Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. desember 2010Nr. 118
Kunngerð um ozonoyðandi evni
Við heimild í §§ 7, 8, 34 a, 34 d og 72 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2008 og §§ 15, 29 og § 45 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, verður ásett:
§ 1. Endamálið við hesi kunngerð er at verja ozonlagið við at steðga nýtsluni og útlátið av ozonoyðandi evnum.
Virkisøki
§ 2. Kunngerðin er galdandi fyri øll ozonoyðandi evni.
Stk. 2. Kunngerðin er bæði galdandi fyri rein evni, blandingar, vørur og útbúnað, ið innihalda ozonoyðandi evni.
Stk. 3. Kunngerðin er galdandi fyri framleiðslu, innflutning, útflutning, marknaðarføring, nýtslu, goymslu, burturbeining, endurvinning, endurnýtslu, endurvirking og fyribeining av ozonoyðandi evnum.
Stk. 4. Kunngerðin er galdandi fyri persónar, virki og fyritøkur, tað verið seg á landi, umborð á skipum, skrásett í Føroyum, og havstøðum á føroyskum landgrunnsøki.
Stk. 5. Ásetingar í hesi kunngerð skúgva ikki til viks møguligar ásetingar í lóggávu annars um ozonoyðandi evni.
Allýsingar
§ 3. Heitini í hesi kunngerð verða nýtt á henda hátt:
1) Ozonoyðandi evni: Eru evni, ið bróta niður ozonlagið, og sum eru nevnd í fylgiskjali 1.
2) Blandingar: Blandingar, har innihaldið av ozonoyðandi evnum er hægri enn 1%.
3) CFC: Stytting fyri chlorfluorcarbonir, sum eru ozonoyðandi evni, sí bólk I í fylgiskjali 1.
4) Halón: Sløg av ozonoyðandi evnum, sbrt. fylgiskjali 1.
5) HCFC: Stytting fyri hydrochlorfluorcarbonir, sum eru ozonoyðandi evni, sí bólk VIII í fylgiskjali 1.
6) Nýtsla: At brúka ozonoyðandi evni til tænastu ella røkt, herundir áfylling av útbúnaði, vørum, ella til framleiðslu.
7) Neyðsynjarnýtsla: Nýtsla av ávísum ozonoyðandi evnum, ið eru alneyðug, hóast nýtslan annars ikki er loyvd.
8) Marknaðarføring: At lata ella bjóða ozonoyðandi evni, vøru ella útgerð við ozonoyðandi evni til triðjamann, annaðhvørt ókeypis ella fyri eina ávísa upphædd.
9) Endurvinning: Tá ozonoyðandi evni í sambandi við tænastu, røkt ella áðrenn fyribeining verða savnaði, eitt nú úr vørum og útbúnaði, og goymd.
10) Endurnýtsla: Tá endurvunnin ozonoyðandi evni, eftir eina grundreinsing, verða endurnýtt.
11) Endurvirking: Tá endurvunnin ozonoyðandi evni verða virkað til av nýggjum, so tey lúka ein standard, sum samsvarar við óbrúkt evni, við atliti at ætlaðu nýtsluni av evninum.
Forboð
§ 4. Ikki er loyvt at framleiða, innflyta, útflyta, marknaðarføra ella nýta ozonoyðandi evni ella vørur og útbúnað, ið innihalda ozonoyðandi evni, ella sum ikki kunnu virka uttan ozonoyðandi evni.
Stk. 2. Ikki er loyvt at hava ozonoyðandi evni á transit-goymslu.
Stk. 3. Ikki er loyvt at innflyta ozonoyðandi evni í einnýtisíløtum.
Stk. 4. Tá undantøk vera givin sbrt. § 5, er ikki loyvt at innflyta ozonoyðandi evni ella útflyta ozonoyðandi evni til lond, ið ikki hava samtykt Montreal protokollina frá 1987 um evni, ið bróta niður ozonlagið, við seinni broytingum.
Undantøk
§ 5. Forboðið í § 4, stk. 1 er ikki galdandi fyri fyritøkur og virki, tá talan er um:
1) Innflutning og útflutning av HCFC fram til 1. februar 2011.
2) Marknaðarføring og nýtslu av HCFC, sum er komin til Føroya innan gildiskomudagin fyri hesi kunngerð.
3) Innflutning, útflutning, marknaðarføring og nýtslu av endurvirkaðum HCFC fram til 31. desember 2014, tó einans til røkt og tænastu av verandi skipanum treytað av, at ílatið ella fløskan er merkt við upplýsingum um, at evnið er endurvirkað og við referensunummarinum hjá partínum, navni og bústaði hjá endurvirkingarverkinum.
4) Innflutning og útflutning av ozonoyðandi evnum og vørum við ozonoyðandi evnum, sum skulu endurvirkast, fyribeinast ella á annan hátt viðgerast.
5) Innflutning av halónum, tó einans í sambandi við neyðsynjarnýtslu.
6) Nýtslu av vørum og útbúnaði, sum eru fingin til vega lógliga, og áðrenn gildiskomudagin fyri hesi kunngerð, og sum ikki eru fevnd av forboðsásetingini í § 6.
Nýtsluforboð o.a.
§ 6. Køliútbúnaður, vørur og annar útbúnaður, sum inniheldur CFC, og sum verður brúktur til vinnulig endamál, skal vera tikin úr nýtslu innan 1. juni 2011.
Stk. 2. Eldsløkkiskipanir, eldsløkkjarar og aðrar vørur og útbúnaður, sum innihalda halón, undantikið vørur og útbúnaður til neyðsynjarnýtslu, skal vera tikin úr nýtslu innan 31. desember 2013.
Stk. 3. Køliútbúnaður, vørur og annar útbúnaður, sum inniheldur HCFC, og sum verður brúktur til vinnulig endamál, skal vera tikin úr nýtslu innan 31. desember 2016.
Stk. 4. Tá útbúnaður, sum ikki kann virka uttan ozonoyðandi evni, verður broyttur soleiðis, at kølimegin økist, ella tá nýggjur útbúnaður verður keyptur, skal, í tann mun tað er møguligt, vera skift yvir til útbúnað, ið ikki brúkar ozonoyðandi evni ella onnur umhvørvisskaðilig evni.
Loyvi og umsókn
§ 7. Innflutningur og útflutningur sbrt. § 5 kann ikki fara fram uttan loyvi frá Umhvørvisstovuni.
Stk. 2. Umsókn um loyvi sbrt. stk. 1 skulu sendast til Umhvørvisstovuna.
Stk. 3. Umsóknir skulu í minsta lagi innihalda hesar upplýsingar:
1) Navn, bústað og V-tal hjá umsøkjara,
2) vørulýsing, herundir KN kotu, sbrt. fylgiskjali 2,
3) nøgd av evni,
4) um evni er óbrúkt, endurvunnið, endurnýtt ella endurvirkað,
5) skjalprógv um, at innflutningur av halón bert verður brúktur til neyðsynjarnýtslu,
6) navn og bústað á endurvirkingarverkinum, tá endurvirkað HCFC verður innflutt,
7) annað, sum Umhvørvisstovan metir er viðkomandi fyri innflutningin ella útflutningin.
Stk. 4. Umhvørvisstovan kann í loyvinum áseta neyðugar treytir um slag, samanseting, reinleika og nøgd av ozonoyðandi evni og um nýtslu- og tíðaravmarkingar.
Stk. 5. Umhvørvisstovan kann til eina og hvørja tíð broyta ella taka loyvi aftur, um so er, at reglur ella ásettar treytir sambært hesi kunngerð ikki verða hildnar, ella um tað í umsókn um loyvi eru latnar rangar ella villleiðandi upplýsingar, ella um umstøðurnar eru munandi broyttar.
Stk. 6. Umhvørvisstovan kann í ítøkiligum førum sum eitt nú í sambandi við útflutning av ozonoyðandi evnum, herundir eisini sølu til skip, sum ikki eru skrásett í Føroyum, fráboða myndugleikum í viðkomandi landi.
Serlig undantøk
§ 8. Í serligum føri kann Umhvørvisstovan veita treytað undantak frá § 4.
Stk. 2. Í umsókn um undantak eftir stk. 1, skal verða útgreinað, hvør ætlanin er við nýtsluni, og hví ikki ber til at nýta onnur evni, ið eru minni skaðilig fyri umhvørvið. Haraftrat skal ein ætlan leggjast fram um fyribyrgjandi tiltøk, ið gera, at minni verður latið út av hesum evnum.
Burturbeining
§ 9. Vøra og útbúnaður, sum inniheldur ozonoyðandi evni, sum skal burturbeinast, skal latast til góðkendan móttakara.
Stk. 2. Ikki er loyvt at viðgera, endurvirka ella fyribeina ozonoyðandi evni, uttan loyvi frá Umhvørvisstovuni sbrt. kap. 5 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.
Stk. 3. Virki, sum innflyta og selja ozonoyðandi evni, hava skyldu at taka ímóti evnunum aftur.
Endurvinning og endurnýtsla
§ 10. Í sambandi við tænastuveiting, røkt ella áðrenn niðurtøku og burturbeining av vørum og útbúnaði, sum innihalda ozonoyðandi evni, skulu hesi evni endurvinnast við atliti at verða burturbeind, fyribeind, endurnýtt ella endurvirkað. Hetta er eitt nú galdandi fyri sløkkiskipanir, handsløkkitól, hitapumpur, køliskipanir og køliskáp.
Førleikar og útbúnaður
§ 11. Virki ella fyritøka, ið veitir tænastu ella røkir útbúnað við ozonoyðandi evnum, skal hava:
a) Løggilding, góðkenning, loyvisbræv e.l. frá Sjóvinnustýrinum, Arbeiðseftirlitinum ella øðrum avvarðandi myndugleika.
b) Hóskandi tól og útbúnað, egnaður til at arbeiða við ozonoyðandi evnum, herundir at endurvinna og goyma hesi evni.
Útlát
§ 12. Ikki er loyvt at lata ozonoyðandi evni út í umhvørvið, eitt nú í sambandi við viðlíkahald og røkt, tá skipanir verða tiknar úr, ella undir brunavenjingum og lekakanningum.
Stk. 2. Elvur leki til útlát av ozonoyðandi evnum, skal hann tettast skjótast til ber.
Stk. 3. Ein og hvør, sum hevur ozonoyðandi evni, tól ella útbúnað, ið inniheldur hesi evni, um hendi, skal seta í verk øll trygdartiltøk, sum eru praktisk gjørlig, og sum kunnu fyribyrgja ella minka um útlát av ozonoyðandi evnum.
Stk. 4. Útlát av ozonoyðandi evnum skulu fráboðast Umhvørvisstovuni í seinasta lagi eina viku eftir hendingina. Umhvørvisstovan kann tá biðja um nærri frágreiðing.
Skráseting og innaneftirlit
§ 13. Tann, ið eigur HCFC-køliskipanir við kølifylling yvir 3 kg, skal á hvørjum ári kanna tær fyri lekar. Um kølifyllingin er yvir 30 kg, skal kanning gerast í minsta lagi hvørt hálvár. Um kølifyllingin er yvir 300 kg skal kannast í minsta lagi hvønn ársfjórðing.
Stk. 2. Tann, ið eigur HCFC køliskipanir, skal meta um árliga leka frá skipanini. Er lekin meiri enn 25% av fyllingini, skal Umhvørvisstovan hava frágreiðing um, hvussu lekin er íkomin, og hvørji tiltøk verða sett í verk fyri at bøta um viðurskiftini.
Stk. 3. Innflytarar og útflytarar skulu skráseta innflutning, útflutning, goymslu og sølu av vørum og útbúnaði, ið kunngerðin fevnir um. Upplýsingar fyri tað farna árið skulu, eftir umbøn, latast Umhvørvisstovuni áðrenn 1. mars árið eftir.
Stk. 4. Tann, ið eigur HCFC-køliskipanir við kølifylling yvir 3 kg, skal í loggbók skráseta allar áfyllingar og endurvinningar, og tilskila slag og nøgd av evni. Navnið á tí virki og persóni, sum gjørdi arbeiði, skal tilskilast.
Eftirlit
§ 14. Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at kunngerðin verður hildin.
Stk. 2. Innflytarar, útflytarar, sølufyritøkur, farmasendarar, havnamyndugleikar ella tey, ið brúka ella hava ozonoyðandi evni á goymslu, skulu lata allar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at Umhvørvisstovan kann hava eftirlit við tí virksemi, sum er fevnt av hesi kunngerð.
Stk. 3. Umhvørvisstovan kann, í tann mun tað er neyðugt í sambandi við eftirlitið, áleggja innflytara ella seljara at lata inn stakroyndir og aðrar upplýsingar, eitt nú tøkniligar og fíggjarligar.
§ 15. Umhvørvisstovan hevur heimild at fáa allar neyðugar upplýsingar frá TAKS til viðgerð av málum eftir hesari kunngerð.
Stk. 2. Ozonoyðandi evni ella vøra við slíkum evnum kunnu ikki tollavgreiðast, uttan at loyvi sbrt. § 7 er útvegað frá Umhvørvisstovuni.
Kærumál
§ 16. Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni eftir hesi kunngerð kunnu innan 4 vikur kærast til Innlendismálaráðið.
Stk. 2. Ein kæra setir steðg fyri einum boði ella forboði, til avgerð frá kærumyndugleikanum fyriliggur ella kærumyndugleikin avgerð annað.
Gjald
§ 17. Við støði í veruligu umsitingar- og eftirlitsútreiðslunum, kann Umhvørvisstovan áseta gjald fyri eftirlit og viðgerð eftir hesari kunngerð, eitt nú fyri viðgerð av umsóknum o.ø.
Revsing
§ 18. Tann, ið brýtur ásetingarnar í § 4, § 5, stk. 2, § 6, § 7, stk. 1 og §§ 9-13 í hesi kunngerð, ella ikki aktar boð givin við heimild í kunngerðini, verður revsaður við bót.
Stk. 2. Revsingin kann hækka til fongsul í upp til 1 ár undir umstøðum, samsvarandi teimum, nevndar í § 44, stk. 3 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum, ella í § 72, stk. 3 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.
Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
Stk. 4. Málini verða viðgjørd sum løgreglumál. Rættartiltøkini í kapittul 72 í rættargangslógini um at leggja hald á og í kapittul 73 um rannsókn, eru tó galdandi í sama mun sum í málum, sum verða viðgjørd av statsadvokatinum.
Gildiskoma
§ 19. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Innlendismálaráðið, 16. desember 2010
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Rúni Joensen (sign.)
Fylgiskjal 1
Ozonoyðandi evni, sum eru fevnd av kunngerðini:
Bólkur | Evni | Ozonoyðandi megi ([1]) | ||
Bólkur I | CFCl3 | CFC-11 | Trichlorofluoromethan | 1,0 |
CF2Cl2 | CFC-12 | Dichlorodifluoromethan | 1,0 | |
C2F3Cl3 | CFC-113 | Trichlorotrifluoroethan | 0,8 | |
C2F4Cl2 | CFC-114 | Dichlorotetrafluoroethan | 1,0 | |
C2F5Cl | CFC-115 | Chloropentafluoroethan | 0,6 | |
Bólkur II | CF3Cl | CFC-13 | Chlorotrifluoromethan | 1,0 |
C2FCl5 | CFC-111 | Pentachlorofluoroethan | 1,0 | |
C2F2Cl4 | CFC-112 | Tetrachlorodifluoroethan | 1,0 | |
C3FCl7 | CFC-211 | Heptachlorofluoropropan | 1,0 | |
C3F2Cl6 | CFC-212 | Hexachlorodifluoropropan | 1,0 | |
C3F3Cl5 | CFC-213 | Pentachlorotrifluoropropan | 1,0 | |
C3F4Cl4 | CFC-214 | Tetrachlorotetrafluoropropan | 1,0 | |
C3F5Cl3 | CFC-215 | Trichloropentafluoropropan | 1,0 | |
C3F6Cl2 | CFC-216 | Dichlorohexafluoropropan | 1,0 | |
C3F7Cl | CFC-217 | Chloroheptafluoropropan | 1,0 | |
Bólkur III | CF2BrCl | halón-1211 | Bromochlorodifluoromethan | 3,0 |
CF3Br | halón-1301 | Bromotrifluoromethan | 10,0 | |
C2F4Br2 | halón-2402 | Dibromotetrafluoroethan | 6,0 | |
Bólkur IV | CCl4 | CTC | Tetrachloromethan (carbon tetrachlorid) | 1,1 |
Bólkur V | C2H3Cl3 ([2]) | 1,1,1-TCA | 1,1,1-Trichloroethan (methylchloroform) | 0,1 |
Bólkur VI | CH3Br | methylbromid | Bromomethan | 0,6 |
Bólkur VII | CHFBr2 | HBFC-21 B2 | Dibromofluoromethan | 1,00 |
CHF2Br | HBFC-22 B1 | Bromodifluoromethan | 0,74 | |
CH2FBr | HBFC-31 B1 | Bromofluoromethan | 0,73 | |
C2HFBr4 | HBFC-121 B4 | Tetrabromofluoroethan | 0,8 | |
C2HF2Br3 | HBFC-122 B3 | Tribromodifluoroethan | 1,8 | |
C2HF3Br2 | HBFC-123 B2 | Dibromotrifluoroethan | 1,6 | |
C2HF4Br | HBFC-124 B1 | Bromotetrafluoroethan | 1,2 | |
C2H2FBr3 | HBFC-131 B3 | Tribromofluoroethan | 1,1 | |
C2H2F2Br2 | HBFC-132 B2 | Dibromodifluoroethan | 1,5 | |
C2H2F3Br | HBFC-133 B1 | Bromotrifluoroethan | 1,6 | |
C2H3FBr2 | HBFC-141 B2 | Dibromofluoroethan | 1,7 | |
C2H3F2Br | HBFC-142 B1 | Bromodifluoroethan | 1,1 | |
C2H4FBr | HBFC-151 B1 | Bromofluoroethan | 0,1 | |
C3HFBr6 | HBFC-221 B6 | Hexabromofluoropropan | 1,5 | |
C3HF2Br5 | HBFC-222 B5 | Pentabromodifluoropropan | 1,9 | |
C3HF3Br4 | HBFC-223 B4 | Tetrabromotrifluoropropan | 1,8 | |
C3HF4Br3 | HBFC-224 B3 | Tribromotetrafluoropropan | 2,2 | |
C3HF5Br2 | HBFC-225 B2 | Dibromopentafluoropropan | 2,0 | |
C3HF6Br | HBFC-226 B1 | Bromohexafluoropropan | 3,3 | |
C3H2FBr5 | HBFC-231 B5 | Pentabromofluoropropan | 1,9 | |
C3H2F2Br4 | HBFC-232 B4 | Tetrabromodifluoropropan | 2,1 | |
C3H2F3Br3 | HBFC-233 B3 | Tribromotrifluoropropan | 5,6 | |
C3H2F4Br2 | HBFC-234 B2 | Dibromotetrafluoropropan | 7,5 | |
C3H2F5Br | HBFC-235 B1 | Bromopentafluoropropan | 1,4 | |
C3H3FBr4 | HBFC-241 B4 | Tetrabromofluoropropan | 1,9 | |
C3H3F2Br3 | HBFC-242 B3 | Tribromodifluoropropan | 3,1 | |
C3H3F3Br2 | HBFC-243 B2 | Dibromotrifluoropropan | 2,5 | |
C3H3F4Br | HBFC-244 B1 | Bromotetrafluoropropan | 4,4 | |
C3H4FBr3 | HBFC-251 B1 | Tribromofluoropropan | 0,3 | |
C3H4F2Br2 | HBFC-252 B2 | Dibromodifluoropropan | 1,0 | |
C3H4F3Br | HBFC-253 B1 | Bromotrifluoropropan | 0,8 | |
C3H5FBr2 | HBFC-261 B2 | Dibromofluoropropan | 0,4 | |
C3H5F2Br | HBFC-262 B1 | Bromodifluoropropan | 0,8 | |
C3H6FBr | HBFC-271 B1 | Bromofluoropropan | 0,7 | |
Bólkur VIII | CHFCl2 | HCFC-21 | Dichlorofluoromethan | 0,040 |
CHF2Cl | HCFC-22 (3) | Chlorodifluoromethan | 0,055 | |
CH2FCl | HCFC-31 | Chlorofluoromethan | 0,020 | |
C2HFCl4 | HCFC-121 | Tetrachlorofluoroethan | 0,040 | |
C2HF2Cl3 | HCFC-122 | Trichlorodifluoroethan | 0,080 | |
C2HF3Cl2 | HCFC-123 (3) | Dichlorotrifluoroethan | 0,020 | |
C2HF4Cl | HCFC-124 (3) | Chlorotetrafluoroethan | 0,022 | |
C2H2FCl3 | HCFC-131 | Trichlorofluoroethan | 0,050 | |
C2H2F2Cl2 | HCFC-132 | Dichlorodifluoroethan | 0,050 | |
C2H2F3Cl | HCFC-133 | Chlorotrifluoroethan | 0,060 | |
C2H3FCl2 | HCFC-141 | Dichlorofluoroethan | 0,070 | |
CH3CFCl2 | HCFC-141b (3) | 1,1-Dichloro-1-fluoroethan | 0,110 | |
C2H3F2Cl | HCFC-142 | Chlorodifluoroethan | 0,070 | |
CH3CF2Cl | HCFC-142b (3) | 1-Chloro-1,1-difluoroethan | 0,065 | |
C2H4FCl | HCFC-151 | Chlorofluoroethan | 0,005 | |
C3HFCl6 | HCFC-221 | Hexachlorofluoropropan | 0,070 | |
C3HF2Cl5 | HCFC-222 | Pentachlorodifluoropropan | 0,090 | |
C3HF3Cl4 | HCFC-223 | Tetrachlorotrifluoropropan | 0,080 | |
C3HF4Cl3 | HCFC-224 | Trichlorotetrafluoropropan | 0,090 | |
C3HF5Cl2 | HCFC-225 | Dichloropentafluoropropan | 0,070 | |
CF3CF2CHCl2 | HCFC-225ca (3) | 3,3-Dichloro-1,1,1,2,2-pentafluoropropan | 0,025 | |
CF2ClCF2CHClF | HCFC-225cb (3) | 1,3-Dichloro-1,1,2,2,3-pentafluoropropan | 0,033 | |
C3HF6Cl | HCFC-226 | Chlorohexafluoropropan | 0,100 | |
C3H2FCl5 | HCFC-231 | Pentachlorofluoropropan | 0,090 | |
C3H2F2Cl4 | HCFC-232 | Tetrachlorodifluoropropan | 0,100 | |
C3H2F3Cl3 | HCFC-233 | Trichlorotrifluoropropan | 0,230 | |
C3H2F4Cl2 | HCFC-234 | Dichlorotetrafluoropropan | 0,280 | |
C3H2F5Cl | HCFC-235 | Chloropentafluoropropan | 0,520 | |
C3H3FCl4 | HCFC-241 | Tetrachlorofluoropropan | 0,090 | |
C3H3F2Cl3 | HCFC-242 | Trichlorodifluoropropan | 0,130 | |
C3H3F3Cl2 | HCFC-243 | Dichlorotrifluoropropan | 0,120 | |
C3H3F4Cl | HCFC-244 | Chlorotetrafluoropropan | 0,140 | |
C3H4FCl3 | HCFC-251 | Trichlorofluoropropan | 0,010 | |
C3H4F2Cl2 | HCFC-252 | Dichlorodifluoropropan | 0,040 | |
C3H4F3Cl | HCFC-253 | Chlorotrifluoropropan | 0,030 | |
C3H5FCl2 | HCFC-261 | Dichlorofluoropropan | 0,020 | |
C3H5F2Cl | HCFC-262 | Chlorodifluoropropan | 0,020 | |
C3H6FCl | HCFC-271 | Chlorofluoropropan | 0,030 | |
Bólkur IX | CH2BrC | BCM | Bromochloromethan | 0,12 |
Fylgiskjal 2
Bólkar, toll- og vørunummur ([3]) og vørulýsing fyri evnini, sum eru nevnd í fylgiskjali 1
Bólkur | KN-kota | Vørulýsing |
Bólkur I | 2903 41 00 | Trichlorfluormethan |
2903 42 00 | Dichlordifluormethan | |
2903 43 00 | Trichlortrifluorethanir | |
2903 44 10 | Dichlortetrafluorethanir | |
2903 44 90 | Chlorpentafluorethan | |
Bólkur II | 2903 45 10 | Chlortrifluormethan |
2903 45 15 | Pentachlorfluorethan | |
2903 45 20 | Tetrachlordifluorethanir | |
2903 45 25 | Heptachlorfluorpropanir | |
2903 45 30 | Hexachlordifluorpropanir | |
2903 45 35 | Pentachlortrifluorpropanir | |
2903 45 40 | Tetrachlortetrafluorpropanir | |
2903 45 45 | Trichlorpentafluorpropanir | |
2903 45 50 | Dichlorhexafluorpropanir | |
2903 45 55 | Chlorheptafluorpropanir | |
Bólkur III | 2903 46 10 | Bromchlordifluormethan |
2903 46 20 | Bromtrifluormethan | |
2903 46 90 | Dibromtetrafluorethanir | |
Bólkur IV | 2903 14 00 | Tetrachlormethan (carbontetrachlorid) |
Bólkur V | 2903 19 10 | 1,1,1-Trichlorethan (methylchloroform) |
Bólkur VI | 2903 39 11 | Brommethan (methylbromid) |
Bólkur VII | 2903 49 30 | Hydrobromfluormethanir, -ethanir og -propanir |
Bólkur VIII | 2903 49 11 | Chlordifluormethan (HCFC-22) |
2903 49 15 | 1,1-Dichlor-1-fluorethan (HCFC-141b) | |
2903 49 19 | Andre hydrochlorfluormethanir, -ethanir og -propanir (HCFC’ir) | |
Bólkur IX | ex 2903 49 80 | Bromchlormethan |
Blandingar | 3824 71 00 | Blandingar, sum innihalda chlorfluorcarbonir (CFC’ir), og sum eisini innihalda hydrochlorfluorcarbonir (HCFC’ir), perfluorcarbonir (PFC’ir) ella hydrofluorcarbonir (HFC’ir) |
3824 72 00 | Blandingar, sum innihalda bromchlordifluormethan, bromtrifluormethan ella dibrom-tetrafluorethanir | |
3824 73 00 | Blandingar, sum innihalda hydrobromfluorcarbonir (HBFC’ir) | |
3824 74 00 | Blandingar, sum innihalda hydrochlorfluorcarbonir (HCFC’ir), og sum eisini innihalda perfluorcarbonir (PFC’ir) ella hydrofluorcarbonir (HFC’ir), men ikki chlorfluorcarbonir (CFC’ir) | |
3824 75 00 | Blandingar, sum innihalda tetrachlormethan (carbontetrachlorid) | |
3824 76 00 | Blandingar, sum innihalda 1,1,1-trichlorethan (methylchloroform) | |
3824 77 00 | Blandingar, sum innihalda brommethan (methylbromid) ella bromchlormethan |