Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 22-09-2005
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2005 A - Hefti 24 A frá 22. september 2005
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

20. september 2005Nr. 107

Kunngerð um skiparaútbúgving

 

Við heimild í § 6, stk. 1, § 8 stk. 4 og § 11 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. verður ásett:

Kapittul 1

Endamál

§ 1. Endamálið við skiparaútbúgvingini er at geva tí lesandi førleika til at arbeiða sum:

1)   stýrimaður á fiskiskipum á øllum høvum.

2)   skipari á fiskiskipum á øllum høvum aftaná lokna siglingartíð sum stýrimaður á fiskiskipi,

3)   stýrimaður á handilsskipum upp til 3000 BT á øllum høvum,

4)   skipari á handilsskipum upp til 3000 BT á øllum høvum aftaná lokna siglingartíð sum stýrimaður á handilsskipum.

Stk. 2. Útbúgvingin skal gera tann lesandi føran fyri at røkja uppgávur sum arbeiðsleiðari umborð á skipum við atliti at galdandi trygdar-, umhvørvis- og arbeiðsumhvørvisreglum. 

§ 2. Útbúgvingin til skipara tekur 1½ ár.

Kapittul 2

Skipan av útbúgvingini

§ 3. Skúlin skal gera eina útbúgvingarætlan, sum Mentamálaráðið skal góðkenna og hevur eftirlit við.

Stk. 2. Útbúgvingarætlanin skal m.a. lýsa endamál, innihald, undirvísingarhættir, upptøkukrøv, undirvísingartilfar og próvtøku.

§ 4. Útbúgvingarætlanin verður løgd soleiðis til rættis, at útbúni skiparin skal:

1)   lúka STCW 95 konventiónina, soleiðis at útskrivast kunnu loyvi samsvarandi kapittul II/2 í konventiónini fyri stýrimenn og skiparar á skipum upp til 3000 BT,

2)   lúka STCW-F konventiónina, soleiðis at útskrivast kunnu loyvi samsvarandi kapitul II reglu 1 og 2 í konventiónini fyri stýrimenn og skiparar á fiskiskipum,

3)   kunna luttaka í trygdar- og umhvørvistilbúgvingini á minni skipum, og eftir verkligar royndir sum stýrimaður verða førur fyri at taka ábyrgdina av henni,

4)   hava ment evnini at samstarva og átaka sær ábyrgd av leiðsluuppgávum, ið eru knýttar at starvinum sum yvirmaður á smærri skipum,

5)   hava kunnleika til, hvussu smærri skip eru bygd og útgjørd og til siglingarfrøðiliga og maskintøkniliga arbeiðið umborð.

Kapittul 3

Atgongd

§ 5. Atgongd til skiparaútbúgvingina hevur umsøkjari, sum hevur:

1)   fráfaringarroynd fólkaskúlans í lærugreinunum føroyskum, donskum, enskum, alisfrøði, evnafrøði  og støddfrøði við í minsta lagi próvtalinum 6 í hvørjari lærugrein og

2)   tikið helmingin av ásettu krøvunum til siglingartíð sambært kunngerð um útgávu av vinnubrøvum.

Stk. 2. Skúlastjórin kann víkja frá ásetingunum í stk. 1, um umsøkjari lýkur aðrar fortreytir enn tær, sum eru nevndar í stk. 1, og  mett verður, at hann er førur fyri at taka útbúgvingina til ásettu tíðina.

Kapittul 4

Avriksflutningur

§ 6. Skúlin kann eftir umsókn góðkenna, at útbúgvingar og partar av útbúgvingum, sum tann lesandi hevur staðið, verða flutt fyri javnmett avrik á  skúlanum.

Stk. 2. Avriksflutningur verður góðskrivaður eftir umsókn til skúlan og er treytaður av: 

a)    at kravdu førleikarnir eru skjalprógvaðir, og

b)    at umsøkjarin í minsta lagi hevur fingið próvtalið 6 ella ”staðið” á sama ella hægri stigi í mun til ta útbúgving ella partar av somu útbúgving, sum avriksflutningur verður søktur um.

Stk. 3. Skúlin kann góðskriva førleikar, ið eru fingnir á annan hátt enn sbrt. stk. 2, t.d. við vinnuroyndum. Mentamálaráðið skal góðkenna avgerðir skúlans sbrt. stk. 3.

§ 7. Lesandi, sum fáa partar av útbúgvingini fluttar sum avrik, hava ikki skyldu til at luttaka í undirvísing ella próvtøku í flutta avrikinum.

Stk. 2. Avrik, sum eru flutt, verða skrásett sum staðin/góðkend.

Kapittul 5

Næmingaskyldur og rættindi

§ 8. Skúlin skal kunna næmingar um tær reglur, sum eru galdandi í skúlanum.

Stk. 2. Næmingar hava skyldu at fylgja ásettum reglum um lestrarvirkni í lærugreinum, skeiðum o.ø.

Stk. 3. Lesandi, sum ferð eftir ferð fremur grovt brot á reglur skúlans, kann verða vístur burtur úr skúlanum.

Kapittul 6

Undirvísingarførleiki

§ 9. Lærari, sum undirvísir skiparum eftir hesi kunngerð, skal hava:

1)   útbúgving sum skipsførari,

2)   í minsta lagi 2 ára starvsroyndir sum skipsførari og

3)   staðið bachelorútbúgving frá hægri lærustovni.

Stk. 2. Mentamálaráðið kann eftir umsókn frá skúlanum gera undantak frá reglunum í stk. 1 í eitt tíðarskeið.

§ 10. Lærari, sum er í føstum starvi og ikki lýkur krøvini í § 9, kann halda fram at undirvísa, treytað av, at førleikastøðið hjá viðkomandi í seinasta lagi 5 ár eftir, at henda kunngerð er komin í gildi, er í samsvari við ásettu krøvini í § 9 og § 11.

Stk. 2. Skúlastjórin og lærarin avtala í felag, hvussu lærari kann dagføra útbúgvingina. Mentamálaráðið skal góðkenna avtaluna.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn í serligum føri m.a. orsakað av aldri víkja frá ásetingini í stk. 1 og geva lærara í føstum starvi loyvi at halda fram í starvinum. Landsstýrismaðurin skal biðja um tilráðing frá skúlanum í slíkum málum.

§ 11. Lærari, ið verður settur í fast starv, skal umframt ásetingarnar í §§ 9 og 10, hava tikið námsfrøðiliga útbúgving, sum Mentamálaráðið hevur góðkent.

§ 12. Skeiðslærari skal lúka førleikakrøvini sambært § 9, stk. 1 nr. 1. og 2.

Stk. 2. Mentamálaráðið kann eftir umsókn frá skúlanum góðkenna skeiðslærarar, sum hava aðra útbúgving, skeið og viðkomandi starvsroyndir enn tær í § 9 stk. 1, nr. 1 og 2 nevndu.

Stk. 3. Fyri at vera settur í fast starv skal skeiðslærari lúka førleikakrøvini í § 11.

§ 13. Skúlastjórin kann skipa fyri fakligari og námsfrøðiligari eftirútbúgving við atliti at neyðugari dagføring av førleika læraranna, m.a. í tvørfakligum samstarvi.

Kapittul 7

Skeiðsvirksemi

§ 14. Skúlin skal bjóða tey skeið, sum kravd eru til tess at fáa vinnubræv og at mynstra við skipi.

Stk. 2. Skúlin gevur prógv fyri staðin skeið.

Kapittul 8

Próvtøka

§ 15. Skipað verður fyri próvtøkum eftir hvørja lestrarhálvu sambært útbúgvingarætlanini.

Stk. 2. Fyri próvtøku, royndarhættir, próvdøming, próvskjøl og kærur um próvtøku eru serligar reglur við heimild í § 2 í lóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. galdandi.

Kapittul 9

Kærur

§ 16. Avgerðir, sum skúlin tekur sambært hesi kunngerð, kunnu verða kærdar til landsstýrismannin.

Stk. 2. Kærur sbrt. stk. 1 verða latnar skúlastjóranum, sum ger eitt ummæli, sum kærarin skal hava høvi at gera viðmerkingar til innan eina viku. Skúlastjórin sendir kæruna, ummælið og møguligar viðmerkingar hjá kæraranum til Mentamálaráðið.

Stk. 3. Freistin at kæra eftir stk. 1 er 2 vikur frá tí degi, avgerðin er fráboðað kæraranum. 

Kapittul 10

Góðkenning og dygdarmenningarskipan

§ 16. Landsstýrismaðurin góðkennir útbúgvingarstovnar, har skiparaútbúgving fer fram.

Stk. 2. Skipan, eftirlit og eftirmeting av undirvísingini verður framt í samsvari við ásetingar frá landsstýrismanninum um dygdarmenning og skjalprógvan av maritimu útbúgvingunum.

Kapittul 11

Gildiskoma

§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 186 frá 22. desember 1992 um frálæru, lærukrøv og próvtøkuhald á heimaskipara-, skipara- og skipsføraraútbúgvingunum við seinni broyting, kunngerð nr. 147 frá 5. juli 1993 um próvtøkuhald innan heimaskipara- skipara- og skipsføraraútbúgvingum og kunngerð nr. 116 frá 5. juli 1995 um upptøku til heimaskipara-, skipara- og skipsføraraútbúgving á sjómansskúlunum í Føroyum við seinni broyting.

 

 

Mentamálaráðið 20. september 2005

 

 

Jógvan á Lakjuni (sign.)

landsstýrismaður

/Petur Petersen (sign.)