Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. november 2010Nr. 106
Kunngerð um kringvarpsgjald, sum seinast broytt við kunngerð nr. 146 frá 18. desember 2013
Við heimild í § 7, stk. 3, 5 og 8 í løgtingslóg nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mai 2010, verður ásett:
Kringvarpsgjald fyri húski
§ 1. Húski við gjaldskyldu hava bústað í húsi ella íbúð. Hóast húskið hevur ræði á fleiri bústøðum, kann húskinum bert verða álagt at rinda eitt kringvarpsgjald.
Stk. 2. Gjaldskyldan er solidarisk fyri øll tey, sum hava fastan bústað hjá húskinum og eru yvir 18 ár.
Stk. 3. Nýggj sjálvstøðug gjaldskylda tekur við, tá ið persónur yvir 18 ár flytur í egnan bústað. Sjálvstøðug gjaldskylda endar, tá ið persónur yvir 18 ár gerst partur av øðrum húski.
§ 2. 1) Húski kunnu verða frítikin fyri at rinda kringvarpsgjaldið, um hesar umstøður gera seg galdandi:
1) tað er próvfast, at eingin í húskinum nýtir tænasturnar hjá Kringvarpi Føroya vegna likamligt ella sálarligt brek,
2) einans hjálpitól, ið hava annað endamál enn at móttaka sendingar hjá Kringvarpi Føroya, eru í húskinum, ella
3) um húskið er miðnámsskúlanæmingur, sum býr einsamallur og ikki er fyltur 22 ár við skúlaársbyrjan.
Stk. 2. Húski kunnu verða frítikin fyri at rinda tann partin av kringvarpsgjaldinum, ið er fyri sjónvarp, um tey undirskriva eina váttan um, at tey ikki hava sjónvarpstól ella internetsamband.
Kringvarpsgjald fyri virki, stovnar o.o.
§ 3. 2) Gjaldskylda áliggur arbeiðsplássi, sum rindar løn til fleiri enn eitt starvsfólk.
Stk. 2. 2) Gjaldskyldan hjá arbeiðsplássinum tekur við, tá virksemið byrjar, og endar, tá virksemið heldur uppat.
Stk. 3. 2) Arbeiðspláss, sum hava færri enn 2 starvsfólk, hava skyldu til at rinda kringvarpsgjald, um tey hava høli, har tikið verður ímóti viðskiftafólki.
Stk. 4. 2) Virki, stovnar o.o., ið reka virksemi á fleiri bústøðum, gjalda eitt kringvarpsgjald fyri hvønn bústað.
§ 4. Kringvarp Føroya kann gera frávik frá ásetingunum í § 3, stk. 3, um serligar umstøður gera seg galdandi. Serligar umstøður kunnu t.d. vera:
1) At tað er próvfast, at starvsfólk á arbeiðsplássinum ikki nýtir tænasturnar hjá Kringvarpi Føroya, t.d. vegna likamligt ella sálarligt brek ella vegna málsligar forðingar,
2) at starvsstaðurin hjá starvsfólki, ið er skrásett undir v-talinum hjá arbeiðsplássi í Føroyum, er uttan fyri føroyskt landamark, sjó- ella loftøki.
Stk. 2. Arbeiðspláss kunnu verða frítikin fyri at rinda tann partin av kringvarpsgjaldinum, ið er fyri sjónvarp, um tey undirskriva eina váttan um, at tey ikki hava sjónvarpstól ella internetsamband.
Stk. 3. Arbeiðspláss kunnu verða frítikin fyri at rinda kringvarpsgjald, um einans hjálpitól, ið hava annað endamál enn at móttaka sendingar hjá Kringvarpi Føroya, eru á arbeiðsplássinum.
Kringvarpsgjald fyri bústaðareindir
§ 5. Bústaðareindir eru fleiri fyribils ella fastir bústaðir, ið eru knýttir saman, og sum ikki hvør sær kunnu virka sum sjálvstøðugir bústaðir.
Stk. 2. Tann, ið eigur bústaðareindir og útvegar øðrum bústað, hevur skyldu at rinda kringvarpsgjald fyri felagshøli í bústaðareindini.
§ 6. Fyri bústaðareindir, har adressan hjá persóni er flutt til bústaðareindina, áliggur gjaldskyldan fyri hvørja bústaðareind búfólkinum, tað veri seg í leigaðum ella framleigaðum kamari, bústaðareind á næmingaheimi, í kostskúla, bústovni, ellis- ella røktarheimi ella á sambýli. Búfólk á ellis- ella røktarheimi, bústovni ella sambýli, sum hava hjúnafelaga, ið rindar kringvarpsgjald, eru tó undantikin gjaldskyldu.
Stk. 2. 2) (Strikað).
Frítøka fyri gjaldskylduni
§ 7. Áheitan, um at verða frítikin fyri at rinda kringvarpsgjald, skal verða stílað Kringvarpi Føroya, sum tekur avgerð um frítøku.
§ 8. Fólk, sum eru í Føroyum í styttri tíðarskeið enn 3 mánaðir, skulu ikki rinda kringvarpsgjald.
Freistir o.a.
§ 9. Kringvarpsgjaldið verður kravt inn 2 ferðir um árið.
Stk. 2. Gjaldið fyri fyrra hálvár verður kravt inn í februar og fyri seinna hálvár í juli.
Stk. 3. Kringvarp Føroya hevur heimild til at gera gjaldsavtalur eftir umsókn, men hevur ikki heimild til at eftirgeva krøv eftir hesi kunngerð.
Stk. 4. Verður gjaldsavtala ella gjaldsfreist ikki hildin, verður eykagjald á kr. 100,00 umframt meirvirðisgjald lagt aftrat gjaldinum.
Stk. 5. Øll gjøld, sum ikki eru goldin rættstundis, verða innan árslok send fútarættinum til innheintingar. Tó verða eingi krøv send fútarættinum, uttan at skuldarin fyrst hevur fingið í minsta lagi ein rykkjara við ávaring um hetta.
Stk. 6. Ov nógv inngoldið kringvarpsgjald verður afturrindað frá fyrst komandi mánaði.
Skrásetingarskylda
§ 10. Kringvarp Føroya hevur skyldu at gera og dagføra eina skrá við neyðugum upplýsingum um húski, arbeiðspláss og høli, sum koma undir gjaldskyldu.
§ 11. Húski skulu skrásetast við:
1) Bústaði hjá húskinum,
2) navni á persóni í húskinum, ið skal rinda kringvarpsgjaldið,
3) nøvnum og føðingardøgum á teimum, ið eru í húskinum.
Stk. 2. Húski, ið ikki frammanundan eru skrásett sum gjaldskyldug hjá Kringvarpi Føroya, fáa uppkrav um kringvarpsgjald sambært upplýsingum úr Landsfólkayvirlitinum. Um Kringvarp Føroya ikki hevur rættar upplýsingar, ger móttakarin í húskinum Kringvarp Føroya vart við neyðugar broytingar.
§ 12. Arbeiðspláss skulu skrásetast við:
1) Navni á virki ella stovni,
2) 2) bústaði,
3) 2) (Strikað).
Stk. 2. Arbeiðspláss, ið ikki frammanundan eru skrásett sum gjaldskyldug hjá Kringvarpi Føroya, fáa uppkrav um kringvarpsgjald sambært upplýsingum frá TAKS. Um Kringvarp Føroya ikki hevur rættar upplýsingar, ger móttakarin Kringvarp Føroya vart við neyðugar broytingar.
§ 13. Bústaðareindir skulu skrásetast við:
1) Navni og bústaði hjá eigara,
2) adressu hjá bústaðareindini,
3) nøvnum á búfólkum, ið koma undir § 6.
Stk. 2. Bústaðareindir, ið ikki frammanundan eru skrásettar sum gjaldskyldugar hjá Kringvarpi Føroya, fáa uppkrav um kringvarpsgjald sambært upplýsingum úr Landsfólkayvirlitinum og frá TAKS. Um Kringvarp Føroya ikki hevur rættar upplýsingar, ger móttakarin Kringvarp Føroya vart við neyðugar broytingar.
§ 14. Høli sbrt. § 3, stk. 4 og § 5, stk. 2 skulu skrásetast við:
1) Navni á virki, stovni ella bústaðareind,
2) bústaði,
3) vinnugrein ella slag av virksemi.
Stk. 2. Høli, ið ikki frammanundan eru skrásett sum gjaldskyldug hjá Kringvarpi Føroya, fáa uppkrav um kringvarpsgjald sambært upplýsingum úr vinnuskránni hjá Skráseting Føroya. Um Kringvarp Føroya ikki hevur rættar upplýsingar, ger móttakarin Kringvarp Føroya vart við neyðugar broytingar.
Gildiskoma og skiftisáseting
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri innkrevjinga av kringvarpsgjaldinum í 2010 og frameftir. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 124 frá 21. desember 2006 um kringvarpsgjald.
Mentamálaráðið, 18. november 2010
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Leivur Harryson (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 15 frá 25. februar 2011, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri innkrevjingina av kringvarpsgjaldinum í 2011 og frameftir.”
2) Broytt við kunngerð nr. 146 frá 18. desember 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014.”