Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. august 2009Nr. 102
Kunngerð um læknakanning av kavarum
Við heimild í § 3, stk. 2, § 4, stk. 3, og § 24, stk. 8 í løgtingslóg nr. 46 frá 15. mai 2007, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin fevnir um persónar, sum útinna vinnuligt kavaraarbeiði.
Læknakanning av kavarum, sum útinna vinnuligt kavaraarbeiði
§ 2. Kavarar, sum útinna kavaraarbeiði, skulu hava heilsuváttan um læknakanning, sum er galdandi fyri viðkomandi kavaraarbeiði.
§ 3. Kavarar skulu annað hvørt ár, við læknakanning fáa staðfest, at teir eru skikkaðir at útinna kavaraarbeiði.
§ 4. Ein umsøkjari, ið verður tikin inn á ein góðkendan kavaraskúla, ella luttekur á kavaraskeiði, sum veitir góðkenda kavaraútbúgving, skal hava heilsuváttan frá læknakanning fyri kavarar, sum ikki er eldri enn 3 mánaðir, tá søkt verður.
§ 5. Er ivi um, at kavari, sum hevur kavarabræv, vegna heilsustøðuna framhaldandi er skikkaður til at útinna kavaraarbeiði, kann Arbeiðseftirlitið krevja, at viðkomandi skal lata seg kanna av nýggjum hjá lækna, um hann lýkur heilsustøðuna.
§ 6. Tá læknin kannar kavara ella umsøkjara sbr. § 3 og 4, skal metast um likamliga og sálarliga heilsustøðan er soleiðis, at tann kannaði er egnaður at útinna vinnuligt kavaraarbeiði sbrt. kanning læknans. Leiðreglar nevndar í § 11 kunnu nýtast í sambandi við kanningina.
Stk. 2. Um tað í sambandi við læknakanningina vísir seg, at tann kannaði hevur eina ella fleiri av teimum sjúkum, sum eru nevndar í leiðreglunum sbr. § 11 ger viðkomandi lækni eina meting, um tann kannaði er skikkaður til viðkomandi kavaraarbeiði, ella um arbeiðsøkið skal avmarkast í mun til tað, tann kannaði er skikkaður til.
Stk. 3. Um tað í leiðreglunum greitt er tilskilað, at sjúkan ger tann kannaða ikki skikkaðan at útinna kavaraarbeiðið, kann læknin meta tann kannaða at vera ikki skikkaðan.
Afturtøka av vinnuligum kavarabrævi
§ 7. Lýkur kavari ikki tey ásettu heilsukrøvini, fer kavarabrævið úr gildi og kann takast aftur av Arbeiðseftirlitinum. Sama er galdandi, um kavari noktar at lata seg kanna av lækna sbrt. §§ 3 og 5.
Stk. 2. Tann, sum kavarabrævið verður tikið frá, kann krevja at avgerðin um at taka kavarabrævið, verður lagt fyri rættin til avgerðar. Áheitan um hetta skal latast Arbeiðseftirlitinum innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið kunning um avgerðina.
Stk. 3. Tá kravt verður, at avgerðin um at taka kavarabrævið skal leggjast fyri rættin, leggur Arbeiðseftirlitið sak móti viðkomandi kavara eftir skipanini í rættargangslógini um borgarlig sakarmál.
Stk. 4. Áheitan um at ein avgerð eftir stk. 1 skal leggjast fyri rættin, er steðgandi. Arbeiðseftirlitið kann tó gera av, at ein áheitan ikki er steðgandi.
Stk. 5. Rætturin kann við úrskurði seta úr gildi eina avgerð eftir stk. 4, áðrenn avgerð um afturtøkuni av loyvinum verður tikin.
§ 8. Eitt vinnukavarabræv, sum er afturtikið, skal latast Arbeiðseftirlitinum.
Stk. 2. Arbeiðseftirlitið kann altíð geva eitt vinnukavarabræv aftur, sum er tikið sbrt. § 7, um so er, at tær umstøður, sum vóru orsøk til at taka vinnukavarabrævið, ikki longur eru til staðar.
Stk. 3. Verður umsókn um at fáa vinnukavarabrævið aftur ikki gingin á møti, kann umsøkjarin krevja avgerðina lagda fyri rættin eftir mannagongdini í § 7, stk. 3.
Stk. 4. Hevur málið fyrr verið latið rættinum, kann avgerðin bert leggjast fyri rættin, um minst eitt ár er fráliðið, síðan afturtøkan seinast er staðfest við dómi.
Kavaralæknar
§ 9. Deildin fyri arbeiðsmedisin kann krevja, at teir læknar, sum fyriskipa læknakanning av kavarum, skulu hava eitt serligt skeið í læknafrøði innan kavaravinnu.
Stk. 2. Allir kommunulæknar, sum ikki hava fingið serligt krav sbrt. stk. 1, hava rætt at fyriskipa læknakanning av kavarum.
Stk. 3. Deildin fyri arbeiðsmedisin kann tilnevna aðrar læknar at fyriskipa læknakanningar av kavarum, um so er, at hesir hava neyvan kunnleika um kavaramedisin.
Almennar reglur
§ 10. Læknakanning av kavarum skal fara fram í Føroyum.
Stk. 2. Deildin fyri arbeiðsmedisin kann gera frávik frá ásetingini í stk. 1.
Leiðreglur
§ 11. Deildin fyri arbeiðsmedisin góðkennir oyðublað at nýta til læknaváttan fyri vinnukavarar, og ásetur leiðreglurnar fyri læknakanningini.
§ 12. Arbeiðseftirlitið ger av um skap og innihald viðvíkjandi kavaravinnubrævinum.
Kæra
§ 13. Innan 4 vikur frá tí, at kanning av kavara ella umsøkjara er farin fram, kann úrslitið av læknakanningini kærast til Vinnukærunevndina.
Gildi og fyribilsreglur
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi “bekendtgørelse nr. 501 af 25 november 1985 om lægeundersøgelse af erhvervsdykkeraspiranter og erhvervsdykkere, sum sett í gildi við kunngerð nr. 138 frá 3. desember 1990 um kavaraútgerð, um tryggleika og um læknakanning hjá kavarum § 2, stk. 1.
Stk. 3. Læknakanningar, sum eru fingnar eftir kunngerð nevnd í stk. 2, verða verandi í gildi, tó í mesta lagi í 12 mánaðir at rokna frá gildiskomu av hesi kunngerð.
Vinnumálaráðið, 6. august 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)