Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 16-10-2015
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2015 A - Kunngerð 110 frá 7. oktober 2015
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

7. oktober 2015Nr. 110

Kunngerð um støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið, handilsøkið og skrivstovuøkið

Við heimild í § 5, stk. 2, § 6, stk. 6, § 8, stk. 2, § 10, stk. 2, § 12, § 14, § 16, stk. 2 og 4, § 18, stk. 2 og § 19, stk. 3 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, hadils- og skrivstovuøkið, verður ásett:

Kapittul 1

Stevnumið, bygnaður og upptøka

§ 1. Undirvísingin skal sum heild:

1)   menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan,

2)   leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving, og

3)   nøkta tørvin hjá vinnuni, tá ið um ræður fakligan førleika og almennan kunnleika.

Stk. 2. Námsætlanirnar í almennum lærugreinum og økislærugreinum, saman og í mest møguligan mun hvør sær, skulu síggja til, at næmingurin ognar sær teir førleikar, sum eru nevndir í lógini, sbr. § 3, stk. 2. Teir meginførleikar, ið skulu røkkast í sambandi við FHS útbúgvingina, eru lýstir í skjali 1 til hesa kunngerð.

§ 2. Undirvísingin kann fevna um ein ella fleiri av hesum pørtum, sum landsstýrismaðurin góðkennir hvønn sær:

1)   Ein eitt ára útbúgving við atliti at:

a)    Veita næminginum sjálvstøðugt prógv, sbr. § 2, stk. 1, í lógini,

b)    verða støði undir og partur av yrkisútbúgving, sbr. § 2, stk. 2, í lógini, og

c)    verða støði undir upptøku til 2. árið í búskaparbreytini sbrt. § 16 í kunngerð nr. 7 frá 22. januar 2013 um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar, Upptøkukunngerðin.

2)   tvey ára støðisútbúgving við atliti at ávísum framhaldandi yrkisútbúgvingum, sbr. § 2, stk. 2 í lógini,

3)   støðisútbúgving við avmarkaðari undirvísing fyri næmingar við serligum forkunnleikum, sbr. § 4, stk. 1 í lógini,

4)   stakgreinalestur, sjálvlestur ella fjarlestur, sbr. § 4, stk. 4 og 5 í lógini, ella

5)   styttri vinnulig framhaldsskeið eftir lokna støðisútbúgving, annaðhvørt sum partur av einari yrkisútbúgving ella sum skeið, ið vinnan ynskir, sbr. § 4, stk. 2 og 3 í lógini.

Stk. 2. Samlisið eigur at verða millum allar partar í tann mun, ið skúlin kann tryggja næminginum nøktandi undirvísing í lærugreinunum.

Stk. 3. Útbúgving eftir stk. 1, nr. 4, nýtist ikki at miða ímóti FHS prógvi.

Stk. 4. Útbúgving eftir stk. 1, nr. 2, kann geva prógv eftir stk. 1, nr. 1, litra a, um treytirnar eru loknar.

Upptøka

§ 3. Upptøka á FHS er treytað av, at umsøkjarin:

1)   Hevur lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði, og

2)   hevur lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.

Stk. 2. Velur umsøkjari framhaldsmál sbrt. § 5, stk. 3, skal hann hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í nevnda framhaldsmáli, og skal hava lokið omanfyri nevndu royndir við nóg góðum úrsliti og vera førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt.

§ 4. Umsøkjari, sum ikki lýkur treytirnar í § 3, stk. 1, kann tó verða tikin upp við støði í meting hjá leiðara útbugvingarstovnsins. Metingin hjá leiðara útbúgvingarstovnsins byggir á ársmet og royndarmet, sum umsøkjarin hevur við sær, umframt á førleikaummæli, samrøðu ella á fakliga upptøkuroynd í eini ella fleiri lærugreinum.

Stk. 2. Fakliga upptøkuroyndin skal vera á sama fakliga stigi, sum royndirnar í 9. flokki í fólkaskúlanum.

Stk. 3. Verður umsøkjari vístur til fakliga upptøkuroynd, skal umsøkjarin sleppa til roynd í seinasta lagi 4 vikur eftir, at umsóknarfreistin er farin.

Stk. 4. Skúlin avger royndarformin, harundir um royndin er skrivlig, munnlig, um tíðarkarm, fyrireikingartíð o.s.fr., og í hvørjum lærugreinum fakliga upptøkuroyndin skal verða hildin.

Stk. 5. Leiðari útbúgvingarstovnsins tekur avgerð um upptøku.

§ 5. Umsøkjari, sum ikki hevur møguleika at lúka treytirnar í § 4, stk. 1, t.d. vegna uppihald uttanlands ella útlendskt upphav, kann verða tikin upp, um skúlin metir, at umsøkjarin hevur tær neyðugu fakligu og málsligu fyritreytirnar fyri at fullføra útbúgvingina til ásetta tíð. Umsøkjarin kann vera vístur til eina upptøkuroynd, ið skúlin, ið søkt verður inn á, skipar fyri.

Stk. 2. Næmingur við serligum forkunnleika sbr. § 2, stk. 1, nr. 3, skal hava lokið miðnámsútbúgving ella samsvarandi.

Stk. 3. Umsøkjari, ið lýkur upptøkutreyt eftir § 3, ella sum eftir meting leiðara útbúgvingarstovnsins lýkur fakligu fortreytirnar í tí ávísu lærugreinini, sum søkt verður um upptøku á, kann takast upp sum stakgreinalesandi ella sjálvlesandi í støkum lærugreinum.

Kapittul 2

Innihaldið í útbúgvingini

§ 6. Lærugreinirnar eru býttar sundur í:

1)   Almennar lærugreinir, sum eru kravdar í allari støðisútbúgvingini, tó ikki í útbúgvingini eftir § 2, stk. 1, nr. 3, har góðskrivað verður fyri ávísar lærugreinir, og sum verða kravdar í framhaldi til búskaparbreytina,

2)   vallærugreinir, og

3)   yrkislærugreinir, ið annaðhvørt eru økislærugreinir ella handilsfak.

Stk. 2. Næmingur, ið ætlar sær víðari á búskarparbreytini, skal hava støddfrøði á C stigi.

Stk. 3. Klokkutímatalið fevnir ikki um tíðarskeiðið, tá ið skrivligar royndir í sambandi við eftirmeting fara fram.

Stk. 4. Fyri næming, sum hevur eyðsæddan tørv á tí í seinna støðisárinum, kann skúlin annaðhvørt skipa fyri undirvísing og próvtøku á C stigi í staðin fyri á B stigi ella í hendingaføri lata næmingin fylgja undirvísingini á B stigi og fara til próvtøku á C stigi.

Stk. 5. Undirvísing við tveimum støðisárum fer fram eftir góðkenning frá Mentamálaráðnum.

Almennar lærugreinir

§ 7. Almennar lærugreinir eru ástøðilig og verklig undirvísing, ið skal geva útbúgvingini fakliga breidd, persónsmennan, mennan av lestrarførleika næmingsins og fatan hansara av samfelagnum og samfelagsmenningini.

Stk. 2. Almennar lærugreinir í støðisútbúgvingini verða skipaðar undirvísingarliga í D, C og B stig.

Stk. 3. Skipanin av kravdum almennum lærugreinunum 1. árið er henda:

1)   Enskt C, 100 klokkutímar.

2)   Føroyskt C, 105 klokkutímar.

3)   Kunningartøkni C, 75 klokkutímar.

4)   Lestrarmenning, 25 klokkutímar.

5)   Samfelagsfrøði C, 75 kokkutímar.

6)   Sølubúskapur C, 100 klokkutímar.

7)   Virkisbúskapur C, 125 klokkutímar.

Stk. 4. Fasta verkætlanin smbrt. § 11 stk. 2 og 4 er við í samlaða tímatalinum smbrt. § 15 stk. 1.

Stk. 5. Skipanin av kravdum almennum lærugreinunum 2. árið er henda:

1)   Enskt B, 200 klokkutímar í tvey ár.

2)   Sølubúskapur B, 225 klokkutímar í tvey ár.

3)   Virkisbúskapur B, 250 klokkutímar í tvey ár.

Vallærugreinar

§ 8. Vallærugreinir eru lærugreinir, sum skulu stuðla uppundir at nøkta serligan áhuga og útbúgvingarynski hjá næminginum.

Stk. 2. Allir næmingar í støðisútbúgvingini skulu hava minst eina vallærugrein um árið.

Stk. 3. Vallærugreinirnar eru:

1)   Altjóða.búskapur C, 75 klokkutímar.

2)   Dekoratión C, 75 klokkutímar.

3)   Forritan C, 75 klokkutímar.

4)   Innovatión og íverksetan C, 75 klokkutímar.

5)   Ítrótt og heilsa C, 75 klokkutímar.

6)   Mentanarfatan C, 75 klokkutímar.

7)   Oljufrøði C, 75 klokkutímar.

8)   Spanskt C, 75 klokkutímar.

9)   Støddfrøði C, 125 klokkutímar.

10) Týskt framhaldsmál C, 75 klokkutímar.

Økislærugreinir

§ 9. Tilboð skúlans til næmingarnar at taka økislærugreinir og handilsfak sum vallærugrein, skulu vera háttað soleiðis, at tey eru fastur liður í undirvísingarætlanini í viðkomandi skúlaári og soleiðis, at næmingurin fær undirvísing í minsta lagi 75 klokkutímar í vallærugreinum.

§ 10. Skúlin skal í árligu undirvísingarætlanini bjóða næmingunum í minsta lagi 75 klokkutímar í økislærugreinum at velja ímillum í fyrra støðisárinum, og í minsta lagi 75 klokkutímar í økislærugreinum í seinna støðisárinum. Økislærugreinirnar eru býttar upp í hesar linjur:

1)   FHS almenn linja,

2)   FHS handils linja,

3)   FHS skrivstovu linja.

Stk. 2. Høvuðsevnini í økislærugreinunum eru nevnd í skjali 2 til hesa kunngerð og neyvlýst í námsætlanunum. Mentamálaráðið kann góðkenna nýggjar økislærugreinir og onnur evni. Treytin fyri góðkenning er, at førleikamál, evni og tímatal eru lýst.

Stk. 3. Næmingur kann bert hava somu økislærugrein eina ferð á sama stigi.

Handilsfak

§ 11. Handilsfak er felagsheiti fyri undirvísingartímar, sum skúlin setir av í árligu undirvísingarætlanini til serlig tiltøk og serliga undirvísing. Avsetingin kann verða gjørd sum einstakir dagar ella einstakir tímar, sum røkka yvir eitt styttri ella longri tíðarskeið. Dømi kunna finnast i skjali 2.

Stk. 2. Føstu verkætlanirnar eru minst 26 klokkutímar samanhangandi skeið í tíð og evni, ið verða løgd inn sum fastur partur í árligu undirvísingarætlanini. Endamálið er, at næmingurin lærir at samstarva um loysn av einari ítøkiligari uppgávu, ið skal vera so fjølbroytt og tvørfaklig, sum til ber. Dømi um evni eru í skjali 3 til hesa kunngerð.

Stk. 3. Evnini í verkætlanunum eiga at verða vald soleiðis, at økislærugreinir kunnu verða partur av evninum. Føstu verkætlanirnar kunnu eisini fevna um, t.d. Ungt virki.

Stk. 4. Fasta verkætlanar undirvísingin eigur hjá tí einstaka næminginum at fevna um í minsta lagi 53 klokkutímar í fyrra støðisárinum og í minsta lagi 156 klokkutímar í seinna støðisárinum.

Stk. 5. Føstu verkætlanirnar skulu leggjast til rættis eftir reglunum í serstøkum skjali, sbr. skjal 3 til hesa kunngerð.

Næmingar við serligum forkunnleika

§ 12. Sum grundarlag undir eini framhaldandi yrkisútbúgving fyri næmingum við serligum forkunnleikum, sbr. § 2, stk. 1, nr. 3, eru minstukrøvini fyri lokna støðisútbúgving hesi:

1)   Virkisbúskapur á C stigi,

2)   sølubúskapur á C stigi,

3)   kunningartøkni C, og

4)   ein vallærugrein, har valt verður ímillum vinnulívsrætt á C stigi og altjóða búskap, virkisbúskap, sølubúskap og kunningartøkni á B stigi ella økislærugreinir við í minsta lag 75 klokkutímum samanlagt.

Stk. 2. Undirvísingin verður løgd til rættis sum stakgreinaundirvísing. Skúlin kann seta flokkar á stovn sum dagundirvísing ella kvøldundirvísing, um næmingagrundarlagið er nóg stórt, og um tímatalið fyri lærugreinirnar verður skert við í minsta lagi einum fimtingi.

Stk. 3. Farið verður til próvtøku eftir reglunum í kapittul 4.

Stk. 4. Skúlin ásetir lærugreinagjald, sum Mentamálaráðið góðkennir fyri undirvísing eftir hesi grein.

Stakgreinalestur o.l.

§ 13. Skúlin kann skipa fyri stakgreinalestri, sjálvlestri og fjarlestri, sbr. § 4, stk. 4 og 5 í lógini.

Stk. 2. Skúlin kann skipa fyri serligum flokkum til stakgreinalestur í lærugreinum, sum eru partur av útbúgving sbrt. § 2, stk. 1, nr. 1 og 2, um næmingagrundarlagið er nóg stórt, og um tímatalið fyri lærugreinirnar verður skert við í minsta lagi einum fimtingi.

Stk. 3. Skúlin eigur at geva einstaklingum møguleika at taka stakgreinalestur sum fjarlestur, um skúlin hevur møguleika til tess.

Stk. 4. Farið verður til próvtøku eftir reglunum í kapittul 4.

Stk. 5. Skúlin ásetir lærugreinagjald, sum Mentamálaráðið góðkennir, fyri undirvísing eftir hesi grein.

Styttri framhaldsskeið

§ 14. Skúlin kann við loyvi landsstýrismansins skipa fyri styttri vinnuligum framhaldsskeiðum eftir lokna støðisútbúgving, annaðhvørt sum:

1)   Partur av einari yrkisútbúgving, sbr. § 4, stk. 2, í lógini, ella

2)   sum skeið, ið vinnuni tørvar, sbr. § 4, stk. 3, í lógini.

Stk. 2. Skúlin ásetir gjald, sum Mentamálaráðið góðkennir, fyri undirvísing eftir hesi grein.

Námsætlan

§ 15. Árliga klokkutímatalið hjá tí einstaka næminginum liggur vanliga um 900 tímar sbr. tó ásetingarnar um tímatal í §§ 7, 8, 9, 10 og 11. Umleið 5 vikur verða settar av til próvtøku og umleið 35 vikur verða nýttar til undirvísing.

§ 16. Mentamálaráðið ger námsætlanir fyri almennar lærugreinir, vallærugreinir og økislærugreinir við tvørfakligum samstarvi, soleiðis at skrivligir og munnligir málbúnar verða styrktir í øllum lærugreinum.

Kapittul 3

At ráðleggja og fremja undirvísing

§ 17. Undirvísingin verður løgd til rættis og framd, soleiðis at málini við útbúgvingini í síni heild verða rokkin, og somuleiðis, at málini í teimum einstøku námsætlanunum verða nádd.

Stk. 2. Ymisku fortreytirnar og ymisku evnini hjá næmingunum skulu vera havd í huga, tá ið undirvísingin verður løgd til rættis.

Stk. 3. Undirvísingin í kravdu lærugreinunum og vallærugreinunum kann verða samskipað í valbólkar tvørtur um breytamørk og floksmørk.

Stk. 4. Í serstøkum førum kunnu fleiri lærarar røkja undirvísingina í einari lærugrein, men leiðari útbúgvingarstovnsins skal gera av ábyrgdarbýtið í sambandi við samlaðu undirvísingina, eftirmeting, royndir og próvtøkur.

Læraratoymi

§ 18. Endamálið við toymisarbeiðinum er at fyrireika og leggja undirvísingina til rættis.

Stk. 2. Toymið skal ráðleggja, eftirmeta og menna undirvísingina, men leiðari útbúgvingarstovnsins ger av í hvørjum einstøkum føri, hvørjar uppgávurnar hjá toyminum eru.

Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal gera karmar fyri læraratoymið, sum m.a. skulu fevna um

1)   hvussu toymið verður skipað,

2)   meginreglur fyri luttøku lærarans í toymum,

3)   eina lýsing av uppgávunum og virkseminum hjá toyminum,

4)   leiklutin hjá leiðsluni í toyminum,

5)   avgerðarbýtið millum leiðslu og toymi, og

6)   eftirmeting av toymisarbeiðinum.

§ 19. Fyri hvønn upprunaflokk setir leiðari útbúgvingarstovnsins eitt flokstoymi, ella hann velur at nýta aðra fortreyt enn upprunaflokkin sum toymiseyðkenni. Toymi kunnu eftir tørvi virka í styttri ella longri tíð.

Lestrarætlan

§ 20. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal skipa so fyri, at toymið samskipar undirvísing og skrivlig avrik.

Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal í samráði við læraratoymið staðfesta eina stutta og yvirskipaða lestrarætlan fyri flokkin.

Stk. 3. Lestrarætlanin skal vera leisturin, sum allir lærarar ráðleggja eftir, og lestrarætlanin skal staðfesta, hvør lærari hevur ábyrgdina av teimum ymisku undirvísingarpørtunum.

Stk. 4. Lestrarætlanin skal ikki fara í smálutir, men í høvuðsheitum fevna um raðfylgjuna, longdina og høvuðsinnihaldið, lýst við nágreiniligum stikkorðum av komandi stórum undirvísingargongdum, umframt skrivlig avrik.

Stk. 5. Lestrarætlanin skal fevna um allar floksins lærugreinar og samspælið millum tær. Ætlanin skal fevna um at nýta fjølbroyttar arbeiðshættir innan t.d. skrivlig avrik, virtuellar framløgur og verkætlanir. Ætlanin skal eisini fevna um fakligar útferðir o.s.fr.

Stk. 6. Lestrarætlanin skal býta arbeiðsbyrðu næminganna javnt út á útbúgvingartíðarskeiðið.

Stk. 7. Lestrarætlanin skal verða dagførd eftir tørvi og vera teldutøk hjá teimum, sum ætlanin fevnir um.

§ 21. Tá næmingur á fyrsta sinni fær undirvísing í einari lærugrein, ella hann á fyrsta sinni fær undirvísing á einum hægri lærugreinastigi, skal hann hava eina lestrarætlan útflýggjaða, ella vera við at gera eina lestrarætlan. Møguligar seinni dagføringar verða gjørdar í samstarvi við næmingarnar.

Skrivlig avrik

§ 22. Fyri at dygdin í útbúgvingini hjá tí einstaka næminginum skal vera samsvarandi endamálinum við útbúgvingini og málunum í námsætlanunum, er neyðugt, at næmingurin fær venjing í at skriva.

Stk. 2. Stigvís framtøka skal vera í krøvunum til ta skrivligu venjingina. Tey skrivligu avrikini skulu vera partur av dagligu innanhýsis eftirmetingini.

§ 23. Lestrarfyrireikandi skriviførleikar eru at skilja sum

1)   tilvitska um tekstslag,

2)   at nýta rættan málsligan búna,

3)   at skipa evni,

4)   at grundgeva,

5)   at nýta sitat,

6)   at lýsa við myndum, grafum og tílíkt,

7)   at leggja fram og

8)   at nýta tilvísingar, gera notur og bókmentalista.

§ 24. Skrivlig venjing í lærugreinum og í lærugreinasamstarvi skal vera við til at menna lestrarfyrireikandi skriviførleikarnar hjá einstaka næminginum, soleiðis at

1)   næmingurin fær ment sítt fimi og økt sína fakligu vitan,

2)   næmingurin fær venjing í at lata eitt fakligt evni í tann rætta málsliga búnan,

3)   næmingurin sjálvur gerst førur fyri at viðgera spurningar skrivliga,

4)   næmingurin fær venjing í at vera skipaður, hava yvirlit og at fara í dýpdina,

5)   næmingurin fær venjing í at samskifta og at bera fram greiðan boðskap, og

6)   næmingurin fær vant seg at skriva.

§ 25. Leiðari útbúgvingarstovnsins raðfestir nýtsluna av skrivligum venjingum, bæði í einstøku lærugreinini og í lærugreinasamstarvinum, og leiðarin ger av, hvør lærari skal átaka sær uppgávuna at undirvísa í júst teimum skriviførleikum, sum eru nevndir í § 23.

Stk. 2. Yvirskipað skal tíðin, sum brúkt verður til skrivlig avrik vera eins long fyri øll.

Stk. 3. Leiðarin kann, tá ið talan er um serligan tørv, víkja frá ásetingum í stk. 2.

Næmingatíð

§ 26. Nøgdin av skrivligum venjingum verður gjørd upp í næmingatíð.

Stk. 2. Næmingatíðin er tann tíðin, mett verður, at ein miðal næmingur, á einum ávísum lærugreinarstigi, nýtir til at framleiða eitt nøktandi uppgávusvar, uttan fyri vanliga undirvísingartíð.

Stk. 3. Innanhýsis jólaroyndir, várroyndir, terminsroyndir og tílíkt eru ikki at rokna sum næmingatíð.

§ 27. Leiðari útbúgvingarstovnsins lutar út næmingatíð eftir reglum í § 28, og næmingarnir verða kunnaðir um næmingatíðina, sum er lutað tí einstaka skrivliga avrikinum.

§ 28. Næmingatíðin til skrivliga venjing í ymisku lærugreinunum skal í minsta lagi vera lutað sum ásett í skjali 4 um næmingatíðir.

§ 29. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann krevja, at næmingur skal vera til staðar, tá ið hann nýtir næmingatíð til skrivlig avrik, t.d. á einum skriviverkstaði uttan fyri vanligu tímatalvu næmingsins.

§ 30. Umframt næmingatíðina í § 28 skal leiðari útbúgvingarstovnsins seta næmingatíð í grunn at nýta til serlig átøk, eitt nú til

1)   næmingar við serligum tørvi,

2)   næmingar, sum hava serligan tørv á próvtøkuvenjing, og

3)   hækking av einstøkum næmingatíðum sbrt. § 28.

Stk. 2. Hækkar leiðari útbúgvingarstovnsins einstakar næmingatíðir sbr. § 28, eigur hetta at verða gjørt við atliti at

1)   frágreiðingum í sambandi við royndararbeiði,

2)   frágreiðingum í sambandi við verkætlanir,

3)   skrivligum avrikum tvørtur um lærugreinar,

4)   skrivligum eykavenjingum av serligum orsøkum.

Stk. 3. Í grunnin skulu í minsta lagi verða settir 5 tímar av næmingatíð fyri hvønn næming tann 1. september hvørt skúlaár.

§ 31. Í sambandi við at skrivlig arbeiði verða eftirmett, skal næmingur javnan hava at vita, hvør fakliga støðan er, og hann skal somuleiðis hava eina nágreinliga lýsing av veikleikum og dygdum í hansara skrivligu avrikum.

§ 32. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal javnan útvega sær vitan um fakligu støðuna í tí einstaka flokkinum. Hann skal serliga útvega sær kunnleika um skrivligu førleikarnar. Við hesi vitan í huga skal leiðarin í samráði við læraratoymið gera eitt nýtt býti av næmingatíð, um hann heldur tørv vera á tí, tó ongantíð minni enn ásetingin í skjali .

§ 33. Skrivligar venjingar í lærugreinum, sum hava fingið tillutaða næmingatíð, skulu verða eftirmettar, og fleiri eftirmetingarhættir kunnu verða nýttir, har ímillum

1)   at rætta skrivlig svar, sum einstaklingar hava latið inn, t.d. uppgávur, mátingar og innanhýsis jólaroynd, várroynd, terminsroyndir, ársroyndir o.s.fr.,

2)   at rætta og viðmerkja skrivlig einstaklingsavrik og bólkaavrik,

3)   at gera viðmerkingar til lutvíst liðug avrik í ávegisskriving,

4)   at hava samrøðu við einstaklingar og næmingabólkar, ella

5)   ein samanrenning av nr. 1-4.

§ 34. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger leiðreglur fyri, hvussu eftirmetingin skal fara fram í teimum einstøku lærugreinunum.

Kapittul 4

Eftirmeting og próvtøka

Eftirmeting

§ 35. Undirvísingin skal javnan eftirmetast til Innanhýsis nýtslu, so at næmingar og lærarar fáa kunnleika um úrslitið av undirvísingini. Harumframt skal fakliga støðið hjá tí einstaka næminginum eftirmetast til uttanhýsis nýtslu. Hetta verður gjørt við støðumeti og ársmeti.

§ 36. Ársmet verða givin við skúlaárslok í øllum almennumlærugreinum, yrkislærugreinum og vallærugreinum, sum næmingurin hevur havt í minsta lagi 75 klokkutímar í, og skrivað í próvtøkubók, í seinasta lagi 5 dagar áðrenn próvtøkuætlanin fyri tær munnligu próvtøkurnar verður almannakunngjørd. Um møguleiki er fyri bæði skrivligari og munnligari próvtøku, skal ársmet gevast í báðum førum. Tó skulu stakgreinalesandi, sjálvlesandi og tey, ið fara upp eftir serligum treytum, ikki hava ársmet.

Stk. 2. Ársmet er meting lærarans av fakligu støðu næmingsins við undirvísingarlok. Miðskeiðis í skúlaskeiðinum skal næmingurin hava støðumet í viðkomandi lærugreinum. Støðumetið er meting lærarans um støðu næmingsins miðskeiðis í skúlaárinum. Lærarin skal undirskriva lista við støðumeti og lata skúlanum hann sbrt. reglum, sum skúlin ásetir. Skúlin skal varðveita hesar listar í minsta lagi 1 ár.

Stk. 3. Í teimum lærugreinum, har næmingurin ikki fer til próvtøku, verður ársmetið sett í teigin: flutt ársmet, í próvtøkubókini.

Innskriving til próvtøku

§ 37. Próvtøka verður hildin í mai-juni, vanligt próvtøkuskeið, og í august-september, sjúkrapróvtøkuskeið.

Stk. 2. Próvtøkukrøv og próvtøkuhættir eru ásett í námsætlanum og reglum, sum Mentamálaráðið ásetir.

Stk. 3. Skúlin skal í seinasta lagi 1. desember boða Mentamálaráðnum frá, hvørjir næmingar skulu til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, og hvørjar lærugreinirnar eru. Skúlin letur inn upplýsingar á oyðublaðið, ið Mentamálaráðið ger. Skúlin skal boða Mentamálaráðnum frá broytingum skjótast til ber.

Skipan av próvtøku

§ 38. Mentamálaráðið tekur út millum allar almennar lærugreinir og vallærugreinir, sum næmingurin hevur fingið minst 75 klokkutímar í, 4 lærugreinir hvørt árið, sum næmingurin skal til próvtøku í. Ein skrivlig og ein munnlig próvtøka telur sum ein próvtøka hvør sær.

Stk. 2. Hvør próvtakari kann bert fara til eina próvtøku um dagin.

Stk. 3. Næmingurin skal eisini til próvtøku í síðstu føstu verkætlanini á C støði í einum ári. Støðið í próvhoyringini er skrivliga avrikið frá verkætlanini, loyvt kann vera fólki, sum hevur gjørt felags avrik, at hava eina felags framløgu áðrenn tann einstaki verður próvhoyrdur.

 

§ 39. Mentamálaráðið ásetir, nær skrivligu og munnligu próvtøkurnar verða hildnar. Próvtøkutalvurnar verða sendar skúlanum í seinasta lagi 15. apríl. Próvtøkutalvurnar eru tá loyniligar, og bert leiðari útbúgvingarstovnsins ella ein av honum heimilaður persónur hevur loyvi at kanna tær.

§ 40. Næmingur, ið er innskrivaður til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, men sum vegna sjúku heilt ella lutvíst hevur verið forðaður at fara til próvtøku, kann innskriva seg til sjúkrapróvtøku í teimum lærugreinum, hann vegna sjúku var forðaður at fara til próvtøku í. Til innskrivingina skal nýtast oyðublað, sum Mentamálaráðið ger.

Stk. 2. Mentamálaráðið kann, um serlig viðurskifti gera seg galdandi, loyva næmingi, ið er innskrivaður til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, men sum av aðrari orsøk enn sjúku ikki ella bert lutvíst hevur verið til próvtøku, at fara til próvtøku í sjúkrapróvtøkuskeiðinum.

Stk. 3. Næmingur, sum ynskir at fara til endurpróvtøku eftir ávikavist stk. 1 ella 2, skal skrivliga boða skúlanum frá hesum í seinasta lagi 25. juni.

Stk. 4. Próvtøkur í sjúkrapróvtøkuskeiðinum verða hildnar eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri próvtøkur í vanliga próvtøkutíðarskeiðinum, tó soleiðis at Mentamálaráðið skal hava fráboðan um næmingar, ið skulu til próvtøku í sjúkrapróvtøkuskeiðinum, í seinasta lagi 27. juni.

Kapittul 5

Prógv

§ 41. Næmingar, sum hava staðið FHS útbúgvingina, fáa útflýggjað prógv. Mentamálaráðið ger skjal hesum viðvíkjandi.

Stk. 2. Í prógvinum skal standa:

1)   Øll ársmet, sum telja við til FHS próvtøkuna,

2)   øll próvtølini,

3)   um ein lærugrein bæði hevur ein skrivligan og ein munnligan tátt, verða ársmet, ávikavíst próvtøl, tilskilað fyri hvønn tátt sær.

Stk. 3. Úrslitið verður roknað, sum eitt vektað miðaltal við einum desimali av øllum próvtølum, eisini endaligum ársmetum, sum telja við til FHS próvtøkuna. Har hvør lærugrein á C stigi hevur vektina 1. Soleiðis at í eini lærugrein, sum hevur bæði skrivliga og munnliga próvtøku, hevur munnligi parturin vektina ½ og skrivligi vektina ½.

Stk. 4. Endaligt prógv er staðið, um miðaltalið er ájavnt við ella størri enn 2,0. Miðaltalið 2,0 fyri endaligt prógv kann ikki verða fingið við hækking.

Stk. 5. Á prógvinum verða tær økislærugreinir og handilsfak tilskilaðar, sum næmingurin hevur havt.

Stk. 6. Á prógvinum verða tilskilað tær føstu verkætlanir, sum næmingurin hevur gjørt.

§ 42. Næmingar, sum fara til próvtøku sum sjálvlesandi, fáa ikki ársmet.

§ 43. Stakgreinalesandi, sum hevur verið til próvtøku í einari ella fleiri lærugreinum, fær skjalváttan frá skúlanum við frásøgn um próvtøl. Mentamálaráðið ger skjal hesum viðvíkjandi.

Stk. 2. Næmingar kunnu frá skúlanum fáa skjalváttan fyri próvtøkur, sum ikki verða roknaðar við í próvtøkuúrslitinum.

Kapittul 6

Skyldur og skilhald

§ 44. Skúlin ger reglur um at vera til staðar og virkin í undirvísingini og um skilhald.

Stk. 2. Tað áliggur skúlanum at kunna næmingarnar um møtiskyldu, fráveruuppgerð og avleiðingar fyri brot á hesar skyldur.

Stk. 3. Skúlin kunnar næmingarnar um skilhaldsreglur skúlans.

§ 45. Næmingur skal vera til staðar og virkin í undirvísingini.

Stk. 2. Skylda sbrt. stk. 1 fevnir í minsta lagi um:

1)   At vera til staðar í undirvísingarhølinum, fyrireikaður og luttakandi, tá ið lærari undirvísir eftir lagdari ætlan, og

2)   at lata inn skrivlig avrik rættstundis, og sum í dygd og vavi lúka ásett krøv.

§ 46. Skúlin skrásetir fráveru næmingsins, eins og orsøkirnar fyri møguligari fráveru, og skrásetir tiltøk mótvegis næminginum í sambandi við brot á galdandi reglur.

Stk. 2. Næmingur skal hava møguleika fyri at eftirkanna skrásetingina av fráveru síni.

§ 47. Næmingur, sum vegna sjúku er burtur frá undirvísingini í styttri tíðarskeiði, skal lata skúlanum sjúkraváttan fyri tíðarskeiðið, hann er sjúkur.

Stk. 2. Skúlin kann í serligum føri, eftir umsókn frá næmingi, játta styttri fráveru frá undirvísingini, um skúlin út frá eini ítøkiligari meting heldur, at næmingurin hóast fráveruna kann røkka málið fyri útbúgvingina.

Burturvísing frá undirvísingini

§ 48. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann avgera, at næmingur verður burturvístur frá undirvísingini, um hann uttan lógligt forfall er burtur frá undirvísingini.

Stk. 2. Næmingur kann bert verða burturvístur, um onnur tiltøk, sum t.d. samtalur ella ávaringar, eru roynd. Leiðari útbúgvingarstovnsins sær til, at tílík tiltøk verða skrásett.

Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins avger, hvørji tiltøk eftir stk. 2 skulu setast í verk í mun til brot næmingsins, m.a. samrøður, ávaringar ella burturvísing frá undirvísingini.

Kapittul 7

Kærur

Fyrisitingarlig avgerð

§ 49. Fyrisitingarlig avgerð, sum leiðari útbúgvingarstovnsins hevur tikið sambært § 4, stk. 5, § 5, stk. 3, § 47, stk. 2 og § 48 kann kærast til landsstýrismannin. Kærufreistin er 1 vika eftir, at næmingurin hevur móttikið avgerðina.

§ 50. Næmingur, ella tey, ið hava foreldramyndugleika, kunnu kæra viðurskifti í sambandi við próvtøku har ímillum um próvtøl og talmet, sum telja við sum próvtøl. Kæran verður latin leiðara útbúgvingarstovnsins og skal vera grundgivin.

Stk. 2. Kæran skal vera leiðara útbúgvingarstovnsins í hendi í seinasta lagi 1 viku eftir, at próvtøkuúrslitið er kunngjørt próvtakaranum.

§ 51. Kært verður persónliga, og kæran skal ítøkiliga lýsa veruligu umstøðurnar, ið sambært fatan kærarans eru orsøk til, at kæran eigur at verða gingin á møti. Kæran kann snúgva seg um:

1)   Próvtøkugrundarlagið, t.d. próvtøkuspurningar og próvtøkuuppgávur, í mun til krøv og mál í námsætlanini í avvarðandi lærugrein,

2)   próvtøkugongdina, og

3)   dømingina.

Stk. 2. Hevur Mentamálaráðið gjørt uppgávuna til próvtøkuna, ið kært verður um, sendir leiðari útbúgvingarstovnsins Mentamálaráðnum kæruna um próvtøkugrundarlagið, sbrt. stk. 1, nr. 1, og tekur Mentamálaráðið avgerð í málinum við støði í fakligari ráðgeving.

§ 52. Leiðari útbúgvingarstovnsins avger, um kærumál sbrt. § 51, stk. 1 skal viðgerast, ella um tað verður víst aftur. Afturvísing skal vera skrivlig og grundgivin.

Stk. 2. Tekur leiðari útbúgvingarstovnsins avgerð um, at kæran verður víst aftur, kann kærarin umvegis leiðara útbúgvingarstovnsins kæra málið til Mentamálaráðið innan 7 dagar eftir, at afturvísingin er kunngjørd kæraranum. Leiðari útbúgvingarstovnsins sendir Mentamálaráðnum sítt tilmæli saman við kæruni.

§ 53. Tekur leiðari útbúgvingarstovnsins avgerð um, at kæran skal viðgerast, letur hann kæruna beinanvegin til próvhoyrara og próvdómara. Próvhoyrari og próvdómari skulu innan 1 viku frá tí, teir hava fingið kæruna frá skúlastjóranum, gera eina fakliga meting umframt eina felags niðurstøðu í kærumálinum.

Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins sendir fakligu metingina og niðurstøðuna til kæraran, sum fær høvi til innan 7 dagar at gera møguligar viðmerkingar.

Stk. 3. Við støði í frágreiðingunum og møguligum viðmerkingum, sbrt. stk. 1 og 2, avger leiðari útbúgvingarstovnsins, um kæran skal viðgerast ella verður víst aftur. Avgerðin hjá leiðara útbúgvingarstovnsins skal vera skrivlig og grundgivin. Leiðari útbúgvingarstovnsins sendir próvtakara, próvhoyrara og próvdómara fráboðan um avgerðina.

§ 54. Tekur leiðari útbúgvingarstovnsins avgerð um, at kæran skal viðgerast víðari, sendir hann Mentamálaráðnum kæruna saman við grundgeving síni, frágreiðing frá próvhoyrara og próvdómara um próvtøkuna og møguligar viðmerkingar frá kæraranum.

Stk. 2. Snýr kæran seg um at áseta próvtal í sambandi við skrivliga próvtøku, sendir leiðari útbúgvingarstovnsins Mentamálaráðnum alt tilfar í kærumálinum, sbrt. stk. 1, so umdøming kann fara fram. Mentamálaráðið tilnevnir síðani ástøðufólk, sum við støði í øllum tilfarinum í kærumálinum ásetir próvtal. Próvtalið, sum ástøðufólkið ásetir, skal vera grundgivið og er endaligt.

Stk. 3. Snýr kæran seg um at áseta próvtal í sambandi við munnliga próvtøku, tekur Mentamálaráðið við støði í øllum tilfarinum í kærumálinum støðu til kæruna. Mentamálaráðið avger, um endurpróvtøka skal verða boðin kæraranum, ella um kæran verður víst aftur.

Stk. 4. Verður endurpróvtøka sbrt. stk. 3 boðin kæraranum, tilnevnir Mentamálaráðið nýggjan próvdómara, og endurpróvtøka verður framd so skjótt sum til ber.

Stk. 5. Meðan kærumál verður viðgjørt, skal skúlin hava frumprógvið í varðveitslu. Ber umdøming ella endurpróvtøka í sær, at próvtal verður broytt, útskrivar leiðari útbúgvingarstovnsins nýtt prógv, og gamla frumprógvið verður burturbeint.

Stk. 6. Umdøming og endurpróvtøka kann hava við sær, at próvtalið verður hækkað, lækkað ella verður tað sama, sum fyrr ásett.

Kapittul 8

Aðrar ásetingar

§ 55. Skúlaárið er 199 dagar, íroknað próvtøkuskeiðið.

§ 56. Skúlin ásetir gjald fyri stakgreinalesandi, sjálvlesandi og fjarlesandi, sum verður mett eftir kostnaðinum, ið skúlin hevur av hesum. Mentamálaráðið skal góðkenna gjøldini.

Stk. 2. Skúlin ásetir gjøld fyri ljóstøku, sum verður mett eftir kostnaðinum, skúlin hevur av hesum.

Kapittul 9

Gildiskoma

§ 57. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 15. august 2015.

Stk. 2. Henda kunngerð er galdandi fyri næmingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2015/2016 ella seinni.

Stk. 3. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 84 frá 7. juni 2013 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið.

 

 

Mentamálaráðið, 7. oktober 2015

 

Rigmor Dam (sign.)

landsstýriskvinna

/ Poul Geert Hansen (sign.)

 

 

 

 

Skjal 1

Førleikaøki í FHS útbúgvingini

 

Skjalið fevnir um málini fyri førleikaøkini, sbr. § 3, stk. 2, í løgtingslóg um støðisútbúgvingar innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS-útbúgvingar).

 

Persónligan førleika

Endamálið er at fremja persónliga menning, sjálvstøði, ábyrgdarkenslu, evni at samstarva og hug at læra. Næmingurin skal í verki sannroyna, at arbeiðstilgongdir krevja yrkisligar, sosialar og persónligar førleikar.

 

Samfelagsligan førleika

Endamálið er, at næmingurin ognar sær førleikar at taka virknan lut í einum fólkaræðisligum samfelag, ið byggir á andsfrælsi, tolsemi og javnrættindi, og at taka á seg ábyrgd og skyldur í hesum høpi. Næmingur skal ogna sær breiða vitan bæði um almen og privat virki og læra at skilja sín egna leiklut og møguleikar at ávirka.

 

Búskaparligan førleika

Endamálið er, at næmingurin ognar sær førleikar um vanligastu hugtøkini og spurningarnar í húsarhalds-, vinnu-, samfelags- og altjóða búskapi, og hvussu hesir hanga saman. Næmingurin skal eisini duga at nýta grundleggjandi roknskaparligar reglur og arbeiðshættir í sambandi við búskaparliga og fyrisitingarliga stýring.

 

Samskiftisligar og kunningartøkniligar førleikar

Endamálið er, at næmingurin ognar sær førleikar og gerst tilvitaður um týdningin av kunningarviðgerð og samskifti í virkinum og í samskifti við samfelagið uttanfyri. Næmingurin skal kunna loysa munnligar og skrivligar samskiftis- og kunningaruppgávur í virkinum við hóskandi málsligum og analytiskum førleikum og hóskandi tøkniligum amboðum.

 

Altjóða og mentanarligar førleikar

Endamálið er, at næmingurin ognar sær málsligan og mentanarligan førleika at kunna virka í og skoða altjóða viðurskifti. Næmingurin skal ogna sær vitan um mentanarlig virði og vinnu- og samfelagsviðurskifti í viðkomandi málsøki.

 

Handilsligar og tænastuligar førleikar

Endamálið er, at næmingurin ognar sær førleikar og innlit í handil og tænastu í heimligum og altjóða høpi. Við støði í endamálinum við virkinum og marknaðarmøguleikunum skal næmingurin kunna nýta tey ávirkingarparametur, sum eru grundarlag undir vali av strategium og atferðum í sølu og marknaðarførslu.

 

Fyriskipanarligir førleikar

Endamálið er, at næmingur ognar sær vitan og innlit í bygnaðir, tilgongdir og serliga fyriskipanarliga mentan, sum mest vanliga koma fyri á virkjum. Næmingur skal menna førleikar og ogna sær vitan um fyriskipanarlig samanhang á virkinum, um hvussu hesi hanga saman sínámillum, við búskaparligu stýringina, fyrisitingina, leiðsluna, samstarvið innanvirkjað og í umhvørvið.

 

Móðurmálsligan og mentanarligan førleika

Endamálið er, at næmingurin ognar sær vitan um føroyskt mál og mentan við serligum atliti at føroyska vinnulívinum við tí fyri eyga, at hann í øllum lutum natúrliga nýtir gott føroyskt mál og mentan sum upprunastøði. Næmingur skal læra at virða og røkja sína egnu mentan, og hann skal læra, at aðrar mentanir og onnur samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

 

 

 

Skjal 2

FHS-kunngerðin

Vegleiðandi innihald í økislærugreinum og handilsfakum

 

FHS almenn linja, 75 klokkutímar. Dømi um innihald er almenn fyrisiting, fyrisiting og málsviðgerð og grafisk framløga.

FHS handils linja, 75 klokkutímar. Dømi um innihald er sálarfrøði og tænasta, handilsskapur og sølulýsing.

FHS skrivstovu linja, 75 klokkutímar. Dømi um innihald er fyrisiting og málsviðgerð, grafisk framløga og logistikkur.

 

Dømi um handilsfak eru: Ungt virki, SIMU virksemi, serlig telduforrit, teldukoyrikort, persónlig viðurskifti, virkisvitjan, lestrarferð, tvørfaklig mállæra ella undirvísing í øðrum tvørfakligum evnum, fyrilestrar, biografvitjanir, vitjanir á listaskála og á sølustevnum.

 

Sálarfrøði og tænasta

Atferð hjá viðskiftafólki

Sølupsykologi

Samband og samrøða

Persónlig framkoma

Samrøðuformar

Ósemjuloysn

 

Handilsskapur

Virkisins hugsjónargrundarlag, sermerkjan og konsept

Kundagrundarlag og kundastreymur

Keyp og framferð í samsvar við sermerki virkisins og kundarnar

Vørustreymar í mun til prís og góðsku

Góðska og góðskustýring

 

Logistikkur

Teori og praksis

Vøru-, peninga- og kunningarstreymar

Logistikkur og virkissermerki

Keyp, goymsluformar og søla

 

Visuell marknaðarførsla (dekoratión)

Vørulýsing

Prýðing

Konsept og visuell sermerkjan

Gongubreytasøla

Skelting

Handilsspegil og kundastreymur

 

Fyrisiting og málsviðgerð

Val av arbeiðsgongdum

Málstýring

Fyriskipan

Arbeiðsplanlegging

 

Almenn umsiting

Arbeiðsuppgávur og arbeiðshættir í almennari umsiting

Umsitingarmeginreglur

Viðskiftabólkar hjá umsitingini

Tænasta í almennari umsiting

 

Mál og mentan

Landalýsingar

Mentan

Samfeløg

Mál

Átrúnaður

 

KT-amboð

Val av standardamboðum

Operativskipanir

Brúkaravegleiðingar

Dátuflytingar

Grafisk nýtaramót

Samskipan

 

Grafisk framløga

Prentmyndir (typugrafi)

Kunnleiki til skráir

Uppseting

Grafisk nýtaramót

 

Fígging

Langleiga

Fíggingarkeldur, fremmanda- og eginpeningur

Ársroknskapur, umhvørvisroknskapur og siðfrøðiligur roknskapur

Vinnufelagsformar

Kapitalkostnaður

Vandi og avhyljing

 

Umhvørvi og tilfeingi

Tilvitska um umhvørvið

Innara umhvørvið

Uttara umhvørvið

Umhvørvisroknskapur

 

Ígongdsetari

Lívshættir

Hugskotagrundarlag og orðing av hugskoti

Fyrireiking

Vøra – framleiðsla

Fíggingarsløg og –møguleikar

 

Formlist

Formur og funksjón

Stílur, móti og status

Fagurfrøði og uppfatan

Litir og tilfar

Ergonomiur

Tøkni

Umhvørvisviðurskifti

 

Sølulýsing

Lýsingarformar

Lýsingar “boðskapurin”

Brúkarin og sølulýsingar

Fyrireikan

Miðlaval

Eftirlit

 

Aling og fiskaframleiðsla

Lívfrøðiligir møguleikar fyri aling

Alingarvirksemið – framleiðslutíðin

Goymsluviðurskifti í aling og fígging

Søluviðurskifti - JIT (just in time)

Góðskustýring - HACCP-innaneftirlit

 

Oljuvinna

Jarðfrøði, tilfeingi og framleiðsla

Umhvørvið

Uppstreymvirksemi

Vinnumøguleikar

Útbúgving

Samfelagsbúskaparligur týdningur

Økislærugreinirnar verða neyvlýstar í lesiætlanunum.

 

 

 

 

Skjal 3

FHS-kunngerðin

Vegleiðandi reglur um fastar verkætlanir

 

Dømi um handilsfak eru: Ungt virki, SIMU virksemi, serlig telduforrit, teldukoyrikort, persónlig viðurskifti, virkisvitjan, lestrarferð, tvørfaklig mállæra ella undirvísing í øðrum tvørfakligum evnum, fyrilestrar, biografvitjanir, vitjanir á listaskála og á sølustevnum.

Teir lærarar, sum skulu standa fyri fremjingini av einari verkætlan, leggja gjølliga ætlan í góðari tíð frammanundan.

 

Ætlanin verður lýst skrivliga og skal í minsta lagi fevna um:

1)    Heiti

2)    Grundgeving

3)    Endamál

4)    Mál fyri nøktan av

       a) Fakmálum (samanhang við fastar lærugreinir)

       b) Førleikamálum

5)    Skipan av undirvísingini

6)    Innihaldið í undirvísingini

7)    Skipan av lærarum

8)    Tíðarætlan

9)    Høli og útgerð

10)  Eftirmeting av

       a) Næmingunum

       b) Lærarunum og samstarvi teirra

       c) Skeiðinum

11)  Møgulig próvøkuverkætlan

 

Dømi um verkætlanir:

Tú og umheimurin

Tíðindablað

Eitt virki (t.d. at stovna)

Sølustevna

Mentanartiltak

Uttanlandsferð

Nærumhvørvið

Privatøkonomi

Persónlig menning

Kundar virkisins

Virkisspæl

Allar yrkislærugreinir

 

 

 

 

Skjal 4

Næmingatíð

 

Lærugreinarøðin

 

 

 

 

 

 

 

 

Næmingatíð

 

E

E

D

D

C

C

B

B

1. sk.

2. sk

4. sk

FHS

 

P*

K*

P*

K*

P*

K*

P*

K*

 

 

 

 

Alisfrøði E-stig

72

54

 

 

 

 

 

 

 

12

 

 

Alisfrøði C-stig

 

 

 

 

100

75

 

 

 

 

0

 

Altjóðabúskapur C-stig

 

 

 

 

100

75

 

 

 

 

 

15

Evnafrøði E-stig

72

54

 

 

 

 

 

 

0

 

 

 

Enskt E-stig

72

54

 

 

 

 

 

 

7

 

 

 

Enskt C-stig

 

 

 

 

133

100

 

 

 

 

15

15

Dekoratión C-stig

 

 

 

 

100

75

 

 

 

 

 

 

Forritan C-stig

 

 

 

 

100

75

 

 

 

 

0

0

Føroyskt E-stig

72

54

 

 

 

 

 

 

13

 

 

 

Føroyskt C-stig

 

 

 

 

140

105

 

 

 

 

30

30

Innovatión og íverksetan E-stig

72

54

 

 

 

 

 

 

0

 

 

 

Innovatión og íverksetan C-stig

 

 

 

 

100

75

 

 

 

 

 

0

Ítróttur og heilsa C-stig

 

 

 

 

100

75

 

 

 

 

 

0

Kunningartøkni C-stig

 

 

 

 

100

75

 

 

 

 

0

0

Lestrarmenning

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mentanarfatan C-stig

 

 

 

 

100

75

 

 

 

 

0

 

Oljufrøði C-stig

 

 

 

 

100

75

 

 

 

 

 

0

Samfelagsfrøði E-stig

72

54

 

 

 

 

 

 

 

0

 

 

Samfelagsfrøði C-stig

 

 

 

 

100

75

 

 

0

 

 

 

Sálarfrøði E-stig

72

54

 

 

 

 

 

 

 

0

 

 

Spanskt C-stig

 

 

 

 

100

75

 

 

0

 

 

 

Støddfrøði E-stig

72

54

 

 

 

 

 

 

17

 

 

 

Støddfrøði D-stig

 

 

72

53

 

 

 

 

 

20

 

20

Støddfrøði C-stig

 

 

 

 

175

125

 

 

40

 

40

40

Støddfrøði B-stig

 

 

 

 

 

 

333

250

 

 

100

100

Stílmenning C-stig

 

 

 

 

133

100

 

 

 

 

 

 

Sølubúskapur C-stig

 

 

 

 

133

100

 

 

 

 

15

15

Søla og tænasta E-stig

72

54

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Týskt framhald C-stig

 

 

 

 

100

75

 

 

 

 

0

 

Virkisbúskapur E-stig

72

54

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Virkisbúskapur C-stig

 

 

 

 

175

125

 

 

 

 

15

15

 

 

P* = pultstímar

K* = klokkutímar

Lærugreinir sum ikki hava skrivliga próvtøku er næmingatíðin 0 tímar