslumaðurin ella grindaformaðurin hevur givið serligt loyvi til tess. Heldur ikki kann verða skorið á háls frá báti uttan so, at sýslumaðurin ella grindaformaðurin hevur givið serligt loyvi til tess.
§ 16. Tá stungið verður við mønustingara, skal stingast í miðlinjuna á bakinum eina handarbreidd aftan fyri blástrið. Tá ið hvalurin ger mønubrest, skal mønustingarin skúgvast til báðar síður, fyri at full vissa er fyri, at allar æðrarnar í mønurennuni eru avskornar.
Stk. 2. Tann, sum avlívar ein hval, skal vissa sær, at hvalurin er deyður við at gáa um, at hvalurin liggur beinur, og skal hann eisini kanna, at eingin eygnarørsla kann síggjast ella kennast, tá ið nortið verður við eygað. Síðan skal skerast á hálsæðrarnar við grindaknívi, fyri at fáa sum mest av blóði av hvalinum.
§ 17. Ber ikki til at avlíva hval við mønustingara, kann verða skorið á háls við grindaknívi eftir, at sýslumaðurin ella grindaformaðurin hevur givið serligt loyvi til tess. Skerast skal handarbreidd aftan fyri blástrið, djúpt niður við báðum vangunum og stingast í mønuna. Síðan skal skerast á hálsæðrarnar.
Grindaskeið
§ 18. Frá 1. mai 2015 er tað bert loyvt at avlíva hval, um tann, sum avlívar hval hevur luttikið á skeiði, har hann fær kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseyðkenni og lóggávuna um hvalaveiðu.
Stk. 2. Skeiðið skal innihalda eina ástøðiliga frálæru á minst 2 tímar. Landsstýrismaðurin góðkennir frálærutilfarið.
Stk. 3. Sýslumaðurin skipar fyri, at skeið verða hildin, og sýslumaðurin útflýggjar prógv fyri luttøku á skeiðinum.
§ 19. Sýslumaðurin ella grindaformenn kunnu krevja at síggja prógv fyri luttøku á skeiðinum sbrt. § 18.
§ 20. Um grind, sum verður hildin til, er størri enn pláss er fyri á hvalvágni, kann sýslumaðurin steðga drápinum. Skipað verður so fyri, at tað, ið eftir er av grindini, verður rikið útaftur.
Stk. 2. Um so er, at fleiri miseydnaðar royndir eru gjørdar at halda grindini til inni á tí hvalvág, hon er rikin, og grindin hvørki fæst at gera landgongd ella kann verða høgd, skal sýslumaðurin saman við grindaformonnunum geva boð um at reka grindina útaftur. Tað sama er galdandi fyri bólkar, sum ganga eftir.
Stk. 3. Allir bátar og fólk á landi hava skyldu at útinna tað, ið sýslumaður ella grindaformenn geva boð um.
Kapittul 4
Vaktarhald, uppfisking og meting
Vaktarhald
§ 21. So skjótt grind er deyð, setir sýslumaðurin ella grindaformaður beinanvegin vakt á sjógvi og landi og gevur vaktarmonnunum tørvandi leiðbeining, herundir at varðveita hvalirnar heilar, undantikið oping eftir § 24, merking eftir § 26 og møguliga upplæring í drápsháttinum.
Uppfisking
§ 22. Eftir fyriskipan av sýslumanni ella grindaformanni skulu hvalirnir sleipast til annað stað, t.d. bryggju, heysast upp og leggjast har.
Stk. 2. Har hetta ikki er gjørligt, skulu hvalirnir dragast niðanfrá og leggjast lið um lið, har sum tað ber til, soleiðis at kúlurnar eru flóðfríar á hægstu flóð.
Stk. 3. Arbeiðinum sbrt. stk. 1 og 2 hava allir grindamenn og grindabátar skyldu at taka lut í, beint sum grindin er deyð.
Stk. 4. Tá alt neyðugt arbeiði er gjørt, senda grindaformenninir bátar og fólk til lands, og nú verður teknað upp, hvørji hava tikið lut í rakstri og drápi. Henda upptekning skal vera í seinasta lagi 1 tíma eftir, at neyðuga arbeiðið er liðugt.
Stk. 5. Eingin kann fiska upp uttan loyvi frá sýslumanni ella grindaformonnum. Allir aðrir bátar skulu halda seg burtur.
§ 23. Er ósemja um hvør, ið hevur tikið lut í rakstri og drápi, tekur sýslumaðurin avgerð eftir samráð við grindaformenninar.
Stk. 2. Ongin kann bera seg undan at fylgja boðum frá sýslumanninum ella grindaformonnum.
§ 24. Vaktarmenninir opa allar hvalirnar, so teir ikki spillast, og teir ansa eftir, at eingin óviðkomandi kemur at hvalunum. Eingin óviðkomandi hevur rætt at koma at og taka lutir av hvalunum, so leingi sum Føroya Náttúrugripasavn ger vísindaligt kanningararbeiði.
Stk. 2. Eingin kann bera seg undan at fylgja boðum frá vaktarmonnum.
Meting
§ 25. Sýslumaðurin tekur tvey ella um neyðugt fleiri kend, óheft skilafólk at meta grindina, sum gamalt er, eftir góðkendum máli soleiðis, at hvalur, sum er 3,14 m = 5 alin til longdar úr eyga í got, er mettur til gyllin, og hinir mettir hareftir og eisini eftir góðsku.
Stk. 2. Springari og hvessingur verður mettur hvørt drápið sær. Sýslumaðurin ger av, hvussu metast skal.
§ 26. Metingin skal fara fram sum skjótast eftir avtalu millum sýslumann og metingarmenn.
Stk. 2. Metingarmenninir skera í rómartølum skinnatalið á bøkslið og í vanligum tølum numrini á hvalunum í kúluna, sum so, saman við kyninum á hvalunum og longdini í cm frá fremst á kúluni til gripið á sveivini, verða førd á blað.
Kapittul 5
Grindaskifti og útlegging
Grindaskifti
§ 27. Tá grindin er merkt, skiftir sýslumaðurin og leggur út sum ásett §§ 28-39.
Finningarfiskur
§ 28. Bátur, sum finnur grind og fylgir henni til grindaboð eru givin, og til aðrir bátar koma til grindina, fær finningarfiskin.
Stk. 2. Tá ið grind verður fyrst sædd frá landi ella frá báti, sum ikki verður verandi hjá grindini, til aðrir bátar koma, men boðað verður frá henni, fer finningarfiskurin í helvt til teirra, sum boðað hava frá henni, og til bátin, sum er fyrstur til grindina. Á sama hátt verður farið fram, tá boð verða givin úr bygd í aðra, og bátur úr seinnu bygdini er fyrstur til grindina.
Stk. 3. Teir, sum eiga finningarfiskin, velja sjálvir burturúr størsta hvalin ella smærri hvalir við samlaðum skinnatali sum størsti hvalurin.
Stk. 4. Síggja fleiri grind í senn, verður finningarfiskurin býttur teirra millum.
Vaktarhald
§ 29. Fyri vaktarhald um dagin 1/2 skinn til hvønn bátin, sum nýttur verður, og 1/2 skinn til hvønn mannin, og fyri vaktarhald um náttina 1 skinn til hvønn.
Metingarmenn
§ 30. Metingarmenninir fáa minst 1 skinn í part sum samsýning og annars eftir meting sýslumansins.
Sýslumaður
§ 31. Sýslumaðurin fær 2% av samlaða skinnatalinum.
Grindaformenn
§ 32. Grindaformenninir fáa hvør 1% av tí samlaða skinnatalinum.
Skaðasýnismenn
§ 33. Skaðasýnismenninir fáa minst 1 skinn í part sum samsýning og annars eftir meting sýslumansins.
Skiftishjálp v.m.
§ 34. Sýslumaðurin letur samsýning eftir arbeiði og ábyrgd.
Drápspartur
§ 35. Hvør tann, ið veruliga hevur verið við í rakstri ella drápi, á báti ella landi, hevur rætt til drápspart. Drápsparturin er tann samsýning, ið omanfyri nevndu fáa fyri arbeiði sítt. Hetta arbeiðið fevnir um rakstur og dráp frá báti ella landi, uppfisking og sleip v.m. beint aftaná drápið, til grindaformenninir siga til og uppdraging av hvalunum.
Stk. 2. Bátar, manningar og fólk frá uttanumdømi hava rætt til drápspartar, um tey hava verið við í rakstri ella drápi v.m.
Stk. 3. Fyri at fáa drápspart skal ein hava fylt 14 ár.
Stk. 4. Ein grindamaður kann bert rokna sær ein part, sjálvt um hann hevur rikið við einum báti og dripið í einum øðrum ella frá landi.
Stk. 5. Eftir samráðing við grindaformenninar kann sýslumaðurin, tá raksturin hevur verið serliga trupul og vart leingi, lata ein eyka part til rakstrarbátarnar.
Stk. 6. Í teimum førum, har grind hevur verið goymd, kunnu bátar, sum ikki vóru við í rakstrinum, men bert í drápinum, fáa drápspart, um sýslumaðurin ella ein grindaformaður hevur biðið teir.
Stk.7. Sýslumaðurin ásetir støddina á drápspartinum.
Stk. 8. Ein drápspartur verður latin hvørjum manni á báti, tó í mesta lagi sum tilskilað niðanfyri:
1) Til áttamannafør og størri før í mesta lagi 8 drápspartar,
2) seksmannafør í mesta lagi 6 drápspartar,
3) fýramannafør í mesta lagi 5 drápspartar,
4) minni bátar enn nevndu í mesta lagi 3 drápspartar.
Heimapartur ella partahvalur
§ 36. Hesir hvalir verða lagdir út til kommunurnar ella aðrar samskipanir, ið sjálvar stíla fyri býtisskipanini í bygdunum.
Stk. 2. Heimapartarnir verða skiftir sbrt. grindalistanum. Eru trupulleikar at skifta eina grind í einum grindaumdømi, hevur sýslumaðurin heimild til at skifta grindina til ávísar kommunur, herundir eisini kommunur uttanfyri grindaumdømið.
Annað og avlopsgrind
§ 37. Neyðugt er at leggja upp fyri sjúkar og spiltar hvalir. Verður ikki alt lagt út, skal sýslumaðurin selja avlopið á besta hátt.
Tá ið grind ikki verður skift í heimapartar
§ 38. Um heimapartarnir, eftir at lagt er út sbrt. §§ 29-35, ikki vera minst 1 skinn upp á bátin, 50 fólk, verður tað, ið eftir er, skift til grindamenninar.
§ 39. Um sýslumaður, grindaformenn og grindamenn eru samdir um hetta, kann skiftið halda fram, so sum siður hevur verið á staðnum, somuleiðis skaðaendurgjald og rudding.
Stk. 2. Sýslumaðurin skipar fyri skifti av springara og hvessingi hvørt drápið sær.
Rudding og burturbeining v.m.
§ 40. Útreiðslur av lutisskaða og av rudding og burturbeining av grindarovum v.m. á sandinum ella í fjøruni, har ið grindin legði beinini, og á tí bryggju ella lendi, har ið hon var løgd til skift og uppskorið var, verða goldnar lutfalsliga eftir skinnatalinum hagar grindin verður skift, drápspartar og bátspartar íroknaðir.
Stk. 2. Verður grind seld, sbrt. § 37 ella § 45, stk. 2, skal inntøkan nýtast at gjalda grindaskaða, rudding og burturbeining við. Eisini kann peningur verða nýttur til tiltøk grindadrápi at frama.
Stk. 3. Verður avlop av søluni, skal upphæddin setast í grunn til sama endamál í seinni grind í umdøminum.
Stk. 4. Burturbeining annars av grindarovum í teim einstøku kommununum verður gjørd av viðkomandi kommunu uttan útreiðslu fyri grindina.
Trygging og endurgjald
§ 41. Allar kommunur í grindaumdøminum tekna í felag samløgu vanlukkutrygging fyri mannskaða, ið stendst av grindini. Goldið verður eftir uppgerð, sum sýslumaðurin skipar fyri.
Stk. 2. Sýslumaðurin hevur heimild til at gera avtalu við kommunu í grindaumdøminum um í forhond at veita endurgjald fyri grindaskaða, mistan reiðskap og rudding.
Stk. 3. Grindaskaði er:
1) Skaði á bátar, undir hesum skrúvu- og aksilskaðar, árar og róður, tó ikki skaði á drev og leysamotorar.
2) Brotin og mistur reiðskapur.
3) Mistar og brotnar handilstenn og brillur.
4) Mannskaði.
Stk. 4. Grindaskaði skal fráboðast sýslumanninum í seinasta lagi eitt døgn aftaná drápið.
Grindaumdømi
§ 42. Til hvørja hvalvág hoyra fylgjandi umdømi, sum øll fáa fullar partar:
1) Norðoya sýsla:
a) Til Hvannasund og Viðvík: Norðoya sýsla.
b) Til Klaksvík: Norðoya sýsla og eystursíðan av Eysturoynni, Æðuvík og Gjógv.
2) Eysturoyar sýsla:
a) Til Gøtu, Fuglafjørð og Funningsfjørð: Eysturoyar sýsla og Norðoyar vestan fyri Múla.
b) Til Norðskála: Norðstreym, Eysturoyar sýsla, Kaldbak og Sund.
3) Streymoyar sýsla:
a) Til Tórshavn: Suðurstreym, Nólsoy, Hest og Koltur.
b) Til Hvalvík og Tjørnuvík: Norðstreym, Eysturoyar sýsla, Kaldbak og Sund.
c) Til Vestmanna og Leynar: Norðstreym, Vága sýsla, vestursíðan á Suðurstreym, Hest og Koltur.
4) Vága sýsla: Til allar hvalvágir: Vága sýsla, vestursíðan á Streymoynni, Hest og Koltur.
5) Sandoyar sýsla: Til báðar hvalvágirnar: Sandoyar sýsla.
6) Suðuroyar sýsla: Til allar hvalvágir: Suðuroyar sýsla.
§ 43. Skuldi grind doyð á øðrum støðum enn teim omanfyri nevndu hvalvágum, verður hon skift til tað grindaumdømið, hon er í sbrt. § 42.
§ 44. So skjótt skiftið og útlegging er liðugt, kunnger sýslumaðurin teimum, sum til staðar eru, hvussu stór grindin er, hvussu mikið hon er mett til, og hvussu mikið er til bátin, og gevur út seðlar, sum tilskila í hvørjum hvalum, teir ymisku partarnir eru.
§ 45. Hvalur, sum verður fiskaður upp, eftir at sýslumaðurin hevur byrjað skiftið, men innan útleggingin er liðug, kemur upp í skiftið.
Stk. 2. Um hvalur verður fiskaður upp teir fyrstu 2 tímarnar eftir, at seðlarnir eru komnir út, fellur helvtin til finnararnar, og hin helvtin verður seld til frama fyri grindina. Um hvalur verður fiskaður upp seinni, fellur allur hvalurin til finnararnar.
§ 46. Kommunustýrini ella aðrar samskipanir, sbr. § 36, skipa fyri, at seðlarnir upp á heimapartar verða heintaðir innan 1 tíma eftir, at seðlarnir eru komnir út, og at grindin verður býtt til fólkið í kommununi ella samskipanini sum skjótast.
Stk. 2. Grindamenninir heinta sínar partar innan 1 tíma eftir, at seðlarnir eru komnir út.
Stk. 3. Um tað verður sagt sýslumanninum frá, og grundir eru til tess, kann tann í stk. 1 og 2 nevndi tími leingjast til upp í 3 tímar.
Stk. 4. Grind, ið ikki er heintað ella tikin upp innan ásetta tíð, kann verða latin øðrum.
Stk. 5. Rov og innvølur av grind verða burturbeind innan 24 tímar eftir, at seðlarnir eru komnir út.
§ 47. Eru serlig viðurskifti, herundir at grindin er so stór, at vandi kann verða fyri, at hon spillist, ella ivi er um, at reglurnar um vaktarhald, uppfisking og meting eftir §§ 21-26 ella reglurnar um grindaskifti og útlegging eftir §§ 27-46 verða fylgdar, kann sýslumaðurin gera frávik frá nevndu reglum. Frávikini skulu lagast eftir viðurskiftunum í hvørjum einstøkum drápi, og aðalmálið skal vera, at øll grindin kemur til høldar, og at einki spillist.
§ 48. Sýslumaðurin skal senda landsstýrismanninum grindaroknskap og eina stutta frágreiðing um drápið, herundir hvar og nær hon var funnin. Somuleiðis um brot hava verið á reglurnar í hesi kunngerð. Sýslumaðurin skal boða frá, um boð eru givin um at lata grind sleppa ella steðga drápi í umdøminum. Eisini skal sýslumaðurin greiða frá, um frávik eftir § 47 eru gjørd og gjølliga grundgeva fyri hesum.
Stk. 2. Sýslumaðurin skal í seinasta lagi 3 dagar eftir, at grind ella onnur hvalasløg eru deyð, boða frá til landsstýrismannin og Føroya Náttúrugripasavn um slag og tal av hvalum og skinnatal.
Stk. 3. Sýslumaðurin skal lata Føroya Náttúrugripasavni skjøl um metingina av grindini, sum eru gjørd sbrt. § 26, stk. 2.
§ 49. Um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu, kunnu brot á § 6, stk. 2, §§ 8-12, §§ 15-17 og § 20, stk. 3 í hesi kunngerð revsast við bót, og tá brotið er framt við vilja við fongsul upp til 4 mánaðir sbrt. § 19, stk. 2 í løgtingslóg um vernd av dýrum.
§ 50. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 107 frá 21. november 1989 um góðkenning av hvalvágum, kunngerð nr. 166 frá 27. august 1993 um fyribils góðkenning av hvalvágum, kunngerð nr. 118 frá 23. oktober 1996 um fyribils góðkenning av hvalvágum, kunngerð nr. 46 frá 8. apríl 1998 um grind og kunngerð nr. 72 frá 17. mai 2000 um fyribils góðkenning av hvalvágum.
Fiskimálaráðið, 5. juli 2013
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Fylgiskjal 2
Góðkendur mønustingari 1)