Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. desember 2010Nr. 117
Kunngerð um skráseting av upplýsingum um brennievni, sterk vakstrarhúsgass og ozonoyðandi evni
Við heimild í § 15, stk. 2, §§ 37 og 45, stk. 1 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, og §§ 34d og 72, stk. 3 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2008, verður ásett:
§ 1. Endamálið við hesi kunngerð er at fáa til vega upplýsingar um innflutning og nýtslu av brennievni, sterkum vakstrarhúsgassi og ozonoyðandi evnum.
Stk. 2. Kunngerðin fevnir um:
1) Oljufeløg og aðrar fyritøkur, sum innflyta og selja brennievni, smyrjiolju o.a.,
2) Kølivirki og aðrar fyritøkur, sum innflyta, selja ella brúka sterk vakstrarhúsgass (HFC, PFC og SF6) og ozonoyðandi evni (t.d. CFC, halón og HCFC).
Upplýsingar um brennievni
§ 2. Fyritøkur, sbrt. § 1, stk. 2 skulu í seinasta lagi 1. mars í avloysandi árinum, fyri egna rokning, og eftir umbøn frá Umhvørvisstovuni, lata upplýsingar um nøgd, slag og samanseting av brennievni, ið verður latið skipum og havstøðum, herundir útlendskum skipum í Føroyum og føroyskum skipum uttanlands.
Stk. 2. Upplýsingar skulu latast fyri hvønn einstakan brúkara, sbrt. stk. 1.
Upplýsingar um sterk vakstrarhúsgass og evni, ið niðurbróta ozonlagið
§ 3. Fyritøkur, sbrt. § 1, stk. 2, skulu í seinasta lagi 1. mars í avloysandi árinum, fyri egna rokning, og eftir umbøn frá Umhvørvisstovuni, lata upplýsingar um nøgd, slag og samanseting av sterkum vakstrarhúsgassi og ozonoyðandi evnum, ið verða brúkt ella latin brúkarum á landi og á sjónum, herundir havstøðum, útlendskum skipum í Føroyum og føroyskum skipum uttanlands.
Stk. 2. Upplýsingar skulu latast fyri hvønn einstakan brúkara, sbrt. stk. 1.
Avhending av upplýsingum
§ 4. Upplýsingar sbrt. § 2 og § 3, skulu eftir umbøn frá Umhvørvisstovuni latast eina ferð árliga, og í seinasta lagi 1. mars í avloysandi árinum. Títtleikin at lata upplýsingarnar kann broytast eftir umbøn frá Umhvørvisstovuni. Upplýsingartilfarið skal vera talgilt og sniðið skal verða sambært galdandi vegleiðing frá Umhvørvisstovuni.
Revsing
§ 5. Tann, sum av ósketni brýtur ásetingarnar í § 2 og § 3 í hesi kunngerð, ella ikki aktar boð, givin við heimild í kunngerðini, verður revsaður við bót.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
Stk. 3. Málini verða viðgjørd sum løgreglumál. Rættartiltøkini í kapittul 72 í rættargangslógini um at leggja hald á og í kapittul 73 um rannsókn, eru tó galdandi í sama mun sum í málum, sum verða viðgjørd av statsadvokatinum.
Gildiskoma
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Innlendismálaráðið, 16. desember 2010
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Rúni Joensen (sign.)