Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:

Um lógasavnið

 
1.  INNGANGUR
2.  FØROYSK LÓGGÁVA
3.  INNIHALDIÐ Í LÓGASAVNINUM
4.  VALSKRÁIN OG VALMYNDIR
5.  LEITING VIÐ AND, OR, NOT OG ?
 
 
6.   EINFØLD LEITING
7.   VÍÐKAÐ LEITING
8.   SÁLDA
9.   LEITINGARÚRSLITIÐ
10. EINSTAKA RÆTTARREGLAN
 
 
1. INNGANGUR
Tað føroyska lógasavnið verður umsitið av Lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni, sum eisini hevur ábyrgdina av savninum og innihaldinum í tí.
Um ósamsvar er millum innihaldið í lógasavninum og tekstin í Kunngerðablaðnum, er tað teksturin í Kunngerðablaðnum, ið er løgfrøðiliga bindandi.
Netvørðurin á lógasavninum hevði verið takksamur, um brúkarar boðaðu frá møguligum villum ella onkrum, ið vantar.
 
 
 
 
 
2. FØROYSK LÓGGÁVA
Síðan tað føroyska heimastýrið varð sett á stovn 1. apríl 1948, hevur galdandi lóggáva í Føroyum verið, partvíst ásetingar givnar av teimum føroysku myndugleikunum – løgtingi og landsstýri og partvíst ásetingar givnar av ríkismyndugleikunum – fólkatingi og ríkisstjórn.
 
Undan 1. apríl 1948 gjørdu ríkismyndugleikarnir allar ásetingarnar, viðhvørt sum serligar lógir ella kunngerðir fyri Føroyar.
 
Annar heimsbardagi gjørdi, at í 1940 varð sambandið millum Føroyar og Danmark kvett. Myndugleikarnir í Føroyum – løgting og amtmaður – gjørdu tí eina fyribils stjórnarskipan, sum gav løgtinginum avmarkaða lóggávuheimild. Ásetingarnar eru at finna í ”Bestemmelse nr. 1 af 9. maj 1940 om midlertidig Styrelsesform paa Færøerne”. Henda stjórnarskipan helt fram, eftir at sambandið millum Føroyar og Danmark var íkomið aftur í 1945, og fall loksins burtur, tá ið heimastýrið varð sett á stovn tann 1. apríl 1948.
 
Heimastýrislógin skilur millum sermál og felagsmál.
Í sermálum hava føroyskir myndugleikar - løgting og landsstýri – lóggávuvald og fyrisitingarligt vald. Ásetingarnar verða nevndar løgtingslógir og kunngerðir. Í tann mun tað framman undan 1948 vóru gjørdar ásetingar av ríkismyndugleikunum á økjum, sum eru sermál, verða tær verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi av føroyskum myndugleikum.
 
Í felagsmálum hava ríkismyndugleikarnir – fólkating og ríkisstjórn – tað lóggevandi og fyrisitingarliga valdið, men heimastýrið skal góðkenna ásetingarnar, áðrenn tær verða kunngjørdar. Ásetingarnar verða nevndar love ella ofta ”anordninger” og bekendtgørelser.
 
 
 
 
 
3. INNIHALDIÐ Í LÓGASAVNINUM
Tað føroyska lógasavnið inniheldur ta til eina og hvørja tíð galdandi lóggávu. Har eru at finna allar tær ásetingar, sum verða kunngjørdar í Kunngerðablaðnum, sum landsstýrið gevur út. Lógasavnið verður ført til dags so hvørt sum, ella stutt eftir at, Kunngerðablaðið kemur út.
 
Lógasavnið er eitt framhald av ”Lógbók fyri Føroyar”, sum landsstýrið gav út og sum í 7 bindum er dagførd fram til árslok 1997.
 
Frá 1. januar 1999 inniheldur lógasavnið allar tær ásetingar, sum verða kunngjørdar í Kunngerðablaðnum sum landsstýrið gevur út.
Broytingarásetingar í eldri ásetingum eru samanskrivaðar við upprunaásetingarnar. Bæði tann samanskrivaða ásetingin og broytingarásetingarnar gjørdar eftir 1. januar 1999 eru í lógasavninum.
 
 
 
 
 
4. VALSKRÁIN OG VALMYNDIR
 
Um valskránna
 

 
 
Forsíða
Slóð har altíð slepst aftur til forsíðuna á heimasíðuni.
 
Um Lógasavnið
Her verður í stuttum sagt eitt sindur um,
   a) hvussu føroysk lóggáva er skipað,
   b) hvat lógasavnið inniheldur og
   c) hvussu leitað verður í lógasavninum.
 
 
Fyrivarni
Er ósamsvar millum tekst í Lógasavninum og á Kunngerðaporalinum, er tað teksturin á Kunngerðaportalinum, ið er tann galdandi.
 
Slóðir
Her eru slóðir til m.a. onnur norðurlendsk lógasøvn og løgmálaráð.
 
Kunngerðasavnið
Her finnur ein tey flestu kunngerðabløðini, ið eru givin út í tíðarskeiðnum frá 2001 og fram til í dag. Miðað verður ímóti at fáa hetta savnið fullfíggjað.
 
Kunngerðaportalurin
Slóð til Kunngerðaportalin.
 
 
Um valmyndirnar
 
 
bravbjalvi
Teldupostur
Her kann ein skriva til netvørðin.
i_rss
RSS (Really Simple Syndication)
Tíðindafunktión, ið er hent um ein stovnur vil vísa tær nýggjastu rættarreglurnar síni heimasíðu ella innanneti.
subscription
Haldaraskipan
Her verður hald teknað upp á nýggjar rættarreglur, ið verða skrásettar. Ein kann tekna hald upp á alt,
sum verður skrásett ella avmarka haldið til at fevna um eitt nú løgtingslógir ella bara einstøk orð.
 
emblem-favorites
Tín lógalisti
Her síggjast rættarreglurnar ein hevur lagt í sín lógalista, og tær seinastu rættarreglurnar ein hevur vitjað.
i_sitemap
Síðuyvirlit
Skrá yvir høvuðssíðurnar á heimasíðuni.
i_login
Viðmerkingarskipan
Skipan har brúkarar, ið hava fingið atgongd til tess, kunnu gera viðmerkingar til rættarreglurnar.
i_lang_en
Enskt mál
Enska útgávan av heimasíðuni.
i_lang_fo
Føroyskt mál
Føroyska útgávan av heimasíðuni.
 
 
 
 
5. LEITING VIÐ AND, OR, NOT OG ?
Umframt leitimøguleikarnar, sum eru sjónligir á síðuni kann ein eisini leita við leitikotum í fríteksta teiginum.
 
Myndafrágreiðing
 
Leitikota
Dømi

and
Avmarkar leitingina.
Bert tekstir, ið innihalda bæði orðini verða leitaðir fram.

Dømi: arbeiðsskaðar and vinnusjúkur
 
 

or
Víðkar leitingina.
Leitar allar tekstir fram, ið innihalda annað ella bæði orðini.

Dømi: arbeiðsskaðar or vinnusjúkur
 
 

not
Avmarkar leitingina.
Leitar bert tekstir fram har fyrra orðið kemur fyri, men ikki hitt seinna.
 
Dømi: arbeiðsskaðar not vinnusjúkur
 
 
trunk.gif
?
Víðkar leitingina.
Ert tú í iva um, hvussu orðið byrjar ella endar, ber til at skriva ? annaðhvørt framman fyri orðið ella aftan fyri tað ella bæði framman- og aftanfyri tað.
 
Dømi: ?skatt?
 
 
 
 
 
6. EINFØLD LEITING
 

 
 
Frítekstur
Í fríteksti leitar ein í øllum tilfarinum í skipanini.
 
Góður framferðarháttur er at byrja við einum orði, og síðani at avmarka leitingina við at seta fleiri orð inn í teigin um neyðugt.
 
Dømi: Byrja við orðinum eftirløn og avmarka leitingina við orðinum trygging.
          Nú innihaldur leitingin einans rættarreglur har bæði orðini eftirløn og trygging koma fyri.
 
Stýving
Um ein skrivar orðið trygging leitar skipanin nágreiniliga eftir tí orðinum.
Um ein skrivar trygging? leitar skipanin eisini eftir orðum sum tryggingarvirksemi.
Um ein skrivar ?trygging leitar skipanin eisini eftir orðum sum lívstrygging.
Um ein skrivar ?trygging? leitar skipanin eisini eftir orðum sum lívstryggingarvirksemi.
 
 
Nummar og ár
Kennir ein nummarið á rættarregluni, ið skal leitast fram, og árið hon er skirvað undir, er kvikasta leiðin til rættarregluna at brúka teigarnar Nr. og Ár.
 
 
 
 
 
7. VÍÐKAÐ LEITING
 

 
 
Við orðum úr heitinum
Her leitar skipanin einans fram orð úr heitinum.
Um ein kennir orð í heitinum, fær ein eina neyvari leiting við at brúka hendan teigin, enn um ein brúkar frítekstateigin.
Dømi: ”vinnuligan fiskiskap” her verða allar rættarreglur, ið ikki hava orðini vinnuligan og fiskiskap í sjálvum heitinum sáldaðar frá.
 
Við hesi orðing
Um ein kennir eina ávísa ella serliga orðing í rættarregluni ein leitar eftir kann ein nýta hendan teigin.
Dømi: kenda orðingin ”tikin á búri”, ið stendur í Stýrisskipanarlógini.

 
Við øllum orðunum
Virkar á sama hátt sum teigurin frítekstur undir skiljiblaðnum leita.
 
Uttan orðini
Avmarkar leitingina til ikki at innihalda ávís orð.
Dømi: skriva ”vinnuligan fiskiskap” í teigin ”Við orðum úr heitinum” og ”broyting” í teigin ”Uttan orðini”.
Á hendan hátt sáldar ein allar broytingarlógirnar frá Løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap, og skipanin leitar einans høvuðslógina fram.
 
Útgávudagur
Her avmarkar ein leitingina til eitt ávíst tíðarskeið. Útgávudagur er dagurin, tá ið rættarreglan varð kunngjørd.
 
Gildisstøða
Allar rættarreglurnar í skipanini hava eina gildisstøðu.
 
 
Galdandi:
Rættarreglan er í gildi.
Áður galdandi:
Rættarreglan er sett úr gildi.
Søgulig:
Gildisstøða sum serliga verður nýtt til danskar anordningar og logir, sum verða loystar av av anondningsbekendtgørelser og lovbekendtgørelser. Anondningsbekendtgørelser og lovbekendtgørelser eru samanskrivingar, ið eru kunngjørdar í Kunngerðablaðnum.
Eldri løgtingslógir hava føroyskan og danskan tvítekst. Danski teksturin verður ikki dagførdur og hevur tí fingið gildisstøðuna søgulig, um hann ikki er settur úr gildi.
Rættarreglur, sum ikki eru settar út gildi men hava tænt sínum endamáli fáa eisini gildisstøðuna søgulig.
 
Í koming
Rættarreglan er skrásett og kunngjørd, men ikki sett í gildi.
 
 
Útgávustøða
 
Høvuðsrættarregla:
Rættarreglan sum hon upprunaliga sá út, tá ið hon varð kunngjørd ella sum hon sær út eftir at møguligar broytingar eru skrivaðar inn í upprunarættarregluna.
 
 
Broytingarrættarregla:
Rættarregla, ið broytir aðrar rættarreglur.
 
 
 
 
 
8. SÁLDA
 

 
Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir)
Hettar er ein skrá yvir høvuðslógir, tvs. løgtingslógir, kongaligar fyriskipanir o.l. Skráin er skipað eftir sama leisti sum Karnovs Lovsamling.
 
Ein skal vera varin, tá ið ein setir saman leiting, ið fatar um rættarregluevni og aðrar bólkar í sálda.
 
Dømi: Um ein kombinerar rættarregluevnið ”Stjórnar- og fyrisitingarrættur” og rættarreglubólkin ”Kunngerð” og  gildisstøðubólkin ”Áður galdandi” fær ein boðini at eingin rættarregla varð funnin.
Grundin er at kunngerðir ikki eru at rokna sum høvuðslógir, og áður galdandi rættarreglur ikki eru partur av skránni rættarregluevni.
 
 
Rættarreglubólkur
Allar rættarreglurnar í skipanini eru skipaðar í ein av rættarreglubólkunum.
 
 
Gildisstøða
Allar rættarreglurnar í skipanini hava eina gildisstøðu.
 
Galdandi:
Rættarreglan er í gildi.
Áður galdandi:
Rættarreglan er sett úr gildi.
Søgulig:
Gildisstøða sum serliga verður nýtt til danskar anordningar og logir, sum verða loystar av av anondningsbekendtgørelser og lovbekendtgørelser.
Anondningsbekendtgørelser og lovbekendtgørelser eru samanskrivingar, ið eru kunngjørdar í Kunngerðablaðnum.
 
Í koming
Rættarreglan er skrásett og kunngjørd, men ikki sett í gildi.
 
Ár
Árið tá ið rættarreglurnar eru dagfestar tvs. skrivaðar undir.
 
Felagsmál/Sermál
Allar galdandi rættarreglur hoyra antin til bólkin Felagsmál ella bólkin Sermál.
 
Ein skal vera varin, tá ið ein setir saman leiting, ið fatar um felagsmál/sermál og aðrar bólkar í sálda.
 
 
Dømi: Kombinerar ein til dømis skránna Felagsmál/Sermál við aðrar skráir, so leitar skipanin einans galdandi rættarreglur fram.


Dømi: Kombinerar ein bólkin Felagsmál/Sermál við gildisstøðuna Áður galdandi fær ein boðini at eingin rættarregla varð funnin.
          Grundin er at áður galdandi rættarreglur hvørki eru at rokna sum felagsmál ella sermál.
 
Mál
Ein kann velja at leita eftir rættarreglum, ið eru skrivaðar á føroyskum og donskum máli.
 
Myndugleiki
Allar galdandi rættarreglur hava fingið tilluta eitt stjórnarráð sum myndugleikaráð.
Tvs. at rættarreglan hoyrir til málsøkið, ið stjórnarráðið varar av.
 
Ein skal vera varin, tá ið ein setir saman leiting, ið fatar um myndugleika og aðrar bólkar í sálda.
 
Dømi: Kombinerar ein til dømis skránna myndugleiki við aðrar skráir, so leitar hon einans galdandi rættarreglur fram.
 
Dømi: Kombinerar ein ein myndugleika við áður galdandi rættarreglur fær ein boðini at eingin rættarregla varð funnin.
         Grundin er at áður galdandi rættarreglur, ikki eru liggja undir málsøkinum hjá nøkrum myndugleika.
 
 
 
 
 
 
9. LEITINGARÚRSLITIÐ
 
Ein kann skipa leitingarúrslitið í stavrað ella talrað um ein trýstir á yvirskriftirnar:
Rættarreglubólkur, nummar, dagfesting, heiti og gildisstøða.
 

 
 
 
Tilvísingar
Um eitt  stendur  framman fyri eina rættarreglu í leitingarúrslitinum merkir tað, at hon er tongd at aðrari rættarreglu í skipanini við eini tilvísing.
Tá ein trystir á  sær ein tilvísingarnar.
 
Tað eru fýra bólkar og sjey sløg av tilvísingum.
 
Dømi:
 
Heimildir
Løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 heimilar:
Kunngerð nr. 49 frá 20. apríl 1994 hevur heimild í:
 
Broytingar
Løgtingslóg nr. 130 frá 19. desember 2014 broytir:
Løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 verður broytt við:
 
Avtøkur
Løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 tekur av:
Løgtingslóg nr. 36 frá 4. mai 1977 verður tikin av við:
 
 
Ásetingar
Løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 viðvíkur:
 
 
 
 
10. UPPLÝSINGAR UM TA EINSTAØKU RÆTTARREGLUNA
 
Tá ein hevur leitað eina rættarreglu fram, fær ein ymiskar upplýsingar um hana á breddanum vinstrumegin rættarregluna.