Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 20-07-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 102 frá 19. juli 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

19. juli 2018Nr. 102

Kunngerð um prístalsjavning av lestrarstuðli

Við heimild í § 19, stk. 2 í løgtingslóg nr.  36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009 verður ásett:

§ 1. Prosentvísa broytingin í miðalprístalium fyri undanfarna ár (2017) í mun til miðalprístalið fyri árið frammanundan (2016) er 1,1%.

§ 2.  Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 4.362 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 2 í løgtingslógini.

Stk. 2. Studningurin til teirra, ið lesa á miðnámi ella í fólkaskúla er kr. 3.857 mánaðarliga, um tann lesandi er forsyrgjari ella kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, sbr. § 7, stk. 2 í løgtingslógini.

Stk. 3. Studningurin til teirra, ið ikki eru fevnd av stk. 2 ella 3, og annars lúka treytirnar fyri at fáa lestrarstuðul, er kr. 1.858 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 4 í løgtingslógini.

§ 3. Lestrarlán sbrt. § 8 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.446 um mánaðin.

§ 4. Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 3.682.

§ 5. Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 2.572.

§ 6. Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.011 fyri hvørt barnið undir 18 ár.

Stk. 2. Studningurin til einsamallar uppihaldarar sbrt. § 12 stk. 4 í løgtinglógini er kr. 1.549 um mánaðin.

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2018.

 

 

Mentamálaráðið, 19. juli 2018

 

Rigmor Dam (sign.)

landsstýrismaður

/ Hjalmar Hansen (sign.)