Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 106 10. juli 2017
Kunngerð um treytir hjá kapitalfeløgum í sambandi við skráseting av umbýtiligum skuldarbrøvum í einari virðisbrævamiðstøð
Við heimild í § 172 og § 319, stk. 4 í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg verður ásett:
§ 1. Fyri umbýtilig skuldarbrøv, ið eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, og sum eru givin út gjøgnum eina virðisbrævamiðstøð, skal høvuðsleiðsla kapitalfelagsins tryggja, at virðisbrævamiðstøðin alt fyri eitt fær fylgjandi upplýsingar og broytingar í hesum:
1) Navn, adressa og v-tal hjá kapitalfelagnum.
2) Samlaða lánsupphæddin við upplýsing um tal av skuldarbrøvum og stødd á pørtunum.
3) Rentutreytir og gjaldstreytir.
4) Ta løtu, tá umbýtið fer fram.
5) Møguligar serligar treytir.
Stk. 2. Áðrenn ta løtu, har umbýtið av skuldarbrøvum kann fara fram, skal høvuðsleiðsla felagsins fráboða virðisbrævamiðstøðini um umbýtingarkurs og broytingar í hesum.
Stk. 3. Umbýtilig skuldarbrøv kunnu ikki gevast út gjøgnum eina virðiðsbrævamiðstøð, áðrenn kapitalfelagið er skrásett hjá Skráseting Føroya.
Stk. 4. Í sambandi við avgerð sambært § 167 í løgtingslógini skal høvuðsleiðsla felagsins tryggja, at møgulig fortekningsrættindi verða skrásett í virðisbrævamiðstøðini við upplýsing um, hvussu nógv fortekningsrættindi krevjast til tekning av nýggjum umbýtiligum skuldarbrøvum.
Stk. 5. Eru umbýtiligu skuldarbrøvini ikki fult inngoldin, skal høvuðsleiðsla felagsins skipa fyri, at hetta verður skrásett í virðiðsbrævamiðstøðini.
§ 2. Kapitalfelagið rindar allar útreiðslur í sambandi við útskriving av umbýtiligum skuldarbrøvum í eini virðiðsbrævamiðstøð. Felagið skal gera avtalu við ein ella fleiri konturekandi stovnar um, at rættindahavararnir fyri rokning felagsins kunnu:
1) fáa teirra umbýtiligi skuldarbrøv skrivað upp og goymd har og
2) fáa fráboðan um umbýting, gjalding o.tíl. umframt árligt kontoúrrit.
Stk. 2. Fyri vinningsgevandi umbýtilig skuldarbrøv skal rættindahavarin fyri rokning felagsins eisini hava fráboðan um vinning o.tíl.
Stk. 3. Rættindahavarin hevur rætt til sjálvur at tilnevna ein kontuførandi stovn, sum, fyri rokning felagsins, røkir tær uppgávur, sum nevndar eru í stk. 1 og 2, um stovnurin mótvegis felagnum átekur sær uppgávurnar fyri sama kostnað, sum felagið annars skuldi goldið til tann stovn, ið felagið hevur gjørt avtalu við.
§ 3. Skulu umbýtingarligu skuldarbrøvini framyvir gevast út gjøgnum eina virðisbrævamiðstøð, skal felagið alt fyri eitt geva virðisbrævamiðstøðini tær upplýsingar, sum eru nevndar í § 1.
Stk. 2. Umbýtiligu skuldarbrøvini hjá felagnum skulu latast inn til ein kontuførandi stovn á tann hátt, ið fyrisettur verður í innkallingini frá virðiðsbrævamiðstøðini. Rættindahavarin og felagið skulu geva tær upplýsingar, ið eru fyrisettar í innkallingini.
Stk. 3. § 63 í løgtingslógini er tilsvarandi galdandi fyri umbýtilig skuldarbrøv.
§ 4. Brot á hesa kunngerð verður revsað við sekt.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi bekendtgørelse nr. 1383 af 11. december 2007 for Færøerne om selskabers forpligtelser ved registrering af børsnoterede konvertible gældsbreve i Værdipapircentralen.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 10. juli 2017
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)