Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 24-07-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 116 frá 24. juli 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

24. juli 2017Nr. 116

Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2017

(Kvota á uppboðssølu)

§ 1

Í kunngerð nr. 140 frá 22. desember 2016 um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2017 verður í § 2 sum stk. 3 sett:

Stk. 3. Av kvotunum, sambært stk. 1, verður rætturin at veiða 1.933 tons av toski, 180 tons av hýsu og 100 tons av hvassa­spreki seldur á uppboði eftir ásetingunum í § 1 í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017.”

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Fiskimálaráðið, 24. juli 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

/ Rógvi Reinert (sign.)