Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. juli 2017Nr. 101
Kunngerð um uppboðssølu av makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017, sum broytt við kunngerð nr. 117 frá 2. august 2017
Við heimild í § 1, stk. 4, 7 og 8 í løgtingslóg nr. 150 frá 23. desember 2016 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017, sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 6. juni 2017, verður ásett:
Kapittul 1
Almennar ásetingar
§ 1. Henda kunngerð fevnir um uppboðssølu av rættindum at veiða makrel, norðhavssild og svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum sambært § 1 í løgtingslógini.
Stk. 2. Í hesi kunngerð er seria at skilja sum parturin av samlaðu nøgdini sambært § 6, nr. 1-4, ið verður seldur.
Stk. 3. Í hesi kunngerð er sølulinja at skilja sum partur av eini seriu, ið verður seldur til eigara av ávísa fiskifarinum sambært § 2.
§ 2. Rætturin at veiða kann seljast
1) eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, sum hevur veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum,
2) eigara av báti í bólki 5, sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, at fiska við ávísa bátinum,
3) eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum, ella
4) føroyskum partafelag ella smápartafelag, ið skjalprógvar avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna.
Stk. 2. Uppboðssøluhaldarin skal lýsa við uppboðssøluni í minsta lagi 5 vikur, áðrenn uppboðssølan verður hildin, ella boð skulu latast inn.
Stk. 3. Feløg og persónar, ið ætla at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu eftir stk. 1, nr. 3 og 4 skulu lata hóskandi skjalprógv inn í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn uppboðssøla verður hildin, ella boð skulu latast inn. Harundir skal skjalprógvast, at feløg, persónar og eigarar av skipum lúka treytirnar í § 7 í lóg um vinnuligan fiskiskap.
Trygd
§ 3. Uppboðssøluhaldarin ansar eftir, at keypari hevur stillað Vørn nøktandi trygd fyri, at keypspeningur til Vørn verður goldin sambært gjaldsfreistunum. Harumframt skal uppboðssøluhaldarin ansa eftir, at nøktandi trygd er fyri uppboðssølugjaldi til uppboðssøluhaldaran. Trygdin skal vera sett í seinasta lagi samstundis, sum boð verður latið og skal vera galdandi, til rindað er.
Stk. 2. Keypari kann ikki geva boð fyri hægri upphædd enn tann trygd hann, sambært stk. 1, hevur stillað.
Kapittul 2
Opin uppboðssøla
§ 4. Opin uppboðssøla í hesi kunngerð merkir, at nøgdin, sum boðin verður út, er almenn, at øll, ið bjóða, síggja allar upphæddir, ið bodnar verða, og bjóðað verður, til ongin longur bjóðar yvir. Tann, sum bjóðar hægst, fær útbodnu nøgdina til prísin, ið svarar til boðið, samanber tó § 8, stk. 3.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur skyldu at taka við hægsta boði ella havna teimum øllum og boða luttakarunum frá hesum. Verða øll boð havnað, verður farið fram av nýggjum eftir reglunum í hesi kunngerð.
§ 5. Fiskamarknaður Føroya er, vegna landsstýrismannin, uppboðssøluhaldari av opnari uppboðssølu.
Stk. 2. Tilmelding, til at luttaka í opnari uppboðssølu, fer fram á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya.
Stk. 3. Tað áliggur einum og hvørjum, ið hevur meldað seg til at luttaka í opnari uppboðssølu, at seta seg inn í, hvussu uppboðssølan virkar og kunna seg um tær treytir, sum eru galdandi fyri at kunna bjóða upp á eina kvotu.
§ 6. Landsstýrismaðurin boðar frá alment um tíðarætlanina fyri opnari uppboðssølu av til samans hesum nøgdum:
1) 27.297 tons av svartkjafti,
2) 5.447 tons av makreli,
3) 26.500 tons av norðhavssild og
4) 1.106 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum.
§ 7. 1) Rætturin at veiða 27.297 tons av svartkjafti í føroyskum, íslendskum og altjóða sjógvi verður boðin út í upp til trimum serium.
Stk. 2. Rætturin at veiða 5.447 tons av makreli í føroyskum og altjóða sjógvi verður boðin út í einari seriu.
Stk. 3. 1) Rætturin at veiða 26.500 tons av norðhavssild í føroyskum, íslendskum og altjóða sjógvi verður boðin út í upp til trimum serium.
Stk. 4. Rætturin at veiða 1.106 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum, ið fevnir um 966 tons av toski, 90 tons av hýsu og 50 tons av hvassaspreki, verður boðin út í einari seriu.
Stk. 5. Hvør seria verður seld so líðandi í sølulinjum. Landsstýrismaðurin ásetir tal og stødd á sølulinjum. Hvør sølulinja av botnfiski verður boðin út við sama lutfalli millum fiskasløgini, sum ásett í stk. 4.
§ 8. Hvør sølulinja verður seld til hægstbjóðandi, og sølan fer fram sum elektronisk uppboðssøla á alnetinum, til selt er.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta minstaprís, áðrenn sølan fer í gongd. Minstiprísur verður almannakunngjørdur av uppboðssøluhaldara, tá sølan fer í gongd.
Stk. 3. Keyparin kann velja bert at keypa part av sølulinju. Uppboðssøluhaldari kann áseta minstamark fyri keypi av parti av sølulinju. Ikki seldir partar av sølulinju verða síðani seldir í nýggjari sølulinju, til alt er selt. Støddin á hesum sølulinjum verður ásett av uppboðssøluhaldara og fráboðað so hvørt, meðan selt verður.
Stk. 4. Keyparin rindar uppboðssølugjaldið, ið er 1,50% av keypsprísinum til uppboðssøluhaldaran kontant við hamarsslag.
Stk. 5. Vørn sendir rættindahavara, sambært § 2, sum hevur keypt á uppboði, rokning fyri keypsupphæddina, tá keypt er. Keypsupphæddin fellur til gjaldingar 31. desember 2017, hóast ikki verður avreitt.
Stk. 6. Rinda rættindahavarar ikki rættstundis, skal renta rindast við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað.
Stk. 7. Er trygd, sambært § 3, sett í reiðum peningi, kann keypari lata uppboðssølugjald og síðani keypsupphædd mótrokna beinanvegin, tá keypt er. Møgulig restskuld fellur til gjaldingar eftir reglunum í hesi grein.
§ 9. Vørn útskrivar eigara av fiskifari, ið skal fiska kvotu, keypt á uppboðssølu, fiskiloyvi, sambært § 5, stk. 4 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, til ta nøgd, ið hann hevur keypt á uppboði eftir reglunum í kunngerð um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum.
Stk. 2. Keypta kvotan verður latin sum egin árskvota, men gevur ikki rættindi fram í tíð og kann ikki avhendast ella flytast sambært reglunum í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Kapittul 3
Afturlatin uppboðssøla
§ 10. Afturlatin uppboðssøla í hesi kunngerð merkir, at bjóðað verður innan ásetta tíð í afturlatnum brævbjálva. Upphædd og nøgd, ið eigari ella felag, sambært § 2, bjóðar, skal vera loynilig, til boðið verður latið upp á útbjóðingarstaðnum ta framman undan ásettu tíðina av uppboðssøluhaldara.
§ 11. Boðið skal tilskila, hvørja nøgd bjóðari er áhugaður í at keypa og hvønn prís í krónum og oyrum, hann er til reiðar at gjalda fyri hesa nøgd, kr./kg.
Stk. 2. Innkomin boð verða raðfest við hægsta eindarprísi fremst og síðani lækkandi, til útbodna nøgdin er rokkin. Boðið, sum hevði lægsta eindarprísin av teimum boðum, sum koma upp í part, ásetir eindarprísin, ið øll skulu rinda.
Stk. 3. Boðgevi kann lata upp til trý boð inn fyri hvørt fiskifar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta minstaprís, áðrenn sølan fer í gongd. Minstiprísur verður almannakunngjørdur av uppboðssøluhaldara, eftir at boðini eru latin inn, men áðrenn tey verða latin upp.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin hevur skyldu at taka við hægstu boðunum, sum raðfest og príssett sambært stk. 2, ella havna teimum øllum og boða luttakarunum frá hesum. Verða øll boð havnað, verður farið fram av nýggjum eftir reglunum í hesi kunngerð.
§ 12. Um tann, ið gevur boð, ið er komið upp í part, ikki fær alla nøgdina, ið hann hevur bjóðað uppá, tí útbodna kvotan er rokkin, kann hann lata alla nøgdina innaftur. Nøgdin verður tá bjóðað honum við hægsta vinnandi eindarprísi. Letur hesin eisini nøgdina innaftur, verður hon bjóðað honum við næsthægsta vinnandi eindarprísi. Soleiðis verður farið fram víðari, til nøgdin er avhendað. Eru fleiri við sama boði, verður nøgdin boðin teimum lutfalsliga í mun til tonsatal.
Stk. 2. Hava fleiri givið boð við sama eindarprísi, ið er komið upp í part, verður kvotan lutað út millum hesi lutfalsliga í mun til tonsatalið, um tey ikki fáa alla nøgdina, ið tey hava bjóðað uppá. Um tann, ið gevur boð, ið er komið upp í part, ikki fær alla nøgdina, ið hann hevur bjóðað uppá, tí útbodna kvotan er rokkin, kann hann lata alla nøgdina innaftur. Farið verður fram eftir reglunum í stk. 1.
Stk. 3. Keypir ongin av vinnandi boðgevunum nøgd, ið verður latin innaftur sambært stk. 1-2, ger landsstýrismaðurin av, um nøgdin verður seld í opnari uppboðssølu ella enn einaferð í afturlatnari uppboðssølu sambært reglunum í hesi kunngerð.
§ 13. Vørn er uppboðssøluhaldari av afturlatnari uppboðssølu.
Stk. 2. Tað áliggur einum og hvørjum, ið letur boð í afturlatnari uppboðssølu, at seta seg inn í, hvussu uppboðssølan virkar og kunna seg um tær treytir, sum eru galdandi fyri at kunna bjóða upp á eina kvotu.
§ 14. Keypari rindar uppboðssølugjaldið, ið er 0,75% av keypsupphæddini til uppboðssøluhaldaran, sum fellur til gjaldingar, tá avgerð er tikin um, hvør ella hvørji vinna boðið.
Stk. 2. Vørn sendir rættindahavara, sambært § 2, sum hevur keypt á uppboði, rokning fyri keypsupphæddina, tá keypt er. Keypsupphæddin fellur til gjaldingar 31. desember 2017, hóast ikki verður avreitt. Samlaða keypsupphæddin verður býtt út á hvørt tons, ið keypt er, tá gjaldið verður gjørt upp.
Stk. 3. Rinda rættindahavarar ikki rættstundis, skal renta rindast við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað.
Stk. 4. Er trygd, sambært § 3, sett í reiðum peningi, kann keypari lata uppboðssølugjald og síðan keypsupphædd mótrokna beinanvegin, tá keypt er. Møgulig restskuld fellur til gjaldingar eftir reglunum í hesi grein.
§ 15. Landsstýrismaðurin boðar frá alment um tíðarætlanina fyri afturlatnari uppboðssølu av til samans hesum nøgdum:
1) 27.297 tons av svartkjafti.
2) 5.447 tons av makreli.
3) 26.500 tons av norðhavssild.
4) 614 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum.
5) 1.107 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum.
Stk. 2. Botnfiskur, sambært stk. 1, nr. 4, eru 441 tons av toski, 103 tons av hýsu, 50 tons av upsa og 20 tons av øðrum. Botnfiskur, sambært stk. 1, nr. 5, eru 967 tons av toski, 90 tons av hýsu og 50 tons av hvassaspreki.
Stk. 3. Botnfiskur verður boðin út í hvørjari seriu við sama lutfalli millum fiskasløgini, sum nevnd í stk. 2.
§ 16. Rætturin at veiða 27.297 tons av svartkjafti í føroyskum, íslendskum og altjóða sjógvi verður boðin út í upp til trimum serium.
Stk. 2. Rætturin at veiða 5.447 tons av makreli í føroyskum og altjóða sjógvi verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í einum.
Stk. 3. Rætturin at veiða 26.500 tons av norðhavssild í føroyskum, íslendskum og altjóða sjógvi verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í upp til trimum serium.
§ 17. Rætturin at veiða 614 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum verður boðin út í afturlatnari uppboðssølu í einum.
Stk. 2. Rætturin at veiða 1.107 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum verður boðin út í einum.
Stk. 3. Farið verður fram eftir reglunum í §§ 10-15 í hesi kunngerð.
Kapittul 4
Samskifti og kunngerðing av upplýsingum
§ 18. Upplýsingar viðvíkjandi opnu uppboðssøluni, her uppi í dagfesting, tal av serium og stødd á sølulinjum vera atkomulig á heimasíðuni hjá uppboðssøluhaldarum.
§ 19. Upplýsingar viðvíkjandi afturlatnari uppboðssølu, her uppi í dagfesting og tal av serium, vera atkomulig á heimasíðuni hjá uppboðssøluhaldarum.
§ 20. Áðrenn, og meðan ein søla í opnari uppboðssølu er í gongd, verður ikki upplýst, hvør er tilmeldaður, hvussu nógv eru tilmeldað ella nøvnini á teimum, ið eiga einstøku boðini.
Stk. 2. Tá ein søla hevur verið, kunnger uppboðssøluhaldari á síni heimasíðu hesar upplýsingar:
1) Tal av teimum, ið hava luttikið í uppboðnum.
2) Navn á tí, sum hevur vinnandi boðið.
3) Upphæddina, rindast skal.
§ 21. Tá sølan í opnari og afturlatnari uppboðssølu er liðug, almannakunnger landsstýrismaðurin tær upphæddir á vinnandi boðunum og navnið á teimum, ið hava vunnið uppboðssøluna.
§ 22. Í tann mun løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017, ella henda kunngerð ikki hava serligar ásetingar, er løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap við tilhoyrandi kunngerðum galdandi.
§ 23. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 12. juli 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Rógvi Reinert (sign.)