Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 22-09-2005
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2005 A - Hefti 24 A frá 22. september 2005
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

15. september 2005Nr. 106

Kunngerð um maskinmeistaraútbúgving

Við heimild í § 6, stk. 1, § 8, stk. 4, og § 11 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø., verður ásett:

Kapittul 1

Stevnumið

§ 1. Endamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at virka sjálvstøðugt sum maskinmeistari og standa fyri virksemi og viðlíkahaldi av tekniskum útbúnaði á sjógvi og landi.

Stk. 2. Útbúgvingin skal m.a. geva tí lesandi hollan kunnleika til elektro-, maskin-, orku-, og prosesstekniskan útbúnað á sjógvi og landi fyri at tryggja besta atliti  at trygd, umhvørvi og búskaparviðurskiftum.

Kapittul 2

Skipan

§ 2. Útbúgvingin tekur 3 ár.

§ 3. Skúlin skal gera eina útbúgvingarætlan, sum Mentamálaráðið góðkennir og hevur eftirlit við.

Stk. 2. Útbúgvingarætlanin skal m.a. lýsa endamál, skeiðsinnihald, undirvísingarhættir, upptøkukrøv, undirvísingartilfar og próvtøku.

§ 4. Útbúgvingarætlanin  verður løgd soleiðis til rættis, at tann, ið hevur lokið maskinmeistaraútbúgvingina, skal:

1)   lúka STCW`95 konventiónina, so at hann kann fáa sjóvinnubræv eftir kapitli III/2 í konventiónini, tá ið krøvini til starvsvenjing eftir manningarlógini eru lokin,

2)   lúka reglu VI/1 í STCW`95 konventiónini viðvíkjandi ”Familiarization and basic safety training and instruction for all seafarers”,

3)   lúka reglu VI/2 í STCW`95 konventiónini viðvíkjandi ”proficiency in survival craft and rescue boats other than fast rescue boats”,

4)   lúka reglu VI/3 í STCW`95 konventiónini viðvíkjandi ”advanced firefighting”,

5)   kunna leggja til rættis og hava ábyrgd av arbeiðsuppgávum, sum verða framdar við atliti at tí likamliga, sálarliga og evnafrøðiliga arbeiðsumhvørvinum og við støði í váðameting í trygdarviðurskiftum,

6)   hava innlit í galdandi lóggávu og aðrar ásetingar, sum eru týðandi fyri viðkomandi arbeiðsøki, 

7)   hava innlit í fíggjarlig viðurskifti, so at viðkomandi kann taka fíggjarligar avgerðir á arbeiðsplássinum,

8)   kunna taka ábyrgd av fyrisiting, verkskipan og at útbúgva hjálparfólk og

9)   kunna menna og leiða arbeiðið í samstarvi við hjálparfólk og leiðslu.

Stk. 2. Útbúgvingarætlanin skal geva tí lesandi møguleika til at:

1)   taka ástøðiligt grundarlag fyri at fáa løggilding sum elinnleggjari, sambært galdandi lóg um løggilding av elinnleggjarum v.m. ella

2)   taka ástøðiligt grundarlag fyri at:

a)    fáa loyvisbræv sum ketilpassari og kølimontørur, eftir at hava tikið tær arbeiðsroyndir, ið arbeiðseftirlitið krevur, 

b)    kunna luttaka í førleikagevandi skeiðum um innregulering og funktiónskanning av gasskyndum útbúnaði yvir 135 kW og

c)    vera sakkønur sambært kunngerð um trýstíløt og rørskipan undir trýsti.

Kapittul 3

Upptøka

§ 5. Fyri at verða tikin upp á maskinmeistaraútbúgvingina, skal umsøkjari í minsta lagi hava

1)   fráfaringarroynd fólkaskúlans í lærugreinunum føroyskum, donskum, enskum, alisfrøði, evnafrøði  og støddfrøði við í minsta lagi próvtalinum 6 í hvørjari lærugrein og vera

2)   maskinsmiður ella hava samsvarandi yrkisútbúgving innan jarn- ella maskintøkni.

Stk. 2. Skúlastjórin kann taka umsøkjara upp, hóast hesin ikki lýkur ásettu upptøkutreytirnar í stk. 1, um so er, at umsøkjari hevur aðra yrkisútbúgving við ískoytisútbúgving og starvsvenjing, sum samanumtikið kann metast javnt við upptøkutreytirnar í stk. 1, og skúlastjórin annars metir, at umsøkjarin er førur fyri at taka útbúgvingina til ásettu tíðina.

Kapittul 4

Avriksflutningur

§ 6.  Skúlin kann eftir umsókn góðkenna, at útbúgvingar og partar av útbúgvingum, sum tann lesandi hevur staðið, verða flutt fyri javnmett avrik í  skúlanum.

Stk. 2. Avriksflutningur verður góðskrivaður eftir umsókn til skúlan og er treytaður av: 

a)    at kravdu førleikarnir eru skjalprógvaðir

b)    at umsøkjarin í minsta lagi hevur fingið próvtalið 6 ella ”staðið” á sama ella hægri stigi í mun til ta útbúgving ella partar av somu útbúgving, sum avriksflutningur verður søktur um.

Stk. 3. Skúlin kann góðskriva førleikar, ið eru fingnir á annan hátt enn sambært stk. 1, t.d. við vinnuroyndum. Mentamálaráðið skal góðkenna umsóknir sbrt. stk. 3.

Stk. 4. Skúlin kann góðskriva avriksflutning fyri útbúgvingar tiknar sbrt. ”Aftale mellem Mentamálaráðið og Søfartsstyrelsen om anerkendelse af eksamensbeviser”, dagfest mai 1999.

Stk. 5. Avriksflutningur fyri útbúgvingar, sum ikki eru umfataðar av avtaluni sbrt. stk. 4, kann bert verða góðskrivaður av Mentamálaráðnum.

§ 7. Lesandi, sum fáa partar av útbúgvingini fluttar sum avrik, hava ikki skyldu til at luttaka í undirvísing ella próvtøku í  fluttu avrikunum.

Stk. 2. Avrik, sum eru flutt, verða skrásett sum staðin/góðkend.

Kapittul 5

Næmingaskyldur og rættindi

§ 8. Skúlin hevur skyldu til at kunna næmingar um tær reglur, sum eru galdandi fyri skúlan.

Stk. 2. Næmingar hava skyldu til at fylgja teimum reglum um lestrarvirkni, sum skúlin ásetur í lærugreinum, skeiðum o.ø.

Stk. 3. Brot á reglur skúlans kann føra til, at skúlastjórin vísur næmingi burtur frá undirvísingini/skúlanum.

Kapittul 6

Undirvísingarførleiki

§ 9. Lærarar, sum undirvísa í útbúgvingum eftir hesi kunngerð, skulu:

1)   hava útbúgving sum maskinmeistari,

2)   í minsta lagi hava 2 ára starvsroyndir sum maskinmeistari og

3)   í minsta lagi hava staðið bachelorútbúgving frá hægri lærustovni.

Stk. 2. Lærari, ið hevur bachelor- ella kandidatútbúgving í einari ella fleiri lærugreinum,  kann undirvísa í hesum lærugreinum í skúlanum.

Stk. 3. Mentamálaráðið kann eftir umsókn frá skúlanum gera undantak frá reglunum í stk. 1 og 2 í eitt avmarkað tíðarskeið.

§ 10. Hóast ásetingarnar í § 9 kann lærari, sum er í føstum starvi, og sum ikki lýkur krøvini í § 9, halda fram at undirvísa, treytað av, at útbúgvingarliga førleikastøðið í seinasta lagi 5 ár eftir, at henda kunngerð er komin í gildi, er í samsvari við førleikakrøvini í § 9 og § 11.

Stk. 2. Skúlastjórin og lærarin avtala í felag, hvussu lærari kann dagføra útbúgvingina. Mentamálaráðið skal góðkenna avtaluna.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn í serligum føri m.a. orsakað av aldri víkja frá ásetingini í stk. 1 og geva lærara í føstum starvi loyvi at halda fram í starvinum. Landsstýrismaðurin skal biðja um tilráðing frá skúlanum í slíkum málum.

§ 11. Lærari, ið verður settur í fast starv, skal umframt ásetingarnar í § 9 og § 10, hava tikið námsfrøðiliga útbúgving, sum Mentamálaráðið hevur góðkent.

§ 12. Skúlastjórin kann skipa fyri fakligari og námsfrøðiligari eftirútbúgving við atliti at neyðugari dagføring av førleika læraranna, m.a. í tvørfakligum samstarvi.

Kapittul 7

Skeiðsvirksemi

§ 13. Skúlin skal bjóða øll skeið, sum kravd eru til tess at fáa vinnubræv og at mynstra við skipi.

Stk. 2. Skúlin gevur prógv fyri staðin skeið. Um skúlin heldur, at tað er neyðugt, at skeiðsluttakari fær prógv fyri einstøk serskeið, verður hetta gjørt. 

Stk. 3. Skeiðslærari skal lúka førleikakrøvini sambært § 9, stk. 1, nr. 1.

Stk. 4. Mentamálaráðið kann eftir umsókn frá skúlanum góðkenna skeiðslærarar, sum hava aðrar førleikar enn teir  í § 9, stk. 1, nr. 1 nevndu. 

Stk. 5. Skeiðslærari, ið verður settur í fast starv, skal lúka førleikakrøvini í § 11.

Kapittul 8

Próvtøka

§ 14. Skipað verður fyri próvtøku eftir hvørja lestrarhálvu sambært útbúgvingarætlanini.

Stk. 2. Fyri próvtøku, royndarhættir, próvdøming, próvskjøl, kærur um próvtøku osfr. eru reglur ásettar í aðrari kunngerð við heimild í lógini.

Kapittul 9

Kærur

§ 15. Avgerðir, sum skúlin tekur sambært hesi kunngerð, kunnu verða kærdar til landsstýrismannin. Serligar reglur eru galdandi í sambandi við próvtøku, sbr. § 14, stk. 2.

Stk. 2. Kæran verður latin skúlastjóranum, sum ger eitt ummæli, sum kærarin skal hava høvi at gera viðmerkingar til innan eina viku. Skúlastjórin sendir kæruna, ummælið og møguligar viðmerkingar hjá kæraranum til Mentamálaráðið.

Stk. 3. Freistin at kæra eftir stk. 1 er 2 vikur frá tí degi, avgerðin er fráboðað kæraranum.

Kapittul 10

Góðkenning og dygdarmenningarskipan

§ 16. Landsstýrismaðurin góðkennir útbúgvingarstovnar, har maskinmeistaraútbúgving fer fram.

Stk. 2.  Tilrættalegging, útinnan, eftirlit og eftirmeting av útbúgvingini og skeiðunum skal gerast í samsvari við reglur, sum eru ásettar við grundarlagi í STCW ´95 konventiónina. 

Kapittul 11

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 129 frá 14. september 1992 um maskinmeistaraútbúgving, og kunngerð nr. 133 frá 14. september 1992 um reglugerð fyri útbúgvingarráð fyri maskinmeistara- og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar.

§ 18.  Tey lesandi, ið eru byrjað við maskinmeistaraútbúgving, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, halda tó fram eftir teimum í stk. 2 nevndu kunngerðum.

 

 

 

Mentamálaráðið, 15. september 2005

 

 

 

Jógvan á Lakjuni (sign.)

landsstýrismaður

/Petur Petersen (sign.)