Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juli 2017Nr. 100
Kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir kongafiski í altjóða sjógvi í Norðurhavi í 2017
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 2, 4, 7 og 15, § 9, stk. 2, nr. 3 og 4, § 26, stk. 1, § 32, stk. 1 og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við § 6 í løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998 og løgtingslóg nr. 107 frá 3. november 2016, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir kongafiski í NEAFC skipanarøkinum í ICES økjunum I og II í 2017.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) NEAFC: North East Atlantic Fisheries Commission, sambært Sáttmálanum um framtíðar margparta samvinnu um fiskiskap í landnyrðingsatlantshavi frá 1980.
2) NEAFC skipanarøkið: Tann parturin av økinum, sum er umfataður av Sáttmálanum um framtíðar margparta samvinnu um fiskiskap í landnyrðingsatlantshavi frá 1980, og sum er uttan fyri løgdømið hjá strandarlondum.
Kvota og atgongd at fiska
§ 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2017 fiska kongafisk í NEAFC skipanarøkinum í ICES økjunum I og II. Fiskiskapurin skal steðga, tá fráboðanir til NEAFC vísa, at fiskifør hjá sáttmálapørtunum samanlagt hava fiskað 8.000 tons í økinum.
Stk. 2. Bert fiskifør, sum síðani 2006 hava rikið beinleiðis fiskiskap eftir kongafiski í Irmingerhavinum ella í Norðurhavi í NEAFC skipanarøkinum, ella fiskifør, sum hesin rættur er fluttur á, kunnu fáa loyvi at fiska av kvotuni sambært stk. 1. Kvotan verður latin fiskiførunum sum felagskvota.
Tíðaravmarkingar
§ 4. Fiskiskapur eftir kongafiski, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram í tíðarskeiðinum frá 1. juli 2017 til 31. desember 2017, báðir dagar íroknaðir.
Fiskiloyvi
§ 5. Fiskiskapur eftir kongafiski, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum, sum lúka treytirnar eftir § 3, stk. 2, og sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Umsókn um fiskiloyvi skal sendast Vørn.
Umrokningarfaktorar
§ 6. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri kongafisk fiskaður sambært hesi kunngerð:
1) Kruvdur, við høvdi: 1,70.
2) Kruvdur, avhøvdaður: 1,70.
3) Japan-skorin: 1,70.
4) Flak, við skræðu og beinum: 4,77.
5) Flak, uttan skræðu, við beinum: 4,77.
6) Flak, uttan skræðu og bein: 4,77.
Reiðskapur og meskastøddir
§ 7. Loyvt er ikki at brúka trol við meskastødd minni enn 100 mm.
Sýni
§ 8. Fiskifar, ið fiskar sambært hesi kunngerð, kann verða álagt at taka sýni, gera mátingar av fongi o.tíl. sambært leiðbeining frá Havstovuni.
Útblaking
§ 9. Loyvt er ikki at blaka ella sleppa fiski útaftur.
Fráboðanir
§ 10. Fiskifar, sum fiskar í NEAFC skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skal senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC skipanarøkið.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 føroyska tíð, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC skipanarøkinum.
Revsing
§ 11. Brot á § 4, § 5, stk. 1 og §§ 6, 7, 9 og 10 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum eftir § 8.
Stk. 2. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við sekt.
Stk. 3. Sambært § 45, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka inn fiskiloyvið, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á hesa kunngerð, um fiskifarið hevur fiskað meir enn tí er loyvt sambært fiskiloyvi ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært § 5 í hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2017.
Fiskimálaráðið, 7. juli 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð | OB | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn | PO | Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað | TR | Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað | PD | Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað | PT | Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking | RE | Viðmerking |