Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. september 2009Nr. 111
Kunngerð um spillivatn
Við heimild í § 17, § 18, stk. 2 og § 72 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, verður ásett:
Virkisøki og endamál
§ 1. Endamálið við kunngerðini er at tryggja, at spillivatn verður burturleitt á ein skipaðan hátt og at fyribyrgja umhvørvisdálking og heilsuvanda.
§ 2. Kunngerðin fevnir um kommunalu ábyrgdina at burturleiða spillivatn frá húsarhaldum, virkjum, festum økjum o.ø. sambært góðkendari spillivatnsætlan
Allýsingar
§ 3. Í hesi kunngerð skilst við:
1) Fest øki: øki har vatn ikki kann seyra niður, t.d. vegir, tún og asfalterað øki.
2) Regnvatn: Vatn, sum ikki er dálkað.
3) Spillivatn: Vatn, sum á einhvønn hátt er dálkað, og sum ikki kann roknast sum regnvatn.
4) Spillivatnsskipan: Ein spillivatnsskipan umfatar allar rørleiðingar, brunnar og annan útbúnað, sum leiða ella reinsa spillivatn og regnvatn frá savningarstaðnum til útleiðingarstaðið.
5) Spillivatnsætlan: Heildarætlan um, hvussu spillivatn í kommununi skal fáast burtur sbrt. § 18 í umhvørvisverndarlógini.
Tíðarfreistir v.m.
§ 4. Kommunustýrið skal gera eina spillivatnsætlan, ið skal fevna um tíðarskeiðið fram til 1. januar 2015.
Stk. 2. Ætlanin skal latast Umhvørvisstovuni til góðkenningar innan 1. januar 2011.
Stk. 3. Ætlanin skal dagførast triðja hvørt ár og so hvørt, munandi broytingar ella ískoyti verða gjørd til ætlanirnar.
Stk. 4. Kommunustýrið hevur ábyrgd av, at spillivatnsskipanin er liðug innan 1. jan. 2015, t.v.s. sambært krøvum í § 8-13 í hesi kunngerð.
Stk. 5. Umhvørvisstovan kann áleggja kommunustýrunum at upplýsa, hvussu langt áleiðis tey eru komin við spillivatnsætlanunum og -arbeiðinum.
Spillivatnsætlanir
§ 5. Kommunustýrið skal gera eina spillivatnsætlan, ið saman við korttilfari, inniheldur upplýsingar um verandi og ætlaðar spillivatnsskipanir við atliti at nýgerð, útbygging, umvælingum o.ø., og hvussu arbeiðini verða raðfest.
Stk. 2. Korttilfarið skal vera talgilt og sambært vegleiðing frá Umhvørvisstovuni.
§ 6. Spillivatnsætlanir skulu innihalda hesar upplýsingar:
1) lýsing av spillivatnsskipan, íroknað bygnað, tilfar, aldur, reinsing og kloakkeringsøki,
2) slag og nøgd av spillivatni, ið verður ella fer at verða leitt gjøgnum leiðingarnar,
3) útleiðingarstøð og umhvørvið rundanum, t.d. botn- og vatngóðsku og streymviðurskifti,
4) ampar og umhvørvisárin frá skipanini og útleiðingini,
5) eftirlit og røkt av spillivatnsskipanini,
6) eina meting um væntaða menning í kommununi hvat fólkatali og ídnaðartilgongd viðvíkur, og hvønn týdning menningin hevur fyri samansetingina og nøgdina av spillivatni, og fyri umhvørvið, ið spillivatnið verður leitt útí, og
7) eina grundgivna raðfesting av nær ætlaða kloakkeringsarbeiðið verður framt, og nær tað væntandi verður liðugt.
Stk. 2. Fyri verandi spillivatnsskipanir skal spillivatnsætlanin innihalda upplýsingar, sum ásett í punkt 1-6 í stk. 1, og spillivatnsætlanin fyri ætlaðar spillivatnsskipanir skal innihalda upplýsingar, sum ásett í punkt 1-7 í stk. 1.
§ 7. Umhvørvisstovan kann áleggja kommunustýrinum, innan ávísa freist, at lata inn ískoytisupplýsingar, sum eru neyðugar í viðgerðini av spillivatnsætlanunum.
Spillivatnsskipanir, útleiðingar o.a.
§ 8. Spillivatn skal ikki leiðast út í løkir, áir, veitir, vøtn, strond, fjøru o.tíl.
Stk. 2. Einans vatn, ið kann metast sum regnvatn, kann leiðast út í áir, veitir, fjøru o.tíl.
Stk. 3. Spillivatn skal leiðast burtur í afturlatnum spillivatnsskipanum.
§ 9. Spillivatnsskipanirnar skulu verða gjørdar, so at evni og tilfar í størst møguligan mun verða afturhildin í reinsiverkum, rottangum, úrskiljarum, sandfangum o.ø. fyri at fyribyrgja dálking av umhvørvinum.
Stk. 2. Reinsiverk, rottangar, úrskiljarar, sandfang o.a. skulu reinsast og røkjast eftir tørvi.
§ 10. Spillivatn skal leiðast út á sjógv, har rákið førir spillivatnið úr landi, og har vatnskiftið áhaldandi er so stórt, at útleiðingar hvørki elva til uppsavnan av evnum og tilfari, til slóðir í sjónum ella til aðrar broytingar í umhvørvinum.
Stk. 2. Í serligum førum kunnu aðrar loysnir fyri burturleiðing av spillivatni brúkast, tó einans sambært góðkendari spillivatnsætlan.
Stk. 3. Elvir spillivatnsútleiðing til uppsavnan av evnum og tilfari, til slóðir í sjónum ella til aðrar broytingar í umhvørvinum, skulu bøtandi atgerðir fremjast, so sum økt reinsing.
Stk. 4. Miðast skal ímóti at halda talið av útleiðingum á sjógv so lágt sum gjørligt.
§ 11. Spillivatnsútleiðingarnar skulu í minsta lagi verða 1 metur undir størstu fjøru.
Stk. 2. Spillivatnsútleiðingar, sum av serligum ávum ikki eru ella kunnu vera 1 metur undir størstu fjøru, eru undantiknar kravinum í stk. 1, treytað av, at kanningar hava staðfest, at útleiðingin er sambært § 10.
§ 12. Spillivatn skal ikki leiðast út í økjum við privatum ella vinnuligum virksemi, sum t.d. inni í bátahyljum, innan fyri molar, nærhendis neystum, aliøkjum og strandaøkjum, har grind verður hildin til, ella nærhendis serligum frítíðarøkjum og økjum, ið antin eru serliga viðkvom ella hava náttúruvísindaligan týdning.
Stk. 2. Spillivatn, sum kommunustýri av serligum ávum ynskir at leiða út innan fyri ein mola, eru undantiknar kravinum í stk. 1, treytað av, at kanningar hava staðfest, at útleiðingin er sambært § 10.
§ 13. Kommunustýrið skal seta skelti upp við høvuðsútleiðingar við fráboðan um, at spillivatnsútleiðing fer fram á staðnum.
Eftirlit
§ 14. Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at kommunustýrini lúka krøvini í hesi kunngerð. Eftirlitið verður útint sambært kap. 7 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.
Revsing og gildisreglur
§ 15. Kommunustýri, sum brýtur reglurnar í §§ 4-6 og §§ 8-13 í hesi kunngerð ella ikki aktar boð givin við heimild í § 4, stk. 4 og § 7, verður revsað við bót sambært ásetingunum í § 72, stk. 3, sbr. stk. 4 í lógini.
§ 16. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis verða § 19 og § 21, stk. 1 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur settar úr gildi.
Innlendismálaráðið, 7. september 2009
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Rúni Joensen (sign.)