6. desember 1978Nr. 103
Kunngerð um forboð móti innflutningi og sølu av tuningslutum til prutl
Við heimild í § 10, 2. stk., í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Innflutningur og søla av tuningslutum til prutl er forboðin.
§ 2. Sum tuningslutur er at skilja útgerð, ið kann nýtast í motori ella í sambandi við motorin á prutli, og sum kann fáa akfarið at ganga skjótari, enn tað er floksgóðkent til.
2. stk. Útgerð, ið er ætlað til nýtslu í motori ella í samband við motor á prutli samsvarandi floksgóðkenning, verður ikki roknað sum tuningslutur.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.